Skriva út ##pt##
Alisfrøði E
Seinast broytt:
6. juni 2014
1. Samleiki
Alisfrøði er læran um, hvussu menniskju hugsa sær náttúruna skipaða og samansetta.
Alisfrøðin hevur sum samrunnin partur av øðrum vísindagreinum sín uppruna í strembanini eftir at fáa størri kunnleika um náttúruvísindaligu heimsmyndina. Við at eygleiða, greina og skipa náttúrunnar fjølbroyttu lutir, og við at gera royndir, útrokningar og myndlar, er menniskjan sum frá líður vorðin betur før fyri at skilja, skifta orð um og taka støðu til fyribrigdi og hendingar í náttúru og umhvørvi.
Sum lærugrein útvegar alisfrøðin næmingum vitan, sum fevnir um grundleggjandi hugtøk so sum tíð og rúm, umframt meginreglurnar fyri mekanikki, hita- og ellæru, aldulæru, atom- og kjarnalæru. Dentur verður lagdur á samspælið millum verkligar royndir og ástøði, og at kanningar í starvstovu og úti í náttúruni geva næminginum ítøkiligt innlit í ransóknararbeiði, ið eggjar fram spurningar, víðkar hugflogið og stimbrar skilvísa hugsan.
Við sínum avgerandi luti í fatanini av heimsmyndini eins og í tøkniligum frambrotum hevur alisfrøðin havt stóra ávirkan á lívsumstøður og mentan. Lærugreinin gevur eisini amboð at skilja náttúruvísindaligar arbeiðshættir og tann leiklut, náttúruvísindini hava í sambandi við ta heimsmynd, vit gera okkum. Týdningur og samleiki hjá alisfrøðini eru tískil knýttir bæði at søguligum og siðfrøðiligum virðum, og at teimum avbjóðingum, sum eyðkenna gerandisdagin í okkara samfelag.
2. Endamál
Undirvísingin í alisfrøði á E stigi hevur til endamáls:
- at næmingurin fær gjørt sær eina skipaða fatan av umheiminum, sum tekur støði í tilhugsanum, royndum og eygleiðingum, sum menniskjað gjøgnum tíðirnar hevur gjørt
- at næmingurin fær eina fatan av týdninginum, ið náttúruvísindaligir arbeiðshættir og myndlahugtøk hava havt fyri menningina av tøknifrøði, mentan og samfelagi
- at næmingurin fær eina fatan av, á hvønn hátt náttúruvísindaligi hugsanarhátturin er grundarlag undir tøknifrøðini nú á døgum
- at næmingurin fær eina greiða fatan av alisfrøðiligum meginreglum og hugtøkum
- at næmingurin ognar sær kunnleika um alisfrøðiligar arbeiðs- og hugsanarhættir, so hann við myndlum og verkligum royndum evnar at vísa og lýsa, hvussu menniskju hugsa um og fata náttúruna rundan um seg
- at næmingurin ognar sær kunnleika um veruligar tøkni- og náttúrufakligar trupulleikar, ið gera seg galdandi innan vísindi, menning og framleiðslu, har alisfrøðin hevur ein týðandi leiklut í sambandi við hugsandi loysnir
- at næmingurin við verkligum royndum og ástøðiligum myndlum ognar sær kunnleika um, hvussu alisfrøðiligir myndlar verða settir upp og nýttir sum amboð til kvalitativt og kvantitativt at lýsa og greiða frá fyribrigdum og tilgongdum, ið eru av náttúrufrøðiligum slag
- at næmingurin ognar sær førleika at eygleiða neyvt og at nýta mátitól og aðra royndarstovuútgerð, har undir teldbúnað, sum natúrligan part av undirvísingini
- at næmingurin fær høvi til at arbeiða við tekstir við tøknifrøðiligum og náttúruvísindaligum innihaldi, umframt at grunda yvir innihald og próvførslu samstundis sum hann evnar at síggja lærugreinina úr røttum sjónarhorni
- at næmingurin ognar sær førleika at nýta alisfrøðiligan hugsanarhátt og háttaløg, tá ið hann skal loysa ástøðiligar og verkligar spurningar í, sum eru knýtt at teirri útbúgving, hann hevur valt
- við fakligum greiðsluevnum at geva næminginum innlit í náttúru- og tøknifrøðiligu sjónarmiðini í sambandi við burðardygga menning
- at geva næminginum veruligan alisfrøðiligan førleika, so hann er førur fyri at sameina ástøðiliga vitan, royndir og myndlar
- at birta upp undir, at leitanar- og rannsóknarhugur næmingsins verður mentur.
