6. februar 2015
Broytingin fevnir um, hvussu ofta próvtøkutilfar kann verða endurnýtt
Lærugreinin sølubúskapur er ein vinnubúskaparlig lærugrein, ið tekur støði í fyritøkuni og støðu hennara á marknaðinum, har hon virkar og ynskir at virka. Kjarnin í lærugreinini fevnir um strategi, virkisætlanir, keypsatferð, marknaðargreining, málbólkar, kappingarráð og sølubúskaparliga leiðslu. Lærugreinin snýr seg um, hvussu virkir taka avgerðir viðv. marknaðarføring og sølu við atliti til nær- og fjarumhvørvi. Í lærugreinini verður støði fyrst og fremst tikið í heimliga marknaðinum og síðani altjóða marknaðinum. Næmingurin gerst tilvitaður um, hvørjar avbjóðingar og avgerðir eitt virki stendur fyri, tá tað skal vinna sær kundar á einum marknaði merktur av stórari kapping.
Endamálið er, at næmingurin
Lærugreinin skal menna førleikarnar hjá næminginum til at lýsa, greina, greiða frá og meta um sølubúskaparlig viðurskifti. Undirvísingin í Sølubúskapi eigur í stóran mun at taka støði í veruligum fyritøkum og avbjóðingum, sum hesar standa fyri. Ástøðin skal stuðla og styrkja næmingin, soleiðis at hann kann taka rættar avgerðir vegna fyritøkuna í serstøku støðu hennara og avbjóðingini. Tí er neyðugt við virkisvitjanum og øðrum, sum á annan hátt kann geva næmingunum møguleika at ogna sær kunnleika til veruliga vinnulívið. Somuleiðis hevur tað týdning, at næmingurin fær møguleika at fara í djúpdina í arbeiðinum við ávísari fyritøku og sølubúskaparligum spurningum og ikki bert ferðast á yvirflatuni. Venjing í lærugreinini skal eggja læruviljan og hugin hjá næmingunum til víðari lesna og lívslanga læring.
Undirvísingin í sølubúskapi á A stigi fevnir um 125 klokkutímar og byggir á sølubúskap C og B.
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.
Kjarnaøkini í sølubúskapi á A stigi eru 13 í tali:
Í undirvísingini verður arbeitt við ymisku háttunum, sum ein fyritøka kann brúka, tá ið hon skal savna sær vitan um marknaðin og málbólkin. Næmingurin fær í undirvísingini innlit í fyrimunir og vansar við teimum ymisku háttunum, umframt at hann lærir at taka støðu til, hvussu hann fer at ráðgeva eini fyritøku í ávísari støðu. At viðgera og tulka innsavnaðar upplýsingar og vitan er somuleiðis partur av undirvísingini. Næmingarnir læra eisini at leggja upp fyri ivasomum upplýsingarkeldum og metingarfortreytum, ið tílíkt tilfar kann vera fongt við.
Undirvísingin gevur innlit í yvirskipaðu viðurskiftini í nærumhvørvinum og fjarumhvørvinum, ið kunnu vera avgerandi fyri søluna hjá einari fyritøku, og sum fyritøkan tí má laga seg eftir.
Ástøði og greiningaramboð verða brúkt til at greina uttanhýsisumhvørvið og út frá greiningum verður mett um, hvussu broytingar í umhvørvinum ávirka fyritøkuna. Við støði í greiningunum verður mett um, hvussu fyritøkan kann gagnnýta møguleikar og verja seg móti hóttanum í umhvørvinum.
Viðgjørd verða týðandi viðurskifti, sum viðvíkja keypsatburði og sambandinum millum keypara og seljara á brúkara- og virkismarknaðinum.
Í viðgerðini av viðurskiftum á brúkaramarknaðinum verður tørvvarði Maslows viðgjørdur saman við keyps- og nýtsluvanum. Undir hesum verða viðgjørdar keypsorsøkir, hvaðani og nær keypt verður, og hvussu nýtslan verður sett saman. Roknað verður fram til keypiorkuna. Keypiatburðurin verður greinaður við atliti at avgerðum, ið tiknar verða, tá ið keypt verður, hvør tekur avgerðir, og nær og hvussu tær verða tiknar Partur av hesum snýr seg eisini um, hvussu mótarák, árstíðarsveiggj og marknaðarsveiggj ávirka eftirspurningin.
