##pt##

Tónleikatøkni C

Galdandi: 

Galdandi frá 1. august 2022.

1. Samleiki

Tónleikur og tónleikaídnaður eru týðandi mentanarlig øki í samfelagnum, og tað eru bæði leik og lærd, sum framleiða og varpa egnan tónleik út.

Lærugreinin tónleikatøkni arbeiðir tilvitað við tónleiki sum bæði listarligt og fysiskt fyribrigdi og sær tøknina sum ein týðandi part av tónleikaútgávum, tónleikaframførslum og tí tónlistarliga úttrykkinum í øllum tónleiki.

2. Endamál

Undirvísingin í tónleikatøkni hevur til endamáls, at næmingarnir:

  • verða tilvitaðir um, hvønn týdning og hvørja ávirkan tøknin hevur havt á menningina av tónleiki søguliga sæð fram til í dag
  • ogna sær verkligar royndir í nýtslu av nútímans tónleikaútgerð
  • ogna sær grundleggjandi kunnleika um týðandi øki innan ljóðframleiðslu
  • ogna sær ástøðiligt yvirlit yvir økið, soleiðis at tey kunnu seta hesa vitan í samband við tøknilig greiðsluevni
  • menna síni evni at greina ljóð- og tónleikaframleiðslur við støði í tónleikatøkniligum parametrum
  • menna síni evni at skilja og nýta tøknina í verkligum samanhangi.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í tónleikatøkni á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnuøki og ískoytisøki. Kjarnuøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av tímatalinum. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av tímatalinum í lærugreinini. Næmingarnir fara til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Lærugreinin tónleikatøkni fevnir um fimm ymisk kjarnaøki. Ástøðiligi og verkligi parturin av lærugreinini verða neyvt samantvinnaðir.

  • Tónleikatøknisøga og tónleikaástøði
  • Ljóðlæra
  • Analog og talgild ljóðtøkni
  • Ljóðupptøka
  • Ljóðframleiðsla

Í hvørjum kjarnaøki skulu næmingarnir arbeiða við eini minni verkligari uppgávu um eitt evni, sum er partur av einstaka kjarnaøkinum. Stutt, skrivlig frágreiðing, sum er á leið tvær síður, verður gjørd í sambandi við verkligu uppgávuna. Í frágreiðingini skulu næmingarnir sýna førleika at seta evnið í frásjón.

Tónleikatøknisøga og tónleikaástøði

Kjarnaøkið tónleikatøknisøga og tónleikaástøði viðger tónleikatøkniligu menningina frá 1950 til í dag, herímillum søguna hjá elektroakustiskum tónleiki, og leggur dent á grundleggjandi tónleikahugtøk, lagasmíð, útseting og auditiva greining av tónleiki.

Ljóðlæra

Kjarnaøkið ljóðlæra snýr seg um grundleggjandi kunnleika um ljóð sum fysiskt fyribrigdi við serligum atliti at viðurskiftum, sum hava við akustikk, ljóðupptøkur, framførslur og ljóðkeldur at gera. Og við hesum kunnleika at kunna greiða frá og leggja upp fyri fyribrigdum, sum ávirka ljóðupptøkur og ljóðframførslur. Psykoakustikkur er eisini partur av kjarnaøkinum ljóðlæra.

Analog og talgild ljóðtøkni

Kjarnaøkið analog og talgild ljóðtøkni snýr seg um grundleggjandi kunnleika um analoga viðgerð av ljóðkeldum, herímillum vitan um effektir, og hvussu hesar verða genereraðar borið saman við tíðar- og frekvensspektrið, og hvørji ljóðástøðilig prinsipp liggja aftan fyri tøknina. Dentur verður serliga lagdur á, at næmingarnir fáa innlit í talgilda ljóðviðgerð, eitt nú A/D- og D/A-konvertering eins og onnur grundleggjandi prinsipp innan talgildstøkni. Arbeitt verður við hesum økjum: MIDI, ljóðsyntesu, sampling, ljóðeffektum og káplum.

