Skip to main content
Til vaksin

Skriva út ##pt##

Seinast broytt:

17. februar 2021

1. Inngangur

Føroyskt sum annaðmál fyri vaksin (hereftir nevnt FSA) er undirvísing í føroyskum máli og kunning um føroyska mentan og samfelag fyri vaksnar tilflytarar, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Undirvísingin eigur í størst møguligan mun at fara fram við atliti til mentan og fortreytir hjá tilflytarum, og harundir eisini at taka veruleikan hjá tilflytarum í føroyska samfelagnum uppí.

At duga eitt mál fevnir um hesar førleikar: at skilja onnur, at tosa skilligt og nøkulunda neyvt og flótandi, og at lesa og skriva. Hesir førleikar verða mentir við at arbeiða miðvíst við serliga munnligum, men eisini skrivligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi venjast við at fáa góða úttalu, at lurta og at skilja, at tosa og skifta orð, og sum frá líður at bera fram egnar hugsanir og metingar.

Námsætlanin verður sett í verk sum ein royndarskipan í 2 skúlaár og verður eftirmett á vári 2022.

2. Endamál

Skúli, ið skipar fyri FSA-útbúgving skal arbeiða við tí yvirskipaða endamáli, at tilflytarar til Føroyar koma at kenna seg sum integreraðan part av samfelagnum og kenna seg viðurkendar á arbeiðsmarknaði og í felagslívi annars. Og at tilflytari gerst førur fyri at fullnýta ta útbúgving og teir førleikar, sum tilflytari hevur úr heimlandi sínum.

Skúli, ið skipar fyri FSA-útbúgving skal leggja dent á at møta tilflytara og næmingi, har sum næmingurin er, og starvsfólk á skúla, sum skipar fyri FSA skulu leggja dent á at skilja mentanarligt og málsligt bakstøði hjá tilflytara, sum fer í málskúla.

Starvsfólk á skúla sum skipa fyri FSA hava førleikar at arbeiða í fleirmentanarligum høpi, og skipa undirvísingina sambært innlit í hesi viðurskifti, og við atliti til tann mentanarhvøkk, ið tað er at gerast borgari í einum fremmandum landi.

Á skúla, sum skipar fyri FSA, skal dentur leggjast á, at tilflytari ikki upplivir at vera fyri mannamuni ella mismuni, og at tilflytari fær amboð og førleikar at gerast samborgari í Føroyum á jøvnum føti við føroyingar.

 

Málsliga endamálið

Endamálið við undirvísingini í FSA er, at næmingurin kann klára seg í føroyska samfelagnum, serliga í arbeiðslívinum, men eisini í útbúgvingarhøpi.

 

Undirvísingin skal gera næmingin føran fyri:

·       At tosa og skriva skilliga og rætt. Hetta er sjálvsagt ymiskt og ávirkað av, um næmingurin luttekur á FSA1, 2 ella 3. Tískil skal førleiki at samskifta/tað kommunikativa altíð verða havt fremst í huga á FSA1 og FSA 2.

  • At skilja og brúka eitt fjølbroytt orðfeingi fyri at kunna málbera seg neyvt.
  • At samskifta nøkulunda flótandi á føroyskum í ymiskum sosialum høpi.
  • At skifta ímillum ymisk sløg av samskifti við atliti at, hvønn samskift verður við.

 

Mentanarliga og samfelagsliga endamálið

Endamálið við at veita innlit í mentan og samfelag er, at næmingurin verður førur fyri:

  • At røkja eitt starv í Føroyum, sum í størst møguligan mun samsvarar við ta útbúgving, hann/hon hevur. At taka lut í eftirútbúgving, sum gevur betri møguleikar á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
  • At kenna síni rættindi og skyldur í samfelagnum og at vera partur av okkara fólkaræði við ávirkan og ábyrgd.
  • At taka lut í føroyska mentanarlívinum og at ávirka mentanartilboð og upplivingar – t.d. við at greiða frá síni egnu mentan og royndum.
  • At kenna skipanir og stovnar í føroyska samfelagnum eins og samfelagsbygnaðin.
  • At duga at leita sær hjálp og at gerast virkin fólkaræðisliga og mentanarliga.
  • At kunna samrøða við stovnar og skúla, sum eru um børnini.

3. Útbúgvingarskipanin. Yvirskipað

Stutt um útbúgvingarnar Føroyskt Sum Annaðmál og um CEFR

Í námsætlanini velja vit at nevna útbúgvingarnar fyri tilflytarar í føroyskum máli og samfelagsviðurskiftum „Føroyskt sum annaðmál”. Talan er um tríggjar útbúgvingar: Føroyskt sum annaðmál 1, Føroyskt sum annaðmál 2 og Føroyskt sum annaðmál 3, stytt til FSA1, FSA2 og FSA3.

FSA1: Vendir sær í høvuðsheitum til tilflytarar, sum hava lítla ella onga útbúgving úr heimlandinum og sum ikki hava lært latínska alfabetið.

FSA2: Vendir sær í høvuðsheitum til tilflytarar, sum hava eina grundútbúgving, sum er nomin í heimlandinum og sum fevnir um uml. 7-12 ára skúlagongd. FSA2 leggur dent á førleikar at samskifta í almenna rúminum og eigur at gera næmingin føran fyri at nema eina styttri framhaldsútbúgving, um tað er ynski næmingsins.

FSA3: Vendir sær til tilflytarar, sum hava nomið eina framhaldsútbúgving ella eina hægri útbúgving í heimlandinum og sum miða eftir málsligum førleikum at útbúgva seg á hægri stigi í Føroyum.

Tað verður avgjørt við visitatión, hvørja útbúgving tann einstaki tilflytarin meldar seg til. Og tað ber til at flyta útbúgving og útbúgvingarstig um stig- og støðisroyndir vísa, at tað kann viðmælast.

CEFR skipanin er ein altjóða viðurkendur leistur at veita frálæru og at skipa royndir fyri útlendingar, sum vilja læra mál og um mentanar- og samfelagsviðurskifti í tí landi, tey eru flutt til.

Styttingin CEFR merkir: The Common Framework of References for Languages. Hetta er ein ógvuliga djúptøkin og neyvt lýst altjóða skipan, sum tryggjar, at tær útbúgvingar, sum vit veita í føroyskum sum annaðmál eru sambæriligar við líknandi útbúgvingar, sum verða veittar í okkara granna- og samstarvslondum, og sum tryggjar, at tilflytarin í Føroyum hevur møguleika at ogna sær førleikar at gerast partur av samfelagnum og arbeiðsmarknaðinum og at halda fram í útbúgvingar- og eftirútbúgvingar skipanini í Føroyum.

Í Føroyum hava vit ta eyka avbjóðing, at danskt mál er ein fyritreyt í fleiri førum. Námsætlanin í Føroyskum sum annaðmál loysir í sjálvum sær ikki hesa avbjóðing.

 

Upptøkukrøv

  1. Við upptøku metir skúlin um førleikastøðið hjá tilflytaranum. Hetta verður gjørt við eini visitatión, har næmingurin loysir ávísar uppgávur. Visitator spyr um útbúgving, skúla og arbeiði, sum næmingurin áður hevur havt. Harafturat verður spurt um framtíðarætlanir. Týdningarmikið er at kanna, um næmingurin kennir stavraðið, dugir enskt ella norðurlendskt mál, dugir at lesa og/ella skriva. Visitatiónin tekur uml. 45 min.
  2. Næmingurin, sum meldar seg til FSA, hevur skyldu at luttaka virkin
    í undirvísingini.
  3. Skúli, ið skipar fyri FSA, hevur skyldu til at skráseta, um næmingurin er aktivt til staðar.
  4. Skúli, sum skipar fyri FSA kann krevja depositum, sum næmingurin fær aftur, tá ið útbúgvingin er lokin.
  5. Treytir ísv. depositum og onnur formlig viðurskifti verða ásett í kunngerð.

