Skip to main content

Skriva út ##pt##

C- og B-stig
Galdandi:

Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2024.

1. Samleiki

Tilfeingisfrøði er ein tvørgreinalig lærugrein, har lykilorðini eru vitan um lívfrøðiligt margfeldi og skil fyri gagnnýtslu av livandi tilfeingi, lívfrøðiligum margfeldi og burðardygd.

Neyðugt er at læra tilfeingið á jørðini at kenna, tí vit skulu bæði liva í, saman við og av tí livandi tilfeinginum, sum finst á jørðini. At skilja, at vit eru lutir í og partar av tí livandi skipanini, er neyðugt, um vit skulu lívbjarga okkum í framtíðini. Við teirri tøkniligu menning, sum er farin fram tey seinastu árini, gagnnýta vit náttúruna øðrvísi enn fyrr. Við hesum fylgja vistfrøðiligir trupulleikar og ovnýtsla, sum vit í einari politiskari og fólkaræðisligari skipan mugu vera før fyri at taka støðu til. Tá ið vit gagnnýta tað livandi tilfeingið við teirri tøkni, ið vit hava í dag, er umráðandi, at vit hava gjølliga vistfrøðiliga vitan, sum eisini skal koma til sjóndar í teimum politisku avgerðum, ið tiknar verða. Undirvísing og miðlan skulu skapa neyðugan áhuga og gróðrarbotn fyri teirri gransking, sum er neyðug fyri at fáa hesa vitan til vega.

Lærugreinin tilfeingisfrøði gevur næmingunum møguleika at fáa kunnleika til kanningar og granskingarúrslit hjá føroyskum granskarum innan náttúrutilfeingi, so tey gerast før fyri at hava eina grundaða støðutakan til samfelagslig viðurskifti, sum eisini fara at hava týdning fyri komandi ættarlið. Grundstøðið má vera, at vit hava ábyrgdina av at varðveita øll sløg og øll búøki hjá livandi verum. Talan er bæði um alheimsliga og staðbundna ábyrgd, sum hvílir á bæði vinnulig, fagurfrøðilig og siðfrøðilig sjónarmið.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í tilfeingisfrøði er yvirskipað at geva næmingunum grundleggjandi vitan um ymisku sløgini av náttúrutilfeingi, um samfelagsliga týdningin av teimum, hvussu hesi verða gagnnýtt, og um menningarmøguleikar fyri gagnnýtslu í framtíðini.

Lærugreinin skal sameina vitan úr øðrum lærugreinum, sum t.d. samfelagsfrøði, landafrøði, lívfrøði og evnafrøði fyri at menna førleikarnar hjá næmingunum at arbeiða við tvørgreinaligum verkætlanum, har eisini mentan og list kunnu verða tikin við.

Lærugreinin skal geva næmingunum greiða fatan av, at tey eru partur av eini heild, sum kann síggjast á ymiskum skipanarstigum. Næmingarnir skulu duga at síggja, hvussu einstøku verurnar liva saman í smærri búøkjum, sum aftur eru partar av størri eindum, og sum samanlagt eru lívhválv. Týdningurin og tilvitskan um javnvágir í náttúruni og burðardygd eru í miðdeplinum. Dentur verður lagdur á at lýsa og greina tær avleiðingar – fyri einstaklingar og samfelag – sum standast, alt eftir hvussu vit gagnnýta náttúrutilfeingið.

Við støði í náttúrutilfeingi í víðastu merking skulu næmingarnir fáa greiða fatan av týdninginum av burðardyggari fyrisiting av náttúrutilfeinginum, og tey skulu gerast tilvitað um týdningin av hugskotsmenning og menning av nýggjum framleiðsluháttum.

Í tilfeingisfrøði skulu næmingarnir læra at leita fram, viðgera og miðla upplýsingar innan náttúrutilfeingi og sameina ástøði og verkligar kanningar í náttúruni.

