Skriva út ##pt##

Lívfrøði A

Seinast broytt: 

2013

1. Samleiki

Í strembanini eftir at lívbjarga sær undir ymiskum og skiftandi korum hevur menniskjað til allar tíðir útvegað sær vitan og kunnleika um ymisk náttúrufyribrigdi. Á økjum sum t.d. snúgva seg um gróður, umhvørvi, biotøkni, heilivág og heilsu økist henda vitan í dag við nógvari ferð. Undirvísingin í lívfrøði snýr seg tískil um alt livandi, heilt frá lívfrøðiligum tilgongdum á mýlastøði í kyknuni til lívfrøðiliga samanspælið í lívhválvinum øllum. Førleiki í lívfrøði snýr seg um at duga at brúka hesa fakligu vitan at lýsa og skilja nýggj fyribrigdi, fáa nýggja vitan til vega og samskifta á fakligum stigi um ymisk samfelagslig viðurskifti. Vitan og fatan í lívfrøði eru grundað á náttúruvísindaligar arbeiðshættir.

Lívfrøði er lærugrein, ið byggir á royndir, har kanningar og royndir, bæði í starvsstovu og úti í náttúruni leggja støði undir innlit í tað fjølbroytnið, sum er í lívfrøðiligum skipanum. Í sambandi við greining av lívfrøðiligum spurningum og úrslitum verður dentur lagdur á at finna fram til, hvussu viðurskiftini eru skipað, og at gera uppskot til myndlar.

Í samstarvi við aðrar lærugreinar gevur lívfrøðin sítt íkast til fatan av bæði okkum sjálvum, sum ein livandi vera av fleiri, og samspælinum millum menniskjað og náttúruna rundan um okkum. Samstundis veitir lívfrøðin næminginum eitt fakligt grundarlag at menna sína lívfrøðiligu vitan, ið er ein grundleggjandi fyritreyt fyri burðardyggari umsiting av náttúrutilfeinginum og umhvørvinum, og sum ger hann føran fyri at taka støðu og ábyrgd, umframt at skapa ein hugburð í sambandi við siðalagsligar, heilsuligar og samfelagsligar spurningar, ið eru uppi í tíðini.

2. Endamál

Almennandi endamálið við undirvísingini í lívfrøði er, at næmingurin fær vitan og innlit í lívfrøðilig kjarnaøki, samstundis sum áhugi hansara fyri lívfrøðiligum spurningum í ymiskum samanhangum verður stimbraður. Næmingurin skal við sínum arbeiði í lærugreinini menna ábyrgdarkenslu fyri sær sjálvum, øðrum livandi verum og burðardyggari menning. Næmingurin skal eisini læra at skilja sambandið millum lívfrøðiliga vitan og tað at brúka hana í sambandi við tøknilig og vinnulig viðurskifti. Á henda hátt mennir næmingurin sín fakliga førleika og lærir kritiskt at brúka lívfrøðiliga og biotøkniliga vitan, so hann kann luttaka á skikkaðan hátt í samfelagsmenningini og handla á ein sámuligan hátt, bæði staðbundið og í víðari høpi, har spurningar við lívfrøðiligum innihaldi eru til viðgerðar.

Lestrarfyrireikandi endamálið er, at næmingurin við ymiskum royndum og arbeiðshættum megnar at fara í dýpdina fakliga, at hann kritiskt evnar at útvega ymiskar upplýsingar, at hann skilir samanspælið millum tað ástøðiliga og tað verkliga við at leggja tilrættis og gera royndir, bæði úti í náttúrini og inni í royndarhølinum. Hetta umfatar eisini greining av royndarúrslitum, at skriva frágreiðingar, umframt aðra skrivliga og munnliga miðlan.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í lívfrøði á  A stigi fevnir um 250 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøki.

Kjarnaøki

Kjarnaøkið verður vanliga býtt sundur í:

Lívevnafrøði sum er læran um evnafrøðiligu tilgongdirnar í livandi verum. Lívevnafrøðin fatar um kanningar av bygnaði og virki hjá teimum staklutum kyknan er sett saman av sum t.d. evnabroytingin, proteinsyntesu, membrantransporti og ymiskum evnafrøðiligum samskifti.

Kyknulæra sum er læran um bygnað og virki hjá kyknuni og organellunum inni í kyknuni.

Lívvirkisfrøði sum eisini verður nevnt fysiologi og er læran um bygnað av ymisku gøgnini í kroppinum og hvussu hesi virka og samvirka.

Genetikk sum er læran um lívrunnan arv og hvørjir faktorar avgera um og hvussu ávísir eginleikar koma til sjóndar. Evolutión - læran um, hvussu sløgini gjøgnum eitt longri tíðarskeið broytast, og hvussu nýggj sløg koma í, orsakað av arvi, mutatión, reproduktión og selektión - er ein náttúrligur partur av arvalæruni.

Smáverulívfrøði sum er læran um smáverur í sambandi við gróður, niðurbróting, biotøkni, sjúkuelving og sjúkuverju. Smáverur finnast allastaðni á jørðini og fevna um bakteriur, protozoir og ávísar soppar og algur. Við hvørt verða virus og prionir eisini tiknar við.

