Skriva út ##pt##

Tøkni A - bygging og orka

Seinast broytt: 

2013

1. Samleiki

Lærugreinin tøkni snýr seg um, hvussu tøkni verður nýtt í ymiskum prosess- og framleiðslugongdum. Lærugreinin er eyðkend av, at stórur partur av undirvísingini fer fram á verkstøðum og starvsstovum umframt øðrum fakliga týðandi støðum. Serstakt fyri lærugreinina eru eisini prosessgongdir og framleiðsla av lutum/vørum á einum fakligum stigi, sum skal sýna skúlans professionalismu innan valdar tøknigreinar. Í tøkni verður samanspæl við hinar lærugreinarnar tryggjað. Stórur partur av undirvísingini í lærugreinini fer fram sum verkætlanarundirvísing við samspæli millum ástøði og verkligt arbeiði á verkstøðum og starvsstovum. Verkætlanarundirvísingin skal tryggja fakliga hugdýpan og grundan, sjálvstøðugt arbeiði og kunnleika til arbeiðshættir, ið verða nýttir í sambandi við verkætlanir. Verkætlanargongdirnar hava við sær, at einstøku lærugreinarnar í útbúgvingini verða nýttar saman á ein slíkan hátt, at ymisk faklig vitan verður sameind á skilagóðan og viðkomandi hátt.

2. Endamál

Undirvísingin í tøkni hevur til endamáls:

  • at næmingurin mennir førleikar sínar at fara undir hægri lestur, serliga innan tøkniliga og náttúruvísindaliga økið
  • at næmingurin mennir førleikar sínar at greina og umhugsa tøkniligar loysnir og at gagnnýta vitan í gerandisdegnum á greinandi og nýskapandi hátt
  • at næmingurin fær innlit í at ráðleggja, lýsa og fremja sjálvstøðugar verkætlanargongdir og ítøkiligar verkætlanir
  • at næmingurin mennir sínar førleikar at leita fram, viðgera og miðla upplýsingar
  • at næmingurin mennir førleikar sínar at fara í dýpdina á einum ítøkiligum fakligum trupulleika og at sameina ástøði og verkligt arbeiði
  • at næmingurin mennir førleikar sínar at taka viðkomandi partar av øðrum lærugreinum við í verkætlanirnar, eins væl og søgulig, mentanarlig, búskaparlig, framleiðslulig og umhvørvislig sjónarmið.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í tøkni á A-stigi fevnir um 265 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki, sum fevnir um lyklatemu og valtemu, umframt ískoytisøki. Kjarnaøki fevna um umleið 70% av klokkutímatalinum. Ískoytisøki fevna um umleið 30% av klokkutímatalinum. Næmingurin fer til próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Lyklatemuni eru kravd temu. Lyklatemuni eru umleið 35% av útbúgvingartíðini í lærugreinini. Valtemuni skulu veljast millum tey temu, sum standa niðanfyri. Skúlin velur 2 valtemu millum tey møguligu temuni, og hesi eru umleið 35% av útbúgvingartíðini í lærugreinini.

Lyklatemu og valtemu eru sostatt umleið 70 % av útbúgvingartíðini í lærugreinini.

Dýpanarøki er eitt av lyklatemunum í lærugreinini ella eitt av teimum valdu valtemunum. Próvtøkuverkætlanin hjá einstaka næminginum er eisini partur av dýpanarøkinum. Skúlin velur lykla- ella valtema, sum verður dýpanarøki. Næmingurin velur sjálvur próvtøkuverkætlanina við teimum avmarkingum, sum dýpanarøki gevur.

Dýpanarøki fevnir um umleið 30 % av útbúgvingartíðini.

Valda greinin í tøkni, umframt valtemu og dýpanarøki verða tilskilað í próvnum hjá einstaka næminginum.

Kjarnaøki – lyklatemu og valtemu

Greinin bygging og orka hevur 4 ymisk lyklatemu og 7 ymisk valtemu:

Lyklatemu

Valtemu

Ráðlegging

Bygningskonstruktiónir

Prosjektering

El-innleggingar

Konstruktión

HVS-innleggingar

Orka og umhvørvi

Sjálvvirkandi skipanir

 

Orkuskipanir

Bygningslutir

Landmáting og jørðarbeiði

Lyklatemu

Ráðlegging

Lyklatemað ráðlegging snýr seg um:

  • ráðleggingarlógir og reglur
  • ráðleggingartilgongdir í byggivinnuni
  • skjalfestingar- og eftirlitshættir.

