Skriva út ##pt##

Sølubúskapur B

Seinast broytt: 

2013

1. Samleiki

Lærugreinin sølubúskapur er vinnubúskaparlig lærugrein, ið tekur støði í fyritøkuni og støðu hennara á marknaðinum, har hon virkar og ynskir at virka. Kjarnin í lærugreinini fevnir um strategi, virkisætlanir, keypsatferð, marknaðargreining, málbólkar, kappingarráð og sølubúskaparliga leiðslu. Lærugreinin snýr seg um, hvussu virkir taka avgerðir viðv. marknaðarføring og sølu við atliti til nær- og fjarumhvørvi. Í lærugreinini verður støði fyrst og fremst tikið í heimliga marknaðinum og síðani altjóða marknaðinum. Næmingurin gerst tilvitaður um, hvørjar avbjóðingar og avgerðir eitt virki stendur fyri, tá tað skal vinna sær kundar á einum marknaði merktur av stórari kapping.

2. Endamál

 

Endamálið er, at næmingurin

mennist og gerst førur fyri at arbeiða sjálvstøðugt og fær eina heildarfatan av sølubúskaparligum spurningum

  • við at fáa innlit í sølubúskaparlig ástøði og háttaløg gerst førur fyri at lýsa, greiða frá, kanna, greina og meta um støðuna hjá einum virki og at loysa sølubúskaparligar avbjóðingar hjá virkinum
  • gerst førur fyri at savna inn og greina viðkomandi tilfar, ið skapar grundarlag fyri avgerðum um sølubúskaparlig viðurskifti
  • gerst førur fyri at grundgeva fyri sjónarmiðum í sambandi við sølubúskaparligar spurningar
  • lærir at hugsa virkið sum eina heild og at taka avgerðir út frá hesum
  • dugir at nýta tíðarhóskandi kunningartøkni í arbeiðinum við sølubúskaparligum spurningum

Lærugreinin skal menna førleikarnar hjá næminginum til at lýsa, greina, greiða frá og meta um sølubúskaparlig viðurskifti. Undirvísingin í Sølubúskapi eigur í stóran mun at taka støði í veruligum fyritøkum og avbjóðingum, sum hesar standa fyri. Ástøðin skal stuðla og styrkja næmingin, soleiðis at hann kann taka rættar avgerðir vegna fyritøkuna í serstøku støðu hennara og avbjóðingini. Tí er neyðugt við virkisvitjanum og øðrum, sum á annan hátt kann geva næmingunum møguleika at ogna sær kunnleika til veruliga vinnulívið. Somuleiðis hevur tað týdning, at næmingurin fær møguleika at fara í djúpdina í arbeiðinum við ávísari fyritøku og sølubúskaparligum spurningum og ikki bert ferðast á yvirflatuni. Venjing í lærugreinini skal eggja læruviljan og hugin hjá næmingunum til víðari lesna og lívslanga læring.

 

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í sølubúskapi á B stigi fevnir um 200 klokkutímar í tvey ár.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í sølubúskapi á B stigi eru 12 í tali:

  1. Samfelagsvísindalig háttaløg
  2. Nær- og fjarumhvørvið hjá fyritøkuni
  3. Keypsatferð á brúkara og virkismarknaðinum
  4. Kappingarviðurskifti
  5. Innanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni, støðulýsing og strategi
  6. Segmentering og málbólkar
  7. Lóggáva
  8. Kappingarráðini
  9. Altjóðagerð og globalisering
  10. Val av útflutningsmarknaðum
  11. Marknaðarførslustrategiir
  12. Marknaðarførsluætlan

Samfelagsvísindalig háttaløg

Í undirvísingini verður arbeitt við ymisku háttunum, sum ein fyritøka kann brúka, tá ið hon skal savna sær vitan um marknaðin og málbólkin. Næmingurin fær í undirvísingini innlit í fyrimunir og vansar við teimum ymisku háttunum, umframt at hann lærir at taka støðu til, hvussu hann fer at ráðgeva eini fyritøku í ávísari støðu. At viðgera og tulka innsavnaðar upplýsingar og vitan er somuleiðis partur av undirvísingini. Næmingarnir læra eisini at leggja upp fyri ivasomum upplýsingarkeldum og metingarfortreytum, ið tílíkt tilfar kann vera fongt við.

