Námsætlan til miðnám:

Týskt byrjan B

1. Samleiki

Fremmandamál eru portur út í heim og gera okkum før at koma í samband við onnur menniskju, lond og mentanir og at skilja, hvussu onnur búleikast og hugsa. Kunnleiki til fremmand mál og fremmandar mentanir vekir og fremur tolsemi.

Samskifti og samvinna við evropeisku málsamfeløgini um samfelagslig, handilslig og mentanarlig viðurskifti eru sjálvsøgd hjá føroyingum. Tí hava vit eina sterka siðvenju í at duga fremmandamál.

Altjóðagerðin myndar í dag samvinnu og samstarv kring allan knøttin, og førleikin at duga at samskifta bæði munnliga og skrivliga er av alstórum týdningi. Tí er umráðandi at læra nógv og ymisk fremmandamál og teir læringarhættir, ið stuðla undir samskiftið. Fremmandamál geva okkum fjøltáttaðar málførleikar og innlit í aðrar mentanir. Hetta stuðlar undir væleydnað samstarv á øllum økjum.

Fremmandamál eiga rúmd og hava týðandi leiklut í evropeiskum høpi og á altjóða pallinum.

Kunnleiki til fremmandamál gevur okkum eisini innlit í okkara egna mál eins væl og onnur mál, alheims bókmentir, vísindi, fagrar listir og søgu og ger okkum soleiðis meira tilvitað um egnan samleika.

Týskt er eitt av høvuðsmálunum í Europa og fevnir í høvuðsheitum um Týskland, Eysturríki og Sveis. Lærugreinin byggir á øll hesi trý øki. Natúrligt er tó, at Týskland, sum tað størsta økið, eigur størstu rúmd í undirvísingini. Harumframt tosa minnilutar týskt í Italia, Pólandi, Ungarn, Belgia, Luxemburg, Hollandi, Russlandi, Ísrael, Suðurafrika, Namibia og USA.

Týskt er tað málið, ið flest fólk tosa í Europa.

Týskt er eitt ríkt mentanarmál við søguligum rótum og eigur dýrgripir innan bókmentir og list umframt týðandi frambrot innan vísindi. Týskt er næststørsta vísindamál í heiminum.

Týskland er heimsins størsta útflutningsland og samvinna við týskmælta heimin er og hevur verið sjálvsagt hjá føroyingum. Næst eftir norðbúgvar koma flest ferðafólk úr týskmæltu økjunum at vitja okkum.

At læra fremmandamál byggir á royndir og vitan úr móðurmálinum og øðrum fremmandamálum, sum longu eru tilognað í og uttan fyri skúlan. Føroyskt og týskt eru bendingarmál, og tí er natúrligt at bera málini saman í undirvísingini og soleiðis styrkja málsligu tilvitanina bæði í móðurmálinum og týskum.

Dentur verður lagdur á at undirvísa í týskum máli, mentan, søgu og samfelagsviðurskifti. At læra týskt er sostatt at lesa, hoyra, tosa og skriva umframt at fáa innlit í mentan, lívsáskoðan og søgu hjá týskmæltu økjunum.

2. Endamál

Undirvísingin í týskum hevur til endamáls:

  • at menna førleikar næmingsins at ogna sær týskt mál sum amboð og samskiftismiðil
  • at menna málsligu vitan og tilvitan næmingsins til týskt mál og týska mentan
  • at menna evni næmingsins at samskifta tvørtur um landamark um almenn og faklig viðurskifti á týskum
  • at menna lesi- og skriviførleikar næmingsins í týskum
  • at geva næminginum førleika at lesa, umrøða og viðgera tekstir á týskum
  • at geva næminginum innlit í mentanar- og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har týskt verður talað og nýtt, og at geva honum innlit í millumtjóða sambond.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í týskum byrjanarmáli á B stigi fevnir um 200 klokkutímar.

