Skriva út ##pt##

Sølubúskapur C

Seinast broytt: 

12. mars 2015

Viðmerking: 

Setningur, ið viðvíkur sjálvlesandi og næmingum, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, er strikaður.

1. Samleiki

Lærugreinin Sølubúskapur er ein vinnubúskaparlig lærugrein, ið tekur støði í fyritøkuni og støðu hennara á marknaðinum, har hon virkar og ynskir at virka. Kjarnin í lærugreinini fevnir um strategi, virkisætlanir, keypsatferð, marknaðargreining, málbólkar, kappingarráð og sølubúskaparliga leiðslu. Lærugreinin snýr seg um, hvussu virkir taka avgerðir viðv. marknaðarføring og sølu við atliti til nær- og fjarumhvørvi. Í lærugreinini verður støði fyrst og fremst tikið í heimliga marknaðinum og síðani altjóða marknaðinum. Næmingurin gerst tilvitaður um, hvørjar avbjóðingar og avgerðir eitt virki stendur fyri, tá tað skal vinna sær kundar á einum marknaði merktur av stórari kapping.     

2. Endamál

Endamálið er, at næmingurin

  • mennist og gerst førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og fær eina heildarfatan av sølubúskaparligum spurningum
  • við at fáa innlit í sølubúskaparlig ástøði og háttaløg gerst førur fyri at lýsa, greiða frá, kanna, greina og meta um  støðuna hjá einum virki og at loysa sølubúskaparligar avbjóðingar hjá virkinum
  • gerst førur fyri at savna inn og greina viðkomandi tilfar, ið skapar grundarlag fyri avgerðum um sølubúskaparlig viðurskiftir
  • gerst førur fyri at grundgeva fyri sjónarmiðum í sambandi við sølubúskaparligar spurningar
  • lærir at hugsa virkið sum eina heild og at taka avgerðir út frá hesum
  • dugur at nýta tíðarhóskandi kunningartøkni í arbeiðinum við sølubúskaparligum spurningum

Lærugreinin skal menna førleikarnar hjá næminginum til at lýsa, greina, greiða frá og meta um sølubúskaparlig viðurskifti. Undirvísingin í Sølubúskapi eigur í stóran mun at taka støði í veruligum fyritøkum og avbjóðingum, sum hesar standa fyri. Ástøðin skal stuðla og styrkja næmingin, soleiðis at hann kann taka rættar avgerðir vegna fyritøkuna í serstøku støðu hennara og avbjóðingini. Tí er neyðugt við virkisvitjanum og øðrum, sum á annan hátt kann geva næmingunum møguleika at ogna sær kunnleika til veruliga vinnulívið. Somuleiðis hevur tað týdning, at næmingurin fær møguleika at fara í djúpdina í arbeiðinum við ávísari fyritøku og sølubúskaparligum spurningum og ikki bert ferðast á yvirflatuni. Venjing í lærugreinini skal eggja læruviljan og hugin hjá næmingunum til víðari lesna og lívslanga læring.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í sølubúskapi á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í kjarnaøkjunum og ískoytisøkjunum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í sølubúskapi á C stigi eru 8 í tali:

  1. Samfelagsvísindalig háttaløg
  2. Nær- og fjarumhvørvið hjá fyritøkuni
  3. Keypsatferð á brúkara- og virkismarknaðinum
  4. Kappingarviðurskifti
  5. Innanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni  og støðulýsing
  6. Segmentering og málbólkar
  7. Lóggáva
  8. Kappingarráðini

Samfelagsvísindalig háttaløg

Í undirvísingini verður arbeitt við ymisku háttunum, sum ein fyritøka kann brúka, tá ið hon skal savna sær vitan um marknaðin og málbólkin. Næmingurin fær í undirvísingini innlit í fyrimunir og vansar við teimum ymisku háttunum, umframt at hann lærir at taka støðu til, hvussu hann fer at ráðgeva eini fyritøku í ávísari støðu. At viðgera og tulka innsavnaðar upplýsingar og vitan er somuleiðis partur av undirvísingini. Næmingarnir læra eisini at leggja upp fyri ivasomum upplýsingarkeldum og metingarfortreytum, ið tílíkt tilfar kann vera fongt við.

Nær- og fjarumhvørvið hjá fyritøkuni

Undirvísingin gevur innlit í yvirskipaðu viðurskiftini í nærumhvørvinum og fjarumhvørvinum, ið kunnu vera avgerandi fyri søluna hjá einari fyritøku, og sum fyritøkan tí má laga seg eftir.

Ástøði og greiningaramboð verða brúkt til at greina uttanhýsisumhvørvið og út frá greiningum verður mett um, hvussu broytingar í umhvørvinum ávirka fyritøkuna. Við støði í greiningunum verður mett um, hvussu fyritøkan kann gagnnýta møguleikar og verja seg móti hóttanum í umhvørvinum.

