Skriva út ##pt##

Søla og tænasta E

Seinast broytt: 

20. januar 2014

1. Samleiki

Lærugreinin søla og tænasta er vinnubúskaparlig lærugrein, ið tekur støði í fyritøkuni og støðu hennara á marknaðinum, har hon virkar og ynskir at virka. Kjarnin í lærugreinini fevnir um keypsatferð, marknaðargreining, málbólkar, kundatænastu og kt-miðlar og -amboð. Lærugreinin snýr seg um marknaðarførslu, sølu og tænastu við atliti til nær- og fjarumhvørvi. Í lærugreinini verður støði fyrst og fremst tikið í heimliga marknaðinum og síðani altjóða marknaðinum. Søla og tænasta leggur dent á at geva innlit og førleikar í at nýta amboð og mannagongdir í sambandi við marknaðarførslu, har næmingurin mennir sínar færleikar at loysa uppgávur í sambandi við sølu, handil og marknaðarførslu.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í sølu og tænastu er, at næmingurin

  • mennist og gerst førur fyri at arbeiða við spurningum marknaðarførslu í vinnuligum høpi og í sambandi við aðrar lærugreinar í útbúgvingini
  • megnar at greiða frá nær- og fjarumhvørvinum hjá fyritøkuni
  • evnar at samskifta um spurningar í marknaðarførslu, bæði munnliga og skrivliga
  • dugir at nýta hóskandi kt-amboð og hjálparmiðlar, og fær grundleggjandi vitan um keyp og sølu á internetinum
  • dugir at nýta arbeiðshættir í marknaðarførslu, og at nýta hóskandi framsýningarhættir
  • dugir at greiða og greina brúkaraviðurskifti
  • dugir at greiða frá persónligari sølu og kundatænastu
  • evnar at greiða frá gongdini innan sølu- og tænastugeiran
  • evnar at greiða frá hugskotsgrundarlagnum undir fyritøkuni, hugskoti og aðalendamáli hennara og at hava kunnleika til hennara politikkir
  • dugir at greiða frá, hvussu marknaðir verða segmenteraðir og málbólkar verða ávístir og valdir
  • dugir at greiða frá kappingarviðurskiftum.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í sølu og tænastu á E stigi fevnir um 54 klokkutímar, ið svarar til 72 pultstímar,  ella samanlagt tvær arbeiðsvikur.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í kjarnaøkjunum og ískoytisøkjunum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í sølu og tænastu á E stigi fevna um marknaðarførslu, nær- og fjarumhvørvið hjá fyritøkuni, innanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni, keypsatferð á brúkara- og virkismarknaði, kappingarviðurskifti og kappingarráðini. Arbeitt verður við vinnufaklig greiðsluevni fyri at fáa greiði á, hvussu marknaðarførsla og viðurskiftini kring sølu og tænastu verða gagnnýtt og framd í verki.

Ískoytisøki

Fyri at røkka fakligu málunum í sølu og tænastu er neyðugt, at næmingurin fær fakligt ískoytistilfar aftur at kjarnatilfarinum. Ískoytistilfarið skal dýpa og seta í frásjón kjarnatilfarið og vera við til at víðka sjónarringin hjá næminginum. Ískoytisøkið kann t.d. fevna um greinar, framløgur um virkir og virkisætlanir, vitjanir á virkjum, sjónvarpssendingar, upplýsingar frá heimasíðum v.m. Ískoytistilfarið skal eggja og kveika áhugan hjá næminginum at arbeiða við lærugreinini søla og tænasta.

5. Førleikamál

Í sølu og tænastu eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinunum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Næmingurin skal læra

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna støðið innan lærugreinina sølu og tænastu. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lýsa, greina, viðgera, próvføra og meta um sølubúskaparlig evni í skrivligum uppgávum, frágreiðingum og ritgerðum.

Førleikin at lesa er at skyna á, greina, tulka og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at lýsa og viðgera evnini í lærugreinini. Keldurnar kunnu t.d. fevna um yrkisbókmentir, greinar, tíðarrit, hagtøl, alnótina og annað skrivligt tilfar.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa og gera hagtøl og ritmyndir, at samanbera hagtøl, og at gera útrokningar í sambandi við prísásetingar og kostnaðarmetingar. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru av sølubúskaparligum slag.  Undirvísingin í sølubúskapi hevur ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í lærugreinini sølu og tænastu at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum samskifti, herundir skrivligum tilfari og munnligum framløgum. At nýta talgild amboð fevnir eisini um, at leita eftir upplýsingum á alnótini, at vera keldukritiskur, at flokka og at greina  upplýsingartilfar. At megna at nýta tøknilig amboð fevnir eisini um førleikarnar at gera tilfar til marknaðarførslu, og at kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Næmingurin lærir so hvørt at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu sølubúskaparlig tiltøk og menningarvirksemi hevur verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekstgerð er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Fakligir førleikar

Marknarførsla

Næmingurin dugir

  • at arbeiða við spurningum í marknaðarførslu í vinnuligum høpi og í sambandi við aðrar lærugreinar í útbúgvingini
  • at samskifta um mál í marknaðarførslu, bæði munnliga og skrivliga
  • at nýta arbeiðshættir í marknaðarførslu og at nýta ymiskar hættir til uppsetingar og framsetingar í sambandi við marknaðarførslu.

