Dømi um próvtøkuuppgávur

14.06.2024
Nýggj námsætlan í føroyskum kom í gildi í august 2023. Næmingar, sum fara í 8. flokk eftir summarfrítíðina, eru elstu næmingar fólkaskúlans, sum fylgja hesi nýggju námsætlanini.
Nú eru tvey dømi um próvtøkusett til framsetingina í 9. flokki tøk hjá lærarum at brúka í undirvísingini.
Settini liggja í teiginum "Til próvtøkur" á føroysknámsætlanarsíðuni.
