Skriva út ##pt##
Tilfeingisfrøði B
Seinast broytt:
15. desember 2014
Viðmerking:
Nýggir próvtøkuhættir settir inn
1. Samleiki
Tilfeingisfrøði er ein samanhangandi tvørfaklig lærugrein, har lyklaorðini eru vitan um lívfrøðiligt margfeldi og skil fyri gagnnýtslu av livandi tilfeingi, lívfrøðiligum margfeldi og burðardygd. Lívið á gongustjørnuni jørðini er at síggja sum ein samanhangandi eind, sum vit eru lutur í og partur av, tí vit skulu bæði liva saman við og liva av náttúruni kring okkum.
Neyðugt er at læra tilfeingið á jørðini at kenna, tí vit skulu bæði liva í, saman við og av tí livandi tilfeinginum, sum finst á jørðini. At skilja, at vit eru lutir í og partar av tí livandi skipanini, er neyðugt, um vit skulu lívbjarga okkum í framtíðini. Við teirri tøkniligu menning, sum er farin fram tey seinastu árini, gagnnýta vit náttúruna øðrvísi enn fyrr. Við hesum fylgja vistfrøðiligir trupulleikar og ovnýtsla, sum vit í einari politiskari og fólkaræðisligari skipan mugu vera før fyri at taka støðu til. Tá ið vit gagnnýta tað livandi tilfeingið við teirri tøkni, ið vit hava í dag, er umráðandi, at vit hava gjølliga vistfrøðiliga vitan, sum eisini skal koma til sjóndar í teimum politisku avgerðum, ið tiknar verða.
Í stevnumiðunum í lógini um gymnasialar útbúgvingar er tilskilað: “Næmingurin skal gerast tilvitandi um tøkniligar og umhvørvisligar og aðrar avbjóðingar, so hann gerst førur fyri at virka fyri burðardyggari menning av samfelagnum”. Hetta eru avbjóðingar, sum vit sum samfelag og partur av altjóða samfelagnum standa andlit til andlits við, og sum einstaki næmingurin má gerast tilvitaður um. Skynsom og burðardygg umsiting, gagnnýtsla og virðisøking av náttúrutilfeinginum er treytað av hollari vitan um náttúruna og tey viðurskifti, ið ávirka hana. Undirvísing og miðlan á miðnámsstigi skulu skapa neyðugan áhuga og gróðrarbotn fyri teirri gransking, sum er neyðug fyri at fáa hesa vitan til vega.
Politiska skipanin í Føroyum hevur einsamøll ábyrgdina av einum sjó- og landaøki, sum er umleið 300.000 ferkilometrar til víddar. Politiska skipanin hevur tí eisini ábyrgdina av tilfeinginum, sum finst í økinum, og skyldu til at gagnnýta tað á skilagóðan og burðardyggan hátt. Hetta hava vit bundið okkum til í altjóða høpi. T.d. staðfesti Løgtingið í 1993 ST-sáttmálan um lívfrøðiligt margfeldi, sum 155 onnur lond eisini hava tikið undir við. Í okkara demokratisku skipan er neyðugt, at einstaki borgarin er førur fyri vandin at meta um vísindaligar tilráðingar og politiskar avgerðir, sum eru grundaðar á slíkar tilráðingar.Vistfrøði er læran um at skilja náttúrunnar húsarhald, og búskaparfrøði er læran um, hvussu vit fyrisita hetta. Fyri at fyrisita hetta á burðardyggan hátt, er neyðugt at skilja grundarlag og samanhangir hesum viðvíkjandi. Hugtakið burðardygd kann verða býtt sundur í hesar tríggjar høvuðspartar: Vistfrøðilig, búskaparlig og samfelagslig burðardygd. Vistfrøðilig burðardygd er, at menning í einum samfelagi fer fram innan karmarnar av verandi náttúrugrundarlagi og er tí yvirskipað hinum báðum, tí hetta er sjálvt grundarlagið fyri hinum báðum pørtunum.
