Skriva út ##pt##

Myndlist B

Seinast broytt: 

12. mars 2015

 

Viðmerking: 

Boyting: Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.

1. Samleiki

Fólk hava til allar tíðir gjørt myndir, og myndir hava tískil altíð verið við í mál- og hugaheimi okkara. Í myndum og myndlist eru tískil einastandandi møguleikar at granska og grunda um okkara hættir at hugsa, skapa og uppliva okkum sjálv og umheimin, til ymiskar tíðir og í ymiskum mentanum. At arbeiða við myndir er ein týðandi partur av tí mentanararvi, sum skúlin skal bera fram. Myndir og myndaskapan eru tískil eitt amboð til menning og læring.

Kunnleiki um myndir og myndagerð hevur alstóran týdning fyri arbeiðið í skúlanum og fyri virkan og veru næminganna. Myndamálið er ein av mongu leiðunum til kunnleika, sannkenning og persónliga menning. Tá ið arbeitt verður við myndir, fáa royndirnar heildarskap, og kunnleikin gerst sjónligur, ítøkiligur og møguligur at samskifta um. Í sínum estetiska og samtalandi eginleika kann myndevnið vera við til at varðveita og menna skapanarhugin hjá næminginum. Somuleiðis kann tað vera við til at stuðla næminginum í at finna sítt egna støði í einum veruleika við stórum visuellum upplýsingarfloymi og at menna skúlan sum mentanarumhvørvi.

2. Endamál

Undirvísingin í myndlist hevur til endamáls:

  • at næmingurin mennir og styrkir síni skapandi evni
  • at næmingurin við at uppliva, sansa, skapa og greina myndamál mennir síni evni á fjølbroyttan hátt at nýta og skilja myndamál sum ein persónligan frásøgu- og samskiftismiðil
  • at næmingurin, í arbeiði sínum við flatar, rúmligar myndir og margmiðlamyndir, ognar sær vitan, innlit og førleikar til at málbera seg í og við myndum
  • at næmingurin styrkir sín førleika at kunna ogna sær vitan um og innlit í føroyska og altjóða listasøgu
  • at stimbra næmingin at finna sær egið støði í einum veruleika við stórum visuellum upplýsingarfloymi
  • at næmingurin við eitt nú myndagreining og umrøðu mennir sínar førleikar og síni evni at bera fram egnar áskoðanir og soleiðis vera við til at økja um tali- og skrivifrælsið í samfelagnum
  • at fremja í verki, at skúlin verður fataður sum mentanarumhvørvi.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í myndlist á B-stigi fevnir um 125 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Lærugreinin myndlist á B stigi hevur trý kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini. Tey eru:

Stig

Kjarnaøki

B

At gera myndir

At lesa myndir

Visuelt samskifti

At gera myndir

At gera myndir fevnir um at framleiða myndir í flatum og trídimensjonalum formum umframt margmiðlaformi. Í undirvísingini verður miðað ímóti, at næmingarnir ogna sær handaligar førleikar, soleiðis at teir alt eftir stigi gerast førir fyri, í fjølbroyttum myndaformum og við at brúka og fáa íblástur frá listarligum-, mentanarligum- og visuellum fyribrigdum og tilburðum lokalt og globalt, at framleiða og bera fram egnar upplivingar, eygleiðingar, hugskot, kenslur, hugflog og almennar og egnar meiningar.

At lesa myndir

Undirvísingin miðar ímóti, at næmingurin ognar sær kunnleika um og førleikar í at lesa myndir, soleiðis at teir, alt eftir stigi, gerast førir fyri at brúka, tulka, fata og greiða frá fjølbroyttum myndamáli. Umframt hetta skal undirvísingin miða ímóti, at næmingurin ognar sær tilvit um og vandni í at meta um myndamál sum persónligur og mentanarligur frásøgu-, lýsingar- og samskiftismiðil.

