Skriva út ##pt##
Tøkni A - snið og framleiðsla
Seinast broytt:
2013
1. Samleiki
Lærugreinin tøkni snýr seg um, hvussu tøkni verður nýtt í ymiskum prosess- og framleiðslugongdum. Lærugreinin er eyðkend av, at stórur partur av undirvísingini fer fram á verkstøðum og starvsstovum umframt øðrum fakliga týðandi støðum. Serstakt fyri lærugreinina eru eisini prosessgongdir og framleiðsla av lutum/vørum á einum fakligum stigi, sum skal sýna skúlans professionalismu innan valdar tøknigreinar. Í tøkni verður samanspæl við hinar lærugreinarnar tryggjað. Stórur partur av undirvísingini í lærugreinini fer fram sum verkætlanarundirvísing við samspæli millum ástøði og verkligt arbeiði á verkstøðum og starvsstovum. Verkætlanarundirvísingin skal tryggja fakliga hugdýpan og grundan, sjálvstøðugt arbeiði og kunnleika til arbeiðshættir, ið verða nýttir í sambandi við verkætlanir. Verkætlanargongdirnar hava við sær, at einstøku lærugreinarnar í útbúgvingini verða nýttar saman á ein slíkan hátt, at ymisk faklig vitan verður sameind á skilagóðan og viðkomandi hátt.
2. Endamál
Undirvísingin í Tøkni A hevur til endamáls:
- at næmingurin mennir førleikar sínar at fara undir hægri lestur, serliga innan tøkniliga og náttúruvísindaliga økið
- at næmingurin mennir førleikar sínar at greina og umhugsa tøkniligar loysnir og at gagnnýta vitan í gerandisdegnum á greinandi og nýskapandi hátt
- at næmingurin fær innlit í at ráðleggja, lýsa og fremja sjálvstøðugar verkætlanargongdir og ítøkiligar verkætlanir
- at næmingurin mennir sínar førleikar at leita fram, viðgera og miðla upplýsingar
- at næmingurin mennir førleikar sínar at fara í dýpdina á einum ítøkiligum fakligum trupulleika og at sameina ástøði og verkligt arbeiði
- at næmingurin mennir førleikar sínar at taka viðkomandi partar av øðrum lærugreinum við í verkætlanirnar, eins væl og søgulig, mentanarlig, búskaparlig, framleiðslulig og umhvørvislig sjónarmið.
3. Stig og tímatal
Undirvísingin í tøkni á A-stigi fevnir um 265 klokkutímar.
4. Øki
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki, sum fevnir um lyklatemu og valtemu, umframt ískoytisøki. Kjarnaøki fevna um umleið 70% av klokkutímatalinum. Ískoytisøki fevna um umleið 30% av klokkutímatalinum. Næmingurin fer til próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.
Lyklatemuni eru kravd temu. Lyklatemuni eru umleið 35% av útbúgvingartíðini í lærugreinini. Valtemuni skulu veljast millum tey temu, sum standa niðanfyri. Skúlin velur 2 valtemu millum tey møguligu temuni, og hesi eru umleið 35% av útbúgvingartíðini í lærugreinini.
Lyklatemu og valtemu eru sostatt umleið 70 % av útbúgvingartíðini í lærugreinini.
Dýpanarøki er eitt av lyklatemunum í lærugreinini ella eitt av teimum valdu valtemunum. Próvtøkuverkætlanin hjá einstaka næminginum er eisini partur av dýpanarøkinum. Skúlin velur lykla- ella valtema, sum verður dýpanarøki. Næmingurin velur sjálvur próvtøkuverkætlanina við teimum avmarkingum, sum dýpanarøki gevur.
Dýpanarøki fevnir um umleið 30 % av útbúgvingartíðini.
Valda greinin í tøkni, umframt valtemu og dýpanarøki verða tilskilað í próvnum hjá einstaka næminginum.
