Skriva út ##pt##
Frá 8. floksstigi til A-stig
Galdandi:
Kemur saman við støðisnámsætlanini í gildi frá 1. august 2026 fyri næmingar, sum byrja á hesum stigum 1. august 2026 ella seinni:
- 8. floksstigi í fólkaskúla
- 10. floksstigi í fólkaskúla
- C-, B- og A stigi á miðnámi
Viðmerkingar:
- Námsætlanin fevnir um øll stig og allar breytir í fólkaskúla og á miðnámi.
- Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeiningar.
1. Samleiki
Fremmandamál eru portur út í heim og gera okkum før at koma í samband við onnur menniskju, lond og mentanir og at skilja, hvussu onnur búleikast og hugsa. Fremmandamál geva okkum fjøltáttaðar málførleikar og innlit í aðrar mentanir, sum eru týðandi førleikar í altjóða samvinnu og samstarvi um samfelagslig, handilslig og mentanarlig viðurskifti. Kunnleiki til fremmandamál gevur okkum eisini innlit í okkara egna mál eins væl og onnur mál, alheimsbókmentir, vísindi, fagrar listir og søgu og ger okkum soleiðis meira tilvitað um egnan samleika.
Týskt er eitt av høvuðsmálunum í Evropa og er eitt ríkt mentanarmál við søguligum rótum og dýrgripum í bókmentum og list umframt týðandi frambrot í vísindum. Týskt er næststørsta vísindamál í heiminum.
At læra fremmandamál byggir á royndir og vitan úr móðurmálinum og øðrum fremmandamálum, sum longu eru tilognað í og uttan fyri skúlan. Føroyskt og týskt eru bendingarmál, og tí er natúrligt at bera málini saman í undirvísingini og soleiðis styrkja málsligu tilvitanina hjá næmingunum bæði viðvíkjandi móðurmálinum og týskum. Dentur verður lagdur á at undirvísa í týskum máli, mentan, søgu og samfelagsviðurskiftum.
2. Endamál
Undirvísingin í týskum hevur til endamáls, at næmingarnir:
- ogna sær týskt mál sum virkið amboð og samskiftismiðil
- menna málsliga tilvitan og kunnleika til týskt mál
- menna lesiførleikar og skriviførleikar í týskum
- ogna sær førleikar at skilja, umrøða og viðgera tekstir á týskum
- fáa kunnleika til mentanar- og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har týskt verður talað og nýtt, og innlit í millumtjóða sambond
- ogna sær vitan um málsligt og mentanarligt fjølbroytni
- fáa innlit í, hvussu mentan, samleiki, siðir og virðir eru tongd at okkara fatan av heiminum.
3. Kjarnaøki
Lærugreinin týskt hevur fýra kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Talaða málið
- Skrivaða málið
- Málkunnleiki
- Mentan og samfelag
Talaða málið
Kjarnaøkið talaða málið snýr seg í týskum um, at næmingurin mennir sínar samskiftisførleikar í týskum. Hetta kjarnaøkið fevnir tí um at lurta, tosa og leggja fram í ymiskum felagsligum høpi. Í undirvísingini skal tí hugt verða at ymiskum samskiftissnildum og ymiskum lurti- og taliháttum. Umráðandi er, at tosað verður á týskum máli í størst møguligan mun í undirvísingini.
Skrivaða málið
Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um, at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar í týskum. Hetta kjarnaøkið fevnir um at lesa, fata og skriva við støði í ymiskum tekstsløgum úr týskmæltum økjum. Í hesum sambandi verður arbeitt við ymiskum lurti- og lesiháttum og hóskandi hjálparmiðlum. Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg sostatt eisini um stigvíst at víðka um orðfeingið, umframt viðgerð av tekstum, og er á tann hátt eisini við til at stuðla upp undir talaða málið.
Málkunnleiki
Kjarnaøkið málkunnleiki snýr seg um, at næmingurin gjøgnum tekstir og samskifti fær innlit í og lærir seg grundleggjandi týskar ljóðreglur, bendingar og setningsbygnað, umframt at komið verður inn á merking í fremmandamálsligum høpi. Grundleggjandi kunnleiki til ein málbygnað styrkir samskiftisførleikan og mennir málfatan næminganna sum heild.
