Skriva út ##pt##

Tøkni A - talgild sniðgeving og menning

Galdandi frá:

1. august 2022

1. Samleiki

Lærugreinin tøkni snýr seg um, hvussu tøkni verður nýtt í ymiskum prosess- og framleiðslugongdum. Lærugreinin er eyðkend av, at stórur partur av undirvísingini fer fram á verkstøðum og starvsstovum umframt øðrum fakliga týðandi støðum. Serstakt fyri lærugreinina eru eisini prosessgongdir og framleiðsla av lutum/vørum á einum fakligum stigi, sum skal sýna skúlans professionalismu innan valdar tøknigreinar. Í tøkni verður samanspæl við hinar lærugreinarnar tryggjað. Stórur partur av undirvísingini í lærugreinini fer fram sum verkætlanarundirvísing við samspæli millum ástøði og verkligt arbeiði á verkstøðum og starvsstovum. Verkætlanarundirvísingin skal tryggja fakliga hugdýpan og grundan, sjálvstøðugt arbeiði og kunnleika til arbeiðshættir, ið verða nýttir í sambandi við verkætlanir. Verkætlanargongdirnar hava við sær, at einstøku lærugreinarnar í útbúgvingini verða nýttar saman á ein slíkan hátt, at ymisk faklig vitan verður sameind á skilagóðan og viðkomandi hátt.

2. Endamál

Undirvísingin í tøkni hevur til endamáls:

  • at næmingurin mennir førleikar sínar at fara undir hægri lestur, serliga innan tøkniliga og náttúruvísindaliga økið
  • at næmingurin mennir førleikar sínar at greina og umhugsa tøkniligar loysnir og at gagnnýta vitan í gerandisdegnum á greinandi og nýskapandi hátt
  • at næmingurin fær innlit í at ráðleggja, lýsa og fremja sjálvstøðugar verkætlanartilgongdir og ítøkiligar verkætlanir
  • at næmingurin mennir sínar førleikar at leita fram, viðgera og miðla upplýsingar
  • at næmingurin mennir førleikar sínar at fara í dýpdina í einum ítøkiligum fakligum trupulleika og at sameina ástøði og verkligt arbeiði
  • at næmingurin mennir førleikar sínar at taka viðkomandi partar av øðrum lærugreinum við í verkætlanirnar, eins væl og søgulig, mentanarlig, búskaparlig, framleiðslulig og umhvørvislig sjónarmið.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í tøkni á A-stigi fevnir um 265 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki, sum fevnir um lyklatemu og valtemu, og ískoytisøki. Kjarnaøki fevna um umleið 70% av klokkutímatalinum. Ískoytisøki fevna um umleið 30% av klokkutímatalinum. Næmingurin fer til próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Lyklatemuni eru kravd temu. Lyklatemuni eru umleið 40% av útbúgvingartíðini í lærugreinini. Valtemuni skulu veljast millum tey temu, sum standa niðanfyri. Skúlin velur tvey valtemu millum tey møguligu temuni, og hesi eru umleið 30% av útbúgvingartíðini í lærugreinini.

Lyklatemu og valtemu eru sostatt umleið 70 % av útbúgvingartíðini í lærugreinini.

Dýpanarøkið er eitt av lyklatemunum í lærugreinini ella eitt av teimum valdu valtemunum. Próvtøkuverkætlanin hjá einstaka næminginum er eisini partur av dýpanarøkinum. Skúlin velur lykla- ella valtemað, sum verður dýpanarøkið. Næmingurin velur sjálvur próvtøkuverkætlanina við teimum avmarkingum, sum dýpanarøkið gevur.

Dýpanarøkið fevnir um umleið 30 % av útbúgvingartíðini.

Valda greinin í tøkni, umframt valtemu og dýpanarøkið verða tilskilað í próvnum hjá einstaka næminginum.

Kjarnaøki – lyklatemu og valtemu

Greinin talgild sniðgeving og menning hevur sjey ymisk lyklatemu og ellivu ymisk valtemu:

Lyklatemu

Valtemu

VerkætlanarleiðslaDátumodell
DátutrygdDátuviðgerð
Kt-amboðRobottar
SamvirknissniðgevingIntelligentar skipanir
PrototypurSpælmenning
FramleiðslukanningMenning av appum
Sjálvvirkan3d-modellering og 3d-prent
 Tykisrúm (VR)
Kunning og samskifti í 2d
Margmiðlar
Sniðgeving av nýtslumóti

 

Lyklatemu

Verkætlanarleiðsla

Lyklatemað verkætlanarleiðsla snýr seg um:

  • amboð til verkætlanarleiðslu
  • samstarvshættir, ábyrgdarøki og tillutan av leiklutum í verkætlanararbeiði
  • fundarhald, herímillum talgildir fundir.