Keypsatferð á brúkara- og virkismarknaðinum

Viðgjørd verða viðurskifti á brúkaramarknaðinum, ið hava týdning fyri keyps- og nýtsluvanar, tørv, keypsorsakir og keypiorku. Keypsatburðurin verður greinaður m.a. við atliti at avgerðum, tá ið keypt verður, hvør tekur avgerðir, og nær og hvar tær verða tiknar. Partur av hesum er eisini, hvussu mótarák, árstíðarsveiggj og marknaðarsveiggj ávirka eftirspurningin. Viðgjørd verða eisini týðandi viðurskifti viðvíkjandi keypsatburði og sambandinum millum keypara og seljara á virkismarknaðinum.

Kappingarviðurskifti

Støði verður tikið í greining av kappingarstøðuni. Í hesum sambandi skulu kappingarneytar eyðmerkjast á ymiskum stigum í mun til substitutiónsgrad, somuleiðis skulu ymisk kappingarhugtøk og kappingarhættir viðgerast. Greiningin av kappingarneytum skal fevna um greining av einstaka kappingarneytanum, hansara styrki, marknaðarførslu, marknaðarpositión og marknaðarparti.

Innanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni og støðulýsing

Undirvísingin skal taka støði í lýsing av einum virki, eins og hugskot og aðalmál hjá einari fyritøku verða lýst. Næmingarnir læra at nýta ymisk amboð til at greina innanhýsis viðurskiftini hjá fyritøkuni. Næmingarnir læra harafturat, við støði í at greina innanhýsis og uttanhýsis viðurskiftini hjá fyritøkuni, at gera eina støðulýsing. Dømi verða tikin frá framleiðslu-, handils- og tænastu­fyritøkum, soleiðis at samanhangurin millum hugskot, mál og politikk verður lýstur, eins og samlaða virksemishugskotið verður lýst.

Segmentering og málbólkar

Næmingurin skal læra at velja málbólk út frá segmentering av marknaðinum.  Málbólkurin skal greinast við støði í viðkomandi eyðkennum, t.d. landafrøðiliga, fólkabúsetingarliga, psykografiskum viðurskiftum og atburði. Næmingurin skal gerast tilvitaður um, júst hvørji segmenteringskriterii eru røtt at brúka í teirri ávísu uppgávu, vøru ella kunda, talan er um. Somuleiðis skal næmingurin duga at meta um málbólkin, framtíðarútlit og profitabilitet, við at nýta viðkomandi amboð.

Lóggáva

Viðgjørdir verða lógarkarmar, ið snúgva seg um at keypa og selja vørur og tænastuveitingar, harímillum keypilógin, avtalulógin, kappingarlógin og marknaðarførslulógin.

Kappingarráðini

Kappingarráðini verða viðgjørd við høvuðsdenti á viðurskiftini á brúkaramarknaðinum. Hesi evni verða viðgjørd:

  • Vøran og heildarvveitingin í tænastuhøpi, harímillum framvøkstur og tillaging.
  • Tænastudygd og vørudygd, og tann týdningur, ið hesar hava fyri tað, ið vøran kostar.
  • Vøruúrval, harímillum samanseting og tillaging
  • Vørupakking, harímillum kundatænasta undan søluni, samstundis og eftir søluna.
  • Prísáseting, ið er grundað á kostnaðarrokning við virðing fyri keyparum og kappingarneytum
  • Skiftisskipan, harímillum ymiskar skiftisrøðir og handilslega
  • Lýsingar, harímillum lýsingarhættir, miðlar, lýsingarboðskapur og lýsingarkostnaður
  • Persónlig søla, harímillum persónligir eginleikar og verumáti hjá seljaranum, kundaeginleikar og kundatænasta, serstakliga í smásølu.

Ískoytisøki

Fyri at røkka fakligu málunum í sølubúskapi er neyðugt, at næmingurin fær fakligt ískoytistilfar aftur at kjarnatilfarinum. Ískoytistilfarið skal dýpa og seta í frásjón kjarnatilfarið og vera við til at víðka sjónarringin hjá næminginum. Ískoytistilfarið fevnir um greinar, framløgur um virkir, vitjanir á virkjum, sjónvarpssendingar, upplýsingar frá heimasíðum v.m. Ískoytistilfarið skal eggja og kveika áhugan hjá næminginum at arbeiða við fakinum sølusbúskapur.

5. Førleikamál

Í sølubúskapi eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinunum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Næmingurin skal læra

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna støðið innan sølubúskaparlig viðurskiftir, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lýsa, greina, viðgera, próvføra og meta um sølubúskaparlig evni í skrivligum uppgávum, frágreiðingum og ritgerðum.

