Skriva út ##pt##
Søga B
Seinast broytt:
Apríl 2018
Viðmerking:
Fyrireikingartíðin í sambandi við munnligu próvtøkuna er broytt frá 24 minuttum til 48 minuttir
1. Samleiki
Søga snýr seg um, hvussu fólk hava livað saman, og hvussu tey hava virkað í mun til samfelag og náttúru frá fornøld til í dag. Søga gevur vitan um hendingar og menningargongdir og um, hvussu viðurskifti hanga saman. Søga er við til at skapa ein felags uppruna fyri menningina av samleika og tilviti. Kjarnin í søgu er at tulka tær slóðir, sum søguliga gongdin hevur lagt eftir seg, og hvussu tulkingar av søguni verða nýttar. Søga er bæði ein hugvísindalig og ein samfelagsfaklig lærugrein.
2. Endamál
Endamálið við undirvísingini í søgu er:
- at næmingurin styrkir søgutilvit og samleika sín
- at næmingin skilir, at hann er partur av søguni, og at hann skapar søgu, so at hann gerst virkin í einum fólkaræðisligum samfelag
- at arbeiða við samspælinum millum fortíð, nútíð og framtíð, so at næmingurin skal skyna á lívi og lívskorum menniskjans í skiftandi tíðum
- at næmingurin mennir evni síni at taka støðu til egna mentan og at skilja aðrar mentanir og samspæl menniskjans við náttúruna
- at næmingurin verður førur fyri at ímynda sær søguligu gongdina frá upphavi til dagin í dag, so hann við tíðarfatan síni gerst førur fyri betur at skilja øll onnur evni í tíðarskipan.
3. Stig og tímatal
Klokkutímatalið í søgu á B-stigi er 125 klokkutímar.
4. Øki
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.
Kjarnaøki
Lærugreinin søga hevur trý ymisk kjarnaøki, ið eru tey somu á C-, B- og A-stigi. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:
Søga í fortíð og samtíð | Tíð og rúm | Tulking og miðling |
Søga í fortíð og samtíð
Kjarnaøkið søga í fortíð og samtíð fevnir um hendingar í Føroya søgu, Føroya søgu í norðurlendskum, evropiskum og alheims høpi, hvussu fólk hava tikið seg saman í bólkar og felagsskapir, mentanir og mentamót, vald og rættindi í søguligum og samtíðar høpi, framleiðsla, nýtsla og tilfeingi, umframt søga úr politiskum, sosialum, búskaparligum, mentanarligum og hugmyndafrøðiligum sjónarhornum.
Tíð og rúm
Kjarnaøkið tíð og rúm fevnir um at seta søgulig evni og hendingar í søguligt og landafrøðiligt høpi, hvussu hendingar eru knýttar at søguligum tíðarskeiðum, hendingar, tíðarskeið og tíðarrøð. Aðaltættirnir í lærugreinini søgu eru týdningarmiklar hendingar, tíðarskeið og samfelagsmenning bæði í føroyskari søgu og heimssøgu við serligum denti á evropiska søgu. Tey vanligastu tíðarskeiðini eru:
- Fyri 1453, ið fevnir um forngrikska og rómverkska samfelagið, føroyskt landnám, evropiska miðøld umframt mentanir, sum møtast: kristin og muslimsk mentan
- 1453-1776, ið fevnir um endurburðartíðina, siðaskifti, upplýsingartíð og mentanir, sum møtast, eitt nú hjálandatøka
- 1776-1914, ið fevnir um kollveltingar, fólkaræði, tjóðskaparrørslu, ídnaðargerð (frá bóndasamfelag til fiskivinnu-/ídnaðarsamfelag) og mentanir, sum møtast, eitt nú heimsveldisstevna (imperialisma)
- 1914-1989, ið fevnir um stríð millum hugsjónir, vælferðarsamfelag, hjálandafrælsi, mannarættindi og Berlinmúrin, sum raplar
- Eftir 1989, ið fevnir um Føroyar í alheims høpi, evropisk sameining og alheimsgerð.