Mentan og samfelag
Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um, at næmingurin fær eina tilvitaða fatan av mentan og samfelagi í londunum, har týskt er høvuðsmál. Í hesum kjarnaøki verður sostatt arbeitt við hóskandi evnum, sum eyðkenna mentan og samfelag í týskmæltum londum og økjum. Undirvíst verður tí í einum breiðum úrvali av tekstum á ymiskum torleikastigum frá nýggjari og eldri tíð um almenn, mentanarlig og samfelagslig evni. Týðandi mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í týskum máløkjum verða tikin við upp í undirvísingina.
4. Faklig førleikamál
Í fólkaskúlanum hevur lærugreinin týskt endalig mál fyri 9. og 10. floksstig.
Á miðnámi eru endalig mál fyri C-, B- og A-stig.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at ogna sær fjølbroytt orðfeingi við støði í kendum samanhangum
- at kenna stavir og ljóð í málinum
- at úttala orð og setningar skilliga
- at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í tillagaðari talu ella samrøðu um gerandisevni, miðlað gjøgnum ymiskar miðlar
- at orða seg og greiða frá í lættskiltum málbúna um kend evni
- at nýta fastar orðingar og máliskur, sum koma ofta fyri í gerandismáli
- at nýta einfaldar samskiftissnildir
- at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna nýggja málið
- at lesa og skilja høvuðsinnihaldið í lættskiltum tekstum, sum umboða ymisk tekstsløg
- at umseta hóskandi tekstir til týskt og úr týskum
- at nýta tvímálsligar orðalistar, orðabøkur og mállæruyvirlit
- at skriva einfaldar setningar um kend evni í lættskiltum málbúna
- í ávísan mun at brúka sína málsligu vitan aktivt á løttum týskum máli
- at kenna vanligar regluligar formar úr ymiskum orðaflokkum
- at greina einfaldar setningar
- at greiða frá um mentan og livihátt í londum og økjum, har týskt verður talað, og bera saman við føroysk viðurskifti.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at ogna sær fjølbroytt orðfeingi við støði í kendum samanhangum
- at nýta grundleggjandi ljóðreglur í málinum
- at samskifta týðiliga viðvíkjandi úttalu og setningsbygnaði
- at orða seg og greiða frá á einføldum, týðiligum máli um gerandisevni og viðgjørd evni
- at nýta fastar og siðbundnar orðingar og máliskur
- at lurta eftir og skilja høvuðsinnihald og týðandi smálutir í tillagaðari talu ella samrøðu, miðlað gjøgnum ymiskar miðlar
- at nýta ymiskar samskiftissnildir
- at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna týska málið
- at lesa og skilja høvuðsinnihaldið í ymiskum sløgum av tillagaðum og ótillagaðum tekstum
- at umseta hóskandi tekstir til týskt og úr týskum
- at nýta tvímálsligar orðalistar, orðabøkur og mállæruyvirlit
- at skriva stuttar tekstir
- í ávísan mun at brúka sína vitan aktivt á einføldum og týðiligum týskum máli
- vanligar formar úr ymisku orðaflokkunum
- at greina setningar
- at vísa á innlit í mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í londum ella økjum, har týskt verður talað, og bera saman við føroysk viðurskifti.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í týðiliga talaðum einfaldum týskum máli um kend evni, miðlað gjøgnum ymiskar miðlar
- at lesa og í høvuðsheitum skilja ymisk sløg av týskum tekstum á einfaldum máli
- at samskifta um kend evni á einfaldum og samanhangandi týskum, herímillum at samskifta í gerandisstøðum
- at leggja fram og greiða frá kendum evnum á einfaldum og samanhangandi týskum
- at orða seg skrivliga á einfaldum og samanhangandi týskum um kend evni
- at nýta orðabøkur og viðkomandi mállærubøkur
- at seta týskt í samband við føroyskt og onnur mál
- at skilja sosialar atferðarreglur í týskmæltum økjum
- at seta sína vitan um týskt í mentanarligan og søguligan samanhang.

