Skriva út ##pt##
Frá 10. floksstigi til A-stig
Galdandi:
Kemur saman við støðisnámsætlanini í gildi frá 1. august 2026 fyri næmingar, sum byrja á hesum stigum 1. august 2026 ella seinni:
- 10. floksstigi í fólkaskúla
- E-stigi á yrkisnámi
- C-, B- og A stigi á miðnámi
Viðmerkingar:
- Námsætlanin fevnir um øll stig og allar breytir í fólkaskúla, á yrkisnámi og á miðnámi.
- Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeiningar.
1. Samleiki
Alisfrøðin hevur sín uppruna í strembanini eftir at fáa størri kunnleika um náttúruvísindaligu heimsmyndina. Alisfrøði er okkara roynd at gera yvirskipaðar tulkingar og frágreiðingar av hugtøkum og tilgongdum í náttúru og í sambandi við tøkni.
Alisfrøði sum lærugrein leggur dent á samspælið millum verkligar royndir og ástøði, og at kanningar geva næmingunum ítøkiligt innlit í rannsóknararbeiði, ið eggjar fram spurningar, víðkar hugflogið og stimbrar skilvísa hugsan.
Lærugreinin gevur næmingunum førleikar at skilja tann náttúruvísindaliga arbeiðs- og hugsanarháttin og at síggja leiklutin hjá náttúruvísindum sum týðandi part av okkara heimsfatan.
2. Endamál
Undirvísingin í alisfrøði hevur til endamáls, at næmingarnir:
- fáa gjørt sær eina skipaða fatan av umheiminum, sum tekur støði í tilhugsanum, royndum og eygleiðingum
- menna sítt forvitni og rannsóknarhug
- fáa eina greiða fatan av alisfrøðiligum meginreglum og hugtøkum
- ogna sær førleikar at nýta alisfrøðiligan hugsanarhátt og háttaløg til at svara ástøðiligum og verkligum spurningum
- ogna sær kunnleika um, hvussu alisfrøðilig modell verða sett upp og nýtt sum amboð til at lýsa og greiða frá fyribrigdum og tilgongdum, ið eru av náttúruvísindaligum slag
- fáa eina fatan av týdninginum, ið alisfrøðin hevur havt fyri menningina av tøknifrøði, mentan og samfelagi, og hvussu hon verður nýtt í gerandis- og samfelagshøpi
- við fakligum greiðsluevnum fáa innlit í náttúru- og tøknifrøðilig sjónarmið í sambandi við burðardygga menning.
3. Kjarnaøki
Lærugreinin alisfrøði hevur ymisk kjarnaøki á ymsu stigunum. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
Lærugreinin alisfrøði á 10. floksstigi hevur tvey ymisk kjarnaøki umframt valfrí øki, sum lærarin velur í samráð við næmingarnar. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Geislavirkni
- Elektrisitet
- Valfrí øki
Geislavirkni
Kjarnaøkið geislavirkni snýr seg um kanningar av fyribrigdum og tilgongdum, ið viðvíkja fáning av óstøðugum atomkjarnum og orkuni, sum verður send út sum geisling. Í undirvísingini verður m.a. komið inn á:
- alfa-, beta- og gammageislingar
- geislavirkin fáning
- fissión og fussión
- nýtsla og ávirkan av geislavirkni
- joniserandi stráling.
Elektrisitet
Kjarnaøkið elektrisitet fevnir um at kanna elektriskar løðingar, teirra rørslu og kreftir umframt tær ringrásir og skipanir, ið gagnnýta hesa rørslu. Í undirvísingini verður m.a. komið inn á:
- el-framleiðslu og nýtslu
- háspenning
- trífasugenerator.
Valfrí øki
Av valfríum økjum eiga 1-2 at verða tikin við. Hesi kunnu eitt nú vera:
- Aldur og sveiggj
- ljós og ljóð
- alduformar
- alduformilin
- resonansur
ljósspektrið.
- Orka
- ymsar orkukeldur til ljós, hita og flutning
orkuumgerð.
- Alisfrøði í samfelagnum
- alisfrøði í gerandis- og samfelagshøpi
- verklig alisfrøði.
Lærugreinin alisfrøði á E-stigi hevur trý kjarnaøki umframt valfrí øki, sum lærarin velur í samráð við næmingarnar. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Grundarlagið undir tøkniligari alisfrøði
- Mekanikkur
- Orka
- Valfrí øki
Grundarlagið undir tøkniligari alisfrøði
- SI-skipanin
- alisfrøðiligar støddir og eindir
- evnisnøgd
- handfaring av formlum.
Mekanikkur
- kinematisk lýsing av rørslu
- krafthugtakið og lógir Newtons, herímillum tyngdarkraft, normalkraft, snórkraft, trýst og uppdrift.
