Námsætlanir til fólkaskúla, yrkisnám og miðnám
Námsætlanirnar til fólkaskúla, yrkisnám og miðnám eru hugsaðar sum ein samanhangandi ætlan fyri persónligu menningina hjá føroyskum børnum og ungum.
Námsætlanirnar byggja á kjarnaøki, støðisførleikar og fakligar førleikar. Faklig førleikamál eru orðað fyri ymsu stigini í hvørji lærugrein sær og stuðla einum samanhangandi stigvøkstri frá lægsta til hægsta stig.
Flóttafólk
Við støði í tíðindum, sum í seinastuni hava borist um flóttafólk í Evropa, hevur Nám gjørt temasíðu á Snar. Sambært marknaeftirlitinum í ES komu 107.500 flóttafólk inn í Evropa í juli í 2015. Flestu av hesum flóttum eru úr Sýria, Afganistan og Eritrea. Temasíðan um flóttafólk kann takast inn í undirvísingina í lærugreinini søga og samtíð, ella í kristnikunnleika og átrúnaði. Temasíðan um flóttafólk er ætlað miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum. Her sæst temasíðan um flóttafólk: http://snar.fo/tema/samfelag-og-soega/flottafolk/