Vistfrøði sum er læran um samspælið millum livandi verurnar og teirra umhvørvi, og hvussu hesi laga seg eftir hvørjum øðrum. Livandi verurnar eru plantur, djór, soppar og smáverur, meðan umhvørvi í høvuðsheitinum fevnir um veðurlag, jørð og vatn.

Náttúruvísindaligir arbeiðshættir sum fevna um kanningarhættir, ið taka støði í sann­royndum. Arbeiðshættirnir kunnu t.d. vera evnafrøðiligar greiningar, immunologiskar greiningar, biotøkni, statistisk amboð, samrøður, skipaðar eygleiðingar og keldu­kritikkur.

Kjarnaøkið umfatar yvirskipað sambandi millum bygnað og virkni á øllum skipanarligum stigum, og hvussu allar livandi verur dynamiskt royna at halda eina javnvág.

Náttúruvísindaligir arbeiðshættir við denti kvalitativan og kvantitativan lívfrøðiligan námsháttalag eru týðandi og samantvinnaður partur av kjarnaøkjunum.

Undirvísingarevnini eru í høvuðsheitum ikki knýtt at nøkrum ávísum kjarnaøki, men eiga at vera ein partur av undirvísingini har tey hóska inn.

Kjarnaøkið er:

  • bygnaður og virki hjá virus og pro- og eukaryotum
  • bygnaður og lívfrøðiligi týdningurin hjá  proteinum, kolhydratum, feitti og nukleinsýrum
  • intermediera evnaskifti hjá kolhydratum
  • útvaldir partar av lívvirkisfrøðini hjá menniskjanum, íroknað vøddar, blóðrensl, andadrátt umframt hormonellar og neurologiskar javningarskipanir
  • immunverjan hjá menniskjanum, íroknað koppseting
  • bygnaður og virki hjá enzymum
  • molekylera og cellulera grundarlagi undir genetikkini, íroknað proteinsyntesuna
  • dømi um nýtslu av biotøkni, íroknað bioinformatik
  • arvamynstur nágreina við dømum frá plantum, djórum og menniskjum
  • evolutiónsástøði, íroknað týdningin av samspælinum millum arv og umhvørvi
  • populatiónslívfrøði og populatiónsgenetikk, íroknað Hardy-Weiberg lógina
  • respiratión, fotosyntesa og gering
  • vistfrøði, íroknað kanning av eini økuskipan
  • successión, orkustreymar og evnisringræsir í útvaldum økuskipanum, íroknað C- og N-ringræsir
  • økotoksikologi
  • dømi um kanningar- og greiningarhættir umframt viðgerð av hagtølum av úrslitum frá økjum innan lívevnafrøði, genetikk, evolutión, lívvirkisfrøði, immunologi og vistfrøði.

Ískoytisøki

Næmingarnir kunnu sannlíkt ikki nøkta fakligu førleikamálini bert við kjarnaøkinum. Kjarnaøkið og  ískoytisøkið eru tí tilsaman ein heild. Ískoytisøki fatar um spurningar innan heilsu, heiluvág, umhvørvi, lívfrøðiliga framleiðslu og biotøkni, ið fer í dýbdina, styðjar og lýsir kjarnaøkið úr øðrum sjónarhornum.

Í ískoytisøkinum verða eisini tikin við evni, ið eru uppi í tíðini, og sum lýsa

  • týdningin lívfrøðin hevur lokalt og globalt
  • lívfrøðina sum vísindafak, íroknað molekulerlívfrøði og biotøkni
  • meginreglur fyri burðadyggari menning
  • spurningar um bioetik

Partar av ískoytisøkinum velja lærari og næmingar í felag.

Harumframt er endamálið við ískoytisøkjum at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Førleikamálini í lívfrøði eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í lívfrøði um at virða náttúru og umhvørvi, umframt tað mentanarliga tilfeingið og tey sermerki, ið koma til sjóndar í nærumhvørvinum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og virðir tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin virðir eisini sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann virðir tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann hevur virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin lívfrøði er við til at fremja hesa menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin verður frá fyrsta degi vandur við at tala, skifta orð, lurta, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Í lívfrøði merkir hetta m.a. at lesa tekstir á ávísum torleikastigi, at lesa myndlar og ritmyndir, ið sýna støður og einfaldar broytingar í tíð og í rúmd. Harumframt fevnir førleikin at lesa um at duga at lesa kort, ritmyndir og talvur. Førleikin at skriva í lívfrøði snýr seg um at duga at orða seg á einum rímiliga fjøltáttaðum og samanhangandi máli, ið evnar at knýta saman einfaldar samanhangir.