- at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í týðiliga talaðum týskum máli um kend evni, miðlað gjøgnum ymiskar miðlar
- at lesa og skilja ymisk sløg av ótillagaðum týskum tekstum úr ymiskum tekstsløgum
- at taka lut í samskifti og kjaki um kend evni og greiða frá ymsum sjónarmiðum á týðiligum og nøkulunda rættum týskum
- at leggja fram og greiða frá kendum evnum á týðiligum og nøkulunda rættum týskum, herímillum um mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í týskmæltum økjum

- at viðgera týskar tekstir úr ymiskum tekstsløgum og seta einstaka tekstin í frásjón

- grundleggjandi týskar ljóðreglur, bendingar og setningsbygnað
- at seta týskt í samband við føroyskt og onnur mál og nýta millummálsligu vitanina til at menna málið
- at skilja sosialar atferðarreglur í týskmæltum økjum.

- at lurta eftir og skilja talað týskt mál um kend evni, miðlað gjøgnum ymiskar miðlar
- at lesa og skilja ymisk sløg av ótillagaðum gomlum og nýggjari týskum tekstum úr ymiskum tekstsløgum
- at taka virknan lut í samskifti og kjaki og greiða frá ymsum sjónarmiðum á týðiligum, samanhangandi og fjølbroyttum týskum
- at leggja fram á týskum um kend evni og týskar tekstir, herímillum at viðgera hesar og samanbera við aðrar tekstir við breiðum orðfeingi og nøkulunda rættum týskum máli og tónalagi
- at orða seg greitt og samanhangandi á skrivligum týskum við breiðum orðfeingi og nøkulunda rættum týskum
- at nýta orðabøkur og viðkomandi mállærubøkur
- at greina og lýsa týska mállæru og setningsbygnað á føroyskum
- at seta týskt í samband við føroyskt og onnur mál og nýta millummálsligu vitanina til at menna málið
- at skilja sosialar atferðarreglur í týskmæltum økjum
- at greiða frá á týskum um týdningarmiklar, útvaldar síður av mentan, søgu og samfelagsviðurskiftum í týskmæltum økjum.
5. Próvtøka
Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á 9. og 10. floksstigi í fólkaskúlanum og á C-, B- og A-stigi á miðnámi.
Próvtøkuháttur á 9. floksstigi
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á 9. floksstigi
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum og økjum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Í fyrireikingini kann próvtakarin einans nýta orðabøkur. Undir próvhoyringini kann próvtakarin nýta próvtøkuspurningin og notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini.
Próvtøkan er tvíbýtt:
Fyrri parturin av próvhoyringini er ein samrøða við støði í framløgu próvtakarans av ókendum tilfari, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Tilfarið fevnir um ókendan tekst og lurtiroynd, sum samrøtt verður um á føroyskum.
Seinni partur er uttan fyrireiking og fevnir um upplestur á týskum úr einum stuttum, kendum tekstbroti á umleið ¼ normalsíðu, sum próvtakarin umsetir. Síðan verður samrøtt um kenda tekstin á týskum.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á, at próvtakarin:
- skilir og dugir at greiða frá ókenda tilfarinum á føroyskum
- dugir at lesa og umseta kenda tekstin
- evnar at greiða frá kenda tekstinum á týskum.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuháttur á 10. floksstigi
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á 10. floksstigi
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum og økjum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Í fyrireikingini kann próvtakarin einans nýta orðabøkur. Undir próvhoyringini kann próvtakarin nýta próvtøkuspurningin og notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini.
Próvtøkan er tvíbýtt:
Fyrri parturin av próvhoyringini er ein samrøða við støði í framløgu próvtakarans av ókendum tilfari, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Tilfarið fevnir um ókendan tekst og lurtiroynd, sum samrøtt verður um á føroyskum.
