Skriva út ##pt##

Statikkur og styrkilæra C

Seinast broytt: 

2013

1. Samleiki

Statikkur og styrkilæra er ein tøknilig lærugrein, ið viðgerð grunleggjandi hugtøk, ið skulu brúkast til útrokningar og styrkikanningar av einføldum bygningslutum. Lærugreinin tekur støði í royndum og kann samantvinnast við aðrar tøkniligar lærugreinir.

2. Endamál

Lærugreinin er við til at leggja støði undir yvirskipaðu endamálunum í útbúgvingini, soleðis at næmingurin styrkir sínar førleikar fyri at fullføra eina útbúgving innan tað tøkniliga økið og kann gruna um tøkniliga tilevning og loysnir, serliga ísv. statik og styrkilæru.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í statikki og styrkilæru á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldi í lærugreinini eru lutað sundur í kjarnuøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80 % av klokkutímatalinum. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ìskoytisøki fevna um umleið 20 % av klokkutímatalinum. Næmingurin fer til munliga próvtøku í verkætlan, sum fevnir um bæði kjarnu- og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í statikki og styrkilæru eru:

  • varandi og skiftandi last
  • leiðreglur fyri last á bygningsluti
  • bygningslutir ávirkaðir við einkult kraft ella við linjulast, sum eru innspentir ella við einfaldum undirstøði
  • trekk- og trýststengur m.a. súlur og rimaverk ávirka við einkult kreftum
  • normal-, tvørkraft og moment rokning
  • tvørskurð- og styrkitøl
  • spenningshugtøk og ymsar kanningar, ið avgera trekk-, trýst-, tvør-, snúnings- og avskapanarviðurskifti
  • viðkomandi meginreglur

Ískoytisøki

Næmingarnir kunnu ikki náa fakligu málini einans við kjarnaevnunum. Ískoytisevni skulu fara longur í dýpdina, setast í heildarmynd og lýsa aðrar dimensjónir og hvussu kjarnuevni veruliga kann brúkast. Kjarnuøkið umfatar umleið 20% av frálærutíðini. Ískoytiøkið skal vera við til at savna lærugreinina til eina heild og verður valt soleiðis, at tað samantvinnað við kjarnuøkið viðvirkar til menning av teimum fakligu málunum,  fjøltáttar og víðkar kjarnuøki og stuðlar praktisk partin í lærugreinini.  

5. Førleikamál

Støðisførleikar

Støðisførleikarnir eru natúrligur partur av førleikamálunum, har teir eru við til at menna fakligu førleikamálini.

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg um at virða tær grundleggjandi reglur, ið náttúran og tað náttúruskapta umhvørvi hava at laga seg eftir. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga og at lesa. Lærugreinin statikkur og styrkilæra hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at samskifta um náttúruvísindi. At samskifta um spurningar í lærugreinini snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Næmingurin dugir at orða seg bæði munnliga og skrivliga, tá ið tað snýr seg um at nýta faklig hugtøk í sambandi við náttúrufrøðilig viðurskifti, t.d. egnar eygleiðingar bæði í gerandisdegnum og í royndarstovuni. Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta. Næmingurin skal tí vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við og venja í ymiskum samskiftisstøðum. Í lærugreinini skal næmingurin frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Ein týðandi støðisførleiki er at duga at seta spurningar og hypotesur, eftirkanna hesi við sjálv at fyrireika mannagongdir og at velja neyðug amboð. At eftirmeta royndarúrslit og greiða frá teimum er somuleiðis ein týðandi støðisførleiki

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot; at lesa er at skyna á og tulka. Í lærugreinini skal næmingurin tí frá fyrsta degi verða vandur við at lesa náttúrufrøðiligar tekstir og at gera grein fyri sínum eygleiðingum og viðrakingum á skrift. Førleikin at lesa er ikki bert at lesa fakligan tekst, men eisini myndlar og nýtsluleiðbeiningar, umframt at finna og savna inn dátur og greina hesar.

Næmingurin dugir at lesa og skilur vegleiðingar, talvur, farmyndir, farstrikur, myndlar og ímyndir. Ein annar partur av støðisførleikanum er at kunna seta seg inn í nýggj øki í lærugreinini m.a. við hjálp úr øðrum bókum, tíðarritum og av internetinum.

Førleikin at rokna snýr seg um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa greiðsluevni. Í hesum sambandi evnar næmingurin at brúka tøl og útrokningar, at skráseta, viðgera og leggja fram úrslit av egnum eygleiðingum, eitt nú við talvum og ritmyndum. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í síni heild, bæði í føroyskum og náttúrulærugreinunum, ein avgerandi leiklut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Ein vandalig meting av upplýsingum av internetinum er eisini partur av støðisforleikunum.

Næmingurin dugir at nýta KT í lærugreinini, eitt nú at fáa til vega, viðgera og leggja fram tilfar sum sína egnu eygleiðing, og fara í dýpdina við fakinum. Ein kritisk og sjálvstøðug meting av upplýsingum av internetinum er partur av støðisførleikunum.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna er av alstórum týdningi í lærugreinini statikkur og styrkilæra, og snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og royna, umframt at leita sær ráð og vitan um náttúrufrøðilig viðurskifti. Næmingurin skal gera verkligar royndir í starvsstovu og úti í náttúruni, umframt at læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á bókasavni og á internetinum. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á sakligan, siðiligan og munadyggan hátt.

