Skriva út ##pt##

Vinnulívsbúskapur C

Seinast broytt: 

Løgd út 20. apríl 2015

1. Samleiki

Vinnulívsbúskapur er samfelagsvísindalig lærugrein, har viðurskifti, sum hava við strategi, búskap, virkisbygnað og sølu verða greinað. Vinnulívsbúskapur gevur innlit í treytir og møguleikar at reka eitt virki skynsamt í einum altjóðagjørdum marknaðarstýrdum búskapi, og gevur førleikar at virka í hesum høpi.

2. Endamál

Í vinnulívsbúskapi er endamálið, at næmingurin mennir síni evnir til at meta um stovnanina og menningina hjá einum virki, virðini sum virkið skapar, t.e. virðisketan / virðisrøðin hjá virkinum, og grundleggjandi um møguleikar hjá einum virki at virka  við støði í virkisbygnaði, strategi, sølu og búskapi.

Næmingurin lærir um virkið og samfelagsligar fortreytir fyri vinnuvirksemi. Hann lærir um innan- og uttanhýsisviðurskifti hjá virkjum og at framleiða, greina og tulka búskaparligar upplýsingar um virkið, umframt búskaparligar avgerðir og árin av hesum og at leggja tilrættis ætlanir fyri virkið.

Lærugreinin skal menna førleikarnar hjá næminginum, so hann gerst førur fyri at lýsa, greina, greiða frá, viðgera, meta um og miðla virkisbúskaparlig viðurskifti. Næmingurin lærir at hugsa um virkið sum eina heild, og at taka avgerðir út frá hesum.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í vinnulívsbúskapi á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum.

Kjarnaøki

Í vinnulívsbúskapi C verður dentur lagdur á, at næmingurin lærir um grundleggjandi virkisbúskaparlig viðurskifti.

  • Virkið og samfelagið
  • Greining av vinnugreinum og viðurskiftum innan marknað og kapping
  • Hugskot, mál og strategi hjá virkinum
  • Virkisætlanin
  • Bygnaðarskipan og leiðslu virkisins
  • Parameturbland virkisinsBúskaparstýring, harímillum roknskaparfatan og fíggjarætlan

Ískoytisøki

Fyri at røkka fakligu málunum í virkisbúskapi er neyðugt, at næmingurin fær fakligt ískoytistilfar aftur at kjarnatilfarinum. Ískoytistilfarið skal dýpa og seta í frásjón kjarnatilfarið og vera við til at víðka sjónarringin hjá næminginum. Ískoytistilfarið fevnir um greinar, framløgur um virkir, vitjanir á virkjum, sjónvarpssendingar, upplýsingar frá heimasíðum v.m. Ískoytistilfarið skal eggja og kveika áhugan hjá næminginum at arbeiða við fakinum vinnulívsbúskapur.

5. Førleikamál

Í vinnulívsbúskapi C eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna støðið undir virkisbúskaparligum mannagongdum og reglum, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga, at lesa, at skriva og at rokna. At samskifta snýr seg eisini um at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Í vinnulívsbúskapi skal næmingurin fáa venjing í at seta spurningar, lýða á, próvføra, at samskifta og at gera framløgur um virkisbúskaparlig viðurskifti.

Førleikin at lesa verður mentur við næmingurin miðvíst skal tilogna sær nýggja vitan, skal læra at skyna á, greina og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at viðgera evni í lærugreinini. Næmingurin skal læra at lesa um, seta seg inn í og duga at viðgera virkisbúskaparlig viðurskifti. Keldur kunnu eitt nú vera fakbøkur, greinar, tíðarrit, hagtøl, heimasíður og annað skivtligt tilfar.

Førleikin at skriva verður mentur at við næmingurin skal læra at orða seg í skrivligum uppgávum, frágreiðingum, framløgum v.m um virkisbúskaparlig viðurskifti. Næmingurin skal læra at bera fram faktilfar klárt og týðiligt í einum logiskum samanhangi.

