Skriva út ##pt##

Kunningarfrøði C

Galdandi frá: 

1. august 2019

1. Samleiki

Kunningarfrøði er ein kt-lærugrein, sum fremur albúgvinginga og lesiførið. Lærugreinin hevur støði í veruleikakendum arbeiðsgongdum og kt-skipanum, og harvið er hon tongd at veruleikakendum samfelagsviðurskiftum. Kunningarfrøði breiðir seg um alt samfelagið, og tí fer ein sínámillum ávirkan alla tíðina fram millum kt-menningina og menningina í samfelagnum og í heiminum yvirhøvur.

Kunningarfrøði fevnir um hugskotsmenning og talgildisbúgving og er tí ein aðaltáttur, tá tað ræður um at skilja, taka støðu til og geva sítt íkast til samfelagsmenningina í egnum landi og úti í heimi. Kjarnin í kunningarfrøði er at viðgera talgild dátur og at samvirka við teimum. Lærugreinin snýr seg um tað samanspælið, sum er fyri talgildar dátur millum ástøði/myndil øðrumegin og eftirkanning/roynd hinumegin. Kunningarfrøði er ein vitanar- og kunnleikagrein og harumframt ein førleikagrein. Hvør av hesum táttum í lærugreinini er treytaður øðrum, og tilsamans borga teir fyri fakligari dýpd. 

Høvuðsøkini í lærugreinini eru dátur, arbeiðsgongd, myndil og samstarv í sambandi við kt-skipanir. Lærugreinin fevnir um hópin av háttaløgum og hugtøkum fyri trupulleikaloysn, myndlan menning, sum er grundarlagið fyri kunningarfrøði. Talgildisbúning er ein natúrligur partur av hesum. 

2. Endamál

Kunningarfrøði er við til at fremja yvirskipaðu endamálini við útbúgvingunum við tað, at hon styrkir førleikarnar hjá næmingunum, sum heild eins væl og innan fyri einstøku lærugreinarnar, til at klára eina miðnámsútbúgving og síðani at velja sær lestrar- og virkisleið fyri framtíðina.  

Arbeiðið í kunningarfrøði skal geva næmingunum førleika til at arbeiða skipað og við umhugsni. Endamálið kann røkkast við, at skift verður millum ástøði og myndlan øðrumegin og hinumegin, at ætlaninar verða royndar og settar í verk.

Gjøgnum ástøðiligt innlit í og verkligt arbeiði við at skapa ymisk sløg av kt-skipanum styrkir lærugreinin evnini hjá næmingunum til at taka støðu til, hvussu hin einstaki, útbúgvingin og samfelagið brúka kt. Á henda hátt fáa næmingarnir innlit í lærugreinina og kunnu viga hana upp ímóti egnari styrki og egnum áhugamálum í sambandi við valið av lestrar- og virkisleið. 

Harumframt ger lærugreinin næmingarnar førar fyri at greiða frá nýskapandi kt-loysnum upp á veruleikakend greiðsluevni.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í kunningarfrøði á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í kunningarfrøði á C-stigi eru seks í tali:

  • Sínámillum ávirkan millum menniskjaligt virksemi og virksemið í kt-skipanum
  • Kt-trygd, net og byggilag
  • Lýsing og handfaring av dátum
  • Forritan
  • Samvirkin formgáva
  • Nýskapan

Sínámillum ávirkan millum menniskjaligt virksemi og virksemið í kt-skipanum 

  • sínámillum ávirkan millum kt-skipanir og brúkarar viðvíkjandi etikki og atburði
  • myndlan sum amboð til at skilja eitt greiðsluevnisøki
  • brúksmynstur til at avdúka krøvini, sum ymsir brúkaraflokkar hava til eina kt-skipan 
  • brúkarakanningar, sum skulu tryggja, at góðskan í eini kt-skipan stendur í mát við krøvini hjá brúkaraflokkum.

Kt-trygd, net og byggilag

  • alnetstøkni og tryggir samskiftishættir á netinum
  • viðskiftaambætaratøkni.

Lýsing og handfaring av dátum

  • úrdráttur og skipan, hugtaks- og dátamyndlar
  • lýsing og handfaring av dátum og dátaflokkum
  • nýtsla av dátugrunnum og einfaldir fyrispurningar til dátugrunnar.

Forritan

  • funkur
  • brigdlar, raðfylgi, lykkjur og greiningar.

Samvirkin formgáva

  • formgáva av einum brúkaraøki og tí samvirkan, ið har til hoyrir
  • grundsnið til at menna samvirknu formgávuna í eini kt-skipan í samarbeiði við brúkararnar
  • høvuðsreglur fyri samvirkna formgávu.

Nýskapan

  •  dømi um nýskapandi kt-skipanir og flokking av teimum.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

5. Førleikamál

Førleikamálini í kunningarfrøði eru býtt sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru av fyrisitingarligum slag.