Førleikin at kanna snýr seg m.a. um at duga at nýta útgerð, ið ætlað at verða nýtt í lærugreinini og sum heild á tí øki, arbeitt verður við. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta útgerðina.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í um at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu náttúruvísindini hava verið við til at broytt náttúru, lívsáskoðan, mentan og samfeløg. Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar í lærugreinini eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Næmingurin dugir:

  • last av sløgum á bygningslutur so sum varandi last, langtíðarlast, meðallong last, stuttíðar last og brádlig last
  • seta upp fyrimyndir (model) við støði í veruligum bygningsverki og vísa tilknýti við ein útrokningarleist
  • rokna mótkreftir (reaktiónir), normalkraft og tvørkraft og moment fyri bygningslutur, sum eru ávirkaðir til boygging
  • frá útrokningum gera tekningar av normalkraft-, tvørkraft- og momentrásmynd, so metast kann um ávirkanina á bygningsverkið
  • útgreina týdning av skapi á tvørskurði og tilfarsvali fyri, hvussu nógv bygningsluturin kann bera.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Próvtøkan er munlig og tekur støði í endaligu uppgávuni hjá næminginum. Áðrenn próvtøkuna skal uppgávuorðing fyri endaligu uppgávuna sendast próvdómaranum. Endaliga uppgáva skal ikki rættast ella viðgerast av lærara ella próvdómara áðrenn próvtøkuna.

Próvtøkutíðin er 24 minuttir fyri hvønn næming. Tað er eingin fyrireikingartíð.

Próvtøkan tekur støði í framløguni hjá næminginum og í svarinum til ein ella fleiri spurningar, sum lærarin hevur fyrireika frammanundan. Próvtøkan verður skipað sum samrøða, har farið verður aftur um og í dýpdina við evnum innan kjarnu- og ískoytisøkið.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, hvussu framløgan hjá næminginum er í mun til fakligu málini undir pkt. 5.

Dentur verður lagdur á:

-        útgreinging av loysningshattum fyri trupulleikaorðingina, sum næmingurin sjálvur valgt í endaligu uppgávuni

-        breiðu fatanini av statik og styrkilæru og hvussu fatanin verður víst fram í veruligum dømum

-        svarini upp á djúpari spurningar og eyka spurningar í sambandi við endaligu uppgávuna í mun til fakligu málini. Herundir skilja, endurgeva og tulka síni egnu úrslit og niðustøður og onnur.

Givið verður eitt próvtal við støði í eini heildarmeting av tí munligu framløguni hjá næminginum.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar. Við støði í deduktivari og induktivari námsfrøði arbeiða næmingar við ástøði, sum verður brúkt til loysn av ymsu uppgávunum. Undirvísingin skiftir millum ástøði, arbeiði við dømum og við sjálvstøðugum royndum við støði í tøkniligum trupulleikaorðingum.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum. Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini statikki og styrkilæru. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í statikki og styrkilæru skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum.

Arbeiðshættir

Undirvísingin verður løgd til rættis soleiðis, at skift verður millum ástøðiligt og verkligt arbeiði, og at brúktir verða ymiskir arbeiðshættir, sum stuðla undir tað ástøðiliga og verkliga í samskiftinum.

Umráðandi er, at næmingurin arbeiðir sjálvsøðugt við uppgávunum.

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi og viðkomandi evni verða umrødd og viðgjørd í undirvísingina.

Í statikki og styrkilæru skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingurin búnast og gerst meira sjálvstøðugur, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingurin skal ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Í undirvísingin verða viðkomandi forrit brúkt til útrokningar, tekningar og framvísing fyri bæði at stuðla undir fakliga støðið og almennu kt-førleikarnar.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Statikkur og stykilæra er fevnt av almennu krøvunum um samstarv millum lærugreinir. Kjarnaøki og ískoytisøki verða vald og viðgjørd, so at tey stuðla undir og styrkja fakliga samstarvi millum lærugreinarnar.

Sum vallærugrein á tøknibreytini hevur statikkur og styrkilæra C eitt fakligt samstarv við náttúrvísindaligu lærugreinirnar í ávísum ástøðiligum og verkligum økjum.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í statikki og styrkilæru, kann talan verða um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Arbeitt verður við uppgávum og verkætlanum, har dentur bæði verður lagdur á arbeiðsgongd og úrslit. Hetta verður samlað í skjalamappu hjá hvørjum einstøkum næmingi, soleiðis at undirvísingargongdir og fakliga menningin hjá næminginum verða skjalfest.

Næmingarnir arbeiða við tí skrivliga partinum og munnligu framløguni í høvuðsevnunum. Arbeitt verður við skrivligum uppgávum við stigvíst hækkandi støði. Endaliga uppgávan er støði undir munnligu royndini.

Skúlin stendur fyri endaligu uppgávuni. Í vavi svarar endalig uppgávan til 20 tímar av tíðini, sum er sett av til lærugreinina. Næmingarnir kunnu arbeiða sjálvstøðugt ella í tvey saman við endaligu uppgávuni. Uppgávan skal taka støði í einum veruligum bygningsverki og skal umfata statiska fyrimynd (modell), útgreina skurðkreftir og gera neyðugar útrokningar, ið eru grundarlagið undir vali av tilfari, og hvussu stórar deformatiónirnar (niðurboygging v.m.) eru. Endaliga uppgávan er partur av grundarlagnum fyri ársmetinum og so føri fyri endaligum munligu royndini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum vitbornum amboði, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.