Kjarnaøki – lyklatemu og valtemu
Greinin sniðgeving og framleiðsla hevur 4 ymisk lyklatemu og 16 ymisk valtemu:
Lyklatemu | Valtemu |
Vørumenning | Mannagongdir (maskin) |
Eftirlit av vøru og mannagongd | Berandi samansetingar (maskin) |
Sjálvvirkni og stýringartøkni | Tilfar (maskin) |
Tilfarstøkni | Sjálvvirkni (maskin) |
| Sam- og talgild tøkni (el) |
Skráløgd ravmagnstøkni (el) | |
Tóltøkni (el) | |
El-tøkni í ídnaðinum (el) | |
Evna til og smíða (træ) | |
At gera berandi timbur (træ) | |
Tilfar (træ) | |
Sjálvvirkni (træ) | |
Vørumenning og framleiðsla (tekstil) | |
Tøknin at evna til (tekstil) | |
Tilfarslæra (tekstil) | |
Sjálvvirkni (tekstil) |
Lyklatemu
Vørumenning
Lyklatemað vørumenning snýr seg um:
· at menna vøru frá hugskoti til framleiðslu, 3D CAD, eftirgerð (simulering), góðskustýring og kunning um kostnað við keyp og framleiðslu
Eftirlit av vøru og mannagongd
Lyklatemað eftirlit av vøru og mannagongd snýr seg um:
· mátingar og innlit í mátitól
Sjálvvirkni og stýringartøkni
Lyklatemað sjálvvirkni og stýringstøkni snýr seg um:
· stýrisskipanir og KT-grundaðar vørugongdir
Tilfarstøkni
Lyklatemað tilfarstøkni snýr seg um:
· eginleikar hjá tilfari, framleiðslu, nýtslu, royndarkoyring og handfaring
Valtemu
Mannagongdir (maskin)
Valtemað mannagongdir (maskin) snýr seg um:
· arbeiðsviðgerðir í maskinídnaðinum
Berandi samansetingar (maskin)
Valtemað berandi samansetingar (maskin) snýr seg um:
· tilfar til berandi samansetingar og stigini í gongdini til bygging av berandi samansetingum, herundir dygdin í berandi samansetingum
Tilfar (maskin)
Valtemað tilfar (maskin) snýr seg um:
· jarn og tilfar til maskinídnaðin, herundir alisfrøðiligar, evnafrøðiligar og styrkifrøðiligar dygdir, burturmáan (tering) og verju
Sjálvvirkni (maskin)
Valtemað sjálvvirkni (maskin) snýr seg um:
· sjálvvirkandi skipanir
Sam- og talgild tøkni (el)
Valtemað sam- og talgild tøkni (el) snýr seg um:
· ravmagnsringrásir
Skráløgd ravmagnstøkni (el)
Valtemað skráløgd ravmagnstøkni (el) snýr seg um:
· KT-grundaða skipan
Tóltøkni (el)
Valtemað tóltøkni (el) snýr seg um:
· bygnaðin í tólum
El-tøkni í ídnaðinum (el)
Valtemað el-tøkni í ídnaðinum (el) snýr seg um:
· el-tøkni, sum verður nýtt í ídnaðinum
Evna til og smíða (træ)
Valtemað evna til og smíða (træ) snýr seg um:
· arbeiðshættir í træídnaðinum
At gera berandi timbur (træ)
Valtemað at gera berandi timbur (træ) snýr seg um:
· berandi eindir (element) og stigini í tilevningini av berandi timbri, herundir góðska
Tilfar (træ)
Valtemað tilfar (træ) snýr seg um:
· tilfar í træ- og møplaídnaðinum, herundir alisfrøðiligir eginleikar, eginleikar við styrki og yvirflatuviðgerð
Sjálvvirkni (træ)
Valtemað sjálvvirkni (træ) snýr seg um:
· sjálvvirkandi skipanir viðvíkjandi træi
Vørumenning og framleiðsla (tekstil)
Valtemað vørumenning og framleiðsla (tekstil) snýr seg um:
· framleiðslu og innlit í bygnað
Tøknin at evna til (tekstil)
Valtemað tøknin at evna til (tekstil) snýr seg um:
· ymiska tøkni og innlit í virkiháttin hjá maskinum
Tilfarslæra (tekstil)
Valtemað tilfarslæra (tekstil) snýr seg um:
· eginleikar hjá tilfari
· litir og innlit í sínámillum viðurskifti hjá litum
Sjálvvirkni (tekstil)
Valtemað sjálvvirkni (tekstil) snýr seg um:
· sjálvvirkandi skipanir
Ískoytisøki
Ískoytisøki fatar um uml. 30 % av fakliga innihaldinum. Kjarnaøkið og ískoytisøki eru ein samlað eind. Ískoytisøkið skal draga fram nýggjar partar av kjarnuøkinum, og skal seta í frásjón og útdýpa kjarnaøkini. Ískoytisøki verða vald soleiðis, at málini fyri hugdýpingarøkið kann verða rokkið.
5. Førleikamál
Støðisførleikar
Støðiførleikarnir eru náttúrligur partur av førleikamálinum, har teir eru við til at menna fakligu førleikamálini. Í øllum lærugreinum skulu støðisførleikarnir at skriva, at lesa, at rokna og at nýta talgild amboð mennast.
At næmingurin dugur at skriva, at lesa, at rokna og at nýta talgild amboð merkir í sambandi við tøkni, at næmingurin dugir:
· at samskifta um og leggja fram hugskot, spurningar, hugsandi loysnir og úrslit í sambandi við verkætlanir, umframt at skriva verkætlanarfrágreiðingar, har fakliga stigið, sum heild er høgt, herímillum eisini tá umræður tekniskt innihald, málslig dygd, samskiftisvirði, uppseting og skjalprógvan
· at velja, tulka og reflektera um upplýsingar, sum finnast í fakligum tekstum, lýsingarbløðum, dagbløðum, bókum og á internetinum. Hetta umfatar vegleiðingar, talvur, diagramm, farstrikur og teknmyndir. Ein annar partur av førleikanum er at seta seg inn í nýggj øki av fakinum við at lesa og kunna seg um meiri krevjandi fakligar bókmentir.