4. CEFR-førleikastigini 1

Førleikin hjá næminginum at samskifta/tað kommunikativa skal vera fremst í huganum, tí ynskiligt er, at næmingurin í fyrstu atløgu megnar at siga sínar upplýsingar á føroyskum, seta spurningar og at biðja um hjálp á føroyskum. Eisini skal næmingurin á øllum stigum læra fleiri og fleiri orð og sum frá líður læra at bólka tey, tí at hetta er grundarlagið undir at læra eitt mál og at brúka tað aktivt. Í stuttum skal orðfeingið altíð verða bygt upp og ment.

Torleikastigini byggja á CEFR – stigini, sum eru útgreinað niðanfyri við dømum um, hvat verður kravt av næminginum á hvørjum stigi. CEFR stigini eru: Undan A1, A1, A2, A2+, B1, B2 og C1.

Her má aftur verða havt í huga, at vit ikki kunnu krevja tað sama av einum næmingi á FSA1, 2 og 3. Tí skal lærarin vísa námsfrøðiligt hegni í undirvísingini, og so vítt tað er møguligt, laga undirvísingina til fortreytir hjá tí einstaka.

 

Undan-A1

Mál: Næmingurin skal kunna svara grundleggjandi spurningum um seg sjálva/n og ein av sínum nærmastu.

Næmingurin dugir at brúka einstøk orð og grundleggjandi máliskur í kendum konteksti til at geva einfaldar upplýsingar um seg sjálva/n.

 

A1: Byrjanarstig

Mál: Næmingurin skal kunna samskifta lætt ein- og tvívegis í kendum konteksti.

Næmingurin skilur og dugir at brúka gerandismáliskur og aðrar grundleggjandi máliskur til tess at nøkta grundleggjandi tørv. Dugir at navngeva seg og onnur, spyrja og svara um persónlig viðurskifti so sum bústað, vinfólk/familju, útbúgving, starv og lutir. Megnar einfalt samskifti við fólk, um tey tosa skilliga, seint og eru til reiðar at hjálpa.

 

A2: Grundstig

Mál: Næmingurin skal kunna samskifta lætt ein- og tvívegis í kendum konteksti.

Næmingurin megnar at loysa einfaldar uppgávur, og at spyrja um upplýsingar. Skilur setningar, ofta brúktar máliskur og dugir at samskifta um gerandisviðurskifti, so sum at fara til handils, heimalív, frítíð, í starvi o.s.fr.. Tá støðan ikki er kend, henda ofta misskiljingar, og næmingurin missir tráðin. Skal duga at skriva stutt boð.

 

A2+: Grundstig +

Mál: Næmingurin skal kunna samskifta lætt ein- og tvívegis í kendum konteksti.

Næmingurin megnar at orða seg skilliga um kend viðurskifti, byrjar at skilja ímillum formelt og óformelt mál, dugir at seta orð á kenslulív og at skriva tekstir, har hann/hon lýsir og greiðir frá. Næmingurin byrjar at taka lut í orðaskifti.

 

B1: Ávegis

Mál: Næmingurin skal hava nomið sær vitan um føroyska søgu og mentanar- og samfelagsevni í Føroyum. Næmingurin skal kunna samskifta samanhangandi ein- og tvívegis í kendum konteksti.

Næmingurin megnar at greiða frá og at lýsa upplivingar, hendingar, dreymar og framtíðarætlanir. Dugir at siga frá filmum, hann/hon hevur sæð, bókum, tey hava lisið o.t. Næmingurin dugir at greiða frá møguligum trupulleikum á løttum máli, við møguleika at umorða seg, um neyðugt er. Næmingurin dugir at skriva og greiða frá í einføldum tekstum, t.d. í telduposti við høvuðs- og eykasetningum, boðum til børn, maka, arbeiðspláss, á sosialum miðlum og við sms-boðum.

 

B2: Væl ávegis

Mál: Næmingurin skal hava nomið sær vitan í føroyskari søgu og um mentanar- og samfelagsevni í Føroyum og megnar at seta hesa vitan í samband við egnar royndir. Næmingurin skal kunna samskifta samanhangandi ein- og tvívegis í flestu samskiftisstøðum.

Næmingurin skilir høvuðshugsanir í yrkistekstum, dugir at geva týðiligar frágreiðingar og grundgevingar uttan at leita leingi eftir orðum og við at nýta torføran setningsbygnað. Næmingurin dugir at orða seg týðiliga uttan nógv tekin um at noyðast at avmarka seg.

 

C1: Framkomið stig

Tá ið næmingur hevur staðið roynd á B2 stigi, kann næmingurin halda fram á C1 stigi, sum er framkomið stig, og sum eftir tørvi kann verða fyriskipað sum lestrarfyrireikandi skeið. Hevur næmingur lokið FSA3 ber til hjá næmingum at fara undir framhaldandi lesnað í føroysku skúlaskipanini, um teir lúka 9. floks próvtøkur fólkaskúlans í føroyskum ella eina „Lestrarfyrireikandi roynd.” Næmingar á FSA2 kunnu eisini nema sær framhaldandi útbúgving, men teir mugu fyrst lúka 9.floks próvtøkur Fólkaskúlans í føroyskum.

5. Útbúgvingarnar FSA 1, 2 og 3

Sum nevnt í innganginum er Føroyskt sum annaðmál býtt í tríggjar útbúgvingar: Føroyskt sum annaðmál 1 og 2 og 3. Í hesi námsætlan verða útbúgvingarnar nevndar: FSA1, FSA2 og FSA3. Tær hava allar 4 stig, har fjórða stigið er fyrireiking til endaligu støðuroyndina.

Á hvørjum stigi skal næmingurin standa eina roynd, eina stigroynd, har mann tryggjar sær, at næmingurin lýkur ásettu krøvini til stigið sambært CEFR-stiganum.

Mælt verður til, at hvør undirvísingartími er 45 min. Aftast í námsætlanini er øll FSA-skipanin sett upp í talvu, sum lýsir CEFR-stigini og útbúgvingarnar.

FSA1

Fevnir um uml. 1200 undirvísingartímar, 4 stig við 300 undirvísingartímum hvørt (í alt uml. 3 ár). Útbúgvingin svarar til umleið fyrsta undirvísingarpart fólkaskúlans.

Undirvísingin er ætlað tilflytarum við lítlari og ongari skúlagongd, sum hava vantandi lesi- og skriviførleika, og sum ikki duga latínska alfabetið ella eitt evropeiskt mál. Hesir næmingar kunnu væntast at læra lutfalsliga seint.

Fjórða stigið er fyrireiking til endaligu royndina, har næmingurin fer frá A1 til A2 skrivliga, og frá miðskeiðis til A2+ til endaligt A2+ munnliga. Skrivliga skal næmingurin venja seg við at skriva t-post, har hann/hon megnar at greiða frá egnum viðurskiftum, so sum starvi, familjulívi og vinalagi á einføldum og skilligum máli. Munnliga skal næmingurin venjast til at greiða frá egnum viðurskiftum um t.d. starv, familju og vinalag á skilligum máli. Munnliga skal hann/hon eisini venja at hava eina samrøðu um kend viðurskifti í gerandisdegnum, har hann/hon setir spurningar og svarar spurningum í samrøðu við annan næming.

 

FSA2

Fevnir um uml. 1000 undirvísingartímar, 4 stig, tvey tey fyrstu stigini við uml. 200 undirvísingartímum hvørt. Á triðja og fjórða stigi verður mælt til at bjóða 300 undirvísingartímar til hvørt (í alt: uml. 2,5 ár). Útbúgvingin svarar til umleið annan undirvísingarpart fólkaskúlans.

Undirvísingin er ætlað tilflytarum við stuttari ella miðallangari skúlagongd, og sum ikki ætla at taka eina langa útbúgving í Føroyum.