Visuelt samskifti

Í undirvísingini verður strembað eftir, at næmingurin ognar sær førleikar og royndir í visuellum samskifti, við at teir javnan sjálvir bera fram og taka ímóti myndamáli frá øðrum í og uttan fyri skúlan, soleiðis at teir á fjølbroyttan hátt menna egnar framberingar, og sjálvir duga at taka ímóti, meta um og gera vandnar viðmerkingar.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Í lærugreinini myndlist eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna okkara evni at samskifta um mentan og vitan. Undirvísingin í myndlist leggur harumframt dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, og meginreglurnar um upphavsrætt. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin myndlist hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Í myndlist verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin lærir at síggja myndir sum frásøgu- og samskiftismiðil. Hetta lærir hann m.a. við at hava framløgur og at gera eftirmetingar, sum javnan verða skipaðar í tímunum. Næmingurin lærir eisini tað myndamál, myndir verða bygdar upp við, m.a. um symbolik og boðskap, og hann skal duga at lesa boðskapin, annaðhvørt gjøgnum skrivligan ella meiri duldan symbolikk, ið er skipaður í myndunum.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandistekstir, og tí hevur undirvísingin í myndlist eisini sín týðandi lut í hesi menning. Í myndlist lærir næmingurin at byggja myndir upp. Her verður miðað ímóti, at næmingurin dugir at perspektivera lutirnar í myndini í mun til hvønn annan fyri at fáa djúpd o.a. í myndina.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í myndlist at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni. Við venjingum lærir næmingurin at nýta teldu til tekstframleiðslu og sum leitingaramboð. Í myndlist arbeiðir næmingurin við kunningartøkni, har hann m.a. lærir at arbeiða við myndum, og harafturat savnar sær kunnleika og íblástur at nýta, tá ið hann skapar síni egnu verk.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í myndlist um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um mál og bókmentir. Næmingurin dugir at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn og gleði í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mál- og bókmentafrøðiligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

Í myndlist verður stórur dentur lagdur á, at næmingurin fær ástøðiligan førleika í at lesa myndir, og hetta verður m.a. gjørt við at kenna listasøguna og harafturat kenna listarfólk rundan um okkum við teirra tilgongdum til myndir. Ástøðiligi parturin verður at síggja sum ein lutur í undirvísingini í myndlist.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg í myndlist um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu mentanarlig og listarlig nýbrot hava broytt lívsáskoðanir og samfeløg. Næmingurin skal læra, at myndagerð og myndatulking er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur, áhuga og áhaldni. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Grundsetningurin fyri undirvísingina á B stigi er hesin:

  • at næmingurin ognar sær fortreytir at kunna skilja myndamál á einum støði, har tað stuðlar undir at skilja onnur fak og verður lutur í persónligari menning
  • at næmingurin í arbeiðinum við ymiskum visuellum framsagnum fær innlit í eitt víðfevnt úrval av grundleggjandi og framkomnum arbeiðsháttum at nýta í sambandi við myndagerð
  • at næmingurin í hesum arbeiði lærir at fata, greiða frá og at arbeiða við myndir sum samskiftis- og fráboðanarmiðil og sum fagurfrøðilig framsøgn
  • at næmingurin kann víðka sítt grundleggjandi innlit í týdningarmiklar listsøguligar tættir, so at hann, har hesir listsøguligu tættir eru til staðar, dugir at síggja sambond millum myndlist, tíð og samfelag
  • at næmingurin dugir at lesa myndir í tvey- og trídimensjonalum formi, umframt í margmiðlum, og út frá greining og tulking sjálvur velja út og seta saman frymlar, ið eru hóskandi til myndalesturin
  • at næmingurin mennir fagurfrøðiligu sansir sínar.

Við støði í hesum skal myndlist á B stigi geva næminginum teir førleikar í myndagerð, myndakunnleika og visuellum samskifti, ið eru lýstir niðanfyri. Í mun til C-stig leggur B-stig størri dent á samspæl millum hugskot, tilevning og greining.

At gera myndir

Næmingurin dugir:

  • í visuellum framsagnum við myndum í tvey- og trídimensjonalum formi og margmiðlaformi at arbeiða við listsøguligum og mentanarligum medviti í síni myndlist, har ástøðiligar undirvísingargongdir síggjast aftur í verkum hansara. Næmingurin dugir eisini at nýta ítøkiligt fagurfrøðiligt og innihaldsligt myndamál, frá verkum úr ymiskum tíðum og mentanum í síni egnu myndlist
  • at seta sær fagurfrøðilig og innihaldslig mál í tí verkliga, har arbeitt verður við fagurfrøði og innihaldi fyri at røkka ítøkiligum málum, og at næmingurin dugir at greiða frá hesum
  • at arbeiða í bólki ella einsæris við størri verkætlanum, har hann skrivar vandamálsorðing, fyrireikar, útinnir og eftirmetir arbeiði sítt
  • sjálvstøðugt og nágreint at meta um og finna fram fagurfrøðiliga og tøkniliga vitan og vegleiðing í skapanartilgongdini til egin verk og verkætlanir, og at arbeiða siðbundið og eksperimenterandi við teimum formmálum, sum hann hevur ognað sær frammanundan, innan myndir í tvey- og trídimensjonalum formum og í margmiðlaformi
  • at arbeiða við myndagerð innan ymiskar talgildar miðlar, har hann, í tann mun tað er gjørligt, arbeiðir leitandi og eksperimenterandi við hesum myndamáli
  • at arbeiða eksperimenterandi við ymiskum teknikkum og tilfari í myndagerð, í tvey- og trídimensjónalum formi og í margmiðlaformi, m.a. innan grafikk, har næmingurin bæði evnar at arbeiða eksperimenterandi við yvirflatuprenti og djúpprenti.

