Skriva út ##pt##

Tøkni A - prosess, matvøra og heilsa

Seinast broytt: 

2013

1. Samleiki

Lærugreinin tøkni snýr seg um, hvussu tøkni verður nýtt í ymiskum prosess- og framleiðslugongdum. Lærugreinin er eyðkend av, at stórur partur av undirvísingini fer fram á verkstøðum og starvsstovum umframt øðrum fakliga týðandi støðum. Serstakt fyri lærugreinina eru eisini prosessgongdir og framleiðsla av lutum/vørum á einum fakligum stigi, sum skal sýna skúlans professionalismu innan valdar tøknigreinar. Í tøkni verður samanspæl við hinar lærugreinarnar tryggjað. Stórur partur av undirvísingini í lærugreinini fer fram sum verkætlanarundirvísing við samspæli millum ástøði og verkligt arbeiði á verkstøðum og starvsstovum. Verkætlanarundirvísingin skal tryggja fakliga hugdýpan og grundan, sjálvstøðugt arbeiði og kunnleika til arbeiðshættir, ið verða nýttir í sambandi við verkætlanir. Verkætlanargongdirnar hava við sær, at einstøku lærugreinarnar í útbúgvingini verða nýttar saman á ein slíkan hátt, at ymisk faklig vitan verður sameind á skilagóðan og viðkomandi hátt.

2. Endamál

Undirvísingin í tøkni hevur til endamáls:

  • at næmingurin mennir førleikar sínar at fara undir hægri lestur, serliga innan tøkniliga og náttúruvísindaliga økið
  • at næmingurin mennir førleikar sínar at greina og umhugsa tøkniligar loysnir og at gagnnýta vitan í gerandisdegnum á greinandi og nýskapandi hátt
  • at næmingurin fær innlit í at ráðleggja, lýsa og fremja sjálvstøðugar verkætlanargongdir og ítøkiligar verkætlanir
  • at næmingurin mennir sínar førleikar at leita fram, viðgera og miðla upplýsingar
  • at næmingurin mennir førleikar sínar at fara í dýpdina á einum ítøkiligum fakligum trupulleika og at sameina ástøði og verkligt arbeiði
  • at næmingurin mennir førleikar sínar at taka viðkomandi partar av øðrum lærugreinum við í verkætlanirnar, eins væl og søgulig, mentanarlig, búskaparlig, framleiðslulig og umhvørvislig sjónarmið.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í tøkni á A-stigi fevnir um 265 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki, sum fevnir um lyklatemu og valtemu, umframt ískoytisøki. Kjarnaøki fevna um umleið 70% av klokkutímatalinum. Ískoytisøki fevna um umleið 30% av klokkutímatalinum. Næmingurin fer til próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Lyklatemuni eru kravd temu. Lyklatemuni eru umleið 35% av útbúgvingartíðini í lærugreinini. Valtemuni skulu veljast millum tey temu, sum standa niðanfyri. Skúlin velur 2 valtemu millum tey møguligu temuni, og hesi eru umleið 35% av útbúgvingartíðini í lærugreinini.

Lyklatemu og valtemu eru sostatt umleið 70 % av útbúgvingartíðini í lærugreinini.

Dýpanarøki er eitt av lyklatemunum í lærugreinini ella eitt av teimum valdu valtemunum. Próvtøkuverkætlanin hjá einstaka næminginum er eisini partur av dýpanarøkinum. Skúlin velur lykla- ella valtema, sum verður dýpanarøki. Næmingurin velur sjálvur próvtøkuverkætlanina við teimum avmarkingum, sum dýpanarøki gevur.

Dýpanarøki fevnir um umleið 30 % av útbúgvingartíðini.

Valda greinin í tøkni, umframt valtemu og dýpanarøki verða tilskilað í próvnum hjá einstaka næminginum.

Kjarnaøki – lyklatemu og valtemu

Tøkni A greinin Prosess, matvøra og heilsa hevur 3 ymisk lyklatemu og 9 ymisk valtemu:

Lyklatemu

Valtemu

Sundurgreiningarhættir og góðskumeting

Prosesstøkni

Heilsa og umhvørvi

Evnafrøðilig framleiðsla

Biotøkni

Umhvørvistøkni

 

Matvørur

Gagnnýtt biotøkni

Smáverulívfrøði (mikrobiologi)

Lívsstílur og heilsa

Venjing, uppvenjing og hjálparamboð

Kostur og føðsla

 

Lyklatemu

Sundurgreiningarhættir og góðskumeting

Lyklatemað sundurgreiningarhættir og góðskumeting snýr seg um:

  • alisfrøðiligar, evnafrøðiligar og smáverulívfrøðiligar (mikrobiologiskar) greiningarhættir
  • viðkomandi tóltøkni
  • gildishættir (valideringshættir).