Lærugreinin skal gera næmingarnar tilvitaðar um týdningin av lívfrøðiligum margfeldi og vekja áhugan fyri kanningum og granskingarúrslitum innan náttúrutilfeingi, sum ger tey før fyri at luttaka í samfelagsliga kjakinum um skilagóða gagnnýtslu.

Umframt at gera næmingarnar tilvitaðar um náttúruna sum inntøkugrundarlag, er endamálið við lærugreinini at vekja ans hjá næmingunum fyri eini fjølbroyttari og reinari náttúru sum grundarlag fyri fagurfrøðiligum, listarligum og heilsufrøðiligum sjónarmiðum.

3. Kjarnaøki

Lærugreinin tilfeingisfrøði hevur fýra ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Náttúrufrøðiliga grundarlagið
  • Gagnnýtsla av náttúrutilfeingi
  • Gransking í náttúrutilfeingi
  • Fyrisiting av náttúrutilfeingi

Náttúrufrøðiliga grundarlagið

Kjarnaøkið náttúrufrøðiliga grundarlagið fevnir um plátutektonikk, veðurlagsbelti, Føroya jarðfrøði, havstreymar og sjóvarfalsstreymar. Eisini fevnir hetta kjarnaøki um flokkan og skipan av livandi verum, skap teirra og virki, altjóða navnagávu og frøðiorð í hesum sambandi, umframt greining av livandi verum.

Týdningurin av livandi verum sum beinleiðis og óbeinleiðis føðigrundarlag og sum tilfar til ymiskar úrdráttir, “nýggj” plantu- og djórasløg sum tilfeingi, umframt veiða í mun til aling og dyrking, og vistfrøðiligar avleiðingar, ið kunnu standast, eru evni, ið verða umrødd og viðgjørd.

Gagnnýtsla av náttúrutilfeingi

Kjarnaøkið gagnnýtsla av náttúrutilfeingi fevnir um grundleggjandi vistfrøðiligu fortreytirnar, sum skulu vera loknar, fyri at gagnnýta og varðveita náttúrutilfeingið burðardygt. Tilfeingisbúskapur og burðardygd, fiskifrøði, stovnsmetingar og stovnsrøkt, búskaparlig og lívfrøðilig ovveiða, umframt tey krøv, sum viðskiftafólk og myndugleikar seta.

Landbúnaður, fuglaveiða, fiskaaling, aling av tara og lindýrum o.tíl. Týdningurin av smáverum í vistfrøðini, í landbúnaðinum, sum nýtsla í framleiðsluni og fyri reinføri og sjúkur. Náttúrutilfeingi, sum evni kunnu vinnast burturúr, eru partur av hesum kjarnaøki.

Matvørufrøði, haldbari av matvørum, krøv, sum viðskiftafólk og myndugleikar seta í sambandi við matvøruframleiðslu, umframt góðskustýring eru onnur evni, ið hetta kjarnaøki fevnir um.

Matur, lívsstílur og heilsa, matfrøðiligur hugsanarháttur, kostvanar og -kanningar, heilsukostur og upprunamatur, umframt náttúran, ið verður nýtt til frítíð og upplivingar, har ferðavinna, “vistfrøði-ferðavinna” umframt hvíldar- og fríløtuøki, náttúrufeløg, viðarlundir og ymisk náttúrusøvn verða umrødd og viðgjørd.

Gransking í náttúrutilfeingi

Kjarnaøkið gransking í náttúrutilfeingi fevnir um grundgransking og nýtslugransking, føroyskar granskingarstovnar og granskingarevni innan náttúrutilfeingi. Týdningurin av gransking í náttúrutilfeingi fyri einstaka borgaran og fyri samfelagið, verður viðgjørdur, umframt miðlan av granskingarúrslitum og fakligari vitan til ymiskar málbólkar. Eisini verður nomið við samskiftið millum undirvísing og gransking.

