##pt##

Myndlist A

Galdandi: 

Galdandi frá 1. august 2022 til 31. juli 2025.

Viðmerking: 

Góðkend sum royndarlærugrein í trý ár.

1. Samleiki

Fólk hava til allar tíðir gjørt myndir, og myndir hava tískil altíð verið við í mál- og hugaheimi okkara. Í myndum og myndlist eru tískil einastandandi møguleikar at granska og grunda um okkara hættir at hugsa, skapa og uppliva okkum sjálv og umheimin, til ymiskar tíðir og í ymiskum mentanum. At arbeiða við myndum er ein týðandi partur av tí mentanararvi, sum skúlin skal bera fram. Myndir og myndaskapan eru tískil eitt amboð til menning og læring.

Kunnleiki um myndir og myndagerð hevur alstóran týdning fyri arbeiðið í skúlanum og fyri virkan og veru næminganna. Myndamálið er ein av mongu leiðunum til kunnleika, sannkenning og persónliga menning. Tá ið arbeitt verður við myndum, fáa royndirnar heildarskap, og kunnleikin gerst sjónligur, ítøkiligur og møguligur at samskifta um. Í sínum estetiska og samtalandi eginleika kann myndevnið vera við til at varðveita og menna skapanarhugin hjá næminginum. Somuleiðis kann tað vera við til at stuðla næminginum í at finna sítt egna støði í einum veruleika við stórum visuellum upplýsingarfloymi og at menna skúlan sum mentanarumhvørvi.

2. Endamál

Undirvísingin í myndlist hevur til endamáls, at næmingarnir:

  • menna og styrkja síni skapandi evni
  • við at uppliva, sansa, skapa og greina myndamál menna síni evni á fjølbroyttan hátt at nýta og skilja myndamál sum ein persónligan frásøgu- og samskifismiðil
  • í arbeiði sínum við flatum, rúmligum myndum og margmiðlamyndum, ogna sær vitan, innlit og førleikar til at málbera seg í og við myndum
  • styrkja sín førleika at kunna ogna sær vitan um og innlit í føroyska og altjóða listasøgu
  • finna sær egið støði í einum veruleika við stórum visuellum upplýsingarfloymi
  • við eitt nú myndagreining og umrøðu menna sínar førleikar og síni evni at bera fram egnar áskoðanir og soleiðis vera við til at økja um tali- og skrivifrælsið í samfelagnum
  • fremja í verki, at skúlin verður fataður sum mentanarumhvørvi.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í myndlist á A-stigi fevnir um 125 klokkutímar og byggir á B-stig.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingarnir fara til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Lærugreinin myndlist hevur trý ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu frá lægsta til hægsta stig. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini.

 

  • At gera myndir
  • At lesa myndir
  • Visuelt samskifti

At gera myndir

At gera myndir fevnir um at framleiða myndir í flatum og trídimensjonalum formum umframt margmiðlaformi. Í undirvísingini verður miðað ímóti, at næmingarnir ogna sær handaligar førleikar, soleiðis at teir alt eftir stigi gerast førir fyri, í fjølbroyttum myndaformum og við at brúka og fáa íblástur frá listarligum-, mentanarligum- og visuellum fyribrigdum og tilburðum lokalt og globalt, at framleiða og bera fram egnar upplivingar, eygleiðingar, hugskot, kenslur, hugflog og almennar og egnar meiningar.

 

At lesa myndir

Undirvísingin miðar ímóti, at næmingarnir ogna sær kunnleika um og førleikar í at lesa myndir, soleiðis at tey, alt eftir stigi, gerast før fyri at brúka, tulka, fata og greiða frá fjølbroyttum myndamáli. Umframt hetta skal undirvísingin miða ímóti, at næmingarnir ogna sær tilvit um og vandni í at meta um myndamál sum persónligan og mentanarligan frásøgu-, lýsingar- og samskiftismiðil.