Nær- og fjarumhvørvið hjá fyritøkuni

Undirvísingin gevur innlit í yvirskipaðu viðurskiftini í nærumhvørvinum og fjarumhvørvinum, ið kunnu vera avgerandi fyri søluna hjá einari fyritøku, og sum fyritøkan tí má laga seg eftir.

Ástøði og greiningaramboð verða brúkt til at greina uttanhýsisumhvørvið og út frá greiningum verður mett um, hvussu broytingar í umhvørvinum ávirka fyritøkuna. Við støði í greiningunum verður mett um, hvussu fyritøkan kann gagnnýta møguleikar og verja seg móti hóttanum í umhvørvinum.

Keypsatferð á brúkara- og virkismarknaðinum

Viðgjørd verða týðandi viðurskifti, sum viðvíkja keypsatburði og sambandinum millum keypara og seljara á brúkara- og virkismarknaðinum.

Í viðgerðini av viðurskiftum á brúkaramarknaðinum verður tørvvarði Maslows viðgjørdur saman við keyps- og nýtsluvanum. Undir hesum verða viðgjørdar keypsorsøkir, hvaðani og nær keypt verður, og hvussu nýtslan verður sett saman. Roknað verður fram til keypiorkuna. Keypiatburðurin verður greinaður við atliti at avgerðum, ið tiknar verða, tá ið keypt verður, hvør tekur avgerðir, og nær og hvussu tær verða tiknar Partur av hesum snýr seg eisini um, hvussu mótarák, árstíðarsveiggj og marknaðarsveiggj ávirka eftirspurningin.

Í viðgerini av keypsatburði og sambandinum millum keypara og seljara á virkismarknaðinum, verður keypsatburðurin greinaður við atliti at slag av keypi, luttakarum í keypstilgongdini, avgerðargongdini og valkrøvum á ídnaðar-, millumseljara- og almenna marknaðinum.

Kappingarviðurskifti

Støði verður tikið í greining av kappingarstøðuni. Í hesum sambandi skulu kappingarneytar eyðmerkjast á ymiskum stigum í mun til substitutiónsgrad, somuleiðis skulu ymisk kappingarhugtøk og kappingarsløg viðgerast. Greiningin av kappingarneytunum skal fevna um greining av einstaka kappingarneytanum, hansara styrki og við hesum eisini hansara krossgyrði, og um atburðin hjá kappingarneytunum. Næmingurin skal eisini læra at gera vinnugreiningar.

Innanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni og støðulýsing

Undirvísingin skal taka støði í lýsing av einum virki, eins og hugskot og aðalmál hjá einari fyritøku verða lýst. Næmingarnir læra at nýta ymisk amboð til at greina innanhýsis viðurskiftini hjá fyritøkuni. Næmingarnir læra harafturat, við støði í at greina innanhýsis og uttanhýsis viðurskiftini hjá fyritøkuni, at gera eina støðulýsing. Dømi verða tikin frá framleiðslu-, handils- og tænastu­fyritøkum, soleiðis at samanhangurin millum hugskot, mál og politikk verður lýstur, eins og samlaða virksemishugskotið verður lýst.

Segmentering og málbólkar

Næmingurin skal læra at velja málbólk út frá segmentering av marknaðinum. Málbólkurin skal greinast við støði í viðkomandi eyðkennum, t.d. landafrøðiliga, fólkabúsetingarliga, psykografiskum viðurskiftum og atburði. Næmingurin skal gerast tilvitaður um, júst hvørji segmenteringskriterii eru røtt at brúka í teirri ávísu uppgávu, vøru ella kunda, talan er um. Somuleiðis skal næmingurin duga at meta um málbólkin, framtíðarútlit og vinningsføri, við at nýta viðkomandi amboð.

Lóggáva

Viðgjørdir verða lógarkarmar, ið snúgva seg um at keypa og selja vørur og tænastuveitingar, harímillum keypilógin, avtalulógin, kappingarlógin og marknaðarførslulógin.

