Skip to main content

Skriva út ##pt##

Frá 3. floksstigi til A-stig
Galdandi:

Saman við støðisnámsætlanini væntandi sett í gildi 1. august 2023 fyri næmingar, sum byrja á hesum stigum 1. august 2023 ella seinni:

  • 3.-7. floksstig í fólkaskúla
  • A-stig á miðnámi
Viðmerkingar:
  • Námsætlanin fevnir um øll stig í lærugreinini í fólkaskúla og á miðnámi.
  • Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeiningar.
  • Ávegismál eru í fólkaskúlanum orðað fyri 3. og 6. floksstig.

1. Samleiki

Danskt er fyrsta fremmandamálið í føroyska skúlaverkinum. Saman við móðurmálinum leggur danskt tí lunnar undir eina breiðari málfatan, sum næmingarnir menna við at skyna á líkleikum og munum millum ymisk mál. At duga fleiri mál er eitt týðandi tilfeingi, bæði persónliga, útbúgvingarliga og samfelagsliga.

Danskt mál og donsk mentan hava stóran leiklut í føroyska samfelagnum, bæði søguliga og mentanarliga, og harvið eisini týdning fyri mentanarfatan, samskifti, albúgving og samleikamenning hjá næmingunum.

Eins og føroyskt er danskt partur av norðurlendskari mentan, og saman við føroyskum gevur danskt næmingunum betri innlit í onnur norðurlendsk mál og eina felags norðurlendska mentanarfatan, sum fremur ein norðurlendskan samleika.

Kjarnin í lærugreinini byggir á eitt breitt úrval av donskum tekstum, bæði munnligum, skrivligum og margháttaðum, har samspæl er millum skrift, ljóð og mynd.

2. Endamál

Undirvísingin í donskum hevur til endamáls, at næmingarnir:

  • menna sínar munnligu samskiftisførleikar á donskum
  • menna sínar lesi- og skriviførleikar á donskum
  • stimbra hugin at lesa og ogna sær vitan um ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg
  • ogna sær vitan um danskar bókmentir í norðurlendskum og alheimshøpi
  • ogna sær vitan um danskar miðlar og ymisk margháttað tekstsløg í norðurlendskum og alheimshøpi
  • skapa sær fatan av donskum máli í føroyskum samanhangi, bæði í nútíðarligum og søguligum høpi
  • ogna sær vitan um og menna síni evni at skyna á líkleikum og munum millum danskt mál og onnur mál, sum tey kenna
  • menna síni evni at arbeiða sjálvstøðugt og at samstarva
  • menna síni evni at hugsa kritiskt og finna loysnir
  • menna síni skapandi evni
  • menna síni vitbornu, kensluligu og sosialu evni
  • menna síni millummentanarligu evni
  • menna sín samleika við sjálvsáliti og tryggleika í norðurlendskari mentan.

3. Kjarnaøki

Lærugreinin danskt hevur trý ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Talaða málið
  • Skrivaða málið
  • Málkunnleiki

Talaða málið

Kjarnaøkið talaða málið snýr seg um at tosa, at lurta og at rannsaka talaða danska málið. At samskifta væl og skiljandi og at duga at lurta eru avgerandi sosialir og mentanarligir førleikar. Støðan, samskift verður í, skapar karm um samskiftisháttin. Undirvísingin skal tí fevna um ymisk munnlig og margháttað tekstsløg, sum hvørt á sín hátt skulu styrkja fatanina av ymsum munnligum samskiftisháttum og av leiklutum teirra samskiftandi.

Skrivaða málið

Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um at lesa og skriva danskt. At lesa og skriva eru javnskipaðar læritilgongdir, har næmingarnir menna skriviførleikan við at lesa og lesiførleikan við at skriva. Hugur næminganna at lesa og skriva skal stimbrast og somuleiðis tilvitan teirra um lesi- og skrivitilgongdina. Undirvísingin skal fevna um eitt fjølbroytt úrval av ymiskum fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum.

Málkunnleiki

Kjarnaøkið málkunnleiki fevnir um danska mállæru og málnýtslu. Næmingarnir fáa innlit í danska málið sum skipan og um leiklutin hjá donskum í føroyskum og norðurlendskum samanhangi. Undirvísingin skal fevna um grundleggjandi mállæru á støðugt hækkandi torleikastigi, málnýtslu og norðurlendska málfelagsskapin.