Dátutrygd

Lyklatemað dátutrygd snýr seg um:

  • fatan og vernd av dátum og persónsdátutrygd
  • kryptering
  • talgild rættindi.

Kt-amboð

Lyklatemað kt-amboð snýr seg um:

  • arbeiði í 2d- og 3d-umhvørvi
  • nýtslu og fatan av talgildum standardum.

Samvirknissniðgeving

Lyklatemað samvirknissniðgeving snýr seg um:

  • nýtslumót og brúkaravinsemi
  • talgilt samskifti og meginreglur fyri sniðgeving
  • margmiðlar og nýtslumót.

Prototypur

Lyklatemað prototypur snýr seg um:

  • sniðgeving, menning og framleiðslu av prototypu við at brúka nýskapandi tilgongdir og kravfestingar.

Framleiðslukanning

Lyklatemað framleiðslukanning snýr seg um:

  • brúkarakanningar og viðgerð av kanningardátum.

Sjálvvirkan

Lyklatemað sjálvvirkan snýr seg um:

  • sjálvvirkan við støði í (robott)tøkni, dátum og tilgjørdum viti (AI)
  • menning av arbeiðsgongdum og arbeiðsumhvørvi
  • stýring av samskifti, herímillum visuellum samskifti.

Valtemu

Dátumodell

Valtemað dátumodell snýr seg um:

  • sniðgeving og menning av dátugrunnum
  • skilmarking og handfaring av dátugrunnum.

Dátuviðgerð

Valtemað dátuviðgerð snýr seg um:

  • innsavning, greining og tulking av sera stórum dátumongdum
  • endamál og váðar
  • tilgjørt vit (AI).

Robottar

Valtemað robottar snýr seg um:

  • sniðgeving og menning av robottum, herímillum nýtslu av komponentum, modulum, motorum og sensorum.

Intelligentar skipanir

Valtemað intelligentar skipanir snýr seg um:

  • sjálvvirkan av mannagongdum
  • stýringar sum kunnu forritast
  • dátuviðgerð og tilgjørt vit (AI).

Spælmenning

Valtemað Spælmenning snýr seg um:

  • menning av spølum frá hugskoti til sniðgeving og til prototypu, herímillum val av palli, søvnum, spældynamikki og mekanikki.

Menning av appum

Valtemað menning av appum snýr seg um:

  • sniðgeving og menning av appum við denti á brúkaratørv.

3d-modellering og 3d-prent

Valtemað 3d-modellering og 3d-prent snýr seg um:

  • menning, sniðgeving og prent í 3d.

Tykisrúm (VR)

Valtemað tykisrúm (VR) snýr seg um:

  • skapan av simuleraðum/talgildum veruleika og at fata slíkt tykisrúm og síggja møguleikar, sum liggja í tí.

Kunning og samskifti í 2d

Valtemað kunning og samskifti í 2d snýr seg um:

  • fatan og menning av samskifti í prentmiðlum.

Margmiðlar

Valtemað margmiðlar snýr seg um:

  • samskifti og sniðgeving við ljóði, ljósi, video, grafikki og teksti.

Sniðgeving av nýtslumóti

Valtemað sniðgeving av nýtslumóti snýr seg um:

  • nýtslusemissniðgeving og nýtslusemiskanning í sambandi við brúkarasamvirkan.

Ískoytisøki

Ískoytisøki fevna um umleið 30 % av fakliga innihaldinum. Ískoytisøkini skulu draga fram nýggjar dimensiónir í kjarnaøkjunum, og skulu perspektivera og útdýpa kjarnaøkini. Ískoytisøkini verða vald soleiðis, at málini fyri dýpanarøkið kunnu náast.

5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðiførleikarnir eru natúrligur partur av førleikamálinum, har teir eru við til at menna fakligu førleikamálini. Í øllum lærugreinum skulu støðisførleikarnir at skriva, at lesa, at rokna og at nýta talgild amboð mennast.

