Skip to main content

Skriva út ##pt##

Galdandi:

Kemur saman við støðisnámsætlanini í gildi frá 1. august 2026 fyri næmingar, sum byrja á hesum stigum 1. august 2026 ella seinni:

  • C-stigi, B-stigi og A-stigi á miðnámi
Viðmerkingar:
  • Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlanum eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeiningar.

1. Samleiki

Fremmandamál eru portur út í heim og gera okkum før at koma í samband við onnur menniskju, lond og mentanir og at skilja, hvussu onnur búleikast og hugsa. Fremmandamál geva okkum fjøltáttaðar málførleikar og innlit í aðrar mentanir, sum eru týðandi førleikar í altjóða samvinnu og samstarvi um samfelagslig, handilslig og mentanarlig viðurskifti. Kunnleiki til fremmandamál gevur okkum eisini innlit í okkara egna mál eins væl og onnur mál, alheimsbókmentir, vísindi, fagrar listir og søgu og ger okkum soleiðis meira tilvitað um egnan samleika.

Spanskt er triðstørsta mál í heiminum og er knýtt at litríkum og fjølbroyttum mentanum. Spanskt er eitt týðandi høvuðsmál í bókmentum, myndlist, tónleiki, vinnu, ítrótti, móta, politikki og heimspeki. Sum eitt av teimum latínsku málunum gevur spanskt innlit í hini latínsku málini.

At læra fremmandamál byggir á royndir og vitan úr móðurmálinum og øðrum fremmandamálum, sum longu eru tilognað í og uttan fyri skúlan. Millummálslig undirvísing er við til at styrkja málsligu tilvitanina hjá næmingunum bæði viðvíkjandi móðurmálinum og sponskum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á at undirvísa í sponskum máli, mentan, søgu og samfelagsviðurskiftum.

2. Endamál

Undirvísingin í sponskum hevur til endamáls, at næmingarnir:

  • ogna sær spanskt mál sum virkið amboð og samskiftismiðil
  • menna málsliga tilvitan og kunnleika til spanskt mál
  • menna lesiførleikar og skriviførleikar í sponskum
  • ogna sær førleikar at skilja, umrøða og viðgera tekstir á sponskum
  • fáa kunnleika til mentanar- og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har spanskt verður talað og nýtt, og innlit í millumtjóða sambond
  • ogna sær vitan um málsligt og mentanarligt fjølbroytni
  • fáa innlit í, hvussu mentan, samleiki, siðir og virðir eru tongd at okkara fatan av heiminum.

3. Kjarnaøki

Lærugreinin spanskt hevur fýra kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Talaða málið
  • Skrivaða málið
  • Málkunnleiki
  • Mentan og samfelag

Talaða málið

Kjarnaøkið talaða málið snýr seg í sponskum um, at næmingurin mennir sínar samskiftisførleikar í sponskum. Hetta kjarnaøkið fevnir tí um at lurta, tosa og leggja fram í ymiskum felagsligum høpi. Í undirvísingini skal tí hugt verða at ymiskum samskiftissnildum og ymiskum lurti- og taliháttum. Umráðandi er, at tosað verður í størst møguligan mun á sponskum máli í undirvísingini. 

Skrivaða málið

Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um, at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar í sponskum. Hetta kjarnaøkið fevnir um at lesa, fata og skriva við støði í ymiskum tekstsløgum úr spanskmæltum økjum. Í hesum sambandi verður arbeitt við ymiskum lurti- og lesiháttum og hóskandi hjálparmiðlum. Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg sostatt eisini um stigvíst at víðka um orðfeingið, umframt viðgerð av tekstum, og er á tann hátt eisini við til at stuðla upp undir talaða málið.

Málkunnleiki

Kjarnaøkið málkunnleiki snýr seg um, at næmingurin gjøgnum tekstir og samskifti fær innlit í og lærir seg grundleggjandi spanskar ljóðreglur, bendingar og setningsbygnað, umframt at komið verður inn á merking í fremmandamálsligum høpi. Grundleggjandi kunnleiki til ein málbygnað styrkir samskiftisførleikan og mennir málfatan næminganna sum heild. 