· at brúka tøl og útrokningar, skráseta, gera einfaldar hagfrøðiligar greiningar, viðgera og leggja fram úrslitið av egnum eygleiðingum sum talvu og/ella grafi, umframt at kunna seg væl um og brúka støddfrøðiligar myndlar í ymiskum høpi
· at brúka talgild amboð, sum hjálparamboð í øllum tættum í lærugreinini, tað er til at gera kanningar, at leita fram vitan og upplýsingar, dátusavnan, gera útrokningar, eftirgerðir (simuleringar), stýring og regulering, tekning og visualisering, tekst og myndaviðgerð í sambandi við verkætlanarfrágreiðing umframt til framløgur.
Fakligir førleikar
Lyklatemu
Vørumenning
Næmingurin dugir:
· at leggja fram ætlan um vørumenning
· at leggja fram kravfesting
· at gera eina hugskotsmenning
· at gera uppskot til sniðgeving við 3D CAD eftirgerð
· at greiða frá góðskuvirksemi á einum virki
· at framleiða grundsnið (prototypu).
Eftirlit av vøru og mannagongd
Næmingurin dugir:
· at velja og brúka hóskandi mátitól
· at gera týðandi mátingar
· at greina mátiúrslit.
Sjálvvirkni og stýringartøkni
Næmingurin dugir:
· at gera yvirlitsmyndir og uppstillingar av einføldum hydrauliskum, pneumatiskum og elektriskum ringrásum, og at gera forritanir, t.d. av CNC, PC ella PLC
· at komast við markamótstøkni, KT-samskifti og CIM.
Tilfarstøkni
Næmingurin dugir:
· at gera uppskot til hóskandi tilfar, sum skal brúkast til ta ávísu nýtsluna, herundir at grundgeva og taka støðu til, hvørja ávirkan tilfarið kann hava á umhvørvið.
Valtemu
Mannagongdir (maskin)
Næmingurin dugir:
· at gera arbeiði í samband við spønreinsan
· at gera arbeiði í samband við spønleysa viðgerð
· at gera samanfellingar
· at gera samanbyggingar og íbindingar av einføldum úrdráttum.
Berandi samansetingar (maskin)
Næmingurin dugir:
· at gera samanbygging av frumevnum
· at avgera stødd, vídd og tjúkd
· at gera framleiðslubetringar.
Tilfar (maskin)
Næmingurin dugir:
· at velja tilfar og snið fyri verju til eina ávísa bygging ella laðing
· at greiða frá lívsumferðini hjá vøruni.
Sjálvvirkni (maskin)
Næmingurin dugir:
· at seta upp krøv og nágreinligar mannagongdir til einfaldar, sjálvvirkandi arbeiðsgongdir
· at velja tilfarsliðir til at gera eina sjálvirkandi arbeiðsgongd
· at gera týðandi strikumyndir, ritmyndir og yvirlitsmyndir yvir arbeiðsgongdina
· at framleiða eina sjálvirkandi eind til eina arbeiðsgongd.
Sam- og talgild tøkni (el)
Næmingurin dugir:
· at velja óvirknar tilfarsliðir (passivar komponentar), vanliga nýttar hálvleiðarar og linjurættar og talgildar íbindingar í samband við gerð av ringrásum
· at gera A/D – D/A broytingar og greiða frá ymiskum broytingarmøguleikum
· at gera tekningar av íbindingum, virkihátti v.m. og at gera útlegging av printplátum við CAD og at framleiða prentaðar ringrásir, har gjølla verður hugt eftir ravnmags- og mekanikkviðurskiftum.
Forritað ravmagnstøkni (el)
Næmingurin dugir:
· at menna markamótselektronikk og ritbúnað í sambandi við at upplýsningar verða heintaðar frá teldu ella øðrum tóli
· at menna/byggja skipanir til stýring, regulering ella til at vaka yvir trygd
· at brúka ein microcontrollara ella PLC til "realtime"-tilgongdir
· at komast við tøkni innan tráðleysan og tráðbundnan flutning av upplýsingum.
Tóltøkni (el)
Næmingurin dugir:
· at gera útgreiningar og lýsingar um nágreinligar mannagongdir og krøv, ið verða sett einføldum íbindingarliðum á einum givnum tóli
· at gera uppskot til húsa til gjørda og íbundna elektronikkverkætlan
· at gera uppskot til verju- og trygdaríbindingarliðir bæði fyri at verja fólk og íbindingarliðir
· at komast við loysnir til at tálma óljóði í ravnmagnsskipanum.