Prosjektering

Lyklatemað prosjektering snýr seg um:

  • viðkomandi lóggávu og reglur
  • tøkniligt samskifti, harímillum prosjekteringstilgongd
  • tilfar, konstruktiónir, innleggingar og jørðarbeiði
  • nýtslu av kt til prosjektering
  • góðskueftirlit.

Konstruktión

Lyklatemað konstruktión snýr seg um:

  • konstruktión av einfaldum bygningslutum
  • 2D og 3D CAD
  • trygd á arbeiðsplássinum
  • góðskueftirlit.

Orka og umhvørvi

Lyklatemað orka og umhvørvi snýr seg um:

  • ymiska orkuveiting til eina íbúð
  • frárenningarskipanir, útlát, burturkast og burturbeining.

Valtemu

Bygningskonstruktiónir

Valtemað bygningskonstruktiónir snýr seg um:

  • arkitektursøgu hjá sethúsum
  • bygningskonstruktiónir, herundir berandi konstruktiónir, normgrundarlag, tilvísingar, greiningar, tilfar og framleiðslutilgongdir.

El-innleggingar

Valtemað el-innleggingar snýr seg um:

  • orkutilfeingi í søguligum høpi
  • reglur fyri útrokningargrundarlag og trygd í sambandi við gerð og nýtslu
  • meginreglur fyri el-innleggingar.

HVS-innleggingar

Valtemað HVS-innleggingar snýr seg um:

  • menning av búrennuskipanum
  • HVS-innleggingar og búrennuskipanir, harímillum tilfeingisnýtslu
  • reglur fyri útrokning og fremjing.

Sjálvvirkandi skipanir

Valtemað sjálvvirkandi skipanir snýr seg um:

  • menning viðvíkjandi sjálvvirking (automatisering) av íbúðum
  • meginreglur fyri eftirlit og samanspæl millum ymisku sløgini av sjálvvirkandi skipanum, herundir stýrings- og reguleringshættir fyri sjálvvirkandi skipanir.
  • reglur fyri konstruktión og fremjing.

Bygningskonstruktiónir

Valtemað bygningskonstruktiónir snýr seg um:

  • arkitektursøgu hjá sethúsum
  • bygningskonstruktiónir, herundir berandi konstruktiónir, normgrundarlag, tilvísingar, greiningar, tilfar og framleiðslutilgongdir.

Orkuskipanir

Valtemað orkuskipanir snýr seg um:

  • orkunýtslu hjá ymiskum íbúðarsløgum
  • orkugagnnýtslu
  • royndarhættir at menna orkuskipanir.

Bygningslutir

Valtemað bygningslutir snýr seg um:

  • menning av byggitilfari og bygningslutum
  • eginleikar hjá ymiskum tilfari
  • royndarhættir til at menna og kanna byggitilfar.

Landmáting og jørðarbeiði

Valtemað landmáting og jørðarbeiði snýr seg um:

  • jarðfrøði og jarðfrøðiskanningar
  • meginreglur fyri avsetingar, hæddarmátingar og uppmátingar av landøki
  • meginreglur fyri ráðlegging av einføldum jørðarbeiði.

Ískoytisøki

Ískoytisøki fatar um uml. 30 % av fakliga innihaldinum. Kjarnuøkið og ískoytisøki eru ein samlað eind. Ískoytisøkið skal draga fram nýggjar dimentiónir í kjarnuøkinum, og skal perspektivera og útdýpa kjarnuøki. Ískoytisøkið verður valt soleiðis at málini fyri dýpanarøkinum kunnu náast.

5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðiførleikarnir eru náttúrligur partur av førleikamálinum, har teir eru við til at menna fakligu førleikamálini. Í øllum lærugreinum skulu støðisførleikarnir at skriva, at lesa, at rokna og at nýta talgild amboð mennast.