Førleikin at lesa er at skyna á, greina, tulka og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at lýsa og viðgera evnini í lærugreinini. Keldurnar kunnu t.d. fevna um yrkisbókmentir, greinar, tíðarrit, hagtøl, alnótina og annað skrivligt tilfar.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa og gera hagtøl og diagramm, at samanlíkna hagtøl at gera útrokningar í sambandi við prísásetingum og kostnaðarmetingum. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru av sølubúskaparligum slag. Undirvísingin í sølubúskapi hevur ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í lærugreinini sølubúskapi at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum samskifti, herundir skrivligum tilfari og munnligum framløgum. At nýta talgild amboð fevnir eisini um, at leita eftir upplýsingum á alnótini, at vera keldukritiskur, at flokka og at greina  upplýsingartilfar. At megna at nýta tøknilig amboð fevnir eisini um førleikarnar at gera marknaðarførslutilfar og at kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Næmingurin lærir so hvørt at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu sølubúskaparlig tiltøk og menningarvirksemi hevur verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekstgerð er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Fakligir førleikar

Samfelagsvísundalig háttaløg

Næmingurin dugir

  • at greiða frá, hvussu vit kunnu nýta samfelagsvísindalig háttaløg í lærugreinini sølubúskapi, harímillum at greiða frá, hvørji viðurskifti hava týdning tá ið kunningarkeldur og svarpersónar og hættir at savna inn upplýsingar verða vald
  • at vísa, at hann hevur eina fatan av tilgongdini í sambandi við at marknaðarkanningar verða gjørdar, harímillum endamáli við kanningini, upplýsingarkeldum og innsavningarháttum
  • at nýta viðkomandi kunningartøkni, tá ið marknaðar­upplýsingar verða savnaðar og viðgjørdar.

Nær- og fjarumhvørvið hjá fyritøkuni

Næmingurin dugir

  • at greiða frá ítøkiligum viðurskiftum í nær- og fjarumhvørvinum hjá fyritøkum og meta um, hvussu broytingar í nær- og fjarumhvørvinum ávirka tillagingartørvin hjá fyritøkum.

Keypsatferð á brúkara- og virkismarknaðurin

Næmingurin dugir

  • at greiða frá ástøði og myndlum, ið kunnu brúkast til at greina keypsatferðina á brúkara- og virkismarknaðinum
  • at lýsa, hvussu virkið kann brúka kunnleika til brúkaraviðurskiftir, herundir tørvir, keypsorsøkir og keypsatferð í síni marknaðarførslu á brúkaramarknaðinum
  • at greiða frá, hvør munur er á keypsatburði á brúkaramarknaðinum og virkismarknaðinum og hvønn týdning hetta hevur fyri sølu og marknaðarførslu á virkismarknaðinum.                  

Kappingarviðurskiftir

Næmingurin dugir

  • at lýsa kappingarstøðuna, m.a. við at savna inn upplýsingar um marknaðir og meta um hesar.

Innanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni

Næmingurin dugir

  • at greiða frá grundleggjandi hugskotum og aðalmálum, ið eru grundarlag undir virkseminum hjá fyritøkuni
  • at brúka viðkomandi amboð til at lýsa innanhýsis- og uttanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni, og við støði í greiningum at gera eina støðulýsing
  • at meta um, hvussu fyritøkan kann orða eina endamálsorðing, mál og politikk hjá fyritøkuni.

Segmentering og málbólkar

Næmingurin dugir

  • at vísa, at hann hevur fatan av hugtakinum segmentering og málbólkur, og at greiða frá, hvønn týdning, málbólkurin hevur, tá ið virkið fyrireikar søluátak.

Lóggáva

Næmingurin dugir

  • at greiða frá høvuðslutum í lóggávuni, ið viðgera handil við vørum og tænastum og evnar at ætla um lógarheimildina í ítøkiligum tiltaki.

Kappingarráðini

Næmingurin dugir

  • at greiða frá vøru- og søluráðum og meta um, hvussu virkið kann brúka kappingarráðini í síni marknaðarføring mótvegis einum valdum málbólki
  • at greiða frá marknaðarprísi og prísgerð
  • at arbeiða við prísáseting
  • at meta um kostnaðin á einfaldum lýsingarátaki
  • at greiða frá ymiskum skiftisrøðum
  • at fáa eina fatan av, at søluarbeiði er viðkomandi, tá ið vørur og tænastur verða seldar, og at hetta hevur týdning í privatum og almennum virksemi, eins og á stovnum.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka við lutakasti.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 20 minuttir íroknað vegleiðing og útflýggjan av tilfari.

