Skip to main content

PISA 2025: Lesingin krevur eitt felags átak

09.09.2026

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd. Føroysku næmingarnir standa seg væl í náttúruvísindum og halda støðið í støddfrøði, men úrslitið í lesing er versnað.

Føroyskir næmingar fóru 19 stig aftur í lesing samanborið við 2022. Sostatt eru 42 prosent av okkara næmingum undir markinum fyri virkisført lesiføri.

Á tíðindafundi í Námi týsdagin 8. septembur bar Eyðun Gaard, stjóri í Námi, fram røðu um støðuna:

– Hetta mugu vit taka í fullum álvara og fáa lesiførleikan rætta vegin, sigur Eyðun Gaard.

Komandi árini fer Nám at leggja enn størri dent á lesing, menna nýtt undirvísingartilfar og styrkja fakliga førleikan. Samstundis er neyðugt at kanna nærri, hví lesiførleikin hjá føroyskum næmingum er viknaður.

Sambært stjóranum í Námi skulu vit ikki gita, men vita. 

Les røðuna í fullum líki her → 

Onnur tíðindi

09.09.2026

Úrslitini frá PISA 2025 vísa eina blandaða mynd.…

Les meira
29.05.2026

Sjey dagførdar námsætlanir verða settar í gildi 1.…

Les meira
08.04.2026

Námsætlanirnar í týskum, fronskum og sponskum…

Les meira
13.11.2025

Dømi um próvtøkuuppgávur til 9. flokk í donskum og…

Les meira
09.09.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði, evnafrøði, landafrøði…

Les meira
04.09.2025

Skrivlig próvtøka í pappírsformi.

Les meira
10.07.2025

Dagførdar námsætlanir og leiðbeiningar koma í…

Les meira
31.03.2025

Námsætlanirnar í alisfrøði og evnafrøði 7-9,…

Les meira
09.12.2024

Námsætlanirnar í heimstaðarlæru og í kravda…

Les meira
14.06.2024

Tvey uppgávusett til framseting í føroyskum í 9.…

Les meira