Førleikin at rokna snýr seg í lívfrøði eins og í náttúrulærugreinum um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og at loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í lívfrøði ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í lívfrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Við venjingum ognar næmingurin sær vitan og mennir síni evni at skriva tekstir. Hesin førleiki snýr seg í stóran mun um at duga at finna viðkomandi upplýsingar á internetinum og at taka niður tilfar ella avrita tilfar inn í eitt tekstskjal ella rokniark, og at goyma sítt tilfar í skipaðum skjáttubygnaði, so at til ber at handfara eina ávísa mongd av ymiskum tilfari.

At kanna

At kanna er íborin førleiki. Vit kanna og rannsaka umhvørvið fyri at lívbjarga okkum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg í lívfrøði um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um náttúru, umhvørvi, heilsu og lívfrøðilig viðurskifti. Í lívfrøði styrkir næmingurin síni evni at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan á bókasøvnum, í bókmentum, handbókum, á internetinum o.s.fr. Næmingurin verður eggjaður til at síggja gagn og gleði í náttúrufrøðiligum og lívfrøðiligum viðurskiftum og til at fregnast um spurningar av nevnda slag, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum lærir næmingurin at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin mennir síni evni at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt, eins og hann mennir síni hugskot. Hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í lívfrøði um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin lærir, hvussu náttúruvísindalig, tøknilig og lívfrøðilig nýbrot hava broytt náttúru, umhvørvi, samfeløg og mentan. Næmingurin lærir, at eygleiðing og ítøkiligar royndir eru ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Undirvísingin í lívfrøði á A stigi skal bæði menna kunnleikan hjá næminginum, umframt geva honum nøkur amboð at skilja og formidla lívfrøðilig evni. Førleikamálini eru í høvuðsheitum ikki knýtt at nøkrum ávísum kjarnaøki, men eiga at vera ein partur av undirvísingini sum heild, har tey hóska inn.

Næmingurin skal eftir at hava lokið lívfrøði á A stigi duga at greiða frá og brúka lívfrøðiliga vitan og arbeiðshættir, har ímillum:

  • orða og greina lívfrøðiligar spurningar ivaleyst við hjálp av lívfrøðiligum fakmálburði bæði í sambandi við kend og ókend evni
  • gera sjálvstøðugar eygleiðingar og kanningar og leggja til rættis royndir bæði á starvs­stovu og úti í náttúruni, íroknað at meta um vandamál og tey trygdartiltøk, tá ið arbeitt verður við lívfrøðiligum tifari, tólum og evnafrøðiligum evnum
  • greina og viðgera data frá royndum, umframt at viðgera og miðla úrslit frá lív­frøðiligum royndum
  • greina og meta um greinir við lívfrøðiligum innihaldi
  • finna fram til og meta um informatión um umhvørvi, heilsu, heiluvág og biotøkni
  • vísa vitan um samleika og arbeiðishættir hjá fakinum
  • meta um víðfevndar lívfrøðiligar spurningar og hvønn týdningar hesir hava lokalt og globalt
  • orða seg strukturelt um lívfrøðilig faklig evni bæði munnliga og skrivilga, íroknað at taka við etisk/hugburðarlig viðurskifti
  • við støði í fakligari vitan at taka støðu og virka í sambandi við egnar og samfelagsligar spurningar við lívfrøðiligum innihaldi
  • seta sína vitan inn í ein størri samanhang, eisini í mun til og í samspæli við aðrar læru­greinir

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skriv­ligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Endamálið er eisini at geva næmingunum og lærara møguleika at meta um nýttar undir­vísingarhættir og innihaldi í undirvísingini. Dagliga eftirmetingin eigur at verða nýtt sum grundarlag hjá næminginum at tillaga og menna sítt arbeiðslag, og hjá læraranum at tillaga arbeiðshættir og innihald í undirvísingini.

Ein einfaldur eftirmetingarháttur av undirvísingini er nýtslan av pluss/minus svar frá næmingunum, har avtala er gjørd frammanundan, hvat skal eftirmetast.

Spurt kann vera um:

  • fakliga innihaldið
  • nýttu undirvísingarmiðlarnar
  • undirvísingina hjá læraranum
  • virknið hjá næmingunum
  • sambandið millum lærara og næmingar
  • samstarvið millum næmingarnar
  • uppskot um broytingar
  • o.s.fr.

Skrivligu viðmerkingarnar frá næmingunum kunnu síðan vera støði undir einum kjaki í flokkinum, har røtt verður um, hvat lærarin/næmingarnir kunnu gera, fyri at betra um undirvísingina. Spurnarbløð kunnu eisini nýtast, har meiri nágreiniligt verður spurgt beinleiðis til somu omanfyri nevndu viðurskifti.

Í sambandi við eftirmeting av fakligu úrtøkuni hjá næminginum kann gerast:

  • spurnarblað við støði í dagsins lektiu, sum næmingarnir sjálvir rætta aftaná
  • spurnarblað, sum næmingarnir lata inn til rætting
  • multiple choise-test
  • eftirmeting av tilfarið, næmingarnir hava gjørt
  • næmingar skriva stytri essay um sínir fakligu trupulleikar
  • lærara/næminga-samtalur

Næmingarnir skulu eisini royna, hvussu spurningarnir til endaligu royndina eru orðaðir, hvussu teir skulu fyrireika seg t.d. við at gera royndarpróvtøkur.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildnar verða ein skrivlig og ein munnlig próvtøka.