At næmingurin dugur at skriva, at lesa, at rokna og at nýta talgild amboð merkir í sambandi við tøkni, at næmingurin dugir:

  • at samskifta um og leggja fram hugskot, spurningar, hugsandi loysnir og úrslit í sambandi við verkætlanir, umframt at skriva verkætlanarfrágreiðingar, har fakliga stigið, sum heild er høgt, herímillum eisini tá umræður tekniskt innihald, málslig dygd, samskiftisvirði, uppseting og skjalprógvan
  • at velja, tulka og reflektera um upplýsingar, sum finnast í fakligum tekstum, lýsingarbløðum, dagbløðum, bókum og á internetinum. Hetta umfatar vegleiðingar, talvur, diagramm, farstrikur og teknmyndir. Ein annar partur av førleikanum er at seta seg inn í nýggj øki av fakinum við at lesa og kunna seg um meiri krevjandi fakligar bókmentir.
  • at brúka tøl og útrokningar, skráseta, gera einfaldar hagfrøðiligar greiningar, viðgera og leggja fram úrslitið av egnum eygleiðingum sum talvu og/ella grafi, umframt at kunna seg væl um og brúka støddfrøðiligar myndlar í ymiskum høpi
  • at brúka talgild amboð, sum hjálparamboð í øllum tættum í lærugreinini, tað er til at gera kanningar, at leita fram vitan og upplýsingar, dátusavnan, gera útrokningar, eftirgerðir (simuleringar), stýring og regulering, tekning og visualisering, tekst og myndaviðgerð í sambandi við verkætlanarfrágreiðing umframt til framløgur.

Fakligir førleikar

Lyklatemu

Ráðlegging

Næmingurin dugir:

  • at arbeiða við ráðlegging, sum eyðkennir eina byggitilgongd frá hugskoti til lidna konstruktión
  • at gera ætlanir, m.a. tíðarætlanir, sum fevna um framleiðslutilgongdir við góðskumetingarætlan.

Prosjektering

Næmingurin dugir:

  • at arbeiða við at menna eina verkætlan frá hugskoti til lidnan bygning
  • at gera tekningar við 3D CAD
  • at grundgeva fyri vali av tilfari og bygningslutum viðvíkjandi livitíð og fíggjarligum og umhvørvisligum atliti
  • at eftirmeta eina lidna verkætlan og gera uppskot um møguligar broytingar.

Konstruktión

Næmingurin dugir:

  • at konstruera og framleiða bygningslutir í fullari stødd
  • at virka fyri og arbeiða við tryggleika á verkstaði og á byggiplássi
  • at hava góðskueftirlit av egnum bygningsverkum.

Orka og umhvørvi

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá orkukeldum til íbúðir og nýtslu av hesum, herundir eisini varandi orku
  • at greiða frá umhvørvisviðurskiftum í samband við vanligan bygningsrakstur.

Valtemu

Bygningskonstruktiónir

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá pørtum av arkitektursøguni
  • at skjalfesta val av dimensjónum í einføldum bygningslutum
  • at gera útrokningar í sambandi við hitamiss
  • at konstruera, framleiða og samansjóða bygningslutir í fullari stødd.

El-innleggingar

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá reglum og trygdarviðurskiftum í samband við legging og nýtslu av el-innleggingum í ymiskum el-umhvørvum
  • at greiða frá innleggingarháttum í sambandi við el-innleggingar
  • at rokna og loysa dimensioneringsuppgávur í smærri húsainnleggingum 
  • at leggja heilar ella partar av einføldum el-innlegginum í fullari stødd
  • at taka við søguligu og mentanarligu menningina av el-veiting.

HVS-innleggingar

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá menningini av búrennuskipanum
  • at greiða frá grundreglum um HVS-verk
  • at rokna og loysa dimensioneringsuppgávur í smærri innleggingum frá veiting til nýtslustað
  • at leggja ella seta upp heilar ella partvísar innleggingar í fullari stødd.

Sjálvvirkandi skipanir

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá menningini av sjálvvirkandi skipanum í íbúðum
  • at greiða frá vali av sjálvvirkandi loysnum í íbúðum, m.a. hita og ventilatiónsstýring, trygging av íbúð og búfólki umframt talgildum netverkum
  • at greiða frá alment galdandi orkuviðurskiftum í bygningum
  • at velja hættir, konstruera og byggja skipanir at stýra og regulera einfaldar sjálvvirkandi uppgávur
  • at royndarkoyra og stilla skipanir.