Í viðgerini av keypsatburði og sambandinum millum keypara og seljara á virkismarknaðinum, verður keypsatburðurin greinaður við atliti at slag av keypi, luttakarum í keypstilgongdini, avgerðargongdini og valkrøvum á ídnaðar-, millumseljara- og almenna marknaðinum.
Støði verður tikið í greining av kappingarstøðuni. Í hesum sambandi skulu kappingarneytar eyðmerkjast á ymiskum stigum í mun til substitutiónsgrad, somuleiðis skulu ymisk kappingarhugtøk og kappingarsløg viðgerast. Greiningin av kappingarneytunum skal fevna um greining av einstaka kappingarneytanum, hansara styrki og við hesum eisini hansara krossgyrði, og um atburðin hjá kappingarneytunum. Harumframt skal næmingurin gera vinnugreiningar.
Undirvísingin skal taka støði í lýsing og greining av innanhýsis viðurskiftum í einari fyritøku. Næmingurin lærir at lýsa hugskot og aðalmál hjá fyritøkuni og at nýta ymisk amboð til at greina innanhýsis viðurskiftini hjá fyritøkuni. Næmingurin lærir harafturat við støði í einari greining av innanhýsis og uttanhýsis viðurskiftunm hjá fyritøkuni at gera eina støðulýsing og meta um strategiskar møguleikar hjá fyritøkuni. Næmingurin lærir eisini at meta um hvørjar strategiir eru hóskandi fyri eina fyritøku, harímillum kappingarstrategiir og vakstrarstrategiir. Dømi verða tikin frá framleiðslu-, handils-, tænastu- og útflutningsfyritøkum.
Næmingurin skal læra at velja málbólk út frá segmentering av marknaðinum. Málbólkurin skal greinast við støði í viðkomandi eyðkennum, t.d. landafrøðiliga, fólkabúsetingarliga, psykografiskum viðurskiftum og atburði. Næmingurin skal gerast tilvitaður um, júst hvørji segmenteringskriterii eru røtt at brúka í teirri ávísu uppgávu, vøru ella kunda, talan er um. Somuleiðis skal næmingurin duga at meta um málbólkin, framtíðarútlit og vinningsføri, eitt nú við at nýta viðkomandi amboð og myndlar.
Viðgjørdir verða lógarkarmar, ið snúgva seg um at keypa og selja vørur og tænastuveitingar, harímillum keypilógin, avtalulógin, kappingarlógin og marknaðarførslulógin.
Kappingarráðini fevna um tey 7 p’ini, herundir vøru/tænastu (product), prís (price), skiftisrøð (place), søluráð (promotion), starvsfólk (people), tilgongdir (proces) og ítøkiligar partar av tænastuveiting (physical evidence). Í sambandi kappingarráðini verða nýtt, verður arbeitt við standardisering og differentiering. Næmingurin skal eisini arbeiða við og gera seg kunnugan við útlendskar fyritøkur.
Vøra: Hugtakið vøra verður viðgjørt. Viðgerðin fevnir um ítøkiligar og úrtøkiligar vørur, staðarbundnar og alheims kendar vørur, eins og hon fevnir um møguleikar fyri at marknaðarføra merkjavøru í mun til handilsmerki. Við støði í dømum verður dentur lagdur á økta týdningin av tænastuparametrinum. Hugtøkini skipanarútflutningur (systemeksport), turnkey-avtalur, standardir og vøruábyrgd eru partur av undirvísingini.
Prísur: Serligur dentur verður lagdur á prísin sum handlingsparametur. Ymiskar meginreglur og avmarkingar í sambandi við prísáseting eru partur av undirvísingini. Tann brotna sølurásin, prískvæmi og samanhangurin millum prís og marknaðarformar eru partar av undirvísingini. Møguleikar og treytir fyri prísdifferentiering á útflutningsmarknaðum, “transfer pricing” og mótkeyp verða somuleiðis tikin upp, eins og gjaldoyr og møguleikar fyri gjaldoyratrygging verða mettir. Herumframt skal næmingurin hava innlit í ymiskar gjaldshættir, fíggingarmøguleikar, veitingartreytir og garanti.
Arbeitt verður við marknaðarprísi, prísgerð, prísrokning, lýsingarkostnaði og lyklatølum. Í sambandi við marknaðarførsluátak skal næmingurin gera búskaparligar útrokningar fyri at tryggja, at søluráðini verða skipað á tílíkan hátt, at vinningurin verður sum mestur.