Førleikin at nýta tøknilig amboð er at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti. At kenna og virða etisku reglurnar, tá ið samskift verður við kunningartøkni.

At kanna

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin og hansara umhvørvi. Næmingurin skal eggjast til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu fyriskipanarlig tiltøk og menningarvirki hava verið við til at skapað samfelagið. Við atliti at stigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflogið.

Fakligir førleikar

Kunningarfrøði hevur endalig mál á C-stigi.

At evna til eina kt-skipan sum loysn upp á ein trupulleika

Næmingurin dugir:

  • at loysa ein lítlan trupulleika við at lýsa trupulleikan, sniðgeva eina kt-skipan og harumframt fremja og royna hana í verki við at nýta brúkaralagaða tøkni
  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar
  • at sýna fram vitan um, hvat lærugreinin fevnir um og tey háttaløg, sum verða brúkt.

Sínámillum ávirkan millum menniskjaligt virksemi og virksemið í kt-skipanum 

Næmingurin dugir:

  • at geva dømi um, hvussu kt-skipanir hava týdning fyri og ávirka menniskjaligt virksemi.

Kt-trygd, net og byggilag

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá, hvussu tey kunnu verja talgildissamleika sín og dátu síni á alnetinum, og greiða frá kt-trygd í tøkniligum og menniskjaligum viðfangi
  • at greiða frá almennum bygnaðarligum høvuðsreglum, ið galda, tá kt-skipanir verða gjørdar og verandi skipanir verða dagførdar.

Lýsing og handfaring av dátum

Næmingurin dugir:

  • at seta dátu upp í myndlar umframt at greiða frá úrvaldum dátusløgum og brúka hesi í einføldum kt-skipanum, sum eisini kunnu víðkast
  • at greiða frá, hvussu dátu kunnu skipast í dátugrunnar, og hvussu dátugrunnar verða nýttir í kt-skipanum.

Forritan

Næmingurin dugir:

  • at kenna grundmynstur í forritanarmáli, myndla forrit og nýta forritan til at menna einfaldar kt-skipanir.

Samvirkin formgáva

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá liðum í samvirknari formgávu, sum eru valdir burturúr, umframt at seta kosnar samvirknar formgávur í eina ítøkiliga kt-skipan og laga verandi formgávur og skipanir til.

Nýskapan

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá nýskapandi kt-skipanum og bera tær saman við kt-skipanir, sum hann sjálvur hevur ment.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini, og hann eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka, sum tekur støði í eini uppgávu, har ein kt-skipan ella ein partur av eini slíkari skal mennast. 

Uppgávurnar verða býttar út við lutakasti. Tíðarkrevjandi partar av uppgávuni skulu bert svarast sum leyslig upprit. 

Royndin varir í uml. 24 minuttir. Næmingarnir fáa 24 tímar at fyrireika seg í. Teir arbeiða í bólkum við tveimum ella trimum luttakarum. Um hetta ikki er møguligt ella ynskiligt, ber til at lata næmingarnar arbeiða hvør sær. 

Uppgávurnar, sum eru grundarlag undir royndini, skulu tilsamans fevna um tey fakligu málini. 

Hvør einstøk uppgáva skal ikki brúkast meiri enn tvær ferðir í sama flokki. Næmingarnir verða próvhoyrdir hvør sær. Próvhoyringin byrjar við, at próvtakari leggur loysnina av uppgávuni fram, og hareftir fer próvhoyringin fram sum ein samrøða millum próvtakara og próvhoyrara við støði í uppgávusvarinum.

Uppgávurnar og fylgiskjøl verða send til próvdómara, áðrenn próvtøkan verður hildin.

Dømingargrundarlag

Dømingin er ein meting av, hvussu avrikið hjá próvtakaranum stendur mát við fakligu førleikamálini í námsætlanini.

Í próvtøkuuppgávum, har lærugreinin er í samspæli við aðrar lærugreinar, verður dentur lagdur á, at próvtakarin megnar at:

  • at viðgera greiðsluevni í samspæli við aðrar lærugreinar
  • at sýna fram vitan um, hvat lærugreinin fevnir um og tey háttaløg, sum verða brúkt.

Givið verður eitt próvtal, ið er grundað á eina heildarmeting av verkætlanini, og báðum pørtunum av munnligu próvtøkuni.

Próvtalslýsingar

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Framløgan av kt-loysnini er fakliga sterk og sera væl skipað viðvíkjandi ráðlegging, fremjan og eftirmeting. Kt- loysnin stendur mát við settu krøvini í uppgávuni við ongum ella fáum týdningarleysum lýtum. Próvtakarin grundgevur fakliga væl fyri vali av ástøði og háttalagi. Próvtakarin dugir væl at seta sína fakligu vitan í frásjón, bæði viðvíkjandi egnum kt- framleiðingum og ástøðinum í uppgávuni. Próvtakarin svarar væl og fakliga trygt útdýpandi spurningum undir próvhoyringini.

