Skriva út ##pt##

Landafrøði C

Seinast broytt: 

20. juni 2014

1. Samleiki

Landafrøði er lærugrein, ið sameinir fleiri ymiskar lærugreinar, ið arbeiða við jarðartengdum samanhangum og broytingum. Hugt verður bæði eftir, hvussu náttúran og umhvørvið seta treytir fyri samfelagsligum virksemi ymsastaðni á jørðini, og hvussu samfelagslig og mentanarlig frambrot broyta náttúruligu og umhvørvisligu fortreytirnar.

Væl eydnað landafrøði megnar bæði at viðgera smærri samanhangir og broytingar, men eisini at seta hesar í ein størri samanhang. Landafrøði C eigur at vísa á náttúruvísindaligar og samfelagsvísindaligar samanhangir í staklutum, umframt at viðgera hesar bæði á staðbundnum, økistengdum og alheims stigi. Føroysk viðurskifti eiga at verða tikin inn sum natúrligur partur av undirvísingini.

Somuleiðis er umráðandi, at undirvísingin verður sett í samband við gerandisdagin hjá næmingunum, so at lærugreinin bæði kann byggja á eina skipaða eygleiðing, eins væl og undran og djúphugsan, tá ið talan er um umstøðurnar kring okkum.

2. Endamál

Undirvísingin í landafrøði á C stigi hevur til endamáls, at

  • næmingurin ognar sær innlit í, hvussu materielli heimurin er háttaður, og hvussu menniskjan byggir síni lívskor á hesi viðurskifti
  • næmingurin ognar sær førleika at skilja, hvussu fyrisiting og vísindaumhvørvi starva við at lýsa tey ymisku landafrøðiligu fyribrigdini og umsita tey
  • næmingurin ognar sær vitan og kunnleika um jørðina og skilir, at hon er býtt sundur í øki av alskyns støddum og vavi, og at knýtt verða sterk búskaparlig, politisk og sosial áhugamál at hesum økjum, ið kunnu avmarkast bæði horisontalt við kortum og planum, men eisini við tvey- ella trídimensionalum yvirlitsmyndum, sum vísa vertikalar samanhangir og avmarkingar
  • næmingurin fær eina fatan av, at hesi øki ikki einans eru tómar víddir og rúm, men at tey hava alskyns eginleikar knýttar at sær, ið krevja bæði kvantitativar og kvalitativar førleikar, skulu teir verða lýstir
  • næmingurin ognar sær førleika at skilja, hvussu nýggj vitan og tøkni kunnu nýtast til at betra um stýringina, gagnnýtsluna og tillagingina av náttúruumhvørvinum
  • næmingurin fær kunnleika um og innlit í hugtøk, arbeiðshættir og sannkenningar í lærugreinini
  • næmingurin fær innlit í, hvussu landafrøði og landafrøðifaklig gransking saman við hinum náttúrulærugreinunum stuðlar undir fatan okkara av heiminum
  • næmingurin mennir sín áhuga og forvitni, so at hann fær hug at læra meira
  • næmingurin styrkir sína fatan av fremmandum mentanum.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í landafrøði á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Landafrøði á C stigi kunnar breitt um fakið og leggur støði undir at velja onnur fak, serliga landafrøði B, men eisini onnur landafrøðilig fak sum t.d. oljufrøði og fiskivinnu. Tí eru kjarnaøkini í landafrøði á C stigi sera breið og skulu geva eitt samanhangandi innlit í, hvussu jørðin hongur saman, bæði náttúrulandfrøðiliga og samfelagslandfrøðiliga. Umráðandi er tí, at øll økini verða viðgjørd. Sum nevnt í samleikanum eigur undirvísingin at teingja saman náttúruligu og samfelagsligu evna- og orkufloymarnar, so at næmingurin lærir bæði at hugsa um samfelagsavbjóðingar út frá náttúrutreytum og um náttúruavbjóðingar út frá samfelagstreytum. Hóast námsætlanin lýsir kjarnaøki, er eingin forðing fyri at samantvinna ymisku økini í kreativ temu, har eisini ískoytisøki kunnu takast inn. Eisini verður mælt til tvørfakligt samstarv við aðrar viðkomandi lærugreinar.

