Skip to main content

Skriva út ##pt##

Frá 1. floksstigi til A-stig

Føroyska skúlaverkið, frá byrjan í fólkaskúla til lokið miðnám ella yrkisnám, skal virka á einum albúgvandi grundarlagi. Endamálið er at búgva næmingarnar til innliving, samavgerð, samábyrgd, rættindi og skyldur í einum fólkaræðisligum samfelag. Skúlaverkið skal stuðla tí einstaka í fjølbroyttu, persónligu menningini og stimbra evnini til virkishug og djúphugsni. Eisini eigur skúlaverkið at skapa líkindi fyri, at næmingarnir kunnu menna sítt hugflog, sína sannkenning og hugin at læra. Somuleiðis hevur skúlaverkið til endamáls at leggja grundarlag undir framtíðar yrki og framhaldandi útbúgving. Undirvísing og gerandislív skúlans skulu vera grundað á andsfrælsi, tolsemi, javnvirði og fólkaræði.

Øll undirvísing, frá byrjan í fólkaskúla til lokið miðnám ella yrkisnám, skal hava støði í støðisnámsætlanini og í námsætlanunum fyri einstøku lærugreinarnar.

Støðisnámsætlanin er skipað í tríggjar partar:

  • Virðisgrundarlag
  • Førleikar
  • Meginreglur fyri undirvísing

1. Virðisgrundarlag

Virðisgrundarlagið byggir á grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum. Virðisgrundarlagið hevur avgerandi týdning fyri, at vitan, hegni og førleikar verða ment í øllum lærugreinum.

Virðisgrundarlagið er býtt í fýra øki:

  • Albúgving
  • Samleiki og mentan
  • Virðing og fólkaræði
  • Skapanarevni og gransking

Albúgving

Albúgving er samspælið millum kunnleika um veruleikan og fatan av sær sjálvum í hesum veruleikanum. Heimurin í menniskjanum og menniskjað í heiminum. Albúgving fevnir sostatt um allar mannagongdir í menniskjaligu tilveruni og allar menniskjaligar framsagnir, tað veri seg tær fatanarligu, tær sansaligu og tær kropsligu.

Við albúgving fylgir innlit í vitanarøki, og við hesum innliti eigur altíð at fylgja ein etikkur. Næmingarnir eiga at læra, hvussu, nær og til hvat tey kunnu og eiga at nýta sína vitan. Albúgving fer sostatt altíð fram í einum samspæli millum menniskju.

Skúlaverkið hevur stóra ábyrgd, tá tað snýr seg um albúgving hjá næmingunum. Lærararnir skulu tryggja, at undirvísingin fer fram í tryggum umhvørvi, har næmingarnir við spæli og royndum mennast bæði sum einstaklingar og í felagsskapinum. Fyri at tryggja eitt slíkt umhvørvi skulu allir næmingar sleppa til orðanna og verða hoyrdir. Umráðandi er tí, at undirvísingin ikki einans miðar eftir rætta svarinum.

Lærararnir skulu við undirvísingini stuðla næmingunum í at menna sjálvsfatanina og leiklut sín í felagsskapinum, soleiðis at tey eisini sjálv kunnu menna felagsskapin.

Samleiki og mentan

Føroyskt mál, kristin siðaarvur og fólksligar siðvenjur eru týðandi partar av føroyskari mentan og eiga sín stóra leiklut í fólkaræðinum í Føroyum. Øll undirvísing eigur at vera á føroyskum máli, um annað ikki er tilskilað. Innlit í føroyska søgu og mentan hevur týdning fyri samleika og tilknýti til føroyska samfelagið, og næmingarnir skulu tí fáa kunnleika um virði og siðvenjur, sum savna fólkið. Albúgving og felags grundvøllur skapa samanhald og tilknýti til samfelagið.

Føroyska samfelagið er fjølmentað, og karmarnir um virksemið í skúlaverkinum skulu rúma mentanarligum fjølbroytni og persónligum ymisleika. Næmingarnir skulu læra og uppliva, hvussu vit í felagsskapinum virka og liva saman við ymiskum lívsáskoðanum og sjónarmiðum.