Heilsa og umhvørvi

Lyklatemað heilsa og umhvørvi snýr seg um:

  • greiningarhættir, sum viðvíkja umhvørvi, heilsu og sjúku
  • viðkomandi lívvirkisfrøði, arvalæru, sjúku- og umhvørvislæru
  • úrval av lóggávu í samband við ítøkiligar verkætlanir.

Biotøkni

Lyklatemað biotøkni snýr seg um:

  • biotøkni, herundir stýring, tillaging og háttaløg, sum broyta natúrligan vøkstur og nøring hjá livandi verum
  • ílegutøkni
  • viðkomandi lóggávu.

Valtemu

Prosesstøkni

Valtemað prosesstøkni snýr seg um:

  • stýringsparametur
  • reguleringsútgerð
  • prosessritmynd
  • innsavning og viðgerð av dátum.

Evnafrøðilig framleiðsla

Valtemað evnafrøðilig framleiðsla snýr seg um:

  • eindaroperatiónir
  • prosessritmynd
  • greiningarhættir
  • trygd og umhvørvi.

Umhvørvistøkni

Valtemað umhvørvistøkni snýr seg um:

  • umhvørvistøkni
  • umhvørvislæru, herundir burðardygd og umhvørvisfremmand evni
  • hættir til at meta um umhvørvisbyrðu og úrtøku av øðrum møguleikum (alternativum)
  • viðkomandi lóggávu, herundir “grøn amboð”
  • mentan og umhvørvissøgu.

Matvørur

Valtemað matvørur snýr seg um:

  • føðslu, herundir evnisframleiðslu, orkuframleiðslu og úrskiljing
  • smáverulívfrøði
  • framleiðsluumstøður, herundir framleiðslustig (fase), reinføri, spillframleiðslu og umhvørvi
  • viðkomandi lóggávu.

Gagnnýtt biotøkni

Valtemað gagnnýtt biotøkni snýr seg um:

  • biotøkniliga framleiðslu
  • kyknulæru
  • arbeiðshættir og nýtsluøki í kyknulæru
  • smáverulívfrøði, herundir smáverulívfrøðiligir arbeiðshættir.

Smáverulívfrøði

Valtemað smáverulívfrøði snýr seg um:

  • samskipan (systematik) og lívfrøði hjá smáverum
  • antibiotika
  • smáverulívfrøðiligar arbeiðshættir
  • smáverur í mati, ídnaðarliga framleiðslu og sjúkuviðgerð.

Lívsstílur og heilsa

Valtemað lívsstílur og heilsa snýr seg um:

  • innsavning av hagtølum og greiningarhættir
  • ta ávirkan, ymisk lívsstílparametur hava á viðurskifti sum t.d. fevna um føðslustøðu og arbeiðsumhvørvi
  • sjúkulæru.

Venjing, uppvenjing og hjálparamboð

Valtemað venjing, uppvenjing og hjálparamboð snýr seg um:

  • anatomi og lívvirkisfrøði í sambandi við mannakroppin
  • venjingarhættir, herundir vøddastyrki, vøddatreysti, konditión, liðiligleika og samskipan (koordinatión)
  • sjúkulæru, herundir brek í rørslugøgnunum.

Kostur og føðsla

Valtemað kostur og føðsla snýr seg um:

  • kunnleika til grundleggjandi føðslulæru, kostætlanir og kostgreiningar
  • lívvirkisfrøði
  • kostvegleiðing
  • viðkomandi lóggávu og reglur.

Ískoytisøki

Ískoytisøki fatar um uml. 30 % av fakliga innihaldinum. Kjarnuøkið og ískoytisøki eru ein samlað eind. Ískoytisøkið skal draga fram nýggjar dimentiónir í kjarnuøkinum, og skal perspektivera og útdýpa kjarnuøki. Ískoytisøkið verður valt soleiðis at málini fyri dýpanarøkinum kunnu náast.

5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðiførleikarnir eru náttúrligur partur av førleikamálinum, har teir eru við til at menna fakligu førleikamálini. Í øllum lærugreinum skulu støðisførleikarnir at skriva, at lesa, at rokna og at nýta talgild amboð mennast.