Skiftisrøð: Ymiskar skiftisrøðir verða mettar í mun til ymisk sjónarhorn, bæði við støði í Føroyum og útlandinum. Sum liður í viðgerðini av skiftisrøðini verður eisini arbeitt við flutningshættum, flutningsmiðlan og flutningstrygging við serligum denti á møguleikar og avmarkingar hjá føroyskum útflytarum.
Søluráð: Við støði í innan- og uttanvirkisviðurskiftum skal næmingurin læra at leggja til rættis og samskipa søluráðini reklamu, public relations, sales promotion, persónliga sølu, roknskaparkunning, internet, interaktivt samskifti, kreppusamskifti, nýggjastu samskiftismøguleikar. Eisini skal næmingurin evna at meta um, hvussu nýggir møguleikar kunnu taka seg upp. Dentur verður lagdur á at laga søluráðini til mentanarlig viðurskifti. Miðsavnað ella spjødd skipan av søluráðunum er partur av undirvísingini.
Metingar um, hvussu kappingarráðini verða sett saman, skulu taka støði í strategium hjá fyritøkuni. Ymiskir møguleikar verða mettir í mun til úrslit/ávirkan og kostnað. Sum liður í metingini av møguleikum verða marknaðarviðurskifti og búskaparlig viðurskifti, m.a. búskaparlig ætlan og íløgurokning viðgjørd. Í hesum sambandi skulu næmingarnir gera eina ætlan um marknaðarførslu fyri eina fyritøku og/ella vøru og/ella tænsatu, og ætlanin skal fevna um bæði marknaðarviðurskifti og búskaparlig viðurskifti.
Starvsfólk: Við støði í tænastufyritøkum, læra næmingarnir, at starvsfólkini hava ein týðandi leiklut fyri tænastuveitingina og ta uppliving, sum kundin hjá tænastufyritøkuni fær. Næmingurin lærir um týdningin av at menna, útbúgva og motivera starvsfólkini og hvønn týdning hetta hevur fyri nøgdsemi hjá bæði starvsfólkum og kundum.
Mannagongdir: Við støði í tænastufyritøkum lærir næmingurin um ymiskar managongdir, ið gera um seg, tá ið ein kundi keypir eina tænastu. Her lærir næmingurin m.a. um, hvussu kundin kann vera ein aktivur partur av tænastuveitingini. Harafturat lærir næmingurin at meta um týdningin av, at tænastufyritøkan brúkar hóskandi mannagongdir og er før fyri at veita kundunum eina einsháttaða tænastu.
Ítøkiligur partur av tænastuveiting: Við støði í tænastufyritøkum lærir næmingurin, hvussu ítøkiligi parturin av tænastuveitingini kann ávirka kundaupplivingina og hugmyndina, sum kundarnir fáa av fyritøkuni.
Undirvísingin gevur innlit í útflutningsorsøkir og útflutningsforðingar, ið kunnu gera seg galdandi fyri eina fyritøku. Ástøði og greiningaramboð verða brúkt til at greina altjóðagerðina, globaliseringina og vakstrarmøguleikarnar hjá einari fyritøku.
Ástøði og greiningaramboð verða brúkt til at meta um, hvørjir hættir hóska best, tá ið ein fyritøka skal velja útflutningsmarknaðir. Strategiir fyri at koma inn á marknaðir skulu fevna um málbólk og kappingarstøðu. Landafrøðilig viðurskifti eru av týdningi sum segmenteringskriteriu, tá ið hugsað verður um avmarkaða tilfeingið hjá fyritøkuni. Í undirvísingini verður arbeitt við viðurskifti og myndlar, sum verða nýtt tá ið útflutningsmarknaðir verða valdir. Við støði í hesum viðurskiftum verður mett um umhvørvismun á marknaðum, og serligur dentur verður lagdur á greining av mentanarligum viðurskiftum. Í undirvísingini verður stórur dentur lagdur á innsavning og viðgerð av upplýsingum úr óbeinleiðis keldum, m.a. dátugrunnum, soleiðis at næmingarnir fáa innlit í landspartar og ávís lond, sum hava týdning fyri føroyskan útflutning. Upplýsingarnar skulu m.a. fevna um búskap, landafrøðilig og sosial viðurskifti, marknaðarviðurskifti og mentan. Næmingurin skal læra sjálvstøðugt at arbeiða við at fáa til vega, viðgera og leggja fram upplýsingar.
