Námsætlanirnar og stevnumiðini til dagstovnar, fólkaskúla og miðnám eru hugsað sum ein samanhangandi ætlan fyri persónligu menningina hjá føroyskum børnum og ungum.
Námsfrøðiligu stevnumiðini til dagstovnaøkið byggja á eina heildarfatan av barninum, har umsorgan, spæl og læra eru týdningarmiklir tættir.
Námsætlanirnar til fólkaskúla og miðnám byggja á fakligar førleikar og á støðisførleikar, sum eru at virða, at samskifta, at kanna og at skapa. Fakligu førleikarnir eru orðaðir fyri hvørja lærugrein sær og byggja á ein samanhangandi stigvøkstur frá lægsta til hægsta stig.
Mentamálaráðið hevur ábyrgdina av námsætlanunum
í føroyska skúlaverkinum.
Dagliga umsitingin av námsætlanunum er latin Námi.
Nám
Hoyvíksvegur 72
FO-100 Tórshavn
Tel +298 755150
nam@(if you can see this please update your browser)nam.fo
mánadag - hósdag kl. 10.00 - 16.00
fríggjadag kl. 10.00 - 12.00