3. Stig og tímatal
Undirvísingin í alisfrøði á E-stigi fevnir um 54 klokkutímar, ið svarar til 72 pultstímar (tvær arbeiðsvikur).
4. Øki
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.
Kjarnaøki
Ítøkiliga innihaldið í lærugreinini er grundað á metingarnar um, hvørji týðandi alisfrøðilig evnir eru partur av útbúgvingini, sum lærlingurin hevur valt. Lærugreinin fevnir um sjey kjarnaøki, umframt uppskot til hugdýpingarøki, ið eru at meta sum tað, sum í minsta lagi krevst at vera gjøgnumgingið og lært fyri at røkka førleikamálunum í námsætlanini. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini. Evnini í kjarnaøkjunum kunnu verða vektaði ymiskt. Kjarnaøkini eru:
Alisfrøðin í náttúruvísindaligu heimsmyndini
Høvuðstættir í galdandi alisfrøðilýsingini av alheiminum og menningarsøgu hansara, her ímillum Kosmologisku meginreglurnar og víðkan alheimsins, m.a. reyðforskjóting hjá litbandslinjum
Jørðin sum gongustjørna í sólskipanini sum grundarlag undir lýsingini av beinleiðis mátførum náttúrufyribrigdum
Náttúrunar minstu laðingarsteinar, her ímillum atom sum grundarlag undir lýsingini av makroskopiskum (sjónligum) eginleikum hjá einum evni, umframt menningarsøgan hjá frumevnunum.
Orka
Kjarnaøkið orka fevnir um orku og orkubroyting, m.a. mátt, virkt og gagnvirði. Økið fevnir eisini um orkuformar og kvantitativa viðgerð av umsetninginum millum tveir orkuformar. Kinetisk og potentiell orka í tyngdarfeltinum nær Jørðini, innari orka og orkuviðurskifti í sambandi við temperatur- og umskifti, eru eisini fevnd av kjarnaøkinum orku, umframt javnvirði millum massa og orku, m.a. Q-virði í kjarnandgerðum. Eisini fevnir kjarnaøkið orka um temperaturhugtakið, varma, innaru orku, støðuformar, umbúning (faseovergang), idealgasslógina og termodynamikk.
El-læra
Kjarnaøkið el-læra fevnir um einfaldar elektriskar ringrásir við stationerum streymum lýst sambært stremstyrki, spenningsmuni, resistansi og orkubroyting (energiomsætning). Eisini fevnir hetta øki um veksilstreym og tað at framleiða veksilstreym, elektrisk og magnetisk felt og løðingar í teimum, m.a. feltið kring eina punktløðing og homogent elektriskt felt og kraftina í einari elektriskari løðing og einum streymberandi leiðara, rørsluna í homogenum elektriskum og magnetiskum feltum, induktión og induktiónslóg Faradays, umframt Coulombs lóg og Laplace lóg.
Bylgjur
Kjarnaøkið bylgjur fevnir um grundleggjandi eginleikarnar í sambandi við bylgjulongd, tíðføri (frekvensur), útbreiðsluferð og velking (interferensur), ljóð og ljós sum dømi um bylgjur umframt tað elektromagnetiska litbrotið, fysiskir eginleikar hjá ljóði og ljósi og teirra sambond við okkara sansafatan.
Kvantufysikkur
Kjarnaøkið kvantufysikkur fevnir um bygnaðin í atomum og atomkjarnum, orkuna í fotonum, emissión og absorptión av stáling í atomarum skipanum, litbrot, geislavirkni, m.a. sløg av fáningum (henfaldstyper), virkni og fáningarlógin (henfaldsloven). Øki fevnir eisini um orku í fotonum og flytmongd, tvíteingi í bitlabylgjum (partikelbølgedualitet), javnvirði millum orku og massa, rokning av Q-virði, bindingsorku og kjarnabygnað.