Orka
- mekaniskt arbeiði, orka og orkuvarðveitsla, effekt og nyttustig
- mekanisk, potentiell og kinetisk orka.
Valfrí øki
- El-læra
- Hiti
- Aldur
Onnur evni kunnu við støði í næmingunum og teirra útbúgvingum eisini verða vald.
Alisfrøði á C-stigi hevur trý ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Alisfrøðin í náttúruvísindaligu heimsmyndini
- Orka
- Ljóð og ljós
Alisfrøðin í náttúruvísindaligu heimsmyndini
- fatan okkara av alheiminum og teirri tilgongd, sum hann er farin ígjøgnum, harímillum víðkanin av alheiminum
- jørðin sum gongustjørna í sólskipanini sum støði undir, hvussu eygbar náttúrufyribrigdi verða útløgd
- atom sum støði undir, hvussu makroskopiskir eginleikar hjá evnum verða tulkaðir.
Orka
- orka og orkubroyting, effekt og nyttustig
- dømi um orkuformar og ein kvantitativ viðgerð av orkuumgerð millum í minsta lagi tveir orkuformar.
Ljóð og ljós
- grundleggjandi eginleikar: bylgjulongd, frekvensur og bylgjuferð (útbreiðsluferð)
- tað elektromagnetiska spektrið, elektromagnetisk geisling, absorbtión og emissión av fotonum
- alisfrøðiligir eginleikar hjá ljóði og ljósi.
Alisfrøði á B-stigi á náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt hevur seks ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Alisfrøðin í náttúruvísindaligu heimsmyndini
- Orka
- Elektriskar ringrásir
- Aldur
- Kvantulæra
- Mekanikkur
Alisfrøðin í náttúruvísindaligu heimsmyndini
- fatan okkara av alheiminum og teirri menningarsøguligu tilgongd, hann er farin ígjøgnum, við denti á víðkanina av alheiminum, herímillum reyðforskjóting av spekturlinjum
- jørðin sum gongustjørna í sólskipanini sum støði undir, hvussu vit tulka og meta um eygbar náttúrufyribrigdi
- tær minstu eindirnar í náttúruni, harímillum atom sum støði undir, hvussu makroskopiskir eginleikar hjá evnum verða tulkaðir, og leiklutur teirra í sambandi við upprunan hjá grundevnunum.
Orka
- arbeiði, orka og orkuvarðveitsla, effekt og nyttustig
- innara orka og orkubroyting við hita- og fasubroyting
- ekvivalensur millum orku og nøgd
- bindingsorka og Q-virði hjá kjarnareaktiónum.
Elektriskar ringrásir
- einfaldar elektriskar ringrásir við støðugum streymi lýstar gjøgnum streymstyrki, spenningsfall, mótstøðu og orku, herímillum dømi um ringrásir við elektriskum sensorum.
Aldur
- grundleggjandi eginleikar: aldulongd, frekvensur, útbreiðsluferð og interferensur
- ljóð og ljós sum dømi um aldur, herímillum optiskt gittar
- elektromagnetiska spektrið.
Kvantulæra
- bygnaðurin í atomum og atomkjarnum
- víðkan av alheiminum og reyðforskjóting
- orkan í fotonum, emissión og absorbtión av geisling, spektur
- radioaktivitetur, sløg av fáning, fáningarlógin og aktivitetur.
Mekanikkur
- kinematisk lýsing av rørslum í einari dimensjón
- krafthugtakið, herímillum tyngdarkraft, trýst og uppdrift
- lógir Newtons, brúktar um rørslur í einari dimensjón.
Alisfrøði á B-stigi á tøknibreyt hevur sjey ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Grundarlagið undir tøkniligari alisfrøði
- Orka
- Elektriskar ringrásir
- Aldur
- Kjarnorkualisfrøði
- Mekanikkur
- Termodynamikkur
Grundarlagið undir tøkniligari alisfrøði
- SI-skipanin, alisfrøðiligar støddir og eindir.
Orka
- Lýsing av orku og orkuumgerð, herímillum effekt og nyttustig
- innara orka og orkubroyting við hita- og fasubroyting
- termisk javnvág og kalorimetri.
Elektriskar ringrásir
- einfaldar javnstreymsringrásir
- útrokningar av javnstreymsringrásum við fleiri virknum komponentum
- útrokningar av leidningsmótstøðu, herímillum kunnleiki til vendistreym og el-netið
- modell av spenningskeldum.
Aldur
- grundleggjandi eginleikar: aldulongd, frekvensur, útbreiðsluferð og interferensur
- ljós sum dømi um aldur, herímillum optiskt gittar og brotfyribrigdi
- elektromagnetiska spektrið.
Kjarnorkualisfrøði
- bygnaðurin í atomum og atomkjarnum
- orkan í fotonum, emissión og absorptión av geisling
- spektur, herímillum spektur hjá hydrogenatominum.