Fjórða stigið er fyrireiking til endaligu royndina, har fer næmingurin frá A2+ til B1. Mælt verður til, at skúlin/lærarin hevur eina innanhýsis roynd eftir 150 tímar fyri at kanna, um næmingurin lýkur krøvini. Stigroyndin fatar um samrøðu, at greiða frá sjálvvaldum evni og at argumentera, bæði á skrift og í talu.

 

FSA3

Fevnir um uml. 700 undirvísingartímar, 1. stig við 150 tímum, 2. stig við 200 tímum, 3. og 4. stig við 175 tímum í part (í alt uml. 2 ár). Útbúgvingin svarar umleið til triðja undirvísingarpart fólkaskúlans.

Undirvísingin er ætlað tilflytarum við longri skúlagongd, sum kunnu væntast at læra lutfalsliga skjótt. Hesir næmingar hava ætlanir um víðari lesnað í Føroyum.

Fjórða stigið er fyrireiking til endaligu royndina, og her skal næmingurin náa B1+ og B2 krøvunum í CEFR.

 

At skifta ímillum útbúgvingar

Útbúgvingarnar FSA1, 2 og 3 eru sjálvstøðugar, og um næmingurin vísir tekin um, at hann/hon er ein skjótur lesari, klárar stigini við framúr góðum úrsliti, so ber til at flyta næmingin frá FSA1 til FSA2. Hetta skal gerast, tá ið næmingurin kemur upp í stigroynd 3 á A2+ (stig 3). Um næmingur á FSA2 vísir áhuga og ídni og kunnleika, kann hann/hon verða kannað/ur á A2 (stig 2) fyri at flytast á FSA3. Somuleiðis ber eisini til at flyta næming av FSA3 til FSA2 ella av FSA2 til FSA1, um næmingurin eftir fleiri royndir ikki megnar at standa stigroyndina og um lærari/skúlaleiðari metir, at næmingurin fær betri gagn av at flyta til eitt annað útbúgvingarstig. Skúlin kann t.d. seta sum mark, at næmingurin hevur 3 ella fimm møguleikar at standa royndina.

Eftir lokið FSA3 ber til hjá næmingum at fara undir framhaldandi lesnað í føroysku skúlaskipanini, um hann/hon lýkur 9. floks próvtøkur fólkaskúlans í føroyskum ella eina „Lestrarfyrireikandi roynd.” Næmingar á FSA2 kunnu eisini nema sær framhaldandi útbúgving, men teir mugu fyrst lúka 9.floks próvtøkur fólkaskúlans í føroyskum.

 

Royndir á útbúgvingunum

Mælt verður til, at ein undirvísingartími er 45 min. og at hvørt stig endar við stigroynd, sum Próvstovan stendur fyri.

Á FSA1, FSA2 og FSA3 skal eisini verða skipað fyri innanhýsis roynd, á FSA1 eftir 150 tímum á 1. stigi, á FSA2 eftir 150 tímar á 1. stigi og á FSA3 eftir 50 tímum á 1. stigi, sum skúlin/lærarin sjálvur skipar fyri, fyri at tryggja sær, at næmingurin lýkur krøvini á A1- áðrenn hann heldur fram (A1- og A1 er savnaði undir einum stigi.)

Á FSA1 skal eisini verða skipað fyri innanhýsis roynd á stigi 2, tá næmingurin hevur lokið 150 tímar, fyri at tryggja, at hann er ávegis við at lesa lættar tekstir, skilir høvuðsevnið í samrøðum og dugir at fylla oyðubløð út. Hetta skal eisini gerast á FSA2, eftir 150 tímum á stigi 2, fyri at tryggja at næmingurin er væl áleiðis A2, áðrenn hann/hon skal til stigroynd 2, og á stig 4 fyri at tryggja, at næmingurin er á stigi B1, áðrenn hann/hon skal upp til endaligu støðuroyndina.

FSA1, 2 og 3 hava støðuroyndir, sum eru tær somu fyri alt landið, sum MMR skipar fyri, og næmingarnir fáa einsháttaða próvtøkuváttan.

6. FSA 1 útbúgvingin – Námsætlan

Endamál

Endamálið við FSA1 er, at næmingurin:

  • Dugir føroyska stavraðið og veit, hvørji ljóð hvør bókstavur umboðar.
  • Lærir føroyskt orðatilfar og mennir eitt orðfeingi við teimum mest nýttu orðunum.
  • Fær samskift munnliga á sera einføldum máli í fáum sera vanligum samskiftisstøðum, har umstøður og innihald eru kend frammanundan.
  • Skilir høvuðsinnihaldið í sera einføldum samskifti um ítøkilig og vanlig gerandisviðurskifti.
  • Fær greitt frá við einfaldum, stuttum setningum.
  • Dugir at lesa einfaldan tekst og skilir høvuðsinnihaldið.
  • Dugir at finna upplýsingar í einum stuttum teksti.
  • Dugir at útfylla einføld oyðubløð við persónligum upplýsingum.
  • Hevur fingið nakað av innliti í samfelag og mentan í Føroyum.

 

Undirvísingin

Lurta og tala: Venja at lurta og tala, og menna førleikan at samskifta á einføldum føroyskum máli. Dentur eigur at verða lagdur á at arbeiða við úttaluni, so næmingurin tosar við so lítlum fremmandum máldámi sum gjørligt, og fær góðar úttaluvanar so skjótt sum til ber.

Lesa og skriva: Lesa tekstir við myndum, læra sangir fyri at lætta um at læra orð og at frambera orð. Lesa heilt stuttar gerandisligar tekstir og tekstir gjørdir til endamálið. Skriving verður í fyrstu syftu bara nýtt sum hjálp at stuðla ta munnligu menningina. Næmingurin skal á fyrsta stigi læra at skriva setningar um seg sjálva/n, á øðrum stigi skriva setningar um aðrar persónar, á triðja stigi skriva ein stuttan samanhangandi tekst og á síðsta stigi læra at skriva stuttan t-post, har hann/hon sigur frá einum kendum evni.

Mállæra: Teir størstu orðaflokkarnir – navnorð og sagnorð – verða umrøddir, so at næmingurin fær evnað heilt einfaldar setningar. Málið er, at næmingurin er tryggur í at nýta navnorð í eintali og fleirtali í hvør-, hvønn- og hvørjumfalli, og í at nýta sagnorðini í nútíð og tátíð í øllum persónum. Annars verður kunnað um lýsingarorð, persónsfornøvn og kenniorð. Tó verður á hesi útbúgving ikki miðað eftir, at næmingurin dugir at nýta øll bendingarmynstur. Setningsgreining verður gjøgnumgingin, og næmingurin lærir at gera høvuðsetningar.

Mentan: Kunnað verður um siðir og gerandislív í Føroyum, útferðir og stovnsvitjanir kunna vera partur av hesi kunning. Temu eru t.d. nærumhvørvið, gerandislív, familja, sam-døgrið, tølini, máltíðir, til handils, bókasøvn, prísir, bústaðir, Føroya landalæra, veður, árstíðir, útbúgving, ítróttur, mentan, átrúnaður, søga, ferðing, barnaansing, skúli, heilsu-viðurskifti og heilsuverk, frítíðartilboð, tónleikur, fiskivinna, starv og útbúgving. Tað hevur eisini týdning at arbeiða við spurningum um fólkaræði, demokrati, rættindum og skyldum hjá einstaka borgaranum, mentanarligum og sosialum virðum, javnrætti millum kvinnur og menn, barnauppaling og trúarfrælsi.

 

FSA1 er býtt í fýra stig

Hvørt stig endar við eini stigroynd. Síðsta stigið endar við støðuroynd. Mælt verður til 300 undirvísingartímar á hvørjum stigi. Hóast hann/hon er liðug/ur á fyrra stignum, er neyðugt, at næmingurin áhaldandi fær undirvísing í evnunum á undanfarnum stignum, tí hjá lesandi á FSA1 tekur tað tíð, til evni og orðfeingi festa seg í minnið. Dentur verður lagdur á at taka afturí evni og mál, sum hava verið viðgjørd í undirvísingini á fyrru stigunum til tess at tryggja, at næmingurin kennir aftur og kann knýta nýggja vitan og kunnleika til tað hann hevur lært áður (stilladssering). Undirvísingin skal harumframt leggja dent á at velja evni og mál, sum næmingurin kann brúka í gerandisdegnum.