Mekanikkur
Kjarnaøkið mekanikkur fevnir um kinematiska lýsing av rørslu í einari og tveimum dimensjónum, her ímillum skrátt kast og javna kringrørslu. Eisini fevnir økið um impulsvarðveitslu,impulsmoment og kraftmoment, elastiskan og óelastiskan stoyt í einari og tveimum dimensiónum, krafthugtakið og lógir Newtons, m.a. trýst, uppdrift umframt gníggi- og luftmótstøða, graviatiónslógina og rørslu kring eitt høvuðslikam (centrallegeme). Harumframt fevnir kjarnaøkið um máttar- og orkuviðurskifti í sambandi við harmonisk sveiggj, mekaniska orku í einum homogenum tyngdarfelti og fyri graviatiónsfeltið kring eitt miðstøðulikam (centrallegeme).
Alisfrøðin í 21. øld
Eitt evni undir hesum kjarnaøki verður fráboðað og lýst fyri næmingunum framman undan 3. skúlaársbyrjan.
Ískoytisøki
Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.
Hugdýpingarøki
Í undirvísingini verður dentur lagdur á fakliga djúphugsan, so at lærugreinin eisini kann verða sædd í einum størri samanhangi, bæði tá ið tað snýr seg um verkligt og ástøðiligt arbeiði.
Við støði í lýstu kjarnaøkjunum velja næmingarnir saman við læraranum, tá ið skúlaárið byrjar, eini 3-4 hóskandi hugdýpingarøki at arbeiða við og at skriva frágreiðingar í.
Hugdýpingarøkini kunnu t.d. vera:
Sveigjandi skipanir
- Sveiggjtíð og frekvensur
- Pendul (eisini fjøðurpendul)
- Alduformar (tvør – og longdaraldur)
- Alduformilin
- Viðsveiggj (Resonans)
- Interferens
Aldueginleikarnar hjá ljóði og ljósi
- Resonans (ljóð)
- Polarisatión (ljós)
- Interferens (ljóð og ljós)
- Ljósspektur
- Grundlitir
- Ultraviolet ljós
- Infrareytt ljós
- Aldu - og partikkilfyrimyndin hjá ljósi
Joniserandi geislingar
- Alfa – beta og gammageislingar
- Røntgengeislingar
- Ávísing av joniserandi stráling
- Geislavirki fán (hálvbýtisstíðir)
- Lívfrøðilig ávirkan av geislavirkni
- Nýtsla í heilsuverkinum
Orkugerð við kjarnorku
- Fissión
- Fisións -reaktorar
- Fussión
- Vandar (t.d. Tjernobyl)
Ravmagn og orka
- Induktión
- Spenningsbroyting (transformatíon)
- Flutning av ravmagnsorku
- Spennings- og effektmiss
- Orkuhugtakið
- Orkuumgerð
- Orkuverk og orkunýtsla
- Orkutilfeingi.
5. Førleikamál
Førleikamálini í alisfrøði eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
- at virða
- at samskifta
- at kanna
- at skapa
At virða
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg í alisfrøði um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvi hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær fymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta
Førleikin at samskifta snýr seg í alisfrøði um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin alifrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um náttúruvísindi. At samskifta um náttúruvísindi snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.
Næmingurin dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga, tá ið tað snýr seg um at nýta faklig hugtøk í sambandi við alisfrøðilig viðurskifti, t.d. egnar eygleiðingar bæði í gerandisdegnum og í royndarstovuni. Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta. Næmingurin skal tí vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Ein týðandi støðisførleiki er at duga at seta spurningar og hypotesur, eftirkanna hesi við sjálv at fyrireika mannagongdir og at velja neyðug amboð. At eftirmeta royndarúrslit og greiða frá teimum er somuleiðis ein týðandi støðisførleiki
Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa náttúrufrøðiligar tekstir og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift. Førleikin at lesa er ikki bert at lesa fakligan tekst, men eisini myndlar og nýtsluávísingar, umframt at finna og savna inn dátur og greina hesar.
Næmingurin dugir at lesa og skilur vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur, myndlar og ímyndir. Ein annar partur av støðisførleikanum er at kunna seta seg inn í nýggj øki av lærugreinini m.a. við hjálp úr øðrum bókum, tíðarritum og av internetinum.
Førleikin at rokna snýr seg í alisfrøði um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Í hesum sambandi evnar næmingurin at brúka tøl og útrokningar, at skráseta, viðgera og leggja fram úrslit av egnum eygleiðingum, eitt nú við talvum og ritmyndum. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í síni heild, bæði í føroyskum og náttúrulærugreinunum, ein avgerandi leiklut í hesi menning.
Førleikin at nýta tøknilig amboð er í alisfrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisforleikunum.
