Skip to main content

Námsætlanir til hoyringar

02.03.2023

Námsætlanir í donskum og í føroyskum sum annaðmál sendar til hoyringar.

Nám arbeiðir við at dagføra námsætlanir til føroyska skúlaverkið. Dagføringararbeiðið fevnir í sínari heild um námsætlanir í øllum lærugreinum í fólkaskúla og á gymnasialum miðnámi og í almennu lærugreinunum á yrkisnámi. Arbeitt verður í stigum, og námsætlanirnar, sum nú eru sendar til hoyringar, eru:

Námsætlanin í donskum er til næmingar frá 3. floksstigi í fólkaskúla til A-stig á miðnámi. Námsætlanin í føroyskum sum annaðmál er til næmingar í fólkaskúlanum, sum hava annað mál enn føroyskt sum fyrstamál.

Námsætlanirnar er knýttar at støðisnámsætlanini, sum var til hoyringar á heysti í 2021.

Hoyringarsvar skulu sendast á nam@nam.fo í seinasta lagi fríggjadagin 14. apríl 2023.

Leinki til skriv um hoyringina, sum er sent viðkomandi hoyringarpørtum.

Niðanfyri er stutt framløga um námsætlanarbygnaðin.

Ólavur Frederiksen Faroephoto

Onnur tíðindi

07.07.2023

Leiðbeiningarnar, sum taka støði bæði í…

Les meira
25.05.2023

Dagførdar námsætlanir koma í gildi 1. august 2023.

Les meira
27.04.2023

Fyrireikingartíðin til munnligu próvtøkuna broytt.

Les meira
02.03.2023

Námsætlanir í donskum og í føroyskum sum annaðmál…

Les meira
01.07.2022

Nýggj námsætlan er gjørd til lærugreinina…

Les meira
30.06.2022

Nýggjar námsætlanir eru gjørdar í lærugreinunum…

Les meira
29.06.2022

Í sambandi við at námsætlanarheimasíðan er flutt á…

Les meira
18.10.2021

Nám arbeiðir eftir umbøn frá Uttanríkis- og…

Les meira
02.03.2021

1. august 2021 koma dagførdar námsætlanir í…

Les meira
10.12.2020

Námsætlanin í virkisbúskapi á A-stigi er dagførd,…

Les meira