Tulking og miðling
Kjarnaøkið tulking og miðling fevnir um at greina og tulka søguligar lýsingar, at avmarka søgulig evni og at seta spurningar í teimum. Harumframt fevnir kjarnaøkið tulking og miðling um at nýta ymiskt tilfar og keldur, keldukritikk, at meta um hugburð og virði, ið eru grundarlag undir søguligum hendingum og samfelagsbroytingum, ymisk hugsan og fatan av søguni úr ymiskum frásagnum og søguligum lýsingum, evnaval søgufrøðinga, ið broytist frá tíð til aðra, støðið, søgufrøðingar byggja sínar greiningar og lýsingar á, ávirkan miðlanna og at royna at endurskapa søguligar lutir og hendingar.
Ískoytisøki
Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki skulu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.
5. Førleikamál
Í lærugreinini søgu eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
- at virða
- at samskifta
- at granska
- at skapa
At virða
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg í søgu um at virða tær reglur og mannagongdir, ið eru galdandi fyri tað fakliga arbeiðslagið í lærugreinini, tað veri seg ástøði, háttaløg o.tíl. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.
At samskifta
Førleikin at samskifta snýr seg um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin søga hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta tøknilig hugtøk um samfelagsmál. At samskifta um samfelagsmál snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga snýr seg í søgu um at greiða frá nútíðarhendingum og viðurskiftum, at nýta allýsingar, hugtøk, ástøði og yrkismál til at greiða frá orsøkum og ávirkanum í samfelagnum. Tað merkir at duga at leggja fram úrslit av egnum arbeiði týðiliga og skilliga fyri øðrum, at duga at samskifta um egnar og annara framløgur. Evni at orða seg skrivliga og munnliga merkir at duga at gera sær tankar um áskoðanir í tekstum og øðrum miðlum, umframt at próvføra og kjakast um virði í upplýsingum og keldum, tilgitingum (hypotesum) og myndlum.
Førleikin at lesa snýr seg um at seta seg inn í, granska, tulka og grunda um fakligar tekstir við vaksandi torleikastigi. At duga at lesa snýr seg í søgu eisini um at viðgera og nýta fjølbroytta vitan, ein hevur ognað sær úr filmum, ritmyndum, talvum o.s.fr. Fyri at skilja og virkin taka lut í egnum samfelagi, er eisini neyðugt at duga at lesa og leita sær vitan í handbókum, skrivligum, prentaðum keldum (bløðum, tíðarritum, bókum) umframt interneti, og at meta vandaliga um hesi.
Førleikin at rokna snýr seg í søgu um at viðgera og samanbera taltilfar um faklig høvuðsevni og at nýta, tulka og gera talvur og ritmyndaligar framløgur. Rokning í søgu merkir eisini at gera nøgdarligar kanningar og viðgera taltilfar hagfrøðiliga.
Førleikin at nýta KT snýr seg í søgu um at gera útrokningar, leita sær vitan, kanna heimasíður og kelduvirði teirra og velja út viðkomandi vitan um yrkislig evni/temu. KT-førleikar merkir eisini at kenna persónsvernd og upphavsrættindi og duga at nýta og fylgja reglum og mannagongdum fyri samskifti á internetinum. At nýta talgild samskiftis- og samstarvstól merkir at tilevna, vísa og útgeva egna og felags margmiðlaframleiðslu.
At kanna
At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um samfelagslig og søgulig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur.
At skapa
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.
Førleikin at skapa snýr seg um, at næmingurin verður tilvitaður um og lítur á egin evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin saman við samskiftisloysnum hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentan og samfeløg.
Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum tilhugsanum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.
Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.
Fakligir førleikar
Søga í fortíð og samtíð
Næmingurin dugir:
- at savna upplýsingar um og úr fortíðini, nýta ymiskar keldur og viðgera tær keldukritiskt
- at umskapa søguligar spurningar til søgulig greiðsluevni og gera tey viðkomandi fyri samtíðina
- at vísa, at hann kennir týdningarmiklar menningargongdir og hendingar í føroyskari, evropiskari og alheims søgu við denti á tíðina eftir fronsku kollveltingina
- at brúka mentanarástøði at greina støður, har mentanir møtast, bæði innan fyri og millum ymiskar samfelagsskipanir
- at taka støðu til føroyska og evropiska mentan og hugsanarhátt og samanbera við aðrar mentanir og hugsanarhættir
- at skjalprógva kunnleika um ymiskar samfelagsskipanir og leiklut einstaklingsins í teimum
- at meta um týdningin av, at einstaklingurin er søguskaptur, og um møguleikan, hann hevur at gerast søguskapandi
- at greina samspælið millum menniskju, náttúru og samfelag, og taka støðu til møguleikarnar at menna samfelagið.