At næmingurin dugir at skriva, at lesa, at rokna og at nýta talgild amboð merkir í sambandi við tøkni, at næmingurin dugir:

  • at samskifta um og leggja fram hugskot, spurningar, hugsandi loysnir og úrslit í sambandi við verkætlanir, umframt at skriva verkætlanarfrágreiðingar, har fakliga stigið sum heild er høgt, herímillum eisini tá umræður tekniskt innihald, málslig dygd, samskiftisvirði, uppseting og skjalprógvan.
  • at velja, tulka og reflektera um upplýsingar, sum finnast í fakligum tekstum, lýsingarbløðum, dagbløðum, bókum og á internetinum. Hetta umfatar vegleiðingar, talvur, diagramm, farstrikur og teknmyndir. Ein annar partur av førleikanum er at seta seg inn í nýggj øki av fakinum við at lesa og kunna seg um meiri krevjandi fakligar bókmentir.
  • at brúka tøl og útrokningar, skráseta, gera einfaldar hagfrøðiligar greiningar, viðgera og leggja fram úrslitið av egnum eygleiðingum sum talvu og/ella grafi, umframt at kunna seg væl um og brúka støddfrøðiligar myndlar í ymiskum høpi.
  • at brúka talgild amboð sum hjálparamboð í øllum táttum í lærugreinini, tað er til at gera kanningar, at leita fram vitan og upplýsingar, dátusavnan, gera útrokningar, simuleringar, stýring og regulering, tekning og visualisering, tekst og myndaviðgerð í sambandi við verkætlanarfrágreiðing, umframt til framløgur.

Fakligir førleikar

Lýsing av greiðsluevni

Næmingurin dugir:

  • at orða eitt viðkomandi tøkniligt greiðsluevni til givnu verkætlanina
  • at eyðmerkja tættir, sum hava týdning fyri tøkniliga greiðsluevnið.
  • at orða spurningar, sum føra til skipaða greining.

Greining av greiðsluevni

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá viðkomandi táttum/háttaløgum
  • at savna vitan til at greina tøkniliga greiðsluevnið
  • at skipa leitanina eftir viðkomandi fakligum tilfari og vera keldukritisk/ur.
  • at nýta ymisk sløg av upplýsingum til skjalfesting, so sum vitan frá uttanhýsis aktørum, hagtøl og royndarúrslit
  • at menna egna vitan.

Meginreglur fyri framleiðslu

Næmingurin dugir:

  • at seta fram viðkomandi krøv við støði í kanningunum í greiningini og grundgeva fyri teimum
  • at nýta hugskotsbirtandi arbeiðshættir
  • at visualisera ymisk framleiðsluuppskot við støði í krøvunum
  • at nýta viðkomandi arbeiðshættir at finna besta úrslitið, kravmatrix ella líknandi
  • at nýta endurtakandi tilgongdir til optimering.

Myndan av framleiðslu

Næmingurin dugir:

  • at visualisera framleiðsluna við møguligum útrokningum og tøkniligum loysnum
  • at miðla eina framleiðslu/tilgongd við viðkomandi modellum
  • at grundgeva fyri staklutum í loysnini við støði í settum krøvum
  • at taka viðkomandi tøknilig fyrivarni og miðla hesi.

Framleiðslufyrireiking

Næmingurin dugir:

  • at nýta ráðleggingaramboð
  • at seta fram endaliga kravfesting til lidna framleiðslu
  • at velja viðkomandi tólbúnað og ritbúnað og gera stykkjalista
  • framleiða prototypur, um tørvur er á tí.

Fremjing

Næmingurin dugir:

  • at arbeiða við ymiskum søvnum, modulum og komponentum við støði í eginleikum, bygnaði og nýtileika
  • at handfara eindaroperatiónir, tilgongdir og arbeiðshættir í viðkomandi umhvørvinum
  • at arbeiða og ferðast trygt í kt-umhvørvinum
  • at testa framleiðsluna tøkniligt, vísindaligt ella í ítøkiligari nýtslu
  • at meta um egið úrslit samanborið við greiðsluevnið.