Hugtakið mentan og viðurskifti, ið hava við sær mentanarligar munir verða viðgjørd. Ástøði og myndlar verða nýtt sum amboð til at systematisera greiningina av mentanarligum munum, serliga innan handils- og virkismentan.
Týðandi marknaðarførslu- og positioneringsstrategiir skulu viðgerast, og val av strategium verður millum annað grundað á kappingarstøðu, málbólkar og teirra tilvitsku og ta ætlaðu støðuna, sum ein fyritøka ynskir at fáa á marknaðin. Í mun til møguligar útflutningsmarknaðir verða tey viðurskifti viðgjørd, sum eru týðandi fyri, um eitt land ella eitt øki er áhugaverdur marknaður hjá einari fyritøku.
Møguleikarnir, t.d. hvussu kappingarráðini verða sett saman, skulu metast við støði í strategium hjá fyritøkuni. Ymiskir møguleikar verða mettir í mun til úrslit/ávirkan og kostnað. Sum liður í metingini av møguleikum verða marknaðarviðurskifti og búskaparlig viðurskifti, m.a. búskaparlig ætlan og íløgurokning viðgjørd. Í hesum sambandi skulu næmingarnir gera eina ætlan um marknaðarførslu fyri eina fyritøku og/ella vøru, og ætlanin skal fevna um bæði marknaðarviðurskifti og búskaparlig viðurskifti.
Í lærugreinini verður arbeitt við valfrítt evni, sum tekur støði annaðhvørt í sølubúskapi ella í tvørfakligum samstarvi við aðrar lærugreinar. Tilfarið, ið brúkt verður, skal hoyra undir nýggj ástøði, t.d. samskiftishættir sum eru uppi í tíðini, nýggj brúkaraástøði, nýggj rák ella viðgera kend ástøði og evni djúpari. Í verkætlanini skal næmingurin vísa, at hann evnar at loysa eina ávísa sølubúskaparliga avjóðing, sum ein fyritøka hevur. Valfrítt evni kann fevna um ískoytisøki. Næmingar velja í samráð við læraran hetta evnið, sum í vavi fevnir um uml. 10 % av tímunum.
Fyri at røkka fakligu málunum í sølubúskapi er neyðugt, at næmingurin fær fakligt ískoytistilfar aftur at kjarnatilfarinum. Ískoytistilfarið skal dýpa og seta í frásjón kjarnatilfarið og vera við til at víðka sjónarringin hjá næminginum. Ískoytistilfarið fevnir um greinar, framløgur um virkir, vitjanir á virkjum, sjónvarpssendingar, upplýsingar frá heimasíðum v.m. Ískoytistilfarið skal eggja og kveika áhugan hjá næminginum at arbeiða við fakinum sølusbúskapur.
Í sølubúskapi eru førleikamálini býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinunum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Næmingurin skal læra
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna støðið innan sølubúskaparlig viðurskiftir, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.
Førleikin at skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lýsa, greina, viðgera, próvføra og meta um sølubúskaparlig evni í skrivligum uppgávum, frágreiðingum og ritgerðum.
Førleikin at lesa er at skyna á, greina, tulka og gagnnýta keldur, ið eru viðkomandi fyri at lýsa og viðgera evnini í lærugreinini. Keldurnar kunnu t.d. fevna um yrkisbókmentir, greinar, tíðarrit, hagtøl, alnótina og annað skrivligt tilfar.
Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa og gera hagtøl og diagramm, at samanlíkna hagtøl at gera útrokningar í sambandi við prísásetingum og kostnaðarmetingum. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru av sølubúskaparligum slag. Undirvísingin í sølubúskapi hevur ein týðandi lut í hesi menning.
Førleikin at nýta tøknilig amboð er í lærugreinini sølubúskapi at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum samskifti, herundir skrivligum tilfari og munnligum framløgum. At nýta talgild amboð fevnir eisini um, at leita eftir upplýsingum á alnótini, at vera keldukritiskur, at flokka og at greina upplýsingartilfar. At megna at nýta tøknilig amboð fevnir eisini um førleikarnar at gera marknaðarførslutilfar og at kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.
At kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Næmingurin lærir so hvørt at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.
Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu sølubúskaparlig tiltøk og menningarvirksemi hevur verið við til at skapað samfelagið. Næmingurin skal læra, at tekstgerð er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin skal duga
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Vøra
Næmingurin dugir
Prísur
Næmingurin dugir
Skiftisrøð
Næmingurin dugir
Søluráð
Næmingurin dugir
Starvsfólk
Næmingurin dugir
Mannagongdir
Næmingurin dugir
Ítøkiligi parturin av tænastuveitingini
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Næmingurin dugir
Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.
Eftirmetingin skal skjalfestast.
Hildin verður ein kravd skrivlig próvtøka og ein munnlig próvtøka við lutakasti.
Skrivliga próvtøkan varir 5 tímar. Próvtakararin fær eitt ella fleiri stakdømi (cases) at loysa, við spurningum, ið fevna um kjarnaevni í lærugreinini.
Í dømingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin dugir at nýta fakligu amboðini rætt í viðgerðini av stakdømunum, og at góður samanhangur er millum teir sølubúskaparligu tættirnar, ið verða lýstir í avrikinum, og at svørini eru væl og greitt skipaði.
Til próvtøkuna er loyvt próvtakaranum at hava allar hjálparmiðlar við, ið hava verið nýttir í undirvísingini.
Til ber at velja ímillum tveir próvtøkuhættir til munnligu próvtøkuna. Skúlin tekur avgerð um, hvør próvtøkuháttur verður nýttur til munnliga próvtøku. Sami próvtøkuháttur verður nýttur fyri allan flokkin ella valbólkin.
Skúlin velur ein av hesum próvtøkuháttunum:
Munnlig próvtøka við støði í ókendum veruleikakendum teksti á 2-3 síður við uml. 4 próvtøkuspurningum. Próvhoyringin varar uml. 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er uml. 60 min. íroknað útflíggjan av tilfari og vegleiðing.
Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.t. frá bæði kjarnutilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samrøða millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samrøðan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningum, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini. Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferði í sama próvtøkubólki.
Próvtøkutilfar og próvtøkuspruningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar, áðrenn próvtøkan verður.
Munnlig próvtøka partvís við støði í einari próvtøkuverkætlan og partvís við støði í ókendum veruleikakendum teksti á 1-2 síður við uml. 3 próvtøkuspurningum. Próvhoyringin varir uml. 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er uml. 30 min. íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.
Próvtøkan er tvíbýtt.
Í fyrsta parti leggur próvtakarin fram arbeiði, ið er gjørt í sambandi við verkætlanina, og próvhoyrarin spyr inn til verkætlanina.
Næmingurin hevur frammanundan arbeitt við einari verkætlan í bólki, har næmingar vísa í verki, at teir eru førir fyri at loysa eina ávísa sølubúskaparliga avbjóðing fyri fyritøkua. Næmingarnir lata inn skrivliga uppgávu á uml. 5 síður hvør næmingur.
Kunningartøkni er ein natúrligur táttur í hesum arbeiði. Lærarin ger nærri reglur fyri verkætlanina. Tað er tó av týdningi, at verkætlanin gevur næmingunum møguleika at prógva sín førleika at loysa sølubúskaparligar spurningar.
Seinni partur tekur støði í ókenda tekstinum við tilhoyrandi próvtøkuspurningum og er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara.
Próvtøkutíðin verður býtt sundur javnt millum fyrsta og seinna part av próvtøkuni.
Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferði í sama próvtøkubólki.
Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.
Neyðugir hjálparmiðlar í sambandi við framløgu av verkætlanini skulu verða til taks.
Í dømingini verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur førleikamálini, sum eru sett í lærugreinini.
Dentur verður lagdur á, at próvtakarin
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtøkuháttur A tekur støði í ókendum tilfari, og her verður próvtakarin próvhoyrdur í ókenda tilfarinum.
Próvtøkuháttur B tekur partvís støði í einari próvtøkuverkætlan og partvís í ókendum tilfari, og her verður próvtakarin próvhoyrdur bæði í próvtøkuverkætlanini og ókenda tilfarinum.
Ókenda tilfarið skal verða valt soleiðis, at tað kann knýtast at evnum, kjarnuøkjum og ískoytisøkjum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag fyri próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðaði.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningunum.