At næmingurin dugur at skriva, at lesa, at rokna og at nýta talgild amboð merkir í sambandi við tøkni, at næmingurin dugir:

  • at samskifta um og leggja fram hugskot, spurningar, hugsandi loysnir og úrslit í sambandi við verkætlanir, umframt at skriva verkætlanarfrágreiðingar, har fakliga stigið, sum heild er høgt, herímillum eisini tá umræður tekniskt innihald, málslig dygd, samskiftisvirði, uppseting og skjalprógvan
  • at velja, tulka og reflektera um upplýsingar, sum finnast í fakligum tekstum, lýsingarbløðum, dagbløðum, bókum og á internetinum. Hetta umfatar vegleiðingar, talvur, diagramm, farstrikur og teknmyndir. Ein annar partur av førleikanum er at seta seg inn í nýggj øki av fakinum við at lesa og kunna seg um meiri krevjandi fakligar bókmentir.
  • at brúka tøl og útrokningar, skráseta, gera einfaldar hagfrøðiligar greiningar, viðgera og leggja fram úrslitið av egnum eygleiðingum sum talvu og/ella grafi, umframt at kunna seg væl um og brúka støddfrøðiligar myndlar í ymiskum høpi
  • at brúka talgild amboð, sum hjálparamboð í øllum tættum í lærugreinini, tað er til at gera kanningar, at leita fram vitan og upplýsingar, dátusavnan, gera útrokningar, eftirgerðir (simuleringar), stýring og regulering, tekning og visualisering, tekst og myndaviðgerð í sambandi við verkætlanarfrágreiðing umframt til framløgur.

Fakligir førleikar

Lyklatemu

Sundurgreiningarhættir og góðskumeting

Næmingurin dugir:

  • at velja, grundgeva fyri og nýta hóskandi greiningarhættir
  • at góðskumeta greiningarhættir umframt eitt úrval av vørum/úrdráttum.

Heilsa og umhvørvi

Næmingurin dugir:

  • at eyðmerkja viðurskifti, sum hava týdning fyri heilsu og umhvørvi
  • at greiða frá heilsu- og umhvørvistrupulleikum við dømum og hagtølum
  • at skjóta upp hættir, sum kunnu lýsa og loysa ein heilsu- ella umhvørvistrupulleika
  • at gera kanningar, sum lýsa og loysa ein heilsu- ella umhvørvistrupulleika.

Biotøkni

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá einum úrvali av biotøkniligum háttum
  • at nýta og grundgeva fyri biotøkniligum háttum
  • at greiða frá etiskum hugsanum og fylgjum fyri heilsu og umhvørvi í samband við nýtslu av biotøkni.

Valtemu

Prosesstøkni

Næmingurin dugir:

  • at lýsa og fremja eina stýrda og reguleraða evnafrøðiliga ella lívfrøðiliga prosess
  • at góðskumenna eina prosess við stýriparametrum, sum eru vald sæmbært eginleikum hjá endaliga úrdráttinum/vøruni
  • at meta um trygd og umhvørvislig viðurskifti í samband við eina tilgongd (prosess).

Evnafrøðilig framleiðsla

Næmingurin dugir:

  • at ráðleggja og fremja eina evnafrøðiliga tilgongd (prosess) og góðskumenna hana sambært valdum fortreytum
  • at meta um góðskuna á úrdrátti
  • at meta um etisk, heilsulig og umhvørvislig atlit í samband við tilgongd og úrdrátt.

Umhvørvistøkni

Næmingurin dugir:

  • at lýsa og greina ávirkan á umhvørvi
  • at gera uppskot um umhvørvistøkniliga loysn
  • at royna loysnina ella partar av henni og meta um, hvørjar umhvørvisligar fylgir eru, eisini úr einum etiskum og heilsuligum sjónarhorni.

Matvørur

Næmingurin dugir:

  • at ráðleggja og framleiða matvøru og góðskumenna framleiðsluna sambært valdum fortreytum
  • at meta um, hvønn týdning góðskan á rávøruni hevur fyri føðsluvirði á matvøru
  • at meta um etisk og heilsulig viðurskifti í samband við framleiðslu og nýtslu av matvøru.

Gagnnýtt biotøkni

Næmingurin dugir:

  • at ráðleggja og fremja biotøkniligar tilgongdir (prosessir)
  • at greiða frá ílegutøkniligum háttum og nýtsluni av teimum
  • at meta um nýtsluna av háttum og um góðskuna á úrdrátti
  • at meta um etisk, heilsulig og umhvørvislig viðurskifti viðvíkjandi biotøkniligari tilgongd og úrdrátti.