Orkuskipanir

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá ymiskum sløgum av íbúðum við atliti at orkunýtslu
  • at gera royndir, menna og gera uppskot til orkusparingar í eini útvaldari íbúð
  • at gera heil ella partvís uppskot og meta um góðskuna á uppskotinum.

Bygningslutir

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá menningini av bygningstilfari og bygningslutum
  • at gera royndir og royna eginleikar fyri byggitilfar og gera uppskot til menning av lutum til bygningsverk
  • at gera heil ella partvís bygningsverk við bygningslutum
  • at meta um góðsku av lutum.

Landmáting og jørðarbeiði

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá grundreglum og at fremja jarðarkanningar
  • at greiða frá meginreglum og at fremja smærri landmátingar- og nivelleringsuppgávur
  • at leggja til rættis og fremja einføld jørð- og túnarbeiði.

Dýpanarøki

Næmingurin skal:

  • vísa størri fakliga vitan, fatan, grundan og sjálvræði við at fara í dýpdina í einum av lyklatemunum ella einum av valdu valtemunum. Ítøkiligu málini fyri hugdýpingarøkið verða nærri lýst í lestrarætlan skúlans, sum verður gjørd fyri lærugreinina áðrenn undirvísingarbyrjan.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka. Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Eingin fyrireikingartíð er.

Próvtøkan er ein verkætlanarpróvtøka við støði í einari skrivligari frágreiðing, einari vøru, einum luti og/ella einari framleiðslugongd, sum munnliga próvhoyringin tekur støði í. Skúlin ger verkætlanaruppleggini, sum verða send próvdómaranum til góðkenningar í minsta lagi 4 vikur, áðrenn tað verður útflýggjað næminginum. Áðrenn munnliga próvtøkan fer fram, sendir skúlin frágreiðingina til próvdómaran. Próvhoyrari og próvdómari umrøða, áðrenn munnliga próvtøkan fer fram, hvørji greiðsluevni próvtakarin skal dýpa.

Próvhoyringin tekur støði í framløgu próvtakarans av verkætlanini. Próvhoyringin fer síðani fram sum ein dýpandi samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, sum kann fevna um viðkomandi evni, bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrik próvtakarans samsvara við fakligu førleikamálini.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á

  • handfaring av greiðsluevnum í verkætlanini
  • ráðlegging, fremjan og meting av verkætlanargongdini
  • skjalfesting og samskiftisvirði í verkætlanarfrágreiðingini
  • brúk av viðkomandi arbeiðsháttum í sambandi við valdu arbeiðsgongdina ella tilvirkingina
  • eginleikar hjá vøruni og samsvar teirra við verkætlanartilfarið
  • framløgu av verkætlanini og frágreiðing um sjálva verkætlanargongdina
  • frágreiðing um tær valdu loysnirnar
  • hvussu næmingurin evnar at síggja viðkomandi evni í tøknilærugreinini í frásjón
  • hvussu næmingurin evnar at svara útgreinandi spurningum umframt ískoytisspurningum
  • hegni at samantvinna ástøði og verkligt arbeiði í verkætlanini
  • hvussu næmingurin evnar at nýta vitan úr øðrum lærugreinum í útbúgvingini.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans, harímillum av verkætlanarfrágreiðingini við tilhoyrandi úrslitum av verkliga arbeiðnum og munnligu próvtøkuni.

Próvtalslýsing

Munnligt A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Famúr

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt, gott og neyvt. Næmingurin er virkin og skarar framúr undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd og mett við sjálvstøðugum arbeiði, hegni og yvirliti, umframt at vitan frá øðrum lærugreinum í útbúgvingini er tikin við.

Próvførslan fyri valdu loysnini og settum krøvum er væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini.

Tann handaligi luturin er væl lýstur bæði ástøðiliga og verkliga. Hann er framleiddur við stórari umhugsan og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur sett krøv við týdningarleysum ella ongum manglum. Næmingurin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir hegnisliga at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar lættliga at flyta seg úr tí ítøkliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er samanhangandi og rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er rímiliga fjølbroytt og gott. Næmingurin er virkin undir fakligu samrøðuni. Verkætlanin er væl løgd til rættis, fullførd, og mett við ávísum manglum, og vitan frá øðrum lærugreinum er í rímiligt mát tikin við.

