Skriva út ##pt##

Føstu verkætlanirnar - 1-ársskeið

Galdandi frá: 

1. august 2020

1. Endamál

Endamálið við føstu verkætlanunum er, at næmingurin lærir at samstarva fjølbroytt og tvørfakligt um loysnir av ítøkiligum greiðsluevnum. Arbeiðið við verkætlanum skal menna førleikar næmingsins, soleiðis at hann megnar at hava yvirlit, viðgera, skipa, taka saman um og bera fram faklig greiðsluevni.

2. Karmarnir

Arbeitt verður við tveimum føstum verkætlanum. Hvør verkætlan er minst 26 klokkutímar samanhangandi skeið í tíð og evni. Endamálið er, at næmingurin lærir at samstarva um loysn av einari ítøkiligari uppgávu, ið skal vera so fjølbroytt og tvørfaklig, sum til ber. Føstu verkætlanirnar verða lagdar inn sum fastur partur í árligu undirvísingarætlanini, og næmingarnir hava møtiskyldu í verkætlanartíðarskeiðinum.

Føstu verkætlanirnar kunnu skipast sum tvær ymiskar verkætlanir ella sum samanhangandi verkætlanir, soleiðis at skilja, at seinna verkætlanin kann byggja víðari á fyrru verkætlanina. Próvtøkugrundarlagið er seinna verkætlanin.

Næmingarnir arbeiða við føstu verkætlanunum í bólkum, sum vegleiðararnir skipa í samráð við næmingarnar. Vegleiðararnir kunnu í samráð við næming gera av, at hann skal arbeiða við aðrari ella báðum verkætlanunum einsamallur.

3. Evni og vegleiðing

Skúlin ásetur verkætlanartíðarskeið, evni og vegleiðarar til føstu verkætlanirnar, og næmingurin skal kunnast um hesi í góðari tíð. Viðvíkjandi seinnu føstu verkætlanini skal næmingurin kunnast um evni og vegleiðarar í seinasta lagi tvær vikur undan verkætlanartíðarskeiðinum.

Vegleiðararnir skulu geva góð ráð og skilagóðar ábendingar í sambandi við evni og arbeiði við verkætlanunum. Vegleiðingin skal skipast soleiðis, at næmingurin fær høvi at taka ímóti vegleiðing í øllum verkætlanartíðarskeiðinum.

4. Eftirmeting og próvtøka

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í føstu verkætlanunum við støði í skrivligum og munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Próvtøkuhættir

Næmingurin fer til próvtøku í seinnu føstu verkætlanini. Próvtøkan fevnir um skrivligt uppgávusvar, loggbók og munnliga próvtøku.

Uppgávusvar

Uppgávusvarið í bólkaverkætlan skal fevna um umleið 4 síður fyri hvønn bólkalim. Harafturat skal loggbók, sum vísir arbeiðsgongdina hjá bólkinum, skrivast og latast inn saman við uppgávusvarinum.

Er talan um einstaklingaavrik, skal uppgávusvarið fevna um umleið 6 síður. Harafturat skal loggbók, sum vísir arbeiðsgongdina, skrivast og latast inn saman við uppgávusvarinum.

Uppgávusvarið skal vera á føroyskum, men skúlin kann í serstøkum førum eftir umsókn loyva, at svarað verður á øðrum máli.

Munnlig próvtøka

Hildin verður ein munnlig próvtøka við støði í seinnu føstu verkætlanini. Ein av vegleiðarunum virkar sum ábyrgdarhavandi próvhoyrari.

Skúlin velur ein av fylgjandi próvtøkuháttum fyri hvønn av flokkunum, sum fara til próvtøku.

Próvtøkuháttur A - Bólkapróvtøka

Próvhoyringin fevnir um bólkaframløgu av verkætlanini og fakliga samtalu millum próvtakara og próvhoyrara, sum tekur støði í verkætlanini, loggbókini og bólkaframløguni av verkætlanini.

Bólkapróvtøkan verður skipað soleiðis, at bólkurin hevur felags framløgu av verkætlanini í umleið 15 minuttir, har allir bólkalimirnir sleppa framat. Síðan verða bólkalimirnir próvhoyrdir hvør sær við støði í verkætlanini, loggbókini og bólkaframløguni í umleið 10 minuttir hvør, íroknað próvdøming. Bólkalimirnir skulu próvdømast hvør sær.

Próvtøkuháttur B - Einstaklingapróvtøka

Próvhoyringin fevnir um framløgu av verkætlanini og fakliga samtalu millum próvtakara og próvhoyrara, sum tekur støði í verkætlanini, loggbókini og framløgu próvtakarans av verkætlanini.

Próvhoyringin varir 20 minuttir íroknað próvdøming. Framløga næmingsins kann í mesta lagi fevna um helvtina av próvhoyringartíðini.

Dømingargrundarlag

Verkætlanin verður dømd við einum próvtali, sum byggir á eina heildarmeting, har skrivliga uppgávusvarið, arbeiðsgongdin (loggbókin) og munnliga próvtøkan telja javnt.

Umframt viðkomandi fakligum málum eigur dømingin at taka støði í:

  • hvussu arbeiðsgongdin hevur verið frá byrjan til enda
  • hvussu próvtakarin hevur viðgjørt valda evnið
  • nýtslu av viðkomandi og fjølbroyttum tilfari
  • hvussu uppgávusvarið er skipað og sett upp, og um teir formligu partarnir í hesum sambandi eru í lagi (t.d. innihaldsyvirlit, tilfarslisti og tilvísingar)
  • um verkætlanin er væl skipað, og at samanhangur er í
  • um munnliga framløgan er greið og væl skipað
  • um málburðurin er greiður og neyvur.

Uppgávur, ið eru skrivaðar á øðrum máli enn føroyskum, skulu lúka somu málsligu krøv, sum sett verða til eina uppgávu á føroyskum.