4. Faklig førleikamál

Í fólkaskúlanum hevur lærugreinin danskt ávegismál fyri 3. og 6. floksstig og endalig mál fyri 9. og 10. floksstig. Ávegismálini eru leiðbeinandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk.

Á miðnámi eru endalig mál fyri A-stig.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • eftir førimuni at nýta danska málið sum samskiftismál í flokkinum
  • eftir førimuni at nýta ymiskar samskiftissnildir, ið stuðla máltøku
  • at lurta virkin, spyrja og svara spurningum
  • at tosa um innihaldið í lisnum tekstum, filmum, sangum og myndum
  • at lesa við hóskandi ferð og skilja tað lisna
  • at vísa kunnleika um nøkur eyðkenni við ymiskum tekstsløgum, t.d. ævintýrum og sangum
  • at skriva, tekna ella á annan skapandi hátt vísa, at tað lisna og hoyrda er skilt
  • at skapa eina samanhangandi frásøgn við at seta saman orð, ljóð og mynd
  • at skriva einfaldar tekstir í hendingarøð
  • at nýta orðalistar sum hjálparamboð
  • at nýta einfaldar ljóð-, stavi- og bendingarreglur og seta punktum.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at nýta danska málið sum samskiftismál í flokkinum
  • at nýta ymiskar samskiftissnildir, ið stuðla máltøku
  • at lurta virkin, seta greinandi spurningar og luttaka í kjaki
  • at lesa við hóskandi ferð og skilja tað lisna
  • at nýta ymiskar lesihættir til ymisk endamál, t.d. snar-, nær- og punktlesing
  • at lesa, skilja og greina ymisk tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at nýta grundleggjandi bókmentafrøðilig hugtøk
  • at samanbera tekstir og knýta teir til egna tilveru og egnar upplivingar
  • at skriva samanhangandi og fjølbroytt hóskandi til tekstslagið
  • at skapa eina samanhangandi frásøgn við at seta saman t.d. orð, ljóð og mynd
  • orðaflokkar og skilir, hvørja funktión ymisk orð hava í einum setningi
  • at benda navnorð, sagnorð og lýsingarorð
  • at seta punktum, komma og gera reglubrot
  • at leita og finna bókmentir á bókasavni og í leitigrunnum
  • at meta um keldur
  • at nýta orðabøkur og handbøkur sum hjálparamboð
  • at vísa kunnleika um norskt og svenskt mál í talu.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at nýta danska málið sum samskiftismál í flokkinum
  • at nýta samskiftissnildir, ið stuðla máltøku, sum sameindan tátt í samskifti
  • at lurta, seta greinandi spurningar og taka virknan lut í kjaki
  • at lesa raðið og liva seg inn í tað lisna
  • at nýta hóskandi lesihættir til ymisk lesiendamál, t.d. snar-, nær- og punktlesing
  • at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at nýta bókmentafrøðilig hugtøk, ið hóska til tekstin
  • at knýta tekstir til egna tilveru og seta teir í størri høpi
  • at skriva málsliga rætt, samanhangandi og fjølbroytt hóskandi til tekstslag og samskiftisstøðu
  • at nýta keldur miðvíst og vandin
  • at nýta orðabøkur og handbøkur sum hjálparamboð
  • orðaflokkar, bendingarsnið og teknseting, og hvørja funktión hesi hava í skrivaðum tekstum
  • at vísa kunnleika um norskt og svenskt mál í talu og á skrift.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at nýta danska málið sum samskiftismál í flokkinum
  • at nýta samskiftissnildir, ið stuðla máltøku, sum sameindan tátt í samskifti
  • at lurta, seta greinandi spurningar og taka virknan lut í kjaki
  • at lesa raðið og liva seg inn í tað lisna
  • at nýta hóskandi lesihættir til ymisk lesiendamál, t.d. snar-, nær- og punktlesing
  • at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at nýta bókmentafrøðilig hugtøk, ið hóska til tekstin
  • at knýta tekstir til egna tilveru og seta teir í størri høpi
  • at skriva málsliga rætt, samanhangandi og fjølbroytt hóskandi til tekstslag og samskiftisstøðu
  • at skriva og skapa ymisk tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at nýta keldur miðvíst og vandin
  • at nýta orðabøkur og handbøkur sum hjálparamboð
  • orðaflokkar, bendingarsnið og teknseting, og hvørja funktión hesi hava í skrivaðum tekstum
  • at vísa kunnleika um norskt og svenskt mál í talu og á skrift.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at lesa og skilja danskar tekstir á ymiskum torleikastigum, í ymiskum tekstsløgum og stíllegum
  • at málbera seg greitt, rætt, samanhangandi og fjøltáttað á donskum máli, bæði munnliga og skrivliga, við tilvitan um miðlan og samskiftisstøðu
  • at nýta og grunda um viðkomandi samskiftishættir og grundgevingarhættir eftir endamáli og samskiftisstøðu
  • at velja og nýta viðkomandi framløguhættir, herímillum munnligar, skrivligar og margháttaðar, eftir evni og endamáli
  • at velja, nýta og grunda um viðkomandi háttaløg at greina, tulka og seta í frásjón ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • at vísa kunnleika um danska bókmentasøgu og tilknýtið til norðurlendskar og aðrar heimsbókmentir og seta tekstir í bókmentasøguligt høpi
  • við neyvleika og fjølbroyttum orðalagi at skriva og skapa ymisk viðkomandi tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg
  • kritiskt at velja og endurgeva keldur á rættan hátt
  • kritiskt og við umhugsni at velja og nýta viðkomandi tíðarbærar miðlar og tilvitað luttaka í talgildum felagsskapum
  • at vísa kunnleika um norskt og svenskt mál í talu og á skrift
  • at lýsa og grunda um leiklutin, sum danskt hevur havt og hevur í føroyska samfelagnum og í norðurlendskum høpi.