El-tøkni í ídnaðinum (el)
Næmingurin dugir:
· at greiða frá nýtsluni av el-motorum og generatorum
· at brúka motorar og brúkstól til gjørdar stýringar
· at brúka transdusarar til loysnir í stýringartøknini
· at komast við nýtslu av 3-fasaðum vendistreymi og tilhoyrandi verjuskipanum í ídnaðinum.
Evna til og smíða (træ)
Næmingurin dugir:
· vanligt timburarbeiði, t.e. at evna til og smíða vanligt timbur
· at gera vanligar samlingar úr timbri.
At gera berandi timbur (træ)
Næmingurin dugir:
· at gera samanbyggingar úr vanligum ráviði
· at meta um og taka støðu til stødd, vídd og tjúkd
· at gera framleiðslubetringar.
Tilfar (træ)
Næmingurin dugir:
· at velja tilfar og yvirflatuviðgerð til eina ávísa samanbygging
· at greiða frá lívsumferðini hjá vøruni.
Sjálvvirkni (træ)
Næmingurin dugir:
· at seta upp krøv og nágreinligar mannagongdir til einfaldar sjálvvirkandi arbeiðsgongdir
· at velja lutir til sjálvvirkandi arbeiðsgongd
· at gera týðandi strikumyndir, ritmyndir og yvirlitsmyndir yvir arbeiðsgongdina
· at gera eina sjálvvirkandi eind til eina arbeiðsgongd.
Vørumenning og framleiðsla (tekstil)
Næmingurin dugir:
· at gera croquistekning
· at brúka og vísa fram skitsur og fyrimyndir, teknaðar við hond, við CAD ella líknandi forriti
· at brúka og meta um mótatekningar
· at gera modellkonstruktiónir
· at gera einfaldar skurðtekningar
· at rokna og gera gradueringar
· at brúka amboð og maskintøkni.
Tøknin at evna til (tekstil)
Næmingurin dugir:
· at velja og viðmæla klæði frá klædnavirkjum og bundnar klædnavørur og litingarvirki, sum verða brúkt í klædna- og veviídnaðinum
· at gera tekniskar tekningar við hond og við CAD
· at brúka maskinur og amboð í sambandi við grovari tilfar frá klædna- og veviídnaðinum.
Tilfarslæra (tekstil)
Næmingurin dugir:
· at gera uppskot til vevnaðarroyndir
· at gera útrokning av atferðini hjá liti
· at brúka NCS-litskipanina
· at lýsa uppruna, bygnað og møguleikar fyri nýtslu av tilfari
· at greiða frá lívsumfarinum hjá klædnavøruni.
Sjálvvirkni (tekstil)
Næmingurin dugir:
· at seta upp krøv og nágreinligar mannagongdir í sambandi við einfaldar sjálvvirkandi arbeiðsgongdir
· at velja tilfarsliðir til at gera eina sjálvvirkandi arbeiðsgongd
· at gera týðandi strikumyndir, ritmyndir og yvirlitsmyndir yvir arbeiðsgongdina
· at gera eina sjálvvirkandi eind til eina arbeiðsgongd.
Hugdýpingarøki
Næmingurin skal:
vísa størri fakliga vitan, fatan, grundan og sjálvræði við at fara í dýpdina í einum av lyklatemunum ella einum av valdu valtemunum. Ítøkiligu málini fyri hugdýpingarøkið verða nærri lýst í lestrarætlan skúlans, sum verður gjørd fyri lærugreinina áðrenn undirvísingarbyrjan.
6. Eftirmeting og próvtøka
Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.
Eftirmetingin verður skjalfest.
Próvtøkuhættir
Hildin verður ein munnlig próvtøka. Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.
Próvtøkan er ein verkætlanarpróvtøka við støði í einari skrivligari frágreiðing, einari vøru, einum luti og/ella einari framleiðslugongd, sum munnliga próvhoyringin tekur støði í. Skúlin ger verkætlanaruppleggini, sum verða send próvdómaranum til góðkenningar í minsta lagi 4 vikur, áðrenn tað verður útflýggjað næminginum. Áðrenn munnliga próvtøkan fer fram, sendir skúlin frágreiðingina til próvdómaran. Próvhoyrari og próvdómari umrøða, áðrenn munnliga próvtøkan fer fram, hvørji greiðsluevni próvtakarin skal dýpa.
Próvhoyringin tekur støði í framløgu próvtakarans av verkætlanini. Próvhoyringin fer síðani fram sum ein dýpandi samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, sum kann fevna um viðkomandi evni, bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum.
Dømingargrundarlag
Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrik próvtakarans samsvara við fakligu førleikamálini.
