Skriva út ##pt##
Frá 1. til 9. floksstig
Galdandi:
Kemur saman við støðisnámsætlanini í gildi 1. august 2025.
1. Samleiki
Heimstaðarlæra er lærugrein, ið serliga tekur sær av tí, ið fer fram í nærumhvørvinum. Hon viðger evni, ið næmingarnir dagliga síggja ella hoyra um.
Heimstaðarlæra gevur næmingunum ans fyri tí, ið finst rundan um tey og ger tey betur før fyri at taka støðu til ymist, sum fer fram í heimi og huga teirra. Undirvísingin skal tryggja, at næmingarnir gjøgnum upplivingar kunnu nýta sítt forvitni og áhaldandi menna síni evni og áhuga at granska og skapa.
Heimstaðarlæra leggur m.a. lunnar undir lærugreinina náttúra og tøkni.
2. Endamál
Undirvísingin í heimstaðarlæru hevur til endamáls, at næmingarnir:
- læra at seta spurningar og gera kanningar
- geva tí ans, ið fer fram í nærumhvørvinum, og við práti, samrøðum, framløgum og kjaki menna ta vitan, ið tey longu hava um sítt nærumhvørvi og samfelag
- gjøgnum egnar upplivingar og eygleiðingar fáa kunnleika um náttúru og djóralív í nærumhvørvinum
- læra um føroyska mentan og fólksligar siðvenjur, sum leggja støði undir samanhald og tilknýti til samfelagið.
3. Kjarnaøki
Lærugreinin heimstaðarlæra hevur trý ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Næmingurin og nærumhvørvið
- Náttúra og umhvørvi
- Mentan og siðir
Næmingurin og nærumhvørvið
Kjarnaøkið næmingurin og nærumhvørvið snýr seg um umhvørvið, ið næmingurin dagliga ferðast í og hoyrir um. Talan er um alt, sum fer fram úr fjøru til fjals: við hús, í skúla, í grannalagnum, í bygdini, í býnum, í ferðsluni o.s.fr. Økið fevnir eisini um kroppin, heilsu, røkt, reinføri og kost.
Náttúra og umhvørvi
Kjarnaøkið Náttúra og umhvørvi fevnir um føroysku náttúruna og djóralívið í henni og um veður og vind, orku, endurnýtslu og burturkast. Økið fevnir eisini um landalæru, kortlesing og grannalond.
Mentan og siðir
Kjarnaøkið mentan og siðir lýsir siðir og ymisk mentanarøki, sum viðkoma næminginum. Økið snýr seg eisini um ymiskt, ið fer fram somu tíð hvørt ár. Um fletting, flaggdagin, stevnur, høgtíðir o.s.fr.
4. Faklig førleikamál
Lærugreinin heimstaðarlæra hevur ávegismál fyri 3. floksstig. Ávegismálini eru leiðbeinandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk.
3. floksstig – faklig førleikamál
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at undrast, kanna og skapa spurningar og knýta hetta at egnum ella annara upplivingum
- at greiða frá tí, sum er í nærumhvørvinum
- viðkomandi ferðslureglur
- at skyna á tíð og seta orð á, hvussu árið er býtt upp í tímar, dagar, vikur, mánaðir og árstíðir
- at síggja náttúruna í ymiskum árstíðum, og hvussu hon broytist
- at hugleiða um, hvussu vit kunnu taka umhvørvisliga tilvitað val og seta umhvørvistiltøk í verk
- at arbeiða við og greiða frá blómum og smákykta-, fugla- og djóralívi í Føroyum
- at hugleiða um og greiða frá føroyskum siðum, høgtíðum og merkisdøgum
- grundleggjandi føroyska landalæru
- at seta orð á, hvørjir sansir eru, og hvussu teir verða nýttir í gerandisdegnum
- at skilja týdningin av grundleggjandi kropsrøkt.