Visuelt samskifti

Í undirvísingini verður strembað eftir, at næmingarnir ogna sær førleikar og royndir í visuellum samskifti, við at tey javnan sjálv bera fram og taka ímóti myndamáli frá øðrum í og uttan fyri skúlan, soleiðis at tey á fjølbroyttan hátt menna egnar framberingar, og sjálv duga at taka ímóti, meta um og gera vandnar viðmerkingar.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini myndlist eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingarnir fáa hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skulu næmingarnir læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at allir næmingar verður sæddir og hoyrdir, og at øll kenna seg at hava virði og týdning, har tey eru.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og vitan. Undirvísingin í myndlist leggur harumframt dent á, at næmingarnir skilja tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og læra at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingarnir skulu eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Tey skulu læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar um upphavsrætt. Eisini skulu næmingarnir hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn teirra egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin myndlist hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum menniskju.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingarnir skulu frá fyrsta degi verða vandir við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Í myndlist verður stórur dentur lagdur á, at næmingarnir læra at síggja myndir sum frásøgu- og samskiftismiðil. Hetta læra tey m.a. við at hava framløgur og at gera eftirmetingar, sum javnan verða skipaðar í tímunum. Næmingarnir læra eisini tað myndamál, myndir verða bygdar upp við, m.a. um symbolik og boðskap, og tey skulu duga at lesa boðskapin, annaðhvørt gjøgnum skrivligan ella meira duldan symbolikk, ið er skipaður í myndunum.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í myndlist eisini sín týðandi lut í hesi menning. Í myndlist læra næmingarnir at byggja myndir upp. Her verður miðað ímóti, at næmingarnir duga at perspektivera lutirnar í myndini í mun til hvønn annan fyri at fáa djúpd o.a. í myndina.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í myndlist at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. Við venjingum læra næmingarnir at nýta teldu til tekstframleiðslu og sum leitingaramboð. Í myndlist arbeiða næmingarnir við kunningartøkni, har tey m.a. læra at arbeiða við myndum, og harafturat savna sær kunnleika og íblástur at nýta, tá ið tey skapa síni egnu verk.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í myndlist um at eggja forvitni næminganna og stimbra hug og dirvi teirra at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan. Næmingarnir duga at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Í myndlist verður stórur dentur lagdur á, at næmingarnir fáa ástøðiligan førleika í at lesa myndir, og hetta verður m.a. gjørt við at kenna listasøguna og harafturat kenna listarfólk rundan um okkum við teirra tilgongdum til myndir. Ástøðiligi parturin verður at síggja sum ein lutur í undirvísingini í myndlist. Við dømum og venjingum skulu næmingarnir læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingarnir skulu læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og tey skulu kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læritilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í myndlist um at gera næmingarnir tilvitaðar um og líta á egin evni, so tey gerast før fyri sjálv at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingarnir skulu læra, hvussu mentanarlig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingarnir skulu læra, at myndagerð og myndatulking eru skapandi tilgongdir, sum byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næminganna verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skulu næmingarnir læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

A-stig – faklig førleikamál

Málið við undirvísingini er, at næmingarnir duga:

  • at nýta myndlistfakliga vitan í arbeiðinum við lærugreinini
  • í samspæli millum verkligt, greiningarligt og ástøðiligt arbeiði at kanna eitt greiðsluevni
  • at nýta ymisk háttaløg og mannagongdir at loysa visuellar ella rúmligar uppgávur í samspæli við greinandi arbeiði við egnum og annara verkum
  • at rannsaka og menna egnar førleikar í einum sjálvvaldum listasniði, visuellum, rúmligum ella sansaligum, í arbeiðinum við einum greiðsluevni
  • at kjakast um val og frával, møguleikar og avmarkingar í estetiskum og nýskapandi arbeiðsgongdum
  • at velja, samanbera og greina viðkomandi visuelt og rúmligt tilfar við støði í einum greiðsluevni. Egið arbeiði næminganna skal vera partur av tilfarinum.
  • at kjakast um greiningarúrslit og seta í samband við ymisk viðkomandi ástøði
  • at greiða frá muninum á persónligum tykki og greiningarligari tilgongd
  • at vísa kunnleika um týðandi tíðarskeið í europeiskari og føroyskari listasøgu, umframt um eyðkend drøg í útvaldum visuellum mentanum
  • við fjølbroyttum og neyvum máli at seta orð á vitan um visuell, rúmlig og sansalig fyribrigdi
  • at samskifta um og við visuellum og rúmligum virknaðarmiðlum, herímillum eisini talgildum
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar
  • at viðgera greiðsluevni í samstarvi við viðkomandi søvn og stovnar
  • at vísa kunnleika um samleika og háttaløg í lærugreinini.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir á A-stigi

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivlig próvtøka á A-stigi

Skrivliga próvtøkan í myndlist er ein próvtøka í myndlistafakligt at lýsa, greina og seta visuell og rúmlig verk í frásjón.

Skrivliga próvtøkan varir fimm tímar. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir. Próvtøkutilfarið fevnir um avmarkaða nøgd av søguligum og nútíðarligum verkum, bæði visuellum og rúmligum, við tveimum ella fleiri uppgávum, harav próvtakarin svarar einari uppgávu.

Dømingargrundarlag – skrivlig próvtøka á A-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Dentur verður sum heild lagdur á, hvussu próvtakarin megnar at viðgera próvtøkutilfarið, skipa tekstin og nýta fakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, hvussu væl próvtakarin megnar at taka fram týðandi tættir í tilfarinum og seta teir í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av avriki próvtakarans.

Munnlig próvtøka á A-stigi

Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum er í tvíbýtt.

Próvhoyringin varir til samans umleið 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er umleið 60 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og leiðbeining.

Próvtakarin velur sjálv/ur raðfylgjuna av próvtøkupørtunum. Próvtakarin kann eisini velja at flætta báðar partarnar saman.

1) Kravda próvtøkuverkætlanin

Hesin parturin av munnligu próvtøkuni tekur støði í eini kravdari próvtøkuverkætlan og fevnir um umleið 1/3 av próvtøkutíðini.