Við einum so stórum náttúruríkidømi, sum vit umsita, hava vit skyldu til at varðveita og troyta hetta burðardygt og á skilabesta hátt, lívfrøðiliga og búskaparliga við virðing fyri sambandinum millum plantu og dýrasløg og meingi teirra, til tess at tryggja besta samfelagsbúskaparliga íkastið.
Lærugreinin tilfeingisfrøði er heimilað í tí veruleika, at føroyskir skúlaungdómar skulu hava møguleika at fáa kunnleika til kanningar og granskingarúrslit hjá føroyskum granskarum innan náttúrutilfeingi, so tey gerast før fyri at hava eina grundaða støðutakan til samfelagslig viðurskifti, sum eisini fara at hava týdning fyri komandi ættarlið. Grundstøðið má vera, at vit hava ábyrgdina av at varðveita øll sløg og øll búøki hjá livandi verum. Talan er bæði um alheimsliga og staðbundna ábyrgd, sum hvílir á bæði vinnulig, fagurfrøðilig og siðfrøðilig sjónarmið.
2. Endamál
Endamálið við undirvísingini í tilfeingisfrøði er yvirskipað at geva næminginum grundleggjandi vitan um ymisku sløgini av náttúrutilfeingi, um samfelagsliga týdningin av teimum, hvussu hesi verða gagnnýtt, og um menningarmøguleikar fyri gagnnýtslu í framtíðini.
Lærugreinin skal sameina vitan úr øðrum lærugreinum sum. t.d. samfelagsfrøði, landafrøði, lívfrøði og evnafrøði fyri at menna førleikarnar hjá næminginum at arbeiða við tvørfakligum verkætlanum, har eisini mentan og list kann verða tikin við.
Lærugreinin skal geva næminginum greiða fatan av, at hann er partur av eini heild, sum kann síggjast á ymiskum skipanarstigum. Næmingurin skal duga at síggja, hvussu einstøku verurnar liva saman í smærri búøkjum, sum aftur eru partar av størri eindum, og sum samanlagt eru lívhválv. Týdningurin og tilvitskan um javnvágir í náttúruni og burðardygd eru í miðdeplinum. Dentur verður lagdur á at lýsa og greina tær avleiðingar – fyri einstaklingar og samfelag – sum standast, alt eftir hvussu vit gagnnýta náttúrutilfeingið.
Við støði í náttúrutilfeingi í víðastu merking skal næmingurin fáa greiða fatan av týdninginum av burðardyggari fyrisiting av náttúrutilfeinginum, og hann skal gerast tilvitaður um týdningin av hugskotsmenning og menning av nýggjum framleiðsluhættum.
Í tilfeingisfrøði skal næmingurin læra at leita fram, viðgera og miðla upplýsingar innan náttúrutilfeingi og sameina ástøði og verkligar kanningar í náttúruni.
Lærugreinin skal gera næmingin tilvitaðan um týdningin av lívfrøðiligum margfeldi og vekja áhugan fyri kanningum og granskingarúrslitum innan náttúrutilfeingi, sum ger hann føran fyri at luttaka í samfelagsliga kjakinum um skilagóða gagnnýtslu.
Umframt at gera næmingin tilvitaðan um náttúruna sum inntøkugrundarlag, er endamálið við lærugreinini at vekja ans hjá næminginum fyri eini fjølbroyttari og reinari náttúru sum grundarlag fyri fagurfrøðiligum, listarligum og heilsufrøðiligum sjónarmiðum.
3. Stig og tímatal
Undirvísingin í tilfeingisfrøði á B-stigi fevnir um 330 klokkutímar.
4. Øki
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80 % av klokkutímatalinum. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.