Seinni partur er uttan fyrireiking og fevnir um upplestur á týskum úr einum stuttum, kendum tekstbroti á umleið ⅓ normalsíðu, sum próvtakarin umsetir. Síðan verður samrøtt um kenda tekstin á týskum.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á, at próvtakarin:
- skilir og dugir at greiða frá ókenda tilfarinum á føroyskum
- dugir at lesa og umseta kenda tekstin
- evnar at greiða frá kenda tekstinum á týskum.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuháttur á C-stigi - framhaldsmál
Hildin verður ein munnlig framløga.
Munnlig próvtøka á C-stigi - framhaldsmál
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Orðafrágreiðingar kunnu vera til serliga trupul orð. Próvtøkuspurningurin skal byrja við stuttari leiðbeining á týskum um, hvussu próvtakarin skal arbeiða við tilfarinum.
Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:
Við støði í einum ókendum teksti á umleið ½ normalsíðu skal næmingurin lesa eitt brot upp á týskum. Brotið skal fevna um umleið 50 orð. Próvhoyrarin setir hereftir spurningar á føroyskum til málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa próvtakarans fatan av teksti og málbygnaði.
Síðani er ein samrøða á týskum millum próvtakara og próvhoyrara um útflýggjaða tekstin, sum eisini verður settur í samband við viðgjørd evni. Próvtakarin innleiðir samrøðuna við eini stuttari framløgu á týskum um tekstin og evnið. Mynd kann vera partur av tilfarinum.
Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit, sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Loyvt er heldur ikki at nýta vitlíki.
Ein normalsíða er 2400 tekn íroknað, millumrúm.
Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt á týskum at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Próvtakarin skal vísa, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í samband við tættir í undirvísingini. Evnini at samskifta á týskum verða vektað hægst. Samanhangandi málburður á týskum er meira umráðandi enn lýtaloysi í smálutum.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuháttur á B-stigi – byrjanarmál
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á B-stigi – byrjanarmál
Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Orðafrágreiðingar kunnu vera til serliga trupul orð. Próvtøkuspurningurin skal byrja við stuttari leiðbeining á týskum um, hvussu próvtakarin skal arbeiða við tilfarinum.
Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:
Við støði í einum ókendum teksti á umleið ½-1 normalsíðu skal næmingurin lesa eitt brot upp á týskum. Brotið skal fevna um umleið 70 orð. Próvhoyrarin setir hereftir spurningar á føroyskum til málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa próvtakarans fatan av teksti og málbygnaði.
Síðani er ein samrøða á týskum millum próvtakara og próvhoyrara um útflýggjaða tekstin, sum eisini verður settur í samband við viðgjørd evni. Próvtakarin innleiðir samrøðuna við eini stuttari framløgu á týskum um tekstin og evnið. Mynd kann vera partur av tilfarinum.
Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit, sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Loyvt er heldur ikki at nýta vitlíki.
Ein normalsíða er 2400 tekn, íroknað millumrúm.
Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt á týskum at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Próvtakarin skal vísa, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í samband við tættir í undirvísingini. Evnini at samskifta á týskum verða vektað hægst. Samanhangandi málburður á týskum er meira umráðandi enn lýtaloysi í smálutum.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuháttur á B-stigi – framhaldsmál
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á B-stigi – framhaldsmál
Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Orðafrágreiðingar kunnu vera til serliga trupul orð. Próvtøkuspurningurin skal byrja við stuttari leiðbeining á týskum um, hvussu próvtakarin skal arbeiða við tilfarinum.
Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:
Við støði í einum ókendum teksti á umleið 1-1½ normalsíðu skal næmingurin lesa eitt brot upp á týskum. Brotið skal fevna um umleið 70 orð. Próvhoyrarin setir hereftir spurningar á føroyskum til málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa próvtakarans fatan av teksti og málbygnaði.
Síðani er ein samrøða á týskum millum próvtakara og próvhoyrara um útflýggjaða tekstin, sum eisini verður settur í samband við viðgjørd evni. Próvtakarin innleiðir samrøðuna við eini stuttari framløgu á týskum um tekstin og evnið. Mynd kann vera partur av tilfarinum.
Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit, sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Loyvt er heldur ikki at nýta vitlíki.
Ein normalsíða er 2400 tekn íroknað, millumrúm.
Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt á týskum at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Próvtakarin skal vísa, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í samband við tættir í undirvísingini. Evnini at samskifta á týskum verða vektað hægst. Samanhangandi málburður á týskum er meira umráðandi enn lýtaloysi í smálutum.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuhættir á A-stigi – byrjanarmál
Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.
Skrivlig próvtøka á A-stigi – byrjanarmál
Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan fyri kjarnaøkini í lærugreinini.
Próvtakarin skal við støði í einum ella fleiri týskum tekstum svara 5 uppgávum. Herímillum skal próvtakarin skrivliga á týskum máli viðgera týskan tekst og svara uppgávum um mál og innihald í teksti. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit, sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Loyvt er heldur ikki at nýta vitlíki.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu málini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin dugir at taka týdningarmestu tættirnar burtur úr tekstatilfarinum, at orða seg skrivliga á týskum og at skipa og leggja fram eitt innihald. Próvtakarin skal harumframt vera stinnur í formlæru og orðalagslæru og hava tamarhald á almennum orðatilfari og merkingarlæru.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Munnlig próvtøka á A-stigi – byrjanarmál
Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Orðafrágreiðingar kunnu vera til serliga trupul orð. Próvtøkuspurningurin skal byrja við stuttari leiðbeining á týskum um, hvussu próvtakarin skal arbeiða við tilfarinum.
Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:
Við støði í einum ókendum teksti á umleið 1-1½ normalsíðu skal næmingurin lesa eitt brot upp á týskum. Brotið skal fevna um umleið 70 orð. Próvhoyrarin setir hereftir spurningar á føroyskum til málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa próvtakarans fatan av teksti og málbygnaði.
Síðani er ein samrøða á týskum millum próvtakara og próvhoyrara um útflýggjaða tekstin, sum eisini verður settur í samband við viðgjørd evni. Próvtakarin innleiðir samrøðuna við eini stuttari framløgu á týskum um tekstin og evnið. Mynd kann vera partur av tilfarinum.
Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit, sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Loyvt er heldur ikki at nýta vitlíki.
Ein normalsíða er 2400 tekn íroknað, millumrúm.
Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt á týskum at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Próvtakarin skal vísa, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í samband við tættir í undirvísingini. Evnini at samskifta á týskum verða vektað hægst. Samanhangandi málburður á týskum er meira umráðandi enn lýtaloysi í smálutum.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuhættir á A-stigi – framhaldsmál
Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.
Skrivlig próvtøka á A-stigi – framhaldsmál
Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan fyri kjarnaøkini í lærugreinini.
Próvtakarin skal við støði í einum ella fleiri týskum tekstum svara 5 uppgávum. Herímillum skal próvtakarin skrivliga á týskum máli viðgera týskan tekst og svara uppgávum um mál og innihald í teksti. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit, sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Loyvt er heldur ikki at nýta vitlíki.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu málini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin dugir at taka týdningarmestu tættirnar burtur úr tekstatilfarinum, at orða seg skrivliga á týskum og at skipa og leggja fram eitt innihald. Próvtakarin skal harumframt vera stinnur í formlæru og orðalagslæru og hava tamarhald á almennum orðatilfari og merkingarlæru.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Munnlig próvtøka á A-stigi – framhaldsmál
Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Orðafrágreiðingar kunnu vera til serliga trupul orð. Próvtøkuspurningurin skal byrja við stuttari leiðbeining á týskum um, hvussu próvtakarin skal arbeiða við tilfarinum.
Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:
Við støði í einum ókendum teksti á umleið 1½-2 normalsíður skal næmingurin lesa eitt brot upp á týskum. Brotið skal fevna um umleið 70 orð. Próvhoyrarin setir hereftir spurningar á føroyskum til málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa próvtakarans fatan av teksti og málbygnaði.