Skriva út ##pt##

Heimspeki B

Seinast broytt: 

2013

1. Samleiki

Lærugreinin heimspeki fevnir um heimspekilig greiðsluevni og heimspekiliga grundgeving. Heimspeki viðger spurningar, sum eru grundleggjandi fyri menniskjaligu tilveruna og fyri allar lærugreinar og øll vísindi. Kjarnin í heimspeki er, tvørturum faklig og vísindalig mørk, at seta enn djúpri spurningar og at hugsa vandaliga um møgulig svar og próvførslu. Lærugreinin skoðar greiðsluevni bæði frá einum reglubundnum og einum hugmyndasøguligum og viðkomandi sjónarhorni.

2. Endamál

Næmingarnir skulu ogna sær vitan um og førleikar til at kenna aftur, viðgera og kjakast um heimspekilig greiðsluevni og ástøði, sum hava myndað og framvegis mynda mentan okkara. Lærugreinin vísir á grundáskoðanir og týðandi háttaløg í grundleggjandi menniskjaligari og vísindaligari tilgongd til heimin. Lærugreinin fremur sostatt fatanina av, hvussu heimspekiligar áskoðanir eru knýttar at hug-, samfelags- og náttúruvísindaligum lærugreinum. Næmingarnir menna evni síni at greina og taka støðu til ymisk sløg av vitan og virði í alheims vitanarsamfelagnum. Hervið økjast evnini hjá tí einstaka næminginum til sjálvstøðugt at taka lut í kritiskari próvførslu sum eitt hugsandi, upplýst og myndugt menniskja.   

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í heimspeki á B-stigi byggir á C-stig og fevnir um 125 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20 % av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Næmingurin fer til skrivliga próvtøku í kjarnaøkjunum og til munnliga próvtøku í bæði kjarnaøkjum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Kjarnaøkini í heimspeki eru týðandi greiðsluevni innan:

  1. sannkenningarástøði
  2. hugvísindalig, samfelagsvísindalig og náttúruvísindalig ástøði
  3. heimspekin innan náttúruvísindi
  4. metafysikkur
  5. siðafrøði
  6. samfelagsheimspeki
  7. lívsheimspeki
  8. próvførsluástøði og logikkur

Undirvísingin skal tryggja eitt grundleggjandi heimspekiligt og hugmyndasøguligt yvirlit yvir ymisku tíðarskeiðini: fornøld, miðøld, renesansa, upplýsingartíð, modernað og nýggj tíð.

Lýsing av kjarnaøkjum:

Viðmerkingar til einstøku kjarnaøkini:

Ad 1) og 2): Talan er her um eitt yvirskipað orðað mál. Næmingarnir skulu fáa innlit í og vitan um heimspekilig greiðsluevni og ástøði, sum snúgva seg um grundleggjandi fatan av menniskjanum, samfelag og náttúru, bæði viðvíkjandi ástøðiligari heimspeki og verkligari heimspeki. Kunnleikin hjá næmingunum er tengdur at, hvørji evni, nomið er við í undirvísingini.

Innan verkliga heimspeki verður menniskjað fatað sum ein virkin og metandi vera. Til verkliga heimspeki verða m.a. hesi øki at rokna: siðafrøði, fagurfrøði (estetikkur), rættarheimspeki, religiónsheimspeki og politisk heimspeki.

Í ástøðiligari heimspeki verður menniskjað viðgjørt sum ein eygleiðandi, sannkennandi og hugsandi vera. Hartil hoyrir m.a. sannkenningarástøði, logikkur, metafysikkur og vísindaástøði.