Fyrisiting av náttúrutilfeingi

Kjarnaøkið fyrisiting av náttúrutilfeingi snýr seg um formligu stýringina og fyrisitingina av náttúrutilfeingi í Føroyum – lógar- og regluverk. Skilvísi í føroysku náttúrufyrisitingini, og hvussu tilráðingar frá granskarum og politiskar avgerðir síggjast aftur í samfelagnum. Millumtjóðasamstarv um umsiting og fyrisiting av livandi tilfeingi og viðkomandi felagsskapir: FAO/COFI, ICES, NEAFC, NAFO, NAMMCO, NASCO, ST, EU og aðrir felagsskapir. Óformligir felagsskapir, náttúruverndarfelagsskapir og stovnar, sum hava ávirkan á umsitingina av náttúrutilfeinginum, bæði innanlands og uttanífrá.

4. Faklig førleikamál

Faklig førleikamál eru fyri C- og B-stig.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at flokka og skipa livandi verur í øki, ríki og fylki
  • at kenna skap og virkishátt hjá livandi verum
  • at greina ávísar verur eftir greiningarlykli (t.d. plantur, fiskar, skordýr og soppar) og kenna og eyðmerkja tey vanligastu sløgini í føroysku náttúruni
  • at lýsa munin millum veiðu øðrumegin og aling og dyrking hinumegin
  • at meta um avleiðingar av mannskaptum umhvørvisbroytingum, eitt nú í sambandi við dálking og veðurlagsbroytingar
  • at greiða frá náttúrufrøðiligum hugtøkum so sum stovnsrøkt, lívfrøðiligari og búskaparligari burðardygd, og at brúka hesi hugtøk í samfelagsligum kjaki og at gera egnar metingar
  • at brúka fakliga vitan, amboð og arbeiðshættir, sum eru grundleggjandi, tá náttúrutilfeingi verður nýtt sum rávøra ella til at vinna evni burturúr
  • at greiða frá liðunum í virðisketuni frá rávøru úr náttúrutilfeingi, til vøran liggur á borðinum hjá brúkaranum
  • at meta um framtíðarmøguleikar at vinna ráevni úr livandi verum, sum í dag ikki verða gagnnýttar
  • at greiða frá almennum hugtøkum innan matvørufrøði og frá krøvum til matvøruframleiðslu og haldbari av matvørum
  • at skilja og sjálvstøðugt meta um týdningin av mati í sambandi við lívshátt, rørslu og heilsu, umframt at meta um upplýsingar um heilsukost, kostvanar og kostkanningar
  • at vísa á og grundgeva fyri, at náttúran hevur virði sum grundarlag fyri upplivingar- og ferðavinnu
  • at lýsa føroyskar granskingarstovnar innan náttúrutilfeingi, bæði innan grundgransking og nýtslugransking og meta um samfelagsliga týdningin av hesi gransking
  • at fáa til vega og velja burtur úr upplýsingum frá granskingarstovnum
  • at meta um týdningin av granskingarúrslitum innan náttúrutilfeingi í alheims høpi
  • at greiða frá formligu stýringini og fyrisitingini av føroyska náttúrutilfeinginum
  • at meta um skilvísi í føroysku náttúrufyrisitingini og vera við í samfelagskjaki um hesi evni
  • at umrøða og tulka týdningin av millumtjóða samstarvi um fyrisiting av náttúrutilfeingi, og í høvuðsheitum kenna virkisøki hjá t.d. hesum felagsskapum: FAO, ICES, NEAFC, NAFO, NAMMCO, NASCO
  • at taka støðu til óformligar felagsskapir og rørslur bæði innan- og uttanlands, sum hava ávirkan á umsitingina av náttúrutilfeinginum
  • at greiða frá sereyðkennum hjá samfeløgum við tilfeingisbúskapi og meta um avleidd krøv til umsiting, fyrisiting og politiska stýring
  • at meta um týdningin av skilagóðari umsiting av náttúrutilfeinginum fyri burðardygga gagnnýtslu, bæði lívfrøðiliga og samfelagsliga.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • í høvuðsheitum at lýsa føroyska landslagið at greiða frá, hvussu Føroyar eru íkomnar viðvíkjandi plátutektonikki
  • at greina føroyskt land- og sjóøki úr einum jarðfrøðiligum, veðurfrøðiligum og havfrøðiligum sjónarhorni