Harafturat

Næmingurin dugir:

  • at miðla sítt arbeiði munnliga og skrivliga
  • at nýta ljóðlig og visuell amboð
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar
  • at vísa vitan um samleika og arbeiðshættir í lærugreinini.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka. Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvtøkan er ein verkætlanarpróvtøka við støði í einari skrivligari frágreiðing, einari vøru, einum luti og/ella einari framleiðslugongd, sum munnliga próvhoyringin tekur støði í. Skúlin ger verkætlanaruppleggini, sum verða send próvdómaranum til góðkenningar í minsta lagi 4 vikur, áðrenn tað verður útflýggjað næminginum. Áðrenn munnliga próvtøkan fer fram, sendir skúlin frágreiðingina til próvdómaran. Próvhoyrari og próvdómari umrøða, áðrenn munnliga próvtøkan fer fram, hvørji greiðsluevni próvtakarin skal dýpa.

Próvhoyringin tekur støði í framløgu próvtakarans av verkætlanini. Próvhoyringin fer síðani fram sum ein dýpandi samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, sum kann fevna um viðkomandi evni, bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrik próvtakarans samsvara við fakligu førleikamálini.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á

  • handfaring av greiðsluevnum í verkætlanini
  • ráðlegging, fremjan og meting av verkætlanargongdini
  • skjalfesting og samskiftisvirði í verkætlanarfrágreiðingini
  • brúk av viðkomandi arbeiðsháttum í sambandi við valdu arbeiðsgongdina ella tilvirkingina
  • eginleikar hjá vøruni og samsvar teirra við verkætlanartilfarið
  • framløgu av verkætlanini og frágreiðing um sjálva verkætlanargongdina
  • frágreiðing um tær valdu loysnirnar
  • hvussu næmingurin evnar at síggja viðkomandi evni í tøknilærugreinini í frásjón
  • hvussu næmingurin evnar at svara útgreinandi spurningum umframt ískoytisspurningum
  • hegni at samantvinna ástøði og verkligt arbeiði í verkætlanini
  • hvussu næmingurin evnar at nýta vitan úr øðrum lærugreinum í útbúgvingini.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, harímillum av verkætlanarfrágreiðingini við tilhoyrandi úrslitum av verkliga arbeiðinum og munnligu próvtøkuni.

Próvtalslýsing

Munnligt A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Famúr

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Næmingurin er virkin og skarar framúr undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd og mett við sjálvstøðugum arbeiði, hegni og yvirliti, umframt at vitan frá øðrum lærugreinum í útbúgvingini er tikin við.

Próvførslan fyri valdu loysnini og settum krøvum er væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini.

Tann handaligi luturin er væl lýstur bæði ástøðiliga og verkliga. Hann er framleiddur við stórari umhugsan og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur sett krøv við týdningarleysum ella ongum manglum. Næmingurin vísir, at hann/hon hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann/hon megnar lættliga at flyta seg frá tí ítøkliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Næmingurin er virkin undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd, og mett við ávísum manglum, og vitan frá øðrum lærugreinum er í rímiligt mát tikin við.

Próvførslan fyri valdu loysnini og settu krøvunum er rímiliga væl grundað, og tær tøkniligu avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og í rímiligan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini.

Tann handaligi luturin er rímiliga væl lýstur bæði ástøðiliga og verkliga. Hann er framleiddur við ávísum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur í ávísan mun sett krøv. Næmingurin vísir, at hann/hon hevur rímiliga gott tak á háttalagi, hevur rímiliga gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann/hon megnar rímiliga lættliga at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er trilvandi og hongur so dánt saman. Framløgan er skillig, men málsliga veik. Næmingurin er ikki serliga virkin undir fakligu samrøðuni.

Verkætlanin er fullførd og lýst, men vitanin frá øðrum lærugreinum er í minni mát tikin við.

Próvførslan fyri valdu loysnini og settu krøvunum er ikki væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga í minni mun mettar og í lítlan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini.

Tann handaligi luturin er ikki væl lýstur, hvørki ástøðiliga ella verkliga. Hann er framleiddur uttan stórvegis umhugsan, og lýkur í minni mát sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann/hon hevur ikki heilt tak á háttalagi og dugir so dánt at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísingin verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini verða nýttir fleiri ymiskir læringshættir. Dentur verður lagdur á, at næmingurin kann uppliva fakligu partarnar í lærugreinini sum eina heild. Ástøðiliga arbeiðið verður gjørt við atliti at verkliga partinum í lærugreinini, samstundis sum ástøðið áhaldandi verður drigið inn í verkliga arbeiðið. Lykla- og valtemu verða í øktan mun samantvinnað, og verkætlanargongdirnar verða skipaðar við áhaldandi framtøku.