Mekanikkur
- kinematisk lýsing av rørslu í einari dimensjón, harafturat skráa kastið ella jøvn sirkulrørsla
- krafthugtakið, herímillum tyngdarkraft, normalkraft, snórkraft, trýst, uppdrift, gnígging, fjøðurkraft og luftmótstøða
- lógir Newtons um rørslur í einari dimensjón, herímillum greining av kraft á skráa
- arbeiðið hjá eini kraft, kinetisk orka, potentiell orka í tyngdarfeltinum nær jørðini, harafturat orkuvarðveitsluskipanir.
Termodynamikkur
- idealgasslógin og evnisnøgdin hjá gassum.
Alisfrøði á A-stigi á náttúrubreyt hevur átta ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini
- Alisfrøðin í náttúruvísindaligu heimsmyndini
- Orka
- Elektriskar ringrásir
- Elektrisk og magnetisk øki
- Aldur
- Kvantulæra
- Mekanikkur
- Alisfrøðin í 21. øld
Alisfrøðin í náttúruvísindaligu heimsmyndini
- fatan okkara av alheiminum og teirri menningarsøguligu tilgongd, hann er farin ígjøgnum, við denti á víðkanina av alheiminum, herímillum reyðforskjóting av spekturlinjum
- jørðin sum gongustjørna í sólskipanini sum støði undir, hvussu vit tulka og meta um eygbar náttúrufyribrigdi
- tær minstu eindirnar í náttúruni, har ímillum atom sum støði undir, hvussu makroskopiskir eginleikar hjá evnum verða tulkaðir, og leiklutur teirra í sambandi við upprunan hjá grundevnunum.
Orka
- arbeiði, orka og orkuvarðveitsla, effekt og nyttustig
- innara orka og orkubroyting við hita- og fasubroyting
- ekvivalensur millum orku og massa
- bindingsorka og Q-virði hjá kjarnareaktiónum.
Elektriskar ringrásir
- einfaldar elektriskar ringrásir við støðugum streymi lýstar gjøgnum streymstyrki, spenningsfall, mótstøðu og orku, herímillum dømi um ringrásir við elektriskum sensorum.
Elektrisk og magnetisk øki
- elektrisk øki og kraftin á einari elektriskari løðing, herímillum økið kring eina kúlusymmetriska løðing og homogent elektriskt øki
- dømi um magnetisk øki, herímillum homogent magnetiskt øki og kreftirnar millum eitt homogent magnetiskt øki og ein streymveitandi leiðara
- rørslan hjá løddum bitlum í homogenum elektriskum og magnetiskum økjum
- induktión, herímillum induktiónslóg Faradays.
Aldur
- grundleggjandi eginleikar: aldulongd, frekvensur, útbreiðsluferð og interferensur
- ljóð og ljós sum dømi um aldur, herímillum optiskt gittar
- elektromagnetiska spektrið.
Kvantulæra
- bygnaðurin í atomum og atomkjarnum
- víðkan av alheiminum og reyðforskjóting
- orkan í fotonum og fotonimpulsur, aldu-bitla-tvísemi
- emissión og absorbtión av geisling, spektur
- radioaktivitetur, sløg av fáning, fáningarlógin og aktivitetur.
Mekanikkur
- rørslur í einari og tveimum dimensjónum, skráa kastið og jøvn sirkulrørsla
- impulsvarðveitsla, herímillum elastiskir og óelastiskir stoytir í einari dimensjón
- krafthugtakið og lógir Newtons, trýst, uppdrift, gnígging og luftmótstøða
- graviatiónslógin og rørsla kring eitt sentrallikam, herímillum jørðin sum gongustjørna í sólskipanini
- kreftir og orka í harmoniskum sveiggjum
- mekanisk orka í einum homogenum kraftfelti
- mekanisk orka í gravitatiónsfelti frá einum sentrallikami.
Alisfrøðin í 21. øld
- eitt nýtt evni, sum verður kunngjørt á hvørjum ári, tá ið 3. skúlaárið byrjar.
Alisfrøði á A-stigi á tøknibreyt hevur átta ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Grundarlagið undir tøkniligari alisfrøði
- Orka
- Elektriskar ringrásir
- Aldur
- Kjarnorkualisfrøði
- Mekanikkur
- Termodynamikkur
- Elektrisk felt
Grundarlagið undir tøkniligari alisfrøði
- SI-skipanin, alisfrøðiligar støddir og eindir.
Orka
- Lýsing av orku og orkuumgerð, herímillum effekt og nyttustig
- innara orka og orkubroyting við hita- og fasubroyting
- termisk javnvág og kalorimetri.
