Skriva út ##pt##

Samfelagsfrøði A

Seinast broytt: 

29. nov 2016

Viðmerking: 

Broytingin fevnir einans um "Stig og tímatal"

1. Samleiki

Lærugreinin samfelagsfrøði snýr seg um føroysk og altjóða samfelagsviðurskifti, og tekur fram týðandi tættir, sum viðgera tann týdning, ið mentanarlig, búskaparlig og tøknilig menning hevur á samfelagsgongdina. Við sannroyndum og ástøðiligum verkevnum framleiðir lærugreinin vitan um virknar og fjølltýddar máttir, sum ávirka samfelagsmenningina í Føroyum, kring okkum og alheimsliga. Við at knýta sosial, búskaparlig og politisk hugtøk at samfelagsligu gongdini, styrkir lærugreinin grundarlagið undir dygdarbetri støðutakan og virkisføri.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini í samfelagsfrøði er:

  • at vekja og menna evni og áhuga næmingsins fyri samfelagsligum viðurskiftum, sum hava týdning fyri fólkaræðisligu tilgongdina og orðaskiftið
  • at styrkja evni og sjálvsálit næmingsins at kjakast og taka støðu til samfelagslig umrøðuevni á fakligum støði
  • við vitan, hugtøkum, ástøði og háttaløgum úr samfelagsfrøðiligu greinunum, og við ítøkiligum samfelagsmálum, at menna náms- og lesiførleika næmingsins
  • at geva næminginum innlit í grundleggjandi samfelagslig samanheingi, bæði í Føroyum og altjóða
  • at gera grein á, hvussu avgerðir síggjast aftur, og á tann hátt geva næminginum førleika at meta um, hvussu samfelagið ávirkar korini hjá einstaklinginum at liva og virka undir
  • at gera næmingin føran fyri at knýta samband millum samfelagsfrøðiliga fatan og gerandislívið
  • at gera næmingin føran fyri at lesa og týða upprunan at sjónarmiðum og átøkum, so hann evnar at greiða frá teimum virðisfatanum, tey eru grundað á.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í samfelagsfrøði á A-stigi (2 ára gongd) byggir á samfelagsfrøði á C stigi og fevnir um 250 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Kjarnaøki

A

Sosiologi

Politikkur

Búskapur

Altjóða politikkur og samvinna

Háttalag

Sosiologi

Kjarnaøkið sosiologi snýr seg um, hvussu samleikin hjá tí einstaka verður myndaður og um samfelagstillaging. Harumframt fevnir hetta kjarnaøki um fjølmiðlar og um, hvussu politiskar hugsjónir, hugsanir og avgerðir kunnu síggjast aftur í samfelagnum. Somuleiðis fevnir økið um sosialar munir og mentanarlig mynstur, sosialt flytføri og samfelagsbroyting.

Politikkur

Kjarnaøkið politikkur snýr seg um politiskar grundfatanir ella ismur, m.a. konservatismu, liberalismu og sosialismu, politisk mørk, veljaraatferð umframt politisku flokkarnar. Eisini fevnir hetta kjarnaøki um valdshugtøk og fólkaræðisfatanir í tjóðini, í samgongum av tjóðum og alheimsliga, umframt týdningin av rættarskipanini í fólkaræðisligum høpi og mannarættindaliga, og um ymiskar politiskar skipanir, harímillum. ES.

Búskapur

Kjarnaøkið búskapur snýr seg um meginreglurnar fyri vælferð, fyri tjóð, marknað og sivilum samfelag, t.e. samfelagnum hjá vanliga borgaranum, umframt býti av samfelagságóðum. Eisini fevnir hetta kjarnaøki um búskaparligu ringrásina, meginreglur fyri búskaparligari stýring og at seta samfelagsbúskaparlig mál. Harumframt fevnir kjarnaøkið búskapur um burðardygga menning, makrobúskaparlig samanheingi, búskaparliga virknaðin av at seta avgerðir í verk, tvídrátt millum mál og avgerðir, ið verða sett í verk í tjóðini, í økjum og samgongum av tjóðum, umframt altjóða. Samanheingi millum búskaparligan vøkstur, tøkniliga menning, umframt burðardygga menning og búskaparlig samanheingi og stýring í sambandi við umhvørvi og orku, eru fevnd av hesum kjarnaøki.