Kjarnaøkini í landafrøði C fylla millum 70 og 90 % av samlaðu undirvísingartíðini, meðan ískoytisøkini fylla millum 10 og 30 % av undirvísingartíðini.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini eru hesi og verða nærri viðgjørd í hesum broti:

  • Arbeiðshættir í landafrøði
  • Jarðfrøði, ráevnavinna og orka
  • Veðurlag, landbúnaður og orka
  • Lendi, samferðslu- og samskiftiskervi og fólkatalsfrøði
  • Hav- og sjóvinna

Arbeiðshættir í landafrøði

  • Kortlæra
  • Hagtøl
  • Feltarbeiði

Jarðfrøði, ráevnavinna og orka

  • Jarðarsøgan og jarðarinnar upphav
  • Uppbyggjandi máttir, m.a. eldgos, hot-spots og plátutektonikkur og avleiðingar av hesum
  • Niðurbrótandi máttir, m.a. máan av ísi og regni og avleiðingar av hesum
  • Skapan av ymiskum grótsløgum
  • Lívrunnar orkukeldur

Veðurlag, landbúnaður og orka

  • Orkujavnvág jarðarinnar
  • Veðurskipanir á jørðini við dømum um økistengdar og staðbundnar veðurskipanir
  • Veðurlagsmunir ymsastaðni á jørðini og orsøkir til hesar
  • Vistfrøðiskipanir
  • Fyritreytir fyri lívi og landbúnaði ymsastaðni á jørðini
  • Varandi orkukeldur
  • Mannaelvd ávirkan á landslagið

Lendi, samferðslu- og samskiftiskervi og fólkatalsfrøði

  • Lendisumsiting og planlegging
  • Samferðslu- og samskiftiskervi
  • Fólkatalsfrøði og vinnulívsmenning
  • Flytføri og tilflutningur

Hav og sjóvinna

  • Havfrøði, m.a. hvussu havið er uppbygt, og hvørjir streymar gera seg galdandi
  • Havvistfrøði, m.a. plankton og fiskameingi
  • Fiskivinna, m.a. fiskivinnuregulering og búskapur
  • Alivinna og regulering av aliøkjum

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Førleikamálini eru lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar. Støðisførleikarnir eru nøkur almenn mál, ið gera seg galandi fyri allar lærugreinar. Landafrøði C er ein partur av hesum størra samanhangi, men hevur nakrar serligar arbeiðshættir. Hesir koma til sjóndar í teimum fakligu førleikunum, ið útgreina, hvat næmingurin skal megna eftir at hava fylgt undirvísingini í lærugreinini.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi.

Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í landafrøði harumframt um at virða náttúru og umhvørvi, umframt tilfeingi og tey sermerki, ið hava týdning fyri nærumhvørvið bæði hjá sær sjálvum og fremmandum menniskjum. Í undirvísingini verður dentur lagdur á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og virðir tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin virðir eisini sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann virðir tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann hevur virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin landafrøði er við til at fremja hesa menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin verður frá fyrsta degi vandur við at tala, skifta orð, lurta, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Í landafrøði merkir hetta m.a. at lesa ástøðiligar og empiriskar tekstir, at lesa myndlar og ritmyndir, ið sýna støður og einfaldar broytingar í tíð og í rúmd. Harumframt fevnir førleikin at lesa um at duga at kunna seg í kortum av ymiskum slagi, umframt at duga at lesa talvur og skema. Førleikin at skriva í landafrøði snýr seg um at duga at orða seg á einum samanhangandi fakmáli, ið evnar at knýta saman einfaldar samanhangir.