Skrivliga próvtøkan

Uppgávuna letur miðfyrisitingin gera. Próvtøkan varir í 5 tímar. Fakliga grundarlagið eru tey lýstu kjarnaøkini og spurningar í hesum sambandi.

Munnliga próvtøkan

Lærarin tekur støðu til, hvønn av hesum báðum próvtøkuháttum, hann vil nýta, og tann próvtøkuháttur, ið valdur verður, er felags fyri allar næmingar í sama bólki:

Próvtøkuháttur A

Hildin verður ein munnlig próvtøka við støði í próvtøkuspurningi, sum lærarin ger. Uppgávuspurningurin eiga í mest møguligan mun at taka støði í einum ella fleiri av tema, sum hava samband við tey ymsu evninum undirvíst hevur verið í. Próvtøkuspurningur hevur undirspurningar, ið lýsa spurningin gjølla, umframt kend og ókend skjøl, sum kunnu vera myndir, talvur, grafar o.tíl., sum til samans geva próvtakaranum møguleika at vísa, at hann lýkur fakligu førleikamálini. Royndar­arbeiðið skal í mest møguligan mun vera partur av uppgávunum.

Próvtøkuspurningarnir skulu tí:

  • fevna um øll temu, fakligu málini og kjarnaøkini umframt ískoytisøki
  • vísa, hvar denturin er lagdur í undirvísingini
  • fevna um fakið í síni heild og
  • í tali hóskandi svara til talið av próvtakarum

Í stórum flokkum kann verða neyðugt at lata próvtøkuspurning/ar ganga umaftur. Tá kann verða skilagott at skifta undirspurningarnar út hóast próvtøkuspurningarnir eru settir í sama tema. Allir próvtøkuspurningar skulu leggjast fram, tá ið próvtøkan byrjar, og seinasti próvtakarin skal í minsta lagi hava fýra spurningar at velja ímillum.

Próvtøkuspurningurin skal geva próvtakaranum møguleikar:

  • greitt at síggja, hvat skal svarast og hvat kann svarast
  • at greiða frá og sundurgreina úrslit frá venjingum
  • at greiða frá valið av háttalag
  • at vísa sínar førleikar at samantvinna ástøði og venjingar
  • at greina og greiða frá lívfrøðiligum spurningum og samanhangum og vísa eina lívfrøðiliga fatan á einum framkomnum stigi
  • at vísa sínar førleikar at perspektivera fakliga vitan í mun til viðurskifti í sambandi við vinnuna, heilsu, umhvørvi og bioetik.

Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari umframt vegleiðing. Próvhoyringin varir 30 minuttir, íroknað próvdøming.

Allir hjálparmiðlar kunnu brúkast, meðan próvtakarin fyrireikar seg.

Meðan próvtøkan fer fram kann próvtakarin brúka notatir gjørdar í fyrireikingartíðini, próvtøkuuppgávuna og egnar notatir frá undirvísingini.

Próvtøkuspurningarnir skulu vera próvdómaranum í hendi í seinasta lagi 5 yrkadagar undan próvtøkuni.

Próvtakarin skipar sjálvur fyrireikingartíðina. Próvhoyringin byrjar við at próvtakarin leggur fram, og síðani er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakaran og próvhoyraran. Próvdómarin kann seta spurningar og luttaka í samrøðuni, um hetta fellur náttúrligt. Próvhoyringin verður býtt javnt millum framløgu og samrøðu.

Próvtøkuháttur B

Hildin verður ein munnlig próvtøka við støði í próvtøkuspurningi, sum lærarin ger. Uppgávuspurningurin eiga í mest møguligan mun at taka støði í einum ella fleiri av tema, sum hava samband við tey ymsu evninum undirvíst hevur verið í. Próvtøkuspurningur hevur undirspurningar, ið lýsa spurningin gjølla, umframt kend og ókend skjøl, sum kunnu vera blaðgreinir og líknandi tilfar., sum til samans geva próvtakaranum møguleika at vísa, at hann lýkur fakligu førleikamálini. Royndararbeiðið skal í mest møguligan mun vera partur av uppgávunum.

Próvtøkuspurningarnir skulu tí:

  • fevna um øll temu, fakligu málini og kjarnaøkini umframt ískoytisøki
  • vísa, hvar denturin er lagdur í undirvísingini
  • fevna um fakið í síni heild og
  • í tali hóskandi svara til talið av próvtakarum

Próvtøkuspurningurin skal geva próvtakaranum møguleikar:

  • greitt at síggja, hvat skal svarast og hvat kann svarast
  • at greiða frá og sundurgreina úrslit frá venjingum
  • at greiða frá valið av háttalag
  • at vísa sínar førleikar at samantvinna ástøði og venjingar
  • at greina og greiða frá lívfrøðiligum spurningum og samanhangum og vísa eina lívfrøðiliga fatan á einum framkomnum stigi
  • at vísa sínar førleikar at perspektivera fakliga vitan í mun til viðurskifti í sambandi við vinnuna, heilsu, umhvørvi og bioetik.