Smáverulívfrøði

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá vøkstri og regulering hjá smáverum
  • at greiða frá, hvønn týdning smáverur hava fyri sjúku, heilsu og framleiðslu
  • at ráðleggja, fremja og góðskumenna smáverulívfrøðiligar prosessir ella framleiðslu
  • at meta um prosessina ella framleiðsluna í mun til, hvussu nýtiligir hættirnir eru.

Lívsstílur og heilsa

Næmingurin dugir:

  • at eyðmerkja og lýsa atburð, sum hevur týdning fyri heilsu og vælveru í einum valdum málbólki
  • at gera tilmæli um broytingar í lívsstíli, sum kunnu betra um heilsuna
  • at ráðleggja um og royna eina mannagongd ella prosess, sum hevur við sær broytingar í atburði og at meta um úrslitini, ið standast av, at mannagongdin/prosessin verður sett í verk.

Venjing, uppvenjing og hjálparamboð

Næmingurin dugir:

  • at velja og lýsa venjingar- og uppvenjingaruppgávur
  • at gera uppskot um skilagóðar venjingar- og uppvenjingarætlanir, møguliga við nýtslu av hjálpartólum
  • at royna venjingar- og uppvenjingarætlanir, herundir møguliga at framleiða og tillaga hjálpartól
  • at meta um úrslitið av royndu venjingarætlanini ella roynda hjálpartólinum og síggja hetta í einum størri samanheingi.

Kostur og føðsla

Næmingurin dugir:

  • at lýsa ein trupulleika, sum viðvíkur kosti
  • at skjóta upp og grundgeva fyri valdari kostætlan við fyriliti fyri heilsuni hjá tí einstaka
  • at gera framleiðslu ella greining í samband við trupulleikan (sum viðvíkur kosti)
  • at meta um gjørdu kostætlan og síggja hana í størri samanheingi.

Dýpanarøki

Næmingurin dugir:

vísa størri fakliga vitan, fatan, grundan og sjálvræði við at fara í dýpdina í einum av lyklatemunum ella einum av valdu valtemunum. Ítøkiligu málini fyri hugdýpingarøkið verða nærri lýst í lestrarætlan skúlans, sum verður gjørd fyri lærugreinina áðrenn undirvísingarbyrjan.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka. Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvtøkan er ein verkætlanarpróvtøka við støði í einari skrivligari frágreiðing, einari vøru, einum luti og/ella einari framleiðslugongd, sum munnliga próvhoyringin tekur støði í. Skúlin ger verkætlanaruppleggini, sum verða send próvdómaranum til góðkenningar í minsta lagi 4 vikur, áðrenn tað verður útflýggjað næminginum. Áðrenn munnliga próvtøkan fer fram, sendir skúlin frágreiðingina til próvdómaran. Próvhoyrari og próvdómari umrøða, áðrenn munnliga próvtøkan fer fram, hvørji greiðsluevni próvtakarin skal dýpa.

Próvhoyringin tekur støði í framløgu próvtakarans av verkætlanini. Próvhoyringin fer síðani fram sum ein dýpandi samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, sum kann fevna um viðkomandi evni, bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrik próvtakarans samsvara við fakligu førleikamálini.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á

  • handfaring av greiðsluevnum í verkætlanini
  • ráðlegging, fremjan og meting av verkætlanargongdini
  • skjalfesting og samskiftisvirði í verkætlanarfrágreiðingini
  • brúk av viðkomandi arbeiðsháttum í sambandi við valdu arbeiðsgongdina ella tilvirkingina
  • eginleikar hjá vøruni og samsvar teirra við verkætlanartilfarið
  • framløgu av verkætlanini og frágreiðing um sjálva verkætlanargongdina
  • frágreiðing um tær valdu loysnirnar
  • hvussu næmingurin evnar at síggja viðkomandi evni í tøknilærugreinini í frásjón
  • hvussu næmingurin evnar at svara útgreinandi spurningum umframt ískoytisspurningum
  • hegni at samantvinna ástøði og verkligt arbeiði í verkætlanini
  • hvussu næmingurin evnar at nýta vitan úr øðrum lærugreinum í útbúgvingini.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, harímillum av verkætlanarfrágreiðingini við tilhoyrandi úrslitum av verkliga arbeiðnum og munnligu próvtøkuni.