Dentur verður í próvdømingini lagdur á
· handfaring av greiðsluevnum í verkætlanini
· ráðlegging, fremjan og meting av verkætlanargongdini
· skjalfesting og samskiftisvirði í verkætlanarfrágreiðingini
· brúk av viðkomandi arbeiðsháttum í sambandi við valdu arbeiðsgongdina ella tilvirkingina
· eginleikar hjá vøruni og samsvar teirra við verkætlanartilfarið
· framløgu av verkætlanini og frágreiðing um sjálva verkætlanargongdina
· frágreiðing um tær valdu loysnirnar
· hvussu næmingurin evnar at síggja viðkomandi evni í tøknilærugreinini í frásjón
· hvussu næmingurin evnar at svara útgreinandi spurningum umframt ískoytisspurningum
· hegni at samantvinna ástøði og verkligt arbeiði í verkætlanini
· hvussu næmingurin evnar at nýta vitan úr øðrum lærugreinum í útbúgvingini.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, harímillum av verkætlanarfrágreiðingini við tilhoyrandi úrslitum av verkliga arbeiðnum og munnligu próvtøkuni.
Próvtalslýsing
Munnligt A-stig
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Famúr | Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Næmingurin er virkin og skarar framúr undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd og mett við sjálvstøðugum arbeiði, hegni og yvirliti, umframt at vitan frá øðrum lærugreinum í útbúgvingini er tikin við. Próvførslan fyri valdu loysnini og settum krøvum er væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini. Tann handaligi luturin er væl lýstur bæði ástøðiliga og verkliga. Hann er framleiddur við stórari umhugsan og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur sett krøv við týdningarleysum ella ongum manglum. Næmingurin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar lættliga at flyta seg úr tí ítøkliga til tað úrtøkiliga. |
7 | Gott | Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Næmingurin er virkin undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd, og mett við ávísum manglum, og vitan frá øðrum lærugreinum er í rímiligt mát tikin við. Próvførslan fyri valdu loysnini og settu krøvunum er rímiliga væl grundað, og tær tøkniligu avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og í rímiligan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini. Tann handaligi luturin er rímiliga væl lýstur bæði ástøðiliga og verkliga. Hann er framleiddur við ávísum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur í ávísan mun sett krøv. Næmingurin vísir, at hann hevur rímiliga gott tak á háttalagi, hevur rímiliga gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar rímiliga lættliga at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. |
02 | Nøktandi | Munnliga framløgan er trilvandi og hongur so dánt saman. Framløgan er skillig, men málsliga veik. Næmingurin er ikki serliga virkin undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er fullførd og lýst, men vitanin frá øðrum lærugreinum er í minni mát tikin við. Próvførslan fyri valdu loysnini og settu krøvunum er ikki væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga í minni mun mettar og í lítlan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini. Tann handaligi luturin er ikki væl lýstur, hvørki ástøðiliga ella verkliga. Hann er framleiddur uttan stórvegis umhugsan, og lýkur í minni mát sett krøv. Næmingurin vísir, at hann hevur ikki heilt tak á háttalagi og dugir so dánt at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. |
7. At skipa undirvísing
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísingin verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Didaktiskar meginreglur
Í undirvísingini verða nýttir fleiri ymiskir læringshættir. Dentur verður lagdur á, at næmingurin kann uppliva fakligu partarnar í lærugreinini sum eina heild. Ástøðiliga arbeiðið verður gjørt við atliti at verkliga partinum í lærugreinini, samstundis sum ástøðið áhaldandi verður drigið inn í verkliga arbeiðið. Lykla- og valtemu verða í øktan mun samantvinna og verkætlanargongdirnar verða skipaðar við áhaldandi framtøku.
Arbeiðshættir
Í tøkni skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Undirvísingin fer tó í stóran mun fram sum verkætlanararbeiði stuðlað av undirvísing í evnum, sum hava týdning í verkætlanini. Frálæran liggur tætt upp at veruleikanum og er nýtsluvend við javnvág millum ástøði og verkligt arbeiði. Næmingarnir arbeiða við tøkniligum trupulleikum, og dentur verður lagdur á ástøði og verkstaðar- og starvsstovuarbeiði. Tann verkliga undirvísingin fer fram á einum stigi, sum sýnir dygdir skúlans innan ávísu økini í lærugreinini tøkni. Royndir, sýnisroyndir í starvsstovuni, framleiðsla av tilfari og vørum og grundsniði eru partar av lærugreinini. Virkir eiga at vera partur av undirvísingini, t.d. við at vitja ídnaðarstevnur, at gera verkætlanarsamarbeiði ella at gera vitjanir.
Tvørfakligt samstarv
Soleiðis sum lærugreinin tøkni er samansett er hon tvørfaklig í sjálvum sær. Verkætlanaruppleggini eiga at verða gjørd, so at tey leggja upp til tvørfakligt samstarv, og hinar lærugreinarnar í útbúgvingini eiga at verða drignar inn í verkætlanirnar, har tað verður hildið at vera hóskandi.
Í verkætlanargongdunum verður arbeitt fram ímóti, at næmingarnir brúka sína vitan frá hinum lærugreinunum í sambandi við frásjónargerð og tá ið greiðsluevni verða orðað. Somuleiðis verður eggjað til, at næmingarnir brúka hinar lærugreinarnar sum amboð, tá ið uppgávur og spurningar skulu loysast.