Næmingurin dugir at nýta KT í alisfrøði, eitt nú at fáa til vega, viðgera og leggja fram tilfar sum sína egnu eygleiðing, og fara í dýpdina við fakinum. Ein kritisk og sjálvstøðug meting av upplýsingum av internetinum er partur av støðisførleikunum.
At kanna
Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna er av alstórum týdningi í alisfrøði og snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og royna, umframt at leita sær ráð og vitan um alisfrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni, umframt at læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á bókasavni og á internetinum. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin, og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.
Førleikin at kanna í alisfrøði snýr seg um at duga at nýta starvsstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigi og tí øki, arbeitt verður við. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt. Næmingurin skal venja seg við støðugt at skjalfesta tað verkliga royndararbeiðið, sum hann er við til at fremja í verki. Tvey alisfrøðilig evnir verða endaliga skjalfest og góðkend, og síðan nýtt sum grundarlag undir munnligu próvtøkuni.
At skapa
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísinigini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.
Førleikin at skapa snýr seg í alisafrøði um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini hava verið við til at broytt náttúru, lívsáskoðan, mentan og samfeløg. Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um alis- og evnafrøðilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.
Fakligir førleikar
Við støði í kjarnaøkjum og valdum hugdýpingarevnum dugir næmingurin eftir lokið E-stig:
- at gera og brúka einfaldar alisfrøðiligar myndlar til at greiða frá alisfrøðiligum fyribrigdum, bæði kvalitativt og kvantiativt, og at meta um, hvørt givnu myndlar eru væl eydnaðir
- at gera útrokningar í alisfrøði við støði í grundleggjandi hugtøkum og hóskandi myndlum
- at leggja til rættis, greiða frá og gera royndir í alisfrøði við støði í givnum umstøðum og sjálvstøðugt, og á skilagóðan hátt leggja úrslitið fram
- at vísa alisfrøðiliga fatan av náttúrfyribrigdum eins væl og tøknifrøðiligum og samfelagsligum viðurskiftum við dømum og í samstarvi við aðrar lærugreinar
- at seta seg inn í eitt ókent alisfrøðiligt øki og hava skil á tí náttúruvísindaliga háttalagnum og greiða frá tí brúkbara arbeiðsumráðnum, umframt at síggja umrødd alisfrøðilig evni í frásjón
- at vísa á alisfrøðiligt innlit við støði í egnum arbeiði og áhugaøkjum
- at leggja fram eitt alisfrøðiligt evni.
6. Eftirmeting og próvtøka
Eftirmetingar
Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.
Tá ið undirvísingin er lokin, fær næmingurin støðumet. Metið verður gjørt við støði í málunum í námsætlanini, og tað verður givið við støði í einari heildarmeting av næmingsins førleikum í lærugreinini.
Próvtøkuhættir
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Skúlarnir gera av, hvør próvtøkuháttur verður nýttur. Sami próvtøkuháttur verður nýttur í sama flokki ella próvtøkubólki.
Próvtøkuháttur A
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming.
Próvhoyringin fevnir um framløgu næmingsins av teimum báðum endaliga skjalfestu alisfrøðifakligu verkevnunum, sum hann hevur arbeitt við í undirvísingini, og sum eru góðkend sum próvtøkugrundarlag. Næmingurin nýtir viðkomandi alisfrøðiliga og yrkisfakliga útgerð í sambandi við próvtøkuna.
Undir framløguni skal næmingurin hava høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av teim umrøddu verkevnunum, og hann skal vísa, í hvønn mun hann er førur fyri at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alisfrøðiligum evni. Útdýpandi spurningar kunnu verða settir.
Dømingargrundarlag
Próvtøkutilfarið, sum fevnir um tvey endaliga skjalfest og góðkend alisfrøðilig verkevni, sum næmingurin hevur arbeitt við í undirvísingini, verður sent próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini. Tilfarið skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfarið. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og síggja evnið í frásjón.
Dentur verður í dømingini lagdur á, at próvtakarin dugir
- at lýsa og greiða frá verkevnunum og at nýta alisføðilig hugtøk
- at nýta viðkomandi frymlar og háttaløg í sínari viðgerð av verkevninum
- at taka uppí viðkomandi og týðandi alisfrøðiligar luteindir
- at taka ymisk faklig sjónarmið uppí og soleiðis seta skjalfesta próvtøkutilfarið í frásjón.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari fakligari og einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuháttur B
Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Til fyrireiking verða nýttir 20 minuttir.