Kappingarráðini

Støði verður tikið í lýsing av kappingarráðunum, teirra eyðkenni og arbeiðshátti. Við støði í marknaðarførslustrategiunum skulu týðandi kappingarráð veljast og nýtast. Sambandið millum kappingarráðini verður viðgjørt, eins og hvussu hetta ávirkar sølu av ítøkiligum vørum og tænastum. Viðgerðin av kappingarráðunum fevnir um vøru- og søluráð, og viðgerðin skal viðvíkja bæði brúkara- og virkismarknaðin. PLC-rásin verður viðgjørd í sambandi við nýtslu av kappingarráðunum á ymiskum stigum á livsleiðini hjá vøruni.

Altjóðagerð og globalisering

Undirvísingin gevur innlit í útflutningsorsøkir og útflutningsforðingar, ið kunnu gera seg galdandi fyri eina fyritøku. 

Val av útflutningsmarknaðum

Í undirvísingini verður arbeitt við viðurskifti og myndlar, sum verða nýttir, tá ið útfultningsmarknaðir skulu veljast. Við støði í hesum viðurskiftum verður mett um umhvørvismun á marknaðum, og serligur dentur verður lagdur á greining av mentanarligum viðurskiftum. Í undirvísingini verður stórur dentur lagdur á innsavning og viðgerð av upplýsingum úr óbeinleiðis keldum, m.a. dátugrunnum, soleiðis at næmingarnir fáa innlit í landspartar og ávís lond, sum hava týdning fyri føroyskan útflutning. Upplýsingarnar skulu m.a. fevna um: búskap, landafrøðilig og sosial viðurskifti, marknaðarviðurskifti og mentan. Næmingarnir skulu læra sjálv­støðugt at arbeiða við at fáa til vega, viðgera og leggja fram upplýsingar.

Marknaðarførslustrategiir

Týðandi marknaðarførslu- og positioneringsstrategiir skulu viðgerast, og val av strategium verður millum annað grundað á kappingarstøðu, málbólkar og teirra tilvitsku og ta ætlaðu støðuna, sum ein fyritøka ynskir at fáa á marknaðin. Í mun til møguligar útflutningsmarknaðir verða tey viðurskifti viðgjørd, sum eru týðandi fyri, um eitt land ella eitt øki er áhugaverdur marknaður hjá einari fyritøku.

Marknaðarførsluætlan

Marknaðarførsluætlanin verður lýst við atliti at uttanhýsis og innanhýsis viðurskiftum hjá einari fyritøku. Marknaðarførsluætlanin fevnir um marknaðarlýsing, málsetningar, kappingarstøði, val av strategi, samanseting av kappingarráðum, meting av váða og eftirlit. Næmingarnir skulu gerast førir fyri at meta um búskaparligu árinini í sambandi við marknaðarførsluætlan.

Ískoytisøki

Fyri at røkka fakligu málunum í sølubúskapi er neyðugt, at næmingurin fær fakligt ískoytistilfar aftur at kjarnatilfarinum. Ískoytistilfarið skal dýpa og seta í frásjón kjarnatilfarið og vera við til at víðka sjónarringin hjá næminginum. Ískoytistilfarið fevnir um greinar, framløgur um virkir, vitjanir á virkjum, sjónvarpssendingar, upplýsingar frá heimasíðum v.m. Ískoytistilfarið skal eggja og kveika áhugan hjá næminginum at arbeiða við fakinum sølusbúskapur.

 

5. Førleikamál

Í sølubúskapi eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinunum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Næmingurin skal læra

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna støðið innan sølubúskaparlig viðurskiftir, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lýsa, greina, viðgera, próvføra og meta um sølubúskaparlig evni í skrivligum uppgávum, frágreiðingum og ritgerðum.