Kjarnaøki
Tilfeingisfrøði verður býtt sundur í fýra kjarnaøki: Náttúrufrøðiliga grundarlagið, gagnýtsla av náttúrutilfeingi, gransking í náttúrutilfeingi og fyrisiting av náttúrutilfeingi. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:
Náttúrufrøðiliga grundarlagið
Økið fevnir um tað náttúrugeografiska grundarlagið, um plátutektonikk, veðurlagsbelti, Føroya jarðfrøði, havstreymar og sjóvarfalsstreymar. Eisini fevnir hetta kjarnaøki um flokkan og skipan av livandi verum, skap teirra og virki, altjóða navnagávu og frøðiorð í hesum sambandi, umframt greining av livandi verum.
Týdningurin av livandi verum sum beinleiðis og óbeinleiðis føðigrundarlag og sum tilfar til ymiskar úrdráttir, “nýggj” plantu- og djórasløg sum tilfeingi, umframt veiða í mun til aling og dyrking, og vistfrøðiligar avleiðingar, ið kunnu standast, eru evni, ið verða umrødd og viðgjørd.
Gagnnýtsla av náttúrutilfeingi
Økið fevnir um grundleggjandi vistfrøðiligu fortreytirnar, sum skulu vera loknar, fyri at gagnnýta og varðveita náttúrutilfeingið burðardygt. Tilfeingisbúskapur og burðardygd, fiskifrøði, stovnsmetingar og stovnsrøkt, búskaparlig og lívfrøðilig ovveiða, umframt tey krøv, sum viðskiftafólk og myndugleikar seta.
Landbúnaður, urtagarðsrøkt, fuglaveiða, fiskaaling, aling av tara og lindýrum o.tíl. Týdningurin av smáverum í vistfrøðini, í landbúnaðinum, sum nýtsla í framleiðsluni og fyri reinføri og sjúkur. Náttúrutilfeingi, sum evni kunnu vinnast burturúr, eru partur av hesum kjarnaøki.
Matvørufrøði, haldbari av matvørum, krøv sum viðskiftafólk og myndugleikar seta í sambandi við matvøruframleiðslu, umframt góðskustýring eru onnur evni, ið hetta kjarnaøki fevnir um
Matur, lívsstílur og heilsa, matfrøðiligur hugsanarháttur, kostvanar og -kanningar, heilsukostur og upprunamatur, umframt náttúran, ið verður nýtt til frítíð og upplivingar, har ferðavinna, “vistfrøði-ferðavinna” umframt hvíldar- og fríløtuøki, náttúrufeløg, viðarlundir og ymisk náttúrusøvn verða umrødd og viðgjørd.
Gransking í náttúrutilfeingi
Hetta kjarnaøki fevnir um grundgransking og nýtslugransking, føroyskar granskingarstovnar og granskingarevni innan náttúrutilfeingi. Týdningurin av gransking í náttúrutilfeingi fyri einstaka borgaran og fyri samfelagið, verður viðgjørdur, umframt miðlan av granskingarúrslitum og fakligari vitan til ymiskar málbólkar. Eisini verður nomið við samskiftið millum undirvísing og gransking.
Fyrisiting av náttúrutilfeingi
Formliga stýringin og fyrisitingin av náttúrutilfeingi í Føroyum – lógar- og regluverk. Skilvísi í føroysku náttúrufyrisitingini, og hvussu tilráðingar frá granskarum og politiskar avgerðir síggjast aftur í samfelagnum. Millumtjóðasamstarv um umsiting og fyrisiting av livandi tilfeingi og viðkomandi felagsskapir: FAO/COFI, ICES, NEAFC, NAFO, NAMMCO, NASCO, ST, EU og aðrir felagsskapir. Óformligir felagsskapir, náttúruverndarfelagsskapir og stovnar, sum hava ávirkan á umsitingina av náttúrutilfeinginum, bæði innanlands og uttanífrá
Ískoytisøki
Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum, og tey skulu vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.