Skrivlig avrik
Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.
Næmingarnir gera í sambandi við hvørja verkætlanargongd eina verkætlanarfrágreiðing. Umframt verkætlanarfrágreiðingar verða eisini onnur skrivlig avrik gjørd í tøkni A, so sum journalir, smærri frágreiðingar frá t.d. vitjanum á virkjum og framløgur.
Verkætlanarfrágreiðingarnar í tøkni A er eitt nýtt slag av frágreiðing fyri næmingarnar, og tí er neyðugt at undirvísa í, hvussu verkætlanarfrágreiðingin skal skrivast. Góðskan í eini verkætlanarfrágreiðing sæst aftur við at:
· tað fakliga stigið sum heild er høgt, harímillum eisini, tá ið ræður um tøkniliga innihaldið, málsliga dygd, samskiftisvirði og uppseting
· tað er samsvar millum tøkniligu ivamálsorðingina og niðurstøðuna
· skjalprógv er fyri úrslitum, eygleiðingum og upplýsingum
· næmingurin dugir við málsliga røttum orðingum at viðgera spurningin og seta úrslit og upplýsingar í frásjón
· skjalprógv er fyri verkætlanarráðlegging og fremjan.
Ein serstøk verkætlan verður gjørd í sambandi við verkætlanarpróvtøkuna í lærugreinini. Verkætlanin verður gjørd í ávísum verkætlanartíðarskeiði, sum ikki eru partur av vanligu undirvísingini í lærugreinini. Í síðsta partinum av verkætlanartíðarskeiðinum er eingin onnur undirvísing í eina viku. Próvtøkuverkætlanartíðarskeiði er uml. 100 klokkutímar av útbúgvingartíðini í uml. 8 vikur. Í verkætlanartíðarskeiðinum verður næmingurin knýttur at einum verkætlanarvegleiðara.
Próvtøkuverkætlanin verður gjørd samsvarandi rammunum í próvtøkuupplegginum, sum skúlin hevur gjørt. Próvtøkuuppleggið skal vera soleiðis, at tað fevnur um kjarna- og ískoytisøki og lýsir, hvørjir tøkniligir trupulleikar skulu loysast. Próvtøkuuppleggið skal eisini upplýsa um serstøk viðurskifti, krøv og fortreytir í sambandi við loysnina av tøkniliga trupuleikanum.
Næmingurin velur eina verkætlan millum teir møguleikar sum próvtøkuuppleggið gevur. Verkætlanararbeiðið byrjar við, at hvør næmingur ella ein bólkur við í mesta lagi 4 næmingum ger eina ivamálsorðing, sum skúlin skal góðkenna. Orðingin vísir, at fakliga innihaldið og fakliga støðið eru í lagi, at verkætlanin er hóskandi og er møgulig at gjøgnumføra á einum fakliga hóskandi grundarlagi innan skúlans karmar.
Próvtøkuverkætlanin skal latast inn í seinasta lagi eina viku áðrenn próvtøkutíðarskeiði byrjar. Tá skal næmingurin lata inn eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing og ein handaligan lut og/ella framleiðslugongd.
Lýsing av yvirskipaðari ársætlan
Niðanfyri sæst, hvussu ein ársætlan í tøkni A kann síggja út. Verkætlanargongd 1 og 2 kunnu gerast í bólkum. Verkætlanargongd 3 eigur at verða gjørd einsæris, so næmingurin kann venja seg við sjálvur at gera ætlanir og útinna eina verkætlan, áðrenn hann skal gera próvtøkuverkætlanina. Til hvørja verkætlanargongd skal næmingurin gera eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing.
Verkætlanargongd 1 | Verkætlanargongd 2 | Verkætlanargongd 3 | Próvtøkuverkætlan | |||
umleið 80 tímar | umleið 40 tímar | umleið 75 tímar | umleið 100 tímar | |||
august | desembur | januar | juni | |||
í bólki | í bólki | einsæris | í bólki ella einsæris |
Lýsing av verkætlanargongd
Verkætlanargongdirnar fevna vanliga um fleiri faklig evnir, har tørvurin hjá næmingunum fyri at skilja heildina ger av, hvørji evni verða tikin upp.
Undirvísingin eigur at taka støði í einum ítøkiligum trupulleika, sum bæði næmingar og lærarar hava áhuga í, soleiðis at næmingarnir uppliva, at teir trupulleikar, sum arbeitt verður við, eru týðandi og veruligir.
Verkætlanararbeiðið setur næminginum krøv um at nýta vitan og førleikar, sum eru fingin í øðrum sambondum og øðrum lærugreinum. Næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanunum, eisini við ráðleggingini, og teir orða sjálvir trupulleikarnar og loysa teir. Lærarans uppgáva er at vegleiða, geva íblástur, styðja og eggja næmingunum í arbeiðinum. Skrivlig skjalprógvan eigur at verða gjørd fyri arbeiðinum, eisini fyri ráðleggingini, og lærarin fylgir við gongdini í arbeiðinum.
