Skip to main content

Skriva út

Frá 7.-9. floksstig
Galdandi:

Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2025 fyri næmingar, sum byrja á 7. floksstigi 1. august 2025 ella seinni.

Viðmerking:

Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeining.

1. Samleiki

Alisfrøði og evnafrøði eru náttúrufrøðiligar greinar, ið snúgva seg um, hvussu alheimurin er skipaður. 

Náttúrufrøði er ment við vísindaligum arbeiði og er partur av okkara lívi, lívsumstøðum og mentan og er úrslit av menniskjanna forvitni og tørvi á at skilja náttúrufyribrigdi, ringrásir og samspælið millum livandi verur og umhvørvið og at finna sannleikan um sín egna uppruna og sína tilveru í náttúruni og í alheiminum. 

Lærugreinin alisfrøði og evnafrøði fevnir um fysiskar lógir, ringrásir, evnistilfar, orku og samspælið ímillum menniskju, náttúru og tøkni. Lærugreinin sameinir tilgongdir og innihald úr bæði alisfrøði og evnafrøði, so at næmingarnir ogna sær hugsanar- og arbeiðshættir úr báðum frøðigreinum við støði í samspælinum millum ástøði og ítøkiligar kanningar. Næminganna fatan av náttúrufyribrigdum og samanhangum og førleikin at loysa trupulleikar kreativt skulu virka við til náttúruvísindaliga búgving.

2. Endamál

Undirvísingin í alisfrøði og evnafrøði hevur til endamáls, at næmingarnir:

  • ogna sær vitan og hegni um grundleggjandi alisfrøðilig og evnafrøðilig viðurskifti í náttúru og í tøkni
  • ogna sær náttúrufakligar førleikar, har vísindalig vitan og meginreglur verða nýttar til at eygleiða, kanna og skilja umhvørvið
  • fáa innlit í, hvussu alisfrøði og evnafrøði saman við øðrum náttúrufrøðigreinum eru partar av mentan og fatan okkara av heiminum
  • menna evnini at nýta forvitni, seta spurningar, kanna og eygleiða og á tann hátt fáa hug at læra meira
  • duga at nýta egnar kanningar, gera niðurstøður og seta hesar í viðkomandi gerandis- og náttúruvísindaligt høpi
  • gerast búnir til støðutakan og virkisføri í sambandi við burðardygga menning og menniskjanna samspæl við náttúruna.

3. Kjarnaøki

Lærugreinin alisfrøði og evnafrøði hevur fýra ymisk kjarnaøki á 7. floksstigi og seks ymisk kjarnaøki á 9. floksstigi. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

Kjarnaøkini á 7. floksstigi eru:

  • Orka og orkuumgerð

  • Elektrisitet og magnetisma

  • Evnabygnaður

  • Evnafrøðiligar reaktiónir

Orka og orkuumgerð

Kjarnaøkið orka og orkuumgerð snýr seg um, hvussu orka er ein liður í øllum fysiskum gongdum. Økið fevnir um ymsar orkuformar, og hvussu orka verður flutt úr einum formi í ein annan, og hvussu hon verður gagnnýtt.

Elektrisitet og magnetisma

Kjarnaøkið elektrisitet og magnetisma fevnir um permanentar magnetir og elektromagnetir, og hvussu hesar verða nýttar. Økið fevnir eisini um el-ringrásir, el-framleiðslu og el-nýtslu og grundleggjandi hugtøk, so sum javnstreym, vendistreym, streymstyrki, spenningsmun, mótstøðu og effekt. Eisini verður komið inn á umhvørvisárin av el-framleiðslu. 

Evnabygnaður

Kjarnaøkið evnabygnaður snýr seg um byggisteinarnar í øllum evnum. Økið fevnir um bygnaðin av atomum og grundevnaskipanina, og hvussu hon er skipað. Økið fevnir eisini um mýl og bindingar umframt alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar hjá grundevnum. 

Evnafrøðiligar reaktiónir

Kjarnaøkið evnafrøðiligar reaktiónir vísir til tær evnafrøðiligu tilgongdirnar, har evni verða umskapað til onnur evni. Í evnafrøðiligum reaktiónum broytast evnafrøðiliga samansetingin og eginleikarnir hjá evnum.

Kjarnaøkini á 9. floksstigi eru:

  • Aldur og sveiggj

  • Kreftir og rørsla

  • Orka og orkuumgerð

  • Elektrisitet og magnetisma

  • Evnabygnaður

  • Evnafrøðiligar reaktiónir

Aldur og sveiggj

Kjarnaøkið aldur og sveiggj snýr seg um orkuflytingar gjøgnum rúmdina og gjøgnum evni. Økið fevnir um sveiggj og mekaniskar aldur, so sum ljóð, og elektromagnetiskar aldur, so sum ljós og geisling.

Kreftir og rørsla

Kjarnaøkið kreftir og rørsla snýr seg um kraft og massa og tær rørslur, ið kreftirnar elva til, t.e. javna rørslu, javnt akselereraða rørslu og javna sirkulrørslu. Økið fevnir um lógir Newtons um kreftir og rørslur, ið eru grundleggjandi fyri okkara fatan av mekanikki, og um trýst.