5. Førleikamál
Í tilfeingisfrøði eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
- at virða
- at samskifta
- at kanna
- at skapa
At virða
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg í tilfeingisfrøði um at virða náttúru, náttúrutilfeingi og umhvørvi, umframt tað mentanarliga tilfeingið og tey sereyðkenni, sum koma til sjóndar í nærumhvørvinum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og virðir tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin virðir eisini sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann virðir eisini tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann hevur virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta
At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin tilfeingisfrøði er við til at fremja hesa menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin verður frá fyrsta degi vandur við at tosa, skifta orð, lurta, próvføra og bera fram egnar metingar.
Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Næmingurin skal duga at lesa og skilja vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur og ímyndir. Førleikin at skriva snýr seg í tilfeingisfrøði um at duga at orða seg á einum rímiliga fjøltáttaðum, samanhangandi máli, ið evnar at knýta saman einfaldar samanhangir.
Førleikin at rokna snýr seg um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í tilfeingisfrøði ein týðandi lut í hesi menning.
Førleikin at nýta tøknilig amboð er at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti, umframt at nýta starvsstovuútgerð, ið er ætlað hesum floksstigi. Við venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina rætt og trygt. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisførleikunum.
At kanna
Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir.
Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um náttúru, náttúrutilfeingi og umhvørvi. Í tilfeingisfrøði styrkir næmingurin síni evni at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin verður eggjaður til at síggja gagn og gleði í náttúru og náttúrutilfeingi og at meta um, hvussu hesi kunnu gagnnýtast burðardygt til frama fyri fólk og samfelag.
At skapa
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin mennir síni evni at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt, eins og hann mennir síni hugskot. Hann skal kenna seg at hava virknan lut í egnari menning og læring.
Førleikin at skapa snýr seg í tilfeingisfrøði um, at næmingurin gerst tilvitaður og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin lærir, hvussu gagnnýtsla av náttúrutilfeinginum hevur broytt náttúru, umhvørvi, samfeløg og mentan.
Næmingurin lærir, at eygleiðing og ítøkiligar royndir eru ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.
Fakligir førleikar
Náttúrufrøðiliga grundarlagið
Næmingurin dugir
- at greiða frá, hvussu Føroyar eru íkomnar í mun til plátutektonikk og skal í høvuðsheitum duga at lýsa føroyska landslagið
- at greina føroyskt land- og sjóøki út frá einum jarðfrøðiligum, veðurfrøðiligum og havfrøðiligum sjónarhorni
- at brúka kunnleika um havstreymar og sjóvarfalsstreym – eisini í siðsøgu og mentan
- at flokka og skipa livandi verur í øki, ríki og fylki (flokkanarfrøði og fakmál)
- at kenna skap og virkishátt hjá livandi verum
- at greina ávísar verur eftir greiningarlykli (t.d. plantur, fiskar, skordýr og soppar) og kenna og eyðmerkja tey vanligastu sløgini í føroysku náttúruni
- at lýsa munin millum veiðu mótvegis aling og dyrking, og í hesum sambandi at greiða frá hesum hugtøkum. Veiða: Stovnsheiti, týdningurin av lívfrøðiligum margfeldi í náttúruni, orkunýtsla og orkuroknskapir. Aling og dyrking: Orkunýtsla og orkuroknskapir, oxygenviðurskifti, sjúkur, botnvendingar
- at meta um avleiðingar av mannskaptum umhvørvisbroytingum, eitt nú í sambandi við dálking og veðurlagsbroytingar.