Tíð og rúm
Næmingurin dugir:
- at greiða frá søguligu tíðarskeiðunum
- at nýta týdningarmikil søgulig hugtøk
- at meta um, hvussu søguligar hendingar og persónar eru ávirkað av tíð og stað
- at síggja leiklutin hjá menniskjanum sum leikara í samfelagsmenningini.
Tulking og miðling
Næmingurin dugir:
- tilvitað at meta um, hvussu onnur nýta søguligar keldur í sínum søguligu frágreiðingum
- at greiða frá ymiskum søgufatanum
- at síggja, at evnisvalið hjá søgufrøðingum broytist frá tíð til aðra
- at viðgera søguligar hendingar við støði í tí hugburði, ið tá var galdandi
- at greiða frá, hvussu søgan verður nýtt í samfelagnum í dag, og hvussu miðlar og hugburður ávirka fatanina av fortíð, nútíð og framtíð
- at vísa á dømi, har søgan verður nýtt og misnýtt, og við prógvum meta kritiskt um tey
- at greiða frá søguligum evnum eftir vísindaligum meginreglum við greinandi háttalag í sambandi við ymiskt søguligt tilfar
- at vísa førleika sín at bera fram søgulig greiðsluevni bæði munnliga og skrivliga.
6. Eftirmeting og próvtøka
Eftirmeting
Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.
Eftirmetingin skal skjalfestast.
Próvtøkuhættir
Hildin verður ein munnlig próvtøka.
Próvhoyringin varir 24 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 48 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.
Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl. frá bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.
Próvtøkugrundarlagið er ókent tilfar.
Sama próvtøkusett kann í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferðir í sama bólki/flokki.
Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.
Dømingargrundarlag
Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.
Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og seta próvtøkutilfarið í frásjón.
Dentur verður lagdur á, í hvønn mun próvtakarin kann seta eitt greiðsluevni í samband við onnur evni og aðrar partar av lærugreinini, so greiður samanhangur sæst, bæði í søguligum eins í samtíðarhøpi. Próvtakarin skal duga at nýta týðandi fakliga grundgeving og at skipa og miðla faklig greiðsluevni.
Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.
Próvtalslýsingar
Munnligt B-stig
Próvtal | Heiti | Lýsing |
12 | Framúr gott | Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Næmingurin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. |
7 | Gott | Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. |
02 | Nøktandi | Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini. |
7. At skipa undirvísing
Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.
Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.
Didaktiskar meginreglur
Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera søga í fortíð og samtíð, tíð og rúm ella altjóða tulking og miðling.
Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum tíð og rúm verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum tulking og miðling. Á tann hátt kundi vitan um hendingar og søgulig tíðarskeið úr einum hugmyndafrøðiligum og samfelagsligum sjónarhorni verið við til at gjørt fatanina av søgufrøðini meira fjøltáttaða.
Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.
Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini søgu. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.
Stigvøkstur
Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á sína egnu læring.
Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.
At læra at læra
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.
Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur verður eisini lagdur á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.
Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini søgu. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í søgu skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og sjálvstøðugt. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum samskiftisstøðum.
Arbeiðshættir
Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.
Í søgu skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgur, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingurin búnast og gerst meira sjálvstøðugur, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.
Næmingurin skal ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.
Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tættirnir verða útintir.
Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.
Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.
Samstarv
Lærugreinin søga er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum.
Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.
Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.
Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.
Skrivlig avrik
Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í søgu, kann talan verða um tvørfakligt samstarv.
Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.
Arbeitt verður við uppgávum og verkætlanum, har dentur bæði verður lagdur á arbeiðsgongd og úrslit. Hetta verður samlað í skjalamappu (portfolio) hjá hvørjum einstøkum næmingi, so at undirvísingargongdir og fakliga menningin hjá næminginum verða skjalfest.
Samrøða
Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.
Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.
Lesing
Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at bókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.
Lívlong læring
Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.