Próvførslan fyri valdu loysnini og settu krøvunum er rímiliga væl grundað, og tær tøkniligu avleiðingarnar av loysnini eru fakliga mettar og í rímiligan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini.

Tann handaligi luturin er rímiliga væl lýstur bæði ástøðiliga og verkliga. Hann er framleiddur við ávísum umhugsni og við nýtslu av hóskandi arbeiðsháttum og lýkur í ávísan mun sett krøv. Næmingurin vísir, at hann hevur rímiliga gott tak á háttalagi, hevur rímiliga gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar rímiliga lættliga at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er trilvandi og hongur so dánt saman. Framløgan er skillig, men málsliga veik. Næmingurin er ikki serliga virkin undir fakligu samrøðuni.

Verkætlanin er fullførd og lýst, men vitanin frá øðrum lærugreinum er í minni mát tikin við.

Próvførslan fyri valdu loysnini og settu krøvunum er ikki væl grundað, og tær teknisku avleiðingarnar av loysnini eru fakliga í minni mun mettar og í lítlan mun sæddar í frásjón í sambandi við týðandi evni í tøknilærugreinini.

Tann handaligi luturin er ikki væl lýstur, hvørki ástøðiliga ella verkliga. Hann er framleiddur uttan stórvegis umhugsan, og lýkur í minni mát sett krøv.

Næmingurin vísir, at hann hevur ikki heilt tak á háttalagi og dugir so dánt at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísingin verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini verða nýttir fleiri ymiskir læringshættir. Dentur verður lagdur á, at næmingurin kann uppliva fakligu partarnar í lærugreinini sum eina heild. Ástøðiliga arbeiðið verður gjørt við atliti at verkliga partinum í lærugreinini, samstundis sum ástøðið áhaldandi verður drigið inn í verkliga arbeiðið. Lykla- og valtemu verða í øktan mun samantvinna og verkætlanargongdirnar verða skipaðar við áhaldandi framtøku.

Arbeiðshættir

Í tøkni skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Undirvísingin fer tó í stóran mun fram sum verkætlanararbeiði stuðlað av undirvísing í evnum, sum hava týdning í verkætlanini. Frálæran liggur tætt upp at veruleikanum og er nýtsluvend við javnvág millum ástøði og verkligt arbeiði. Næmingarnir arbeiða við tøkniligum trupulleikum, og dentur verður lagdur á ástøði og verkstaðar- og starvsstovuarbeiði. Tann verkliga undirvísingin fer fram á einum stigi, sum sýnir dygdir skúlans innan ávísu økini í lærugreinini tøkni. Royndir, sýnisroyndir í starvsstovuni, framleiðsla av tilfari og vørum og grundsniði eru partar av lærugreinini. Virkir eiga at vera partur av undirvísingini, t.d. við at vitja ídnaðarstevnur, at gera verkætlanarsamarbeiði ella at gera vitjanir.

Tvørfakligt samstarv

Soleiðis sum lærugreinin tøkni er samansett er hon tvørfaklig í sjálvum sær. Verkætlanaruppleggini eiga at verða gjørd, so at tey leggja upp til tvørfakligt samstarv, og hinar lærugreinarnar í útbúgvingini eiga at verða drignar inn í verkætlanirnar, har tað verður hildið at vera hóskandi.

Í verkætlanargongdunum verður arbeitt fram ímóti, at næmingarnir brúka sína vitan frá hinum lærugreinunum í sambandi við frásjónargerð og tá ið greiðsluevni verða orðað. Somuleiðis verður eggjað til, at næmingarnir brúka hinar lærugreinarnar sum amboð, tá ið uppgávur og spurningar skulu loysast.

Skrivlig avrik

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Næmingarnir gera í sambandi við hvørja verkætlanargongd eina verkætlanarfrágreiðing. Umframt verkætlanarfrágreiðingar verða eisini onnur skrivlig avrik gjørd í tøkni A, so sum journalir, smærri frágreiðingar frá t.d. vitjanum á virkjum og framløgur.