 

FSA1  – fyrsta stig

Á fyrsta stigi skal næmingurin:

  • Læra at siga hvør hann/hon er, og hvaðan hann/hon kemur (fult navn, telefonnr., p-tal og hjúnastøða).
  • Skilja spurningar (hvør, hvat, hvaðan, hvussu eitur, hvussu gamal/gomul, leingi).
  • Læra at siga tøl og siga ljóð á bókstavum.
  • Læra at skriva tøl og bókstavir.
  • Nýta teldu sum amboð í undirvísingini.
  • Lesa einstavilsis- og tveystavilsis orð (tó er munnligt samskifti tað týdningarmesta).
  • Læra at arbeiða við ljóðeindum (fonemum).
  • Læra at skriva orð og stuttar setningar.
  • Eftir 150 tímar skal næmingurin duga at tosa um seg sjálva/n í stuttum setningum.
  • Eftir 150 tímar skal næmingurin duga at skriva tøl og bókstavir.
  • Duga tíð á samdøgrið, klokkuna, tíð á ári, árstíðir, veður.
  • Miðað verður eftir at røkka málunum á Undan A1 og á A1 støði munnliga og skrivliga.

 

FSA 1  – annað stig

Á øðrum stigi skal næmingurin:

  • Venja at skriva.
  • Læra at tosa um seg sjálvan/n í stuttum setningum.
  • Byrja at greiða frá við einføldum stuttum setningum.
  • Duga at útfylla einføld oyðubløð við persónligum upplýsingum.
  • Arbeiða við ljóðeindum (fonemum).
  • Byrja at arbeiða við merkingareindum (morfemum).
  • Arbeiða við mállæru á lágum støði.
  • Duga at nýta teldu sum amboð í undirvísingini.
  • Duga at lesa stuttan tekst.
  • Læra at lesa lættar vegleiðingar, sum t.d. matuppskriftir.
  • Miðað verður eftir skrivliga at røkka málunum á Undan A1 og A1 og munnliga á A2 støði.

 

FSA 1  – triðja stig

Á triðja stigi skal næmingurin:

  • Samskifta munnliga á sera einfaldum máli í fáum heilt vanligum, kendum samskiftisstøðum.
  • Skilja høvuðsinnihaldið í sera einføldum samskifti um ítøkilig og vanlig gerandisviðurskifti.
  • Læra at arbeiða við merkingareindum (morfemum).
  • Greiða frá við einføldum stuttum setningum.
  • Duga at lesa einfaldan tekst og skilja høvuðsinnihaldið.
  • Duga at finna upplýsingar í einum stuttum teksti.
  • Læra at lesa ferðaætlanir.
  • Miðað verður eftir skrivliga at røkka málum á A1 støði og munnliga á A2+ støði.

 

FSA 1  – fjórða stig

Á fjórða stigi skal næmingurin:

  • Hava fingið innlit í Føroyska søgu, samfelag og mentan og gerast tilvitaður um egnan lut sum samborgari.
  • Duga at lýsa og orða ein skrivligan tekst á einføldum máli um evni á kendum øki.
  • Duga í samskifti at greiða frá og at argumentera/grundgeva um kent evni.
  • Miðað verður eftir skrivliga at røkka málum á A1+ støði og munnliga á A2+ støði.

 

Støðuroynd/endalig roynd á FSA 1

Støðuroyndin er munnlig og skrivlig. Munnliga royndin er skipað í tveir partar. Fyrri partur er ein samrøða millum lærara og næming um evni, sum próvførarin og skúlaleiðarin hava góðtikið frammanundan, og næmingurin hevur fyrireikað. Næmingurin skal leggja evnið fram í uml. 1 min. og próvførarin setir spurningar eftir torleikastigi í uml. 3 min. Fyrri partur tekur uml. 5 min. Grundarlagið undir seinna parti eru myndir, ið umrøða ávís evni, sum hava verið partur av undirvísingini á fjórða stigi. Her skulu tveir næmingar greiða frá hvør sínari mynd um ávíst evni, próvførarin setir hvørjum næmingi einsæris tríggjar viðkomandi spurningar eftir torleikastigi (uml. 3 min.). Síðan skulu næmingarnir tosa saman um evnið, við at seta spurningar, svara við hóskandi setningum og grundgeva fyri sínum sjónarmiðum (uml. 6 min.).

Næmingurin fær eitt samlað próvtal fyri tað munnliga avrikið.

Tann skrivliga royndin varir 3 ½ tíma og er býtt upp í „Lesa og skilja” og skrivligt avrik:

  • Roynd í at „Lesa og skilja”, sum er tekstur og/ella mynd við hóskandi fatanarspurningum. (2 tímar)
  • Fylla eitt oyðublað út (½ tími)
  • Skriva t-post (uml. 40 orð) um eitt givið evni (1 tími).

Mentamálaráðið hevur yvirumsjón við royndini og ger royndartilfarið við støði í undirvísingarkrøvunum, og ger av, hvussu royndin verður skipað. Mentamálaráðið tryggjar t.d. í samráð við lærarar, sum undirvísa í FSA, at royndin er í samsvari við tað, ið lært er.

Royndin verður dømd eftir 12-talsstiganum við einum próvtali fyri munnligu royndina og einum fyri skrivligu royndina.

Krøvini fyri at fáa 12 eru hesi: Framløgan av egnum evni er skipað og vísir, at næmingurin hevur fyrireikað seg og nýtir eitt orðfeingi og setningsbygnað, ið samsvarar krøvum á A2+. Samrøðan um myndina gongur væl, próvtakarin skilir væl vanligt gerandismál, og dugir at samskifta sjálvstøðugt um gerandisevni, og vísir áhuga at fáa samrøðuna at ganga væl.

Skrivliga: „Lesa og skilja” gevur eitt próvtal. Næmingurin skal hava eitt ávíst stigatal, fyri at fáa 12 í „Lesa og skilja”. Oyðiblaðið og t-posturin hanga saman sum skrivlig uppgáva, og her verður eitt samlað próvtal givið. Hugt verður at, um næmingurin dugir at fylla skjalið út og dugir at svara t-postinum, sum uppgávuritið leggur upp til. Ávísar stavivillur kunnu vera, avgerandi er, at t-posturin vísir, at næmingurin dugir at samskifta skrivliga (er kommunikativur).

7. FSA 2 útbúgvingin – Námsætlan

Endamál

Endamálið við FSA2 er, at næmingurin:

  • Dugir at fortelja um seg sjálva/an og sín gerandisdag.
  • Kann nýta talumálið klárt í upplestri og samrøðu.
  • Dugir at lurta eftir einum samrøðupartnara ella upplestri og at endurgeva tað hoyrda.
  • Dugir at lesa upp, seta spurningar og svara spurningum í sambandi við tekstin.
  • Kann luttaka á føroyskt-talandi skeiðum á arbeiðsplássinum, har atlit verður tikið til at tosa seint og skilliga.
  • Dugir at nýta teldu, teldutøkar orðabøkur og aðrar leitiskipanir á teldu.
  • Kennir orðaflokkarnar sagnorð og navnorð, kenniorð, lýsingarorð og persónsfornøvn.
  • Dugir at brúka eintal og fleirtal.
  • Dugir at brúka sagnorð í nútíð, tátíð og núlidnari tíð.

 

Undirvísingin

Lurta og tosa: Venja at lurta og tosa. Dentur eigur at verða lagdur á at arbeiða við úttaluni, so næmingurin tosar við so lítlum fremmandum máldámi sum gjørligt og fær góðar úttaluvanar so skjótt sum til ber. Hoyri– og talivenjingar, sum miðvíst venja rættan framburð, so at næmingurin er førur fyri at samanbera tað hann/hon sigur við úttaluna hjá føroyingunum.

