Skriva út ##pt##

Stjørnufrøði C

Seinast broytt: 

1. juni 2014

Viðmerking: 

Eingin broyting framd. Námsætlanin er fyrstu ferð lýst 1. juni 2014

1. Samleiki

Stjørnufrøði umboðar eitt týdningarmikið náttúruvísindaligt íkast til menniskjans fatan av síni egnu staðseting í tíð og rúmd. Við útgangstøði í eygleiðingum av og ástøði um alheimin vil stjørnufrøðin grunda eina binding millum fortíð og nútíð.

Allar mentanir hava eina frásøgu um skapanarverk og eina lýsing av alheiminum og teimum kreftum sum stýra alheiminum.

Nógvar frásøgnir bæði á skrift og í myndum gjøgnum tíðina, vitna um regluligar eygleiðingar av fyribrigdum og hendingum á himmalhválvinum. Stjørnufrøðin er tí tann elsta altjóða vísindin ið tekur útgangsstøði í tí menniskjaligu leitani eftir einari heimsmynd og roynd at skilja hvussu bygnaður av alheiminum er og hvussu alheimurin er mentur.

Nútíðar stjørnufrøðin hvílir á eitt náttúruvísindaligt støði, har tað verður lagt vekt á eygleiðingar, datagreiningar og ástøði, ið kunnu brúkast til kanningar, royndir og til víðari mentan.

Stjørnufrøðin nýtir og mennir egnu tættir í lærugreinini í tøttum samstarvi við aðrar lærugreinir so sum alisfrøði, evnafrøði og lívfrøði. Krøvuni til mátutól ger tað neyðugt at brúka tað mest framkomnu tøknina, bæði mekanisk, elektronisk og teldufrøðiliga. Í stjørnufrøðini verða mátingarnir ofta tiknar, við hjálp av satelittum ið eru sendir upp.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í stjørnufrøði er, at næmingurin fær kunnleika til lærugreinina sum eina nátturuvísindaliga lærugrein. Lærugreinin hevur við at eygleiða umheimin støðugt økt um og víðkað vitan okkara um, hvussu bygnaðurin í alheiminum er, og hvussu alheimurin er mentur.

Næmingurin skal eisini fáa kunnleika um lýsingar og sannkenningar av viðurskiftum í alheiminum, bæði nær við og langt burturi, sum ígjøgnum tíðirnar hava verið grundarlag undir skiftandi heimsmyndum, sum menniskjan hevur gjørt sær til at tulka og skilja náttúruna. At stjørnufrøðin soleiðis gevur sítt íkast sum mentanarberandi vísindi til innlitið í tann alstóra týdning, sum umheimurin hevur fyri øllum lívi, og ger okkum betur før fyri at skilja støðu menniskjunnar í náttútuni.

Fakið stjørnufrøði nýtir og mennir egnu tættir í lærugreinini í tøttum samstarvi við aðrar lærugreinir og tøttum altjóða samstarvi, at arbeiðið við stjørnufrøðini endurspeglar hesar høvuðstættir, og at vit við hesum økja okkara vitan um, hvussu alheimurin er skipaður og mentur.

Berast má so í bandi, at undirvísindin gevur næmingunum førleika til at greina og meta um stjørnufrøðiligar spurningar við náttúruvísindaligum háttaløgum, og at teir skulu duga at bera víðari stjørnufrøðuliga vitan við støði í tilfari, sum teir sjálvir hava leitað fram.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í stjørnufrøði á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Kjarnaøkini í stjørnufrøði á C stigi eru fýra í tali:

Stjørnufrøðiligar eygleiðingar

Stjørnufrøðiligar eygleiðingar snúgva seg um okkara nærumhvørvi. Tað er at eygleiða og at finna veg á himmalhválvinum. Árstíðirnar og teirra skiftan. Myrkingar. At taka myndir av fyribrigdum á himmalhválvinum.

Sólskipanin

Sólskipanin snýr seg um rørslur og eginleikar hjá úrvaldum knøttum í sólskipanini. Ytri ávirkanir á jørðina. Navigasjón. Hvussu sólskipanin varð til og mentist.

Stjørnur og vetrarbreytin

Stjørnur og vetrarbreytin er um alisfrøðilig viðurskifti í stjørnum. Bygnaður, tilgerð og menning stjørnanna, harímillum í sólini. Upprunin at frumevnunum. Bygnaðurin í vetrarbreytini og menning tess. Fremmandar gongustjørnuskipanir. Lív í alheiminum.