Førleikin at lesa er at skyna á, greina, tulka og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at lýsa og viðgera evnini í lærugreinini. Keldurnar kunnu t.d. fevna um yrkisbókmentir, greinar, tíðarrit, hagtøl, alnótina og annað skrivligt tilfar.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa og gera hagtøl og diagramm, at samanlíkna hagtøl at gera útrokningar í sambandi við prísásetingum og kostnaðarmetingum. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru av sølubúskaparligum slag. Undirvísingin í sølubúskapi hevur ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í lærugreinini sølubúskapi at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum samskifti, herundir skrivligum tilfari og munnligum framløgum. At nýta talgild amboð fevnir eisini um, at leita eftir upplýsingum á alnótini, at vera keldukritiskur, at flokka og at greina  upplýsingartilfar. At megna at nýta tøknilig amboð fevnir eisini um førleikarnar at gera marknaðarførslutilfar og at kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Næmingurin lærir so hvørt at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu sølubúskaparlig tiltøk og menningarvirksemi hevur verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekstgerð er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Fakligir førleikar

Samfelagsvísindalig háttaløg

Næmingurin dugir

  • at nýta samfelagsvísindalig háttaløg í lærugreinini sølubúskapur
  • sjálvstøðugt at savna neyðugar upplýsingar, og at nýta tær sum grundarlag fyri støðutakan til sølubúskaparligar spurningar
  • at nýta viðkomandi kunningartøkni, tá ið marknaðar­upplýsingar verða savnaðar og viðgjørdar

Nær- og fjarumhvørvið hjá fyritøkuni

Næmingurin dugir

  • at greiða frá og greina ítøkilig viðurskiftir í nær- og fjarumhvørvinum hjá fyritøkum og meta um, hvussu broytingar í nær- og fjarumhvørvinum ávirka tillagingartørvin hjá fyritøkum, við atliti at marknaðarførsluátøkum, ið fyritøkur kunnu nýta í teirra marknaðarførslu
  • at brúka neyðuga vitan um nær- og fjarumhvørvið til at meta um, hvussu fyritøkur kunnu fremja framtíðar strategiir

Keypsatferð á brúkara- og virkismarknaðurin

Næmingurin dugir

  • at greiða frá ástøði og myndlum, ið kunnu brúkast til at greina keypsatferðina á brúkara- og virkismarknaðinum
  • at lýsa og greina keypsatferðina á brúkara- og virkismarknaðinum, harímillum tørv og keypsorsøk og vísa, hvussu virkið kann brúka henda kunnleika í marknaðarførsluni
  • at greiða frá, hvør munur er á keypsatferð á brúkaramarknaðinum og virkismarknaðinum og hvønn týdning hetta hevur fyri sølu og marknaðarførslu á brúkara- og virkismarknaðinum og duga at brúka hesa vitan, tá ið marknaðarførslan hjá virkinum verður løgd til rættis.

Kappingarviðurskiftir

Næmingurin dugir

·       at lýsa kappingarstøðuna, m.a. við at savna inn upplýsingar um marknaðir og meta um hesar.

Innanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni, støðulýsing og strategi

Næmingurin dugir

·       at greiða frá grundleggjandi hugskotum og aðalmálum, ið eru grundarlag undir virkseminum hjá fyritøkuni

  • at greiða frá ástøði og myndlum, ið kunnu brúkast til at greina innanhýsis viðurskifti í einum virki
  • at gera eina greining av virðisketuni hjá einari fyritøku og við støði í henni meta um, hvørjar kjarnaførleikar fyritøkan hevur
  • at meta um val av kappingarstrategi og vakstrarstrategi
  • við støði í greining av einari fyritøku at meta um strategiskar møguleikar hjá fyritøkuni og hvussu fyritøkan kann fremja framtíðar strategiir, harímillum at meta um, hvussu fyritøkan kann orða visión, endamál og politikk hjá fyritøkuni.

Segmentering og málbólkar

Næmingurin dugir

  • at greiða frá endamálinum við at segmentera marknaðin
  • at greiða frá muninum millum segmentering á brúkaramarknaðinum og virkismarknaðinum
  • at fremja segmentering og meta um, hvønn ella hvørjar málbólkar virkið kann velja og hví.

Lóggáva

Næmingurin dugir

  • at greiða frá høvuðslutum í lóggávuni, ið viðgera handil við vørum og tænastum og evnar at ætla um lógarheimildina í ítøkiligum tiltaki
  • at meta um kunningartilfar og lýsingartilfar við støði í galdandi lógum, reglum og siðvenju í samfelagnum.