Nær- og fjarumhvørvið hjá fyritøkuni

Næmingurin dugir

  • at greiða frá ítøkiligum viðurskiftum í nær- og fjarumhvørvinum hjá fyritøkum og meta um, hvussu broytingar í nær- og fjarumhvørvinum ávirka tørvin hjá fyritøkuni at tillaga seg.

Innanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni

Næmingurin dugir

  • at greiða frá grundleggjandi hugskotum og aðalmálum, ið eru grundarlag undir virkseminum hjá fyritøkuni.

Keypsatferð á brúkara- og virkismarknaðinum

Næmingurin dugir

  • at greiða frá og greina brúkaraviðurskifti
  • at greiða frá persónligari sølu og kundatænastu
  • at greiða frá gongdini innan sølu- og tænastugeiran
  • at greiða frá, hvussu marknaðir verða greindir og skipaðir, hvussu funnið verður fram til  málbólkar og hvussu teir verða valdir.    

Kappingarviðurskiftir

Næmingurin dugir

  • at lýsa kappingarstøðuna, m.a. við at savna inn upplýsingar um marknaðir og meta um hesar
  • at greiða frá kappingarviðurskiftum.

Kappingarráðini

Næmingurin dugir

  • at greiða frá marknaðarprísi og prísgerð
  • at meta um kostnaðin á einføldum lýsingarátaki
  • at fáa eina fatan av, at søluarbeiði er viðkomandi, tá ið vørur og tænastur verða seldar.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Støðumet

Tá ið undirvísingin er lokin fær næmingurin støðumet, ið verður givið við støði í fakligu førleikamálunum í lærugreinini.

Eingin próvtøka verður hildin í sølu og tænastu á E stigi.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Spurningar innan sølu og tænastu verða viðgjørdir út frá einum heildarsjónarmiði. Dentur verður lagdur á at arbeiða við hugsaðum dømum, sonevndum case.

Umframt at menna fakliga førleikan, skal undirvísingin vera við til at eggja til fakligt forvitni og stimbra hugin at læra meira um sølubúskaparlig viðurskifti.

Harafturat skal undirvísingin menna førleikan hjá næminginum at ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at seta sær mál, at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki, at arbeiða miðvíst og tíðaravmarkað, at samhugsa og brúka vitan í nýggjum høpi, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávís evni, umframt at taka á seg ábyrgd fyri egnari læring.

Arbeitt verður við spurningum og málum í marknaðarførslu á einstaklingsstigi, í virkishøpi og vinnugreinahøpi. Undirvísingin fevnir um greiningar og nýtslu av grundleggjandi  fakligum háttalagi, ástøði og myndlum í arbeiðinum við veruligum fyritøkum ella veruleikakendum spurningum.

Arbeiðshættir

Undirvísingin verður løgd til rættis, so at talan verður um stigvøkstur í undirvísingini og fjøltáttaða nýtslu av arbeiðsháttum.

Undirvísingin verður løgd til rættis við skiftandi arbeiðsháttum, so at næmingarnir hava høvi at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki. Teir ymisku arbeiðshættirnir skulu vera við til at gera næmingarnar førar fyri at greina og meta um spurningar og viðurskifti í sambandi við sølu og tænastu.

Undirvísingin tekur støði í viðkomandi og veruligum ella veruleikakendum fyritøkum og dømum, har dentur verður lagdur á at arbeiða við case.

Undirvísingin verður løgd til rættis, so at arbeitt verður við minst einari samanhangandi undirvísingargongd, ið tekur støði í einari fyritøku. Í hesari undirvísingargongdini arbeiða  næmingarnir sjálvstøðugt við upplýsingum um marknaðarførsluna hjá fyritøkuni.

Skrivliga arbeiðið kann fevna um smærri uppgávur, sum lærarin ger viðmerkingar til. Skrivliga arbeiðið skal vera eitt natúrligt framhald av dagliga arbeiðinum við evnunum, ið eru nevnd frammanfyri, og er við til at hjálpa næmingunum at fáa eina størri fatan av spurningum, ið gera seg galdandi innan marknaðarførslu.

Tvørgreinaligt samstarv skal vera ein natúrligur partur av lærugreinini. Skilagott er at knýta aðrar virkisbúskaparligar lærugreinar at lærugreinini, so sum innovasjón og virkisbúskap. Eisini er skilagott at samstarva við lærugreinarnar enskt og føroyskt, m.a. um at greina og tulka lýsingar, og við lærugreinina kt um at nýta kunningartøkni.