Skriva út ##pt##

Tøknifrøði B

Seinast broytt:

1. august 2019

Viðmerking

Dagføring av økjum og førleikamálum.

1. Samleiki

Í lærugreinini tøknifrøði verður arbeitt við at finna tøknifrøðiligar loysnir til samfelagsligar spurningar.

Í lærugreinini verður arbeitt við tøknifrøðiligari íbirtan, tað er menning av lutum, tænastum og úrdráttum, sum taka støði í greiningum av samfelagsligum vandamálsstøðum.  Hugt verður eftir samspælinum millum lut, tøkni, vitan og skipan, og arbeitt verður við at sameina tøkniligu og náttúrvísindaligu vitanina við arbeiði á verkstaði og í starvstovu.

Í lærugreinini mennir næmingurin sínar førleikar, so hann fær tøkniligt innlit, skilir hvussu tøknifrøði og samfelag eru tongd at hvørjum øðrum, samstundis sum hann lærir at vera greinandi og at finna loysnir til ítøkiligar og ástøðiligar vandamálsstøður. Næmingurin fær harumframt innlit í, hvussu tann tøkniliga vitanin verður útvegað gjøgnum kanningar og framleiðslugongdir.

Lærugreinin tøknifrøði ger sítt til, at tøknibreytin verður ein viðkomandi og sjálvsagdur partur av gerandisdegnum, er samfelagsliga týdningarmikil og er ein av lærugreinunum, sum er við til at geva útbúgvingini sítt sereykenni.

Í lærugreinini tøknifrøði verður arbeitt við vandamálsorðaðum verkætlanum í longri tíðarskeiðum. Vitan úr øðrum lærugreinum verður brúkt í ymiskum verkætlanum, har tað er fakliga viðkomandi.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í tøknifrøði er, at næmingurin fær grundleggjandi kunnleika til tøknifrøðiligar hugsanarhættir og arbeiðshættir, og at hann ognar sær fimi og hættir at loysa tøknifrøðilig vandamál. Lærugreinin stuðlar endamálinum við tøknibreytini, sum er, at næmingurin mennir seg til at fara undir hægri lestur innan tøkni, tøknifrøði, náttúruvísindi, handil, íbirtan og íverksetan.

Undirvísingin skal geva næminginum eina breiða tøknifrøðiliga uppfatan. Næmingurin skal fáa innlit í veruligar vandamálsstøður og møguligar loysnir. Dentur verður lagdur á samspælið millum náttúruvísindi, tøkni og samfelagsmenning. Næmingurin skal fáa kunnleika til ymiska tøkni, sum verður brúkt í vinnulívinum, og um týdningin av hugskotsmenning og menning av framleiðsluháttum. Næmingurin skal eisini fáa eina fatan av, hvussu tøknin og náttúran hava ávirkan hvør á aðra.

Undirvísingin skal geva næminginum eitt kunnleika- og fatanarstøði, sum ger hann føran fyri at taka sjálvstøðugar avgerðir, umframt at taka virknan lut í viðgerðum og avgerðum í einum hátøkniligum fólkaræði.

Næmingurin skal eisini fáa innlit í, hvussu egið virki verður sett í verk, alt frá tilrættislegging og framleiðslu og til sølu, umframt at hann fær eina fatan av, hvussu tøkni, virki, samfelag og altjóðagerð spæla saman.

Harumframt er endamálið, at næmingurin arbeiðir við vandamálsorðaðum verkætlanum, so hann kann venja seg við lestrar- og arbeiðshættir, sum eru viðkomandi, tá ið hann fer undir víðari lesnað.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í tøknifrøði á B-stigi fevnir um 330 klokkutímar.

4. Øki

Kjarnaøki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki geva næminginum møguleika til fakliga hugdýping, har hann nemur sær vitan og royndir. Í verkætlanargongdini í lærugreinini skal vørumenning sum skipað og endurtakandi gongd fevna um høvuðspartin av kjarnaøkjunum.

Vandamálseyðmerking

  • val av samfelagsligari vandamálsstøðu innan eitt ávíst vandamálsorðað øki.

Vandamálsgreining

  • innsavnan, úrval og arbeiði við funnu vitanini um vandamálið
  • kvalitativir og kvantitativir arbeiðshættir til fáa egna vitan um vandamálið
  • greining og skjalfesting av vandamálinum, herímillum orsakir og árin.

