Skriva út ##pt##

Dekoratión C

1. Samleiki

Dekorasjón / visuell marknaðarførsla, er lærugrein í einum øki ímillum tað vinnubúskaparliga og tað mentanarliga, sum er handilsmentan.

Vit viðurkenna, at fólk vilja hava mentanarligar upplivingar so sum lista-, sjónleika- og tónleikaframførslur umframt at kenna luktir aftur. Tá ið hesi somu fólkini keypa vørur og tænastur, viðurkenna vit, at tey hava tørv á somu upplivingum. Tí hava vit lærugreinina dekorasjón, ella visuella marknarførslu, sum talar til tað kensluliga. Herímillum eisini lýsingar og skeltir. Har er tað umráðandi at vanda okkum um málburð og stavseting.

Dekorasjón er at vísa fram eina vøru og at skunda undir søluna av hesu vøru. Hetta verður gjørt við samanseting av vørutilfari, litum, ljósi og rúmi, og eisini kann arbeiðið umfata tøkni, luktir, ljóð o.a.tíl. Dekorasjón kennir ikki landamørk, og fevnir um rák í altjóðagerðini.

Dekorasjón hevur grundreglur, tó at talan ikki er um eina vísindagrein. Talan er ikki um endalig mørk, heldur eina listagrein, sum hevur leys mørk til tess at gera eina samlaða góða uppliving.

Visuel Marknaðarføring fevnir um øll tiltøk, sum eitt virki ella tænastufyritøka setur í gongd, fyri at skapa sær ein visuellan hátt at gera vart við seg.

Virkinsins visuelli háttur at gera vart við seg, eru øll tey visuelli tekini sum virki sendir út til umheimin og sum kann fatast gjøgnum allar okkara sansir, serliga sjóndarsansin.

2. Endamál

Høvuðsendamálið við undirvísingini í Dekoratión er, at næmingurin skal menna grundleggjandi førleikan at arbeiða við visuellari marknaðarførslu í royndum. Við dømum, bæði verkligum og ástøðiligum, fær næmingurin vitan um meginreglurnar innan visuella marknaðarførslu, eins og næmingurin skal læra at nýta ljós, skeltir og litir í sambandi við søluarbeiði á rættan hátt. Endamálið við undirvísingini er eisini at tryggja, at næmingurin, við støði í hugskotinum og konseptinum hjá einum virki, kann greina tørvin fyri einum visuellum profili, og at hann er førur fyri at gera eina ætlan fyri eina íverksetan av visuella konseptinum hjá virkinum.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í dekoratión á C stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga/handaliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Lærugreinin Dekoratión á C-stigi hevur 5 ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

 Stig

Kjarnaøki

C

Litlæra

Tilfarslæra

Visual Merchandising

Ljós

Skelti

 Litlæra

Fáa innlit í Natural Color System-litskipanina, og hvussu hon verður brúkt í verki.

Í litlæru skal næmingurin við dømum kunnast um, hvussu litlæran verður nýtt í sølufremjandi arbeiði, bæði í sølurúmi og vindeyga. Næmigurin skal læra og kenna NCS-skipanina og at seta saman eina litklingru. Næmingurin skal gera royndir við ymiskum litum, duga at greiða frá litklingruni og littríkantinum, samstundis sum hann skal duga at skipa litirnar innanhýsis. Harafturat skal næmingurin duga at seta litirnar saman í einari mynd,  meta um og greiða frá, hvørja sálafrøðiliga ávirkan litir hava.

Tilfarslæra

Kunnast skal um, hvat tilfar, sum er vanligt at nýta í samband við dekoratión.

Í tilfarslæru skal næmingurin kenna til tey tilfarsevni, sum vanliga verða nýtt í tí sølufremjandi arbeiðinum. Av tí at menningin av tilfari er stór, skal næmingurin læra at finna best hóskandi tilfar til uppgávuna.

Visual Merchandising

Kjarnaevnið Visual Merchandising snýr seg um at læra á ein einklan hátt at stilla vørur út. Eisini verður lært, hvussu vørur verða settar fram í handlum. Næmingurin skal læra at gera eina tekning av tí uppseting, hann arbeiðir við.