5. Próvtøka

Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á 9. og 10. floksstigi í fólkaskúlanum og á A-stigi á miðnámi.

Próvtøkuhættir á 9. floksstigi

Hildnar verða munnlig próvtøka og skrivligar próvtøkur í stavseting og mállæru, lesing og lurting og framseting. Til munnligu próvtøkuna verður farið til próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella próvtøkuhátti B.

Skrivlig próvtøka á 9. floksstigi

Skrivligu próvtøkurnar eru í tveimum. Ein partur fevnir um stavseting, mállæru, lesing og lurting, og ein partur fevnir um framseting.

Stavseting, mállæra, lesing og lurting – skrivlig próvtøka á 9. floksstigi

Hesin parturin av skrivligu próvtøkunum er tvíbýttur og varir til samans tveir tímar. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Í stavseting og mállæru eru smáar uppgávur í stavseting, teknseting, bendingarlæru og orðalagslæru. Í lesing og lurting fáa próvtakararnir spurningar við støði í hóskandi nøgd av tekstum, umboðandi ymisk tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg.

Framseting – skrivlig próvtøka á 9. floksstigi

Hesin parturin av próvtøkuni varir tríggjar tímar. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Próvtakarin skal við støði í einum ella fleiri tekstum sjálvstøðugt skriva ein tekst.

Próvtøkutilfarið fevnir um avmarkaða nøgd av tekstum í hóskandi vavi við 4-5 uppgávum, harav próvtakarin svarar einari uppgávu. Tekstúrvalið fevnir um ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg.

Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á 9. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður sum heild lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at loysa settu uppgávurnar, viðgera próvtøkutilfarið, skipa tekstin í framsetingini og nýta danskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, hvussu rætt og greitt próvtakarin megnar at orða seg á donskum máli.

Eitt próvtal verður givið fyri lesing og lurting, har hvør parturin telur ½, og eitt próvtal verður givið fyri stavseting og mállæru, har hvør parturin telur ½.

Fyri framseting verður eitt próvtal givið við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans.

Munnlig próvtøka á 9. floksstigi

Farið verður til munnliga próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella eftir próvtøkuhátti B.

Próvtøkuháttur A

  • Fyrireikingartíðin er umleið 40 minuttir í einrúmi.
  • Próvtøkuspurningur og ólisið próvtøkutilfar verða latin við lutakasti.

Próvtøkuháttur B

  • Fyrireikingartíðin er partur av undirvísingini og við leiðbeining.
  • Lisið hugdýpingarøki verður latið við lutakasti, og próvtakarin velur sjálvur ólisna próvtøkutilfarið.
  • Skrivað synopsa er partur av próvtøkutilfarinum.