At lesa myndir

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá síni víðfevndu og serstøku vitan um myndamál, so at hann kritiskt evnar at nýta ymisk greiningar- og tulkingaramboð til ástøðiliga at arbeiða við myndir í tvey- og trídimensjónalum formi og í margmiðlaformi
  • raðið at nýta frøðiorð, ið nýtt verða í sambandi við skapan og lestur av myndum í síni greining og tulking av myndlist
  • raðið og við umhugsni at nýta sítt medvit um greining og tulking av myndum, sum eina tilgongd til at skilja og greiða frá tí samfelag, teirri tíð ella mentan, ið eitthvørt myndamál er sprottið úr
  • sjálvstøðugt at greiða frá og samanbera myndamál í eldri list og samtíðarlist
  • at vera tilvitaður um myndir sum samskiftismiðil og dugir at greiða frá hesum, eins og hann hevur víðkað um sítt medvit um fagurfrøði sum grundarsteinur undir visuellum samskifti.

Visuelt samskifti

Næmingurin dugir:

  • í egnum myndaarbeiði at samskifta, bera fram boðskap og at lýsa viðkomandi evni úr ymiskum sjónarhornum
  • at samskifta um egin verk, har hann, við grund í ástøði, greiðir frá skapanartilgongdini og frá fagurfrøðiligum og innihaldsligum fyribrigdum
  • at greiða frá samskifti sum fyribrigdi í ymsum talgildum miðlum, so sum í sjónvarpstíðindum, tónleikavideo, sjónvarpslýsingum og á alnótini og heimasíðum
  • at greiða frá handilslýsingum sum serstøkum slag av samskiftismiðli
  • ástøðiliga og við støði í greining og tulking, breitt og í staklutum at lýsa hetta visuella samskifti
  • at seta saman og heingja upp framsýningar av ymiskum slag, har hann ger sær tankar um, hvussu einstaka verkið verður lýst, eins og hann hugsar um heildina av framsýningini
  • við grund í ástøði, at ummæla ella samskifta um eina framsýning, ið hann hevur sæð, við denti á fagurfrøðina og innihaldið í verkunum
  • at greiða frá, hvønn týdning samskifti hevur fyri nútíðar menniskju, og hvønn leiklut myndir hava í hesum samskifti.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Skúlin velur ein av fylgjandi próvtøkuháttum fyri hvønn av flokkunum, ið fara til próvtøku.

Próvtøkuháttur A

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtøkuháttur B

Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum er tvíbýtt.

Próvtøkugrundarlagið hjá einstaka próvtakaranum er ein uppgáva, ið próvhoyrarin hevur orðað við støði í skjalamappuni hjá einstaka próvtakaranum. Próvtakarin velur evnið, ið skal góðkennast av próvhoyraranum.

Próvtakarin fær 48 tímar fyrireikingartíð at fyrireika framløgu av uppgávuni. Fyrri partur av próvhoyringini, ið varir umleið 20 minuttir, er ein frágreiðing hjá próvtakaranum um uppgávuna. Skjalamappan er støðið undir frágreiðingini. Seinni partur, ið varir umleið 10 minuttir, er ein framløga, sum próvtakarin hevur av tí sjálvstøðugu verkætlanini. Framløgan er grundarlag undir dýpandi samtalu.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.l., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísingini og síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í dømingini lagdur á, at próvtakarin dugir

  • at greiða frá samanhanginum millum visuell greiðsluevni og síni egnu arbeiði
  • at greiða frá týðandi stíldrøgum í tíðarskeiðum, sum arbeitt hevur verið við, í mun til ítøkilig dømi frá skjalamappuni
  • at lýsa samfelagsliga leiklutin hjá listini í teimum umrøddu tíðarskeiðunum.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

B-stig munnlig próvtøka

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og Próvtakarin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvum og greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini myndlist. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð við greinandi eygleiðingum. Próvtakarin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini myndlist, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting próvtakarans av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik, tulkingin ógreið og fakliga eygleiðingin veik. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni, týðandi lýti koma tó fyri.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera at gera myndir, at lesa myndir ella visuelt samskifti.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum At gera myndir verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum Visuelt samskifti. Á tann hátt kundi førleikin at framleiða myndir verið mentur, samstundis sum tann samskiftisligi parturin og boðskapurin í sjálvari myndagerðini varð viðgjørdur úr einum ástøðiligum sjónarhorni.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin myndlist hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við myndlist, og tá ið myndlist verður framleidd, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í myndlist skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um myndlist ræður.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í myndlist skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tættirnir verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin myndlist er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi, frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í myndlist, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri, at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.