Skriva út ##pt##
Russiskt
B-stig
Galdandi:
Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2023.
1. Samleiki
Lærugreinin russiskt leggur dent á fakliga og mentanarliga vitan og á fakligar førleikar og hegni. Innihaldið fevnir um russiska málið, og í hesum sambandi verður arbeitt við bókmentum, søgu, mentan og samfelagsviðurskiftum, bæði í Russlandi og í øðrum russiskmæltum økjum.
2. Endamál
Undirvísingin í russiskum hevur til endamáls, at næmingarnir:
- ogna sær russiskt mál sum amboð og samskiftismiðil
- menna sínar førleika at lesa, umrøða og viðgera tekstir á russiskum
- menna sína vitan og tilvitan um russiskt mál og russiska mentan
- menna síni evni at samskifta tvørtur um landamørk um almenn og faklig viðurskifti á russiskum
- fáa innlit í mentanar- og samfelagsviðurskifti í russiskmæltum londum og økjum.
3. Kjarnaøki
Lærugreinin russiskt á B-stigi hevur fýra ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.
- Talaða málið
- Skrivaða málið
- Málkunnleiki
- Mentan og samfelag
Talaða málið
Kjarnaøkið talaða málið snýr seg í russiskum um samskiftisførleikar, bæði tá ið tosað verður á russiskum við russiskmælt fólk og í sambandi við russiskt sum millumtjóða samskiftismál. Kjarnaøkið fevnir tí um at lurta, tala og leggja fram í ymsum felagsligum høpum. Í undirvísingini skal tí verða hugt eftir ymiskum samskiftisstrategium, hóskandi hjálparmiðlum og ymiskum lurti- og taliháttum.
Skrivaða málið
Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um, at næmingarnir menna sínar lesi- og skriviførleikar, bæði tá ið tosað verður um viðurskifti í russiskmæltum økjum og í sambandi við russiskt sum millumtjóða samskiftismál. Kjarnaøkið fevnir tí um at lesa, fata, hoyra og skriva í ymiskum felagsligum høpi við støði í ymiskum tekstsløgum. Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg sostatt eisini um at víðka um orðfeingið, umframt um greining og umrøðu av tekstum.
Málkunnleiki
Kjarnaøkið málkunnleiki snýr seg um, at næmingarnir fáa innlit í og læra seg russiska ljóðlæru, formlæru, orðalagslæru, týdningslæru, og at víðkað verður um orðfeingið í russiskum til at stuðla upp undir samskiftið. Umráðandi er, at talað verður á russiskum máli í undirvísingini.
Mentan og samfelag
Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um, at næmingarnir fáa eina tilvitaða fatan av mentan og samfelag í russiskmæltum londum og økjum. Í hesum kjarnaøki verður sostatt arbeitt við hóskandi evnum, sum eyðkenna mentan og samfelag í russiskmæltum londum og økjum. Undirvíst verður tí í einum breiðum úrvali av tekstum á ymiskum torleikastigum frá nýggjari tíð um almenn, mentanarlig og samfelagslig evni. Týðandi mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í russiskum máløkjum verða tikin við í undirvísingina.
4. Faklig førleikamál
Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:
- í høvuðsheitum at skilja lætt, einfalt standardrussiskt mál í talu
- at úttala einfalt standardrussiskt mál skilliga og natúrliga
- at lesa og skilja tillagaðar og lættar ótillagaðar russiskar tekstir, bæði fagur- og yrkisbókmentaligar
- at nýta hóskandi orðfeingi, soleiðis at tey kunnu samskifta á russiskum um gerandisviðurskifti og um lisin evni og lisnar tekstir
- at nýta grundleggjandi formlæru og orðalagslæru í einføldum, skilligum russiskum talumáli á byrjanarstigi
- at skilja lisin evni við støði í kunnleika um russiskar bókmentir, mentan, søgu og samfelagsviðurskifti, herímillum at vísa tvørmentanarligar førleikar
- at orða seg skrivliga í talumálskendum tekstsløgum á skilligum russiskum
- at nýta viðkomandi hjálparmiðlar, kt-amboð og talgildar miðlar við atliti at møguleikum og avmarkingum
- at nýta viðkomandi strategiir til at læra mál og til at skilja aðrar mentanir
- at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar
- at vísa á kunnleika um samleika og háttaløg í lærugreinini.
5. Próvtøka
Próvtøkuhættir á B-stigi
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Munnlig próvtøka á B-stigi
Próvtøkan er tvíbýtt og varir til samans umleið 30 minuttir. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.
- Samtala á russiskum við støði í lisnum teksti, sum fevnir um umleið ¾ normalsíðu. Eisini skulu brot úr tekstinum, svarandi til umleið 50 orð, lesast upp og týðast. Próvtakarin velur sjálv/ur brotið at lesa upp, meðan próvhaldarin undir próvtøkuni velur brotið, sum skal týðast.
- Samtala á russiskum í umleið fimm minuttir við støði í ólisnum myndatilfari um eitt alment evni.
Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tvær ferðir í sama flokki/bólki.
Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á B-stigi
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini.
Dentur verður serliga lagdur á:
- skilliga úttalu
- alment og tekstviðkomandi orðfeingi
- samskiftisevni og málburð á einføldum og skilligum russiskum talumáli
- rætta fatan og týðing av tekstbrotinum, sum próvhoyrarin valdi
- tekstfatan og yvirlit í sambandi við lisna tekstin.
Samanhangandi málburður hevur størri týdning enn, at allir smálutir eru málsliga rættir.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.