Vørulýsing

  • innsavnan av vitan um vørur, sum eru kappingarneytar, herímillum fyrimunir og vansar við teimum
  • brúkarakanning, herímillum gera greiðu fyri, hvussu og í hvørjum sambandi vøran skal brúkast, og taka brúkaran við í kanningarnar
  • áseting av viðkomandi krøvum frá myndugleikunum
  • krøv til vøruna við støði í greining av vandamálinum, greining av vørum, sum eru kappingarneytar, brúkarakanningum og myndugleikakrøvum
  • mannagongdir til menning av hugskotum, flokking og úrvali
  • grundgeving fyri vali av loysnum við støði í ásettum krøvum.

Vørutilevning

  • tøknilig skjalprógvan, so sum arbeiðstekningar, el-diagramm, flow-diagramm, samlingstekningar og stykkjalisti
  • eginleikar, bygnaður og nýtileiki hjá útvaldum tilfari, komponentum og elektroniskum lutum í ymiskum samanhangi. Harumframt tilgongdir, arbeiðs- og samanbindingarhættir
  • trygd og heilsa í sambandi við arbeiði á verkstøðum og starvsstovum
  • umhvørvismeting, herímillum meting av ávirkanini umhvørvið hevur á tilfar og lutir.

Vørufyrireiking

  • ráðlegging av framleiðslugongdini, sum er skipað sum tøkni, vitan og bygnaður.

Fremjan

  • framleiðsla av vøruni á einum av verkstøðunum á skúlanum.

Eftirmeting

  • vørukanning sambært ásettum krøvum
  • meting av samspæli millum vøru og samfelag.

Kjarnaøkini niðanfyri koma inn í verkætlanir, antin sum evni í vandamálsorðaðum verkætlanum ella í styttri fakligum verkætlanum.

Verkætlanarleiðsla

  • tíðarætlan
  • samstarv ímillum næmingar, ímillum næmingar og vegleiðara og ímillum næmingar og samstarvsfelagar uttan fyri skúlan
  • talgild amboð til samskriving (kollaborativa skriving).

Skjalprógvan og framløga

  • bygnaður av tekniskari frágreiðing, herímillum grundgevingar og skjalprógvan
  • innsavnan, úrval og brúk av keldum
  • sjónbar amboð til framløgu av verkætlan
  • munnlig framløga.

Onnur kjarnaøki

  • global og lokal umhvørvisávirkan
  • arbeiðsumhvørvi
  • tøknigreining
  • tøkni sum samvirkin menning, herímillum tøkni í alheimshøpi.

Ískoytisøki

Umframt kjarnaøki verður arbeitt við ískoytisøkjum, sum lýsa kjarnaøkini gjøllari og seta tey í frásjón.

Ískoytistilfar er tilfar, sum er tongt at valdu framleiðsluni og valdu vøruni. Dømi um hetta er lóggáva, leiðbeiningar, stuðulsskipanir, kappingarneytar, móti, NGO (Non Govermental Organisation) arbeiðsmegi og náttúrutilfeingi, og harumframt fysist, sosialt, fíggjarligt og tøknifrøðiligt infrakervi. Í sambandi við verkætlanararbeiði kunnu onnur øki eisini verða tikin uppí, og møguleiki skal vera fyri tvørfakligum samstarvi við aðrar lærugreinir í útbúgvingini.

Ískoytisøki og kjarnaøki skulu tilsamans nøkta tørvin fyri at náa fakligu førleikamálinum.

5. Førleikamál

Í tøknifrøði á B-stigi eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í tøknifrøði um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvið hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær fysisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í tøknifrøði um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin tøknifrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um náttúruvísindi. At samskifta um náttúruvísindi snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Næmingurin dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga, tá ið tað snýr seg um at nýta faklig hugtøk í sambandi við tøknifrøðilig viðurskifti, t.d. egnar eygleiðingar bæði í gerandisdegnum og í starvsstovuni. Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta. Næmingurin skal tí vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

At megna at orða seg munnliga í tøknifrøði er at gera sær eina hugsan, seta spurningar, greiða frá møguligum loysnum, og leggja tað greitt fram fyri øðrum. Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Ein týðandi støðisførleiki er at duga at seta spurningar og hypotesur, eftirkanna hesi við sjálv at fyrireika mannagongdir og at velja neyðug amboð. At eftirmeta royndarúrslit og greiða frá teimum er somuleiðis ein týðandi støðisførleiki

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa náttúrufrøðiligar tekstir og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift. Førleikin at lesa er ikki bert at lesa fakligan tekst, men eisini myndlar og nýtsluávísingar, umframt at finna og savna inn dátur og greina hesar. At megna at orða seg skrivliga í tøknifrøði er at lýsa, greina og taka støðu til fyrimunir og vansar við støði í bæði í skrivligum og handaligum parti av eini verkætlan. At skjalfesta framleiðslugongdir, gera tekningar, skitsur, skap, talvur og at viðgera hagtøl.