Arbeiðshættir

Í tøkni skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Undirvísingin fer tó í stóran mun fram sum verkætlanararbeiði stuðlað av undirvísing í evnum, sum hava týdning í verkætlanini. Frálæran liggur tætt upp at veruleikanum og er nýtsluvend við javnvág millum ástøði og verkligt arbeiði. Næmingarnir arbeiða við tøkniligum trupulleikum, og dentur verður lagdur á ástøði og verkstaðar- og starvsstovuarbeiði. Tann verkliga undirvísingin fer fram á einum stigi, sum sýnir dygdir skúlans innan ávísu økini í lærugreinini tøkni. Royndir, sýnisroyndir í starvsstovuni, framleiðsla av tilfari og vørum og prototypum eru partar av lærugreinini. Virkir eiga at vera partur av undirvísingini, t.d. við at vitja ídnaðarstevnur, at gera verkætlanarsamarbeiði ella at gera vitjanir.

Tvørfakligt samstarv

Soleiðis sum lærugreinin tøkni er samansett er hon tvørfaklig í sjálvum sær. Verkætlanaruppleggini eiga at verða gjørd, so at tey leggja upp til tvørfakligt samstarv, og hinar lærugreinarnar í útbúgvingini eiga at verða drignar inn í verkætlanirnar, har tað verður hildið at vera hóskandi.

Í verkætlanargongdunum verður arbeitt fram ímóti, at næmingarnir brúka sína vitan frá hinum lærugreinunum í sambandi við frásjónargerð og tá ið greiðsluevni verða orðað. Somuleiðis verður eggjað til, at næmingarnir brúka hinar lærugreinarnar sum amboð, tá ið uppgávur og spurningar skulu loysast.

Skrivlig avrik

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Næmingarnir gera í sambandi við hvørja verkætlanargongd eina verkætlanarfrágreiðing. Umframt verkætlanarfrágreiðingar verða eisini onnur skrivlig avrik gjørd í tøkni A, so sum journalir, smærri frágreiðingar frá t.d. vitjanum á virkjum og framløgur.

Verkætlanarfrágreiðingarnar í tøkni A er eitt nýtt slag av frágreiðing fyri næmingarnar, og tí er neyðugt at undirvísa í, hvussu verkætlanarfrágreiðingin skal skrivast. Góðskan í eini verkætlanarfrágreiðing sæst aftur við at:

  • tað fakliga stigið sum heild er høgt, harímillum eisini, tá ið ræður um tøkniliga innihaldið, málsliga dygd, samskiftisvirði og uppseting
  • tað er samsvar millum tøkniligu greiðsluorðingina og niðurstøðuna
  • skjalprógv er fyri úrslitum, eygleiðingum og upplýsingum
  • næmingurin dugir við málsliga røttum orðingum at viðgera spurningin og seta úrslit og upplýsingar í frásjón
  • skjalprógv er fyri verkætlanarráðlegging og fremjan.

Ein serstøk verkætlan verður gjørd í sambandi við verkætlanarpróvtøkuna í lærugreinini. Verkætlanin verður gjørd í ávísum verkætlanartíðarskeiði, sum ikki eru partur av vanligu undirvísingini í lærugreinini. Í síðsta partinum av verkætlanartíðarskeiðinum er eingin onnur undirvísing í eina viku. Próvtøkuverkætlanartíðarskeiði er uml. 100 klokkutímar av útbúgvingartíðini í uml. 8 vikur. Í verkætlanartíðarskeiðinum verður næmingurin knýttur at einum verkætlanarvegleiðara.

Próvtøkuverkætlanin verður gjørd samsvarandi rammunum í próvtøkuupplegginum, sum skúlin hevur gjørt. Próvtøkuuppleggið skal vera soleiðis, at tað fevnir um kjarna- og ískoytisøki og lýsir, hvørjir tøkniligir trupulleikar skulu loysast. Próvtøkuuppleggið skal eisini upplýsa um serstøk viðurskifti, krøv og fortreytir í sambandi við loysnina av tøkniliga trupuleikanum.