Orka og orkuumgerð

Kjarnaøkið orka og orkuumgerð snýr seg um, hvussu orka er ein liður í øllum fysiskum gongdum. Økið fevnir um ymsar orkuformar, og hvussu orka verður flutt úr einum formi í ein annan, og hvussu hon verður gagnnýtt.

Elektrisitet og magnetisma

Kjarnaøkið elektrisitet og magnetisma fevnir um permanentar magnetir og elektromagnetir, og hvussu hesar verða nýttar. Økið fevnir eisini um el-ringrásir, el-framleiðslu og el-nýtslu og grundleggjandi hugtøk, so sum javnstreym, vendistreym, streymstyrki, spenningsmun, mótstøðu og effekt. Eisini verður komið inn á umhvørvisárin av el-framleiðslu. 

Evnabygnaður

Kjarnaøkið evnabygnaður snýr seg um byggisteinarnar í øllum evnum. Økið fevnir um bygnaðin av atomum og grundevnaskipanina, og hvussu hon er skipað. Økið fevnir eisini um mýl og bindingar umframt alisfrøðiligar og evnafrøðiligar eginleikar hjá grundevnum. 

Evnafrøðiligar reaktiónir

Kjarnaøkið evnafrøðiligar reaktiónir vísir til tær evnafrøðiligu tilgongdirnar, har evni verða umskapað til onnur evni. Í evnafrøðiligum reaktiónum broytast evnafrøðiliga samansetingin og eginleikarnir hjá evnum.

4. Faklig førleikamál

Í alisfrøði og evnafrøði eru ávegismál fyri 7. floksstig og endalig mál fyri 9. floksstig. Ávegismálini eru leiðbeinandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin við støði í kjarnaøkjunum dugir:

  • at nýta hóskandi hugtøk, eindir og modell til at lýsa alisfrøðilig og evnafrøðilig fyribrigdi
  • at eksperimentera, eygleiða og koma til møguligar loysnir við støði í givnum greiðsluevni
  • at seta spurningar og gera hypotesur, savna inn upplýsingar, greina úrslit og finna møgulig svar
  • at viðgera og greina vitan og grundgeva fyri úrslitum
  • at seta orð á, hvussu alis- og evnafrøðilig fyribrigdi síggjast/verða nýtt í gerandishøpi
  • at lesa og skilja vandamerking og grunda um trygd í sambandi við royndir.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin við støði í kjarnaøkjunum dugir:

  • við dømum at miðla og vísa innlit í alisfrøðilig og evnafrøðilig evni
  • at nýta hóskandi eindir í sambandi við útrokningar
  • at nýta og gera modell til at greiða frá alisfrøðiligum og evnafrøðiligum fyribrigdum og meta um styrkir og veikleikar við modellunum
  • at eksperimentera, eygleiða og finna møguligar loysnir við støði í givnum greiðsluevni
  • at seta spurningar og gera hypotesur um alisfrøðilig og evnafrøðilig fyribrigdi, eyðmerkja bundnar og óbundnar variablar (broytilig viðurskifti) og savna inn dátur til tess at finna svar
  • at leggja til rættis og gera royndir í alisfrøði og evnafrøði á skilagóðan hátt
  • at greina og nýta innsavnaðar dátur, gera niðurstøður við støði í viðkomandi dátum og ástøði og meta um góðskuna á kanningum
  • at seta orð á, hvussu alisfrøðilig og evnafrøðilig fyribrigdi síggjast/verða nýtt í gerandis- og samfelagshøpi
  • at taka lut í váðametingum í sambandi við royndir og fylgja trygdartiltøkum.

5. Próvtøka

Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á 9. floksstigi.

Próvtøkuháttur á 9. floksstigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka

Próvhoyringin varir umleið 1 tíma, íroknað útflýggjan av próvtøkuspurningi og próvdøming.

Próvhoyringin tekur støði í alisfrøðiligum og/ella evnafrøðiligum spurningi, sum próvtakararnir einsæris ella í bólkum við 2-3 í hvørjum svara við verkligari roynd og samrøðu. Saman við próvtøkuspurninginum kunnu verða útflýggjað fylgiskjøl, sum kunnu seta spurningin í frásjón. Próvtakararnir skulu hava atgongd til viðkomandi tól undir próvhoyringini. Próvhoyrari tosar við próvtakararnar um verkligu royndina og tilhoyrandi ástøði, meðan arbeitt verður við givna próvtøkuspurningi. Próvtakararnir verða dømdir einsæris.

Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Próvtøkuspurningurin verður útflýggjaður við lutakasti, tá ið próvtøkan byrjar. Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur fakligu førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini.

Dentur verður serliga lagdur á, at próvtakarin við støði í verkligu royndini dugir:

  • at lýsa og greiða frá próvtøkuspurninginum og at nýta alisfrøðilig og evnafrøðilig hugtøk
  • at fremja royndina við hóskandi tólum
  • at nýta viðkomandi formlar og háttaløg
  • at taka uppí viðkomandi alisfrøðiligar og evnafrøðiligar tættir og seta próvtøkutilfarið í frásjón.