Próvtøkuspurningurin verður við lutakast útflýggaður dagin fyri próvtøkuna. Fyri­reikingartíðin er ca. 24 tímar, tó ikki stytri enn 24 tímar.

Próvhoyringin er ca. 30 minuttir.

Í stórum flokkum kann verða neyðugt at lata próvtøkuspurning/ar ganga umaftur. Tá kann verða skilagott at skifta undirspurningarnar út hóast próvtøkuspurningarnir eru settir í sama tema.

Próvtakarin skipar sjálvur fyrireikingartíðina. Próvhoyringin byrjar við at próvtakarin leggur fram, og síðani er próvhoyringin ein samrøða millum próvtakaran og próvhoyraran. Próvdómarin kann seta spurningar og luttaka í samrøðuni, um hetta fellur náttúrligt. Próvhoyringin verður býtt javnt millum framløgu og samrøðu.

Próvtøkuspurningarnir uttan fylgiskjøl skulu próvtakarnir kenna innan próvtøkuna, tó í fyrsta lagi, tá ið próvtøkuætlanin er almenna kunngjørd.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, í hvønn mun avrikið hjá næminginum lýkur fakligu førleika­málunum lærugreinini.

Skrivliga royndin

Dentur verður lagdur á, at næmingurin dugir at:

  • skipa og formidla lívfrøðiligt tilfar ivaleyst við nýtslu av fakligum málburði
  • vísa fakligt innlit og yvirlit
  • taka við týðandi faklig partar í samband við givnar spurningar
  • skilja lívfrøðiligar spurningar
  • at seta ókent tilfar í samband við kendar lívfrøðiligar spurningar
  • greina og meta um royndararbeiði innan lívfrøðina
  • greina og meta um lívfrøðiligt data

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av munnliga avrikinum hjá næminginum.

Munnliga royndin

Umframt dømingargrundarlagið frá skrivligu royndini verður eisini dentur verður lagdur á við munnligu royndini, at næmingurin dugir at:

  • próvføra og vera virkin við í fakligari samrøðu
  • taka støðu til spurningar við lívfrøðiligum innihaldi
  • perspektivera sína lívfrøðiligu vitan

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av munnliga avrikinum hjá næminginum.

Próvtalslýsingar

12

framúr gott

Framløgan er væl skipað við tryggari nýtslu av lívfrøðifakligum orðingum. Próvtakarin vísir, at hann hevur stóran kunnleika til fakøkið og trygt dugir at brúka ókent tilfar í mun til kendar spurningar. Próvtakarin brúkar fakligt skikkað háttalag og úrslit frá egnum royndum og skilur og tulkar við fakligari vissu lívfrøðiligar upplýsingar og dátur uttan at nakað munandi vantar. Próvtakarin dugir at seta sína lívfrøðiligu vitan í frásjón.

7

gott

Framløgan er samanhangandi og verður framd við lívfrøðifakligum orðingum. Próvtakarin vísir góðan kunnleika til fakøkið og dugir á hóskandi hátt at brúka tað ókenda tilfarið í mun til kendar spurningar. Próvtakarin brúkar á hóskandi stigi lívfrøðiligt háttalag og úrslit frá egnum royndum og skilur og tulkar lívfrøðiligar upplýsingar og dátur, tó við fleiri villum. Próvtakarin dugir í vissan mun at seta sína lívfrøðiligu vitan í frásjón.

2

nøktandi

Framløgan er ikki serliga greið. Nýtslan av fakligum orðingum er ótrygg. Próvtakaranum vantar nógva vitan um fakøkið. Ókenda tilfarið verður í minni mun sett í samband við kendar spurningar. Próvtakarin brúkar í minni mun lívfrøðiligt háttalag og úrslit frá egnum royndum. Próvtakarin skilur og tulkar lívfrøðiligar upplýsingar og dátur so dánt, honum vantar neyvleika og ger rættiliga nógv mistøk. Hann dugir í avmarkaðan mun at seta sína lívfrøðiligu vitan í frásjón.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísingin verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin í lívfrøði á A stigi verður skipað við støði í lívfrøðiundirvísingini á C-stigi.

Undirvísinging fatar um m.a. grundstøði innan kyknulæru, smáverulívfrøði, lívevnafrøði, vistfrøði, arvalæru og lívvirkis­frøði. Undirvísingin venur næmingarnar at arbeiða við ymiskum háttaløgum, leita eftir upplýsingum, próvføra á lívfrøðiligum grundarlag, arbeiða við modellum og røða um dygdina í sambandi við áhugamál, ið vera sett upp ímóti hvørjum øðrum.