Í dømingini skal atlit takast at mununum á próvtøkuhátti A og próvtøkuhátti B.

Próvtøkuháttur A á 9. floksstigi

Próvtøkuháttur A er ein munnlig próvtøka í framseting, tekstførleika og upplestri.

Próvhoyringin varir umleið 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum tilfari, sum kann fevna um styttri tekstir, brot úr størri verkum ella annað tilfar í hóskandi vavi. Ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.t., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 8. og 9. flokki. Í síni heild skal ólisna tilfarið umboða eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Ólisna tilfarið, sum skal vera umleið tríggjar normalsíður ella samsvarandi, skal viðgerast við viðkomandi háttalagi og sjálvstøðugt setast í frásjón og í samband við lisið tilfar. Ein partur av ólisna tilfarinum, svarandi til umleið ¼ normalsíðu, skal verða markaður til upplestur. Er ólisna tilfarið annað tekstslag enn skrivaður tekstur, fær próvtakarin annað tekstbrot, svarandi til umleið ¼ normalsíðu, at lesa upp.

Lisna tilfarið, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, er eitt úrval av tekstum, sum eru lisnir og viðgjørdir í 8. og 9. flokki. Úrvalið fevnir um 60-80 normalsíður ella samsvarandi av styttri tekstum, sum fevna um eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Harumframt verða til próvtøku givin upp tvey lisin bókmentaverk, t.d. skaldsøga, yrkingasavn, leikrit ella yrkisbókmentaverk. Í minsta lagi annað av verkunum skal vera upprunadanskt.

Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við upplestri og framløgu við støði í próvtøkuspurninginum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í próvtøkuspurninginum og framløgu próvtakarans.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.

Dømingargrundarlag – próvtøkuháttur A á 9. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt og við neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta danskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni. Í upplestrinum verður dentur lagdur á, at próvtakarin lesur raðið og týðiliga.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuháttur B á 9. floksstigi

Próvtøkuháttur B er synopsupróvtøkuhátturin, har próvtakarin fer í dýpdina við evninum, áðrenn farið verður upp til munnliga próvtøku.

Próvtøkugrundarlagið verður skipað í hugdýpingarøki við støði í einum úrvali av lisnum tekstum, sum hava verið viðgjørdir í 8. og 9. flokki. Hvørt hugdýpingarøki fevnir um 4-6 tekstir ella tekstbrot í hóskandi vavi. Úrvalið av lisnum tekstum, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um 60-80 normalsíður ella samsvarandi av styttri tekstum, sum fevna um eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Harumframt verða til próvtøku givin upp tvey lisin bókmentaverk, t.d. skaldsøga, yrkingasavn, leikrit ella yrkisbókmentaverk. Í minsta lagi annað av verkunum skal vera upprunadanskt.

Við støði í tillutaðum hugdýpingarøki skal próvtakarin í samráð við læraran í donskum velja ein ella fleiri ólisnar tekstir, sum í vavi til samans fevna um 3-10 normalsíður ella samsvarandi, at viðgera og so skriva eina synopsu við støði í viðgerðini. Synopsan skal latast inn í seinasta lagi sjey yrkadagar fyri seinasta undirvísingardag. Próvtakararnir kunnu skriva synopsuna einsæris ella í bólkum við tveimum ella trimum próvtakarum. Próvtakararnir verða tó altíð próvhoyrdir munnliga hvør sær.

Munnliga próvtøkan varir umleið 24 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvhoyringin verður skipað við framløgu, upplestri og fakligari samrøðu millum próvtakara og próvhoyrara. At lesa upp velur próvtakarin eitt tekstbrot úr ólisna tilfarinum, svarandi til umleið ¼ normalsíðu. Er ólisna tilfarið annað tekstslag enn skrivaður tekstur, velur próvtakarin annað ólisið tekstbrot, svarandi til umleið ¼ normalsíðu, at lesa upp.

Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við upplestri og eini framløgu við støði í synopsuni. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í framløgu próvtakarans, synopsuni og tekstunum í hugdýpingarøkinum.