Próvtalslýsing

Munnligt A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Famúr

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Næmingurin er virkin og skarar framúr undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd og mett við sjálvstøðugum arbeiði, hegni og yvirliti, umframt at vitan frá øðrum lærugreinum í útbúgvingini er tikin við.

Próvførslan fyri valdu loysnini og settum krøvum er væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini.

Tann handaligi luturin er væl lýstur bæði ástøðiliga og verkliga. Hann er framleiddur við stórari umhugsan og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur sett krøv við týdningarleysum ella ongum manglum. Næmingurin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar lættliga at flyta seg úr tí ítøkliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Næmingurin er virkin undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd, og mett við ávísum manglum, og vitan frá øðrum lærugreinum er í rímiligt mát tikin við.

Próvførslan fyri valdu loysnini og settu krøvunum er rímiliga væl grundað, og tær tøkniligu avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og í rímiligan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini.

Tann handaligi luturin er rímiliga væl lýstur bæði ástøðiliga og verkliga. Hann er framleiddur við ávísum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur í ávísan mun sett krøv. Næmingurin vísir, at hann hevur rímiliga gott tak á háttalagi, hevur rímiliga gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar rímiliga lættliga at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er trilvandi og hongur so dánt saman. Framløgan er skillig, men málsliga veik. Næmingurin er ikki serliga virkin undir fakligu samrøðuni.

Verkætlanin er fullførd og lýst, men vitanin frá øðrum lærugreinum er í minni mát tikin við.

Próvførslan fyri valdu loysnini og settu krøvunum er ikki væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga í minni mun mettar og í lítlan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini.

Tann handaligi luturin er ikki væl lýstur, hvørki ástøðiliga ella verkliga. Hann er framleiddur uttan stórvegis umhugsan, og lýkur í minni mát sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann hevur ikki heilt tak á háttalagi og dugir so dánt at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísingin verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini verða nýttir fleiri ymiskir læringshættir. Dentur verður lagdur á, at næmingurin kann uppliva fakligu partarnar í lærugreinini sum eina heild. Ástøðiliga arbeiðið verður gjørt við atliti at verkliga partinum í lærugreinini, samstundis sum ástøðið áhaldandi verður drigið inn í verkliga arbeiðið. Lykla- og valtemu verða í øktan mun samantvinna og verkætlanargongdirnar verða skipaðar við áhaldandi framtøku.

Arbeiðshættir

Í tøkni skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Undirvísingin fer tó í stóran mun fram sum verkætlanararbeiði stuðlað av undirvísing í evnum, sum hava týdning í verkætlanini. Frálæran liggur tætt upp at veruleikanum og er nýtsluvend við javnvág millum ástøði og verkligt arbeiði. Næmingarnir arbeiða við tøkniligum trupulleikum, og dentur verður lagdur á ástøði og verkstaðar- og starvsstovuarbeiði. Tann verkliga undirvísingin fer fram á einum stigi, sum sýnir dygdir skúlans innan ávísu økini í lærugreinini tøkni. Royndir, sýnisroyndir í starvsstovuni, framleiðsla av tilfari og vørum og grundsniði eru partar av lærugreinini. Virkir eiga at vera partur av undirvísingini, t.d. við at vitja ídnaðarstevnur, at gera verkætlanarsamarbeiði ella at gera vitjanir.

Tvørfakligt samstarv

Soleiðis sum lærugreinin tøkni er samansett er hon tvørfaklig í sjálvum sær. Verkætlanaruppleggini eiga at verða gjørd, so at tey leggja upp til tvørfakligt samstarv, og hinar lærugreinarnar í útbúgvingini eiga at verða drignar inn í verkætlanirnar, har tað verður hildið at vera hóskandi.

Í verkætlanargongdunum verður arbeitt fram ímóti, at næmingarnir brúka sína vitan frá hinum lærugreinunum í sambandi við frásjónargerð og tá ið greiðsluevni verða orðað. Somuleiðis verður eggjað til, at næmingarnir brúka hinar lærugreinarnar sum amboð, tá ið uppgávur og spurningar skulu loysast.

Skrivlig avrik

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Næmingarnir gera í sambandi við hvørja verkætlanargongd eina verkætlanarfrágreiðing. Umframt verkætlanarfrágreiðingar verða eisini onnur skrivlig avrik gjørd í tøkni A, so sum journalir, smærri frágreiðingar frá t.d. vitjanum á virkjum og framløgur.