  • at brúka kunnleika um havstreymar og sjóvarfalsstreym, herímillum eisini í siðsøgu og mentan
  • at flokka og skipa livandi verur í øki, ríki og fylki
  • at kenna skap og virkishátt hjá livandi verum
  • at greina ávísar verur eftir greiningarlykli (t.d. plantur, fiskar, skordýr og soppar) og kenna og eyðmerkja tey vanligastu sløgini í føroysku náttúruni
  • at lýsa munin millum veiðu øðrumegin og aling og dyrking hinumegin
  • at meta um avleiðingar av mannskaptum umhvørvisbroytingum, eitt nú í sambandi við dálking og veðurlagsbroytingar
  • at greiða frá náttúrufrøðiligum hugtøkum so sum stovnsrøkt, lívfrøðiligari og búskaparligari burðardygd, og at brúka hesi hugtøk í samfelagsligum kjaki og at gera egnar metingar
  • at brúka fakliga vitan, amboð og arbeiðshættir, sum eru grundleggjandi, tá náttúrutilfeingi verður nýtt sum rávøra ella til at vinna evni burtur úr
  • at greiða frá liðunum í virðisketuni frá rávøru úr náttúrutilfeingi, til vøran liggur á borðinum hjá brúkaranum
  • at greiða frá møguligari umhvørvisávirkan av at nýta náttúrutilfeingi sum rávøru
  • at meta um framtíðarmøguleikar at vinna ráevni úr livandi verum, sum í dag ikki verða gagnnýttar
  • at greiða frá almennum hugtøkum innan matvørufrøði og frá krøvum til matvøruframleiðslu og haldbari av matvørum
  • at skilja og sjálvstøðugt meta um týdningin av mati í sambandi við lívshátt, rørslu og heilsu, umframt at meta um upplýsingar um heilsukost, kostvanar og kostkanningar
  • at vísa á og grundgeva fyri, at náttúran hevur virði sum grundarlag fyri  upplivingar- og ferðavinnu
  • at lýsa føroyskar granskingarstovnar innan náttúrutilfeingi, bæði innan grundgransking og nýtslugransking og meta um samfelagsliga týdningin av hesi gransking
  • at fáa til vega og velja burtur úr upplýsingum frá granskingarstovnum
  • at meta um týdningin av granskingarúrslitum innan náttúrutilfeingi í alheims høpi
  • at greiða frá formligu stýringini og fyrisitingini av føroyska náttúrutilfeinginum
  • at meta um skilvísi í føroysku náttúrufyrisitingini og vera við í samfelagskjaki um hesi evni
  • umrøða og tulka týdningin av millumtjóða samstarvi um fyrisiting av náttúrutilfeingi, og í høvuðsheitum kenna virkisøki hjá t.d. hesum felagsskapum: FAO, ICES, NEAFC, NAFO, NAMMCO, NASCO
  • at taka støðu til óformligar felagsskapir og rørslur bæði innan- og uttanlands, sum hava ávirkan á umsitingina av náttúrutilfeinginum
  • at greiða frá sereyðkennum hjá samfeløgum við tilfeingisbúskapi og meta um avleidd krøv til umsiting, fyrisiting og politiska stýring
  • at meta um týdningin av skilagóðari umsiting av náttúrutilfeinginum fyri burðardygga gagnnýtslu, bæði lívfrøðiliga og samfelagsliga.

5. Próvtøka

Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á C- og B-stigi.

Próvtøkuháttur á C-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á C-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka við støði í próvtøkuspurningi, sum lærarin ger. Próvtøkuspurningarnir skulu fevna um fakligu førleikamálini og kjarnaøkini og eiga í mest møguligan mun at taka støði í einum ella fleiri temum, sum hava samband við tey ymisku evnini, undirvíst hevur verið í. Próvtøkuspurningarnir skulu hava undirspurningar, umframt kend og ókend fylgiskjøl, sum kunnu vera myndir, talvur, grafar o.tíl., sum til samans geva próvtakaranum møguleika at vísa, at hann/hon lýkur fakligu førleikamálini. Royndararbeiði skal í mest møguligan mun vera partur av próvtøkuspurningunum.