Lesa og skriva: Lesa tekstir við og uttan myndir, læra sangir fyri at lætta um læringina at læra orð. Lesa gerandisligar tekstir og tekstir gjørdir til endamálið. Skriving verður í fyrstu syftu bara nýtt til at stuðla upp undir munnliga partin. Byrjað verður við fyrisagnum við rættskriving fyri eyga.

Á øðrum stigi (A2) lærir næmingurin at skriva stutt skrivlig avrik um kend evni úr gerandisdegnum. Hetta verður víðkað til brøv ella teldubrøv til skúla, barnagarð, vinfólk, starv o.til. á triðja og fjórða stigi. Eisini skulu tey venjast í at skriva eitt lívsrensl <s>(CV)</s> og umsókn um starv.

Á øðrum stigi verða lættar stuttsøgur og Krabbabøkur lisnar við evnum til vaksin fólk. Á triðja stigi verða lisnir stuttir autentiskir tekstir, t.d. stutt tíðindi, miðaltorførar stuttsøgur; Krabbabøkur við evnum til vaksin fólk kunna eisini nýtast. Á fjórða stigi verða lisnir autentiskir tekstir, t.d. tíðindi, veðurtíðindi ella brøv frá myndugleikum og stovnum, møguliga saman við upplestri.

Mállæra: Á fyrsta stigi verða teir størstu orðaflokkarnir – navnorð og sagnorð – umrøddir, so at næmingurin fær evnað heilt einfaldar setningar. Málið er, at næmingurin dugir at nýta navnorð í eintali og fleirtali í hvør-, hvønn- og hvørjumfalli, og í at nýta sagnorðini í nútíð, tátíð og núlidnari tíð í øllum persónum. Á stigi 2 og 3 verður mállæruundirvísingin víðkað við navnorðabending í føllum og eintali og fleirtali. Sagnorðini verða gjøgnumgingin í øllum tíðum (sterk/veik). Lýsingarorð, persónsfornøvn og kenniorð verða gjøgnumgingin. Setningsgreining verður gjøgnumgingin, og næmingurin lærir at gera høvuðs- og eykasetningar.

Mentan: Kunnað verður um siðir og gerandislív í Føroyum. Útferðir og stovnsvitjanir kunnu vera partur av hesi kunning. Temu eru t.d. gerandislív, familja, samdøgrið, tølini, máltíðir, til handils, prísir, veður, árstíðir, bústaður og bústaðarviðurskifti o.s.fr. Onnur temu eru t.d. nærumhvørvið. Her verður hugsað um stovnar, barnagarðar og barnaansing, skúla, heilsuviðurskifti, útbúgving, frítíðartilboð, ítrótt, tónleik, ferðing og ferðasambond, bókasøvn, mentan, Føroya søgu, Føroya landalæru, átrúnað, fiskivinnu og vinnulív o.s.fr.

Tað hevur eisini týdning at arbeiða við spurningum um fólkaræði, demokrati, rættindum og skyldum hjá einstaka borgaranum, mentanarligum og sosialum virðum, javnrætti millum kvinnur og menn, barnauppaling og trúarfrælsi.

 

FSA2 er býtt í fýra stig

Hvørt stig endar við eini stigroynd. Síðsta stigið endar við støðuroynd. mælt verður til 200 undirvísningartímar á ávíkavist fyrsta og øðrum stigi, og 250 undirvísningartímar á triðja stigi og 350 á fjórða stig.

 

FSA2  – fyrsta stig

Á fyrsta stigi skal næmingurin:

  • Læra at siga hvør hann/hon er og hvaðan hann/hon kemur (fult navn, telefonnr., p-tal og hjúnarstøða).
  • Skilja spurningar (hvør, hvat, hvaðan, hvussu gamal/gomul, hvussu leingi).
  • Læra at skriva orð.
  • Læra at tosa um seg sjálva/n í stuttum setningum.
  • Tosa um tíð á samdøgrinum, klokkuna, tíð á árinum, árstíðir.
  • Duga at útfylla einføld oyðubløð við persónligum upplýsingum.
  • Arbeiða við ljóðeindum(fonenum) og merkingareindum(morfemum).
  • Læra at tosa um veðrið.
  • Læra at brúka eintal og fleirtal.
  • Læra at brúka sagnorð í nútíð og so smátt fara undir tátið.
  • Duga at nýta teldu sum amboð í undirvísingini.
  • Duga at nýta teldutøkar orðabøkur og aðrar leitiskipanir á teldu.
  • Miðað verður eftir at røkka málum á Undan A1 og á A1 støði munnliga og skrivliga.

 

FSA 2  – annað stig

Á øðrum stigi skal næmingurin:

  • Læra at samskifta munnliga á sera einføldum máli í fáum sera vanligum, kendum samskiftisstøðum.
  • Skilja høvuðsinnihaldið í sera einføldum samskifti um ítøkilig og vanlig gerandisviðurskifti.
  • Lesa og fata ferðaætlanir.
  • Hoyra, lesa og fata veðurtíðindi.
  • Arbeiða við føroyska samfelagnum, føroyskari søgu/mentan.
  • Greiða frá kendum evni við einføldum stuttum setningum.
  • Duga at lesa einfaldan tekst og at skilja høvuðsinnihaldið.
  • Duga at finna upplýsingar í einum stuttum teksti.
  • Nýta talumálið skilliga í upplestri.
  • Megna at skriva stuttan tekst, har hann/hon lýsir eitt kent evni og setir fram spurning.
  • Miðað verður eftir at røkka málum á A2 støði munnliga og skrivliga.

 

FSA 2  – triðja stig

Á triðja stigi skal næmingurin:

  • Hava fingið innlit í landafrøði, samfelag og mentan í Føroyum og gerast tilvitaður um egnan lut sum medborgari.
  • Nýta talumálið skilliga í samrøðu.
  • Duga í skrift at lýsa og skriva um evni á kendum økjum og um trupulleikar og loysnir.
  • Duga í samskifti at greiða frá og at grundgeva um kend evni.
  • Miðað verður eftir at røkka málum á A2+ støði munnliga og skrivliga.

 

FSA 2  – fjórða stig

Á fjórða stigi/støðuroynd skal næmingurin:

  • Hava fingið innlit í føroyska søgu, samfelag og mentan í Føroyum og vera tilvitaður um egnan lut sum medborgari.
  • Duga í skrift at lýsa og skriva um evni á kendum økjum og um trupulleikar og loysnir.
  • Duga í samskifti at greiða frá og at grundgeva um kend evni.
  • Lurta eftir samrøðupartnara ella upplestri og endurgeva tað hoyrda.
  • Lesa upp, seta spurningar og svara spurningum í sambandi við tekstin.
  • Miðað verður eftir munnliga at røkka málinum á B1 støði og skrivliga at røkka málinum á B1 støði.

 

Støðuroynd/endalig roynd á FSA 2

Støðuroyndin er munnlig og skrivlig. Munnliga royndin er skipað í tveir partar. Fyrri partur er ein samrøða millum lærara og næming um evni, sum næmingurin hevur fyrireikað, og sum próvhaldarin og skúlaleiðarin hava góðtikið. Næmingurin skal leggja evnið fram í uml. 1½ min. og próvhaldarin setir spurningar eftir torleikastigi í uml. 2,5 min. Fyrri partur tekur uml. 5 min. Grundarlagið undir seinna parti eru myndir, ið umrøða ávís evni, sum hava verið partur av undirvísingini á fjórða stigi. Her skulu tveir næmingar greiða fra hvør sínari mynd um ávíst evni, próvhaldarin setir tríggjar viðkomandi spurningar eftir torleikastigi til hvønn næming einsæris (uml. 3 min.). Síðan skulu næmingarnir tosa saman um evnið við at seta spurningar, svara við hóskandi setningum og grundgeva fyri sínum sjónarmiðum (uml. 6 min.).

