Skriva út ##pt##
Frá 1. til 9. floksstig
Galdandi:
Kemur saman við støðisnámsætlanini í gildi 1. august 2025.
1. Samleiki
Heilsukunnleiki og seksualupplýsing leggur dent á lívfrøðiliga, sálarfrøðiliga, samfelagsliga og sosiala tilgongd til heilsu, trivnað og kynslív. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingarnir búgvast og læra, hvat fremur góða heilsu, trivnað og kynslív.
2. Endamál
Undirvísingin í heilsukunnleika og seksualupplýsing hevur til endamáls, at næmingarnir:
megna at taka støðu til viðurskifti viðvíkjandi heilsu, trivnaði og kynslívi
megna at taka støðu til, hvat ávikavist kann fremja ella skaða egna og annara heilsu, herímillum eisini til nýtslu og misnýtslu av njótingar- og rúsevnum
megna at vera kritiskir yvir fyri tilfari, fyrimyndum og ávirkan viðvíkjandi heilsu, trivnaði og kynslívi, herímillum eisini á netinum
kenna og virða egin og annara persónligu mørk, eitt nú viðvíkjandi happing, nærsambondum og kynslívi
kenna og virða egin og annara rættindi, eitt nú viðvíkjandi kropsligum, sálarligum, kynsligum og talgildum ágangi
kenna og virða ymisleika millum menniskju, eitt nú viðvíkjandi kroppi, kyni og kynslívi.
3. Kjarnaøki
Kravda undirvísingarevnið heilsukunnleiki og seksualupplýsing hevur tvey kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
Heilsa og trivnaður
Kyn, kroppur og kynslív
Heilsa og trivnaður
Kjarnaøkið heilsa og trivnaður tekur støði í eini fjøltáttaðari og jaligari tilgongd til heilsu. Dentur verður lagdur á at menna fortreytir næminganna til sjálv at kunna fremja og ávirka egna og annara heilsu og trivnað.
Á 1.-3. floksstigi skulu næmingarnir fáa ítøkiligan kunnleika um og læra at seta orð á, hvat fremur teirra heilsu og trivnað. Á 4.-6. floksstigi verður arbeitt meira yvirskipað við normum, hugsjónum og rættindum, sum hava ávirkan á heilsu og trivnað. Á 7.-9. floksstigi verður hildið fram við yvirskipaðu tilgongdini, og arbeitt verður m.a. við heilsupolitikki og ójavna í samfelagsligum høpi.
Kyn, kroppur og kynslív
Kjarnaøkið kyn, kroppur og kynslív tekur støði í fatan av, at kyn, kroppur og kynslív hava alstóran týdning fyri heilsu, trivnað, sjálvsfatan og samleika.
Fatanin av kyni, kroppi og kynslívi hevur bæði lívfrøðiligar, sálarfrøðiligar, mentanarligar, samfelagsligar og sosialar síður. Undirvísing um ymisleika og rættindi viðvíkjandi kyni, kroppi og kynslívi eru grundleggjandi í hesum kjarnaøkinum.
Á 1.-3. floksstigi skulu næmingarnir fáa ítøkiligan kunnleika um og læra at seta orð á egnar kenslur, mørk og ymisleika viðvíkjandi búning, kroppi og kyni við støði í egnum lívi. Á 4.-6. floksstigi verður arbeitt meira yvirskipað við normum og hugsjónum um kyn, kropp og kynslív. Á 7.-9. floksstigi verður hildið fram við yvirskipaðu tilgongdini, og arbeitt verður m.a. við normum og rættindum í samfelagsligum høpi.
4. Faklig førleikamál
Í kravda undirvísingarevninum heilsukunnleika og seksualupplýsing eru leiðbeinandi faklig førleikamál fyri 3., 6. og 9. floksstig.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at samrøða um egna heilsu og trivnað
at greiða frá heilsuligum tilmælum
at greiða frá, hvussu kringumstøður ávirka heilsu
at samrøða um grundleggjandi rættindi hjá børnum
at seta og vísa egin persónlig mørk
at greiða frá kensluligum reaktiónum
at samrøða um ymsar kynsleiklutir
at samrøða um útsjónd og kropsbygnað
at samrøða um ymiskar familjusamansetingar
at greiða frá nøring.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at meta um, hvat fremur heilsu og trivnað
at grunda um normar og hugsjónir um góða heilsu
at grunda um, hvussu lívskor ávirka heilsu og trivnað
at greiða frá grundleggjandi rættindum hjá børnum
at kjakast um atgerðarmøguleikar, um rættindini hjá børnum verða brotin
at virða egin og annara persónligu mørk
at meta um kensluligar tvístøður í nærsambondum
at grunda um týdningin av góðum vinaløgum
at grunda um, hvussu normar og hugsjónir um kyn og kropp ávirka børn og ung
at greiða frá kropsligum og sálarligum broytingum í sambandi við kynsbúning
at kjakast um ávirkanina, sum kynsbúningin hevur á samleika og nærsambond
at samrøða um kynslív og kynsligan ymisleika.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
at kjakast um, hvussu heilsupolitikkir kunnu fremja heilsu og trivnað
at meta um heilsulig viðurskifti viðvíkjandi egnum lívi
at kjakast um egin og annara persónligu mørk
at kjakast um ójavna viðvíkjandi heilsu og trivnaði í samfelagsligum høpi
at kjakast um, hvussu ágangur móti børnum og ungum kann fyribyrgjast
at meta um, hvussu kenslur og nærsambond ávirka heilsu, trivnað og kynslív
at meta um, hvat fremur kynsliga heilsu og trivnað hjá sær sjálvum/ari og øðrum ungum
at grunda um kyn, kropp og kynslív í samtíðarligum, søguligum og alheimsligum høpi
at kjakast um kynslig rættindi í Føroyum og í alheimsligum høpi.