Skriva út ##pt##

Samfelagsfrøði C

Seinast broytt: 

14. januar 2016

Viðmerking: 

Under "Didaktiskar meginreglur" eru kjarnaøkini nú tey røttu

1. Samleiki

Lærugreinin samfelagsfrøði snýr seg um føroysk og altjóða samfelagsviðurskifti, og tekur fram týðandi tættir, sum viðgera tann týdning, ið mentanarlig, búskaparlig og tøknilig menning hevur á samfelagsgongdina. Við sannroyndum og ástøðiligum verkevnum framleiðir lærugreinin vitan um virknar og fjølltýddar máttir, sum ávirka samfelagsmenningina í Føroyum, kring okkum og alheimsliga. Við at knýta sosial, búskaparlig og politisk hugtøk at samfelagsligu gongdini, styrkir lærugreinin grundarlagið undir dygdarbetri støðutakan og virkisføri.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í samfelagsfrøði er:

  • at vekja og menna evni og áhuga næmingsins fyri samfelagsligum viðurskiftum, sum hava týdning fyri fólkaræðisligu tilgongdina og orðaskiftið
  • at styrkja evni og sjálvsálit næmingsins at kjakast og taka støðu til samfelagslig umrøðuevni á fakligum støði
  • við vitan, hugtøkum, ástøði og háttaløgum úr samfelagsfrøðiligu greinunum, og við ítøkiligum samfelagsmálum, at menna náms- og lesiførleika næmingsins
  • at geva næminginum innlit í grundleggjandi samfelagslig samanheingi, bæði í Føroyum og altjóða
  • at gera grein á, hvussu avgerðir síggjast aftur, og á tann hátt geva næminginum førleika at meta um, hvussu samfelagið ávirkar korini hjá einstaklinginum at liva og virka undir
  • at gera næmingin føran fyri at knýta samband millum samfelagsfrøðiliga fatan og gerandislívið
  • at gera næmingin føran fyri at lesa og týða upprunan at sjónarmiðum og átøkum, so hann evnar at greiða frá teimum virðisfatanum, tey eru grundað á.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í samfelagsfrøði á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Kjarnaøki

C

Sosiologi

Politikkur

Búskapur

Háttalag

Sosiologi

Kjarnaøkið sosiologi snýr seg um, hvussu samleikin hjá tí einstaka verður myndaður og um samfelagstillaging. Harumframt fevnir hetta kjarnaøki um livikor, t.d. sosialar munir og mentanarlig mynstur.

Politikkur

Kjarnaøkið politikkur fevnir um politiskar flokkar í Føroyum og ismur –  konservatismu, liberalismu og sosialismu. Eisini fevnir hetta kjarnaøki um politiskar avgerðargongdir í Føroyum, fólkaræðisfatanir og mannarættindi í altjóða høpi, harímillum týdningin av rættarskipanini.

Búskapur

Kjarnaøkið búskapur snýr seg um meginreglurnar fyri vælferð og býti av samfelagsvirðunum, harímillum marknaðarstýring og politiskari stýring, Kjarnaøkið fevnir eisini um búskaparliga renslið, harímillum búskaparlig mál og stýringsamboð.

Háttalag

Kjarnaøkið háttalag fevnir um kvalitativt og kvantitativt háttalag.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini samfelagsfrøði eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í samfelagsfrøði um at virða tær reglur og mannagongdir, ið eru galdandi fyri tað fakliga arbeiðslagið í lærugreinini, tað veri seg ástøði, háttaløg o.tíl.. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í samfelagsfrøði um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin samfelagsfrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta tøknilig hugtøk um samfelagsmál. At samskifta um samfelagsmál snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga snýr seg í samfelagsfrøði um at greiða frá nútíðarhendingum og viðurskiftum, at nýta allýsingar, hugtøk, ástøði og yrkismál til at greiða frá orsøkum og ávirkanum í samfelagnum. Tað merkir at duga at leggja fram úrslit av egnum arbeiði týðiliga og skilliga fyri øðrum, at duga at samskifta um egnar og annara framløgur. Evni at orða seg skrivliga og munnliga merkir at duga at gera sær tankar um áskoðanir í tekstum og øðrum miðlum, umframt at próvføra og kjakast um virði í upplýsingum og keldum, tilgitingum (hypotesum) og myndlum.

Førleikin at lesa snýr seg í samfelagsfrøði um at seta seg inn í, granska, tulka og grunda um fakligar tekstir við vaksandi torleikastigi. At duga at lesa í samfelagsfrøði snýr seg eisini um at viðgera og nýta fjølbroytta vitan, ein hevur ognað sær úr filmum, ritmyndum, talvum o.s.fr.. Fyri at skilja og virkin taka lut í egnum samfelagi, er eisini neyðugt at duga at lesa og leita sær vitan í handbókum, skrivligum keldum (bløðum, tíðarritum) og interneti og meta vandaliga um hesi.

Førleikin at rokna snýr seg í samfelagsfrøði um at viðgera og samanbera taltilfar um faklig høvuðsevni og at nýta, tulka og gera talvur og ritmyndaligar framløgur. Rokning í samfelagsfrøði merkir eisini at gera nøgdarligar kanningar og viðgera taltilfar hagfrøðiliga.