Undirvísingin er tematisk. Temuni taka støði í lívfrøðiligum spurningum, ið antin hava persónligan ella samfelagsligan áhuga. Ymisku evnini verða vald, so at tey lýsa tað, sum sermerkir lívfrøðina, samstundis sum tey lýsa, hvønn týdning tað hevur at brúka lívfrøðilig ástøði og arbeiðslag. Temuni verða løgd soleiðis tilrættis, at tey stuðla fatanina hjá næminginum um, hvussu ymisku partarnir í kjarnaøkinum hanga saman. Nøkur av temunum verða vald við tí fyri eyga, at hesi kunnu verða brúkt í samstarvi við onnur fak.

Undirvísingin verður løgd soleiðis tilrættis, at hon skiftir ímillum ymiskar undirvísingar­hættir, ið tryggja stigvøkstur frá eini meiri lærarastýrdari undirvísing til eina, har næmingurin sjálvstøðugt kann arbeiða bæði ástøðiliga og verkliga við smærri lívfrøðiligum spurningum, samstundis sum næmingurin eisini gerst tilvitaður um stigvøksturin í síni egnu læring. Hetta kann verða gjørt við at arbeiðtt verður á ymiskum taksonomiskum stigum, og við at brúka týpuorð sum lýs, greið frá, greina, røð um og met um.

Av stórum týdningi er, at einstaki næmingurin virkin og á skapandi hátt mennir síni munnligu evni at miðla lívfrøðiliga vitan við samrøðu og við framløgu.

Eisini er tað av stórum týdningi, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum kyknulæra verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum arvalæra. Vitan á hesum øki kundi verið við til at gjørt fatanina av lívfrøðini meira fjøltáttaða.

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður.

Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku.

Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat ið er best at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

Næmingurin skal tí gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgondin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini lívfrøði. Tá ið arbeitt verður við ymiskum evnum og táttum, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í lívfrøði skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og kritiskt við teimum ymisku evnunum og táttunum, sum arbeitt verður við. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum viðurskiftum, ið so ella so eru knýtt at lívfrøðiligum spurningum.

Arbeiðshættir

Undirvísingin verður sum áður nevnt løgd tilrættis, so at royndarstovuarbeiði og ástøði eru samantvinnaði, samstundis sum at:

  • dagliga undirvísingin skiftir ímillum ymisku læringsrúmini
  • valdi arbeiðshátturin ger næmingin mest møguliga virknan og sjálvstøðugan
  • næmingurin sjálvur ger flest møguligar royndir
  • næmingurin arbeiðir sambært bæði tí induktiva, hypotetisk-deduktiva háttinum og falisifikatiónsháttinum
  • næmingurin leggur evni munnliga fram til kjak
  • næmingurin eygleiðir bæði í starvstovuni, náttúruni og á virkjum
  • næmingurin skrivliga skjalprógvar arbeiðið, sum t.d. frágreiðingar og starvsstovuskráir.

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður.

Í lívfrøði verða ymiskir arbeiðshættir nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingafram­løgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.s.fr.. Tá ið arbeiðs­hættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undir­vísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt næmingarnir búnast og gerast meira sjálvstøðugir, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarháttur at minka.

Næmingarnir skulu ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap frá lærara og floksfeløg­unum, og í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu arbeiðsupp­gávurnar og venjingarnar hjá næminginum verða útintar.

Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at kanna gjølla, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og at sýna virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Royndararbeiði

Í minsta lagi 1/3 av undirvísingini verður nýttur at gera kanningar og royndir. Íroknað er bæði arbeiðið áðrenn og aftan á kanningina ella royndina. Skráir og/ella frágreiðingar verða altíð skrivaðar.

Lívfrøði er náttúruvísindalig lærugrein, har undirvísingin skiftir ímillum ástøði og royndir. Royndararbeiðið er altíð fastur partur av undirvísingini. Tað merkir, at samstundis sum ástøðiligi parturin verður gjøgnumgingið, verður royndararbeiðið gjørt í royndarstovuni og/ella úti í náttúruni. Tí skal tætt samband vera millum tað átøðiliga og tær royndir, ið tema/evni vilja lýsa. Í flestu førum er tað ein fyrimunur, um royndararbeiðið er støði undir einum tema, í staðin fyri at temað fyrst verður ástøðiliga lýst og síðan royndararbeiðið gjørt.

Royndarstovuarbeiðið fatar m.a. um

  • royndir, ið verða gjørdar við støði í eini útflýggaðari vegleiðing
  • venjingar í ítøkiligum kanningaháttum
  • testu/hypotesu í sambandi við eina givna roynd
  • sjálvstøðugt at leggja til rættis royndir, testa hypotesir og viðgera úrslit av egnum royndum.

Royndarstovuarbeiðið fer fram bæði inni í royndarstovuni og úti í náttúruni. Næmingurin fær sostatt gott innlit í náttúruvísindaligar arbeiðshættir, samstundis sum næmingurin lærir at ferðast í náttúrini umframt arbeiðstrygdarviðurskifti í royndarstovuni.

Næmingurin skal í sambandi við royndararbeiðið hava vanligar royndarstovuførleikar, umframt at hann skal læra um vanlig trygdarviðurskifti í royndarstovu.

Hugtakið royndararbeiði fatar um ymiskt virksemi hjá næminginum, sum t.d.