Førleikin at rokna verður mentur við at næmingurin lærir at gera viðkomandi útrokningar og at seta upp talvur og grafar v.m. samsvarandi fakstøði. Næmingurin eigur at hava grundleggjandi talfatan, og duga at fyrihalda seg til tøl og talstøddir og at skipa taltilfar. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til virkisbúskaparligar spurningar.

Førleikin at nýta tøknilig amboð verður mentur við at næmingur skal læra at brúka viðkomandi kunningartøknilig amboð so sum rokniark, tekstviðgerð, framløguforrit og alnótina. Næmingur skal vera førur fyri at gera útrokningar, at skipa og viðgera taltilfar við tøkniligum amboði. Næmingur skal læra at brúka viðkomandi búskaparligar "funksjónir" í rokniarkinum og vera førur fyri at gagnnýta hesi amboð.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi.

Í vinnulívsbúskapi skal næmingurin læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan eitt nú frá fakbókum, fjølmiðlum, greinum, frá alnótini v.m. Næmingurin skal eggjast til at at seta kritiskar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu vinnubúskaparlig tiltøk og menningarvirki hava verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekst- og talframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika.


Fakligir førleikar

Næmingur dugir:

  • at greiða frá og lýsa viðurskifti í og rundan um virkið
  • at greiða frá samanspælið hjá virkinum við samfelagið rundanum
  • at nýta vitan um vinnugreinina og marknaðarviðurskiftini hjá virkinum til at kjakast um og meta um strategimøguleikarnar hjá virkinum
  • at greiða frá spurningum í sambandi við at virki verður sett á stovn
  • at nýta vitan um bygnaðarlig viðurskift hjá einari fyritøku, og at kjakast um og meta um menningarøguleikarnar hjá virkinum
  • at nýta vitan um sølumøguleikarnir hjá einum virki, og at kjakast og meta um, hvussu virkið skal áseta dygd, prís, útbreiðslu og lýsingarátøk
  • at nýta vitan um tey búskaparligu viðurskiftini hjá virkinum at kjakast um og meta um hvørt virkið røkkir síni ásettu búskaparligu mál, læra um fíggjarætlan, roknskap og lyklatøl

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Próvtøkuhættir

Skúlin velur ímillum tveir munnligar próvtøkuhættir:

Próvtøkuháttur A

Munnliga próvtøku, har próvtakarin fær ein ókendan tekst og nakrar spurningar. Próvtøkutíðin er 24 minuttir fyri hvønn próvtakara. Fyrireikingartíðin er 48 minuttir.

Próvtøkan fer fram sum ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tríggjar ferðir í sama próvtøkubólki. Alt próvtøkutilfarið skal fevna breitt um fakligu málini.

Próvtøkutilfar og spurningar verða send próvdómaranum 5 dagar undan próvtøku.

Próvtøkuháttur B

Munnliga próvtøku við støði í einari verkætlan hjá próvtakaranum, sum er gjørd í undirvísingini, og ein ókendan tekst við tilhoyrandi spurningum. Próvtøkutíðin er 30 minuttir fyri hvønn próvtakara. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir.

Próvtøkan er tvíbýtt.

Í fyrra parti av próvøkuni leggur próvtakarin fram ein sjálvvaldan spurning frá verkætlanini og próvhoyrarin setur spurningar fyri at lýsa spurningin gjøllari.

Seinni partur av próvtøkuni tekur støði í tí ókenda tekstinum og fer fram sum ein samtala millum próvtakara og próvhoyrara.

Próvtøkutíðin verður býtt javnt millum hesar báðar partar.

Sami próvtøkuspurningur kann í mesta lagi verða nýttur tríggjar ferðir í sama próvtøkubólki. Alt próvtøkutilfarið skal fevna breitt um fakligu málini.

Próvtøkutilfar og spurningar verða send próvdómaranum 5 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Í dømingi verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur málini, sum eru sett í lærugreinini. Próvtakarin skal sýna, at hann dugir at skipa og miðla fakligt tilfar, umframt at orða seg fakliga um útflýggjaða tilfarið. Próvtakarin skal sýna fakligar førleikar í viðgerðini av próvtøkutilfarinum við støði í virkisbúskaparligum ástøði.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Munnligt C-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samtaluni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi lýtum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri lýtum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samtaluni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í vinnulívsbúskapi C verður vinnubúskaparlig ástøði nýtt til at greina nýggjar og veruleikakendar spurnigur við støði í kendum virkjum.