Næmingurin dugir at lesa og skilur vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur, myndlar og ímyndir. Ein annar partur av støðisførleikanum er at kunna seta seg inn í nýggj øki av lærugreinini m.a. við hjálp úr øðrum bókum, tíðarritum og av internetinum.

Førleikin at rokna snýr seg í tøknifrøði um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Í hesum sambandi evnar næmingurin at brúka tøl og útrokningar, at skráseta, viðgera og leggja fram úrslit av egnum eygleiðingum, eitt nú við talvum og ritmyndum. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin sum heild ein avgerandi leiklut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í tøknifrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisforleikunum. At megna at nýta talgild amboð í tøknifrøði er at nýta hesi amboð til kanningar, avmyndan og framløgu. Harafturat er týdningarmikið at finna upplýsingar, greina, viðgera og leggja fram við hóskandi hjálparamboðum, og verða vandin við keldum.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna er av alstórum týdningi í tøknifrøði og snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og royna, umframt at leita sær ráð og vitan um tøknifrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni, umframt at læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á bókasavni og á internetinum. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin, og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

Førleikin at kanna í tøknifrøði snýr seg um at duga at gera vandamálsorðingar til samfelagsligar spurningar og at nýta tey verkstøð og starvsstovur, ið skúlin hevur. Næmingurin skal venja seg við støðugt at skjalfesta tað verkliga arbeiðið, sum hann er við til at fremja í verki.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísinigini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í tøknifrøði um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini hava verið við til at broytt náttúru, lívsáskoðan, mentan og samfeløg. Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Næmingurin dugir:

  • at arbeiða við tøknifrøðiligari íbirtan við at menna vørur skipað og endurtakandi við eini menningargongd, sum fevnir um vandamálseyðmerking, vandamálsgreining, vørulýsing, vørutilevning, vørufyrireiking og fremjan
  • at greina og skjalprógva eina samfelagsliga vandamálsstøðu
  • at gera smærri grundaðar kanningar, har vitan verður framleidd
  • at brúka náttúruvísindaligar arbeiðshættir til at fáa vitan
  • at brúka skipaðar arbeiðshættir til hugskotsmenning í sambandi við vørumenningartilgongd
  • at greiða frá orsøkum til og ávirkan av týðandi umhvørvisárinum og brúka vitanina í sambandi við vørumenning
  • at brúka yrkisamboð og arbeiðshættir rætt í sambandi við framleiðslu á verkstaði ella starvsstovu skúlans, so trygd og heilsa ikki verða sett í vanda
  • at framleiða dygdarvøru og at meta um og skjalfesta góðskuna av vøruni
  • at greiða frá og brúka náttúruvísindaliga vitan í tøknifrøðiligum sambandi og í sambandi við vørumenning og framleiðslugongd
  • at greiða frá samspælinum millum tøknifrøði og samfelagið, bæði í lokalum og globalum høpi
  • at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum í størri verkætlanargongdum, og brúka amboð til ráðlegging, at fremja og eftirmeta verkætlanarskeiðið, herímillum fyrihalda seg afturlítandi til egið arbeiði og luttaka í talgildari samskriving (kollaborativari skriving)
  • at brúka eina skipaða mannagongd til at skjalprógva og framleggja eina verkætlanargongd skrivliga, munnliga og sjónbært
  • at viðgera vandamálsstøður í samspæli við aðrar lærugreinir
  • at vísa vitan um samleika og arbeiðshættir í lærugreinini.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður munnlig próvtøka.

Próvtøkan er antin ein bólkapróvtøka ella ein einstaklingapróvtøka. Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Er talan um bólkapróvtøku, kann próvhoyringartíðin styttast við í mesta lagi 6 minuttum fyri hvønn próvtakara. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvtøkan tekur støði í einari verkætlan og einari vøru, sum próvtakarin hevur arbeitt við. Støðið undir verkætlanini er eitt tema, sum inniheldur uppskot um ymiskar tilgongdir. Framløga næmingsins kann í mesta lagi fevna um helvtina av próvhoyringartíðini.

Spurningarnir verða settir við støði í verkætlanini í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjunum og ískoytisøkjunum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av verkætlanini.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í verkætlanini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í verkætlanini. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og seta verkætlanini í frásjón.