Arbeiði við verkætlanunum mennir førleikarnar hjá næmingunum at ráðleggja og fremja eina gongd, samstarva, skapa, arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd, hava yvirlit, meta um, fara í dýpdina, umframt at arbeiða skipað.
Niðanfyri er dømi um, hvussu ein verkætlanargongd kan fremjast.
Verkætlanargongd | Viðmerking |
Upplegg |
|
Velja verkætlan |
|
Ráðleggingartíðarskeið (verkætlanarlýsing) | G,S |
Ivamálsorðing | G,S, (F) |
Leita eftir tilfari |
|
Dispositión | G,S |
Velja framleiðslu- og arbeiðshættir | G |
Arbeiðsætlan: Tilfarslisti Tíðarætlan Kontaktir Arbeiðsháttur | G, S, (F) |
Fremjunartíðarskeið (fyri fremjan av verkætlan) | G |
Savna upplýsingar |
|
Verkligt arbeiði |
|
Viðgerð av úrslitum |
|
Tillaga arbeiðshættir |
|
Feilkeldur |
|
Skrivi- og framløgu tíðarskeið | F, S, G |
Viðgerð |
|
Meting/kjak/seta í frásjón |
|
Niðurstøða |
|
Keldur |
|
Fylgiskjøl |
|
Viðmerkingar og meting hjá næminginum av verkætlan og frágreiðing | S |
Luturin |
|
Liðug verkætlanarfrágreiðing | S, G |
G: Góðkenning og prsónlig vegleiðing. Avtalur eiga at verða gjørdar um fastar vegleiðingargongdir, sum bæði lærari og næmingur eiga at fylgja.
S: Skrivligt
F: Framløga
Fylgiskjal 1
Dømi um verkætlan í Snið og framleiðslu
Heiti: Savnan av upplýsningum
Mál: Verkætlanin miðar ímóti fylgjandi málum í námsætlanini:
a) Analog og digital tøkni, el
- velja passivar komponentar, vanligar hálvleiðarar, linjubeinar komponentar og digitalar ringrásir í sambandi við at el-ringrásir verða gjørdar
- gera A/D – D/A – broytingar og greiða frá ymiskum broytingargrundreglum
- gera strikutekningar og print við CAD og framleiða lidnar ringrásir, við atlit at elektriskum og mekaniskum viðurskiftum.
b) Elektronikkur sum kann forritast, el
- menna interfaceelektronik og software til innheintan av mátidata gjøgnum telduportur
- binda saman skipanir til stýring, regulering ella ansingartól
- brúka ein mikrokontrollara ella PLC til tíðarásettar mannagongdir
- kenna aftur tøknina til tráðleysan og tráðbundnan dátuflutning
Tað ítøkiliga verkætlanarvalið hjá næminginum undir heitinum “Savnan av upplýsningum” vil ofta hava við sær, at nógvir aðrir partar í valevninum og lyklaevninum eisini mugu vera við. Talan kundi í hesum døminum verði um:
- at brúka motorar í eini stýritøkniligari skipan
- at brúka transdusarar til at loysa stýritøkniligar uppgávur
Fyritreytir hjá næminginum
Næmingarnir hava sum støði ein grundleyggjandi KT-kunnleika og royndir við CAD til prent og framleiðslu. Royndir í sambandi við at gera forrit er ein fyrimunur.
Lýsing av verkætlanarheitinum
Savnan av upplýsningum er eitt umfatandi hugtak, sum fevnir um ein og hvønn hátt til at savna upplýsningar. Í el-fakligum samanheingi verður hugtaki ofta nýtt sum ein mannagongd, har stórar mongdir av mátiupplýsningum verða tiknir inn og goymdar og síðani viðgjørdar og lagdar fram ella tær skulu útinna eina ávísa gerð. Viðgerðin kann vera hagfrøðilig og t.d. snúgva seg um at finna størsta, minsta og miðal talið, ella tað kann vera ein tillaging (skalering) av upplýsningum, soleiðis at hesir kunnu verða lagdir fram sum ein grafur.
Nógvir ymiskir lutir eru, sum kunnu gerast í hesum sambandi, og møguleikar eru fyri, at næmingurin kann velja ein lut, sum hóskar til fyritreytirnar og evnið. Til íblástur kunnu verða nevnd:
- dataloggari til temperatur ella ljósintensitet
- PC oscilloskop
- skiljimaskina til evnir (t.d. skilja eftir liti)
- myndaskanning
Tann handaligi luturin:
Tá ið nógvir møguleikar eru fyri tøkniligum loysnum í nevnda verkætlanarluti, vil hetta verkætlanardømi avmarka seg til neyva lýsing av einum skannara og ta tøknina og undirvísingina, luturin býður til.