Førleikin at rokna snýr seg í landafrøði eins og í náttúrulærugreinum annars um førleikan at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og at loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mong og ymisk gerandismál, og tí hevur undirvísingin í landafrøði ein týðandi lut í hesi menning.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er í landafrøði at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. Við venjingum ognar næmingurin sær vitan og mennir síni evni at skriva tekstir. Hesin førleiki snýr seg í stóran mun um at duga at finna viðkomandi upplýsingar á internetinum og at taka niður tilfar ella avrita tilfar inn í eitt tekstskjal ella rokniark og at goyma sítt tilfar í skipaðum skjáttubygnaði, so at til ber at handfara eina ávísa mongd av ymiskum tilfari.

At kanna

Forvitni er íborin førleiki. Vit rannsaka umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, samanbera, søkja svar og gera royndir. Í undirvísingini verða hesir førleikar mentir frá lægsta til hægsta stig, frá tí konkreta til tað abstrakta.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um náttúru, umhvørvi og mentanarlig viðurskifti. Í landafrøði styrkir næmingurin síni evni at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan grundað á teir fakligu førleikar, ið fakið bjóðar. Næmingurin verður eggjaður til at síggja gagn og gleði í náttúrufrøðiligum og mentanarligum viðurskiftum og til at fregnast um spurningar av nevnda slag, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum lærir næmingurin at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara landafrøðifakligt tilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin mennir síni evni at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt, eins og hann mennir síni hugskot. Hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg í landafrøði um, at næmingurin gerst tilvitaður um og lítur á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin lærir, hvussu náttúruvísindalig, tøknilig og vinnulig nýbrot hava broytt náttúru, umhvørvi, samfeløg og mentan. Næmingurin lærir, at eygleiðing og ítøkiligar royndir eru ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.


Fakligir førleikar

Undirvísingin í landafrøði á C stigi skal bæði menna kunnleikan hjá næminginum, umframt geva honum nøkur amboð at skilja og formidla landafrøðilig evni. Førleikamálini eru í høvuðsheitum ikki knýtt at nøkrum ávísum kjarnaøki, men eiga at vera ein partur av undirvísingini sum heild, har tey hóska inn.

Næmingurin skal eftir at hava lokið landafrøði á C stigi duga:

  • at lesa og endurgeva landafrøðifakligar tekstir á einum torgreiddum máli
  • at lesa bæði tví- og trídimensionalar myndlar og ritmyndir, ið sýna eina støðu ella broyting í tíð og rúmi
  • at gera seg kunnigan á tematiskum kortum
  • at gera seg kunnigan í einum korti, einum globusi og einum atlasi og við koordinatum staðfesta, hvar og hvussu fjar ávís støð eru í mun til hvørt annað og onnur
  • at lesa størri tvídimensionalar talvur og skema og samanbera hesar við annað líknandi tilfar
  • at tekna uppkast til einføld kort ella ritmyndir
  • vanligu roknihættirnar, mongdarlæru, tekna grafar út frá einføldum funktiónum, geometri og at skipa tøl í fleiri ymiskum størri talvum og skemum
  • einfaldastu hagfrøðiligu hugtøkini, ið gera tað møguligt at tulka taltilfar
  • finna upplýsingar á internetinum og at taka niður tilfar ella kopiera tilfar inn í eitt vanligt tekstskjal og/ella rokniark
  • at goyma talgilt tilfar í einum skipaðum skjáttubygnaði, soleiðis at tað er gjørligt hjá næminginum at handfara eina stóra mongd av ymiskum tilfari
  • at finna, lesa og samanbera ymisk sløg av landafrøðifakligum endurgevingum t.d. tekstir, talvur, kort, ritmyndir, myndir o.a. Næmingurin skal hava ein ávísan kunnleika um, hvar landafrøðifakligt keldutilfar er at finna og duga at meta um góðskuna á tí
  • at nýta framløguforrit ella heimasíðuforrit til at leggja egin avrik fram
  • at kenna aftur, eyðkenna og skilmarka rúmlig mynstur, at úttala seg í rúmligum hugtøkum og leysliga at endurgeva rúmlig mynstur gjøgnum kort og ritmyndir
  • at fremja smærri royndir, til dømis savna inn tilfar frá námsferðum ella útferðum, skipa tað og endurgeva tað munnliga
  • at greina landafrøðiligar tilgongdir niður í antin einstøk landafrøðilig fyribrigdi ella styttri parttilgongdir og at greiða skilliga frá hesum
  • at seta einstøk landafrøðilig fyribrigdi ella parttilgongdir í eitt størri landfrøðiligt høpi, umframt at samantvinna ymiskar undirgreinar í landafrøðini
  • at loysa landafrøðiligar spurningar, og at orða geografiskar spurningar
  • at arbeiða fleirfakliga og tvørfakliga.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka. Próvhoyringin varir 25 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 25 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnatilfarinum og ískoytistilfarinum, sum arbeitt hevur verið við í undirvísingini. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av ókendum tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtøkuspurningarnir skulu vera neyvlýsandi og hava undirspurningar umframt fylgiskjøl, ið ikki hava verið nýtt í undirvísingini. Próvtøkuspurningarnir skulu skipast soleiðis, at próvtakarin fær møguleika at vísa eina røð av teimum førleikum, hann hevur útvegað sær í undirvísingini. Tað er próvtakarans egna ábyrgd at meta um, hvat lisið tilfar kann verða tikið við upp í viðgerðina, men próvtakarin kann verða spurdur um alt, ið er lisið gjøgnum árið, og á hættir, ið leggja upp til allar førleikar, ið eru lýstir í hesi námsætlan.

