Skriva út ##pt##
Frá 1.-10. floksstig
Galdandi:
Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2025 fyri næmingar, sum byrja á 1.-7. floksstigi 1. august 2025 ella seinni.
Viðmerkingar:
- Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeiningar.
- Ávegismál eru orðað fyri 1.-8. floksstig.
1. Samleiki
Í lærugreinini støddfrøði skulu næmingarnir menna støddfrøðiliga vitan og førleikar. Hetta so, at tey kunnu brúka støddfrøði til at skilja, meta um, taka avgerðir og grundgeva fyri valum í gerandisdegnum og í samfelagsviðurskiftum.
Støddfrøði verður nýtt í nógvum viðurskiftum í dagsins samfelagi. Tí er góður støddfrøðiligur førleiki týdningarmikil fyri at taka virknan lut í samfelagnum. Støddfrøðiligir førleikar skulu eisini hjálpa næmingunum til kritiskt at meta um stóru mongdirnar av upplýsingum, sum vit fáa frá ymiskum keldum.
Støddfrøði kann sostatt vera grundarlag undir avgerðum og hugsanum um viðurskifti, ið ikki beinleiðis hava nakað við støddfrøði at gera.
2. Endamál
Undirvísingin í støddfrøði hevur til endamáls, at næmingarnir:
- menna sínar støddfrøðiligu førleikar, so at tey á øktan hátt megna at virka í gerandisdegnum, bæði viðvíkjandi samfelags- og náttúruviðurskiftum
- megna at brúka støddfrøði til at loysa avbjóðingar og taka avgerðir bæði í persónligum og samfelagsviðurskiftum
- megna at orða, hvussu støddfrøði kann brúkast til at fata og viðgera trupulleikar innan ymisk fakøki
- duga at brúka støddfrøði til at samskifta um egnar hugsanir, avgerðir og niðurstøður
- megna at meta um og taka støðu, tá ið onnur nýta støddfrøði í sínum arbeiði og miðlan av kunning
- fáa neyðugu førleikarnar til at nema sær útbúgvingar, sum støddfrøði er partur av.
3. Kjarnaøki
Kjarnaøkini í lærugreinini støddfrøði eru í tveimum pørtum, ið eru teir somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Støddfrøðiligir førleikar
- Støddfrøðiligt innihald
Støddfrøðiligir førleikar
Støddfrøðiligu førleikarnir eru sjey í tali og skulu gera næmingin føran fyri við støddfrøði at taka avgerðir og finna loysnir í gerandisdegnum og í samfelags- og náttúruviðurskiftum. Í undirvísingini verður arbeitt við støddfrøðiligu førleikunum í sambandi við støddfrøðiliga innihaldið í lærugreinini.
- Trupulleikaviðgerð
- Modellering
- Skilvís hugsan
- Representatión
- Symbol og reglufesti
- Samskifti
- Amboð
Trupulleikaviðgerð
Trupulleikaviðgerð er førleikin at seta fram og loysa støddfrøðiligar trupulleikar.
Modellering
Modellering er førleikin at skapa støddfrøðilig modell, ið geva loysnir upp á trupulleikar, ið ikki eru støddfrøðiligir. Modellering er eisini førleikin at greina og meta um støddfrøðilig modell, ið onnur hava sett fram.
Skilvís hugsan
Skilvís hugsan er førleikin at brúka støddfrøðiliga hugsan til at seta hóskandi spurningar, at svara spurningum og grundgeva fyri sínum hugsanarhátti. Skilvís hugsan er eisini førleikin at gera staðfestingar við skilvísari fylgisniðurstøðu bæði í støddfrøði og í gerandisdegnum.
Representatión
Representatión er førleikin at skilja, brúka og meta um ymiskar representatiónir. Representatión er eisini førleikin at velja hóskandi formar av representatión til at lýsa eina støðu í arbeiðinum við einum trupulleika ella til at bera fram úrslit. Hetta fevnir m.a. um myndir, grafar, tabellir, líkningar, symbol og materiellar lutir.
Symbol og reglufesti
Symbol og reglufesti er førleikin at skilja og brúka symbolir og formligt støddfrøðiligt mál og at kenna og brúka støddfrøðiligt reglufesti í støddfrøðiligum arbeiði. Symbol og reglufesti er eisini førleikin at skifta millum støddfrøðiligt mál við symbolum og formlum og vanligt gerandismál. Hetta fevnir m.a. um at kenna til støddfrøðilig sersymbolir, tekn og tíggjutalsskipanina.