Uppgávuspurningar verða settir við støði í evnum frá kjarnaøkjum og ískoytistilfari. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Grundarlagið fyri próvhoyringini er ókent tilfar, herundir greinar, tekstir og lýsingar. Ókenda tilfarið skal verða valt soleiðis, at tað kann knýtast at evnum, kjarnaøkjum og ískoytisøkjum, ið hava verið viðgjørd í undirvísingini. Tilfarið er grundarlag undir próvtøkuni og skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðaði. Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferði í sama próvtøkubólki.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.

Hjá sjálvlesandi og næmingum, sum fara til próvtøku eftir serligum treytum, fevnir próvtøkupensum um alt lesipensumið.

Til fyrireiking og próvhoyring skal próvtakarin hava útflýggjað rein eintøk av próvtøkutilfarinum. Í fyrireikingarrúminum kann próvtakarin nýta egnar uppskriftir og teir orðalistar, sum eru útflýggjaðir í sambandi við undirvísingina, umframt allar teir tekstir, sum eru tilskilaðir í undirvísingargongdunum. Til tess at styðja framløguna kann próvtakarin undir próvhoyringini brúka tær uppskriftir, hann hevur gjørt í fyrireikingartíðini.

Dømingargrundarlag                                   

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin

  • sýnir fakligt yvirlit
  • dugir at nýta faklig ástøði og fakligt háttalag
  • dugir at greina og meta um útflýggjaða tilfarið og sølubúskaparlig evni
  • dugir at orða seg neyvt fakliga
  • dugir at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum
  • dugir at skipa tað fakliga tilfarið

Givið verður eitt próvtal fyri munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Próvtalslýsingar

Munnligt C-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samtaluni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi lýtum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri lýtum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

2

Nøktandi

Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samtaluni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Sølubúskaparligir spurningar verða viðgjørdir út frá einum heidarsjónarmiði við denti á at nýta ástøði í einum samanhangi. Dentur verður lagdur á at arbeiða við hugsaðum dømum, sonevndum case.

Umframt at menna fakliga førleikan, skal undirvísingin vera við til at eggja til fakligt forvitni og stimbra hugin at læra meira um sølubúskaparlig viðurskifti.

Harafturat skal undirvísingin menna førleikan at ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at seta sær mál, at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki, at arbeiða miðvíst og tíðaravmarkað, at samhugsa og brúka vitan í nýggjum høpi, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um áviís evni umframt at taka á seg ábyrgd fyri egnari læring.

Arbeitt verður við sølubúskaparligum spurningum á einstaklingsstigi, í virkishøpi og vinnugreinahøpi. Undirvísingin fevnir um greiningar og nýtslu av grundleggjandi  fakligum háttalagi, ástøði og myndlum í arbeiðinum við veruligum fyritøkum ella veruleikakendum spurningum.

Arbeiðshættir

Undirvísingin verður løgd til rættis, so at talan verður um stigvøkstur í undirvísingini og fjøltáttaða nýtslu av arbeiðsháttum.

Undirvísingin verður løgd til rættis við skiftandi arbeiðsháttum, so at næmingarnir hava høvi at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki. Teir ymisku arbeiðshættirnir skulu vera við til at gera næmingarnar førar fyri at greina og meta um sølubúskaparligar spurningar.

Undirvísingin tekur støði í viðkomandi og veruligum ella veruleikakendum fyritøkum og dømum, har dentur verður lagdur á at arbeiða við case. Næmingarnir vitja virkir og gestalærarar vitja á skúlanum.

Undirvísingin verður løgd til rættis, so at arbeitt verður við minst einari samanhangandi undirvísingargongd, ið tekur støði í einari fyritøku. Í hesari undirvísingargongdini arbeiða  næmingarnir sjálvstøðugt við sølubúskaparligum upplýsingum um fyritøkuna og við støði í teimum upplýsingum, teir útvega sær, og gera sjálvir uppgávuorðingar.

Skrivliga arbeiðið verður lagt til rættis, so at stigvøkstur og samanhangur er við skrivliga arbeiðið í øðrum lærugreinum. Arbeitt verður við stigvøkstri bæði viðvíkjandi innihaldi og vavi.

Skrivliga arbeiðið fevnir um 5 smærri uppgávur, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til. Skrivliga arbeiðið skal vera eitt natúrligt framhald av dagliga arbeiðinum við evnunum, ið eru nevnd frammanfyri, og skal á tann hátt hjálpa næmingunum at fáa eina djúpari fatan av sølubúskaparligum spurningum.

Tvørgreinaligt samstarv skal vera ein natúrligur partur av lærugreinini. Skilagott er at knýta aðrar virkisbúskaparligar lærugreinar at lærugreinini, so sum innovasjón og virkisbúskap. Eisini er skilagott at samstarva við lærugreinarnar enskt og føroyskt, m.a. um at greina og tulka lýsingar, og við lærugreinina kt um at nýta kunningartøkni.