Dentur verður lagdur á, at próvtakarin
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Próvtøkusvarið er greitt, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið er neyvt, tulkingin er sera væl grundað, við neyvari og greinandi eygleiðing. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini. Viðløgdu útrokningar og tilfar annars stuðlar próvtøkusvarinum sera væl. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa sera gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri. |
7 | Gott | Próvtøkusvarið er samanhangandi og væl skipað. Málið er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð, við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini, og viðlagda útrokningartilfarið stuðlar próvsvarinum væl. Sjónarmiðini eru týðilig og vísa gott innlit í lærugreinina. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri. |
02 | Nøktandi | Próvtøkusvarið er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman, er so dánt væl skipað, skilligt, men bæði fakligir og málsligir veikleikar eru. Greiningin er somuleiðis veik og tulkingin ógreið, og fakliga eygleiðingin veik. Týðandi lýti koma fyri. |
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samtaluni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi lýtum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. |
7 | Gott | Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri lýtum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. |
2 | Nøktandi | Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samtaluni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini. |
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Sølubúskaparligir spurningar verða viðgjørdir út frá einum heidarsjónarmiði við denti á at nýta ástøði í einum samanhangi. Dentur verður lagdur á at arbeiða við hugsaðum dømum, sonevndum case.
Umframt at menna fakliga førleikan, skal undirvísingin vera við til at eggja til fakligt forvitni og stimbra hugin at læra meira um sølubúskaparlig viðurskifti.
Harafturat skal undirvísingin menna førleikan at ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at seta sær mál, at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki, at arbeiða miðvíst og tíðaravmarkað, at samhugsa og brúka vitan í nýggjum høpi, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um áviís evni umframt at taka á seg ábyrgd fyri egnari læring.
Arbeitt verður við sølubúskaparligum spurningum á einstaklingsstigi, í virkishøpi og vinnugreinahøpi. Undirvísingin fevnir um greiningar og nýtslu av grundleggjandi fakligum háttalagi, ástøði og myndlum í arbeiðinum við veruligum fyritøkum ella veruleikakendum spurningum.
Undirvísingin verður løgd til rættis, so at talan verður um stigvøkstur í undirvísingini og fjøltáttaða nýtslu av arbeiðsháttum.
Undirvísingin verður løgd til rættis við skiftandi arbeiðsháttum, so at næmingarnir hava høvi at arbeiða sjálvstøðugt og í bólki. Teir ymisku arbeiðshættirnir skulu vera við til at gera næmingarnar førar fyri at greina og meta um sølubúskaparligar spurningar.
Undirvísingin tekur støði í viðkomandi og veruligum ella veruleikakendum fyritøkum og dømum, har dentur verður lagdur á at arbeiða við verkætlan, har næmingurin fær høvi at nágreina kjarnuøki og fara í dýpdina við teimum. Næmingarnir vitja virkir og gestalærarar vitja á skúlanum.
Undirvísingin verður løgd til rættis, so at arbeitt verður við minst einari samanhangandi undirvísingargongd, ið tekur støði í einari fyritøku. Í hesari undirvísingargongdini arbeiða næmingarnir sjálvstøðugt við sølubúskaparligum upplýsingum um fyritøkuna og við støði í teimum upplýsingum, teir útvega sær, og gera sjálvir uppgávuorðingar.
Skrivliga arbeiðið verður lagt til rættis, so at stigvøkstur og samanhangur er við skrivliga arbeiðið í øðrum lærugreinum. Arbeitt verður við stigvøkstri bæði viðvíkjandi innihaldi og vavi.
Skrivliga arbeiðið fevnir um einar 5 einstaklingauppgávur, sum lærarin rættar og ger viðmerkingar til, og eina próvtøkuverkætlan, ið er ein bólkauppgáva. Skrivliga arbeiðið eigur at vera eitt nátúrligt framhald av dagliga arbeiðinum við evnunum, og skal hjálpa næmingunum at fáa eina djúpari fatan av høvuðsspurningunum í lærugreinini. Processkriving, tvørgreinaligt samstarv og bólkaarbeiði eiga at vera ein nátúrligur partur av skrivliga táttinum í undirvísingini í Sølubúskapi A. Seinnu lestrarhálvu verður farið undir próvtøkuverkætlanina, sum skal taka støði í eini veruligari fyritøku/stovni og í vavi verða í minsta lagi 5 normalsíður fyri hvønn næming.