Dømingargrundarlag – próvtøkuháttur B á 9. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt og við neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í eini synopsu. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við hugdýpingarøkið og tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta danskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni. Í upplestrinum verður dentur lagdur á grundgeving próvtakarans fyri val av tekstbroti, og at hann/hon lesur raðið og týðiliga.

Í metingini av synopsu próvtakarans verður hugt eftir, hvussu væl synopsan er skipað, eitt nú við atliti at greidleika, innihaldi, málburði, keldulista, stav- og teknseting.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, har synopsan telur umleið ¼ og munnliga próvhoyringin og upplesturin umleið ¾.

Próvtøkuhættir á 10. floksstigi

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka. Til munnligu próvtøkuna verður farið til próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella próvtøkuhátti B.

Skrivlig próvtøka á 10. floksstigi

Skrivliga próvtøkan í donskum er ein próvtøka í skrivligari framseting og tekstførleika.

Skrivliga próvtøkan varir fýra tímar. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Próvtakarin skal við støði í einum ella fleiri tekstum sjálvstøðugt skriva ein tekst.

Próvtøkutilfarið fevnir um avmarkaða nøgd av tekstum í hóskandi vavi við 4-5 uppgávum, harav próvtakarin svarar einari uppgávu. Tekstúrvalið fevnir um ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg.

Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á 10. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður sum heild lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at viðgera próvtøkutilfarið, skipa tekstin, nýta danskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, hvussu rætt og greitt próvtakarin megnar at orða seg á donskum máli.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans.

Munnlig próvtøka á 10. floksstigi

Farið verður til munnliga próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella eftir próvtøkuhátti B.

Próvtøkuháttur A

  • Fyrireikingartíðin er umleið 40 minuttir í einrúmi.
  • Próvtøkuspurningur og ólisið próvtøkutilfar verða latin við lutakasti.

Próvtøkuháttur B

  • Fyrireikingartíðin er partur av undirvísingini og við leiðbeining.
  • Lisið hugdýpingarøki verður latið við lutakasti, og próvtakarin velur sjálvur ólisna próvtøkutilfarið.
  • Skrivað synopsa er partur av próvtøkutilfarinum.

Í dømingini skal atlit takast at mununum á próvtøkuhátti A og próvtøkuhátti B.

Próvtøkuháttur A á 10. floksstigi

Próvtøkuháttur A er ein munnlig próvtøka í framseting og tekstførleika.

Próvhoyringin varir umleið 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum tilfari, sum kann fevna um styttri tekstir, brot úr størri verkum ella annað tilfar í hóskandi vavi. Ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.t., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini í 10. flokki. Í síni heild skal ólisna tilfarið umboða eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Ólisna tilfarið, sum skal vera umleið tríggjar normalsíður ella samsvarandi, skal viðgerast við viðkomandi háttalagi og sjálvstøðugt setast í frásjón og í samband við lisið tilfar.

Lisna tilfarið, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, er eitt úrval av tekstum, sum eru lisnir og viðgjørdir í 10. flokki. Úrvalið fevnir um 80-100 normalsíður ella samsvarandi av styttri tekstum, sum fevna um eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Harumframt verður til próvtøku givið upp eitt lisið upprunadanskt bókmentaverk, t.d. skaldsøga, yrkingasavn, leikrit ella yrkisbókmentaverk.

Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við framløgu við støði í próvtøkuspurninginum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í próvtøkuspurninginum og framløgu próvtakarans.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.

Dømingargrundarlag – próvtøkuháttur A á 10. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt og við neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta danskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuháttur B á 10. floksstigi

Próvtøkuháttur B er synopsupróvtøkuhátturin, har próvtakarin fer í dýpdina við evninum, áðrenn farið verður upp til munnliga próvtøku.

Próvtøkugrundarlagið verður skipað í hugdýpingarøki við støði í einum úrvali av lisnum tekstum, sum hava verið viðgjørdir í 10. flokki. Hvørt hugdýpingarøki fevnir um 4-6 tekstir ella tekstbrot í hóskandi vavi. Úrvalið av lisnum tekstum, ið er próvtøkugrundarlag undir munnligu próvtøkuni, fevnir um 80-100 normalsíður ella samsvarandi av styttri tekstum, sum fevna um eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Harumframt verður til próvtøku givið upp eitt lisið upprunadanskt bókmentaverk, t.d. skaldsøga, yrkingasavn, leikrit ella yrkisbókmentaverk.