Próvtøkuspurningurin skal geva próvtakaranum møguleika:

  • at greiða frá og sundurgreina úrslit frá royndum
  • at greiða frá vali av háttalagi
  • at vísa sínar førleikar at samantvinna ástøði og royndir
  • at greina og greiða frá lívfrøðiligum spurningum og samanhangum og vísa eina lívfrøðiliga fatan á einum framkomnum stigi
  • at vísa sínar førleikar at seta fakliga vitan í frásjón viðvíkjandi viðurskiftum í sambandi við vinnu, heilsu, umhvørvi og lívsiðafrøði.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki. Til ber tó at nýta sama próvtøkuspurning fleiri ferðir, um fylgiskjølini verða skift út.

Fyrireikingartíðin er 24 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari umframt leiðbeining. Próvhoyringin varir 24 minuttir, íroknað próvdøming.

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir í fyrireikingartíðini.

Undir próvtøkuni kann próvtakarin brúka notur, gjørdar í fyrireikingartíðini, próvtøkuspurningin og egnar notur frá undirvísingini.

Próvtakarin skipar sjálvur fyrireikingartíðina. Próvhoyringin byrjar við, at próvtakarin leggur fram, og síðan er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakaran og próvhoyraran. Próvdómarin kann seta spurningar og luttaka í samrøðuni, um hetta fellur natúrligt. Próvhoyringartíðin verður býtt javnt millum framløgu og samrøðu.

Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á C-stigi

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrikið hjá næminginum lýkur fakligu førleikamálini í lærugreinini.

Dentur verður lagdur á, at næmingurin dugir:

  • at skipa og miðla lívfrøðiligt tilfar
  • at skilja og tulka lívfrøðiligar dátur um gagnnýtslu í Føroyum
  • at vísa fakligt innlit
  • at seta ókent tilfar í samband við kendar spurningar
  • at seta sína lívfrøðiligu vitan í frásjón og taka støðu til lívfrøðiligar spurningar, sum knýta seg at gagnnýtslu av náttúruni í Føroyum.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av munnliga avrikinum hjá næminginum.

Próvtøkuháttur á B-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka. Lærarin tekur støðu til, um farið verður til próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella próvtøkuhátti B. Allur flokkurin/bólkurin skal til próvtøku eftir sama próvtøkuhátti.

Próvtøkuháttur A - munnlig próvtøka á B-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka við støði í próvtøkuspurningi, sum lærarin ger. Próvtøkuspurningarnir skulu fevna um fakligu førleikamálini og kjarnaøkini og eiga í mest møguligan mun at taka støði í einum ella fleiri temum, sum hava samband við tey ymisku evnini, undirvíst hevur verið í. Próvtøkuspurningarnir skulu hava útgreinandi undirspurningar, umframt kend og ókend fylgiskjøl, sum kunnu vera myndir, talvur, grafar o.tíl., sum til samans geva próvtakaranum møguleika at vísa, at hann/hon lýkur fakligu førleikamálini. Royndararbeiði skal í mest møguligan mun vera partur av próvtøkuspurningunum.

Próvtøkuspurningurin skal geva próvtakaranum møguleika:

  • at greiða frá og sundurgreina úrslit frá royndum
  • at greiða frá vali av háttalagi
  • at vísa sínar førleikar at samantvinna ástøði og royndir
  • at greina og greiða frá lívfrøðiligum spurningum og samanhangum og vísa eina lívfrøðiliga fatan á einum framkomnum stigi
  • at vísa sínar førleikar at seta fakliga vitan í frásjón viðvíkjandi viðurskiftum í sambandi við vinnu, heilsu, umhvørvi og lívsiðafrøði.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki. Til ber tó at nýta sama próvtøkuspurning fleiri ferðir, um fylgiskjølini verða skift út.

Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari umframt leiðbeining. Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming.

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir í fyrireikingartíðini.

Undir próvtøkuni kann próvtakarin brúka notur, gjørdar í fyrireikingartíðini, próvtøkuspurningin og egnar notur frá undirvísingini.

Próvtakarin skipar sjálvur fyrireikingartíðina. Próvhoyringin byrjar við, at próvtakarin leggur fram, og síðan er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakaran og próvhoyraran. Próvdómarin kann seta spurningar og luttaka í samrøðuni, um hetta fellur natúrligt. Próvhoyringartíðin verður býtt javnt millum framløgu og samrøðu.

Dømingargrundarlag – próvtøkuháttur A á B-stigi

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrikið hjá næminginum lýkur fakligu førleikamálunum í lærugreinini.

Dentur verður lagdur á, at næmingurin dugir:

  • at skipa og miðla lívfrøðiligt tilfar
  • at skilja og tulka lívfrøðiligar dátur
  • at vísa fakligt innlit
  • at seta ókent tilfar í samband við kendar spurningar
  • at seta sína lívfrøðiligu vitan í frásjón og taka støðu til lívfrøðiligar spurningar.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av munnliga avrikinum hjá næminginum.

Próvtøkuháttur B - munnlig próvtøka á B-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka við støði í fakligum evni, sum lærarin velur. Fakligu evnini skulu fevna um fakligu førleikamálini og kjarnaøkini og eiga í mest møguligan mun at taka støði í einum ella fleiri temum, sum hava samband við tey ymisku evnini, undirvíst hevur verið í. Ókend og kend fylgiskjøl eru viðløgd hvørjum fakliga evni. Fylgiskjølini kunnu vera blaðgreinir, fakligar greinir og annað tilfar, sum til samans geva próvtakaranum møguleika at vísa, at hann/hon lýkur fakligu førleikamálini. Royndararbeiði eigur í mest møguligan mun vera partur av fakliga evninum.

Fakliga evnið skal saman við fylgiskjølum geva próvtakaranum møguleika:

  • at meta um og nýta ymiskt tilfar í síni framløgu
  • at greiða frá og sundurgreina úrslit frá egnum royndum og øðrum royndum í fylgiskjølum
  • at greiða frá valið av háttalag og fyrihalda seg kritiskt til háttaløg
  • at vísa sínar førleikar at samantvinna ástøði og royndir hjá sær sjálvum og øðrum
  • at greina og greiða frá lívfrøðiligum spurningum og samanhangum og vísa eina lívfrøðiliga fatan á einum framkomnum stigi
  • at vísa sínar førleikar at seta fakliga vitan í frásjón viðvíkjandi viðurskiftum í sambandi við vinnu, heilsu, umhvørvi og lívsiðafrøði.

Sama fakliga evni kann í mesta lagi verða nýtt tvær ferðir í sama flokki/bólki. Til ber tó at nýta sama fakliga evni fleiri ferðir, um fylgiskjølini verða skift út.

Próvtakararnir skulu kenna fakligu evnini, men ikki fylgiskjølini, fyri próvtøkuna, tó í fyrsta lagi, tá próvtøkuætlanin er almannakunngjørd.

Faklig evni og fylgiskjøl verða útflýggjað dagin fyri próvtøkuna. Fyrireikingartíðin er umleið 24 tímar, tó ikki styttri enn 24 tímar.

Próvhoyringin varir umleið 30 minuttir, íroknað próvdøming.

Próvtakarin skipar sjálvur fyrireikingartíðina. Próvhoyringin byrjar við at próvtakarin leggur fram, og síðani er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakaran og próvhoyraran. Próvdómarin kann seta spurningar og luttaka í samrøðuni, um hetta fellur natúrligt. Próvhoyringartíðin verður býtt javnt millum framløgu og samrøðu.

Dømingargrundarlag – próvtøkuháttur B á B-stigi