Næmingurin fær eitt samlað próvtal fyri tað munnliga avrikið.

Tann skrivliga royndin varir 3 ½ tíma og er sett saman av „Lesa og skilja” og skrivligum avriki:

  • Roynd í at „Lesa og skilja”, sum er tekstur við hóskandi fatanarspurningum (2 tímar).
  • Skriva eitt uppslag (½ tími).
  • Skriva t-post (uml. 100 orð) um eitt givið evni (1 tími).

Mentamálaráðið hevur yvirumsjón við støðuroyndini og ger royndartilfarið við støði í undirvísingarkrøvunum, og ger av, hvussu royndin verður skipað. Mentamálaráðið tryggjar t.d. í samráð við lærarar, sum undirvísa í FSA, at royndin er í samsvari við tað, ið lært er.

Royndin verður dømd eftir 12-talsstiganum við einum próvtali fyri munnligu royndina og tveimum fyri skrivligu royndina.

 

Krøvini fyri at fáa 12 eru hesi: Framløgan av egnum evni er skipað og vísir, at næmingurin hevur fyrireikað seg og nýtir eitt orðfeingi og setningsbygnað, ið samsvarar við krøvinum á B1+. Samrøðan um myndina gongur væl, próvtakarin skilir væl vanligt gerandismál, og dugir at samskifta sjálvstøðugt um gerandisevni, og vísir áhuga fyri at fáa sam-røðuna at ganga væl.

 

Skrivliga: „Lesa og skilja” gevur eitt próvtal. Næmingurin skal hava eitt ávíst stigatal, fyri at fáa 12 í „Lesa og skilja”.

Uppslagið og t-posturin hanga saman sum skrivlig uppgáva, og her verður eitt samlað próvtal givið. Hugt verður at, um næmingurin dugir at skriva eitt uppslag (umsókn, selja ein lut, fyrireika eitt tiltak) og dugir at svara t-postinum, sum uppgávuritið leggur upp til. Nakrar stavivillur kunnu vera, avgerandi er, at t-posturin vísir, at næmingurin dugir at samskifta skrivliga (er kommunikativur).

8. FSA 3 útbúgvingin – Námsætlan

Endamál

Endamálið við FSA3 er, at næmingurin:

  • Megnar øll førleikakrøvini á skeiðnum.
  • Dugir at tosa við fólk og at svara aftur á føroyskum við passaliga longum og samansettum setningum og rættiliga fjølbroyttum orðfeingi.
  • Tosar nøkulunda rætt føroyskt og kann práta um flest øll evni.
  • Hevur hylling á føroyskari mállæru, t.e. orðaflokkum og setningabygnaði.
  • Lesir vanligan føroyskan tekst, bæði fagrar bókmentir og yrkisbókmentir, og dugir at greiða frá innihaldi og í ávísan mun at greina tekstin.
  • Skrivar vanligt føroyskt mál nøkulunda rætt.
  • Kann luttaka á skeiðum, har føroyskt verður tosað.

 

Undirvísingin

Lurta og tosa: Lesa fagrar bókmentir sum søgur, sangir, leikir og yrkingar. Ynskiligt er, at næmingarnir uppliva og møguliga lesa sjónleik og læra seg nógv sungnar føroyskar sangir og sálmar uttanat. Verða før/-ur fyri at fata samrøður, tíðindi, sendingar, filmar og fyrilestrar á føroyskum.

Lesa og skriva: Lesa yrkisbókmentir við denti á samtíðartekstir, eins og samansettar tekstir. Tekstirnir skulu geva meining í næmingsins huga, hava samband við støð, hendingar ella kenslur, sum næmingarnir kenna seg aftur í. Tekstirnir skulu eisini spegla føroysk viðurskifti og føroyska mentan. Altjóða mentan er eisini partur av føroyska samfelagnum, og tekstatilfar skal eisini umboða hana.

Mælt verður til at lesa einar 90 síður av føgrum bókmentum, og einar 45 síður av yrkisbókmentum, og at næmingarnir skriva í minsta lagi 8 stutt skrivlig avrik og 4 long skrivlig avrik, har teir greina og viðgera bæði fagrar bókmentir og yrkistekst. Eisini verður mælt til, at næmingurin á hvørjum stigi lesur eina bók, sum hann leggur fram fyri læraranum (5-10 min.).

Mállæra: Mállæra verður gjøgnumgingin. Allir orðaflokkar verða viðgjørdir. Setnings-greining verður gjøgnumgingin, og næmingurin lærir at gera høvuðs- og eykasetningar og torføran setningabygnað. Næmingurin skal verða førur fyri at lýsa, greina og tulka og orða hetta skrivliga og munnliga.

Mentan: Kunnað verður um siðir og gerandislív í Føroyum. Útferðir og stovnsvitjanir kunnu vera partur av hesi kunning. Temu eru t.d. gerandislív, familja, samdøgrið, tølini, máltíðir, til handils, prísir, veður, árstíðir, bústaður og bústaðarviðurskifti o.s.fr. Onnur temu eru t.d. nærumhvørvið. Her verður hugsað um stovnar, barnagarðar og barnaansing, skúla, heilsuviðurskifti, útbúgving, frítíðartilboð, ítrótt, tónleik, ferðing og ferðasambond, bókasøvn, mentan, Føroya søgu, Føroya landalæru, átrúnað, fiskivinnu og vinnulív o.s.fr.

Tað hevur eisini týdning at arbeiða við spurningum um fólkaræði, demokrati, rættindum og skyldum hjá einstaka borgaranum, mentanarlig og sosial virði, javnrætt millum kvinnur og menn, barnauppaling og trúarfrælsi.

Ynskiligt er, at næmingarnir uppliva konsertir í kirkjum, samkomum og í mentanarhúsum, at teir ferðast í Føroyum og læra um sagnir á staðnum og vitja søvn og forkunnugar bygning-ar sum t.d. Norðurlandahúsið, Forngripasavnið, Christianskirkjuna.

 

FSA3 er býtt í fýra stig (umleið 2 ár)

Hvørt stig endar við eini stigroynd. Síðsta stigið endar við støðuroynd. Mælt verður til 150 undirvísingartímar á fyrsta stigi, 200 á øðrum stigi, og 175 undirvísingartímar á triðja og á fjórða stigi.

 

FSA 3  – fyrsta stig

Á fyrsta stigi skal næmingurin:

  • Læra at siga hvør hann/hon er og hvaðan hann/hon kemur (fult navn, telefonnr., p-tal og hjúnastøðu).
  • Skilja spurningar (hvør, hvat, hvaðan, hvussu gamal/gomul hvussu leingi).
  • Læra at skriva orð.
  • Læra at tosa um seg sjálva/n í stuttum setningum.
  • Orða seg um tíð á samdøgrinum, klokkuna, tíð á ári, árstíðir.
  • Duga at útfylla einføld oyðubløð við persónligum upplýsingum.
  • Læra at arbeiða við tølum, ljóðeindum (fonemum) og merkingareindum (morfemum).
  • Læra at brúka eintal og fleirtal.
  • Læra at brúka sagnorð í nútíð og tátið.
  • Duga at nýta teldu sum amboð í undirvísingini.
  • Duga at nýta teldutøkar orðabøkur og aðrar leitiskipanir á teldu.
  • Miðað verður eftir at røkka málinum á A1 støði munnliga og skrivliga.

 

FSA 3  – annað stig

Á øðrum stigi skal næmingurin:

  • Læra at samskifta munnliga á sera einfaldum máli í fáum sera vanligum, kendum samskiftisstøðum.
  • Skilja høvuðsinnihaldið í heilt einføldum samskifti um ítøkilig og vanlig gerandisviðurskifti.
  • Arbeiða við setningum.
  • Duga at greiða frá kendum evni við einføldum, stuttum setningum.
  • Duga at lesa einfaldan tekst og skilja høvuðsinnihaldið.
  • Duga at finna upplýsingar í einum stuttum teksti.
  • Nýta talumálið skilliga í upplestri.
  • Megna at skriva stuttan tekst, har hann/hon lýsir eitt kent evni og setir fram spurning.
  • Ogna sær innlit í landafrøði, samfelag og mentan í Føroyum og gerast tilvitaður um egnan lut sum medborgari.
  • Duga at nýta talumálið skilliga í samrøðu.
  • Skilja tíðindi í miðlunum á lættfatiligum máli.
  • Miðað verður eftir at røkka málum á A2 stigi munnliga og skrivliga.