Elektriskar ringrásir
- einfaldar javnstreymsringrásir
- útrokningar av javnstreymsringrásum við fleiri virknum komponentum
- útrokningar av leidningsmótstøðu, herímillum kunnleiki til vendistreym og el-netið
- modell av spenningskeldum.
Aldur
- grundleggjandi eginleikar: aldulongd, frekvensur, útbreiðsluferð og interferensur
- ljós sum dømi um aldur, herímillum optiskt gittar og brotfyribrigdi
- elektromagnetiska spektrið.
Kjarnorkualisfrøði
- bygnaðurin í atomum og atomkjarnum
- orkan í fotonum, emissión og absorptión av geisling
- spektur, herímillum spektur hjá hydrogenatominum.
Mekanikkur
- kinematisk lýsing av rørslu í einari og tveimum dimensjónum, herímillum skráa kastið og jøvn sirkulrørsla
- krafthugtakið og lógir Newtons, herímillum tyngdarkraft, normalkraft, snórkraft, trýst, uppdrift, gnígging, fjøðurkraft og luftmótstøða
- gravitatiónslógin og rørsla kring eitt sentrallikam
- arbeiðið hjá eini kraft og tilhoyrandi orkuviðurskifti
- orkuvarðveitsla í eini afturlatnari skipan, herímillum mekanisk orka í einum homogenum kraftfelti og mekanisk orka í gravitatiónsfelti frá einum sentrallikami
- snúningur hjá føstum lutum í tveimum dimensjónum, herímillum kraftmoment, inertimoment, Steiners setningur og tilhoyrandi orkuviðurskifti.
Termodynamikkur
- idealgasslógin og evnisnøgdin hjá gassum
- arbeiðið hjá gassum, fyrsti og annar høvuðssetningur í termodynamikkini
- termodynamiskar ringprosessir, herímillum nyttustig og effektfaktorur.
Elektrisk felt
- elektrisk felt og kraftin á einari elektriskari løðing, herímillum feltið kring eina punktløðing og homogent elektriskt øki
- orkuviðurskiftini hjá kapasitorum og løðing og avløðing av einum kapasitori.
4. Faklig førleikamál
Í fólkaskúlanum hevur lærugreinin alisfrøði endalig mál fyri 10. floksstig.
Á yrkisnámi eru endalig mál fyri E-stig, og á miðnámi eru endalig mál fyri C-, B- og A-stig.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at arbeiða við, miðla og vísa kunnleika um alisfrøðilig evni
- at nýta og gera modell til at greiða frá alisfrøðiligum fyribrigdum og meta um styrkir og veikleikar við modellunum
- at gera royndir, eygleiða og finna møguligar loysnir við støði í givnum evni
- at seta spurningar og gera hypotesur um alisfrøðilig fyribrigdi, eyðmerkja bundnar og óbundnar variablar (broytilig viðurskifti) og savna inn dátur til tess at finna svar
- at fyrireika og gera royndir í alisfrøði á skilagóðan hátt
- at greina og nýta innsavnaðar dátur, gera niðurstøður við støði í viðkomandi dátum og ástøði og meta um góðskuna á kanningum
- sjálvstøðugt at leggja úrslit fram
- at seta alisfrøðilig evni í frásjón.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at gera og nýta einføld alisfrøðilig modell til at greiða frá alisfrøðiligum fyribrigdum, bæði kvalitativt og kvantitativt, og at meta um, hvørt givnu modell eru væl eydnað
- at gera útrokningar í alisfrøði við støði í grundleggjandi hugtøkum og hóskandi modellum
- at leggja til rættis, greiða frá og gera royndir í alisfrøði við støði í givnum umstøðum
- sjálvstøðugt og á skilagóðan hátt at leggja úrslitið av alisfrøðiligum royndum fram og meta um endamálið við royndunum
- at vísa alisfrøðiligt innlit við støði í egnum arbeiði
- at vísa alisfrøðiliga fatan av náttúrufyribrigdum eins væl og tøknifrøðiligum og samfelagsligum viðurskiftum við dømum
- at seta umrødd alisfrøðilig evni í frásjón
- at leggja fram eitt alisfrøðiligt evni við at nýta yrkismál (og gerandismál).