Sama próvtøkutilfar kann í mesta lagið verða nýtt tríggjar ferðir í sama próvtøkuflokki.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar sambært próvtøkukunngerðini.

Dømingargrundarlag

Próvtalið 12 verður givið fyri eitt frálíkt avrik, har næmingurin neyvt og gjølla megnar at útgreina próvtøkuspurningin. Próvtakarin skal á fullgóðan hátt og við stórum yvirliti megna at greiða frá ástøðiligu samanhangunum, megna at avlesa og tulka ritmyndir, kort, tekstir, frymlar, myndir ella lutir, og við livandi máli og stórum sjálvsáliti megna at lýsa og viðgera gerandisligu sjónarhornini í ástøðiligu og empirisku vitanini.

Próvtalið 7 verður givið fyri eitt gott avrik, har próvtakarin sum heild megnar at útgreina próvtøkuspurningin, tó við stórum holum í vitanini. Próvtakarin skal á samanhangandi hátt megna at greiða frá ástøðiligum samanhangum, á samanhangandi hátt avlesa og tulka ritmyndir, kort, tekstir, frymlar, myndir ella lutir, og á ein samanhangandi hátt megna at lýsa og viðgera gerandisligu sjónarhornini í ástøðiligu og empirisku vitanini.

Próvtalið 2 verður givið fyri eitt nøktandi avrik, har próvtakarin so dánt megnar at útgreina próvtøkuspurningin. Próvtakarin skal megna at lesa ósamanhangandi vitanarbrot úr ástøðiliga samanhangunum, á ósamanhangandi hátt megna at tulka ritmyndir, kort, tekstir, frymlar myndir ella lutir, og á ein ósamanhangandi hátt megna at viðgera og umrøða gerandisligu perspektivini í ástøðiligu og empirisku vitanini.

Próvhoyrari og próvdómari skulu í hvørjum einstøkum føri meta um, hvørt neyðugt er at seta dýpandi ella uppklárandi spurningum. Spurningarnir skulu setast fyri at skjalfesta rætta vitanar- og førleikastøðið hjá próvtakaranum.

7. At skipa undirvísing

Havast má í huga, at landafrøði á C stigi heilt ella lutvíst er ein fyritreyt fyri at lesa onnur landafrøðitengd fak á B stigi, so sum fiskifrøði, oljufrøði og landafrøði B.

Didaktiskar meginreglur

Av avgerandi týdningi er, at undirvísingin í landafrøði elvir til og leggur upp til ein stigvøkstur í torleika- og fatanarstigi. Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini mynda framúravrikið og eru bindandi soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð miða eftir at fáa tað besta burturúr undirvísingini. Fyri at tryggja stigvøksturin er neyðugt, at sett verða mál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Undirvísarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingarnir hava eina greiða fatan av, hvørji málini eru, soleiðis at teir sjálvir gerast tilvitaðir um krøvini og kunnu fylgja, umhugsa og stýra teirra egnu menning. Teir skulu í hesum viðfangi hava eina greiða fatan av, hvussu teir verða eftirmettir, og hvat metingarstøðið er.