Skúlaskipanin skal skapa javnbjóðis menningar- og lærimøguleikar soleiðis, at næmingarnir mennast í treysti til sín sjálvs og til teir møguleikar, sum eru í felagsskapinum. Tær royndir, sum næmingar gera sær um ymiskar mentanir og siðvenjur, eru við til at skapa samleika teirra.

Virðing og fólkaræði

At arbeiða við virðing og fólkaræði er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at næmingarnir kenna seg at hava virði og týdning, har tey eru. Skúlaverkið skal virka fyri, at næmingarnir skilja tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og læra at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum. Eisini skulu næmingarnir læra at virða, at mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn egnu virði næminganna.

Næmingarnir skulu læra at virða náttúrutilfeingi og gerast tilvitaðir um týdningin av burðardygd og avleiðingar av veðurlagsbroytingum. Tey skulu læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, herímillum teir sáttmálar, ið Sameindu tjóðir hava samtykt um náttúrutilfeingi, barnarættindi, mannarættindi og rættindi einstaklinga, ið bera brek.

Skapanarevni og gransking

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar hjá næmingunum, sum skúlin skal stimbra og gera gagn av í undirvísingini. Arbeiðast skal miðvíst við skapandi tilgongdum, sum áhaldandi vekja forvitni, fremja íblástur og stimbra hugflogið. Førleikin at undrast, seta spurningar, granska og gera egnar royndir hevur stóran týdning fyri djúphugsni og grundan. Dentur verður lagdur á, at námsfrøðiliga virksemið er fjøltáttað og innihaldsríkt, so tað stimbrar skapanargleði næminganna. Næmingarnir skulu menna síni skapanarevni við at sansa, uppliva, granska og spæla. Skapandi tilgongdir eggja forvitni næminganna og stimbra hugflog og dirvi teirra til at eygleiða, undrast, finna uppá, gera royndir og menna nýggj hugskot. Samstarv gevur íblástur til nýhugsan og dirvi til at seta hugskotini í verk

Ein fortreyt fyri nýskapan og gransking er samspæl millum nýggj hugskot og hugskot, sum longu eru rótfest. Næmingarnir skulu læra at leita fram og ogna sær viðkomandi vitan og við kritiskari hugsan menna síni hugskot við støði í frammanundan rótfestum hugskotum. Við dømum og venjingum skulu næmingarnir læra at nýta vísindaligan framferðarhátt og at handfara keldutilfar á kritiskan, sakligan, siðiligan og dygdargóðan hátt.

Næmingarnir skulu eisini læra, at egnar royndir, egin sjónarmið og sannføringar kunnu broytast. Vitan er ein fortreyt fyri kritiskari hugsan og rúmar samstundis óvissu og tí óvæntaða. Í undirvísingini skulu næmingarnir tí læra at finna javnvágina millum virðing fyri vitan og rótfestum hugskotum og nýggjar, granskandi og skapandi hugsanir. Hendan javnvágin er ein fortreyt fyri at menna nýggj hugskot.

2. Førleikar

Førleikar eru grundleggjandi partur av námsætlanunum í øllum lærugreinum í fólkaskúla, á miðnámi og á yrkisnámi. Førleikarnir eru lutaðir sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar. Støðisførleikarnir eru galdandi fyri allar lærugreinar á øllum stigum og eru lýstir her. Fakligu førleikarnir eru lýstir fyri ymsu stigini í einstøku námsætlanum fyri ymsu lærugreinarnar.

Lýsingin av støðisførleikum og fakligum førleikum fevnir um hugtøkini vitan, hegni og førleika.

  • Vitan fevnir um fakliga innihaldið í einstøku lærugreinunum.
  • Hegni fevnir um evnini hjá næmingunum at loysa settar uppgávur.
  • Førleiki lýsir evnini hjá næmingunum at nýta viðkomandi vitan og hegni til sjálvstøðugt at loysa uppgávur bæði í kendum og ókendum samanhangum.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum skulu hava líkindi at stimbrast og mennast í øllum skúlaverkinum frá byrjan í fólkaskúla til lokið miðnám ella yrkisnám. Støðisførleikarnir eru tongdir at fakligu førleikunum og hava avgerandi týdning fyri heildarmenningina hjá einstaka næminginum.

Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, hugflog og evni næminganna at hugsa sjálvstøðugt og grundandi og taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingarnir fáa hug at læra og vera virknir í síni egnu læritilgongd og geva sítt íkast til kjak og loysnir í undirvísingarhøpi og øðrum viðkomandi støðum. Støðisførleikarnir eru eisini týdningarmiklir fyri at styrkja samleika næminganna og fyri at kunna taka lut í útbúgving, arbeiði og samfelag.

Í hesum sambandi eru fimm støðisførleikar lýstir, sum allar lærugreinar á øllum stigum skulu fevna um:

  • Lesing
  • Skriving
  • Rokning
  • Munnligt samskifti
  • Kt-førleikar og talgildisbúgving

Ymiskt er, hvussu stóran leiklut ymsu lærugreinarnar og ymsu stigini hava í at menna og stimbra ymsu støðisførleikarnar.

Lesing

At lesa er ein fjøltáttað fatanarlig og málslig tilgongd, sum krevur, at lesararnir avkoda og síðan tulka tekstin við støði í vitanini, sum tey hava frammanundan.

Næmingarnir skulu læra at avkoda og tulka tekst í øllum sínum ymisleika. Góð lesiundirvísing hevur til endamáls at menna og stimbra lesføri næminganna í ymsum tekstsløgum í øllum lærugreinum. Víðkaða teksthugtakið fevnir, umframt um orð, tekn og bókstavir, eisini um aðrar tekstlutir, sum næmingarnir skulu læra at týða, so sum myndir, livandi myndir og ljóð.

Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein fortreyt fyri at menna lesføri og góðar og fjølbroyttar lesivanar. Umráðandi er, at skúlin miðvíst og tilvitað skapar eitt lesiumhvørvi, har næmingarnir áhaldandi fáa ment lesføri og lesivanar, soleiðis at tey halda fram at lesa av áhuga og forvitni. Í hesum sambandi er tað av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Skriving

Førleikin at skriva snýr seg um at greiða frá og samskifta skrivliga. Dentur verður lagdur á at seta orð á hugsanir, evni og kenslur, umframt at menna hugskot og viðgera ymisk viðurskifti skrivliga í øllum lærugreinum. Førleikarnir at lesa og skriva eru sínámillum treytaðir, og fortreytin fyri at skriva ein tekst er, at næmingarnir hava neyðuga orðfeingið og duga at fata og tulka og seta orð og hugtøk í rætt høpi. Skrivitilgongdin stuðlar undir fatanina og at skipa tankar og hugskot.

Umframt at næmingarnir skulu ogna sær førleikar at skriva og skapa egnar tekstir í ymsum tekstsløgum, so fevnir skriviførleikin eisini um stavseting, setningsbygnað og tekstbygnað. Skriving fevnir eisini um víðkaða teksthugtakið, og næmingarnir skulu læra at arbeiða við margháttaðum tekstum og knýta skrivaðan tekst og aðrar framsagnarhættir saman.

Skrivligt samskifti er fjøltáttað og fer fram á ymsum pallum. Næmingarnir skulu læra at skilja og nýta fjøltáttaðu skrivligu samskiftismøguleikarnar kritiskt og læra at samskifta skrivliga á fjølbroyttan, virðiligan og sakligan hátt, hóskandi til samskiftisstøðu og móttakara.

Rokning

Førleikin at rokna snýr seg um at tosa, skilja og brúka støddfrøði í ymsum viðurskiftum, bæði í ymsu lærugreinunum í skúlanum og í samfelagnum annars. Tað er at brúka støddfrøðilig hugtøk, háttaløg og ítøkilig amboð at lýsa, greiða frá og ímynda sær, hvat fer at henda.