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at gera og brúka einføld modell til at greiða frá alisfrøðiligum fyribrigdum, kvalitativt ella kvantitativt
- at leggja til rættis og gera einfaldar royndir í alisfrøði
- at greina og viðgera dátur við tí fyri eyga at kanna og skifta orð um støddfrøðilig sambond millum alisfrøðiligar støddir og leggja úrslit fram
- við dømum at vísa á, hvørja ávirkan alisfrøðilin hevur havt á fatanina av náttúrufyribrigdum og á tøknifrøðilig og samfelagslig viðurskifti
- at nýta yrkismál og at miðla eitt einfalt alisfrøðiligt evni til ein ávísan málbólk
- at vísa fatan av samleika og háttaløgum í lærugreinini
- at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at gera og brúka einføld modell til at greiða frá alisfrøðiligum fyribrigdum, kvalitativt ella kvantitativt
- við grundleggjandi hugtøkum og modellum at gera alisfrøðiligar útrokningar
- at leggja til rættis og gera einfaldar royndir í alisfrøði við støði í givnum greiðsluevni
- at greina og viðgera dátur við tí fyri eyga at kanna og at skifta orð um støddfrøðilig sambond millum alisfrøðiligar støddir og leggja úrslit fram
- við kt-amboðum at simulera ella stýra alisfrøðiligum skipanum í einføldum støðum
- við dømum at vísa á, hvørja ávirkan alisfrøðin hevur havt á fatanina av náttúrufyribrigdum og á tøknifrøðilig og samfelagslig viðurskifti
- at orða seg í talu og skrift á yrkismáli og at miðla eitt alisfrøðiligt evni til ein ávísan málbólk
- at kanna greiðsluevni, finna loysnir og meta um tær við at nýta vitan og arbeiðshættir í lærugreinini
- at vísa fatan av samleika og háttaløgum í lærugreinini
- at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at kenna aftur og gera einfaldar útrokningar við alisfrøðiligum støddum og eindum
- at orða seg í talu og skrift á yrkismáli við teimum yrkisorðum, ið hoyra til lærugreinina
- at greiða frá fakliga samleikanum og teimum alisfrøðiligu arbeiðsháttunum, ið eru knýttir at lærugreinini
- at greiða frá grundleggjandi alisfrøðiligum hugtøkum og fyribrigdum umframt at vísa kunnleika til alisfrøðina í alheimshøpi og tøknifrøðiligum høpi
- at greiða frá alisfrøðiligum, tøkniligum og tøknifrøðiligum greiðsluevnum, umframt hvussu alisfrøðilig hugtøk og modell verða nýtt í ymiskum samanhangi, eitt nú í ídnaði og gerandisdegi næmingsins
- at leggja til rættis, lýsa og gera alisfrøðiligar royndir í sambandi við at eitt greiðsluevni verður kannað og leggja úrslitini fram á hóskandi hátt
- at viðgera royndarúrslit, t.d. við kt-amboðum, við tí fyri eygað at kanna og at skifta orð um støddfrøðilig sambond millum alisfrøðiligar støddir
- at kanna greiðsluevni, og við vitan og arbeiðsháttum í lærugreinini finna loysnir og meta um tær
- at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at gera og brúka eitt fjølbroytt úrval av modellum til at greiða frá alisfrøðiligum fyribrigdum og sambondum, kvalitativt ella kvantitativt, umframt at meta um, hvussu væl egnað hesi modell eru
- at greina ein alisfrøðifakligan spurning við støði í ymiskum dátum og at orða eina loysn við at nýta viðkomandi modell
- at leggja til rættis, lýsa og gera alisfrøðiligar royndir við støði í greiðsluevni
- at greina og viðgera dátur við tí fyri eyga at kanna og at skifta orð um støddfrøðilig sambond millum alisfrøðiligar støddir og leggja úrslit fram
- við grundleggjandi fakligum hugtøkum og modellum at gera alisfrøðiligar útrokningar
- við kt-amboðum at simulera ella stýra alisfrøðiligum skipanum í einføldum støðum
- við dømum at vísa á, hvørja ávirkan alisfrøðin hevur havt á fatanina av náttúrufyribrigdum og á tøknifrøðilig og samfelagslig viðurskifti
- at orða seg í talu og skrift á yrkismáli og at miðla eitt alisfrøðiligt evni til ein ávísan málbólk
- at kanna greiðsluevni, finna loysnir og meta um tær við at nýta vitan og arbeiðshættir í lærugreinini
- at vísa fatan av samleika og háttaløgum í lærugreinini
- at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- at kenna aftur, nýta og greina alisfrøðiligar støddir og eindir
- at greina alisfrøðilig, tøknilig og tøknifrøðilig greiðsluevni við støði í modellhugtakinum, og við støði í modellum greiða frá nýtsluni m.a. á tøkniliga og tøknifrøðiliga økinum
- at leggja til rættis, lýsa og gera alisfrøðiligar royndir í sambandi við at eitt greiðsluevni verður kannað og leggja úrslitini fram á hóskandi hátt
- at viðgera og meta um royndarúrslit, t.d. við kt-amboðum, við tí fyri eygað at kanna og at skifta orð um støddfrøðilig sambond millum alisfrøðiligar støddir
- at greiða frá alisfrøðiligum hugtøkum og fyribrigdum umframt at vísa kunnleika til alisfrøðina í alheimshøpi og tøknifrøðiligum høpi
- at greina ein alisfrøðifakligan spurning við støði í ymiskum dátuumboðanum og at orða eina loysn í hesum sambandi við at nýta viðkomandi modell
- at kunna seg um nýggj alisfrøðilig øki og nýta náttúruvísindaligar arbeiðshættir
- at orða seg í talu og skrift á yrkismáli við teimum yrkisorðum, ið hoyra til lærugreinina
- at greiða frá fakliga samleikanum og teimum alisfrøðiligu arbeiðsháttunum, ið eru knýttir at lærugreinini
- at kanna greiðsluevni og nýta vitan og arbeiðshættir í lærugreinini til at finna loysnir og meta um tær
- at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.