Verkætlanarfrágreiðingarnar í tøkni A er eitt nýtt slag av frágreiðing fyri næmingarnar, og tí er neyðugt at undirvísa í, hvussu verkætlanarfrágreiðingin skal skrivast. Góðskan í eini verkætlanarfrágreiðing sæst aftur við at:

  • tað fakliga stigið sum heild er høgt, harímillum eisini, tá ið ræður um tøkniliga innihaldið, málsliga dygd, samskiftisvirði og uppseting
  • tað er samsvar millum tøkniligu ivamálsorðingina og niðurstøðuna
  • skjalprógv er fyri úrslitum, eygleiðingum og upplýsingum
  • næmingurin dugir við málsliga røttum orðingum at viðgera spurningin og seta úrslit og upplýsingar í frásjón
  • skjalprógv er fyri verkætlanarráðlegging og fremjan.

Ein serstøk verkætlan verður gjørd í sambandi við verkætlanarpróvtøkuna í lærugreinini. Verkætlanin verður gjørd í ávísum verkætlanartíðarskeiði, sum ikki eru partur av vanligu undirvísingini í lærugreinini. Í síðsta partinum av verkætlanartíðarskeiðinum er eingin onnur undirvísing í eina viku. Próvtøkuverkætlanartíðarskeiði er uml. 100 klokkutímar av útbúgvingartíðini í uml. 8 vikur. Í verkætlanartíðarskeiðinum verður næmingurin knýttur at einum verkætlanarvegleiðara.

Próvtøkuverkætlanin verður gjørd samsvarandi rammunum í próvtøkuupplegginum, sum skúlin hevur gjørt. Próvtøkuuppleggið skal vera soleiðis, at tað fevnur um kjarna- og ískoytisøki og lýsir, hvørjir tøkniligir trupulleikar skulu loysast. Próvtøkuuppleggið skal eisini upplýsa um serstøk viðurskifti, krøv og fortreytir í sambandi við loysnina av tøkniliga trupuleikanum.

Næmingurin velur eina verkætlan millum teir møguleikar sum próvtøkuuppleggið gevur. Verkætlanararbeiðið byrjar við, at hvør næmingur ella ein bólkur við í mesta lagi 4 næmingum ger eina ivamálsorðing, sum skúlin skal góðkenna. Orðingin vísir, at fakliga innihaldið og fakliga støðið eru í lagi, at verkætlanin er hóskandi og er møgulig at gjøgnumføra á einum fakliga hóskandi grundarlagi innan skúlans karmar.

Próvtøkuverkætlanin skal latast inn í seinasta lagi eina viku áðrenn próvtøkutíðarskeiði byrjar. Tá skal næmingurin lata inn eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing og ein handaligan lut og/ella framleiðslugongd.

 

Lýsing av yvirskipaðari ársætlan

Niðanfyri sæst, hvussu ein ársætlan í tøkni A kann síggja út. Verkætlanargongd 1 og 2 kunnu gerast í bólkum. Verkætlanargongd 3 eigur at verða gjørd einsæris, so næmingurin kann venja seg við sjálvur at gera ætlanir og útinna eina verkætlan, áðrenn hann skal gera próvtøkuverkætlanina. Til hvørja verkætlanargongd skal næmingurin gera eina skrivliga verkætlanarfrágreiðing.

Verkætlanargongd 1 Verkætlanargongd 2 Verkætlanargongd 3 Próvtøkuverkætlan
umleið 80 tímarumleið 40 tímarumleið 75 tímarumleið 100 tímar
augustdesemburjanuarjuni
    
í bólkií bólkieinsærisí bólki ella einsæris

 

Lýsing av verkætlanargongd

Verkætlanargongdirnar fevna vanliga um fleiri faklig evnir, har tørvurin hjá næmingunum fyri at skilja heildina ger av, hvørji evni verða tikin upp.

Undirvísingin eigur at taka støði í einum ítøkiligum trupulleika, sum bæði næmingar og lærarar hava áhuga í, soleiðis at næmingarnir uppliva, at teir trupulleikar, sum arbeitt verður við, eru týðandi og veruligir.