Ljóðupptøka

Kjarnaøkið ljóðupptøka snýr seg um at læra um og at nýta ymiskar upptøkuhættir og prinsipp innan liveframleiðslu og studioframleiðslu, herímillum mikrofonuppsetingar, fleirsporsupptøkur, nýtslu av effektum, mono-, stereo- og surroundupptøkur.

Ljóðframleiðsla

Kjarnaøkið ljóðframleiðsla snýr seg um at arbeiða við og læra um ljóðblanding av ljóðframleiðslum og nýtslu av DAW’um og talgildum ljóðpultum í sambandi við upptøkur og ljóðviðgerð. Næmingarnir skulu ogna sær ástøðiligt og verkligt grundarlag fyri at ljóðblanda tónleik á ein estetiskt nøktandi hátt og vera førir fyri at eftirmeta egnar og aðrar ljóðframleiðslur. Næmingarnir skulu harumframt fáa førleika til at greina yrkisligar upptøkur við atliti at framleiðsluparametrum. Kjarnaøkið snýr seg eisini um kunnleika um eftirviðgerðarpartin av framleiðsluni, og hvussu ein ljóðframleiðsla verður liðugt framleidd til endaliga útgávu í ymiskum høpi, sum t.d. í útvarpi, í sjónvarpi og á interneti. Endamálið er at menna ein ástøðiligan og ein verkligan førleika, so næmingarnir verða førir fyri at arbeiða við talgildari og analogari eftirviðgerðarútgerð.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini tónleikatøkni eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina.

At virða

Førleikin at virða snýr seg í tónleikatøkni um, at næmingarnir læra at virða ymisleikan í tónleikinum og tónlistarliga úttrykkinum hjá øðrum mentanarbólkum og fólkasløgum. Næmingarnir skulu læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum eru galdandi fyri nýtslu av tónleiki hjá øðrum og meginreglurnar fyri upphavsrætti. Næmingarnir skulu eisini hava virðing fyri, at ymiskar tónleikamentanir og ymisk samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn teirra egnu.

At samskifta

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður í tónleikatøkni mentur gjøgnum samrøður í undirvísingini um innihaldið og arbeiðið í lærugreinini. Krøv eru til næmingin um at nýta faklig hugtøk og fakmál.

Førleikin at lesa og skriva í tónleikatøkni er knýttur at tí fakliga lesnaðinum í lærugreinini á ymiskum málum og at teimum skrivligu frágreiðingunum og í arbeiðinum við verkætlanini.

Førleikin at rokna snýr seg í tónleikatøkni um at handfara ymisk parametur í sambandi við mátingar av fysiskum og talgildum fyribrigdum innan tey ymsu kjarnuøkini og at duga at viðgera, nýta og lesa mátingar og frymlar í verkligum høpi. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at nýta og skilja tónleikatøkniligar fakbókmentir.

Førleikin at nýta tøknilig amboð, ið er ein týðandi táttur í lærugreinini, verður í tónleikatøkni natúrliga mentur sum samantvinnaður partur av undirvísingini. At nýta KT-amboð er ein grundleggjandi førleiki í lærugreinini.

At kanna

Førleikin at kanna snýr seg í tónleikatøkni um at royna nýggjar leiðir innan tónleik og tøkni, so næmingarnir í verki royna og síggja, hvussu ymiskar tónleikatøkniligar tilgongdir kunnu nýtast til tess at broyta úttrykshátt og onnur viðurskifti í ljóði, tónleiki og tónleikaframleiðslu. Lærugreinin nýtir arbeiðshættir frá teimum trimum høvuðsøkjunum: hugvísindi, nattúruvísindi og samfelagsvísindi.

At skapa

Førleikin at skapa snýr seg í tónleikatøkni um at læra, hvussu tøknin verður nýtt í skapandi tilgongdum, so næmingarnir fáa hug og vilja at troyta nýggjar møguleikar og nýggjar hættir at nýta tøkni í skapandi tilgongdum.