Næmingurin velur eina verkætlan millum teir møguleikar sum próvtøkuuppleggið gevur. Verkætlanararbeiðið byrjar við, at hvør næmingur ella ein bólkur við í mesta lagi fýra næmingum ger eina greiðsluorðing, sum skúlin skal góðkenna. Orðingin vísir, at fakliga innihaldið og fakliga støðið eru í lagi, at verkætlanin er hóskandi og er møgulig at gjøgnumføra á einum fakliga hóskandi grundarlagi innan skúlans karmar.

Próvtøkuverkætlanin skal latast inn í seinasta lagi eina viku, áðrenn próvtøkutíðarskeiði byrjar. Tá skal næmingurin lata inn eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing og ein handaligan lut og/ella framleiðslugongd.

Lýsing av yvirskipaðari ársætlan

Niðanfyri sæst, hvussu ein ársætlan í tøkni A kann síggja út. Verkætlanargongd 1 og 2 kunnu gerast í bólkum. Verkætlanargongd 3 eigur at verða gjørd einsæris, so næmingurin kann venja seg við sjálvur at gera ætlanir og útinna eina verkætlan, áðrenn hann/hon skal gera próvtøkuverkætlanina. Til hvørja verkætlanargongd skal næmingurin gera eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing.

Verkætlanargongd 1 Verkætlanargongd 2 Verkætlanargongd 3 Próvtøkuverkætlan
umleið 80 tímarumleið 40 tímarumleið 75 tímarumleið 100 tímar
augustdesemburjanuarjuni
    
í bólkií bólkieinsærisí bólki ella einsæris

 

Lýsing av verkætlanargongd

Verkætlanargongdirnar fevna vanliga um fleiri faklig evnir, har tørvurin hjá næmingunum fyri at skilja heildina ger av, hvørji evni verða tikin upp.

Undirvísingin eigur at taka støði í einum ítøkiligum greiðsluevni, sum bæði næmingar og lærarar hava áhuga í, soleiðis at næmingarnir uppliva, at tey greiðsluevni, sum arbeitt verður við, eru týðandi og veruleikakend.

Verkætlanararbeiðið setur næminginum krøv um at nýta vitan og førleikar, sum eru fingin í øðrum sambondum og øðrum lærugreinum. Næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanunum, eisini við ráðleggingini, og tey orða sjálv trupulleikarnar og loysa teir. Lærarans uppgáva er at vegleiða, geva íblástur, styðja og eggja næmingunum í arbeiðinum. Skrivlig skjalprógvan eigur at verða gjørd fyri arbeiðinum, eisini fyri ráðleggingini, og lærarin fylgir við gongdini í arbeiðinum.

Arbeiði við verkætlanunum mennir førleikarnar hjá næmingunum at ráðleggja og fremja eina gongd, samstarva, skapa, arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd, hava yvirlit, meta um, fara í dýpdina, umframt at arbeiða skipað.

Niðanfyri er dømi um, hvussu ein verkætlanargongd kan fremjast.

Verkætlanargongd

Viðmerking

Upplegg

 

Velja verkætlan

 

Ráðleggingartíðarskeið (verkætlanarlýsing)

G, S

   Greiðsluorðing

G, S (F)

   Leita eftir tilfari

 

   Dispositión

G, S

   Velja framleiðslu- og arbeiðshættir

G

   Arbeiðsætlan:

      Tilfarslisti

      Tíðarætlan

      Kontaktir

      Arbeiðsháttur

G, S (F)

Fremjingartíðarskeið (fyri fremjing av verkætlan)

G

   Savna upplýsingar

 

   Verkligt arbeiði

 

   Viðgerð av úrslitum

 

   Tillaga arbeiðshættir

 

   Feilkeldur

 

Skrivi- og framløgu tíðarskeið

F, S, G

   Viðgerð

 

   Meting/kjak/seta í frásjón

 

   Niðurstøða

 

   Keldur

 

   Fylgiskjøl

 

   Viðmerkingar og meting hjá næminginum av verkætlan og frágreiðing

S

   Luturin

 

Liðug verkætlanarfrágreiðing

S, G

 

G: Góðkenning og persónlig vegleiðing. Avtalur eiga at verða gjørdar um fastar vegleiðingargongdir, sum bæði lærari og næmingur eiga at fylgja.

S: Skrivligt

F: Framløga