Skriva út ##pt##
Ítróttur og heilsa C
Seinast broytt:
2013
1. Samleiki
Aðaltátturin í lærugreinini ítrótti og heilsu er at fremja kropsliga íðkan og at læra um tann týdning, ítróttur og heilsa hava fyri hin einstaka, samfelagið og okkara mentan. Við at læra ítróttarkynstur verður rørslugleðin sett í hásæti, eins og ymiskir rørslumøguleikar verða royndir. Ástøðilig vitan frá náttúru-, heilsu- og samfelagsvísindum, umframt hinum hugvísindaligu økjunum verður tikin við í undirvísingina.
2. Endamál
Gjøgnum fjøltáttaða undirvísing verða næmingarnir kropsliga væl fyri og læra grundleggjandi ítróttarligt hegni og gera sær royndir við kropsligum rørslumøguleikum. Við at sameina íðkan og ástøðiliga vitan lærir næmingurin um, hvønn týdning tað hevur at vera væl fyri kropsliga. Næmingurin verður stuðlaður í at menna sín kropsliga samleika og síni samstarvsevni. Næmingurin verður gjøgnum rørslugleði eggjaður til framhaldandi kropsligt virkni og ein virknan lívsstíl.
3. Stig og tímatal
Undirvísingin í ítrótti og heilsu á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.
4. Øki
Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi.
Kjarnaøki
namsaetlanir.net/loans-for-fixed-income-people
Kjarnaøkini í lærugreinini eru hesi:
Frælsur ítróttur
Kjarnaøkið frælsur ítróttur fevnir um ítróttarligar leikir og spøl bæði úti og inni og at arbeiða við at menna kropsligu førleikarnar. Dentur verður lagdur á at menna ábyrgdarkenslu og sjálvstøðugleika næmingsins.
Fimleikur
Kjarnaøkið fimleikur fevnir um at arbeiða við grundleggjandi førleikum í fimleiki og at menna kropsligu førleikarnar. Dentur verður lagdur á at menna tøkniligu førleikarnar og vitanina um, hvat kroppurin megnar.
Rørsla og tónleikur
Kjarnaøkið rørsla og tónleikur fevnir um rútmiska rørslu og dans.
Útilív
Kjarnaøkið útilív fevnir um at skipa, leggja til rættis og fremja ymisk sløg av uttanduratiltøkum, leiki, kapping, ferðing, gongutúrum, gisting úti og tílíkum.
Bóltspæl
Kjarnaøkið bóltspæl fevnir um bóltspøl av ymiskum slagi. Dentur verður lagdur á at venja og menna førleikar næmingsins at handfara bóltin í bóltspæli.
Svimjing
Kjarnaøkið svimjing fevnir um førleikarnar at svimja og at styrkja evnini hjá næminginum at svimja. Eisini fevnir hetta kjarnaøki um kunning um viðurskifti í sambandi við venjing og í sambandi við vandar, ið eru knýttir at svimjing, eitt nú um grundleggjandi bjargingarhættir og fyrstuhjálp.
At liva heilsugott
Næmingurin fær kunnleika til fortreytirnar fyri og týdningin av at vera væl fyri kropsliga. Næmingurin fær innlit í týdningin av at fremja sjúkufyribyrging heldur enn at skula viðgera sjúku. Næmingurin verður eggjaður til framhaldandi kropsligt virkni.
Førleiki í at liva heilsugott snýr seg um, at næmingurin fær fatan av teimum lívsvirkisfrøðiligu og mentalu viðurskiftum, sum hjálpa menniskjum at fáa góðu heilsu. Dømi um evni, sum kunnu verða tikin upp, eru sodning og upptøka av føðsluevnum, fyrstahjálp, ítróttarskaðar, anoreksi, kokuloysn, kropsfiti, máting av súrevnisupptøku, aerobt og anaerobt arbeiði, strongd og heilsubøting (restitutión).
Ískoytisøki
Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.
5. Førleikamál
Í lærugreinini ítrótti og heilsu eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.
Støðisførleikar
Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni næmingsins at taka egnar avgerðir. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.
Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri lærugreinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:
- at virða
- at samskifta
- at kanna
- at skapa
At virða
At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin í ítrótti og heilsu skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.
Førleikin at virða snýr seg har umframt um at virða og menna okkara evni at samskifta leik og spæl. Undirvísingin í ítrótti og heilsu leggur eisini dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan.
Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á.
At samskifta
Førleikin at samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. Lærugreinin ítróttur og heilsa hevur ein týðandi leiklut í hesi menning. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.
Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar. Lærugreinin ítróttur og heilsa leggur harumframt dent á at menna evnini hjá næminginum at skilja og samskifta við onnur. Eisini gjøgnum ítrótt og leik lærir næmingurin at skilja, hvussu samskifti millum menniskju fer fram og virkar. Skrivlig avrik eru avmarkað í ítrótti og heilsu. Í fólkaskúlanum verða einans smærri skrivligar uppgávur loystar í lærugreinini, eina mest tá ið talan er um at leggja til rættis og skipa fyri leiki, túrum og útferðum. Á miðnámsstigi skulu næmingarnir læra at skriva frágreiðingar um verkevni í ítrótti og heilsu.
Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka. Longu á 2. floksstigi skal næmingurin duga bæði at lesa og skriva lættari tekstir. Lesing er ein avmarkaður partur av lærugreinini ítrótti og heilsu. Tó skulu næmingarnir lesa nakað av tilfari um ítrótt og heilsu.
Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og at loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, og tí hevur undirvísingin í ítrótti og heilsu eisini sín týðandi lut í hesi menning.
Førleikin at nýta tøknilig amboð er í fyrstu atløgu at duga at nýta kunningartøkni. KT verður nýtt til samskifti og vitanarbýti í undirvísingini sum heild, eins og til innsavnan, viðgerð av og meting um kunningartilfar frá ymsum keldum, har ímillum internetinum. KT amboð verða eisini nýtt í skapandi arbeiðinum, eitt nú í sambandi við at ítróttatiltøk verða løgd til rættis.
At kanna
At kanna er ein íborin førleiki. Børn kanna umhvørvið fyri at klára seg í lívinum. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.
Førleikin at kanna snýr seg í ítrótti og heilsu um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at taka virknan lut í leiki og spæli.
At skapa
Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.
Førleikin at skapa snýr seg í ítrótti og heilsu um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er, og at megna at vísa síni evni. Næmingurin skal læra, hvussu ítróttur er við til at mynda samfelag og mentan. Við at gera sær fyrimyndir skal næmingurin læra at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.
Fakligir førleikar
Frælsur ítróttur
Næmingurin dugir:
- longdarlop
- hæddarlop
- 100m renning
- 5km renning
- 2 kast.
Fimleikur
Næmingurin dugir:
- at standa á hondunum
- at standa á høvdinum
- 2 lop.
Rørsla og tónleikur
Næmingurin dugir:
- ein dans
- eina fimleikarøð (seriu).
Útilív
Næmingurin dugir:
- at leggja til rættis ein dagstúr.
Bóltspæl
Næmingurin dugir:
- bóltbasis
- flogbólt
- kurvabólt
- fótbólt
- hondbólt
- slagbólt.
(2-4 tekniskar førleikar í hvørjum bóltspæli)
Svimjing
Næmingurin dugir:
- vatnbasis
- 500m frí
- 1 disciplin.
At liva heilsugott
Næmingurin dugir:
- at greiða frá fortreytunum og týdninginum av at liva heilsugott og tí at vera kropsliga virkin
- at greiða frá teimum lívsvirkisfrøðiligu og mentalu viðurskiftum, sum eru grundarlag undir góðari heilsu.
6. Eftirmeting og próvtøka
Eftirmetingar
Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.
Eftirmetingin verður skjalfest.
Próvtøkuhættir
Eingin próvtøka verður hildin.
Eftirmetingargrundarlag
Í sambandi við eftirmeting, har ímillum eisini av likamliga virkseminum, eru hesi virkisøki grundarlag undir metingini:
Likamligt virksemi
Dentur verður lagdur á, at næmingurin dugir
- grundleggjandi ítróttarligt fimi og virkisligar rørslur
- við støði í vali av fleiri ítróttargreinum og teirra virksemi í hesum sambandi tekniskt og taktiskt fimi innan ymisk sløg av bóltspæli
- koreograferaðar og fríar rørslur til tónleik og ljóð
- tekniskt fimi innan klassiskar eins og nýggjar ítróttargreinar
- at arbeiða sjálvstøðugt og vera partur av arbeiðssambondum.
Ástøðisfatan
At næmingurin hevur
- evni at samansjóða ástøði, verklig viðurskifti og venjingar
- vitan um góðan og sunnan kost, og hvat hetta hevur at týða í virkishøpi.
Venjing
At næmingurin vísir
- likamligt áhaldni
- at hann evnar at ráðleggja og fremja eina upphitingarskrá og eina grundleggjandi venjingarskrá.
Næmingurin skal eisini eftirmetast við støði í bæði kynssamansjóðaðari og kynstillagaðari undirvísing. Evni teirra at sameina ástøðilig og verklig evni telja eisini við í eftirmetingini.
7. At skipa undirvísing
Didaktiskar meginreglur
Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum.
Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Á tann hátt verður førleiki og vitan í einum kjarnaøki við til at økja um fatanina av evnum í einum øðrum kjarnaøki.
Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.
Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini føroyskum. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av tí týdningi, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.
Stigvøkstur
Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á egnu læring.
Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram ímóti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.
At læra at læra
Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra, og hvat endamálið við læringini er. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir.
Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur skal eisini leggjast á heimaarbeiði, og tann týðandi leiklut hetta hevur í fakligu menningini.
Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja tann týdning, sum lærugreinin ítróttur og heilsa hevur. Tá ið arbeitt verður við ymiskum spurningum í sambandi við ítrótt, rørslu og heilsu, og tá ið ítróttur verður framførdur, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa greiða fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til. Undirvísingin í ítrótti og heilsu skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennir sínar kropsligu og andligu førleikar.
Arbeiðshættir
Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður.
Í ítrótti og heilsu skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir, so at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis í ítrótti og heilsu, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarháttunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminga økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarháttur at minka.
Endamálið við teimum ymisku arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.
Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.
Samstarv
Lærugreinin ítróttur og heilsa er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum.
Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.
Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.
Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.