7

Gott

Kt-loysnin verður løgd fram viðvíkjandi ráðlegging, fremjan og eftirmeting. Kt- loysnin stendur mát við settu krøvini í uppgávuni, tó við fleiri lýtum. Próvtakarin grundgevur fyri vali av ástøði og háttalagi. Próvtakarin setir sína fakligu vitan í frásjón, bæði viðvíkjandi egnum kt- framleiðingum og ástøðinum í uppgávuni. Próvtakarin svarar útdýpandi spurningum undir próvhoyringini.

02

Nøktandi

Kt-loysnin verður trilvandi løgd fram viðvíkjandi ráðlegging, fremjan og eftirmeting. Kt- loysnin stendur so dánt mát við settu krøvini í uppgávuni. Próvtakarin grundgevur so dánt fyri vali av ástøði og háttalagi. Próvtakarin setir í nóg stóran mun sína fakligu vitan í frásjón, bæði viðvíkjandi egnum kt- framleiðingum og ástøðinum í uppgávuni. Próvtakarin svarar so dánt útdýpandi spurningum undir próvhoyringini.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísingin verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Undirvísingin verður skipað eftir fleiri temum og verkætlanum. Hesi verða vald soleiðis, at tey tilsamans fevna um kjarnaøki og ískoytisøki og elva til týðiliga stigvísa framgongd í arbeiðinum við fakligum málum.

Undirvísingin verður løgd til rættis við at brúka viðurkendar námsfrøðiligar hættir, teirra millum hesar:

  • ’Use-modify-create’- t.e. menning frá at brúka útflýggjaðar kt-skipanir til at laga tær til og at enda sjálvstøðugt at skapa (nýggjar partar av) kt-skipanum
  • ’Stepwise Improvement’ sum háttalag til stigvísa, endurtakandi og miðvísa menning av kt-skipanum
  • ’Worked Examples’ (saman við ’faded guidance’) til at lýsa fyrimyndarligar greiðsluhættir.

Arbeiðshættir

Verkætlanir eru týðandi arbeiðsháttur í undirvísingini. Næmingarnir kunnu arbeiða hvør sær ella í bólkum.

Í minsta lagi ein verkætlan skal leggjast til rættis soleiðis, at næmingarnir menna sínar nýskapandi førleikar. Við at brúka fakliga vitan og faklig háttaløg skulu næmingar koma við uppskoti til, hvussu ein lítil ítøkiligur og veruleikakendur trupulleiki kann loysast. 

Uppskotið til trupulleikaloysn skal vera ein virðisskapandi kt-skipan, ið verður løgd fram og eftirmett. 

Um gjørligt verður undirvísingin løgd til rættis við virksemi, ið vendir sær út eftir, og/ella í samarbeiði við uttanfyristandandi partar, sum vísa dømi um, hvørjar nýtslu- og yrkismøguleikar fakið hevur. 

Hvør einstakur næmingur skjalfestir so hvørt fakligu menning sína í eina loggbók. Skjalfestingin í loggbókina kann t.d. vera kt-skipanir, viðmerkingar, samandráttir, skráir, lýsingar av forritum og úrrit.

Kt

Arbeiðið í lærugreinini við at menna kt-skipanir gevur serstakar fakligar talgildar førleikar eins væl og almennar talgildar førleikar, og á tann hátt er lærugreinin við til at lúka tey yvirskipaðu krøvini, sum útbúgvingarnar hava til talgildisbúgving.  

  • Í arbeiðinum við tilfari um ítøkiliga tøkni og javngerð skulu næmingarnir brúka orginalar keldur (t.d. skjalfesting av forritanarmáli, dátum og ritmyndum).
  • Næmingarnir skulu arbeiða við skjalfesting av kt-skipanum sínum, t.d. sum viðmerkingar í forritstekstinum og myndlum.
  • Næmingarnir skulu arbeiða við ymsum sýningarháttum í talgildum miðlum, sum t.d. sjónfíluframløgum, vebsíðum o.s.fr. 
  • Næmingarnir skulu við arbeiðinum at menna kt-skipanir læra at hugsa seg til, hvussu teir kunnu velja og brúka viðkomandi kt-amboð.

Samstarv við aðrar lærugreinar

Partar av kjarnaøkjum og ískoytisøkjum skulu veljast og handfarast, so teir eru við til at styrkja samspælið millum lærugreinarnar á lestrarleiðini. Undirvísingin verður løgd til rættis soleiðis, at vitanin og førleikarnir, sum næmingarnir hvør sær hava frá øðrum lærugreinum verða tikin við, so temu kunnu setast í størri høpi, og albúgvandi partarnir av lærugreinini verða lýstir. Tá ið lærugreinin er partur av fjølgreinaligum gongdum, verður dentur lagdur á, at næmingarnir so hvørt fáa møguleika at hugsa um, hvussu val teirra og handfaring av vitan og háttaløgum frá viðkomandi lærugreinum ávirka góðskuna av tí fjølgreinaligu uppgávuloysnini.