Skriva út ##pt##

Stílmenning C

1. Samleiki

Fólk hava til allar tíðir klætt seg, og klæði hava tískil altíð verið við í mál- og hugaheimi okkara. Tá vit við klæðum verja okkum móti kulda og náttúruni sum heild vísa vit umheiminum nógv um okkum sjálvi. Tí granska vit klædnasøguna gjøgnum fleiri túsund ár og í ymsum mentanum við at hyggja eftir myndatilfari. Næmingarnir tilevna klæði og klædnalutir eftir søguligum fortreytum. Dentur verður tó lagdur á nýggjari klædarák; frá 1900 til nú. Klæði og klædnastílur er ein týðandi partur av tí mentanararvi, sum skúlin skal bera fram. Stílmenning er tískil eitt amboð til menning og læring.

Kunnleiki um klæði og klædnastíl hevur alstóran týdning fyri arbeiðið í skúlanum og fyri virkan og veru næminganna. Tilevningin er ein av mongu leiðunum til kunnleika, sannkenning og persónliga menning. Tá ið klæði vera tilevnaði, fáa royndirnar heildarskap, og kunnleikin gerst sjónligur, ítøkiligur og møguligur at samskifta um. Í sínum estetiska og samtalandi eginleika kunna klæði vera við til at varðveita og menna skapanarhugin hjá næminginum. Somuleiðis kann tað vera við til at stuðla næminginum í at finna sítt egna støði í einum veruleika við stórum krøvum til stílin hjá tí einstaka í einum skapandi lestarumhvørvi.

2. Endamál

Undirvísingin í stílmenning hevur til endamáls:

  • at næmingurin mennir og styrkir síni skapandi evni
  • at næmingurin við at uppliva, sansa, skapa og greina stíl mennir síni evni á fjølbroyttan hátt at nýta og skilja stíl sum ein persónligan frásøgu- og samskiftismiðil
  • at næmingurin, í sínum arbeiði við visuellum framsagnum fær innlit í arbeiðshættir innan mótasøgu, litlæru og stílkjarnu, og hvussu hetta verður skipað í skjalamappu.
  • at næmingurin ognar sær fortreytir fyri at kunna uppliva, skilja og taka støðu til ymisk sløg av stílmenning
  • at næmingurin mennir sansir sínar at fanga og fata ymisk stílrák.
  • at næmingurin við at leggja út verkætlanir alment á t.d. internetinum um verkætlanirnar mennir sínar førleikar og síni evni at bera fram egnar áskoðanir og soleiðis vera við til at økja um tali- og skrivifrælsið í samfelagnum
  • at fremja í verki, at skúlin verður fataður sum mentanarumhvørvi.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í stílmenning á C-stigi fevnir um 100 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Lærugreinin stílmenning á C stigi hevur trý kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini. Tey eru:

Stig

Kjarnaøki

C

Mótasøga

litlæru og stílkjarnu

Visuelt samskifti

Mótasøga

At granska mótasøgu fevnir um at granska mótan søguliga og mentanarliga (staðbundi og altjóða) við myndum, við at tekna, at føla og at tilevna. Í undirvísingini verður miðað ímóti, at næmingurin ognar sær handaligar førleikar, soleiðis at teir alt eftir stigi gerast førir fyri á fjølbroyttan hátt at brúka kunnleikan til at skilja hví klædnadraktin er broytt gjøgnum tíðina.

Litlæru og stílkjarnu

Undirvísingin í litlæru og stílkjarnu miðar ímóti, at næmingurin ognar sær kunnleika um og førleikar í at velja klæði eftir kroppinum á tí einstaka, soleiðis at teir, alt eftir stigi, gerast førir fyri at skilja hvørjar klædnamøguleikar hvør einstakur kann nýta til sín fyrimun.

Visuelt samskifti

Í undirvísingini visuellum samskifti verður strembað eftir, at næmingurin ognar sær førleikar og royndir í visuellum samskifti, við at teir uppbyggja eina skjalamappu (portfolio) har ymiskar framsagnir í sambandi við uppgávur og verkætlanir verða savnaðar, eitt nú hugfarsrák (moodboards), myndir og tekningar av egnum sniðgevingum. Harumframt verður dentur lagdur á at næmingarnir bera fram í flokkinum og uttanfyri í talu og við at geva út á internetinum. Hetta er fyri at teir á fjølbroyttan hátt menna egnar framberingar, og sjálvir duga at taka ímóti, meta um og gera vandnar viðmerkingar.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini stílmenning eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og vitan. Undirvísingin í myndlist leggur harumframt dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar um upphavsrætt. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin stílmenning hevur ein týðandi leiklut í hesi menning.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Í stílmenning verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin lærir at síggja klædnadraktina sum frásøgu- og samskiftismiðil. Hetta lærir hann m.a. við at hava framløgur og at gera eftirmetingar, sum javnan verða skipaðar í tímunum. Næmingurin lærir eisini tað hvat klædnastílur er og hvussu pløgg vera evnaði og hvat klæði sigur um fólki í ber tey.

Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisupplivingar, og tí hevur undirvísingin í stílmenning eisini sín týðandi lut. Tað verður miðað ímóti, at næmingurin dugir at perspektivera klædnadraktina í mun til samfelagið. Í stílmenning lærir næmingurin at velja pløgg til tann einstaka og at útrykkja seg visuelt til skjalamappu og miðlar.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í stílmenning at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. Við venjingum lærir næmingurin at nýta teldu sum leitingaramboð og til tekst- og myndaframleiðslu sum skal brúkast at útgeva alment á eitt nú Facebook og bloggar.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í myndlist um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir. Næmingurin dugir at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

Í stílmenning verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin fær ástøðiligan førleika í móta og mótarákið. Hetta verður m.a. gjørt við at kenna mótasøguna og harafturat kenna sniðgevar rundan um okkum við teirra tilgongdum til klædnadraktina. Ástøðiligi parturin verður at síggja sum ein lutur í undirvísingini í stílmenning.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tilevna, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í stílmenning um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu stílur og móti hava broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingurin skal læra, at klædnastílur kemur við eini skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Grundsetningurin fyri undirvísingina á C stigi er:

  • at næmingurin ognar sær fortreytir at kunna uppliva og skilja móta og stíl á einum støði, har stílmenningin setur í frásjón fortíð og samtíð og verður lutur í persónligari menning
  • at næmingurin í arbeiðinum við ymiskar visuellar framsagnir fær innlit í eitt víðfevnt úrval av grundleggjandi arbeiðsháttum at nýta í sambandi við stíl
  • at næmingurin í hesum arbeiði lærir at fata klædnadraktina sum samskiftis- og fráboðanarmiðil og sum mentanarliga framsøgn
  • at næmingurin fær grundleggjandi innlit í týdningarmikil mótarák, so at hann dugir at síggja sambandið millum móta, tíð og samfelag
  • at næmingurin mennir fagurfrøðiligu sansir sínar.

Við støði í hesum skal stílmenning á C stigi geva næminginum teir førleikar í mótasøgu, litlæru og stílkjarnu og visuellum samskifti, ið eru lýstir niðanfyri.

 

Mótasøga

Næmingurin dugir:

  • at arbeiða við mótasøgu lokalt og globalt, har ástøðiligar undirvísingargongdir síggjast aftur í verkum hansara
  • at arbeiða sjálvstøðugt við størri verkætlanum, har hann sjálvur fyrireikar, útinnir og saman við øðrum eftirmetir arbeiði sítt
  • at sjálvstøðugt kunna heinta inn fagfrøðiliga og tøkniliga vitan og vegleiðing í skapanartilgongdini til egin verk og verkætlanir

 

Litlæra og stílkjarnar

Næmingurin dugir:

  • grundleggjandi vitan um, hvat hóskar til hvønn einstakan persón og dugir at nýta ymiskar greiningar- og tulkingaramboð til ástøðiliga at arbeiða við móta, mótatekning, formi og liti
  • at greina og tulka kropsformar
  • at greiða frá klædnasniði, bæði frá eldri og samtíðarmóta
  • at arbeiða siðbundið og eksperimenterandi við teimum endamálum, sum hann hevur ognað sær í undirvísingini
  • at vera tilvitaður um ymisk stílsløg og at greiða frá teimun.

 

Visuelt samskifti

Næmingurin dugir:

  • við egnum myndum at samskifta og koma við boðskapi um eitthvørt viðkomandi evni
  • at samskifta visuelt, har hann greiðir frá skapanartilgongdini og frá fagurfrøðiligum og innihaldsligum fyribrigdum í verkum sínum
  • á grundleggjandi støði, arbeiða við skjalmappu

at seta saman og vísa fram á ymiskan hátt, m.a. á internetinum. Har hann er tilvitaður um, hvussu einstaka verkið verður lýst, eins og hann er tilvitaður um heildina av framsetingini.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal vegleiddur vegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest og er vegleiðandi og stuðlandi.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka. 2 próvtakarar vera próvhoyrdir um tíman, íroknað vegleiðing, útflýggjan av spurning og próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Til próvtøkuna verður givið upp alt lisið tilfar, sum í minsta lagi fevnir um 120 ns, umframt skjalamappa.

Í einum tíðarskeiði 5 dagar undan próvtøkuni arbeiðir hvør næmingur sær við eini verkætlan um stílmenning. Øll øki/evni, sum hava verið partar av undirvísingini, skulu á nøktandi hátt vera umboðað í verkætlanini. Tilfarið í verkætlanini skal m.a. fevna um skitsur, hugfarsløg/hugfarsráð/moodboard og myndir. Frágreiðing um verkætlanina skal vera umleið 10 normalsíður. Lærarin kann í verkætlanartíðarskeiðinum vera næminginum til hjálpar í verkligum spurningum.

Dømingargrundarlag

Í dømingini av próvtøkuavrikinum verður dentur lagdur á, hvussu verkætlanin er skipað, og í hvønn mun próvtakarin í sínari verkætlan dugur at viðgera tilfar og sjónarmið, sum hava verið partar av undirvísingini.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í dømingini lagdur á, at próvtakarin dugir:

·       at greiða frá sínari verkætlan, tá ið tað snýr seg um at at greina og meta um tilfarið

  • at lýsa týðandi mótasøgu og stílrák í mun til verkætlanina, samanborið við ítøkilig dømi úr skjalamappuni.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

C-stig munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini myndlist. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini myndlist, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik, tulkingin ógreið og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi lýti koma tó fyri.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera at gera myndir, at lesa myndir ella visuelt samskifti.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum At gera myndir verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum Visuelt samskifti. Á tann hátt kundi førleikin at framleiða myndir verið mentur, samstundis sum tann samskiftisligi parturin og boðskapurin í sjálvari myndagerðini varð viðgjørdur úr einum ástøðiligum sjónarhorni.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin myndlist hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við myndlist, og tá ið myndlist verður framleidd, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í myndlist skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um myndlist ræður.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í stílmenning skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tættirnir verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin stílmenning kann gerast partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum aðrar lærugreinar. Samstarvast kann við aðrar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi, frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í stílmenning, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.