5. Próvtøka
Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á 10. floksstigi í fólkaskúlanum, á E-stigi á yrkisnámi og á C-, B- og A-stigi á miðnámi.
Próvtøkuhættir á 10. floksstigi
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á 10. floksstigi
Farið verður til munnliga próvtøku eftir próvtøkuhátti A ella eftir próvtøkuhátti B. Lærarin velur próvtøkuhátt. Tann próvtøkuháttur, ið valdur er, er felags fyri allar næmingar í sama flokki/bólki.
Próvtøkuháttur A
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
Munnliga próvtøkan byggir á eina uppgávu, sum fevnir bæði um ástøði og royndararbeiði ella annað empiriskt arbeiði úr undirvísingini, ið eru fakliga knýtt hvørt at øðrum. Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í kjarnaøkjunum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakaran og próvhoyraran, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.
Í fyrireikingini kann próvtakarin brúka alt tilfar frá undirvísingini. Undir próvhoyringini kann próvtakarin einans brúka notur, sum hann/hon hevur gjørt í fyrireikingartíðini, próvtøkuspurningin og møguliga útgerð til royndararbeiði.
Undir próvhoyringini kann næmingurin gera royndir úr uppgávuni, eins og aðrir partar av tí uppgivna setninginum kunnu verða tiknir við. Próvtakarin skal fáa høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim uppgivnu evnunum, og í hvønn mun hann/hon er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alisfrøðiligum evni.
Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Próvtøkuspurningurin verður útflýggjaður við lutakasti, tá ið próvtøkan byrjar.
Próvtøkuháttur B
Próvhoyringin varir umleið 1½ tíma, íroknað útflýggjan av tilfari, leiðbeining og próvdøming.
Próvhoyringin tekur støði í alisfrøðiligum próvtøkuspurningi, sum próvtakararnir í bólkum við 2-3 í hvørjum svara við verkligari roynd og samrøðu. Próvtakararnir verða dømdir einsæris. Í teimum førum tað verður mett skynsamast, kunnu próvtakarar fara upp einsæris.
Saman við próvtøkuspurninginum kunnu verða útflýggjað fylgiskjøl, sum seta spurningin í frásjón. Próvtakararnir skulu hava atgongd til viðkomandi tól undir próvhoyringini, og allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Próvhoyrarin tosar við próvtakararnar um verkligu royndina og tilhoyrandi ástøði, meðan arbeitt verður við givna próvtøkuspurningi. Próvtakararnir hava ikki loyvi at samskifta við onnur enn próvhoyraran, próvdómaran og sín egna bólk, ímeðan próvtøkan fer fram.
Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Próvtøkuspurningurin verður útflýggjaður við lutakasti, tá ið próvtøkan byrjar.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:
orða seg neyvt og greitt og at nýta fakligu hugtøkini í lærugreinini
nýta vitan og háttaløg í lærugreinini til at lýsa einføld alisfrøðilig greiðsluevni
greiða frá samanhanginum millum royndararbeiði og tilhoyrandi ástøði
taka givin fylgiskjøl og onnur týðandi alisfrøðilig evni við í fakligu samrøðuna
seta sína fakligu vitan í frásjón.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuháttur á E-stigi
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á E-stigi
Próvhoyringin varir 25 minuttir, íroknað próvdøming.
Próvtøkan tekur støði í aðrari av endaligu skjalfestingunum hjá próvtakaranum. Lutakast verður millum báðar skjalfestingarnar, beint sum royndin byrjar. Um tað er viðkomandi, kann eitthvørt annað undirvísingarevni verða tikið við í próvtøkugrundarlagið.
Undir próvtøkuni leggur próvtakarin fyri við eini stuttari framløgu við støði í skjalfestingini, og síðan er faklig samrøða millum próvtakara og próvhaldara við støði í framløguni og í skjalfestingini.
Viðkomandi náttúrufaklig útgerð og verkligt arbeiði kann vera partur av próvtøkuni. Um verkligt arbeiði ikki er partur av próvtøkuni, skal skjalfestingin vísa, at próvtakarin megnar at arbeiða verkliga og náttúrufakliga.