Altjóða politikkur og samsvinna

Kjarnaøkið altjóða politikkur og samvinna snýr seg um Føroya ríkisrættarligu støðu og møguleikar fyri handilsskapi og samvinnu. Eisini snýr økið seg um ymisku luttakandi partarnar, vald, trygd, ósemjur og sameiningar millum øki og lond í evropeiskum og altjóða høpi, m.a. fólkaræði og mannarættindi, umframt alheimsgerð og samfelagsmenning í føroyskum høpi og altjóða. Harumframt fevnir økið altjóða politikkur og samvinna um ymiskar millumtjóða leikarar, vald, trygd og sameining í Evropa og altjóða, umframt Føroya politisku støðu, ríkisfelagsskapin og ES.

Háttalag

Kjarnaøkið háttalag fevnir um komparativt, kvalitativt og kvantitativt háttalag, umframt hagfrøðilig mát, m.a. linjurætta regressión og mát fyri signifikantum muni.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini samfelagsfrøði eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í samfelagsfrøði um at virða tær reglur og mannagongdir, ið eru galdandi fyri tað fakliga arbeiðslagið í lærugreinini, tað veri seg ástøði, háttaløg o.tíl.. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í samfelagsfrøði um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin samfelagsfrøði hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta tøknilig hugtøk um samfelagsmál. At samskifta um samfelagsmál snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga og skrivliga snýr seg í samfelagsfrøði um at greiða frá nútíðarhendingum og viðurskiftum, at nýta allýsingar, hugtøk, ástøði og yrkismál til at greiða frá orsøkum og ávirkanum í samfelagnum. Tað merkir at duga at leggja fram úrslit av egnum arbeiði týðiliga og skilliga fyri øðrum, at duga at samskifta um egnar og annara framløgur. Evni at orða seg skrivliga og munnliga merkir at duga at gera sær tankar um áskoðanir í tekstum og øðrum miðlum, umframt at próvføra og kjakast um virði í upplýsingum og keldum, tilgitingum (hypotesum) og myndlum.

Førleikin at lesa snýr seg í samfelagsfrøði um at seta seg inn í, granska, tulka og grunda um fakligar tekstir við vaksandi torleikastigi. At duga at lesa í samfelagsfrøði snýr seg eisini um at viðgera og nýta fjølbroytta vitan, ein hevur ognað sær úr filmum, ritmyndum, talvum o.s.fr.. Fyri at skilja og virkin taka lut í egnum samfelagi, er eisini neyðugt at duga at lesa og leita sær vitan í handbókum, skrivligum keldum (bløðum, tíðarritum) og interneti og meta vandaliga um hesi.

Førleikinat rokna snýr seg í samfelagsfrøði um at viðgera og samanbera taltilfar um faklig høvuðsevni og at nýta, tulka og gera talvur og ritmyndaligar framløgur. Rokning í samfelagsfrøði merkir eisini at gera nøgdarligar kanningar og viðgera taltilfar hagfrøðiliga.

Førleikin at nýta KT snýr seg í samfelagsfrøði um at gera útrokningar, leita sær vitan, kanna heimasíður og kelduvirði teirra og velja út viðkomandi vitan um yrkislig evni/temu. KT-førleikar merkir eisini at kenna persónsvernd og upphavsrættindi og duga at nýta og fylgja reglum og mannagongdum fyri samskifti á internetinum. At nýta talgild samskiftis- og samstarvstól merkir at tilevna, vísa og útgeva egna og felags margmiðlaframleiðslu.

At kanna

At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um samfelagslig viðurskifti. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísinigini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni so, at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin saman við samskiftisloysnum hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum tilhugsanum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Næmingurin dugir:

  • at nýta og seta saman vitan úr teimum ymisku kjarnaøkjunum í lærugreinini til at kanna tíðarbarar samfelagsspurningar og loysnir
  • at greiða frá samfelagsligum spurningum og menningarrákum við at nýta hugtøk og ástøði, og seta í frásjón
  • at kanna og skjalprógva eitt samfelagspolitiskt øki, m.a. týdningin av ríkisfelagsskapinum, millumtjóða viðurskiftum, eitt nú ES, umframt altjóða viðurskiftum, so sum ST og øðrum altjóða felagsskapum
  • at kanna valdspolitiskar tilgongdir og hvussu politiskar meiningar verða myndaðar
  • at samanbera og greiða frá samanheinginum millum samfelagsbroytingar og broytingar í sosialum og mentanarligum mynstrum
  • at kanna ítøkiligar spurningar í sambandi við búskaparligar raðfestingar  nationalt, regionalt og alheimsliga, og umrøða loysnir
  • at kanna og samanbera samfeløg á ymiskum búskaparligum menningarstigum, harímillum samanspælið millum viðurskifti í tjóðini og alheimsliga
  • at greiða frá og umrøða avleiðingarnar av politiskari stýring og marknaðarstýring
  • at greiða frá hendingum og menningarrákum í altjóða skipanini og umrøða møguleikarnar hjá Føroyum í ríkisfelagsskapinum í hesum sambandi
  • at vísa sína vitan um fakligt háttalag og samleikan hjá lærugreinini
  • at orða nágreiniligar fakligar spurningar, harímillum hypotesur, ið kunnu verða settar í verk (verksetanarbærar), og savna inn, meta um og viðgera føroyskt og fremmandamálsligt tilfar, harímillum hagfrøðiligt tilfar, sum skal nýtast at kanna og umrøða samfelagsligar spurningar og gera niðurstøðu
  • kritiskt at kunna meta um kanningar, og at gera smáar empiriskar kanningar við støði í samfelagsvísindaligum háttalagi
  • at skilja ímillum ymisk sløg av próvgrundum, útsagnum, ymiskum frágreiðingum og ástøði
  • at miðla og lýsa faklig samanheingi og menningarrák við at nýta tøkar og egnar útrokningar, talvur, ritmyndir og myndlar
  • skipað og fjølbroytt at orða skrivliga og munnliga empirisk og ástøðilig samanheingi við at nýta flokkanarfrøði (taksonomi) og yrkorð
  • á fakligum grundarlagi at próvføra fjølbroytt og samanhangandi fyri egnum sjónarmiðum, at seta tey í ástøðiligan samanhang, og at umrøða tey við onnur.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivlig próvtøka

Skrivliga próvtøkan varir 6 tímar, og uppgávurnar í próvtøkuraðnum verða settar í kjarnaevnunum í lærugreinini.

Við próvtøkubyrjan verða bert uppgávuorðingarnar útflýggjaðar, og próvtakararnir fyrireika seg einsæris ella í bólkum við í mesta lagi 3 próvtakarum. Tá ið 1 tími er farin verður próvtøkutilfarið útflýggjað próvtakarunum, og teir hava síðani 5 tímar til einsæris at arbeiða við tilfarinum, nýta samfelagsfrøðiliga vitan, hugtøk, ástøði og háttalag, og vísa hetta í svarinum.

Munnlig próvtøka

Munnliga próvtøkan er grundað á próvtøkutilfar við kendum evni og ókendum fylgiskjalatilfari, 12-15 normalsíður í vavi, hvør svarandi til 1300 stavir uttan millumrúm. Við nýtslu av talgildum margmiðlatilfari sum part av fylgiskjalatilfarinum, svara fýra til sjey minuttir spælt tilfar til eina normalsíðu. Royndartilfarið er evni kent av próvtakara, við tað, at tað er eins við evni í einari undirvísingargongd.

Hvørt próvtøkutilfartilfar skal í størst møguligan mun rúma ymisháttað slag av tilfar, herundir tekst og hagfrøðiligt tilfar. Royndartilfarið skal tilsamans fevna um fakligu málini. Hægst tríggir próvtakarar/próvtakaraeindir kunnu koma upp í sama próvtøkutilfarinum.

Próvtøkutíðin er 30 minuttir fyri hvønn próvtakara. Umleið 24 tíma fyrireikingartíð verða givnir próvtakara, tó ikki minni enn 24 tímar, at evna til synopsu. Um skúlin hevur gjørt av, at fyrireikingin kann fara fram í bólkum, velja próvtakararnir um teir vilja fyrireika seg í bólki ella einsæris. Ein próvtakaraeind er ein slíkur fyrireikingarbólkur, við í mesta lagi fýra próvtakarum, ella ein próvtakari, ið fyrireikar seg einsæris. Próvhoyringin fer fram einsæris.

