Skip to main content

Skriva út ##pt##

Frá 4. til 6. floksstig
Galdandi:

Saman við støðisnámsætlanini galdandi frá 1. august 2023 fyri næmingar, sum byrja á 4. floksstigi 1. august 2023 ella seinni.

Viðmerking:

Partar av innihaldinum í áður galdandi námsætlan eru fluttir í støðisnámsætlanina og aðrir partar í tilhoyrandi leiðbeining.

1. Samleiki

Náttúrufrøðin er ment við vísindaligum arbeiði og er partur av okkara lívi, lívsumstøðum og mentan og er úrslit av menniskjanna forvitni og tørvi á at skilja náttúrufyribrigdi, ringrásir og samspælið millum livandi verur og umhvørvið og at finna sannleikan um sín egna uppruna og sína tilveru í náttúruni og í alheiminum.

Lærugreinin náttúra og tøkni snýr seg um náttúruna sum heild, skipan, lívið í náttúruni, samanhangir og ta ávirkan, sum menniskju hava á náttúruna, bæði á lívrunna og ólívrunna partin. Undirvísingin er grundað á vísindaligar arbeiðshættir, so sum eygleiðingar, kanningar, greiningar, at innsavna dátur og at gera egnar royndir. Næmingarnir skulu við áhuga, forvitni, undran og upplivingum og við náttúruvísindaligum sjónarhorni ogna sær kunnleika um samspæl menniskjanna við náttúruna, alheimin og við ávirkanina, sum tøkniliga framgongdin hevur á menniskju og náttúru. Næmingarnir skulu í lærugreinini menna sín áhuga fyri náttúruvísindum og tøkni sum grundarlag fyri víðari arbeiði í lívfrøði, alis- og evnafrøði og landafrøði.

Náttúra og tøkni byggir víðari á kunnleika og fimi, sum næmingarnir hava ognað sær í lærugreinini heimstaðarlæru trý tey fyrstu skúlaárini. Innihaldið í náttúru og tøkni skal leggja grundstøði undir hugtøk, forfatan og  førleikar, ið eru neyðug í náttúruvísindaligu lærugreinunum.

2. Endamál

Undirvísingin í náttúru og tøkni skal byggja á egnar upplivingar, royndir, eygleiðingar og kanningar, har næmingarnir menna náttúrvísindaligar arbeiðshættir, verkligar førleikar og síni skapanar- og samstarvsevni. Verkliga og granskandi undirvísingin skal tryggja, at næmingarnir gjøgnum upplivingar kunnu nýta sítt forvitni og undran og áhaldandi menna síni evni og áhuga at granska og skapa. Næmingarnir skulu í undirvísingini menna sítt innlit í náttúruviðurskifti og kveikja sín áhuga fyri burðardyggari menning og nýhugsan.

Undirvísingin í náttúru og tøkni hevur til endamáls, at næmingarnir:

  • duga at seta spurningar og orða hugsanir um náttúrufrøðilig fyribrigdi og hugtøk
  • duga at seta orð á og eyðmerkja variablar (broytilig viðurskifti) og savna inn upplýsingar til tess at finna svar
  • kenna mun á eygleiðingum og úrslitum og duga at skipa dátur
  • duga neyvt at eygleiða ymisk náttúrulig fyribrigdi og flokka og lýsa hesi eftir eginleikum, funktiónum og tilfari
  • duga at nýta egnar kanningar og seta hesar í viðkomandi náttúruvísindaligt høpi.

3. Kjarnaøki

Lærugreinin náttúra og tøkni hevur fimm ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

  • Náttúruvísindaligur arbeiðs- og hugsanarháttur
  • Orka og tilfar
  • Jørðin og lívið á jørðini
  • Kroppur og heilsa
  • Tøkni

Náttúruvísindaligur arbeiðs- og hugsanarháttur

Kjarnaøkið náttúruvísindaligur arbeiðs- og hugsanarháttur snýr seg um at granska, eygleiða, kanna, gera støddfrøðiligar uppsetingar (modellera) úr gerandisdegnum, samskifta og seta í frásjón. Náttúruvísindaligur arbeiðs- og hugsanarháttur skal síggjast aftur í øllum táttum í lærugreinini. Við støði í verkligum arbeiði og royndum skulu næmingarnir gera egin modell, meta um og loysa fakligar trupulleikar og soleiðis menna nýhugsan, skapanargleði og fatan av náttúruvísindaligum ástøði.

Orka og tilfar

Kjarnaøkið orka og tilfar snýr seg um at skilja, hvussu vit nýta týðandi ástøði, lógir, modell og hugtøk um orku, evni og bitlar (partiklar) til tess at greiða frá okkara heimi. Við at nýta kunnleika um orku og evnistilfar skulu næmingarnir skilja náttúrufyribrigdi og síggja ymisk høpi í náttúrulærugreinum.