Munnliga próvtøkan er í tveimum pørtum:
- framløga próvtakarans av einum av teimum alisfrøðifakligu verkevnunum, sum hann hevur arbeitt við í undirvísingini, og sum er góðkent sum próvtøkugrundarlag frammanundan próvtøkuni
- framløga av próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur fingið við lutakasti og fyrireikað seg til í fyrireikingartíðini.
Undir framløguni skal próvtakarin hava høvi at sýna vitan sína og heildarfatan av umrødda verkevni, og hann skal vísa, í hvønn mun hann evnar at gera eina fakliga niðurstøðu av einum alisfrøðiligum evni. Útdýpandi spurningar kunnu verða settir.
Dømingargrundarlag
Próvtøkutilfarið, sum fevnir um skjalfestu og til próvtøku góðkendu alisfrøðiligu verkevni, sum næmingarnir hava arbeitt við í undirvísingini, umframt teir próvtøkuspurningar, sum próvhoyrarin evnar til, verður sent próvdómaranum í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.
Próvtøkutilfarið skal í síni heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfarið. Hann skal vísa, at hann evnar at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja evnið í frásjón.
Í dømingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir
- At lýsa og greiða frá verkevninum og at nýta alisfrøðilig hugtøk
- At nýta viðkomandi frymlar og háttaløg í sínari viðgerð av verkevninum
- At taka uppí viðkomandi og týðandi alisfrøðiligar luteindir
- At seta próvtøkutilfar og próvtøkuspurning í frásjón
Givið verður eitt próvtal við støði í einari fakligari og einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtalslýsingar
Munnligt E-stig
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini alisfrøði. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri. |
7 | Gott | Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini alisfrøði, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðulig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur brek koma fyri. |
02 | Nøktandi | Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik og tulkingin ógreið og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi brek koma tó fyri. |
7. At skipa undirvísing
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Didaktiskar meginreglur
Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum. Tað kann t.d. vera orka, kvantufysikkur ella mekanikkur.
Av stórum týdningi er tað at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum orka verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum mekanikkur. Vitan á hesum øki kundi verið við til at gjørt fatanina av alisfrøðini meira fjøltáttaða.
Munnligi tátturin í lærugreinini skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.
Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í alisfrøði. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í alisfrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa eina greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir hetta evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.
Stigvøkstur
Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.
Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.
At læra at læra
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.
Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.
Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini alisfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í alisfrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at alisfrøðiligum spurningum.
Arbeiðshættir
Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.
Í alisfrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka. Avgerandi er, at undirvísingin er næmingatillagað, at hon er spurningastýrd, at næmingarnir taka sjálvir stig til at vera virknir í undirvísingini, og at undirvísingin harumframt verður sett í søguligt og spekiligt høpi.
Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.
Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.
Týdningarmikið er, at hvør næmingur lærir seg gott arbeiðslag, umframt at hann ognar sær fimi í at gera lýsandi tilfar, sum hann kann viðgera og bera fram, antin sjálvur ella í bólki. Í undirvísingini skal tí stórur dentur verða lagdur á tað sjálvstøðuga arbeiðið, næmingarnir gera, bæði tá ið talan er um verkligt og ástøðiligt arbeiði.
Skrivliga arbeiðið, sum hvør næmingur (bólkur) skal gera um hvørt av valdu evnunum, skal lýsa evnið søguligt, ástøðiligt, umframt tær royndir, ið kunnu verða gjørdar at stuðla og lýsa ástøðið.
Skrivliga arbeiðið, sum hvør næmingur (bólkur) skal gera um hvørt av valdu evnunum, skal lýsa evnið søguligt, ástøðiligt, umframt tær royndir, ið kunnu verða gjørdar at stuðla og lýsa ástøðið.
Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.
Lærari skal altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.
Samstarv
Alisfrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.
Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, um somu tíð.
Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.
Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin. Tí er umráðandi, at undirvísingin í alisfrøði verður sjónliga skipað so, at næmingurin veit, at lærugreinin er framhald av lærugreinini Alis- og evnafrøði í 9. flokki.
Avrik
Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í alisfrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina verkætlan, eina røð av fyrilestrum, eina heimasíðu ella eina ritgerð.
Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.
Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.
Samrøða
Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri føroyskum máli sum intellektuellum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmáli í lærugreinini, eitt nú við sínamillum tosi og við tí at siga frá.
Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar (tilevnaðar) samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.
Lesing
Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.
Lívlong læring
Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.