Kappingarráðini

Næmingurin dugir

  • at greina og taka støðu til innihaldið í kappingarráðunum, herundir vøruráðum og søluráðum og hvussu virkið kann gera nýtslu av teimum

Vøra

Næmingurin dugir

  • at greiða frá vøruni sum ein partur av samlaða tilboðnum hjá einari fyritøkui
  • at greiða frá serligum viðurskiftum hjá tænastufyritøkum
  • at meta um samanhangin millum vøru og val av málbólki

Prísur

Næmingurin dugir

  • at greiða frá prísinum sum ein partur av samlaða tilboðnum hjá einari fyritøku
  • at meta um prísstrategiina fyri vørur, sum ein fyritøka selur og fyri nýggjar vørur
  • at meta um samanhangin millum prís og val av málbólki

Skiftisrøð

Næmingurin dugir

  • at greiða frá skiftisrøð sum ein partur av samlaða tilboðnum hjá einum virki
  • at greiða frá ymiskum skiftisrøðum
  • at meta um strategiina fyri vali av skiftisrøð hjá einari fyritøku
  • at meta um samanhangin millum skiftisrøð og val av málbólki

Søluráð

Næmingurin dugir

  • at greiða frá søluráðunum sum ein part av samlaða tilboðinum hjá einari fyritøku
  • at meta um, og skipa boðskapin fyri eina fyritøku, hvørjir miðlar eru rættast at brúka, alt eftir, hvør málbólkurin er
  • at gera eftirkanningar eftir ávíst marknaðarátak, og hann skal hava kunnleika til greinginaramboð, t.d. lívsstílsgreingin og marknaðarkort, og sjálvstøðugt at duga at meta um, hvat amboð er rættast at brúka til ávíst høvi
  • at meta um strategiina fyri vali av søluráðum hjá einari fyritøku
  • at meta um samanhangin millum søluráð og val av málbólki

Altjóðagerð og globalisering

Næmingurin dugir

  • at greiða frá útflutningsorsøkum og útflutningsforðingum og meta um, hvønn týdning hesi hava fyri altjóðagerðina hjá einari fyritøku

Val av útflutningsmarknaðum

Næmingurin dugir

  • at greiða frá útflutningsorsøkum og útflutningsforðingum hjá einari fyritøku
  • at greiða frá samanhanginum millum innanhýsis viðurskifti í virkinum og vali av framferðarhátti, tá ið útflutningsmarknaðir verða valdir
  • at meta um, í hvønn mun ymiskir marknaðir eru áhugaverdir útflutningsmarknaðir fyri eina fyritøku
  • at brúka ástøði og myndlar til at greina grundleggjandi og sermerkt marknaðarviðurskiftir á útflutningsmarknaðum og at greiða frá, hvussu tey ávirka val av parameturstrategi

Marknaðarførslustrategiir

Næmingurin dugir

  • at viðgera týðandi marknaðarførslu- og positioneringsstrategiir og at velja strategi grundaða á m.a. greining av kappingarviðurskiftum, málbólkar og teirra tilvitsku og ætlaðu støðuna, sum ein fyritøka ynskir at fáa á marknaðinum.

Marknaðarførsluætlan

Næmingurin dugir

  • at greiða frá endamálinum við einari marknaðarførsluætlan

at gera eina marknaðarførsluætlan

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin skal skjalfestast.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein skrivlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan varir 4 tímar. Próvtakararin fær eitt ella fleiri stakdømi (cases) at loysa, við spurningum, ið fev um kjarnuevni í lærugreinini.

Í dømingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir at nýta fakligu amboðini rætt í viðgerðini av stakdømunum, og at góður samanhangur er millum teir sølu­búskaparligu tættirnar, ið verða lýstir í avrikinum, og at svørini eru væl og greitt skipaði.

Til próvtøkuna er loyvt próvtakaranum at hava allar hjálparmiðlar við, ið hava verið nýttir í undirvísingini.

Dømingargrundarlag                 

Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini.

Dentur verður lagdur á, at próvtakarin

  • sýnir fakligt yvirlit
  • dugir at nýta faklig ástøði og fakligt háttalag
  • dugir at greina og meta um sølubúskaparlig evni
  • dugir at orða seg neyvt fakliga
  • dugir at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum
  • dugir at skipa tað fakliga tilfarið

Givið verður eitt próvtal fyri munnliga avrikið. Próvtalið verður givið við støði í einari heildarmeting.