Verkætlanarfrágreiðingarnar í tøkni A er eitt nýtt slag av frágreiðing fyri næmingarnar, og tí er neyðugt at undirvísa í, hvussu verkætlanarfrágreiðingin skal skrivast. Góðskan í eini verkætlanarfrágreiðing sæst aftur við at:

  • tað fakliga stigið sum heild er høgt, harímillum eisini, tá ið ræður um tøkniliga innihaldið, málsliga dygd, samskiftisvirði og uppseting
  • tað er samsvar millum tøkniligu ivamálsorðingina og niðurstøðuna
  • skjalprógv er fyri úrslitum, eygleiðingum og upplýsingum
  • næmingurin dugir við málsliga røttum orðingum at viðgera spurningin og seta úrslit og upplýsingar í frásjón
  • skjalprógv er fyri verkætlanarráðlegging og fremjan.

Ein serstøk verkætlan verður gjørd í sambandi við verkætlanarpróvtøkuna í lærugreinini. Verkætlanin verður gjørd í ávísum verkætlanartíðarskeiði, sum ikki eru partur av vanligu undirvísingini í lærugreinini. Í síðsta partinum av verkætlanartíðarskeiðinum er eingin onnur undirvísing í eina viku. Próvtøkuverkætlanartíðarskeiði er uml. 100 klokkutímar av útbúgvingartíðini í uml. 8 vikur. Í verkætlanartíðarskeiðinum verður næmingurin knýttur at einum verkætlanarvegleiðara.

Próvtøkuverkætlanin verður gjørd samsvarandi rammunum í próvtøkuupplegginum, sum skúlin hevur gjørt. Próvtøkuuppleggið skal vera soleiðis, at tað fevnur um kjarna- og ískoytisøki og lýsir, hvørjir tøkniligir trupulleikar skulu loysast. Próvtøkuuppleggið skal eisini upplýsa um serstøk viðurskifti, krøv og fortreytir í sambandi við loysnina av tøkniliga trupuleikanum.

Næmingurin velur eina verkætlan millum teir møguleikar sum próvtøkuuppleggið gevur. Verkætlanararbeiðið byrjar við, at hvør næmingur ella ein bólkur við í mesta lagi 4 næmingum ger eina ivamálsorðing, sum skúlin skal góðkenna. Orðingin vísir, at fakliga innihaldið og fakliga støðið eru í lagi, at verkætlanin er hóskandi og er møgulig at gjøgnumføra á einum fakliga hóskandi grundarlagi innan skúlans karmar.

Próvtøkuverkætlanin skal latast inn í seinasta lagi eina viku áðrenn próvtøkutíðarskeiði byrjar. Tá skal næmingurin lata inn eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing og ein handaligan lut og/ella framleiðslugongd.

Lýsing av yvirskipaðari ársætlan

Niðanfyri sæst, hvussu ein ársætlan í tøkni A kann síggja út. Verkætlanargongd 1 og 2 kunnu gerast í bólkum. Verkætlanargongd 3 eigur at verða gjørd einsæris, so næmingurin kann venja seg við sjálvur at gera ætlanir og útinna eina verkætlan, áðrenn hann skal gera próvtøkuverkætlanina. Til hvørja verkætlanargongd skal næmingurin gera eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing.

Verkætlanargongd 1 Verkætlanargongd 2 Verkætlanargongd 3 Próvtøkuverkætlan
umleið 80 tímarumleið 40 tímarumleið 75 tímarumleið 100 tímar
augustdesemburjanuarjuni
    
í bólkií bólkieinsærisí bólki ella einsæris

 

Lýsing av verkætlanargongd

Verkætlanargongdirnar fevna vanliga um fleiri faklig evnir, har tørvurin hjá næmingunum fyri at skilja heildina ger av, hvørji evni verða tikin upp.

Undirvísingin eigur at taka støði í einum ítøkiligum trupulleika, sum bæði næmingar og lærarar hava áhuga í, soleiðis at næmingarnir uppliva, at teir trupulleikar, sum arbeitt verður við, eru týðandi og veruligir.

Verkætlanararbeiðið setur næminginum krøv um at nýta vitan og førleikar, sum eru fingin í øðrum sambondum og øðrum lærugreinum. Næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanunum, eisini við ráðleggingini, og teir orða sjálvir trupulleikarnar og loysa teir. Lærarans uppgáva er at vegleiða, geva íblástur, styðja og eggja næmingunum í arbeiðinum. Skrivlig skjalprógvan eigur at verða gjørd fyri arbeiðinum, eisini fyri ráðleggingini, og lærarin fylgir við gongdini í arbeiðinum.