Stjørnubreytin og kosmologi

Stjørnubreytir handlar um teir ymsu flokkarnar av stjørnubreytum og um bygnaðin í stjørnubreytum. Kosmologi esnýr seg um víðkanina í alheiminum, kosmisku baksýnisgeislingina, myrkt tilfar í alheiminum og um Big- Bang ástøðið.

5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðisførleikar ganga aftur í førleikamálunum, har teir virka við til at menna fakførleikan og er partur av honum. Í stjørnufrøði skilja vit grundleggjandi førleikar soleiðis:

At megna at orða seg munnliga í stjørnufrøði er at gera sær eina hugsan, seta spurningar, próvføra og greiða frá eini hugsan grundað í stjørnufrøði. Tað hevur við sær at luttaka í samrøðum, samskifta um hugskot og røða um spurningar og hugsandi loysnir saman við øðrum.

At megna at orða seg skrivliga í stjørnufrøði er at loysa eina uppgávu við stjørnufrøði og við hjálp av bæði alisfrøði og støddfrøði, lýsa og greiða frá eini hugsan og orða viðrakingar og hugskot. At gera tekningar, skitsur, skap og ritmyndur. Harafturat verða nýtt formligt mál í fakinum.

At megna at lesa í stjørnufrøði er at tulka og gagnnýta tekstir við stjørnufrøðiligum innihaldi. Tekstirnir kunnu innihalda stjørnufrøðiligar orðingar, ritmyndir, talvur, tekn, formlar og skilvísa hugsan.

At megna at rokna í stjørnufrøðini snýr seg um at loysa uppgávur og gera kanningar við støði í praktiskum og í stjørnufrøðiligum spurningum. Til tess at megna tað, er umráðandi at kenna og verða førur fyri at nýta roknihættir, megna at nýta fjølbroyttar mannagongdir, ætla um og meta um, um svarið er rímiligt.

At megna at nýta talgild amboð í stjørnufrøði er at nýta hesi amboð til spæl, kanning, avmyndan og framløgu. Tað snýr seg um at kenna og meta um talgild amboð til uppgávuloysn, simulering og myndan. Harafturat er týdningarmikið at finna upplýsingar, greina, viðgera og leggja fram dátu við hóskandi hjálparamboðum, og verða vandin við keldum, greiningum og úrslitum.

Harumframt verður arbeitt við støðisførleikunum:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg um at virða tær reglur og mannagongdir, ið eru galdandi fyri tað fakliga arbeiðslagið í lærugreinini, tað veri seg ástøði, háttaløg o.tíl. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga og at lesa. Lærugreinin hugmyndasøga hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta tøknilig hugtøk um samfelagsmál. At samskifta um samfelagsmál snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Munnliga skal næmingurin duga at brúka tey ymisku hugmyndasøguligu hugtøkini í framløgum, samtalum og kjaki. Hetta merkir, at næmingurin skal munnliga  duga at viðgera og lýsa stjørnufrøðilig evni og at greiða frá fakligum fyribrigdum á ein greiðan og sakligan hátt.

At kanna

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um samfelagslig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin saman við samskiftisloysnum hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika.


Fakligir førleikar

Stjørnufrøðiligar eygleiðingar

Næmingurin dugir

  • at eygleiða og at finna veg á himmalhválvinum
  • at skina árstíðirnar og teirra skiftan
  • at skilja myrkingar herundir totala- og partvísa sólamyrking, mánamyrking
  • at taka myndir av fyribrigdum á himmalhválvinum
  • hugtaki støddarklassar
  • at kenna mun millum hvussu stjørnikikkarar virka bæði í gerð og ástøði.

Sólskipanin

Næmingurin dugir

  • at greiða frá rørslunum hjá teimum ymsu knøttunum í sólskipanini
  • at síggja eginleikarnar, teir ymsu knøttarnir hava í sólskipanini
  • at skyna á, hvørja ytri ávirkan, teir ymsu knøttarnir í sólskipanini hava á jørðina, harímillum flóð og fjøru, streym og norðlýsi
  • at lýsa, hvussu himmalhválvið hevur verið brúkt til navigasjón, bæði nú og fyrr í tíðini
  • tey ymsu ástøðini um, hvussu sólskipanin varð til og hvussu hon er ment
  • Keplersa lógir.

Stjørnur og vetrarbreytin

Næmingurin dugir

  • bygnaðin, tilgerð og menning av stjørnum, m.a. sólini
  • hvussu stjørnur verða býttar sundur í spektralflokkar
  • at skilja eina HR-ritmynd og hvat hon kann nýtast til
  • um upprunan at frumevnunum
  • at greiða frá bygnaðinum í vetrarbreytini og hvussu hon er ment
  • um aðrar gongustjarnaskipanir
  • ástøði um lív í alheiminum.