Førleikin at nýta KT snýr seg í samfelagsfrøði um at gera útrokningar, leita sær vitan, kanna heimasíður og kelduvirði teirra og velja út viðkomandi vitan um yrkislig evni/temu. KT-førleikar merkir eisini at kenna persónsvernd og upphavsrættindi og duga at nýta og fylgja reglum og mannagongdum fyri samskifti á internetinum. At nýta talgild samskiftis- og samstarvstól merkir at tilevna, vísa og útgeva egna og felags margmiðlaframleiðslu.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um samfelagslig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísinigini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni so, at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin saman við samskiftisloysnum hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum tilhugsanum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Næmingurin dugir:

  • at nýta og skipa vitan úr teimum ymisku kjarnaøkjunum í lærugreinini í sambandi við at áleikandi samfelagsspurningar og møguligar loysnir á teimum verða viðgjørd
  • at vísa á og meta um týðandi bakgrundarmun og sosialt mynstur
  • at orða samfelagsfakligar spurningar, leita upp vitanartilfeingi og nýta ymisk sløg av tilfari at skjalprógva faklig samanheingi.
  • at kanna politiskar avgerðargongdir, sum eru uppi í tíðini, harímillum týdningin av ES og altjóða viðurskiftum
  • at nýta og skipa vitan úr teimum ymisku kjarnaøkjunum í lærugreinini í sambandi við at samfelagsbúskaparlig mál verða viðgjørd
  • at kanna ítøkiligar spurningar í sambandi við raðfestingar í vælferðarsamfelagnum
  • at greiða frá meginreglunum fyri búskaparligari stýring
  • at skilja ímillum ymisk sløg av próvgrundum, útsagnum og frágreiðingum
  • at greiða frá innihaldinum í einføldum myndlum, talvum og ritmyndum
  • at seta orð á sína vitan um fakligt háttalag og samleikan hjá lærugreinini
  • miðla og greina á viðkomandi fakliga torleikastigi við at nýta faklig hugtøk
  • at grundgeva fakliga fyri egnum sjónarmiðum, vera við í fakligari samrøðu og duga at kjakast um samfelagsfakligan spurning

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 24 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 48 minuttir, íroknað útflýggjan av talfari og vegleiðing.

Próvtøkuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtakarin verður próvhoyrdur í einum kendum tema og í ókendum tilfari, sum í vavi er umleið 2-3 ns. Í sambandi við temað verða settir stigbýttir undirspurningar. Próvhoyringin skal vera javnt býtt millum teir báðar partarnar.

Til próvhoyringina er bert loyvt próvtakara at hava við sær tilfar, sum er býtt út í sambandi við fyrireiking (t.e. próvtøkutilfarið) og tær uppskriftir, próvtakarin hevur gjørt í fyrireikingartíðini.

Munnlig próvtøka við støði í próvtøkutilfari við kendum evni og ókendum fylgiskjalatilfari við ymiskum slagi av tilfari svarandi til umleið tvær normalsíður, hvør svarandi til 1300 bókstavir uttan millumrúm. Við nýtslu av margmiðlatilfari, sum part av fylgiskjalatilfarinum, svar fýra til sjey minuttir spælt tilfar til eina normalsíðu. Í sambandi við evnið verða settir deplaðir undirspurningar, sum fylgja taksonomisku stigunum. Próvtøkutilfarið er kent av próvtakara við tað, at tað er eins við evni í einari undirvísingargongd. Hægst tríggir próvtkarar kunnu koma upp í sama próvtøkutilfari.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í kendum tema og ókendum fylgiskjølum. Tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Í próvdømingini verður dentur lagdur á, at próvtakarin:

  • dugir geva viðkomandi dømi og at nýta faklig hugtøk
  • sýnir vitan um týðandi faklig samanheingi
  • hevur fimi í at nýta ymisk tilfar við atliti at grundgeving fyri saklig samanhang
  • dugir at miðla og skifta orð um faklig greiðsluevni og at grundgeva fyri sínum sjónarmiðum
  • dugir at miðla og greina á teimum taksonomisku stigunum í lærugreinini við at nýta frøðiheiti

Givið verður eitt próvtal við støði í heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Munnligt C-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampuliga væl skipað. Málið í framløguni er hampuliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera sosiologi, hugmyndafrøði, búskap ella altjóða politikk.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum sosiologi og politikkur verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum búskapur. Á tann hátt kundi vitan um sosiologi og politikk verið við til at gjørt fatanina av búskapi og búskaparfrøðini meira fjøltáttaða.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini samskiftistøkni. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á sína egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur verður eisini lagdur á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini samfelagsfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í samfelagsfrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og sjálvstøðugt. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini samskiftistøkni mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í samfelagsfrøði skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgur, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingurin búnast og gerst meira sjálvstøðugur, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingurin skal ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin samfelagsfrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinirnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í samfelagsfrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Arbeitt verður við uppgávum og verkætlanum, har dentur bæði verður lagdur á arbeiðsgongd og úrslit. Hetta verður samlað í skjalamappu (portfolio) hjá hvørjum einstøkum næmingi, soleiðis at undirvísingargongdir og fakliga menningin hjá næminginum verða skjalfest.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók í. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.