Samskifti
Samskifti er førleikin at orða seg bæði við og um støddfrøði, bæði skrivliga og munnliga. Hetta fevnir m.a. um at greiða frá og grundgeva fyri arbeiðsgongdum í støddfrøði og eisini at seta seg inn í og meta um arbeiðsgongdir og loysnir hjá øðrum.
Amboð
Amboð er førleikin at nýta ymisk amboð, ið kunnu hjálpa til við arbeiðinum í støddfrøði, og meta um, nær ymsu amboðini eru hóskandi í støddfrøðiligum arbeiði. Hetta eru amboð so sum mátiamboð, roknimaskina og telduforrit, t.d. rokniark og dynamisk geometri.
Støddfrøðiligt innihald
Støddfrøðiligt innihald hevur trý ymisk øki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Tøl og algebra
- Geometri og máting
- Hagfrøði og líkindi
Tøl og algebra
Tøl og algebra snýr seg um talfatan, roknimannagongdir og algebra. Arbeitt verður við talskipanini og talviðgerð. Tøl fevna m.a. um heil tøl, desimaltøl, brot og prosent. Tað er umráðandi, at næmingarnir menna ymsar roknimannagongdir og megna at velja hóskandi mannagongdir til at loysa ymsar uppgávur. Eisini verður arbeitt við, at næmingarnir verða førir fyri at menna egnar mannagongdir í sínum arbeiði í støddfrøði. Undirvísingin í algebra fevnir um at skilja mynstur, reglur, formlar, líkningar og funktiónir.
Geometri og máting
Geometri snýr seg um at greina eyðkenni hjá tvey- og trídimensionellum skapum og at gera geometriskar tekningar bæði á pappír og við kt-amboðum. Somuleiðis snýr tað seg um at gera geometriskar konstruktiónir, mátingar og útrokningar við m.a. síðum, flatum, rúm og vinklum. Eisini verður arbeitt við staðsetingum og flyting, herímillum arbeiði við krossskipanum. Undirvísingin skal gera næmingarnar førar fyri at nýta støddfrøðilig hugtøk í lýsing og viðgerð av geometri.
Arbeiðið við máting snýr seg bæði um máting av geometriskum skapum og aðrar mátingar, sum t.d. vekt og tíð. Harumframt verður arbeitt við bæði grundeindum og úrleiddum eindum.
Hagfrøði og líkindi
Hagfrøði snýr seg um arbeiði við dátum. Undirvísingin skal styrkja kunnleika næminganna til at savna, skipa, viðgera, miðla og meta um dátur, og vísa á, at hetta kann verða gjørt á fleiri ymsar hættir. Næmingarnir skulu menna førleikan at meta um, nær hvør háttur er hóskandi.
At gera egnar kanningar og at miðla tær er ein natúrligur partur í arbeiðinum við hagfrøði. Eisini skal førleikin at meta um úrslit av hagfrøðiligum kanningum hjá øðrum mennast, millum annað hagfrøðiligum kanningum, sum vit koma fram á í gerandisdegnum.
Líkindi snúgva seg um kunnleika næminganna til at arbeiða við, lýsa og meta um líkindi. Í undirvísingini skal førleikin at meta um líkindi mennast út frá egnum royndum, spæli og hagfrøði.