Kjarnaøkið er ikki nóg mikið hjá næmingunum til at røkka fakligu málunum. Tí verður eyka tilfar valt, so at hetta saman við kjarnatilfarinum hjálpir næmingunum betur at røkka teimum fakligu málunum. Eyka tilfarið fevnir um nýtt sølubúskaparligt tilfar og ástøði, ið kunnu verða við til at nágreina og seta kjarnaøkini í frásjón.
Ískoytisøkið í sølubúskapi A fevnir um umleið 20% av undirvísingini og í valinum av tilfari til ískoytisøki kann dentur leggjast á
Sølubúskapur A við atlitil at altjóða viðurskiftum og strategiskari menning kann fevna um hesi ískoytisøki:
Greining av marknaðarviðurskiftum og áhugaverdum útflutningsøkjum
Marknaðarviðurskiftini í áhugaverdum útflutningsøkjum verða viðgjørd og útflutningsmøguleikarnir verða kannaðir.
Altjóða distributión
Við at greina distributiónsviðurskiftir fáa útflutningsvirkir eitt betri avgerðargrundarlag, tá ið distributiónshættir skulu veljast. Hugtøk, ið verða viðgjørd, eru m.a. óbeinleiðis og beinleiðis útflutningur, avtaluskipanir so sum licenseframleiðsla og franchising og beinleiðis íløgur í joint venture ella egna framleiðslu.
Standardisering og differentiering av kappingarráðunum
Viðurskifti, ið ávirka brúk av kappingarráðunum, eru m.a. religión, tørvsfatan, mentan, mál, teknisk krøv og lógir. Tá ið virkir skulu velja ímillum standardisering ella differentiering av kappingarráðunum, verður støði m.a. tikið í internationaliseringsgrad hjá virkinum, segment, keypsatferð og vøruslagi.
Sølubúskapur A við atliti at marknaðarførslu og miðlum kann fevna um hesi ískoytisøki:
Boðskapur og endamál
Næmingurin skal læra at meta um, hvørji viðurskifti eru av týdningi, tá fyritøka skal samskifta við málbólkin hjá sær. Næmingurin skal læra um ymsu samskiftismálini ,sum fyritøkan má vera tilvitað um, hvørja ávirkan samskiftismálini hava á boðskap og miðlaval. Næminguirn vil í undirvísingini fáa hollan kunnleika til, hvussu ein fyritøka kann skipa sín boðskap við at fáa innlæring í ymsar myndlar og ástøðir, e.n. eginleikar - fyrimunir - úrtøka, AIDA, manipulativt/informativt samskifti, sálarfrøði o.s.fr.
Formur
Næmingurin skal læra at gera ráðskitsu av lýsingar-/ samskiftisátaki . Í hesum sambandi skal næmingurin skal duga at nýta hóskandi ástøði um bygnað og sniðgeving av sølufremajandi tilfari.
Málbólkur og samskifti
Næmingurin skal duga at meta um, hvørjir miðlar eru rættast at brúka, alt eftir hvør málbólkurin er. T.v.s. at miðlavanar og málbólkaeyðkenni er ein týðandi partur.
Greining av samskiftisherferðum
Fyri at gera lýsingar ella annað kunnandi tilfar skal næmingurin læra at eftirkanna ymisk viðurskifti á markaðinum, sum kunnu ávirka sølu- og kunnigarherferðir. Í hesum sambandi skal næmingurin læra at arbeiða við greiningaramboðum, eitt nú lívsstílsgreiningum, málbólkaindeks og marknaðarkorti.
Miðlakanning og miðlaval
Næmingurin skal ogna sær hollan kunnleika um ymisk sløg av miðlum, og hvussu eitt lýsingarátak kann nýta ymsar fjølmiðlar fyri at at náa ein ávísan málbólk. Næmingurin lærir at velja miðlar út frá vitan um
Næmingurin skal harumframt læra at nýta tíðarhóskandi miðlar, og í hesum sambandi skal hann hava kunnleika til margmiðlasnið.
Samskiftismyndlar og samskifti
Undirvísingin fevnir um fjølsamskifti, t.d. lýsingar, sum eru gjørdar til brúkara og virkismarknað, samband við almenningin (public relations), alment samskifti og innanhýsis samskifti. Eisini skal næmingurin ogna sær vitan um, hvussu samstarvið er við lýsingafyritøkur, tá ið marknaðarførslu- og kunnigarátøk skulu leggjast til rættis og fremjast.
Næmingurin skal ogna sær vitan um ymiskar samskiftismyndlar og arbeiðshættir í hesum høpi, harímillum