Jørðin og lívið á jørðini

Kjarnaøkið jørðin og lívið á jørðini snýr seg um at menna sína fatan av náttúru og umhvørvi. Næmingarnir skulu fáa grundleggjandi fatan av, hvussu jørðin er skapað, og hvussu lívið á jørðini hevur ment seg. Kunnleiki um jørðina sum skipan, og hvussu menniskju ávirka skipanina, skal geva næmingunum grundarlag at taka burðardyggar avgerðir. Næmingarnir skulu ogna sær kunnleika og vitan um jørðina, og hvussu hon er samansett landafrøðiliga, herímillum kunnleika um lond, heimspartar, heimshøv og ættir. Næmingarnir eiga eisini at ogna sær kunnleika um vøkstur og djóralív.

Kroppur og heilsa

Kjarnaøkið kroppur og heilsa snýr seg um at skilja, hvussu tær stóru og smáu skipanirnar í kroppinum samvirka. Næmingarnir skulu læra at skilja, hvussu kroppurin mennist, og hvussu likamlig og sálarlig heilsa kunnu varðveitast. Kunnleiki um skipanirnar í kroppinum, og hvussu tær ávirka hvørja aðra, skal hjálpa næmingunum til at fara væl um kropp og heilsu alt lívið.

Tøkni

Kjarnaøkið tøkni snýr seg um at brúka og skilja tøknilig amboð og háttaløg, sum eru viðkomandi í náttúruvísindaligum arbeiði. Næmingarnir skulu verða førir fyri at meta um, í hvønn mun tøknin kann hjálpa við at finna loysnir, og hvussu tøknin kann føra til nýggjar avbjóðingar. At nýta tøkni fevnir eisini um at forrita og gera talgild modell og at meta um, hvussu hesi kunnu nýtast í náttúruvísindaligum høpi.

4. Faklig førleikamál

Í náttúru og tøkni eru ávegismál fyri 4. og 6. floksstig. Ávegismálini eru leiðbeinandi, tó soleiðis at skilja, at um munandi frávik koma fyri, skal hetta fráboðast leiðslu skúlans, sum við støði í lýsta tørvinum hevur skyldu til at seta neyðug tiltøk í verk.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at seta spurningar og gera sær hugsanir um náttúrufyribrigdi og hugtøk og greiða frá egnum metingum, eygleiðingum og upplivingum
  • at samanbera modell við eygleiðingar og lýsa bæði ítøkilig og úrtøkilig fyribrigdi
  • at kanna og lýsa, hvussu ymisk evni ávirka hvørt annað
  • at kanna og lýsa orku og orkukeldur
  • at nýta battarí til ljósorku
  • grundandi at kanna náttúruøki og greiða frá kanningarúrslitum, herímillum at grunda um, hví nøkur djóra- og plantusløg ikki klára seg
  • at kanna og greiða frá heimligum plantusamfeløgum og vakstrarumstøðum
  • at eygleiða fuglalívið á staðnum og liviumstøður
  • at kanna og lýsa ringrásina hjá vatni og greiða frá, hví vatn er lívsneyðugt
  • at nýta heimsatlas, herímillum at greiða frá um Norðurlond
  • at skyna á veðri og ávirkanini av veðrinum, herímillum veðurlagsbroytingum
  • at seta orð á sálarliga og kropsliga heilsu, og hvussu liviháttur og trivnaður ávirka heilsuna
  • at lýsa líkleikar og ymisleikar millum kynini
  • at nýta viðkomandi tøknilig tól og skipanir eftir evni og endamáli.

Málið við undirvísingini er, at næmingurin dugir:

  • at undrast, savna upplýsingar, seta spurningar og gera hypotesur, greina úrslit og finna møgulig svar
  • at viðgera dátur, greina vitan, skyna á keldutilfari og grundgeva fyri úrslitum
  • at samanbera modell við eygleiðingar, at lýsa bæði ítøkilig og úrtøkilig fyribrigdi og at greiða frá, hví modell verða brúkt í náttúrulærugreinum
  • at kanna evnafrøðiligar tilgongdir og greiða frá eyðkennum teirra
  • at gera royndir við streymi og magnetismu og greiða frá, hvussu hesi verða brúkt í gerandisdegnum
  • at vísa kunnleika um sereyðkenni við ymsum lívverum, herímillum lívverum í havinum, og flokka hesar í høvuðsbólkar
  • at vísa á lívfrøðiligt margfeldi og á tiltøk, sum verja lívfrøðiligt margfeldi í nærumhvørvinum
  • at kanna gagnplantur og fortreytir fyri vøkstri, so sum mold og taðing
  • at kanna og lýsa ymiskar føðiketur og brúka vitanina til at vísa á samspæl í náttúruni
  • at kanna og lýsa, hvussu jørðin, mánin og sólin ferðast, og hvussu skipanin ávirkar lívið á jørðini, herímillum hvussu dagur, nátt og árstíðir taka seg upp
  • at kanna og lýsa jarðfrøði og ymisk landsløg
  • at lýsa likamligar og sálarligar broytingar í kynsbúningarárunum, og hvussu hesar broytingar kunnu ávirka kenslur, gerðir og kynslív
  • at greiða frá, hvussu nøkur av gøgnunum í kroppinum virka, og kanna og lýsa, hvussu skipanirnar virka saman.