4. Faklig førleikamál
Í støddfrøði eru ávegismál fyri 1. - 8. floksstig og endalig mál fyri 9. - 10. floksstig. Ávegismálini eru leiðbeinandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at kenna støður í gerandisdegnum, har støddfrøði verður nýtt
at brúka ítøkiligar lutir í støddfrøðiligum arbeiði
at fylgja mannagongdum í spølum
at skyna á støðubundnu talskipanini við eittarum og tíggjarum
at telja upp og niður, at byrja ymsastaðni í talraðnum og at fáa eyga á mynstur í talraðnum
at kanna, hvussu tøl kunnu verða løgd saman og drigin hvørt frá øðrum
at tvífalda og helvtarbýta tøl við støði í gerandisdegnum
at kenna ymisk geometrisk skap
at gera einfaldar speglingar og mynstur
at flokka mongdir út frá ymiskum eginleikum.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at brúka støddfrøði at kanna støður í gerandisdegnum
at seta orð á og meta um úrslitið
at taka lut í at loysa einfaldar trupulleikar í støddfrøði
at greiða frá síni hugsan í sambandi við høvuðrokning
at skyna á støðubundnu talskipanini við eittarum, tíggjarum, hundraðrum upp í túsund
at kanna, hvussu tøl kunnu verða løgd saman og drigin hvørt frá øðrum við tíggjaraskifti
at runda heil tøl
at samanbera mongdir, støddir og tøl
at brúka ymsar mátieindir við støði í gerandisdegnum, so sum longd, vekt og tíð
at arbeiða við symmetri og mynstrum
at skyna á klokku við støði í gerandisdegnum
at savna og skipa dátur.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at taka lut í orðaskifti um støddfrøði
at menna roknimannagongdir og greiða frá, hvussu tær verða brúktar
at bera fram roknisøgur til ávís roknihugtøk og vísa á rokningina í søgunum
at vísa arbeiðið skrivliga m.a. við skitsum og við at seta roknistykkir upp
at falda og býta smærri tøl við støði í gerandisdegnum
at vísa á, hvussu desimaltøl, negativ tøl og brot vera brúkt við støði í gerandisdegnum
at arbeiða við teimum fýra rokniháttunum og kanna, hvussu teir kunnu verða brúktir skynsamt
at skilja sambandið millum tøl og tekning í krossskipan
at máta ummál og areal á einføldum trí- og fýrkantum
at lýsa og samanbera vinklar, síður og hædd í geometriskum skapum
at gera og lesa einføld diagramm við dømum úr gerandisdegnum
at meta um einføld líkindi í spølum.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at orða uppgávur úr gerandisdegnum
at loysa einfaldar støddfrøðiligar trupulleikar
at seta orð á og grundgeva fyri sínum arbeiði við støddfrøði
at brúka roknimaskinu sum amboð í støddfrøðiligum arbeiði
at brúka metingarrokning við støði í gerandisdegnum
at kanna, hvussu til ber at falda og býta, og at síggja sambandið ímillum hesi
at greiða frá brotum, og hvussu tey kunnu verða løgd saman og drigin hvørt frá øðrum
at rokna við desimaltølum og negativum tølum
at arbeiða við teimum fýra rokniháttunum í samansettum uppgávum
at kanna og lýsa eginleikar hjá fleirkantaðum skapum
at tekna, máta og arbeiða við vinklum
at gera egnar kanningar og vísa úrslitini við diagrammum.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at orða seg við støddfrøði og brúka støddfrøðilig hugtøk
at meta um støddfrøðilig úrslit í sambandi við einfaldar støður í gerandisdegnum
at brúka kt-amboð so sum rokniark í støddfrøðiligum arbeiði til at gera útrokningar og til viðgerð av hagtølum
at menna mannagongdir til at falda og býta á ymsan hátt
at arbeiða við brotum, m.a. finna felagsnevnara og falda brot við heilum tali
at brúka heil tøl, desimaltøl og brot í støddfrøðiligum arbeiði
at arbeiða við einføldum lutfalli við støði í gerandisdegnum
at menna mannagongdir til at rokna ummál, areal og rúmd
at arbeiða við ymsum eindum viðvíkjandi longd, rúmd, vekt og tíð
at arbeiða við staðseting í krossskipan
at kanna líkindi í gerandisdegnum og í einføldum spølum.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at orða og loysa støddfrøðiligar trupulleikar
at brúka og gjøgnumføra einfaldar modelleringsgongdir
at orða og kanna einfaldar hypotesur
at velja hóskandi amboð
at rokna einfalda prosentrokning
at skilja og greiða frá sambandinum millum desimaltøl, brot og prosent