Stjøtnubreytir og kosmologi

Næmingurin dugir

  • um teir  ymsu flokkarnar av stjørnubreytum
  • um bygnaðin í stjørnubreytum
  • um víðkanina í alheiminum, harímillum Hubblesa lóg
  • ástøði um Big-Bang.

6. Eftirmeting og próvtøka

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuháttur

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Munnliga próvtøkan

Próvhoyringin varir 24 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 24 minuttur íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.t. frá bæði kjarnutilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar, áðrenn próvtøkan verður.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.l., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugur at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í próvdømingini lagdur á, at próvtakarin

  • hevur fakligt yvirlit, harímillum at próvtakarin dugur at taka viðkomandi og týðandi stjønufrøðiligar luteindir upp í fakligu samtaluna,
  • hollan kunnleika til hugtøk, frymlar og háttaløg í lærugreinini, so próvtakarin kann fremja eina fakliga greining, herímillum at greiða frá fakligu grundgevingini og
  • dugur at binda eygberingar, dátur og frymlar saman, so hetta gerst grundarlag fyri fakliga djúphugsan við atliti at frásjónum í lærugreinini.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

12

Framúr gott

Próvtakarin vísir í tí munnligu samtaluni eitt fakligt yvirlit og at hann sjálvur kann koma við týðandi og veruligum stjørnufrøðiligum fyribrigdum og at tað eru ongir ella bara nakrir fáir týdningarleysir fakligir manglar.

Próvtakarin hevur ein greiðan kunnleika til stjørnufrøðilig heitir og er kunnugur við stjørnufrøðiligar fyrimyndir og háttir, sum hann kann nýta í eini fakligari greining.

Próvtakarin kann grunda yvir samspæli millum ástøði og eygleiðing og at perspektivera ein fakliga kunnleika, herundir at taka verulig skifti í tí stjørnufrøðiliga heimsmynduni upp í.

7

Gott

Próvtakarin vísir í tí munnligu samtaluni at hann er kunnugur við stjørnufrøðilig heitir, fyrimyndir og háttir, sum verða nýtt í tí fakligu greiningini, á ein heldur óneyvan hátt og við fakligum manglum.

Próvtakarin kann binda ástøði og eygleiðingar saman og endurgeva frásjónir upp á stjørnufrøðiligar trupuleikar.

2

Nøktandi

Próvtakarin gevur eitt nøktandi íkast í tí munnligu samtaluni, men hann vísir at hann er kunnugur við tey grundleggjandi stjørnufrøðiligu heitini, fyrimyndir og háttir.

Próvtakarin kann á nøktandi hátt, men við nógvum manglum vísa, at hann er førur fyri at geva eina nøktandi lýsing av stjørnufrøðiligum fyribrigdum og háttaløgum.

7. At skipa undirvísing

Endamálið við undirvísingini er, at næmingarnir fáa kunnleika til, hvussu stjørnufrøðiliga heimsmyndin er ment, og kunnleika til tann týdning, hon hevur havt fyri menniskjans sannkenning og mentan. Næmingarnir skulu ogna sær vitan og innlit í høvuðsøki í klassiskari og nýggjari stjørnufrøði og ogna sær kunnleika um stjørnufrøðiligar eygleiðingar og ástøði, soleiðis sum tey verða lýst við nøkrum høvuðstættum. Næmingarnir skulu duga at greina og meta um stjørnufrøðiligar spurningar við náttúruvísindaligum háttaløgum, og teir skulu duga at bera víðari stjørnufrøðiliga vitan við støði í til fari, sum teir sjálvir hava leitað fram.

Undirvísingin skal leggjast soleiðis til rættis, at næmingarnir duga

  • at allýsa, lýsa og nýta stjørnufrøðilig hugtøk og støddir,
  • at greiða frá teimum vanligastu støddarlutføllunum í alheiminum,
  • at nýta ella hava kunnleika til stjørnufrøðilig tól,
  • at gera egnar stjørnufrøðiligar kanningar,
  • at savna, skipa og viðgera egið kanningartilfar ella kanningartilfar hjá øðrum,
  • at gera nøgdarligar útrokningar, og
  • at leita fram, viðgera og at bera víðari stjørnufrøðiliga vitan eitt nú um stjørnufrøðiliga gransking.