Ad 3): At skilja, hvussu ein próvførsla er uppbygd, at kunna meta, hvørt ein próvførsla heldur ella ikki, og at kunna meta um, hvørt próvførslan er galdandi, hoyrir til ein grundleggjandi kunnleika um próvførsluástøði. Eisini eiga næmingarnir at duga at skilja ímillum ymiskar niðurstøður, t.d. induktivar og deduktivar. Í undirvísingini verður óformligi logikkurin umrøddur. Her verður hugsað um ymisk sløg av misniðurløgum viðvíkjandi týdningi: t.d. argumentum ad baculum (ávísing til vald), argumentum ad hominem (at fara eftir manninum og ikki eftir bóltinum), argumentum misericordim (áheitan til samkenslu), óendalig aftursókn, kringúrskurður og misniðurløgum viðvíkjandi margtýdningar; t.d. ætla um frá pørtunum at heildini ella frá heildini at pørtunum.

Ad 4): Hugmyndasøga er partur av heimspeki, sum skal fremja og styrkja ein samanhang og eina skipan, so at næmingarnir ogna sær vitan og kunnleika um fjølbroytni í heimspeki. At draga hugmyndasøgu uppí heimspeki skal ikki síggjast sum ein avmarking ella broyting av kjarnanum í lærugreinini. Málið er harafturímóti at skapa eitt størri yvirlit.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki skulu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

Í serøkinum skal dentur leggjast á profilin hjá teimum ymisku breytunum. Dentur verður lagdur á:

  1. Verkliga vend og virkisvend viðurskifti (Tøknibreyt)
  2. Arbeiðs- og vinnulívsvend viðurskifti (Búskaparbreyt)
  3. Vísindalig og metodisk viðurskifti (Hugbreyt og náttúrubreyt)

5. Førleikamál

Í lærugreinini heimspeki eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at granska
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg í heimspeki um at virða tær reglur og mannagongdir, ið eru galdandi fyri tað fakliga arbeiðslagið í lærugreinini, tað veri seg ástøði, háttaløg o.t.. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað náttúrutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á, eins og hann skal hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

Førleikin at samskifta snýr seg í heimspeki um førleikan at bera fram sína hugsan og sína vitan munnliga og skrivliga, og at lesa. Lærugreinin heimspeki hevur ein týðandi leiklut í at menna førleika næmingsins at nýta tøknilig hugtøk um heimspekiligar spurningar. At samskifta um heimspekiligar spurningar snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna sum heild.

Førleikin at bera fram meiningar sínar munnliga í lærugreinini heimspeki ber í sær, at mælta málið verður nýtt til at samskifta, lurta og tala og at greiða frá heimspekiligum spurningum og viðurskiftum. Munnligir førleikar sum t.d. samtala, dialogur, frágreiðing, frásøgn v.m. eru amboð í sambandi við undran, reflektión og próvførslu. Stórur dentur verður lagdur á munnlig førleikamál í lærugreinini heimspeki. At orða seg skrivliga í heimspeki ber í sær at duga at nýta vitan og sjónarmið í heimspekiligum spurningum og viðurskiftum. Skriving er ein háttur at skipa hugsan, royndir og meiningar og er eitt amboð til at læra, tulka, próvføra og samskifta.

Førleikin at lesa snýr seg í heimspeki um at seta seg inn í, granska, tulka og grunda um fakligar tekstir við vaksandi torleikastigi. At duga at lesa í heimspeki snýr seg eisini um at viðgera og nýta fjølbroytta vitan, ein hevur ognað sær úr filmum, ritmyndum, talvum o.s.fr.. Fyri at skilja og virkin taka lut í egnum samfelag, er eisini neyðugt at duga at lesa og leita sær vitan í handbókum, skrivligum keldum (bløðum og tíðarritum) og á internetinum og meta kritiskt um hesi.

Førleikin at rokna snýr seg í heimspeki um at viðgera og samanbera taltilfar um faklig høvuðsevni og at nýta, tulka og gera talvur og ritmyndaligar framløgur. Rokning í heimspeki merkir eisini at gera nøgdarligar kanningar og viðgera taltilfar hagfrøðiliga.