 

FSA 3  – triðja stig

Á triðja stigi skal næmingurin:

  • Duga í skrift at lýsa og skriva um evni á kendum økjum og um trupulleikar og loysnir.
  • Duga í samskifti at greiða frá og argumentera um kend evni.
  • Hava ognað sær innlit í føroyska søgu, samfelag og mentan og vera tilvitaður um egnan lut sum medborgari.
  • Duga at lurta eftir samrøðupartnara ella upplestri og endurgeva tað hoyrda.
  • Duga at lesa upp, seta spurningar og svara spurningum í sambandi við tekstin.
  • Tosa nøkulunda rætt føroyskt.
  • Brúka føroyska mállæru.
  • Lesa vanligan tekst, bæði fagrar bókmentir og yrkisbókmentir, og duga at greiða frá innihaldi og í ávísan mun at greina tekstin.
  • Skilja tíðindaflutning í sjónvarpi og í útvarpi.
  • Miðað verður eftir at røkka málum á A2+ støði munnliga og skrivliga.

 

FSA 3  – fjórða stig

  • Á fjórða stigi/støðuroynd skal næmingurin:
  • Kunna práta um flest øll evni.
  • Vera uppsøkjandi og sjálvstøðug/ur at læra føroyskt og um føroysk viðurskifti.
  • Vera ein skjótur lesari.
  • Lesa millum linjurnar.
  • Duga at tosa við fólk.
  • Kunna fylgja við í føroyskum sendingum í sjónvarpi og í útvarpi.
  • Skilja málførið har hann/hon býr/starvast.
  • Megna at halda eina samrøðu gangandi og laga seg eftir samanhanginum(formelt/óformelt).
  • Miðað verður eftir at røkka málum á B1-B2 støði munnliga og skrivliga.

 

Støðuroynd/endalig roynd á FSA 3

FSA3 endar við einari munnligari og einari skrivligari støðuroynd.

Til ta munnligu royndina skal næmingurin greiða frá einum evni, sum hann/hon hevur havt 5 yrkadagar at fyrireika. Próvhoyrarin hevur valt evnið og skúlaleiðarin hevur góðtikið tað. Næmingur hevur 1 ½ min. at leggja sítt evni fram. Síðan setur próvhoyrarin uml. 5 spurningar á ymiskum torleikastigi (Blooms taksonomi), sum næmingurin skal fata og kunna svara. Týdningarmikið er, at næmingurin megnar at svara við longum setningum, hevur gott og hóskandi orðfeingi, og at hann/hon dugir at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum. Hetta tekur uml. 5 min.

Síðan skal næmingurin hyggja at eini mynd, sum lýsir eina ávísa støðu. Próvhoyrarin setir næminginum ávísar spurningar um evnið, sum næmingurin skal kunna svara við hóskandi orðum og eisini duga at grundgeva og argumentera. (uml. 5 min.)

Næmingurin fær eitt samlað próvtal fyri tað munnliga avrikið.

 

Tann skrivliga royndin varir 4 ½ tíma og er:

  • Roynd í at „Lesa og skilja”, sum er tekstur við hóskandi fatanarspurningum. (1 ½ tíma)
  • Skriva t-post (uml. 150 orð) um givið evni (1 tíma)
  • Stutt framseting (uml. 250 orð) um eitt givið evni, sum næmingurin skal viðgera. Her skal næmingurin vísa førleika sín at: lýsa ein trupulleika, greiða frá, grundgeva og seta ymisk sjónarmið upp ímóti hvørjum øðrum (2 tímar).

Mentamálaráðið hevur yvirumsjón við royndini og ger royndartilfarið við støði í undirvísingarkrøvunum, og ger av, hvussu royndin verður skipað. Mentamálaráðið tryggjar t.d. í samráð við lærarar, sum undirvísa í FSA, at royndin er í samsvari við tað, ið lært er.

Royndin verður dømd eftir 12-talstiganum við einum próvtali fyri munnligu royndina og tveimum fyri skrivligu royndina.

 

Krøvini fyri at fáa 12 eru hesi: Munnliga framløgan av evninum er greið og væl skipað, úttalan er sera góð og skillig, málið er samanhangandi og sum heild rætt, og orðfeingið er fjølbroytt í mun til stigið. Próvtakarin vísir góða fatan av myndaevninum og dugir at seta evnið í samband við tey evni, ið eru knýtt at, og tekur sum heild allar viðkomandi tættir inn í viðgerðina. Skrivliga er málið á høgum stigi og næmingurin vísir, at hann/hon lýkur krøvini, ið sett eru viðv. stíli, skipan, sjónarmiðum og grundgevingum.

III Føroyskt sum annaðmál: Stigroyndir og innanhýsis royndir sambært CEFR-skipanina

9. Krøv til stigroyndir samb. CEFR-stigunum

A1: Byrjanarstig

  1. Skrivliga: Megna at fylla eitt einfalt skema út við persónligum upplýsingum. (FSA1 kann skriva av, FSA2 og FSA3 skulu megna hetta uttan hjálp).
  2. Munnliga: Megna at geva faktuellar upplýsingar um seg sjálva/-n við stuttum setningum og t.d. seta spurningar.

 

A2: Grundstig

  1. Skrivliga: Megna at fylla eitt skema út við persónligum upplýsingum. (FSA1 kann skriva av, FSA2 og FSA3 skulu megna hetta uttan hjálp).
  2. Munnliga: Megna at geva faktuellar upplýsingar um seg sjálva/-n við at lýsa, siga frá og t.d. seta spurningar. Megna at fortelja samanhangandi.

 

A2+: Grundstig +

  1. Skrivliga: Megna at lýsa og geva faktuellar upplýsingar
  2. Munnliga: Megna at lýsa og siga frá ymsum virksemi og persónligum upplivingum.

 

B1: Ávegis

  1. Skrivliga: Megna at lýsa veruligar ella íspunnar upplivingar o.til. og duga at fortelja eina søgu, veruliga ella íspunna.
  2. Munnliga: Megna at viðmerkja, grundgeva og málbera seg um sjónarmið.

 

B2: Væl ávegis

  1. Skrivliga: Megna at lýsa veruliga ella íspunna støðu uttan stórvegis trupulleikar á høgum stigi, at greina fagrar bókmentir og yrkistekstir og at greiða frá ymiskum sjónarmiðum.
  2. Munnliga: Megna væl á høgum málsligum stigi at viðmerkja, argumentera og málbera seg um sjónarmið.

Sí síðu 12 viðvíkjandi møguleika at skipa frálæru og eftirmeting á C1-stigi. (Framkomið stig).

10. Mannagongdir ísv. stigroynd á FSA

Eftir at næmingurin hevur lokið undirvísingina á stigi 1, 2 og 3 skal hann til roynd. Vit nevna royndina stigroynd, sum er tað sama sum modultest.

 

Stigroynd á FSA1

Stig 1: Á FSA1 skal næmingurin hava eitt skema (eina vikuætlan) við, sum hann/hon hevur arbeitt við í undirvísingini. Har skal hann/hon hava skrivað virksemi á, sum tann ið førir næmingin upp, kann spyrja meira um. Her er dentur lagdur á dag, klokku, tíð á samdøgrið, virksemi, so sum arbeiði, skúla, barnaansing, skúlating, matgerð, frítíð og at skilja og svara spurningum. 2) Síðan skal næmingurin hyggja at eini myndastøðu, sum hann skal seta spurningar til.