Undirvísingin skal ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður evnislýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingar gerast tilvitaðir um teirra egnu læringartilgongdir. Næmingar eiga regluliga at verða kunnaðir um, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og teir eiga at verða eggjaðir til at umhugsa teirra egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, so at næmingurin evnar at taka ábyrgd fyri egnari læring og dugir at goyma undirvísingartilfarið á ein skilagóðan hátt.

Stigvøksturin og metalæringin eru fortreytir fyri, at næmingurin í størri og vaksandi mun kann taka ábyrgd fyri egnari læring. Fyri at tryggja hesa tilgongd er neyðugt, at ljós verður varpað á, hvønn leiklut næmingar og lærari hava, eins og at næmingar sleppa at hava ávirkan á, hvussu undirvísingin verður løgd til rættis.

Í hesum sambandi er umráðandi, at undirvísingin í so stóran mun, sum til ber, tekur støði í gerandisdegi næmingsins. Landafrøðiligar hendingar verða ofta lýstar í miðlunum, og tað er uppgáva undirvísarans at fylgja við í miðlunum og spyrja næmingarnar um tíðarbærar landafrøðiligar hendingar. Hóskandi er eisini at taka tíðarbært skrivligt tilfar upp í undirvísingina eftir tørvi. Nýtsla av ástøðiligum tilfari er neyðug fyri at handfara vitanina á C-stigi, so undirvísingin má miða ímóti at sameina sannroyndir, ástøði og háttalag, so at tey ganga upp í eina hægri eind. Í hesum sambandi verður mælt til at arbeiða bæði induktivt og deduktivt. Eisini eigur at verða miðað ímóti tvørfakligum samstarvi við aðrar lærugreinar.

Endamálið við, at undirvísingin byggir á eina tillaging millum undirvísara og næming, er, at geva fleiri næmingum eina fatan av, hví læringin hevur týdning. Við ymiskum arbeiðsháttum og læringartilgongdum, ymiskhættaðum undirvísingartilfari og ymiskum sløgum av avrikum verður tryggjað, at næmingurin kennir seg aftur í tí, sum undirvíst verður í. Endamálið er, at øll fáa gagnnýtt sínar læringarstílar.

Læring fer ikki einans fram, til skúlagongdin er av. Næmingurin skal fáa eina holla fatan av, hvønn samfelagsligan og persónligan týdning menningin av menniskjaligum tilfeingi, harímillum formlig útbúgving, hevur. Næmingurin skal eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, og her hevur lærarin sum leiklut at leggja lag á og skapa umstøður, sum stimbra hugin til at læra alt lívið.

Næmingatillagað undirvísing er treytað av tilvitanini um ymiskar læringarhættir og um fortreytirnar hjá einstaka næminginum. Fyri at betra vitanina um hetta er umráðandi at fremja regluliga eftirmeting av undirvísingini, bæði gjøgnum formligar skjalbundnar eftirmetingarhættir, men eisini gjøgnum óformligar munnligar eftirmetingarhættir, eitt nú við næmingasamtalu.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í landafrøði skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgur, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingurin búnast og gerst meira sjálvstøðugur, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingurin skal ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum, frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin í lærugreinini verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin landafrøði er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn, bara í landafrøði, kann talan verða um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva so, at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Arbeitt verður við uppgávum og verkætlanum, har dentur bæði verður lagdur á arbeiðsgongd og úrslit. Hetta verður samlað í skjalamappu (portfolio) hjá hvørjum einstøkum næmingi, so at undirvísingargongdir og fakliga menningin hjá næminginum verða skjalfest.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast, so at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Í byrjanini kunnu næmingarnir t.d. lesa eina stutta bók um dagin. So hvørt sum bøkurnar gerast longri, má meira tíð setast av til at lesa eina bók. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.