Mentan og samfelag

Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um, at næmingurin fær eina tilvitaða fatan av mentan og samfelag í londunum, har spanskt er høvuðsmál. Í hesum kjarnaøki verður sostatt arbeitt við hóskandi evnum, sum eyðkenna mentan og samfelag í spanskmæltum londum og økjum. Undirvíst verður tí í einum breiðum úrvali av tekstum á ymiskum torleikastigum um gerandislig, mentanarlig og samfelagslig evni. Týðandi mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í sponskum máløkjum verða tikin við í undirvísingina.

4. Faklig førleikamál

Lærugreinin spanskt hevur endalig mál fyri C-stig, B-stig og A-stig.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at lurta eftir og skilja høvuðstættir í týðiliga talaðum einfaldum sponskum máli um kend evni, miðlað gjøgnum ymiskar miðlar
  • at lesa og í høvuðsheitum skilja setningar og stuttar tekstir á einfaldum sponskum máli
  • at samskifta um kend evni á einfaldum sponskum máli, herímillum at samskifta í gerandisstøðum
  • at leggja fram og greiða frá um seg sjálva/n á einfaldum sponskum
  • at skriva setningar á einfaldum sponskum máli um kend evni
  • at nýta orðabøkur og viðkomandi mállærubøkur
  • at seta spanskt í samband við føroyskt og onnur mál
  • at seta sína vitan um spanskt í mentanarligan og søguligan samanhang.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í týðiliga talaðum einfaldum sponskum máli um kend evni, miðlað gjøgnum ymiskar miðlar
  • at lesa og í høvuðsheitum skilja ymisk sløg av sponskum tekstum á einfaldum máli
  • at samskifta um kend evni á einfaldum og samanhangandi sponskum, herímillum at samskifta í gerandisstøðum
  • at leggja fram og greiða frá kendum evnum á einfaldum og samanhangandi sponskum
  • at orða seg skrivliga á einfaldum og samanhangandi sponskum um kend evni
  • at nýta orðabøkur og viðkomandi mállærubøkur
  • at seta spanskt í samband við føroyskt og onnur mál
  • at skilja sosialar atferðarreglur í spanskmæltum økjum
  • at seta sína vitan um spanskt í mentanarligan og søguligan samanhang.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í týðiliga talaðum sponskum máli um kend evni, miðlað gjøgnum ymiskar miðlar
  • at lesa og skilja ymisk sløg av ótillagaðum sponskum tekstum úr ymiskum tekstsløgum
  • at taka lut í samskifti og kjaki um kend evni og greiða frá ymsum sjónarmiðum á týðiligum og nøkulunda rættum sponskum
  • at leggja fram og greiða frá kendum evnum á týðiligum og nøkulunda rættum sponskum, herímillum um mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í spanskmæltum økjum
  • at orða seg skrivliga á einfaldum og samanhangandi sponskum um kend evni
  • at viðgera spanskar tekstir úr ymiskum tekstsløgum og seta einstaka tekstin í frásjón
  • at nýta orðabøkur og viðkomandi mállærubøkur
  • grundleggjandi spanskar ljóðreglur, bendingar og setningsbygnað
  • at seta spanskt í samband við føroyskt og onnur mál og nýta millummálsligu vitanina til at menna málið
  • at skilja sosialar atferðarreglur í spanskmæltum økjum.

5. Próvtøka

Næmingarnir fara til endaliga próvtøku á C-, B- og A-stigi á miðnámi.

Próvtøkuháttur á C-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á C-stigi

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum og økjum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Orðafrágreiðingar kunnu vera til serliga trupul orð. Próvtøkuspurningurin skal byrja við stuttari leiðbeining á sponskum um, hvussu próvtakarin skal arbeiða við tilfarinum.

Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:

  1. Við støði í einum ókendum teksti á umleið ⅓ normalsíðu skal næmingurin lesa eitt brot upp á sponskum. Brotið skal fevna um umleið 50 orð. Próvhoyrarin setir hereftir spurningar á føroyskum til málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa próvtakarans fatan av tekstinum. Síðani verður ein samrøða á sponskum millum próvtakara og próvhoyrara um útflýggjaða tekstin, sum eisini verður settur í samband við viðgjørd evni. Próvtakarin innleiðir samrøðuna við eini stuttari framløgu á sponskum um tekstin og evnið.