Verkætlanararbeiðið setur næminginum krøv um at nýta vitan og førleikar, sum eru fingin í øðrum sambondum og øðrum lærugreinum. Næmingarnir arbeiða sjálvstøðugt við verkætlanunum, eisini við ráðleggingini, og teir orða sjálvir trupulleikarnar og loysa teir. Lærarans uppgáva er at vegleiða, geva íblástur, styðja og eggja næmingunum í arbeiðinum. Skrivlig skjalprógvan eigur at verða gjørd fyri arbeiðinum, eisini fyri ráðleggingini, og lærarin fylgir við gongdini í arbeiðinum.

Arbeiði við verkætlanunum mennir førleikarnar hjá næmingunum at ráðleggja og fremja eina gongd, samstarva, skapa, arbeiða sjálvstøðugt, taka ábyrgd, hava yvirlit, meta um, fara í dýpdina, umframt at arbeiða skipað.

Niðanfyri er dømi um, hvussu ein verkætlanargongd kan fremjast.

 

Verkætlanargongd

Viðmerking

Upplegg

 

Velja verkætlan

 

Ráðleggingartíðarskeið (verkætlanarlýsing)

G,S

   Ivamálsorðing

G,S, (F)

   Leita eftir tilfari

 

   Dispositión

G,S

   Velja framleiðslu- og arbeiðshættir

G

   Arbeiðsætlan:

      Tilfarslisti

      Tíðarætlan

      Kontaktir

      Arbeiðsháttur

G, S, (F)

Fremjunartíðarskeið (fyri fremjan av verkætlan)

G

   Savna upplýsingar

 

   Verkligt arbeiði

 

   Viðgerð av úrslitum

 

   Tillaga arbeiðshættir

 

   Feilkeldur

 

Skrivi- og framløgu tíðarskeið

F, S, G

   Viðgerð

 

   Meting/kjak/seta í frásjón

 

   Niðurstøða

 

   Keldur

 

   Fylgiskjøl

 

   Viðmerkingar og meting hjá næminginum av

   verkætlan og frágreiðing

S

   Luturin

 

Liðug verkætlanarfrágreiðing

S, G

 

G: Góðkenning og prsónlig vegleiðing. Avtalur eiga at verða gjørdar um fastar vegleiðingargongdir, sum bæði lærari og næmingur eiga at fylgja.

S: Skrivligt

F: Framløga

Fylgiskjal 1

Dømi um verkætlan í Bygging og orku

Heiti: Byggigóðska

l: Verætlanin miðar í móti fylgjandi málum í námsætlanini

Lyklaevni

a)     Ráðlegging

-        arbeiða við ráðleggingarætlanir, sum eyðkenna eina byggitilgongd frá hugskoti til lidnar bygnginslutir

-        gera ætlanir, herundir tíðarætlan í sambandi við framleiðslu av verkætlanartilgongdum við tilhoyrandi góðskutryggingum

b)     Projektering

-        arbeiða við menning av verkætlan frá hugskoti til lidnan bygning

-        gera tekningar við 3D CAD

-        grundgeva fyri tilfarsvali og bygningslutum við atliti til kostna, livitíð og umhvørvisárvirkan

-        eftirmeta lidnar verkætlanir og útgreina uppskot til møguligar broytingar

c)     Bygningslutir

-        konstruera og gera einfaldar bygningslutir í fullar stødd

-        arbeiða og virka trygt á verkstaði og á byggiplássi

-        gera góðskueftirlit á sjálvgjørdum bygningslutum

Valtema

d)     Bygningslutir

-        dimensionera einfaldar bygningslutir

-        gera hitatapsútrokningar

-        konstruera, fremja og seta saman bygningslutir í fullara stødd

Næmingafortreytir

Næmingarnir eiga at hava kunnleika til

·       fyrireikinga av einari verkætlan

·       CAD tekning í 2D og 3D

·       seta upp tíðarætlanir

·       styrkiútrokningar

·       góðskutrygging

Frammanundan skulu næmingarnir hava framt eina verkætlan í lærugreinini, soleiðis at teir hava kunnleika og royndir við dokmentión og rapporting í tøkni lærugreinini. Hartil eina vitjan á einum byggiplássi.

Útgreingin

Í nógv ár hevur størsti denturin verið lagdur á, at endaligi bygningurin er av høgari góðsku. Nú er tað vorðið meiri vanligt, at hildið verður eyga við góðskuni gjøgnum alla byggitilgongdina.