Gagnnýtsla av náttúrutilfeingi
Næmingurin dugir
- at greiða frá náttúrufrøðiligum hugtøkum so sum stovnsrøkt, lívfrøðiligari og búskaparligari burðardygd, og at brúka hesi hugtøk í samfelagsliga kjakinum og at gera egnar metingar
- at brúka fakliga vitan, amboð og arbeiðshættir, sum eru grundleggjandi, tá náttúrutilfeingi verður nýtt sum rávøra ella til at vinna evni burtur úr
- at greiða frá liðunum í virðisketuni frá rávøru úr náttúrutilfeingi til vøran liggur á borðinum hjá brúkaranum
- at greiða frá møguligari umhvørvisávirkan av at nýta náttúrutilfeingi sum rávøru
- at meta um framtíðar møguleikar at vinna ráevni úr livandi verum, sum í dag ikki verða gagnnýttar
- at greiða frá almennum hugtøkum innan matvørufrøði og frá krøvum til matvøruframleiðslu og haldbari av matvørum
- at skilja og sjálvstøðugt meta um týdningin av mati í sambandi við lívshátt, rørslu og heilsu, umframt at meta um upplýsingar um heilsukost, kostvanar og kostkanningar
- at vísa á og grundgeva fyri, at náttúran hevur virði sum grundarlag fyri upplivingar- og ferðavinnu.
Gransking í náttúrutilfeingi
Næmingurin dugir
- at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum í eini verkætlanargongd
- at lýsa føroyskar granskingarstovnar innan náttúrutilfeingi, bæði innan grundgransking og nýtslugransking og meta um samfelagsliga týdningin av hesi gransking
- at fáa til vega og velja burtur úr upplýsingum frá granskingarstovnum
- at bera fram og miðla upplýsingar, tilfar og fakliga vitan bæði munnliga og skrivliga til ymiskar málbólkar
- at meta um týdningin av granskingarúrslitum innan náttúrutilfeingi í alheims høpi.
Fyrisiting av náttúrutilfeingi
Næmingurin dugir at
- greiða frá formligu stýringini og fyrisitingini av føroyska náttúrutilfeinginum
- meta um skilvísi í føroysku náttúrufyrisitingini og vera við í samfelagskjaki um hesi evni
- umrøða og tulka týdningin av millumtjóða samstarvi um fyrisiting av náttúrutilfeingi, og í høvuðsheitum kenna virkisøki hjá t.d. hesum felagsskapum: FAO, ICES, NEAFC, NAFO, NAMMCO, NASCO
- taka støðu til óformligar felagsskapir og rørslur bæði innan- og uttanlands, sum hava ávirkan á umsitingina av náttúrutilfeinginum
- greiða frá sereyðkennum hjá samfeløgum við tilfeingisbúskapi og meta um avleidd krøv til umsiting, fyrisiting og politiska stýring
- meta um týdningin av skilagóðari umsiting av náttúrutilfeinginum fyri burðardygga gagnnýtslu, bæði lívfrøðiliga og samfelagsliga.
6. Eftirmeting og próvtøka
Eftirmetingar
Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.
Eftirmetingin verður skjalfest.
Próvtøkuhættir
Munnlig próvtøka
Lærarin tekur støðu til, hvønn av hesum báðum próvtøkuháttum, hann ynskir at nýta, og tann próvtøkuháttur, ið valdur verður, er felags fyri allar næmingar í sama bólki:
Próvtøkuháttur A
Hildin verður ein munnlig próvtøka við støði í próvtøkuspurningi, sum lærarin ger. Uppgávuspurningurin eiga í mest møguligan mun at taka støði í einum ella fleiri temum, sum hava samband við tey ymisku evnini, undirvíst hevur verið í. Próvtøkuspurningurin hevur undirspurningar, ið lýsa spurningin gjølla, umframt kend og ókend skjøl, sum kunnu vera myndir, talvur, grafar o.tíl., sum til samans geva próvtakaranum møguleika at vísa, at hann lýkur fakligu førleikamálini. Royndararbeiðið skal í mest møguligan mun vera partur av uppgávunum.