4. Øki

Kjarnaøki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Lærugreinin týskt hevur 4 ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Talaða málið

Kjarnaøkið talaða málið snýr seg í týskum um, at næmingurin mennir sínar samskiftisførleikar í týskum, bæði tá ið tosað verður manna millum um viðurskifti, har týskt mál verður talað, og í sambandi við týskt sum millumtjóða samskiftismál. Hetta kjarnaøki fevnir tí um at lurta, tala og leggja fram í ymiskum felagsligum høpum. Í undirvísingini skal tí verða hugt eftir ymiskum samskiftisstrategium, hóskandi hjálparmiðlum og ymiskum lurti- og taliháttum. Tí er umráðandi, at næmingurin verður tilvitaður um egnan læringartørv og arbeiðslag, og um, hvussu hann í hesum sambandi best lærir týskt mál.

Í týskum byrjanarmáli B merkir hetta, at næmingurin skal læra:

  • at samskifta týðiliga viðvíkjandi úttalu og setningsbygnaði
  • at orða seg og greiða frá kendum evnum, tekstum og myndum við støði í einum fjølbroyttum orðatilfeingi
  • at nýta fastar og siðbundnar orðingar og máliskur
  • at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í ótillagaðari talu ella samrøðu t.d. á fløgu og í sjónvarpi um gerandisevni
  • at leggja fram eitt fyrireikað evni á fakligan og kreativan hátt
  • at nýta ymiskar samskiftissnildir sum stuðla munnliga samskiftinum, so sum at umorða seg
  • at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna týska málið
  • at vera tilvitin um egnan læringartørv og at seta sær mál fyri læringini

Skrivaða málið

Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg um, at næmingurin mennir sínar lesi- og skriviførleikar, bæði tá ið tosað verður um viðurskifti í týskmæltum økjum, og í sambandi við týskt sum millumtjóða samskiftismál. Hetta kjarnaøki fevnir tí um at lesa, fata, hoyra og skriva í ymiskum felagsligum høpi við støði í ymiskum tekstsløgum. Kjarnaøkið skrivaða málið snýr seg sostatt eisini um at víðka um orðatilfeingið, umframt greining og umrøðu av tekstum. Ymiskir undirvísingarmiðlar verða nýttir – eitt nú KT – umframt, at framløgur verða havdar. Næmingurin skal duga at seta sær mál, umframt meta um sítt arbeiðslag og avrik, einsæris og í samstarvi við onnur. Í hesum sambandi verður hugt eftir ymiskum samskiftisstrategium (eitt nú við at umskriva hugtøk og finna samheiti), hóskandi hjálparmiðlum (t.d. orðabókum og mállæru) og ymiskum lurti- og lesiháttum (eitt nú tilætlað at lesa við ymiskum endamáli). Næmingurin skal vera tilvitaður um egnan læringartørv og arbeiðslag, og um, hvussu hann í hesum sambandi best lærir týskt mál. At lesa og skriva á týskum er partur av praktiska málførleikanum og ger, at næmingurin skilir tað, hann lesur, kannar eftir og hugsar seg um, tá ið teksturin so líðandi gerst torførari. Skrivligu uppgávurnar í týskum eiga at vaksa, so hvørt læringin verður framd, og dentur verður lagdur á, at uppgávurnar eru ymiskar og læringarhættirnir ymiskir.

Í týskum byrjanarmáli B merkir hetta, at næmingurin skal læra:

  • at lesa og skilja ymisk sløg av tillagaðum og ótillagaðum teksti við denti á nýggjari tekst
  • at umseta einfaldar tekstir til týskt og úr týskum
  • skrivliga at greiða frá á einum einføldum og greiðum máli um kend evni og kendar tekstir
  • at samskifta skrivliga t.d. við KT um gerandisevni
  • at nýta tvímálsligar orðabøkur og grundleggjandi mállærutilfar
  • at nýta KT og aðrar miðlar, tá ið arbeitt verður við teksti og evni til framløgur og samskifti, og tá ið tilfar skal fáast til vega
  • at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna málførleikan í týskum
  • at vera tilvitaður um egnan læringartørv og seta sær mál fyri læringini.

