Skip to main content

Námsætlanir til fólkaskúla, yrkisnám og miðnám

Námsætlanirnar til fólkaskúla, yrkisnám og miðnám eru hugsaðar sum ein samanhangandi ætlan fyri persónligu menningina hjá føroyskum børnum og ungum. 

Námsætlanirnar byggja á kjarnaøki, støðisførleikar og fakligar førleikar. Faklig førleikamál eru orðað fyri ymsu stigini í hvørji lærugrein sær og stuðla einum samanhangandi stigvøkstri frá lægsta til hægsta stig.

Rokning

03.07.2015

Nýggju roknibøkurnar endurskoðaðar

Nýggja bókaheildin Rokning hevur verið væl móttikin úti í skúlunum. Nógvar positivar afturmeldingar hava verið, og sum heild taka lærarar væl undir við nýggja mátanum at arbeiða við støddfrøðini í fólkaskúlanum.

Fyrstu fýra bókaheildirnar eru ætlaðar byrjanardeildini, t.v.s. til og við 3. flokki. Tað ger, at nummarið á bókini ikki hevur samsvarað við floksstigið, og hetta hevur verið eitt sindur ørkymlandi. Vit hava tí valt at nevna fýra tær fyrstu bókaheildirnar 1a, 1b, 1c og 1d í staðin fyri 1a, 1b, 2a og 2b. Innihaldið er kortini tað sama.

Tilmælið, nær bøkurnar verða nýttar, sær nú soleiðis út:

  • Rokning 1a og 1b        í forskúla, skúlabólki ella fyrsta flokki.
  • Rokning 1c og 1d        í fyrsta flokki (aftan á 1a og 1b). (Eisini ber til at goyma 1d til annan flokk)
  • Rokning 2a og 2b        í øðrum flokki.
  • Rokning 3a og 3b        í triðja flokki.

Eitt, sum lærarar hava saknað við nýggju bókaheildini, er tilfar, sum næmingarnar sjálvir kunnu arbeiða við, umframt tað, sum er at finna í Avritsmappu 1-4. Hetta hava vit tikið til eftirtektar og hava givið út uppgávubøkur til bókaheildirnar. 

Uppgávubókin er skipað eftir evnum við somu kapitlum sum grundbøkurnar. Til hvønn kapittul í Grundbókini er altso ein samsvarandi kapittul við sama fakliga innihaldi í Uppgávubókini.

Uppgávubókin hevur sama bygnað og sum heild somu sløg av uppgávum sum Grundbókin. Soleiðis er Uppgávubókin eisini væl egnað til heimaarbeiði.