Í próvdømingini verður dentur lagdur á hesi viðurskifti:

  1. Form og innihald í frágreiðingini
    • skjalfestingar- og kunningarvirði, herímillum greidleika, samanhang, keldutilvísingar og tøkniliga skjalfesting
    • skjalfesting av vandamálsstøðuni og metingum
    • fakliga grundaða grundgeving fyri valum, sum eru gjørd frá hugskoti til framleiðslu, og ásettum krøvum
    • nýtslu av viðkomandi vitan frá øðrum lærugreinum í útbúgvingini
    • nærlagni og professionalismu í sambandi við framleiðslu
    • hugskot og góðsku í mun til tey settu krøvini
    • meting av, hvussu vøran ávirkar umhvørvið
    • kanning av vøru samanborið við ásett krøv
    • meting av samfelagsligum avleiðingum, sum loysnin hevur í sær
    • skjalfesting av ráðlegging og samstarvi í verkætlanarbólkinum.
  2. Framløgu
    • munnligu framløguna av verkætlanini
    • frágreiðing fyri valdu loysnirnar
    • evni til at brúka vitan, mannagongdir og handaligt arbeiði í eini verkætlan
    • evni at fyrihalda seg afturlítandi til verkætlanargongdina
    • svar upp á spurningar, sum skulu lýsa verkætlanina gjøllari

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, herímillum av verkætlanarfrágreiðingini og úrslitinum av verkliga arbeiðinum og munnligu próvtøkuni.

Próvtalslýsingar

Munnlig próvtøka B-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

2

Nøktandi

Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini.

7. At skipa undirvísing

Didaktiskar meginreglur

Arbeitt verður við vandamálsorðaðum verkætlanum í longri tíðarskeiðum.

Á byrjanarstiginum verða minni uppgávur og bundnar verkætlanir givnar, og seinni verða hesar gjørdar til vandamálsorðaðar verkætlanir, sum taka støði í samfelagsligum vandamálsstøðum. Undirvíst verður í ymiskum mannagongdum og dentur verður lagdur á, at næmingarnir læra at brúka mannagongdirnar sum eina heild í størru verkætlanunum. Tá arbeitt verður við ymisku evnunum verða minni uppgávur ella bundnar verkætlanar givnar.

Í verkætlanarskeiðnum skal arbeiði á verkstøðum og starvsstovu vera ein týðandi partur av frálæruni, og dentur verður lagdur á samanhang millum ástøði og verkligt arbeiði. Lærarin útflýggjar vandamálsorðingar til einstøku verkætlanirnar, har tey fakligu krøvini síggjast.

Arbeiðshættir

Í lærugreinini arbeiða næmingarnir í bólkum, og týðandi partur av arbeiðinum fer fram á verkstøðum og starvsstovu skúlans. Frálæran verður løgd til rættis við nøkrum vandamálsorðaðum verkætlanum, sum innihalda viðgerð og skjalprógvan av valdum vandamálsstøðum, menning og framleiðslu av vøru, úrdrátti ella tænastu. Skúlin leggur til rættis eitt ella fleiri verkætlanarskeið, har bygnaðurin í einum virki verður viðgjørdur, herundir menning av vøru, tilrættislegging av framleiðsluni, fremjan og marknaðarføring. Næmingurin brúkar tøknifrøðiliga og nattúruvísindaliga vitan, metir um umhvørvisárin í sambandi við menning av luti og vísir á samspæl ímillum menningartilgongdina, lutin og samfelagið.

Í øllum tíðarskeiðnum skjalprógvar næmingurin sín fakliga førleika og vitan við skrivligum avrikum. Skrivligu avrikini verða løgd til rættis, so at krøvini til tey hækkað ígjøgnum tíðarskeiðið og hava samband við skrivligu avrikini í øðrum lærugreinum á skúlanum.

Skrivligu avrikini eru partur av dagligu frálæruni, so at næmingurin sær tey sum eitt neyðugt amboð til skjalprógvan og samskifti.

Skrivligu avrikini skulu menna samskiftið um tøknifrøðiligu vitanina, arbeiðið og skjalfestingina (tøkniligar tekningar, talvur, skitsur, stabbamyndir o.s.fr.) í størri uppgávum. Skrivligt avrik kann í onkrum førum verða útskift við talgilda framførslu.

At enda verður eitt verkætlanarskeið, har lærarin leggur til rættis og avmarkar ein part av tí arbeiði, næmingurin hevur gjørt í skúlaárinum. Arbeiðið skal fevna um fakligu málini, sum eru undir kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Alt tíðarskeiðið tilrættisleggur og savnar næmingurin tilfarið, hann hevur arbeitt við.

Til próvtøkuna ger næmingurin eitt skrivligt avrik, sum inniheldur útvaldar partar av arbeiðinum frá verkætlanarskeiðnum í samráð við læraran. Skrivliga avrikið skal skjalprógva, í hvønn mun næmingurin lýkur fakligu krøvini. Skrivliga avrikið skal vanliga latast inn, eina viku áðrenn próvtøkuskeiðið byrjar.