Málkunnleiki

Kjarnaøkið málkunnleiki snýr seg um, at næmingurin fær innlit í og lærir seg týska ljóðlæru, formlæru, orðalagslæru, týdningslæru, og at víðkað verður um orðatilfeingið í týskum til at stuðla uppundir samskiftið. Umráðandi er, at talað verður á týskum máli í undirvísingini.

Í týskum byrjanarmáli B merkir hetta, at næmingurin skal læra:

  • at nýta grundleggjandi ljóðreglur í málinum
  • vanligar bendingar og formar av vanligum orðum í øllum orðaflokkum
  • í ávísan mun at brúka sína málsligu vitan aktivt á løttum og samanhangandi týskum máli
  • grundleggjandi setningsbygnað við høvuðs- og eykasetningum
  • at greina einfaldar setningar
  • at nýta sínar royndir í mállæruni úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna førleikan í nýggja málinum.

Mentan og samfelag

Kjarnaøkið mentan og samfelag snýr seg um, at næmingurin fær eina tilvitaða fatan av mentan og samfelag í londunum, har týskt er høvuðsmál. Í hesum kjarnaøki verður sostatt arbeitt við hóskandi evnum, sum eyðkenna mentan og samfelag í týsktmæltum londum og økjum. Undirvíst verður tí í tekstum frá nýggjari og eldri tíð, einum breiðum úrvali av øðrum enn bókmentaligum tekstum á ymiskum torleikastigum frá nýggjari og eldri tíð um almenn, mentanarlig og samfelagslig evni. Týðandi mentanarlig og samfelagslig viðurskifti í týskum máløkjum verða tikin við upp í undirvísingina.

Í týskum byrjananrmáli B merkir hetta, at næmingurin skal læra:

  • at brúka sítt innlit í mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har týskt mál verður talað, til at samrøða um evni, sum hava verið viðgjørd í undirvísingini
  • at bera saman við føroysk viðurskifti
  • at vísa innlit í, hvussu vitan um mál og mentan kann ávirka tvørmentanarliga fatan og tvørmentanarligt samstarv
  • vanligar sosialar normar og atferðarreglur í týskmæltu økjunum.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleika næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini týskum eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða        

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í týskum um at virða týskt mál sum samskiftismiðil og mentanarbera. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta á týskum máli snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga á týskum verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. At duga at orða seg munnliga á týskum máli gevur næminginum harumframt betri møguleika at taka virknan lut í millumtjóða samskifti. Munnlig framsagnarevni fevna bæði um at lurta og at tosa.

Førleikin at lesa og skriva á týskum skal mennast og stimbrast gjøgnum alla undirvísingina, so at næmingurin kann ogna sær vitan, upplýsingar og upplivingar. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. At menna lesiførleikan í týskum merkir, at næmingurin sum heild mennir lesiførleikan. At skriva á týskum er partur av undirvísingini í týskum frá byrjan. At bera fram sínar meiningar skrivliga og munnliga er av stórum týdningi, tá ið mál verður lært. Munnligi og skrivligi førleikin er eitt týðandi amboð í tilgongdini at skilja og nýta tað nýggja málið í alt meira fjølbroyttum og krevjandi samanhangi, tvørfakliga og mentanarliga. Dentur verður lagdur á at gera samskiftið natúrligt og flótandi, heldur enn málsliga lýtaleyst. Skrivligi førleikin leggur í størri mun dent enn tann munnligi á málsligan rættleika.

Førleikin at rokna snýr seg í týskum um at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í týskum sín lut í hesi menning. Rokniførleiki er tí gerandisligur partur av undirvísingini í fremmandamálum. Grafiskar myndir, útrokningar og mátingar geva eina breiðari mynd av viðurskiftunum innan handil, samfelag og tøkni í týskmæltum økjum. Soleiðis eru náttúruvísindi við til at geva týskum eina eyka dimensión. Harumframt er tann matematisk-logiska og struktureraða tilgongdin til læring ein hollur stuðul undir eitt nú tekstagreining, -tulking og ástøðiligari mállæru.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í týskum at duga at nýta teir møguleikar, sum kunningartøknin gevur, so sum tekstviðgerðarforrit og samskiftisforrit. Teldan gevur atgongd til at hoyra autentiska talu á týskum. Tey mongu elektronisku uppgávusøvnini eru hent í sambandi við at gera undirvísingina fjøltáttaða. Næmingurin skal eisini duga at velja og meta um tær upplýsingar, hann fær. Við at nýta tøknilig amboð kann næmingurin samskifta og samstarva uttan mun til tíð og stað.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvi fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir.