Tó skal viðmerkjast, at tað eisini undir heitinum “skannari” eru nógvir valmøguleikar við atliti at tí elektriska og mekaniska uppbygnaðinum. Næmingurin skal millum annað taka støðu til:
- um veljast skal ein stepmotorur ella ein DC-motorur
- hvussu tann mekaniski uppbygnaðurin skal vera
- hvør partur av stýringini skal vera við telduni
- hvør partur av stýringini møguliga skal leggjast út til mikrokontrollaran.
Støðutakanin til hesar spurningarnar geva onga orsøk til umhugsan til nýggja samanseting viðvíkjandi signalum til RGB ljósini, vali av ljósfølarum, ADC trigning, datainnlesing og samanseting av mátiupplýsningum til tilsvarandi umboðan av pixel á telduskíggjanum, ella møguliga síggja næmingur (og vegleiðari), at heildin í tí handaliga lutinum er ov stór, sæð í mun til tíðarkarm og fortreytir hjá næminginum, og taka støðu til at avmarka uppgávuna til at fevna um ein grátóna skannara.
Undirvísingin
Meginpartin av vitanini, sum er neyðug til at taka støðu í áðurnevndu spurningum, kann næmingurin fáa við at lesa í databløðum, fakbókmentum og í keldum á netinum. Lærarin skal finna høvi til ta røttu løtuna at geva floksundirvísing í meginreglum fyri analogum til digitalt umskifti, og tólbúnað- og ritbúnað-snið í sambandi við markamót til printarafesti á telduni. Næmingurin, sum tilskilað mennir ein litskannara vil spyrja um vitan um 24 bits lit-framløgu í eini xxxx.bmp mynd og ivaleyst nógv annað.
Frágreiðingin
Frágreiðingin lýsir alla skipanina, eisini tann mekaniska uppbygnaðin, men við serstøkum atliti at áðurnevndu málum í námsætlanini. Ritbúnaður verður skjalprógvaður við flowkorti og við tilhoyrandi skrivaðum teksti. Harumframt er hjálagt ein viðgjørd keldukota sum fylgiskjal. Tað er týdningarmiki, at næmingurin grundgevur fyri valinum, sum liggur aftan fyri uppbygnaðin av elektronikkinum, mekanisku styrkini og tí gjørda forritinum.
Frágreiðingin eigur sjálvandi at fevna um eitt hóskandi tal av frummyndum við tilhoyrandi skannaðum pappírum, sum grundarlag fyri eini góðskumeting.
Samanspæl við aðrar lærugreinar
Førleikarnir frá vallærugreininini forritan eru sjálvsagt ein fyrimunur í hesi verkætlanini.
Støddfrøði hevur ein týðandi leiklut í verkætlanini. Innsavnan av upplýsningum krevja fatan av hagfrøðiligum hugtøkum og yrkislag sum til dømis normalbýti, miðalvirið og spreiðing, sampling frekvens, talskipanir sum hexadesimal og binær og nýtslu av skilvísum starvslagi (logiskar funktiónir).
Reflektiónin hjá ljósi og frekvenslitbandi eru týðandi evnir, sum kunnu takast við frá ljósalisfrøðini. Á eini hægri ætlan er eisini tørvur á at greiða frá grundreglunum í gervi og snekkjudrivi, greiða frá ávirkanini av inertimomentinum hjá motorinum og øðrum mekaniskum sjónarmiðum, sum virka saman við elektronikkinum.
Lærugreinin samskiftið/KT er avgjørt mennandi fyri tann almenna førleikan, sum KT hevur givið í undirvísingini. Møgulig fatan av raðfesting av virkisskipanini og starvsháttinum í mun til fysisk portur og forritagerð, og kunnleikin til myndastøddir og minkan er avgjørt eisini nakað, sum kann verða við í verkætlanini.
Tíðarskeið
Málið við verkætlanini kann vera ein partur av tí tøkniliga økinum, sum næmingurin ynskir at fara í dýpdina við. Í minsta lagi 90 tímar av útbúgvingartíðini eiga at verða tillutaðir verkætlanararbeiðinum.
Tilfeingi
Umframt vanligar elektronikkomponentar, útbúnað og amboð til forritagerð, kann tað vera ein fyrimunur at keypa eitt úrval av elmotorum og mekaniskum el-lutum. Her kann Lego, Tekno ella líknandi vera ein smidligur og tíðarsparandi møguleiki.
Framløga og eftirmeting:
Ein skannari skal, sum vera man royndarkoyrast, vísast fram og ummælast. Tann neyvleiki og tann ferð, skannarin kann skannað, vil, saman við góðskuni av tí innskannaðu myndini, siga nógv um verkætlanina hjá næminginum. Framløgan kann verða fyrireikað við vegleiðing frá læraranum, t.d. sum ein framløga í flokkinum ella møguliga til “opið hús” hjá skúlanum. Tann handaligi luturin kann saman við frágreiðingini verða partur av eini heildarmeting av arbeiðinum hjá næminginum.