at kenna raðfylgjuna av rokniháttunum og rokna við parantesum
at menna mátar at loysa líkningar og kanna, um loysnin er røtt
at kanna ymsar eginleikar í geometriskum skapum
at brúka hóskandi amboð, m.a. kt-amboð at tekna ymisk skap
at arbeiða við og kanna mátilutfall á skapum, tekningum og myndum
at vísa úrslit av hagfrøðiligum kanningum á ymsan hátt og at grundgeva fyri val av uppsetan.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at samskifta um støddfrøðilig arbeiði og úrslit bæði í talu og á skrift
at menna mannagongdir í metingarrokning og høvuðrokning
at skilja millum hypotesur og reglur
at rokna og greiða frá framsøgnum við tølum, variablum og konstantum við støði í gerandisdegnum
at kanna og lýsa, hvussu loyst verður í primfaktorar og nýta tað í brotrokning
at arbeiða við óektaðum brotum og blandaðum tølum
at rokna við bókstavum og kenna roknireglur
at lýsa og gera formil fyri geometrisk mynstur og talmynstur við egnum orðum og algebraiskt
at gera, loysa og greiða frá líkningum við støði í gerandisdegnum
at skapa mynstur við at spegla, snara og parallellflyta, m.a. í krossskipan
at arbeiða við hugtøkunum: punkt, linjustykki, rættar linjur og vinklar
at brúka kt-amboð, so sum dynamiska geometri, í arbeiðinum við geometri
at tulka og gera niðurstøður úr hagtølum, m.a. at finna miðaltal, median og mesti.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at menna ymsar mannagongdir til at loysa støddfrøðiligar trupulleikar
at skapa og gjøgnumføra støddfrøðilig modell av veruligum trupulleikum
at skifta millum at orða seg við støddfrøði og á gerandismáli
at grundgeva fyri vali av amboðum í støddfrøðiligum arbeiði
at umrokna frá okkara peningi til fremmant gjaldoyra og øvut
at skilja og rokna við prosenti og promillu
at rokna við potensum og kvadratrót
at greina, greiða frá og samanbera linjurættar funktiónir við støði í gerandisdegnum
at tekna linjurættar funktiónir, bæði við pappíri og kt-amboðum, og avlesa halltal
at kanna og greiða frá formlum fyri ummál, vídd og rúmd og arbeiða við evnisnøgd
at orða og loysa uppgávur við tíð, strekki og ferð
at meta um og rokna líkindi í hagtølum og spæli
at telja møguleikar og arbeiða við líkindarokning.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
kritisk at tulka og meta um, tá ið onnur brúka støddfrøði og skilja, hvussu støddfrøði kann verða brúkt til at bera fram ymisk sjónarmið
at nýta kt-amboð at kanna støddfrøðiligar eginleikar og samanhangir
at meta um støddfrøðiligt arbeiði og loysnir bæði hjá sær sjálvum og hjá øðrum
at leggja til rættis, seta í verk og leggja fram kanningararbeiði knýtt at persónligari fíggjarstøðu
at leita fram týðandi upplýsingar úr tekstum um keyp og sølu, ymisk sløg av lánum og nýta tað til at orða og loysa uppgávur
at kanna og algilda kvadratsetningar algebraiskt og geometriskt
at kanna og samanbera eginleikar við ymsum funktiónum
at gera, loysa og greiða frá líkningum, ólíkningum og líkningaheildum við tilknýti til funktiónir
at gera einfaldar geometriskar útrokningar við lærusetningi Pythagoras
at meta um framferðarhátt og niðurstøður úr hagfrøðiligum kanningum.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at brúka støddfrøði til at gera kanningar
at meta um støddfrøðilig modell, og hvussu hesi kunnu mennast
at meta um støddfrøðiligt arbeiði og loysnir bæði hjá sær sjálvum og hjá øðrum
kritiskt at tulka og meta um, tá ið onnur brúka støddfrøði, og skilja, hvussu støddfrøði kann verða brúkt til at bera fram ymisk sjónarmið
at brúka kt-amboð í støddfrøðiligum arbeiði
at samanbera og meta um ymisk sløg av lánum
at leggja til rættis, seta í verk og leggja fram kanningararbeiði knýtt at persónligari fíggjarstøðu
at kanna og samanbera eginleikar hjá ymsum funktiónum, herímillum eisini funktiónum á 2. stigi
at brúka trigonometri at kanna geometriskt skap
at meta um framferðarhátt og niðurstøður úr hagfrøðiligum kanningum.
5. Próvtøka
Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á 9. og 10. floksstigi.
Próvtøkuhættir á 9. floksstigi
Hildnar verða ein munnlig próvtøka og ein tvíbýtt skrivlig próvtøka.