  • at venja ítøkiligar arbeiðshættir og tøkni, so sum at nýta sjóneyku, blóðtrýstmátara, telja gerkyknir, arbeiða sterilt o.tíl.
  • at eygleiða, kanna og máta bæði í royndarstovuni og úti í náttúruni, t.d. flora- og faunakanningar, kanna vatndálking, kostkanning o.tíl.
  • royndir, ið skulu testa og/ella endurskoða hypotesir, t.d. um, hvørjir faktorar hava ávirkan á geringartilgongdina, hvønn týdning føðslusølt hava á plantuvøkstur, royndir í sambandi við arbeiðsfysiologi o.tíl.
  • samrøður og spurnarkanningar í sambandi við arbeiðsumhvørvi, royking, rúsevni, heilsutiltøk o.tíl.

Sýnisroyndir og greiningar av royndarúrslitum frá øðrum keldum kunnu nýtast sum íblástur í undirvísingini, men verða ikki roknaðar sum partur av royndararbeiðinum hjá næminginum.

Mælt verður til at byrja eina undirvísingargongd við eini kvalitativari roynd fyri at eggja og kveikja forvitni hjá næminginum. Seinni kann royndin víðkast til eina kvantitativa roynd ella mennast á onkran annan hátt.

Allar royndir skulu skjalprógvast við eini skrá, sum skal fevna um viðmerkingar, ið styðja eina møguliga vegleiðing, so at alt frá royndini er skjalfest. Skráin skal hava ein slíkan eginleika, at hon kann nýtast sum grundstøði í sambandi við eina próvtøku. Skráirnar verða eisini nýttar sum støði undir møguligum royndarstovufrágreiðingum.

Talgilt myndatól, videoupptakari, fartelefonir o.tíl. gera tað møguligt hjá næminginum at skapa eitt sjónligt úrslit, ið seinni kann nýtast sum skjalprógv í sambandi við kt-framløgur, royndarstovufrágreiðingar o.tíl.

Umframt at arbeitt verður við ymiskum sløgum av royndum, skulu hesar bæði vera kvalitativar og kvantitativar. Í sambandi við kvantitativu royndirnar skal dentur verða lagdur á meting av úrslitunum, óvissur av mátingum umframt møguleikan at endurtaka royndini.

Tvørfakligt samstarv

Undirvísingin verður løgd til rættis í samstarvi við hinar náttúruvísindaligu lærugreinarnar í styttri ella longri tíðarskeið.

Samstarvið kann vera meira ella minni bindandi - frá fullkomnari samkoyring millum læru­greinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning um somu tíð.

Tríggjar høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi:

  • ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og
  • ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.
  • ein verklig, ið ger evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næming­urin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin

Tvørfakligt samstarv skal tí hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild, og tað letur samstundis upp fyri øðrum og fjølbroyttari sjónarmiðum.

Fleiri av fakligu økjunum í lívfrøði er sera viðkomandi fyri næmingarnar. Teir kunnu gera nógvar royndir og kanningar við sínum egna kroppi sum útgangsstøði, og tað ger eisini náttúruvísindaligu arbeiðshættirnar meira viðkomandi. Í lívfrøði er siðvenja at røða um torgreidd sambond og geva fatan av, hvussu t.d. villukeldur kunnu ávirka úrslit. Lívfrøði gevur tí eitt munandi íkast til náttúruvísindaligu fatanina hjá næminginum og atburð hansara í sambandi við aðrar náttúrulærugreinar.

Lívfrøði er eisini lærugrein, sum er vælegnað til at skapa samband millum náttúruvísindaliga, humanistiska og samfelagsliga økið, og hesin møguleiki eigur at vera gagnnýttur. Í lærugreinini verður náttúruvísindaligur hugsunarháttur og náttúruvísindaligir arbeiðshættir nýttir sum støði undir hugburðsmenning og etiskari støðutakan í ymiskum evnum, sum eisini verða viðgjørd í øðrum lærugreinum. Hetta gevur møguleikar fyri fruktagóðum tvørfakligum samstarvi, sum kan geva eitt íkast til tann almenna og fakliga hugburðin.

Lívfrøði A er harumframt fevnt av teimum vanligu ásetingunum um samstarv millum læru­greinar.

Skrivligi tátturin

Skrivliga arbeiðið er ein náttúrligur partur av undirvísingartilgongdini og fevnir um hesi evni:

  • skráir frá royndarstovuarbeiði og kanningum í náttúruni
  • frágreiðingar við støði í skráum
  • rokna uppgávur
  • annað arbeiðið, t.d. verkætlanir

At gera skráir og at skriva frágreiðingar er ein týdningarmikil partur í náttúruvísindaligu lærugreinunum, og tað er sjálvsagt, at lívføði, evnafrøði og alisfrøði samstarva um at læra næmingin hetta handverk. Miðað verður ímóti, at hetta verður gjørt við støði í einum felags frymli fyri frágreiðingar og við at nýta felags frøðiheiti. Í ávísum førum er skilagott at samstarva við lærugreinina føroyskt, sum kann geva eitt íkast til at betra um orðingar og miðlan í sambandi við at frágreiðingar verða skrivaðar.