Próvtøkugrundarlagið er kravda próvtøkuverkætlanin, sum er gjørd við støði í verkætlanarrapportini hjá próvtakaranum. Próvhoyrarin sendir próvdómaranum verkætlanarrapportina í seinasta lagi sjey dagar fyri próvtøkuna. Í próvtøkuni leggur próvtakarin fyri við eini útgreinandi framløgu við støði í týðandi pørtum í verkætlanini, herímillum arbeiðsgongdini og ítøkiliga framleidda verkinum. Síðan samtala próvtakari og próvhaldari stutt um verkætlanina.

Um kravdu próvtøkuverkætlanina

Tey síðstu umleið 15% av undirvísingartíðini skulu brúkast til eina sjálvstøðuga einsæris próvtøkuverkætlan, sum skal vera partur av grundarlagnum undir munnligu próvtøkuni. Í hesum tíðarskeiðinum er lærarin leiðbeinari. Í verkætlanini skulu verkligt arbeiði, greining og ástøði samantvinnast. Næmingurin orðar uppgávuorðingina, sum lærarin skal góðkenna. Próvtøkuverkætlanin skal fevna um kanningar næmingsins av sjálvvaldum visuellum, rúmligum ella sansaligum sniðum, sum føra til eitt ella fleiri liðug verk.

Næmingurin skjalfestir og tekur saman um verkætlanararbeiðið í eini skrivligari og visuellari rapport, sum skal fevna um umleið tríggjar normalsíður. Verkætlanarrapportin er partur av grundarlagnum undir endaligu eftirmetingini hjá læraranum av næminginum, og hon verður eisini send próvdómara, um munnlig próvtøka verður hildin.

2) Verkligt, greiningarligt og ástøðiligt arbeiði

Hesin parturin av munnligu próvtøkuni tekur støði í ólisnum tilfari við støði í undirvísingini og skjalamappu próvtakarans og fevnir um umleið 2/3 av próvtøkutíðini.

Próvtøkugrundarlagið skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað. Tilfarið skal vera valt soleiðis, at próvtakarin kann knýta tað saman við tilfari úr egnari skjalamappu. Verkini eru fyri tað mesta visuell verk, sum onnur hava skapað, og lutvís egnu verk próvtakarans. Próvtakarin leggur fyri við at svara uppgávuorðingini við støði í skjalamappuni og síðan samtala próvtakari og próvhaldari við støði í svarinum og uppgávuorðingini.

Sami próvtøkuspurningur og -tilfar kunnu í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferðir í sama flokki/bólki.

Um skjalamappuna

Skjalamappan hjá næminginum er miðdepilin í allari undirvísingini. Næmingurin skjalfestir í skjalamappuni alt arbeiði, t.e. verkligt, greiningarligt og ástøðiligt arbeiði. Skjalamappan er partur av grundarlagnum undir munnligu próvtøkuni.

Dømingargrundarlag – munnlig próvtøka á A-stigi

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur faklig mál, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal duga at nýta fakliga vitan og faklig háttaløg í lærugreinini. Eisini verður dentur lagdur á, at próvtakarin er virkin í fakligu samtaluni.

Í próvtøkuverkætlanini verður dentur lagdur á hugskot, arbeiðsgongd og ítøkiliga framleidda verkið samanborið við uppgávuorðingina.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, har báðir partarnir av próvtøkuni telja eins. Verkætlanarrapportin er tó ikki partur av dømingargrundarlagnum.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingarnir hava við sær av tí stigi, tey kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera at gera myndir, at lesa myndir ella visuelt samskifti.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum At gera myndir verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum Visuelt samskifti. Á tann hátt kundi førleikin at framleiða myndir verið mentur, samstundis sum tann samskiftisligi parturin og boðskapurin í sjálvari myndagerðini varð viðgjørdur úr einum ástøðiligum sjónarhorni.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingarnir stigvíst venja seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingarnir sameina munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av kt-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kunnu næmingarnir menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læritilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingarnir fáa ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingarnir vita frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingarnir skulu gerast tilvitaðir um tey krøv, ið sett verða, so tey kunnu seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingarnir skulu greitt fáa at vita, hvussu tey verða eftirmett, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingarnir skulu gerast tilvitaðir um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skulu næmingarnir gerast tilvitaðir um ymiskar lærihættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingarnir skulu regluliga gerast varugir við, hvussu læritilgongdin er ætlað, og tey skulu verða eggjað til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingarnir skulu frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin myndlist hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við myndlist, og tá ið myndlist verður framleidd, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingarnir skulu fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í myndlist skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skulu næmingarnir verða tilvitaðir um, at tey í lærugreinini menna sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um myndlist ræður.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í myndlist skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tættirnir verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin myndlist er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og kt-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørgreinaligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi, frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørgreinaligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørgreinaligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingarnir skulu ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørgreinaligar samanhangir.

Tvørgreinaligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingarnir fara undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørgreinaligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í myndlist, kann talan verða um tvørgreinaligt samstarv, t.d. blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørgreinaligum samstarvi, er, at næmingarnir læra, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingarnir skulu duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingarnir skulu arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðfeingi og taligávur verða ment. Næmingarnir skulu sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingarnir skulu haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingarnir gerast tilvitaðir um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingarnir eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.