 

Lesa og skilja: 1) næmingurin skal lesa og skilja lættan tekst við myndum. 2) skriva manglandi stavir inn í bókstavaraðið. Skriva: Skriva setningar um seg sjálva/-n.

 

Stig 2: Lurta eftir einatalu og samrøðu og seta kross í røttu støðu. Lesa og skilja lættan tekst. Skriva ein innkeypslista. Munnliga: 1) Fyrireika 2 evnir, leggja eitt evni fram í 1 min. Tann, ið førir næmingin upp, setir spurningar í uml. 3 min. 2) Samskifta við annan næming í 5 min. um evni út frá mynd.

 

Stig 3: (líka sum stig 2 hjá FSA2 og stig 1 hjá FSA3, men FSA1 fær longri tíð). Lurta eftir einatalu og samrøðu og seta kross í røttu støðu. Lesa og skilja tekstir, so sum uppskrift, lýsing og loysa mállæruuppgávur. Skriva stutt bræv (40 orð um t.d. ein dag í skúla). Munnliga: 1) Fyrireika 2 evnir, leggja eitt evni fram í 1 min. Tann, ið førir næmingin upp, setir spurningar í uml. 3 min. 2) Samskifta við annan næming í 5 min. um evni út frá mynd.

 

Stigroynd á FSA2

Stig 1: Lurta eftir einatalu og seta kross í røttu støðu. Lesa og skilja lættan tekst og loysa mállæruuppgávur. Munnliga: 1) Fyrireika 3 evnir, leggja eitt evni fram í 2 min. Tann, ið førir næmingin upp, setir spurningar í uml. 3 min. 2) Síðan skal næmingurin hyggja at eini myndastøðu, sum hann/hon skal seta spurningar til.

 

Stig 2: (líka sum stig 1 hjá FSA3, men FSA2 fær longri tíð). Lurta eftir einatalu og samrøðu og seta kross í røttu støðu. Lesa og skilja tekstir, so sum uppskrift, bókasølu og loysa mállæruuppgávur. Skriva stutt bræv, har næmingurin fortelur og setir spurning (t.d. 40 orð um, at mann skal starvsfólkaútferð og manglar eina barnagentu). Munnliga: 1) Fyri-reika 3 evnir, leggja eitt evni fram í 2 min. Tann, ið førir næmingin upp, setir spurningar í uml. 3 min. 2) Samskifta við annan næming í 5 min. um evni út frá mynd.

 

Stig 3: Lurta eftir einatalu og samrøðu og seta kross í røttu støðu. Lesa og skilja eitt sindur torførar tekstir, so sum stuttan bloggtekst og frásøgn um persón og/ella starv og loysa mállæruuppgávur. Skriva stutt bræv, har næmingurin fortelur, setir spurning og viðger onkran trupeulleika (t.d. 75 orð um, at mann hevur trupulleikar við leiðara/starvsfelaga sínum, og hvussu mann roynir at loysa teir). Munnliga: 1) Fyrireika 3 evnir, leggja eitt evni fram í 2 min. Tann, ið førir næmingin upp, setir spurningar í uml. 3 min. 2) Samskifta við annan næming í 5 min. um evni út frá mynd.

 

FSA3

Stig 1: (líka sum stig 2 hjá FSA2, men FSA3 skal vera nógv skjótari). Lurta eftir einatalu og samrøðu og seta kross í røttu støðu. Lesa og skilja tekstir, so sum uppskrift, bókasølu og loysa mállæruuppgávur. Skriva stutt bræv, har næmingurin fortelur og setir spurningar (t.d. 40 orð um at mann skal starvsfólkaútferð og manglar eina barnagentu). Munnliga: 1) Fyrireika 3 evnir, leggja eitt evni fram í 2 min. Tann, ið førir næmingin upp, setir spurningar í uml. 3 min. 2) Samskifta við annan næming í 5 min. um evni út frá mynd.

Stig 2: Næmingurin skal lúka krøv at lesa og skilja miðaltorføran tekst og megna at endurgeva yrkistekst, skriva frágreiðandi og argumentarandi tekst (greina evni í yrkisteksti) og at greiða frá einum evni, sum næmingurin hevur fingið eina viku at fyrireika.

Stig 3: Lurta eftir einatalu og samrøðu og seta kross í røttu støðu. Lesa og skilja torførar tekstir, so sum skeiðslýsingar, frásøgn um persón og starv og loysa mállæruuppgávur. Skriva: 1) bræv, har næmingurin fortelur, setir spurning og viðger onkran trupeulleika (t.d. 125 orð um, hvussu mann trívist í sínum starvi, hvørjar ætlanir mann hevur og hvussu mann kann geva góð ráð). 2) Eitt lesarabræv, har næmingurin lýsir eitt evni (t.d. vantandi P-pláss í miðbýnum í Havn) og setir fram ymisk sjónarmið og grundgevur. Munnliga: 1) Fyrireika 3 evnir, leggja eitt evni fram í 2 min. Tann, ið førir næmingin upp, setir spurningar í uml. 3 min. 2) Samskifta við annan næming í 5 min. um evni út frá yvirskrift.

11. Innanhýsis royndir

Á FSA1, FSA2 og FSA3 verða skipað fyri innanhýsis royndum fyri at tryggja, at næmingurin lýkur krøvini sambært CEFR-stiganum, áðrenn hann fer víðari í skipanini.

 

Innanhýsis roynd á FSA1 (Undan-A1 til A1 og á A1+ til A2)

Stig 1: Skúlin/lærarin hevur eina innanhýsis roynd eftir 150 tímar fyri at kanna, um næmingurin lýkur krøvini á Undan-A1, áðrenn hann/hon heldur áfram (Undan-A1 og A1 er savnaði undir einum stigi).

Stig 2: Skúlin hevur eisini eina innanhýsis roynd á stigi 2, tá næmingurin hevur havt 150 tímar, fyri at tryggja, at hann/hon er væl ávegis við at lesa lættar tekstir, skilur høvuðsevnið í samrøðum og dugir at fylla oyðubløð út.

 

Innanhýsis roynd á FSA2 (Undan A1 og A1 og á A1-A2 og á A2+-B1)

Stig 1: Skúlin/lærarin hevur eina innanhýsis roynd eftir 150 tímar fyri at kanna, um næmingurin lýkur krøvini á Undan-A1, áðrenn hann heldur áfram (Undan-A1 og A1 er savnaði undir einum stigi). Fyrsta royndin er munnlig og hevur sum endamál at kanna, um næmingurin dugir at svara upp á grundleggjandi spurningum um seg sjálva/-n. Eisini skal næmingurin hava eina mynd við av einum persóni hann/hon kennir væl og svara upp á spurningar um hendan persónin, sum tann ið førir næmingin upp, setir.

 

Stig 2: Innanhýsis roynd eftir 150 tímar fyri at kanna um næmingurin lýkur krøvini á A1+ áðrenn hann/hon heldur áfram. Næmingurin skal kunna greiða frá sjálvvaldum evni og svara uppá spurningar til evnið. Eisini skal hann/hon samskifta á sera einføldum máli við annan næming um væl kend viðurskifti. Hann/hon skal lesa tekst og svara spurningar til tekstin. Eisini skal hann/hon skriva t-bræv á 30 orð til kendan móttakara.

 

Stig 3: Skúlin/lærarin hevur eina innanhýsis roynd eftir 150 tímar fyri at kanna, um næmingurin lýkur krøvini við at fata samrøðu, dugir at greiða frá sjálvvaldum evni og at grundgeva, bæði á skrift og í talu.

 

FSA3 (A1)

Stig 1:  1) Næmingurin skal leggja fram eitt evni (2 min.), um persónlig viðurskifti, sum hann/hon hevur fyrireikað. Hann/hon fær spurningar í 3 min.

           2) Síðan skal næmingurin hyggja at eini myndastøðu, sum hann/hon skal seta spurningar til.

IVFøroyskt sum annaðmál fyri vaksin: FSA fyri vaksin sett upp í talvu