Førleikin at kanna snýr seg í týskum um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir á týskum máli. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í týskum um, at næmingurin skal verða tilvitaður um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu bókmentalig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og mentan. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Talaða málið

Næmingurin dugir

  • at samskifta týðiliga viðvíkjandi úttalu og setningsbygnaði
  • at orða seg og greiða frá kendum evnum, tekstum og myndum við støði í einum fjølbroyttum orðatilfeingi
  • at nýta fastar og siðbundnar orðingar og máliskur
  • at lurta eftir og skilja høvuðsinnihaldið í ótillagaðari talu ella samrøðu t.d. á fløgu og í sjónvarpi um gerandisevni
  • at leggja fram eitt fyrireikað evni á fakligan og kreativan hátt
  • at nýta ymiskar samskiftissnildir sum stuðla munnliga samskiftinum, so sum at umorða seg
  • at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna týska málið
  • at vera tilvitin um egnan læringartørv og at seta sær mál fyri læringini.

Skrivaða málið

Næmingurin dugir

  • at lesa og skilja ymisk sløg av tillagaðum og ótillagaðum teksti við denti á nýggjari tekst
  • at umseta einfaldar tekstir til týskt og úr týskum
  • skrivliga at greiða frá á einum einføldum og greiðum máli um kend evni og kendar tekstir
  • at samskifta skrivliga t.d. við KT um gerandisevni
  • at nýta tvímálsligar orðabøkur og grundleggjandi mállærutilfar
  • at nýta KT og aðrar miðlar, tá ið arbeitt verður við teksti og evni til framløgur og samskifti, og tá ið tilfar skal fáast til vega
  • at nýta sínar royndir úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna málførleikan í týskum
  • at vera tilvitaður um egnan læringartørv og seta sær mál fyri læringini.

Málkunnleiki

Næmingurin dugir

  • at nýta grundleggjandi ljóðreglur í málinum
  • vanligar bendingar og formar av vanligum orðum í øllum orðaflokkum
  • í ávísan mun at brúka sína málsligu vitan aktivt á løttum og samanhangandi týskum máli
  • grundleggjandi setningsbygnað við høvuðs- og eykasetningum
  • at greina einfaldar setningar
  • at nýta sínar royndir í mállæruni úr móðurmálinum og øðrum málum til at menna førleikan í nýggja málinum.

Mál og mentan

Næmingurin dugir

  • at brúka sítt innlit í mentan, søgu og samfelagsviðurskifti í londum og økjum, har týskt mál verður talað, til at samrøða um evni, sum hava verið viðgjørd í undirvísingini
  • at bera saman við føroysk viðurskifti
  • at vísa innlit í, hvussu vitan um mál og mentan kann ávirka tvørmentanarliga fatan og tvørmentanarligt samstarv
  • vanligar sosialar normar og atferðarreglur í týsktmæltu økjunum.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingarnar verða skjalfestar.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir í 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfari og ískoytistilfari.

Munnliga próvtøkan er tvíbýtt:

a)     Við støði í einum ókendum teksti á uml. 1 ns skal næmingurin týða 1/3 av tekstinum neyvt úr týskum til føroyskt og síðani lesa sama brot upp á týskum. Næmingurin skal greitt fáa at vita hvønn part talan er um. Síðani verður ein samrøða á týskum um útflýggjaða tekstin og hann verður settur í samband við viðgjørd evni. Næmingurin innleiðir samrøðuna við eini stuttari framløgu um tekst og evni.

b)     Við støði í ókendum myndatilfari skal næmingurin samtala um gerandislig evni. Allir hjálparmiðlar eru loyvdir, tó ikki umsetingarforrit – hvørki á teldu ella á interneti – sum kunnu umseta heilar setningar úr einum máli í annað.