Í Visual Merchandising skal næmingurin kunnast um teir mest nýttu hættirnar at nýta innbúgv og at seta tað upp í einum søluhøli við atliti til gongupláss, eins og hvar rætt er at seta innbúgvið í einum søluhøli, tað vil siga læra spacemanagement. Hann skal vita, hvørjir vørubólkar skulu standa saman og framvísa bæði í søluhølinum og í vindeygum. Eisini skal hann læra at nýta samansetiligar litir til at lýsa vørurnar í søluhølinum og vindeygum, nýta tey røttu sløgini og mongdirnar av ljósi í vindeygum. Harafturat skal hann læra at seta tey røttu skeltini í søluhølinum og vindeygum. Hettar er galdandi, hvat stødd, tali, liti og teksti viðvíkur í sambandi við sølufremjandi tiltøk, bæði í søluhølinum og vindeygum. Næmingurin lærir at seta upp skipanir eftir tí symetriska háttinum og at tekna symetriska uppstilling, bæði í plan og front í mátinum 1:10. Hann lærir at stilla út eftir tí asymetriska háttinum og at tekna hesa, bæði í plan og front í mátinum 1:10. Hann skal kenna til ymiskar podiestøddir t.d. gylta skurðin, og duga at seta hesar saman á ein hátt, sum fremur dýpi, hædd og breidd í útstillingini, við atliti at tí plássi, ið er tøkt.

Næmingurin lærir at taka støðu til og seta saman litir til tess, at vøran kemur best møguliga til sín rætt í uppstillingini. Hann skal læra at gera og skriva við hond ella skelti framleidd á telduforriti, soleiðis at hesi náttúrliga falla saman við tí, sum er stillað fram og duga at nýta rútmu, harmoni og javnvág í einari framsýning. Endaliga skal hann læra at gera eina skitsu av einari framsýning og at fremja eina vøruframsýning av vørum við skeltum á søluborðum og/ella vindeygum.

Ljós

Kunnað verður um ymsar ljóskeldur og á hvønn hátt, tær kunnu nýtast.

Í ljóslæru, skal næmingurin læra, og fáa dømi um, hvussu ymsar ljóskeldur ávirka litir. Hann skal kenna munin millum td. spot, effect og vanlig ljós. Eisini skal hann kunnast um, hvørjar reglur galda við el-inleggingum.

Skelti

Næmingurin skal læra at skriva skeltaskrift í ymsum støddum, eins og á ymiskar støddir av skeltum, eisini skal næmingurin fáa innlit í at seta upp skelti við telduforriti, ið er tøkt.

Í skeltaskriving, skal næmingurin kunnast um týdningin av sølufremjanini við at nýta røtt skelti. Talan er um 3 sløg av skeltum: prísskelti, kampagnuskelti og kunnandi skelti. Hetta kann gerast við dømum, eitt nú at vitja smásøluhandlar og tænastufyritøkur og at næmingurin roynir í verki. Næmingurin skal duga at skilja millum hondskrivað og telduframleidd skelti. Hann skal kunnast um sereyðkenni við ymiskum skriftum. Hann skal duga at gera prísskelti í rættari hædd og breidd samanborið við støddina á skeltinum, og duga at gera skelti, sum eru løtt at lesa, við ymiskum hæddum og breiddum av bókstavum og eisini vísa, at næmingurin dugir at seta orðini saman á ein hátt, sum passar til støddina á skeltinum. Hann skal harafturat duga at skilja og leggja fram dømi um týdningin av at hava rættan lesirætning, javnvág, bæði tá ið umræður tekst, tøl og margin á viðkomandi skelti. Næmingurin skal kunnast um týdningin av samansetingini og kontrastir á einum skelti, tá talan er um litir, stødd, pappírstyrki, hall, form, rætning, og læra at gera eitt skelti við atliti til hetta.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini Dekoratión/Visuel Marknaðarførsla eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í Dekoratión/Visuellari Marknaðarførslu eisini um at virða og menna áhugan fyri innihaldinum og endamálinum við lærugreinini. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta í Dekoratión/Visuellari Marknaðarførslu snýr seg um at bera fram sínar listarligu hugsanir og vitan um litir, rúm og skap við at lesa / skriva og tekna. At samskifta snýr seg eisini um at rokna rúmd og koma við hugskotum til uppstillingar og innrætting, og at nýta tøknilig amboð í hesum sambandi, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og ítøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru av fyrisitingarligum slag. 