Arbeiði við verkætlanunum mennir førleikarnar hjá næmingunum at ráðleggja og fremja eina gongd, samstarva, skapa, arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd, hava yvirlit, meta um, fara í dýpdina, umframt at arbeiða skipað.

Niðanfyri er dømi um, hvussu ein verkætlanargongd kan fremjast.

 

Verkætlanargongd

Viðmerking

Upplegg

 

Velja verkætlan

 

Ráðleggingartíðarskeið (verkætlanarlýsing)

G,S

   Ivamálsorðing

G,S, (F)

   Leita eftir tilfari

 

   Dispositión

G,S

   Velja framleiðslu- og arbeiðshættir

G

   Arbeiðsætlan:

      Tilfarslisti

      Tíðarætlan

      Kontaktir

      Arbeiðsháttur

G, S, (F)

Fremjunartíðarskeið (fyri fremjan av verkætlan)

G

   Savna upplýsingar

 

   Verkligt arbeiði

 

   Viðgerð av úrslitum

 

   Tillaga arbeiðshættir

 

   Feilkeldur

 

Skrivi- og framløgu tíðarskeið

F, S, G

   Viðgerð

 

   Meting/kjak/seta í frásjón

 

   Niðurstøða

 

   Keldur

 

   Fylgiskjøl

 

   Viðmerkingar og meting hjá næminginum av

   verkætlan og frágreiðing

S

   Luturin

 

Liðug verkætlanarfrágreiðing

S, G

 

G: Góðkenning og prsónlig vegleiðing. Avtalur eiga at verða gjørdar um fastar vegleiðingargongdir, sum bæði lærari og næmingur eiga at fylgja.

S: Skrivligt

F: Framløga

Fylgiskjal 1

Dømi um verkætlan í Prosess, matvøra og heilsa

Heiti: Fermenteringsúrdráttir

Mál: Verkætlanin miðar ímóti fylgjandi málum í námsætlanini:

a) Greiningarhættir og góðskumeting:

-        velja, grundgeva fyri og nýta hóskandi greiningarhættir

-        góðskumeta greiningarhættir og eitt úrval av vørurum/úrdráttum.

c) Biotøkni:

  • greiða frá einum úrvali av biotøkniligum háttum
  • nýta og grundgeva fyri biotøkniligum háttum
  • greiða frá etiskum hugsanum og avleiðingum fyri heilsu og umhvørvi í sambandi við nýtslu av biotøkni.

h)  Nýtt (applied) biotøkni

  • gera ætlanir um (ráðleggja) og fremja (útinna) biotøkniligar prosessir
  • greiða frá einstøkum ílegutøkniligum háttum og nýtsluni av hesum
  • meta um nýtsluna av háttum og um góðskuna á úrdráttinum
  • meta um etisk, heilsulig og umhvørvislig viðurskifti viðvíkjandi biotøkniligu prosessini og úrdráttinum.

i) Smáverulívfrøði

  • greiða frá vøkstri og regulering hjá smáverum
  • greiða frá týdninginum, smáverur hava fyri sjúku, heilsu og framleiðslu
  • gera ætlanir um, fremja og optimera smáverulívfrøðiligar prosessir ella framleiðslu
  • meta um prosessina ella framleiðsluna í mun til, hvussu nýtiligir hættirnir eru.

Endamálið við verkætlanini er, at geva næminginum kunnleika til fermenteringstilgongdina, teir úrdráttir, sum kunnu framleiðast við fermentering, og teir hættir, sum verða nýttir til hetta, nýggir eins og gamlir.

Bakstøði

Fermetering hevur verið nýtt í ártúsund til at framleiða t.d. øl, breyð og mjólkarúrdráttir, uttan at fólk hava havt stórvegis kunnleika til smáverulívfrøðiligu tilgongdirnar. Seinni er kunnleikin fingin um tilgongdirnar, sum liggja aftan fyri framleiðsluna av hesum úrdráttum, og møguleiki er tí fyri at stýra framleiðsluni og úrslitinum eftir ynski. Við nýtslu av nýmótans biotøkniligum háttum (m.a. ílegutøkni) eru nýtslumøguleikarnir ikki longur avmarkaðir til matvørur, og í fermenteringvinnuni verður fermentering nýtt til at framleiða eina røð av úrdráttum so sum kemisk (evnafrøðilig) evni, heilivág, kveikar o.a. Eingin ivi er um, at hetta er eitt øki í stórari menning, og nógv ung fólk fara í framtíðini at arbeiða innan hetta øki.