Próvtøkutilfarið má í mesta lagi nýtast tríggjar ferðir á sama holdi.

Ein normalsíða er fyri prosa 1300 bókstavir, fyri lyrikk 30 reglur.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í ókendum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tekstir, ið eru støði undir munnligu próvtøkuni, skulu í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal, við støði í einari fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini, og evnar at síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin á týskum dugir at leggja fram at hann megnar at taka viðkomandi fyribrigdi úr mentan og samfelagi, har týskt verður talað. Dentur verður eisini lagdur á samtalufimi og tekstfatan. Samanhangandi málburður er meiri umráðandi enn lýtaloysi í smálutum. Týskmælti parturin av próvtøkuni verður vektaður hægst.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsing

Munnligt B-stig byrjanarmál

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Famúr gott

Týðingin er sera góð og røtt. Upplesturin er flótandi, úttalan sera góð og skillig. Munnliga framløgan av tekstinum er greið og væl skipað, málið er samanhangandi, sum heild rætt, og orðatilfeingið er fjølbroytt í mun til stigið. Próvtakarin vísir góða tekstfatan og dugir at seta ókenda tekstin í samband við tey evni, ið eru knýtt at honum, og hann tekur sum heild allar viðkomandi tættir inn í viðgerðina. Samtalan um myndina gongur væl, próvtakarin skilir væl vanligt gerandismál og dugir at samskifta sjálvstøðugt um gerandisevnir.

7

Gott

Týðingin er góð við einstøkum brekum. Upplesturin er góður og sum heild rættur. Munnliga framløgan av tekstinum er góð, men ikki so væl skipað. Málið er samanhangandi og skilligt, men málsligar villur koma fyri. Próvtakarin skilir í høvuðsheitum tekstin og dugir í ávísan mun at seta hann í samband við tey evni, ið eru knýtt at honum. Samtalan um myndina gongur rímiliga væl, próvtakarin dugir grundleggjandi orðatilfeingi og skilir vanligt gerandismál, men manglar málsligan førleika til, at samtalan gerst flótandi.

02

Nøktandi

Próvtakarin týður tekstin við nógvari hjálp. Upplesturin er óneyvur, men próvtakarin dugir sum heild grundreglurnar fyri úttalu. Munnliga framløgan er trilvandi, skillig, men málsliga veik. Próvtakarin skilir partar av tekstinum, men samanhangurin er kámur. Próvtakarin setur í lítlan mun evnið í samband við tey evni, ið eru knýtt at honum. Samtalan um myndina gongur trekt og er merkt av álvarsligum málsligum villum, men próvtakarin skilir og dugir grundleggjandi gerandis orðatilfeingi og megnar at gera seg nøkulunda skilligan.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera talaða málið, skrivaða málið, málkunnleika ella mál og mentan.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum málkunnleiki verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum skrivaða málið.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á sína egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis so, at næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so at næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini týskt. Tá ið arbeitt verður við ymiskum sløgum av tekstum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður.

Í týskum skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin týskt er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinir. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú at menna skapandi evnini og KT-førleikarnar, undirvísing í søgu, í tekstgerð, í bókmentaligum hugtøkum og í almennari málfrøði og málsøgu.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Umframt tvørfakligt samstarv er samstarv vid týsktalandi úti í heimi ein stimbrandi møguleiki, id eisini kann knýta bond, sum næmingurin kann fáa gleði av í sínari víðari menning av málinum, og í sínari víðari útbúgving.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í teirri eini lærugreinini, kann ístaðin verða latið upp fyri tvørfakligum samstarvi, t.d. at stíla fyri einari blaðútgávu, gera eina søguliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin menna seg til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri talaða málinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesivanum er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið og lesiumhvørvið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.