Próvtøkuspurningarnir skulu tí:
- fevna um øll temu, fakligu málini og kjarnaøkini umframt ískoytisøki
- vísa, hvar denturin er lagdur í undirvísingini
- fevna um fakið í síni heild og
- í tali hóskandi svara til talið av próvtakarum
Í stórum flokkum kann verða neyðugt at lata próvtøkuspurning/ar ganga umaftur. Tá kann verða skilagott at skifta undirspurningarnar út hóast próvtøkuspurningarnir eru settir í sama tema. Allir próvtøkuspurningar skulu leggjast fram, tá ið próvtøkan byrjar, og seinasti próvtakarin skal í minsta lagi hava fýra spurningar at velja ímillum.
Próvtøkuspurningurin skal geva próvtakaranum møguleikar:
- greitt at síggja, hvat skal svarast og hvat kann svarast
- at greiða frá og sundurgreina úrslit frá venjingum
- at greiða frá valið av háttalag
- at vísa sínar førleikar at samantvinna ástøði og venjingar
- at greina og greiða frá lívfrøðiligum spurningum og samanhangum og vísa eina lívfrøðiliga fatan á einum framkomnum stigi
- at vísa sínar førleikar at perspektivera fakliga vitan í mun til viðurskifti í sambandi við vinnuna, heilsu, umhvørvi og bioetik.
Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari umframt vegleiðing. Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming.
Allir hjálparmiðlar kunnu brúkast, meðan próvtakarin fyrireikar seg.
Meðan próvtøkan fer fram kann próvtakarin brúka notur, gjørdar í fyrireikingartíðini, próvtøkuuppgávuna og egnar notur frá undirvísingini.
Próvtøkuspurningarnir skulu vera próvdómaranum í hendi í seinasta lagi 5 yrkadagar undan próvtøkuni.
Próvtakarin skipar sjálvur fyrireikingartíðina. Próvhoyringin byrjar við at próvtakarin leggur fram, og síðani er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakaran og próvhoyraran. Próvdómarin kann seta spurningar og luttaka í samrøðuni, um hetta fellur náttúrligt. Próvhoyringin verður býtt javnt millum framløgu og samrøðu.
Próvtøkuháttur B
Hildin verður ein munnlig próvtøka við støði í próvtøkuevnum, sum lærarin ger. Próvtøkuevni eiga í mest møguligan mun at taka støði í einum ella fleiri temum, sum hava samband við tey ymisku evnini, undirvíst hevur verið í. Ókend og kend skjøl eru viðløgd hvørjum evni. Skølini kunnu vera blaðgreinir, fakligar greinir og annað tilfar sum til samans geva próvtakaranum møguleika at vísa, at hann lýkur fakligu førleikamálini. Royndararbeiðið kan í mest møguligan mun vera partur av uppgávunum.
Próvtøkuevnini skulu tí:
- fevna um øll temu, fakligu málini og kjarnaøkini umframt ískoytisøki
- vísa, hvar denturin er lagdur í undirvísingini
- fevna um fakið í síni heild og
- í tali hóskandi svara til talið av próvtakarum
Próvtøkuevni við undirskjølum skulu geva próvtakaranum møguleikar:
- at meta um og nýta ymiskt tilfar í síni framløgu
- at greiða frá og sundurgreina úrslit frá egnum og øðrum royndum í undirskølum
- at greiða frá valið av háttalag og fyrihalda seg kritiskt til háttaløg
- at vísa sínar førleikar at samantvinna ástøði og royndir hjá sær sjálvum og øðrum
- at greina og greiða frá lívfrøðiligum spurningum og samanhangum og vísa eina lívfrøðiliga fatan á einum framkomnum stigi
- at vísa sínar førleikar at perspektivera fakliga vitan í mun til viðurskifti í sambandi við vinnuna, heilsu, umhvørvi og bioetik.
Próvtøkuevni við undirskjølum verður útflýggjað dagin fyri próvtøkuna. Fyrireikingartíðin er uml. 24 tímar, tó ikki styttri enn 24 tímar.
Próvhoyringin er uml. 30 minuttir.