Við støði í útflýggjaða fylgiskjalatilfarinum, týðandi kjarnaevni og tilfari funnið fram í fyrireikingartíðini, skal próvtakarin gera eina vandamálsorðing, evnað sum ein yvirskipaðan spurning, og sum framhald av hesum seta fram, kanna og døma um samfelagsfakligar vandamálsorðingar. Próvtøkan tekur støði í framløgu av synopsu próvtakarans (uml. 10 minuttir), síðani setur próvhoyrari útdjúpandi spurningar og faklig samrøða er millum próvtakara og próvhoyrara.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Skrivlig próvtøka

Í dømingi verður dentur lagdur á, í hvønn mun próvtakarin lýkur tey málini, sum eru sett í lærugreinini.

Í próvdømingini verður dentur lagdur á at próvtakarin:

  • dugir at greina og miðla á teimum taksonomisku stigunum í lærugreinini
  • dugir at skjalprógva faklig samanheingi við støði í tilfari og við at nýta hjálparmiðlar
  • dugir at nýta ástøði í frágreiðing um faklig samanheingi og menningarrák
  • dugir at síggja faklig greiðsluevni í frásjón
  • prógvar fimi í at viðgera taltilfar og við støði í hesum dugir at vísa á faklig samanheingi og menningarrák
  • dugir at bera fram eina skilvísa, samanhangandi og fakliga grundgeving, og at gera niðurstøðu á einum neyvum og fjølbroyttum máli.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans

Munnlig próvtøka

Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað í tema ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Í dømingini verður dentur lagdur á at próvtakarin:

  • dugir at orða og skjalprógva eitt fakligt greiðsluevni
  • hevur fakligt yvirlit, so viðkomandi dømi, faklig vitan, hugtøk og ástøði frá fleiri lærugreinum verða nýtt á sjálvstøðugan hátt
  • sýnir samanheingi og dýpd, tá ið hann nýtir vitan, hugtøk og ástøði
  • dugir sjálvstøðugt at at nýta vitan um samfelagsvísindalig háttaløg, tá ið metast skal um, hvørt umrødda tilfar er eftirfarandi
  • megnar at umrøða og síggja eitt fakligt greiðsluevni í frásjón, og at grundgeva samanhangandi fyri einum sjónarmiði
  • hevur fimi í seta saman og viðgera umfevnandi tilfar fyri at skjalprógva margfalt samanheingi, herímillum sýnir greiða fatan av hagfrøðiligum støddum og samanheingi
  • dugir at miðla og greina á teimum taksonomisku stigunum í lærugreinini, við m.a. at nýta frøðiheiti.

Givið verður eitt próvtal við støði í heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Skrivligt A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Skrivliga avrikið er greitt, samanhangandi og væl skipað. Málið er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi villum ella manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan, ástøði og hugtøk úr lærugreinini og at síggja greiðsluevnið í frásjón. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Skrivliga avrikið er rímiliga samanhangandi og hampuliga væl skipað. Málið er hampuliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri villum og manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nøktandi

Skrivliga avrikið er rímiliga væl skipað. Málið er nøktandi. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Næmingurin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini.

Munnligt A-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Næmingurin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampuliga væl skipað. Málið í framløguni er hampuliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera sosiologi, hugmyndafrøði, búskap ella altjóða politikk.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum hugmyndafrøði og politiskar skipanir verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum altjóða politikkur og samstarv. Á tann hátt kundi vitan um altjóða viðurskifti og hugmyndafrøði verið við til at gjørt fatanina av samfelagsfrøðini meira fjøltáttaða.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini samskiftistøkni. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á sína egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur verður eisini lagdur á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini samfelagsfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í samfelagsfrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og sjálvstøðugt. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini samskiftistøkni mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í samfelagsfrøði skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgur, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingurin búnast og gerst meira sjálvstøðugur, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingurin skal ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin samfelagsfrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinirnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í samfelagsfrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Arbeitt verður við uppgávum og verkætlanum, har dentur bæði verður lagdur á arbeiðsgongd og úrslit.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínamillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.