Skriva út ##pt##

Mentanarfatan C

Seinast broytt: 

2013

1. Samleiki

Mentanarfatan er hugvísindalig lærugrein, sum er í familju við samfelagsvísindaliga lærugreinabólkin. Mentanarfatan snýr seg um, at øll menniskju eru partur av eini gongd, ið skapar mentanarligan týdning. Í lærugreinini verður arbeitt við, hvussu mentan verður til og broytist, og hvønn leiklut mentan hevur fyri okkum sjálv og onnur. Í lærugreinini verður eisini arbeitt við mentanarligum orðingum  og samleikaskapan sum mentanarlig gongd, og lærugreinin útvegar amboð, ið hjálpa at skilja og møta mentanum.

2. Endamál

Endamálið við mentanarfatan er, at næmingarnir menna evnini at samskifta í egnari mentan eins væl og millum aðrar mentanir. Við viðgerðini av mentanarligum gongdum mennast møguleikarnir at virka í einum heimi við mentanarligum margfeldi. Eisini skulu næmingarnir menna teirra vitan og fatan av mentanarligari broyting.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í mentanarfatan á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

  • Mentanarligir úttrykshættir í tíð og rúmi
  • Ástøði um mentan og samleika
  • Hugtøk til mentanarligt greiningarvirksemi
  • Mentanarmøti
  • Mentanarlig samanbering
  • Tað tjóðarliga og tað altjóðaliga
  • Samskifti tvørtur um mentanarmørk
  • Kanning av mentanarligum fyribrigdum

5. Førleikamál

Næmingurin dugir at:

  • eyðmerkja og lýsa mentanarlig fyribrigdi
  • lýsa ymisk tilfarssløg við støðið í valdum mentanum
  • gruna yvir egin virði eins og virðini hjá øðrum við støði í mentanarligari menning
  • nýta viðkomandi mentanarástøði í tvørmentanarligari viðgerð
  • leggja fram eina mentanarviðgerandi vandamálsorðing við støðið í egnum tilfari.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 24 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 48 minuttur, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtøkan tekur støði í ókendum tilfari, sum próvhoyrarin velur. Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagi verða nýtt tríggjar ferðir í sama flokki/bólki.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Próvhoyrt verður í ókendum, ótillagaðum tilfari, og tilfarið skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.l., sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í fakligari tilgongd og støðisførleikunum sýna evni sjálvstøðugt at leggja fram og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Hann skal sýna, at hann dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, seta teir í samband við tættir í undirvísningini og at síggja próvtøkutilfarið í frásjón.

Dentur verður í dømingini lagdur á, at próvtakarin

  • hevur neyvt yvirlit yvir faklig fyribrigdi og hugtøk í lærugreinini
  • dugir at síggja eitt givið greiðsluevni í frásjón við støði í fakligari tilgongd
  • dugir at nýta viðkomandi, fakliga grundgeving
  • dugir at skipa og miðla eitt fakligt greiðsluevni

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað, og næmingurin vísir, at hann hevur gott innlit í tilfarið, sum próvtøkan er grundað á. Málið í framløguni er neyvt, tulkingin er sera væl grundað við neyvum og greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar trygt og sjálvstøðugt tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini myndlist. Sjónarmiðini eru væl lýst og vísa gott innlit í lærugreinina. Fá og týdningarleys lýti kunnu koma fyri.

7

Gott

Framløgan er samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er skilligt og fjølbroytt. Tulkingin er góð við greinandi eygleiðingum. Næmingurin brúkar tey amboð, ið natúrliga eru knýtt at lærugreinini myndlist, og er virkin í fakligu samrøðuni. Sjónarmiðini eru týðilig, og meting næmingsins av próvtilfarinum er væl grundað. Framsetingin er hóskandi skipað. Onkur lýti koma fyri.

02

Nøktandi

Framløgan er heldur trilvandi og hongur ikki væl saman. Framløgan er so dánt væl skipað, skillig, men bæði fak- og málsliga veik. Greiningin er veik, tulkingin ógreið og fakliga eygleiðingin veik. Næmingurin er við í fakligu samrøðuni, týðandi lýti koma tó fyri.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støðið undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera ástøði um mentan og samleika, hugtøk til mentanarligt greiningarvirksemi, mentanarmøti ella mentanarlig samanbering.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum Ástøði um mentan og samleika verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum Tað tjóðliga og tað altjóðliga. Á tann hátt kundi ástøðiligi førleikin verið við til at gjørt fatanina av egnari mentan meira fjøltáttaða, samstundis sum vitanin um og kunnleikin til aðrar mentanir kundu stuðla upp undir ella avvátta metingar um egna mentan og øvut.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini  verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji áveigsmálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning sum lærugreinin Mentanarfatan hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum  í sambandi við mentanarfatan, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í Mentanarfatan skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku kjarnaøkjunum, ið lærugreinin byggir á. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum og samskiftisstøðum, tá ið um mentanarfatan ræður.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í Mentanarfatan skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskapúr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin Mentanarfatan er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinir. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinir um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum, undirvísing í søgu, tekstframleiðslu, bókmentaligum hugtøkum, málsøgu og samfelag.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinir við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinirnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í Mentanarfatan, kann talan verða um tvørfakligt samstarv, t.d. blaðútgávu, eina tvørfakliga ritgerð, ella eina heimasíðu.

Ein grundgeving fyri at skrivligt arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi er at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum eitt intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínamillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Næmingurin skal arbeiða við at lurta og at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðatilfeingi og talugávur verða ment. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi á skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók í. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.