Førleikin at nýta KT snýr seg í heimspeki um at gera útrokningar, leita sær vitan, kanna heimasíður og kelduvirði teirra og velja út viðkomandi vitan um yrkislig evni/temu. Kunningartøkni er ein natúrligur partur at brúka sum amboð í undirvísing og læring, millum annað tá ið leitað verður eftir tilfari á netinum, t.d. myndum, tónleiki, tekstum og filmum. Kunningartøkni verður eisini nýtt í sambandi við framløgur. Undirvísingin skal fata um fakliga at taka støðu til ymisk sløg av telduskráum við heimspekiligum innihaldi. Dentur verður lagdur á, at kunningartøknin verður nýtt skapandi og keldukritiskt. Í sambandi við heimspeki í verki verður dentur lagdur á sambandið ímillum heimspekiligu menningina og tøkniligu menningina. KT-førleiki merkir eisini at kenna persónsvernd og upphavsrættindi umframt at duga at nýta og fylgja reglum og mannagongdum fyri samskifti á internetinum. At nýta talgild samskiftis- og samstarvstól merkir at tilevna, vísa og útgeva egna og felags margmiðlaframleiðslu.

At kanna

Førleikin at kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í lívinum. At kanna er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir. Lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara til at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um heimspekiligar spurningar. Næmingurin skal læra at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan og kunnleika í bókmentum, handbókum, tíðarritum, á internetinum, umframt at gera verkligar uppgávur.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læring.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so at hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, hvussu tøknin saman við samskiftisloysnum hevur verið við til at broytt lívsáskoðan, mentan og samfeløg.

Næmingurin evnar at orða spurningar og at seta fram tilhugsanir, sum kunnu verða kannaðar, próvføra og skifta orð um hetta við atliti at øðrum tilhugsanum. Tað merkir, at næmingurin skal vera við í samrøðum, samskifta um hugskot og tosa um spurningar og hugsandi loysnir við onnur.

Næmingurin skal læra, at verkligar royndir og frágreiðingar um tøknilig viðurskifti eru ein partur av skapandi tilgongdini, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika. Við atliti at búningarstigi og serligu gávum næmingsins verður arbeitt miðvíst við skapandi tilgongdum, sum fremja íblástur og stimbra hugflog. Við at arbeiða við myndlum lærir næmingurin at meta um dygdina í avrikum hjá sær sjálvum og øðrum.

Fakligir førleikar

Eftir lokið B-stig í heimspeki dugir næmingurin at

  • kenna aftur og greiða frá heimspekiligum greiðsluevnum
  • sýna fram yvirlit yvir og meta um ein longri tekst ella tekstbrot, sum snýr seg um heimspekiliga próvførslu
  • sýna fram vitan um heimspekilig greiðsluevni og ástøði viðvíkjandi grundleggjandi fatan av menniskjum, samfelag og náttúru, bæði innan verkliga og ástøðiliga heimspeki
  • sýna fram kunnleika til hugtøk og ástøði innan hugmyndasøguligar og reglubundnar samanhangir og gongdir
  • greiða frá týðandi siðbundnum uppskotum at greiða givin heimspekilig greiðsluevni
  • viðgera og kjakast um heimspekilig greiðsluevni, sum eru lýst við tilfari frá nýggjari tíð, t.e. seinastu 20 árini
  • vísa evni til at viðgera hugtaksligar skilmarkingar og munir
  • sýna fram byrjanarkunnleika til próvførsluástøði
  • vera partur av fakligum kjaki um heimspekilig greiðsluevni, annaðhvørt av eyðkendum (klassiskum) ella gerandisligum slag
  • greiða frá og meta um siðafrøðilig sjónarhorn í sambandi við persónlig, sosial og vísindalig greiðsluevni
  • skilja ímillum ymiskar vitanarformar og vitanarnormar (eksaktar, empiriskar, hermeneutiskar og verkligar), soleiðis sum teir koma til sjóndar tvørtur um og innan fyri tær ymisku lærugreinarnar og vísindini
  • orða og breiða út úrslit frá hugdýping í einum heimspekiligum greiðsluevni í sambandi við verkætlanararbeiði

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir uml. 30 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 60 minuttir íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.t., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvhoyringin er sett saman av framløgu og orðaskifti um ókenda heimspekiliga tekstin. Um ein kendur tekstur hoyrir við til spurningin, verður hesin drigin uppí.