Førleikin at nýta tøknilig amboð í Dekoratión/Visuellari Marknaðarførslu er at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. At leita framm / seta saman viðkomandi evni er serliga viðkomandi, av tí at Dekoratión/Visuel Marknaðarførsla er eyðkend av tíðarráki, ið flytur seg støðugt.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi og náttúruna. Í Dekoratión/Visuellari Marknaðarførslu skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at nýta mentanarlig og samfelagslig tíðarrák , sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

At skapa í Dekoratión/Visuellari Marknaðarførslu snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.


Fakligir førleikar

Litlæra

Næmingurin dugir:

  • NCS-litskipanina, kennur litkringluna
  • at greina littrýhyrningin og lit-sálarfrøðina

Tilfarslæra

Næmingurin dugir:

  • at velja best hóskandi tilfar til ta ávísu uppgávuna

Visual Merchandising

Næmingurin dugir:

  • at tekna mátfasta skitsu av eini uppstilling
  • 1:10, ið inniheldur gyltan skurð og brennidepil
  • at kenna uppstillingshættir, asymetriska uppstilling og symetriska uppstilling
  • duga at seta upp framsýning eftir hesum

Ljóslæra

Næmingurin dugir:

  • at kenna ljóskeldur, og í hvørjum føri ljós verður nýtt
  • reglurnar fyri, hvat loyvt er at seta upp sjálvur, og hvat er neyðugt, at fakfólk á økinum skulu gera

Skelti

Næmingurin dugir:

  • at gera skelti, eftir galdandi rammum, annaðhvørt við hond ella við teldu

at skilja ímillum kunngarskelti, átaksskelti og prísskelti

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingurin fær eina greiða meting av fakligu støðuni hjá sær í mun til ásettu málini, og hvat hann skal arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Eftirmetingarnar kunnu vera av ymiskum slagi, t.d. støðukanning, testir, munnlig upplegg og skrivligar royndir. Í eftirmetingini av einstaka næminginum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslagið og arbeiðssemið hjá næminginum eru, bæði viðvíkjandi einsæris avriki og avriki í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstaka næmingin um, hvørjum arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini.

Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

Einstaki skúlin ger skrivligar reglur fyri, nær og hvussu eftirmetingarnar verða framdar, og hvussu eftirmetingarnar verða latnar næmingunum.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein skrivlig og ein munnlig/handalig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan

Skrivliga próvtøkan varir 2 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan kjarnuevnini í lærugreinini. 1 tími til at loysa uppgávur innan kjarnuevnini og 1 tíma at skriva / seta saman skeltir.

Munnliga / handalig próvtøkan

Hildin verður ein munnlig / handalig próvtøka, sum varir í 2 tímar. Hesin próvtøkuparturin er at prýða eina framsýning ella lata inn eina verkætlan, sum skal greinast munnliga og skrivliga.

Givið verður eitt próvtal fyri avrikini, sum verða vektaði helvt um helvt.

 

Dømingargrundarlag

Skrivliga próvtøkan

Í dømingi verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin dugir at nýta sína ástøðiliga vitan frá undirvísingini í próvtøkusvarinum, og at hann dugir at síggja uppgávuna í frásjón.

Munnliga / handalig próvtøkan

Próvhoyrt verður bert um næmingurin hevur gjørt eina verkætlan, sum hann skal munnliga greiða frá.Tilfarið, ið arbeiðast skal við í verkætlanunum skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl. sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Um próvtøkan er skipað soleiðis, at próvtakarin skal prýða eina framsýning, verður úrslitið av prýðingini dømt, og skal próvtakarin tá hava grundgeving fyri dømingina.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva/tekna/skitsa renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera litlæru, tilfarslæru ella visual merchandising.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum litlæru verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum visual merchandising. Á tann hátt kundi førleikin at meta um litir og at velja út litir verið mentur samstundis tann ítøkiligi boðskapurin varð sjónliggjørdur og tilevnanin av framsýningarpallinum fór ígongd.

Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og at tekna/skitsera innrættingar og uppsetingar av ymiskum slagi. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini dekoratión/visuell marknaðarførsla. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skrivi- og tekniførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning sum lærugreinin dekoratión/visuell marknaðarførsla hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum  í sambandi við dekoratión, og tá ið visuell marknaðarføring verður gjørd, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, serstakliga uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í dekoratión/visuell marknaðarførsla skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða skapandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í dekoratión/visuell marknaðarførsla skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin dekoratión/visuell marknaðarførsla er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinir. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinir um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinirnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í Myndlist, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínamillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók í. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.