Støddfrøði kann býtast upp í tvey øki:

  • Støddfrøði í gerandisdegnum
  • Mál og amboð í støddfrøði

Støddfrøði í gerandisdegnum snýr seg um at læra næmingarnar at síggja støddfrøðina í gerandisdegnum. Næmingarnir skulu læra at seta orð á og loysa støddfrøðilig greiðsluevni og kritiskt at greina, hvussu støddfrøðin verður brúkt og kann ávirka tey sjálv og samfelagið sum heild. Herímillum skulu næmingarnir læra um møguleikar og váðar við privatum fíggjarviðurskiftum og búgvast til sjálvstøðugt at taka skynsamar fíggjarligar avgerðir.

Mál og amboð í støddfrøði snúgva seg um, at næmingarnir læra at samskifta í, við og um støddfrøði, at tey læra at kenna, at seta orð á og at brúka tekn og formlar, sum vanliga verða brúkt í støddfrøði, og at tey læra at brúka hjálparmiðlar í støddfrøðiligum høpi.

Munnligt samskifti

Munnligt samskifti snýr seg um at tosa, bera fram, skifta orð um, samrøða, grundgeva og lurta. Munnliga samskiftið skal stimbrast og mennast í øllum lærugreinum. Munnligt samskifti skapar samband við onnur og er týðandi liður í at menna persónligar, mentanarligar og sosialar førleikar. Kropsmálið er eisini ein týdningarmikil partur í munnligum samskifti, sum næmingarnir skulu læra at gerast tilvitaðir um. Næmingarnir skulu læra at bera fram og vera tilvitaðir um sendara- og móttakaraviðurskifti og at lurta og geva aftursvar.

Munnligt samskifti er fjøltáttað og fer fram á ymsum pallum. Skúlaverkið skal tí eisini búgva næmingarnar til at nýta og skilja fjøltáttaðu samskiftismøguleikarnar og í læritilgongdini ogna sær førleikar at brúka hesar í viðkomandi høpi og kritiskt taka støðu til teir.

Kt-førleikar og talgildisbúgving

Kt-førleikar og talgildisbúgving snúgva seg bæði um førleikar at brúka ítøkilig, viðkomandi kt-amboð og at skilja amboðini, og í hvørjum samanhangi tey skynsamt kunnu nýtast. Eisini snúgva kt-førleikar og talgildisbúgving seg um atferð á talgildum miðlum og keldukritiska viðgerð av talgildum tilfari. Endamálið er at búgva næmingarnar til at vera virknar, sjálvstøðugar, kritiskar og fólkaræðisligar borgarar í einum talgildum samfelag.

Kt-førleikar og talgildisbúgving kunnu býtast í seks øki:

  • Nýtsla
  • Fatan og teldulig hugsan
  • Metingarevni
  • Samskifti og samstarv
  • Leitan og viðgerð
  • Skapan

Nýtsla fevnir um, at næmingarnir duga at brúka kt-amboð á ein skilagóðan hátt. Í hesum sambandi skulu næmingarnir eisini duga at taka avgerðir um, hvørji amboð eru viðkomandi í einari ávísari støðu.

Fatan og teldulig hugsan snúgva seg um, at næmingarnir læra at skilja og meta um møguleikar og avmarkingar við talgildum lutum og amboðum. Somuleiðis skulu næmingarnir læra at meta um, hvørjar avleiðingar nýtsla av hesum lutum og amboðum kann hava fyri tey og samfelagið rundan um tey. Næmingarnir skulu eisini úr einum etiskum sjónarhorni læra at meta um sambandið millum menniskju og tøknina, og hvussu tey ávirka hvørt annað, og hvørjar avmarkingar teldan hevur.

Metingarevni snúgva seg um ábyrgd og atferð á talgildum miðlum. Næmingarnir skulu læra um trygd, keldukritik og hóskandi atferð og verju av persónligum virðum á talgildum miðlum.

Samskifti og samstarv fevna um, at næmingarnir skulu menna sínar talgildu samskiftis- og samstarvsførleikar, so tey kunnu samskifta greitt og skapa skynsamt samband og gevandi samstarv við onnur.