Próvtøkuspurningar og próvtøkutilfar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar fyri próvtøku.

Dømingargrundarlag

Grundarlagið undir próvhoyringini er 1-3 tekstir, sum til samans í mesta lagi má fevna um 4 ns. (1300 orð), útvaldir av próvhoyraranum. 2 ns. skulu vera ókendur tekstur. Próvtøkutilfarið skal vera valt soleiðis, at tað tematisk ella á annan hátt er knýtt at evnum, økjum o.tíl., sum hava verið viðgjørd í undirvísingini. Tilfarið, ið er grundarlag undir munnligu próvtøkuni, skal í sínari heild síggja til, at øll faklig mál í lærugreinini eru umboðað.

Próvtakarin skal við støði í einari fakligari tilgongd sýna evni sjálvstøðugt at skipa og viðgera tilfar við støði í próvtøkuspurningi/um. Framløgan skal sýna, at próvtakarin dugir at taka fram týðandi tættir í tilfarinum, at seta teir í samband við tættir í undirvísingini og at seta próvtøkutilfarið í frásjón.

Givið verður eitt próvtal við støði í einari heildarmeting av samlaða avriki próvtakarans.

Próvtalslýsingar

Munnligt B-stig

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Munnliga framløgan er greið, samanhangandi og væl skipað. Málið í framløguni er fjølbroytt og neyvt. Próvtakarin er sera virkin í fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger og troytir evnið framúr væl, og evnisviðgerðin er væl grundað við bert fáum ella ongum týðandi manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur gott tak á háttalagi, hevur gott innlit í lærugreinina og dugir væl at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar væl at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga.

7

Gott

Munnliga framløgan er greið, rímiliga samanhangandi og hampiliga væl skipað. Málið í framløguni er hampiliga fjølbroytt og gott. Próvtakarin er virkin undir fakligu samrøðuni. Próvtakarin viðger evnið væl, og evnisviðgerðin er rímiliga væl grundað, tó við fleiri manglum. Próvtakarin vísir, at hann hevur tak á háttalagi, hevur innlit í lærugreinina og dugir at nýta vitan og hugtøk úr lærugreinini. Hann megnar at flyta seg úr tí ítøkiliga til tað óítøkiliga.

02

Nøktandi

Munnliga framløgan er rímiliga væl skipað. Málið í framløguni er nøktandi. Próvtakarin er við í fakligu samrøðuni. Evnisviðgerðin er grunn og heldur illa grundað; tó er hon nøktandi. Próvtakarin vísir lítið innlit í vitan og hugtøk í lærugreinini.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar. Bæði induktivar og deduktivar undirvísingarreglar skulu nýtast. Stigvøksturin verður tryggjaður við nýtslu av ymiskum undirvísingarhættum og tilfari.

Tað er ábyrgd lærarans at skipa undirvísingina.

Didaktiskar meginreglur

Í undirvísingini er umráðandi, at førleikarnir at lurta, at tala, at lesa og at skriva renna saman í eina heild. Í teirri ávísu undirvísingargongdini ber til at leggja høvuðsdent á eitt av kjarnaøkjunum, tað kann vera metafysikk, próvførsluástøði, politisk heimspeki ella vísindaástøði.

Av stórum týdningi er tað, at kjarnaøkini umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum siðafrøði verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum lívsheimspeki og sannkenningarástøði. Á tann verður vitan í einum kjarnaøki roynd saman við vitan úr einum øðrum og er sostatt við til at gera fatanina av heimspekini meira fjøltáttaða.