Um góðskan skal vera í hásæti, vísir tað seg, at neyðugt er at halda vakið eyga við ráðleggingini og við góðskukrøvum. Ráðlegging av tíð og góðsku verður tikið við í allari verkætlanini.

Tíðarætlan er ein týðandi partur í tilgongdini og eigur at vera á dagskránni á hvørjum fundi millum næming og lærara ella vegleiðara.

Góðskutryggingin skal umfata alt verkætlanartíðarskeiðið – bæði verkætlanartilgongd og framleiðslu av tí handaliga lutinum.

Endamálið við ætlanini er, at næmingurin er førur fyri at:

  • leggja góðskustøðið fyri verkætlanartilgongdina frá byrjan av
  • tryggja góðsku gjøgnum alt tíðarskeiðið
  • skjalprógva góðskutrygging fyri alla verkætlanina

Í góðskuætlanini skulu vera krøv skrivligu frágreiðingina og innihald umframt krøv til teknisku konstruktiónirnar (projektgransking).

Um tað er ynskiligt, so kann verkætlanin býtast upp í fleiri stig, so at ymsu bólkarnir venja seg til samstarv um tann sama handaliga lutin. Uppbýtið kann t.d. vera:

  • útrokning av U-virðum
  • útrokning av hitatapi
  • dimensionering av einføldum bygningslutum
  • tilfarsfatan

Handaligi luturin

Luturin kann vera heildir ella partar av einum samansettum bygninsluti, alt eftir hvat kann gerast á verkstaðunum. Dømi um handaligar lutir kunnu vera: tungur ella lættur útveggur og ymisk sløg av takkonstruktiónum. Lutirnir kunnu byggjast saman ella enn fjøltáttari við t.d. at seta vindeygu og hurðar í.

Undirvísingin

Undirvísingin er projektorganiserað, men tað eigur í ella áðrenn verkætlanar tilgongdina at verða undirvíst í pørtum innan góðskutrygging og í bygnginslutum. Í undirvísingini eigur Internet (databløð, tilfarsupplýsingar o.a.) og fakbøkur at verða nýttar.

Verkætlnarbólkarnir eiga so nógv sum tilber at arbeiða sjálvstøðugt. Bólkarnir arbeiða út frá einari góðkendari tíðarætlan og skjalfesta sínar tøkniligu avgerðir í frásøgn frá projektfundunum.

Lærarin skal í stórum pørtum av tilgongdini virka sum konsulentur hjá einstøku bólkunum.

Frágreiðing

Gerast skal ein frásøgn, umfatandi alla verkætlanina. Frásøgnin útgeinar eina heila verkætlanartilgongd og kann t.d. fevna um

  • lóggávu
  • ætlan fyri góðskutrygging
  • byggihættir
  • tilfar
  • U-virðir
  • hitatap
  • dimensionering
  • økonomi
  • framleiðslu og góðskutrygging av handaliga lutinum
  • tekningsyvirlit og tekningar
  • skjalfesta keldur

Í frásøgnini eigur at vera við ein perspektivering av orku- og umhvørvisviðurskiftum, sum eru viðkomandi fyri verkætlanina.

Við í frásøgnini eiga at vera skitsur og myndir.

Samspæl við aðrar lærugreinir

Alt eftir hvør verkætlanin er, eigur at vera møguleiki fyri at taka við brotlpartar í støddfrøði, alisfrøði, evnafrøði o.ø.

T.d. vil støddfrøði verða brúkt í útrokning av bygninslutum, meðan alisfrøði er viðkomandi innan U-virði og fugtviðurskifti.

Um tað verður arbeitt miðvíst við tilfarsvali, so er nátúrligt at taka evnafrøði og lívfrøði. Hartil kunnu t.d. umhvørvis- og orkuviðurskifti takast við í undivísingini.

Tíðarskeið

Ein verkætlanartilgongd kann síggja út sum víst á myndini niðanfyri. Tann brúkta undirvísingartíðin vil vera ymisk fyri tær ymsu verkætlanirnar.

Tíðin á verkstaðnum eigur at taka støði í, hvussu umfatandi hesin parturin av verkætlanararbeiðinum er.