Skrivlig próvtøka á 9. floksstigi
Skrivliga próvtøkan er tvíbýtt. Annar parturin er uttan hjálparmiðlar og varir 1 tíma. Hin parturin er við hjálparmiðlum og varir 3 tímar.
Skrivlig próvtøka uttan hjálparmiðlar á 9. floksstigi
Hesin parturin av skrivligu próvtøkuni varir 1 tíma. Eingi hjálparamboð eru loyvd uttan vanlig skriviamboð og kladdupappír. Uppgávurnar hava støði í kjarnaøkjunum: tøl og algebra, geometri og hagfrøði og líkindi.
Skrivlig próvtøka við hjálparmiðlum á 9. floksstigi
Hesin parturin av skrivligu próvtøkuni varir 3 tímar. Hjálparmiðlar, sum hava verið partur av undirvísingini, eru loyvdir, so sum undirvísingartilfar og egnar notur. Kt-amboð eru eisini loyvd, so sum roknimaskina, rokniark og forrit til dynamiska geometri.
Uppgávurnar hava støði í førleikum at arbeiða við støddfrøðiligum trupulleikum, nýtslu av støddfrøði, at viðgera trupulleikar úr støðum, sum kunnu koma fyri í gerandisdegnum, samfelagnum ella náttúruviðurskiftum og í førleikanum at greiða frá sínum arbeiði.
Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á 9. floksstigi
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður sum heild lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at loysa settu uppgávurnar.
Tvey próvtøl verða givin. Eitt fyri skrivligu próvtøkuna uttan hjálparmiðlar og eitt fyri próvtøkuna við hjálparmiðlum.
Munnlig próvtøka á 9. floksstigi
Munnliga próvtøkan varir umleið 1½ tíma, íroknað útflýggjan av tilfari, leiðbeining og próvdøming, og próvtakararnir arbeiða einsæris ella í bólkum við 2-3 í hvørjum. Próvtakararnir verða tó dømdir hvør sær.
Próvtakararnir hava loyvi at nýta allar hjálparmiðlar. Tey hava ikki ikki loyvi at samskifta við onnur enn próvhoyraran, próvdómaran og sín egna bólk, ímeðan próvtøkan fer fram.
Próvtøkuuppgávurnar fevna um støddfrøðiligar trupulleikar ella trupulleikar innan øki, sum próvtakararnir hava kunnleika til. Uppgávurnar skulu skipast so, at próvtakararnir ikki hava eina ávísa mannagongd, sum tey skulu fylgja fyri at loysa uppgávuna. Heldur skulu tey hava møguleika at royna seg og meta um ymsar loysnir. Eisini skal bera til at arbeiða við uppgávunum á ymsum torleikastigum. Uppgávurnar kunnu leggja upp til ein ávísan ella fleiri støddfrøðiligar førleikar.
Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á 9. floksstigi
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður sum heild lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka støddfrøðiligu førleikarnar til at arbeiða við próvtøkuuppgávuni.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuhættir á 10. floksstigi
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á 10. floksstigi
Munnliga próvtøkan varir umleið 2 tímar, íroknað útflýggjan av tilfari, leiðbeining og próvdøming, og próvtakararnir arbeiða einsæris ella í bólkum við 2-3 í hvørjum. Próvtakararnir verða tó dømdir hvør sær.
Próvtakararnir hava loyvi at nýta allar hjálparmiðlar. Tey hava ikki ikki loyvi at samskifta við onnur enn próvhoyraran, próvdómaran og sín egna bólk, ímeðan próvtøkan fer fram.
Próvtøkuuppgávurnar fevna um støddfrøðiligar trupulleikar ella trupulleikar innan øki, sum próvtakararnir hava kunnleika til. Uppgávurnar skulu skipast so, at próvtakararnir ikki hava eina ávísa mannagongd, sum tey skulu fylgja fyri at loysa uppgávuna. Heldur skulu tey hava møguleika at royna seg og meta um ymsar loysnir. Eisini skal bera til at arbeiða við uppgávunum á ymsum torleikastigum. Uppgávurnar kunnu leggja upp til ein ávísan ella fleiri støddfrøðiligar førleikar.
Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á 10. floksstigi
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður sum heild lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at brúka støddfrøðiligu førleikarnar til at arbeiða við próvtøkuuppgávuni.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.