Undirvísingin kann skifta millum induktivar og deduktivar undirvísingargongdir. Í byrjanini av skúlaárinum kann undirvísingin leggjast soleiðis tilrættis, at hon er lutfalsliga lærarastýrd. Í samband við tær fyrstu undirvísingargongdirnar ogna næmingarnir sær neyðturviligu førleikarnar at kunna kenna seg aftur í lærugreinini og undirvísingini. Fyri at røkka stigvísari hækking, skulu næmingarnir menna eina sjálvstøðuga tilgongd til lærugreinina. Í induktivu undirvísingini arbeiða næmingarnir sjálvstøðugt við at viðgera heimspekilig greiðsluevni og fáa harvið innlit og eina størri fatan. Tekstalesingin eigur at verða skipað soleiðis, at hugsað verður um torleikastig í sambandi við nýtsluna av teimum. Til ber at skipa undirvísingina soleiðis, at ein stigvís hækking verður rokkin við at nýta ymiskt tilfar og við at nýta ymiskar arbeiðshættir.

Munnligi tátturin skal vera raðfestur høgt, og samrøðan er kjarnin í hesum tátti. Munnligar framløgur skulu skipast inn í undirvísingartilgongdina, so næmingurin stigvíst venur seg við at leggja fram. Dentur verður lagdur á, at næmingurin sameinir munnligar framløgur við egin skrivlig verk, nýtslu av KT-amboðum, ymiskar samskiftishættir o.s.fr. Á tann hátt verður retoriski førleikin hjá næminginum mentur.

Arbeiðast skal í høvuðsheitum við hesar tekstir:

  • heimspekiligar grundtekstir
  • undirbókmentir

Harumframt verður lisið:

  • yvirlitsbókmentir
  • annað tilfar (tekstir/filmar/sendingar/listaverk) við heimspekiligum innihaldið

Skrivligi tátturin skal eins og tann munnligi í stóran mun vera skipaður inn í dagligu undirvísingina og í fakligu heildina. Skrivligi tátturin fevnir um eitt nú notur og framløgur. Á henda hátt kann næmingurin menna seg í skrivitilgongdini og í stigum ogna sær góðar skriviførleikar. Somuleiðis skal verða borið so í bandi, at skrivlig avrik í øðrum lærugreinum eisini kunnu vera partur av skrivligum avrikum í lærugreinini heimspeki. Umframt at hetta styrkir um tvørfakliga samstarvið, gevur tað næminginum eina greiðari fatan av týdninginum, skriviførleiki hevur fyri alt skrivligt samskifti, og samstundis mennir tað evnini hjá næminginum at orða seg bæði munnliga og skrivliga.

Stigvøkstur

Stigvøkstur merkir støðuga framtøku av einum lægri stigi á eitt hægri. Í læringartilgongdini verður farið frá tí lætta til tað torføra, frá tí einfalda til tað torgreidda og frá tí ítøkiliga til tað úrtøkiliga. Stigvøksturin er oftast tíðartreytaður. Undir stigvøkstrinum liggur eisini kravið um vaksandi ábyrgd og virknari luttøku. Umráðandi er í hesum sambandi, at ljós verður varpað á teir leiklutir, sum næmingur og lærari kunnu hava hvør sær. Samrátt verður um, hvat best er at gera, og hvussu hetta verður gjørt, so næmingurin fær ávirkan á undirvísingina og á sína egnu læring.

Stigvøksturin kemur serstakliga til sjóndar í teimum førleikamálum, sum lýst eru í námsætlanini. Málini lýsa framúravrikið (hægsta próvtal) og eru bindandi, soleiðis at skilja, at lærari og næmingur altíð arbeiða fram ímóti at náa teimum ásettu málunum so væl sum gjørligt. Fyri at tryggja stigvøkstur er neyðugt, at sett verða ávegismál, sum hjálpa næminginum fram móti endaligu málunum. Umráðandi er eisini, at lærarin er tilvitaður um fortreytirnar hjá einstaka næminginum og tillagar undirvísingina eftir einstaka næminginum. Lærarin skal leggja undirvísingina til rættis, so næmingurin veit frammanundan, hvørji ávegismálini eru. Næmingurin skal gerast tilvitaður um tey krøv, ið sett verða, so hann kann seta upp mál, umhugsa og leggja til rættis sína egnu menning. Næmingurin skal greitt fáa at vita, hvussu hann verður eftirmettur, og hvat metingarstøðið er.