  2. Við støði í ókendum myndatilfari skal næmingurin samtala um gerandislig evni.

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit, sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Loyvt er heldur ikki at nýta vitlíki.

Ein normalsíða er 2400 tekn, íroknað millumrúm.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.

Dømingargrundarlag 

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt á sponskum at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Próvtakarin skal vísa, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í samband við tættir í undirvísingini. Evnini at samskifta á sponskum verða vektað hægst. Samanhangandi málburður á sponskum er meira umráðandi enn lýtaloysi í smálutum.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuháttur á B-stigi 

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á B-stigi 

Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum og økjum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Orðafrágreiðingar kunnu vera til serliga trupul orð. Próvtøkuspurningurin skal byrja við stuttari leiðbeining á sponskum um, hvussu próvtakarin skal arbeiða við tilfarinum.

Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:

  1. Við støði í einum ókendum teksti á umleið ½ normalsíðu skal næmingurin lesa eitt brot upp á sponskum. Brotið skal fevna um umleið 50 orð. Próvhoyrarin setir hereftir spurningar á føroyskum til málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa próvtakarans fatan av tekstinum. Síðani verður ein samrøða á sponskum millum próvtakara og próvhoyrara um útflýggjaða tekstin, sum eisini verður settur í samband við viðgjørd evni. Próvtakarin innleiðir samrøðuna við eini stuttari framløgu á sponskum um tekstin og evnið.

  2. Við støði í ókendum myndatilfari skal næmingurin samtala um gerandislig evni.

Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit, sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað. Loyvt er heldur ikki at nýta vitlíki.

Ein normalsíða er 2400 tekn, íroknað millumrúm.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd sýna evni til sjálvstøðugt á sponskum at leggja fram og viðgera tilfar við støði í einum próvtøkuspurningi. Próvtakarin skal vísa, at hann/hon dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í samband við tættir í undirvísingini. Evnini at samskifta á sponskum verða vektað hægst. Samanhangandi málburður á sponskum er meira umráðandi enn lýtaloysi í smálutum.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtøkuhættir á A-stigi 

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivlig próvtøka á A-stigi 

Skrivliga próvtøkan varir 4½ tíma, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar innan fyri kjarnaøkini í lærugreinini.

Skrivliga próvtøkan er tvíbýtt:

  1. Fleiri smáar uppgávur um ein spanskan tekst. Eingir hjálparmiðlar eru loyvdir. Uppgávan er í pappírsformi, og svarast skal við hond. Hesin parturin av próvtøkuni kann í mesta lagi vara 1½ tíma.

  2. Próvtakarin skal skrivliga á sponskum viðgera spanskar tekstir. Einans sentralt givnir hjálparmiðlar eru loyvdir. Uppgávan er í pappírsformi, og svarast skal við hond. Hesin parturin av próvtøkuni byrjar, tá fyrri parturin er innlatin.

Dømingargrundarlag

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður lagdur á, at próvtakarin dugir at taka týdningarmestu tættirnar burtur úr tekstatilfarinum, at orða seg skrivliga á sponskum og at skipa og leggja fram eitt innihald. Próvtakarin skal harumframt vera stinnur í formlæru og orðalagslæru og hava tamarhald á almennum orðatilfari og merkingarlæru.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Munnlig próvtøka á A-stigi 

Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum og økjum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Orðafrágreiðingar kunnu vera til serliga trupul orð. Próvtøkuspurningurin skal byrja við stuttari leiðbeining á sponskum um, hvussu próvtakarin skal arbeiða við tilfarinum.

Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:

  1. Við støði í einum ókendum teksti á umleið 1 normalsíðu skal næmingurin lesa eitt brot upp á sponskum. Brotið skal fevna um umleið 70 orð. Próvhoyrarin setir hereftir spurningar á føroyskum til málslig og/ella innihaldslig viðurskifti, ið skulu lýsa próvtakarans fatan av tekstinum. Síðani verður ein samrøða á sponskum millum próvtakara og próvhoyrara um útflýggjaða tekstin, sum eisini verður settur í samband við viðgjørd evni. Próvtakarin innleiðir samrøðuna við eini stuttari framløgu á sponskum um tekstin og evnið.