Próvtalslýsingar

Skrivligt B-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Próvtøkusvarið er greitt, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvari og greinandi eygleiðing. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Viðløgdu útrokningar og tilfar annars stuðlar próvtøkusvarinum sera væl. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa sera gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Próvtøkusvarið er samanhangandi og væl skipað. Málið er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini, og viðlagda útrokningartilfarið stuðlar próvsvarinum væl. Sjónarmiðini eru týðilig og vísa gott innlit í lærugreinina. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri.

02

Nøktandi

Próvtøkusvarið er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, er so dánt væl skipað, skilligt, men bæði fakligir og málsligir veikleikar eru. Greiningin er somuleiðis veik og tulkingin ógreið, og fakliga eygleiðingin veik. Týðandi lýti koma fyri.

7. At skipa undirvísing

 

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Sølubúskaparligir spurningar verða viðgjørdir út frá einum heidarsjónarmiði við denti á at nýta ástøði í einum samanhangi. Dentur verður lagdur á at arbeiða við hugsaðum dømum, sonevndum case.

Umframt at menna fakliga førleikan, skal undirvísingin vera við til at eggja til fakligt forvitni og stimbra hugin at læra meira um sølubúskaparlig viðurskifti.

Harafturat skal undirvísingin menna førleikan at ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at seta sær mál, at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki, at arbeiða miðvíst og tíðaravmarkað, at samhugsa og brúka vitan í nýggjum høpi, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um áviís evni umframt at taka á seg ábyrgd fyri egnari læring.

Arbeitt verður við sølubúskaparligum spurningum á einstaklingsstigi, í virkishøpi og vinnugreinahøpi. Undirvísingin fevnir um greiningar og nýtslu av grundleggjandi  fakligum háttalagi, ástøði og myndlum í arbeiðinum við veruligum fyritøkum ella veruleikakendum spurningum.

Arbeiðshættir

Undirvísingin verður løgd til rættis, so at talan verður um stigvøkstur í undirvísingini og fjøltáttaða nýtslu av arbeiðsháttum.

Undirvísingin verður løgd til rættis við skiftandi arbeiðsháttum, so at næmingarnir hava høvi at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki. Teir ymisku arbeiðshættirnir skulu vera við til at gera næmingarnar førar fyri at greina og meta um sølubúskaparligar spurningar.

Undirvísingin tekur støði í viðkomandi og veruligum ella veruleikakendum fyritøkum og dømum, har dentur verður lagdur á at arbeiða við case. Næmingarnir vitja virkir og gestalærarar vitja á skúlanum.

Undirvísingin verður løgd til rættis, so at arbeitt verður við minst einari samanhangandi undirvísingargongd, ið tekur støði í einari fyritøku. Í hesari undirvísingargongdini arbeiða  næmingarnir sjálvstøðugt við sølubúskaparligum upplýsingum um fyritøkuna og við støði í teimum upplýsingum, teir útvega sær, og gera sjálvir uppgávuorðingar.

Skrivliga arbeiðið verður lagt til rættis, so at stigvøkstur og samanhangur er við skrivliga arbeiðið í øðrum lærugreinum. Arbeitt verður við stigvøkstri bæði viðvíkjandi innihaldi og vavi.

Skrivliga arbeiðið fevnir um 8 uppgávur, harímillum tvørfakligar uppgávur, sum í vavi svara til próvtøkuuppgávur, og sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til. Skrivliga arbeiðið eigur at vera eitt nátúrligt framhald av dagliga arbeiðinum, og skal hjalpa næmingunum at fáa eina djúpari fatan av høvuðsspurningunum í lærugreinini.

Lærugreinin skal í so stóran mun sum gjørligt samstarva við aðrar lærugreinir, so næmingarnir fáa nýggj hugtøk og amboð úr sølubúskapi í viðgerðini av ymsum táttum í øðrum lærugreinum, eins og aðrar lærugreinir kunnu stiga uppundir ymsar tættir í sølubúskapi. Ítøkilig dømi úr norðurlendska vinnulívinum eiga at verða partar av undirvísingini við atliti at at fremja samband ímillum ástøði og atgerð.