Við støði í tillutaðum hugdýpingarøki skal próvtakarin í samráð við læraran í donskum velja ein ella fleiri ólisnar tekstir, sum í vavi til samans fevna um 3-10 normalsíður ella samsvarandi, at viðgera og so skriva eina synopsu við støði í viðgerðini. og skriva eina synopsu. Synopsan skal latast inn í seinasta lagi sjey yrkadagar fyri seinasta undirvísingardag. Próvtakararnir kunnu skriva synopsuna einsæris ella í bólkum við tveimum ella trimum próvtakarum. Próvtakararnir verða tó altíð próvhoyrdir munnliga hvør sær.

Munnliga próvtøkan varir umleið 24 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvhoyringin verður skipað við framløgu og fakligari samrøðu millum próvtakara og próvhoyrara. Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við eini framløgu við støði í synopsuni. Restin av próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í framløgu próvtakarans, synopsuni og tekstunum í hugdýpingarøkinum.

Dømingargrundarlag – próvtøkuháttur B á 10. floksstigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt og við neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í eini synopsu. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við hugdýpingarøkið og tættir í undirvísingini og seta próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta danskfakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni.

Í metingini av synopsu próvtakarans verður hugt eftir, hvussu væl synopsan er skipað, eitt nú við atliti at greidleika, innihaldi, málburði, keldulista, stav- og teknseting.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, har synopsan telur umleið ¼ og munnliga próvhoyringin umleið ¾.

Próvtøkuhættir á A-stigi

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivlig próvtøka á A-stigi

Skrivliga próvtøkan í donskum er ein próvtøka í skrivligari framseting og tekstførleika.

Skrivliga próvtøkan varir fimm tímar. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Próvtakarin skal við støði í einum ella fleiri tekstum sjálvstøðugt skriva ein tekst.

Próvtøkutilfarið fevnir um avmarkaða nøgd av tekstum í hóskandi vavi við í minsta lagi fýra uppgávum, harav próvtakarin svarar einari uppgávu. Tekstúrvalið fevnir um ymisk fagur- og yrkisbókmentalig tekstsløg, herímillum eisini margháttað tekstsløg.

Uppgávurnar verða settar við støði í einum próvtøkuraði við ymiskum tekstsløgum, sum skulu viðgerast sambært førleikamálunum í námsætlanini. Uppgávuorðingarnar áseta, at skrivað verður eitt av tveimum tekstsløgum: greinandi (analyserende artikel) ella kjakandi grein (diskuterende artikel). 

Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á A-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður eisini lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at viðgera próvtøkutilfarið, skipa tekstin, nýta danskfakliga vitan og faklig háttaløg. Harumframt verður mett um, hvørt næmingurin er tilvitaður um tekstslag og megnar at miðla sína vitan til lesaran.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans. Fyri at standa próvtøkuna krevst tó, at avrikið er nøktandi og rætt orðað á donskum máli.

Munnlig próvtøka á A-stigi

Munnliga próvtøkan í donskum er ein próvtøka í munnligari framseting og tekstførleika.

Próvhoyringin varir umleið 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Undir próvhoyringini leggur próvtakarin fyri við framløgu við støði í próvtøkuspurninginum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Restin av próvhoyringini er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í próvtøkuspurninginum og framløgu próvtakarans.

Próvtakarin verður próvhoyrdur í ólisnum tilfari, sum kann fevna um styttri tekstir, brot úr størri verkum ella annað tilfar í hóskandi vavi. Ólisna tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.t., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini.

Í síni heild skal ólisna tilfarið umboða eitt breitt úrval av fagur- og yrkisbókmentaligum tekstsløgum, herímillum eisini margháttaðum tekstsløgum. Ólisna tilfarið, sum í mesta lagi skal vera seks normalsíður ella samsvarandi, skal viðgerast við viðkomandi háttalagi og sjálvstøðugt setast í frásjón og í samband við lisið tilfar.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki. 

Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á A-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt á neyvum og fjølbroyttum máli at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Hann/hon skal sýna, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir og tekstir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón. Próvtakarin skal duga at nýta danskfakliga vitan og ymisk háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samrøðuni.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.