Skjalfestingarnar verða sendar próvdómara fyri próvtøkuna.
Um skjalfestingarnar
Næmingarnir skulu í undirvísingini hava gjørt skjalfestingar av royndararbeiði, sum fevnir um ymisk evni í lærugreinini. Skjalfestingarnar eru grundarlag undir munnligu próvtøkuni.
Við skjalfesting av royndararbeiði skal næmingurin vísa, at hann/hon dugir at skjalfesta, greiða frá, kjakast og greina royndardátur umframt at miðla alisfrøðifakligar upplýsingar rætt og neyvt.
Næmingarnir skulu einsæris gera í minsta lagi 2 skjalfestingar, sum byggja á alisfrøðiligar kanningar ella royndararbeiði.
Í minsta lagi 2 skjalfestingar skulu vera góðkendar av læraranum fyri at næmingurin kann sleppa til próvtøku.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Skjalfestingin, munnliga próvhoyringin og møguligt royndararbeiði telja øll við í dømingini.
Dentur verður í dømingini lagdur á, at próvtakarin:
- vísir fatan av einføldum náttúrufakligum hugtøkum og útrokningum
- leggur skjalfestingina fram og setur í samband við viðkomandi yrkisgrein
- vísir evni til at greiða frá royndum, herímillum endamáli, fremjan og úrslitum
- nýtir modell til at greiða frá náttúrufakligum fyribrigdum.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuháttur á C-stigi
Hildin verður ein munnlig framløga.
Munnlig próvtøka á C-stigi
Munnliga próvtøkan fevnir um eina uppgávu, sum tekur víðfevnt støði í teimum fakligu økjum, sum flokkurin hevur arbeitt við, og sum eisini fevnir um eitt ókent fylgiskjal, ið er ætlað til at seta uppgávuevnið í frásjón.
Próvtakararnir skulu kenna uppgávuevnini uttan fylgiskjølini, tó ikki áðrenn próvtøkuætlanin er kunngjørd.
Próvtøkutíðin er 24 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 24 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining. Próvtøkan er tvíbýtt. Fyrri partur av próvtøkuni varir um umleið ein triðing av próvtøkutíðini og fevnir um framløgu próvtakarans av uppgávuevninum umframt útdýpandi spurningar frá próvhoyrara. Annar partur av próvtøkuni er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara um uppgávuna sum heild, har fylgiskjalið er partur av frásjónargerðini. Meginreglan er, at bæði ástøðiligir tættir og starvsstovuarbeiði verða umrøtt í samrøðuni.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður serliga lagdur á evni próvtakarans at:
- nýta faklig hugtøk, modell og háttaløg í lærugreinini
- greiða frá og greina úrslit frá royndararbeiði og knýta at tilhoyrandi ástøði
- taka givin fylgiskjøl og onnur týðandi alisfrøðilig evni við í fakligu samrøðuna
- seta sína fakligu vitan í frásjón.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuháttur á B-stigi – Náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á B-stigi – náttúrubreyt og fyrireikingarbreyt
Próvtøkan er tvíbýtt og verður framd við í mesta lagi 10 próvtakarum um dagin. Uppgávurnar skulu samanlagt fevna vítt um tað, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini.
Fyrri partur av próvtøkuni er ein roynd, har próvtakararnir í bólkum við í mesta lagi trimum arbeiða í 90 minuttir í starvsstovu. Arbeitt verður við einum kendum royndarevni við støði í ymsu kjarnaøkjunum. Próvtakararnir mugu ikki endurnýta dátur úr áður gjørdum royndum. Próvhoyrari og próvdómari samrøða við einstaka próvtakaran um ítøkiligu royndina, ástøðiliga partin í royndini og tær dátur, sum spyrjast burtur úr royndini.
Seinni partur av próvtøkuni er ein munnlig framløga, har hvør einstakur próvtakari leggur fram eitt ástøðiligt alisfrøðiligt evni, sum eisini fevnir um eitt ókent fylgiskjal, sum kann vera grundarlag fyri frásjónargerð. Próvtøkutíðin er 30 minuttir. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir.
Næmingarnir skulu verða kunnaðir um ástøðiligu uppgávurnar uttan fylgiskjølini framman undan próvtøkuni, tó ikki áðrenn próvtøkan er kunngjørd. Skilagott er, at hvør próvtøkuspurningur hevur undirspurningar, sum til samans geva próvtakaranum møguleika at vísa, at hann/hon lýkur fakligu førleikamálini.
Royndin og ástøðiliga uppgávan skulu vera samskipaðar so, at tær snúgva seg um ymisk evni. Próvtøkan fer fram sum samtala millum próvhoyrara og próvtakara.
Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tríggjar ferðir í sama flokki/bólki. Somu fylgiskjøl kunnu verða nýtt til ymiskar próvtøkuspurningar.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini.