C-stig – faklig førleikamál

Málið við undirvísingini er, at næmingarnir duga:

  • við kreativum og nýskapandi tilgongdum at skapa ymsar tónleika- og ljóðframleiðslur til ávís estetisk høpi og samskiftisstøður
  • at nýta viðkomandi ljóðtøkni
  • við fakligum hugtøkum at miðla, skjalfesta, greina, tulka og meta um snið í tónleika- og ljóðframleiðslum í mun til samskiftisstøðu, týdning, tónleikaligt tilfar, stíl, sjangru og tøkni.
  • at seta greiningina í viðkomandi søguligan, mentanarligan, samskiftis- og altjóða samanhang
  • at vísa kunnleika um etisk og upphavsrættarlig viðurskifti viðvíkjandi talgildari framleiðslu, herímillum viðvíkjandi ábyrgdarfullari og virðiligari eftirlaging (remediering)
  • at vísa kunnleika um samleika og háttaløg í lærugreinini
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstøku næmingarnir skulu ávegis og javnan í undirvísingargongdini eftirmetast við støði í fakliga avrikinum í lærugreinini, so næmingarnir fáa eina greiða meting av síni fakligu støðu borið saman við ásettu málini, og hvørjum tey skulu arbeiða við, um málini ikki eru rokkin. Í eftirmetingini av einstøku næmingunum skal eisini tilskilast, hvussu fakliga arbeiðslagið og arbeiðssemið eru, bæði viðvíkjandi einsæris avrikum og avrikum í bólki. Eftirmetingin skal eisini fevna um eina vegleiðing til einstøku næmingarnar um, hvat arbeiðast skal við í lærugreinini fyri at lúka málini. Eftirmetingarnar skulu skjalfestast skrivliga.

C-stig – próvtøka

Próvtøkuháttur á C-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnlig próvtøka á C-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum er tvíbýtt.

Próvhoyringin varir til samans umleið 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvhoyrt verður í próvtøkuverkætlanini og í ókendum ljóðligum tilfari við viðkomandi ástøðiligum próvtøkuspurningi.

1) Próvtøkuverkætlanin

Hesin parturin av munnligu próvtøkuni tekur støði í eini próvtøkuverkætlan og fevnir um umleið 1/3 av próvtøkutíðini.

Próvtøkugrundarlagið er próvtøkuverkætlanin, sum fevnir um eina framleiðslu og eina verkætlanarrapport. Próvhoyrarin sendir próvdómaranum verkætlanarrapportina í seinasta lagi fimm gerandisdagar fyri próvtøkuna. Í próvtøkuni leggur próvtakarin fyri við eini útgreinandi framløgu við støði í týðandi pørtum í verkætlanini, herímillum arbeiðsgongdini og ítøkiligu framleiðsluni. Síðan samtala próvtakari og próvhaldari stutt um verkætlanina.

Um próvtøkuverkætlanina

Næmingarnir skulu, antin einsæris ella í bólki, arbeiða við eini próvtøkuverkætlan, sum skal vera partur av grundarlagnum undir munnligu próvtøkuni. Í verkætlanartíðarskeiðinum er lærarin leiðbeinari. Í verkætlanini skulu verkligt arbeiði og ástøði samantvinnast, og sjálv próvtøkuframleiðslan skal í mesta lagi vara fýra minuttir.

Bólkurin ella einstaki næmingurin skjalfestir og tekur saman um verkætlanararbeiðið í eini stuttari skrivligari verkætlanarrapport. Verkætlanarrapportin er partur av próvtøkugrundarlagnum. Próvtøkuframleiðslan er partur bæði av próvtøkugrundarlagnum og av dømingargrundarlagnum.

2) Ókent ljóðligt tilfar

Hesin parturin av munnligu próvtøkuni tekur støði í ókendum ljóðligum tilfari og fevnir um umleið 2/3 av próvtøkutíðini.

Próvtøkugrundarlagið skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Tilfarið skal vera valt soleiðis, at próvtakarin kann knýta tað til próvtøkuverkætlanina.