Leitan og viðgerð fevna um, at næmingarnir skulu læra at finna og ogna sær vitan frá talgildum keldum og viðgera hesar keldukritiskt.

Skapan fevnir um, at næmingarnir læra at nýta kt-amboð saman við sínum skapandi evnum, samstundis sum næmingarnir eisini menna hesi evni. Hetta fevnir eisini um, at næmingarnir fáa grundleggjandi innlit í talgildar skapanartilgongdir.

3. Meginreglur fyri undirvísing

Undirvísingin skal taka atlit at fortreytunum hjá einstøku næmingunum og skal skipast eftir tí støði, sum næmingarnir eru á. Námsætlanir og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Meginreglurnar eru býttar í sjey øki:

  • Menning og læring
  • Samrøða
  • Stigvøkstur
  • Eftirmeting og afturboðan
  • Arbeiðshættir
  • Tvørgreinaligt samstarv
  • Góðir lærivanar

Menning og læring

Samleiki, sjálvsfatan, meiningar og hugburðir verða ment í samspæli við onnur. Næmingar læra og mennast bæði í sjálvari undirvísingini, í samstarvi við sínar floksfelagar og í øðrum virksemi í skúlanum. At albúgving er kjølfest sum virðisgrundarlag í skúlaverkinum er við til at borga fyri fakligari og sosialari menning hjá næmingunum.

Skúlin skal tryggja eitt sterkt og inkluderandi læriumhvørvi, sum viðurkennir fjølbroytni sum virðismikið tilfeingi, og er grundarlag undir eini uppbyggjandi mentan, har bæði faklig og sosial menning eru í miðdeplinum. Slík læriumhvørvi mennast og varðveitast í greiðum og umsorgarfullum samstarvi millum næmingar og lærarar.

Samrøða

Samrøðan hevur avgerandi týdning fyri málsliga og sosiala menning. Næmingarnir skulu læra at síggja virðini í lurtandi samrøðuni, tá tey møta mótgangi og koma í tvístøður.

At samrøða og at orða seg munnliga eru førleikar, sum næmingarnir skulu duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum, føroyskum, sum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næmingunum. Næmingarnir skulu tí á øllum stigum gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við at siga frá.

Skúlin skal áhaldandi stremba eftir at vera inkluderandi og leggja dent á, at næmingarnir halda seg til at tosa um kenslur, evni, hugtøk, upplivingar og tað, sum tey eru áhugað í. Næmingarnir skulu arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðfeingi og málburður verða ment. Floks- og bólkakjak skulu javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at hepnast og ganga væl.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðug framtøka frá einum lægri stigi á eitt hægri. Í læritilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Í stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingar og lærarar kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingarnir fáa ávirkan á undirvísingina og á egna úrtøku.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í fakligu førleikamálunum, sum eru lýst í einstøku námsætlanunum. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi soleiðis at skilja, at lærarar og næmingar altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Umráðandi er eisini, at lærarar eru tilvitaðir um fortreytirnar hjá einstøku næmingunum og tillaga undirvísingina við atliti at fortreytum teirra. Næmingarnir skulu gerast tilvitaðir um tey krøv, ið sett verða, so tey kunnu seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingarnir skulu greitt fáa at vita, hvussu úrtøka og arbeiðslag teirra verða eftirmett, og hvat metingarstøðið er grundað á.

Eftirmeting og afturboðan

Aðalmálið við allari undirvísing í øllum skúlaverkinum er, at allir næmingar áhaldandi læra og mennast, og tí eru reglulig eftirmeting og afturboðan um úrtøku og menning næminganna sameindur partur av allari undirvísing í øllum lærugreinum og á øllum stigum í skúlaverkinum.

Í hesum sambandi er tað týdningarmikið, at skúlaverkið strembar eftir at skapa eitt trygt og mennandi undirvísingarumhvørvi, har undirvísingin er fjøltáttað og væl skipað við dygdargóðum fakligum innihaldi og háttaløgum. Harumframt er tað týdningarmikið, at undirvísingin hevur ítøkilig mál, so næmingarnir vita, hvat uppgávurnar fevna um, og hvat væntað verður av teimum.