Í sambandi við starvsstovuroyndina verður dentur serliga lagdur á, at próvtakarin evnar at:
- fremja verkligu royndina
- viðgera tey mátaðu úrslitini.
Í sambandi við munnliga partin av próvtøkuni verður dentur serliga lagdur á, at próvtakarin í eini fakligari samrøðu hevur eina sjálvstøðuga tilgongd til evnið og:
- nýtir viðkomandi og grundleggjandi alisfrøðilig hugtøk
- evnar at síggja sambandið millum ástøði og starvsstovuroynd
- evnar at seta fakligu vitan sína í frásjón.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuháttur á B-stigi – tøknibreyt
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á B-stigi – tøknibreyt

- evnar at síggja sambandið millum starvsstovuroynd og ástøði
- evnar at seta fakligu vitan sína í frásjón.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuhættir á A-stigi – náttúrubreyt
Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.
Skrivlig próvtøka á A-stigi – náttúrubreyt
Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan fyri kjarnaøkini í lærugreinini.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini.
Í skrivligu próvtøkuni verður serliga dentur lagdur á, at próvtakarin:
- hevur kunnleika til eitt breitt úrval av fakligum hugtøkum og modellum
- dugir at greina eitt alisfrøðifakligt greiðsluevni, loysa tað við at nýta viðkomandi modell og at miðla greiningina og loysnina greitt og neyvt
- megnar at seta eitt modell upp og kjakast um gildisvirknaðin.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Munnlig próvtøka á A-stigi – náttúrubreyt
Munnliga próvtøkan er tvíbýtt og verður framd við í mesta lagi 10 próvtakarum um dagin. Uppgávurnar skulu samanlagt fevna vítt um tað, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini.
Fyrri partur av próvtøkuni er ein roynd, har próvtakararnir í bólkum við í mesta lagi trimum arbeiða í 120 minuttir í starvsstovu. Arbeitt verður við einum kendum royndarevni við støði í ymsu kjarnaøkjunum. Próvtakararnir mugu ikki endurnýta dátur úr áður gjørdum royndum. Próvhoyrari og próvdómari samrøða við einstaka próvtakaran um ítøkiligu royndina, ástøðiliga partin í royndini og tær dátur, sum spyrjast burtur úr royndini.
Seinni partur av próvtøkuni er ein munnlig framløga, har hvør einstakur próvtakari leggur fram eitt ástøðiligt alisfrøðiligt evni, sum eisini fevnir um eitt ókent fylgiskjal, sum kann vera grundarlag fyri frásjónargerð. Próvtøkutíðin er 30 minuttir. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir.
Næmingarnir skulu verða kunnaðir um ástøðiligu uppgávurnar uttan fylgiskjølini framman undan próvtøkuni, tó ikki áðrenn próvtøkan er kunngjørd. Skilagott er, at hvør próvtøkuspurningur hevur undirspurningar, sum til samans geva próvtakaranum møguleika at vísa, at hann/hon lýkur fakligu førleikamálini.
Royndin og ástøðiliga uppgávan skulu vera samskipaðar so at tær snúgva seg um ymisk evni. Próvtøkan fer fram sum samtala millum próvhoyrara og próvtakara.
Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tríggjar ferðir í sama flokki/bólki. Somu fylgiskjøl kunnu verða nýtt til ymiskar próvtøkuspurningar.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini.
Í sambandi við starvsstovuroyndina verður dentur serliga lagdur á, at próvtakarin evnar at:
- fremja verkligu royndina
- viðgera tey mátaðu úrslitini.
Í sambandi við munnliga partin av próvtøkuni verður dentur serliga lagdur á, at próvtakarin í eini fakligari samrøðu hevur eina sjálvstøðuga tilgongd til evnið og:
- nýtir viðkomandi og grundleggjandi alisfrøðilig hugtøk
- evnar at síggja sambandið millum starvsstovuroynd og ástøði
- evnar at seta fakligu vitan sína í frásjón.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuhættir á A-stigi – tøknibreyt
Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.
Skrivlig próvtøka á A-stigi – tøknibreyt
Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan fyri kjarnaøkini í lærugreinini.
Dømingargrundarlag
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini.
Í skrivligu próvtøkuni verður serliga dentur lagdur á, at próvtakarin:
- hevur kunnleika til eitt breitt úrval av fakligum hugtøkum og modellum
- dugir at greina eitt alisfrøðifakligt greiðsluevni, loysa tað við at nýta viðkomandi modell og at miðla greiningina og loysnina greitt og neyvt
- dugir at nýta kt-amboð til at viðgera dátur og tulka úrslit av dátuviðgerðini
- megnar at seta eitt modell upp og kjakast um gildisvirknaðin.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Munnlig próvtøka á A-stigi – tøknibreyt