Próvtakarin leggur fyri við at svara próvtøkuspurninginum og síðan samtala próvtakari og próvhaldari við støði í svarinum og próvtøkuspurninginum.

Sami próvtøkuspurningur og -tilfar kunnu í mesta lagi verða nýtt tvær ferðir í sama flokki/bólki.

Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á C-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal duga at nýta fakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samtaluni.

Í próvtøkuverkætlanini verður dentur lagdur á hugskot, arbeiðsgongd og ítøkiligu framleiðsluna.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, har báðir partarnir av próvtøkuni telja eins. Verkætlanarrapportin er tó ikki partur av dømingargrundarlagnum.

Próvtalslýsing – munnlig próvtøka á C-stigi

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið og samanhangandi og sera væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann/hon hevur gott innlit í evnið og nýtir hugtøkini innan økið á rættan hátt. Próvtakarin viðger og troytir evnið – herímillum ljóðdømi – á sjálvstøðugan hátt, og hann/hon dugir væl at greiða frá tí ástøðiliga partinum og at seta ljóðdømi í samband við ástøðina. Fá og týdningarleys brek kunnu koma fyri. Próvtakarin flytir seg lættliga frá tí verkliga til tað ástøðiliga innan økið.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað, og próvtakarin vísir, at hann/hon hevur sett seg væl inn í flestu hugtøkini og dugir at seta tey í samanhang við evnið. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni, og hann/hon er partvíst sjálvstøðugur. Hann/hon megnar í ávísan mun at flyta seg frá tí verkliga til tað ástøðiliga innan økið.

02

Nóg gott

Munnliga framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, og próvtakarin hevur ikki rættiliga tak á ástøði og hugtøkum. Próvtakarin er ikki serliga virkin undir fakligu samrøðuni. Týðandi brek koma fyri. Lítil samanhangur er millum tað verkliga og tað ástøðiliga innan økið.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingarnir hava við sær av tí stigi, tey koma. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, men tað er tó av stórum týdningi, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingarnir stigvíst venja seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir sameina munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av kt-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næmingunum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kunnu næmingarnir menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læritilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingarnir fáa ávirkan á undirvísingina og á egna læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingarnir frammanundan vita, hvørji ávegismálini eru. Næmingarnir skulu gerast tilvitaðir um tey krøv, ið sett verða, so tey kunnu seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingarnir skulu greitt fáa at vita, hvussu tey verða eftirmett, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingarnir skulu gerast tilvitaðir um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skulu næmingarnir gerast tilvitaðir um ymiskar lærihættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingarnir skulu regluliga gerast varugir við, hvussu læritilgondin er ætlað, og tey skulu verða eggjað til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingarnir skulu frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin tónleikatøkni hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við tónleikatøkni, og tá ið tónleikur verður skaptur og framførdur, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingarnir skulu fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til. Undirvísingin í tónleikatøkni skal gera næmingarnir tilvitaðar um, at tey í lærugreinini mennast og gerast før fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skulu næmingarnir verða tilvitaðir um, at tey í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um tónleikatøkni ræður.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í tónleiki skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úrtekstum, frálærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt uttan fyri skúlans gátt.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin tónleikatøkni er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og kt-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørgreinaligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørgreinaligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørgreinaligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingarnir skulu ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næmingunum innlit í tvørgreinaligar samanhangir.

Tvørgreinaligt samstarv skal hjálpa næmingunum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingarnir fara undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørgreinaligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørgreinaligum samstarvi, er, at næmingarnir læra, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingarnir skulu hava venjing í at skriva so, at tey eisini skrivliga kunnu vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kunnu næmingarnir mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingarnir skulu duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næmingunum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingarnir skulu arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðfeingi og talugávur verða ment. Næmingarnir skulu sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið, og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingarnir skulu haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingarnir eru á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingarnir gerast tilvitaðir um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingarnir eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.