Eftirmeting av úrtøkuni gevur bara meining, um hon verður fylgd upp av ítøkiligari afturboðan, sum tekur saman um núverandi støðu, heildarúrtøku og menning næminganna. Lærararnir skulu tí hava innlit í úrtøku, arbeiðslag og ídni hjá næmingunum í læritilgongdini.

Afturboðanin til næmingarnar skal leggja dent á næsta stig í tilgongdini og undirvísingina frameftir. Fyri næmingarnar snýr tað seg um, hvussu tey kunnu menna úrtøku og hegni, umframt hvussu tey kunnu tillaga ella møguliga bøta um arbeiðslag og avrik. Fyri lærararnar snýr afturboðan seg um at tillaga undirvísingina við støði í vitan um næmingaúrtøku, undirvísingargongdir, háttaløg o.a.

Eftirmetingin skal saman við afturboðan leggja áherðslu á læri- og menningartilgongdina heldur enn á sjálvt úrslitið. Endamálið er at eggja og stuðla næmingunum í áhaldandi at vilja læra og menna fakligu, persónligu og sosialu fortreytirnar.

Arbeiðshættir

Í øllum lærugreinum skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir fyri at tryggja miðvíst fjølbroytni. Dømi um arbeiðshættir eru: læraraframløga, næmingaframløga, samrøður í flokkinum, einstaklingsarbeiði, bólkaarbeiði og verkætlanararbeiði.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna ymiskar førleikar. Næmingarnir skulu menna førleikar at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál, at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at brúka og síggja vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at hugsa nýtt og seta í verk, at fara í dýpdina við ávísum evni umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing og innliving.

Tvørgreinaligt samstarv

Tvørgreinaligt samstarv skal vera natúrligur partur av undirvísingini í øllum skúlaverkinum. Samstarv tvørtur um ymiskar lærugreinar skal hjálpa næmingunum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingarnir fara undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Tvørgreinaligt samstarv kann vera meira og minni bindandi, frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørgreinaligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði, t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Góðir lærivanar

Undirvísingin skal verða skipað soleiðis, at næmingarnir kunnu fordjúpa seg og ogna sær ein mennandi hugsanarhátt í læritilgongdini. Hugurin at læra er drívmegin í læringini, og undirvísingin skal eggja næmingunum til at taka virknan lut og gera sær ómak. Sostatt eigur denturin at verða lagdur á læritilgongdina heldur enn á ítøkiliga úrslitið.

At læra snýr seg um:

  • at ogna sær vitan og fimi
  • at varðveita og menna hugin og viljan at læra
  • at læra hvussu, nær og til hvat vitanin, næmingarnir hava ognað sær, verður brúkt.

At læra er sostatt altíð knýtt til nakað ítøkiligt í undirvísingarsamanhangi, og tað er við forvitni, grundan, samskifti og viðgerð av undirvísinginarevninum, at næmingarnir áhaldandi menna sínar lærifortreytir og ogna sær góðar lærivanar.

Umráðandi er, at næmingarnir varðveita forvitnið og hugin til at læra, tí tað er fortreyt fyri, at tey eru áhugað og hava dirvið til at læra meira og deila vitanina við sínar floksfelagar. Undirvísingin hevur tí altíð eitt fjøltáttað mál og skal borga fyri, at næmingarnir í góðum treysti til sín sjálvs ogna sær fakligan kunnleika, samstundis sum tey við virknari luttøku í undirvísingini mennast persónliga og sosialt.

Undirvísingin skal savna seg um tað, sum fremur góðar lærivanar, og sum gevur næmingunum góðar fortreytir at læra víðari í skúla og í lívinum annars. So hvørt sum næmingarnir verða eldri og búnast eigur undirvísingin eisini at leggja seg eftir at menna tilvitsku næminganna um egna læritilgongd. Umráðandi er, at næmingarnir læra at hugsa um egna læring (avrik, arbeiðslag, áhaldni og úrtøku) og sostatt gerast tilvitaðir um, hvussu tey læra og avrika á bestan hátt.