Induktivur og hendingagrundaður frálæruháttur er ein meginháttur at nýta í tilrættisleggingini av frálæruni. Við at nýta induktivan og hendingagrundaðan frálæruhátt verður næmingurin styrktur í sínum evnum at skipa og bera fram eina fakliga hugsan.

Arbeiðshættir

Frálæran skal leggjast tilrættis soleiðis, at arbeiðshættirnir eru fjølbroyttir og miða ímóti stigvøkstri.

Í frálæruni verður arbeitt við ymiskum uppgávum við støði í ítøkiligum og avmarkaðum búskaparligum spurningum, soleiðis at hetta er við til at fremja evnini hjá næmingunum at nýta búskaparlig ástøði.

Ì undirvísingini verður ein verkætlan gjørd, sum skal vera á einum høgum veruleikastigi, soleiðis at næmingurin mennir síni evnir at kjaka og meta um búskaparligar spurningar við at nýta ástøði hjá fakinum í einum veruleikakendum og altjóða samanhangi.

Teldutøkni

Undirvísingin verður løgd til rættis soleiðis, at teldutøkni er eitt fagligt og námsfrøðiligt amboð. Í dømunum og verkætlanini verður frálæran løgd til rættis við at atlit verður tikið til, at næmingarnir skulu hava atgongd til samskiftismiðlar og internetið.

Samanspæl við aðrar lærugreinar

Partar av kjarnaøkjunum og ískoytisøkjunum skulu veljast og viðgerast soleiðis, at tey eru við til at styrkja um tað fakliga samanspælið í breytarvalinum. Tá lærugreinin verður vald á náttúrubreyt ella hugbreyt verður størri dentur lagdur á møguleikarnar fyri samspæli við samfelagsligu lærugreinarnar í sambandi við yrkisbúskaparligar og yrkispolitiskar spurningar, umframt tær náttúruvísindaligu lærugreinarnar í sambandi við innovatión, stovnsetan av virki og cost-benefit-metingar.

Taksonomisk leiðbeining til spurningar í vinnulívsbúskapi

(Spurningar byggja á ástøðina í SOLO-taksonomiini)

Rokna

Næmingurin skal viðgera (seta upp, skipa) virkisbúskaparligar upplýsingar, við at seta hesar inn í viðkomandi frymlar, talvur v.m., sum eru í fakinum. Spurningarnir til uppgávuna eru settir, frymlar eru kendir og uppgávan er eintýðug.

Lýs

Næmingurin skal við støðið í virkisbúskaparligum ástøði greiða frá serligum viðurskiftum viðvíkjandi virkinum og búskaparligu støðuni hjá virkinum.

Greið frá

Næmingur skal á skipaðan hátt duga at greiða frá virkisbúskaparligum viðurskiftum og spurningum. Næmingur skal duga seta hetta í samband við viðkomandi virkisbúskaparligt ástøði, og leggja hesi fram á skipaðan hátt.

Samanbera

Næmingurin skal duga at vísa á líkskap og munir í ymiskum virksibúskaparligum viðurskiftum, og at bera hetta fram á skipaðan hátt.

Greina

Næmingurin skal við støðið í virkisbúskaparligari ástøði, frymlum/háttaløgum duga at kanna og viðgera virkisbúskaparligar upplýsingar.

Viðgera

Næmingurin skal duga at umrøða og lýsa t.d. virkisbúskaparligar spurningar, og at føra fram ymisk sjónarmið við grundgevingum. Grundgevingar skulu grundast á fakligt støði.

Meta um

Næmingurin skal, á fakligum støði, taka støðu til virkisbúskaparlig viðurskifti, og meta um hesi. Næmingurin skal duga at meta um onnur viðkomandi viðurskifti og um gongdina / ávirkanina framyvir.