Í stórum flokkum kann verða neyðugt at lata próvtøkuevni ganga umaftur. Tá kann verða skilagott at skifta undirskøl út hóast próvtøkuevni er tað sama.
Próvtakarin skipar sjálvur fyrireikingartíðina. Próvhoyringin byrjar við at próvtakarin leggur fram, og síðani er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakaran og próvhoyraran. Próvdómarin kann seta spurningar og luttaka í samrøðuni, um hetta fellur náttúrligt. Próvhoyringin verður býtt javnt millum framløgu og samrøðu.
Próvtøkuevni uttan fylgiskjøl skulu próvtakarnir kenna undan próvtøkuni, tó í fyrsta lagi, tá ið próvtøkuætlanin er almannakunngjørd.
Dømingargrundarlag
Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrikið hjá næminginum lýkur fakligu førleikamálunum í lærugreinini.
Dentur verður lagdur á, at næmingurin dugir at:
- skipa og miðla lívfrøðiligt tilfar
- skilja og tulka lívfrøðilig data
- taka við arbeiðshættir og úrslit fra royndararbeiðum
- vísa fakligt innlit
- taka við týðandi faklig partar í samband við givnar spurningar
- seta ókent tilfar í samband við kendar spurningar
- perspektivera sína lívfrøðiligu vitan og taka støðu til biologiskar spurningar
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av munnliga avrikinum hjá næminginum.
Próvtalslýsingar
B-stig munnlig próvtøka
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. |
7 | Gott | Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. |
2 | Nøktandi | Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini. |
7. At skipa undirvísing
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Didaktiskar meginreglur
Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tosa, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum.
Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kunnu partar av kjarnaøkinum gagnnýtsla av náttúrutilfeingi verða samskipaðar við pørtum av kjarnaøkinum fyrisiting av náttúrutilfeingi.
Munnligi tátturin í lærugreinini, ið er umrøða og viðgerð, skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingargongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig avrik, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.
Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi vera skipaður inn í undirvísingina í tilfeingisfrøði. Á henda hátt kann næmingurin ogna sær góðar skriviførleikar og menna teir. Somuleiðis verður arbeitt miðvíst við at menna førleikan at rokna í undirvísingini í tilfeingisfrøði. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, fer næmingurin so hvørt at fáa greiðari fatan av týdninginum, hesir førleikar hava fyri alt skrivligt og formligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.
Stigvøkstur
Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virkna luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.
Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt.
Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.
At læra at læra
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.
Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.
Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini tilfeingisfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í tilfeingisfrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini tilfeingisfrøði mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at umhvørvisligum og tilfeingisfrøðiligum spurningum.
Arbeiðshættir
Arbeiðshættir skulu veljast, so at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at viðkomandi og tíðarbær evni og viðurskifti verða tikin upp í undirvísingina.
Í tilfeingisfrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.
Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.
Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsuppgávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.
Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.
Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.
Samstarv
Lærugreinin tilfeingisfrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú burðardygga menning, at menna skapandi evnini og KT-førleikar hjá næminginum, undirvísing í evnum, sum spretta úr nærumhvørvinum, knýtt at náttúrufrøðiligum fyribrigdum, ið kunnu stuðla upp undir og geva íblástur til evni at arbeiða við í øðrum lærugreinum.
Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning, um somu tíð.
Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.
Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum part av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.
Avrik
Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í tilfeingisfrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. eina staðbundna framsýning, eina røð av fyrilestrum ella framløgum, eina heimasíðu, eitt blað ella eina ritgerð.
Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl – t.e. greitt og uttan stórvegis villur – ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum lærugreinum.
Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.
Samrøða
Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Umráðandi er, at næmingurin fær venjing í at brúka móðurmálið í lærugreinini, eitt nú við sínámillum tosi og við at siga frá.
Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og tilevnaðar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið, og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.
Lesing
Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á.
Lívlong læring
Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.