Skrivliga arbeiðið skal

  • økja um møguleikan hjá næminginum at ogna sær hegni at arbeiða náttúruvísindaliga
  • venja evnini hjá næminginum at miðla náttúruvísindaligar upplýsingar rætt og beinraki
  • venja evnini hjá næminginum at greiða frá, greina og røða um royndarúrslit og náttúruvísindaligar spurningar
  • geva næminginum møguleika at fara í dýpdina við náttúruvísindaligum spurningum
  • skapa støði undir endaligu royndini

Siðvenjan í sambandi við skrivligt arbeiði í lívfrøði hevur í stóran mun verið at gera skráir og at skriva frágreiðingar. Ein stórur partur av skrivliga avrikinum kann vera av hesum slag. Men eisini onnur sløg av skrivligum avrikum eru hóskandi, sum t.d.

  • arbeiðsuppgávur, sum kunnu fevna um samandrátt av lektiu, plakat- og reklamutekstir, at loysa uppgávur og venja lyklaorð sum “at greiða frá”, “at røða um”, “at greina” og “at meta um”.
  • uppgávur í at miðla, sum taka saman um og miðla fakligu vitanina hjá næminginum til ein givnan málbólk – t.d. minilex, greitt prosasvar til persón uttan fakligan kunnleika, grundgeva fyri og ímóti einum orðaðum spurningi, uppskot til lesarabræv ella líknandi

Í sambandi við onnur avrik og aðrar uppgávur í miðlan kann vera tørvur á skrivligum skjalprógvum, t.d. í sambandi við tekstir til PowerPoint, synopsu til film, handrit til útvarpssending, blaðgreinar og faldarar.

Næmingurin skal altíð gera skráir (skrásetingar) í sambandi við royndir og kanningar. Frágreiðingar verða skrivaðar í onkrum av førunum.

Frágreiðingarnar kunnu vera meira ella minni umfatandi. Roknað verður ikki við, at tær fyrstu frágreiðingarnar á teimum ymisku stigunum eru tilevnaðar á sama hátt sum tær seinastu. Skilagott er at leggja dent á einstakar tættir í skrivingini alt eftir hvørjar venjngar verða gjørdar. Hetta merkir, at tá ið nakrar frágreiðingar eru gjørdar, hava allir tættir verið viðgjørdir. Ein frágreiðing kann t.d. leggja dent á at lýsa mannagongd, arbeiðshátt, ella samband millum ástøði og viðgerð av úrslitum. Sum heild má skrivliga arbeiðið vera við til at menna evni næmingsins at fara í dýpdina, umframt styrkja nærlagni og neyvleika hansara.

Havast skal í huga, at skrivligu avrikini í so stóran mun sum til ber skulu nýtast sum støði undir próvtøkuni. Tí er neyðugt at gera eitt hóskandi tal av skrivligum avrikum, og at hesi breitt umfata fakligu økini.

Skrivligi og skapandi parturin av lærugreinini letur upp fyri tvørfakligum samstarvi, og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn bara í lívfrøði, kann talan vera um tvørfakligt samstarv við t.d. eina av mállærugreinunum. Ein grundgeving fyri, at skrivligt og skapandi arbeiði kann vera partur av tvørfakligum samstarvi, er, at næmingurin lærir, at tað at skriva væl (t.e. greitt og uttan stórvegis villur) ikki bara er eitt krav í lærugreinini føroyskum, men eitt alment krav, ið er knýtt at øllum skrivligum samskifti í øllum læru­greinum.

Næmingurin skal tí hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivlig upprit, sum verða løgd fram, á ein mennandi hátt. Kunningartøknin letur harumframt upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Munnligi tátturin

Munnliga miðlanin verður best styrkt, um einstaki næmingurin mest møguligt sleppur til orðanna. Hetta kann fáast í lag í sambandi við ein virknan dialog við læraran ella hinar næmingarnar í flokkinum, og at næmingar samrøða, tveir og tveir og í bólki. Eisini um næmingurin við hjálp frá læraranum av og á sleppur at leggja fram tilfar úr tíðarritum o.s.fr. ella halda stuttar fyrilestrar. Eisini framløgur í smærri bólkum kunnu stimbra munnliga táttin hjá næmingunum.

KT í undirvísingini

KT verður tikið við í undirvísingina, har tað gevur fyrimunir í mun til at náa fakligu málunum fyri lærugreinini, t.d. í sambandi við datasavning, dataviðgerð við rokniarki, leiting á netinum, ger av skrivligum frágreiðingum og framløgur.

Ein heimasíða ella bloggur gevur góðar møguleikar fyri at skifta tilfar sínámillum og at hava sítt egna arbeiði savnað á einum stað. Eisini lættir hetta um sam­skiftið millum næmingar og næmingar og lærara. Serliga í sambandi við verkætlanir og annað bólkaarbeiði eru talgildu stevnurnar eitt gott amboð.