Lýsing

Næmingarnir fáa grundleggjandi kunning um smáveruvøkstur og fermentering, harímillum fermenteringsverur, fermenteringshættir og -sløg og nýtslu av biotøkni til ídnaðarliga fermentering. Somuleiðis fáa næmingarnir grundleggjandi kunnleika í smáverulívfrøðiligum arbeiðshættum.

Næmingarnir skulu síðani velja eina fermentering sum teir sjálvir fremja. Teir leita fram upplýsingar um hóskandi smáverur, faktorar, sum stýra tilgongdini, framleiðsluhættir og góðskugreiningar (føðslugreining, sensoriskar greiningar, evnafrøðiligar- og lívfrøðiligar greiningar v.m.) og gera eina nágreiniliga ivamálsorðing til valdu verkætlanina. Ivamálsorðingin skal tilskila, hvørji verða sett til endaliga úrdráttin/vøruna, og hvussu mett verður um úrdrátturin/vøran lýkur krøvini.

Handaligi luturin

Næmingarnir framleiða ein fermenteringsúrdrátt (t.d. øl, vín, ost, súrgaðar mjólkaúrdrátir, súrkál, sitrónsýru, antibiotika), optimera tilgongdina og úrdráttin og fremja góðskugreining av endaliga úrdráttinum.

Skrivliga arbeiði

Næmingarnir gera eina verkætlanarfrágreiðing, sum fevnir um skjalprógv fyri optimering av framleiðslugongdum og úrdrátti/vøru, umframt úrslit frá góðskugreiningini av lidnu vøruni ella úrdráttinum.

Samanspæl við aðrar lærugreinar

Møguleikar eru fyri samanspæli við lívfrøði viðvíkjandi biotøkni og við evnafrøði viðvíkjandi lívevnafrøði, kveikum og nýtslu av evnafrøði í framleiðslu.

Tíðarskeið

Verkætlanin fevnir um 50-60 tímar av útbúgvingartíðini. Hóskandi er at leggja hesa verkætlan sum aðru ella triðju verkætlan, tí tað er ein fyrimunur, um næmingarnir hava eina ávísa venjing í at arbeiða í starvsstovu. Nógvar fermenteringstilgongdir hava tørv á, at arbeitt verður við ávísum neyvleika og reinføri. 

Arbeiðshættir

Arbeitt verður einsæris ella í bólkum við 2-3 næmingum. Í innleiðsluskeiðinum er flokundirvísing við uppleggi frá læraranum ella næmingunum, og smærri royndir verða gjørdar í bólkum.

Tól, útgerð og aðrir hentleikar

Prosessanlegg og fermentorar eru ein fyrimunur, men sum eitt minstakrav er tørvur á hentleikum so sum komfýri, køliskápi, grýtum o.ø. Harumframt er brúk fyri hitastýrdum baði skápi, útgerð til biotøkniligt arbeiði og vanlig starvsstovuútgerð til evnafrøðiligar og smáverulívfrøðiligar greiningar.

Framløga og eftirmeting

Næmingarnir venja seg til munnliga framløgu við at leggja fram fyri hinum í flokkinum. Eitt hugskot kundi verið, at havt ein bólk av næmingum, ið virkar sum próvdómari til framløgurnar. Tey skulu meta avrikið út frá teimum málum, sum verða mett til próvtøkuna.

Lærarin metir verkætlanarfrágreiðingina og framløguna og ger viðmerkingar.

Námsfrøðiligar og didaktiskar umhugsanir

Fermentering er eitt víðfevnt evni sum ástøðiliga kann viðgerast frá ymiskum síðum. Tí er umráðandi, at næmingarnir fáa verkætlanina avmarkaða á skilagóðan hátt, so tey ikki ganga undir í upplýsingum. Týdningarmikið er, at fokus verður sett á verkligu teknikkirnar, so næmingarnir fáa eina kenslu av, hvat hevur týdning fyri júst teirra úrdrátt/vøru, og fáa høvi at fordjúpa seg í verkætlanini, bæði ástøðiliga og verkliga.

Virkisvitjan

Í sambandi við hesa verkætlan er hóskandi at vitja bryggjarí, mjólkavirki ella annað biotøkniligt virki.