At læra at læra

Næmingurin skal gerast tilvitaður um, hvat tað í grundini er at læra. Eisini skal næmingurin gerast tilvitaður um ymiskar læringarhættir, og hvat endamálið við læringini er.

Undirvísingin skal sostatt ikki bert savna seg um tað, sum lært verður, men eisini um, hvussu lært verður. Umráðandi er, at hugtakið læring verður lýst og viðgjørt í flokkinum, so næmingurin gerst tilvitaður um, hvat hugtakið ber í sær. Næmingurin skal regluliga gerast varugur við, hvussu læringartilgongdin er ætlað, og hann skal verða eggjaður til at umhugsa sína egnu støðu í henni. Dentur verður eisini lagdur á heimaarbeiði og tann týðandi leiklut, hetta hevur í fakligu menningini.

Næmingurin skal frá fyrsta degi skilja týdningin av lærugreinini heimspeki. Tá ið arbeitt verður við ymiskum táttum í lærugreinini, verða ymiskir førleikar mentir. Næmingurin skal fáa fatan av, hvat hesir førleikar kunnu verða brúktir til, eisini uttan fyri skúlans gátt. Undirvísingin í heimspeki skal gera næmingin tilvitaðan um, at hann í lærugreinini mennist og gerst førur fyri at arbeiða greinandi og sjálvstøðugt. Eisini skal næmingurin verða tilvitaður um, at hann í lærugreinini heimspeki mennir sær førleikarnar at koma til orðanna í nógvum ymiskum tekstsløgum og samskiftisstøðum.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis, so ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður. Hetta verður m.a. gjørt við, at týðandi tekstir og tekstsløg verða tikin upp í undirvísingina.

Í heimspeki skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir, so fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklingsverkevni, næmingaframløgur, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum næmingurin búnast og gerst meira sjálvstøðugur, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Næmingurin skal ikki einans duga at fyrihalda seg til boðskap úr tekstum frá lærara og floksfeløgunum, men í eins stóran mun duga at miðla vitan og boðskap til lærara, floksfelagar og móttakarar uttan fyri flokshølið umframt skúlans gátt.

Arbeiðshættirnir eru tískil neyvt samantvinnaðir við serligum atliti at, hvussu bæði munnligi og skrivligi tátturin verða útintir.

Endamálið við teimum ymsu arbeiðsháttunum er at menna aðrar førleikar enn teir reint fakligu, tað eru førleikar sum t.d. at leita upp og ogna sær viðkomandi vitan, at granska, at arbeiða sjálvstøðugt, at seta sær mál og at arbeiða evnislagað og miðvíst, at arbeiða tíðaravmarkað, at samstarva, at samhugsa, at brúka og hugsa vitan í nýggjum høpi, at leggja til rættis og evna til eitt avrik, at gera uppgávuorðingar, at brúka ymisk háttaløg, at hugsa nýtt og verkseta, at hugsa djúpari og breiðari um ávíst evni, umframt at taka á seg ábyrgd og hava virðing.

Lærari má altíð gera sær sjálvum og næmingum greitt, hvat endamálið við ávísum arbeiðshátti er.

Samstarv

Lærugreinin heimspeki er partur av yvirskipaða kravinum um samstarv millum tvær ella fleiri lærugreinar. Samstarvast skal við ymiskar lærugreinar um ymisk evni, eitt nú menning av skapandi evnum og KT-førleikum.

Tvørfakligt samstarv kann vera meira ella minni bindandi – frá fullkomnari samkoyring millum lærugreinar við felags tímum og felags tvørfakligum verkætlanum, til bert at fevna um avtalur millum lærarar um at fylgjast í lesnaði (lesa parallelt), t.e. at taka upp somu evni í fleiri lærugreinum samstundis, og soleiðis geva næmingunum fleiri ymiskar tilgongdir til sama spurning.

Tvær høvuðsgrundgevingar eru fyri tvørfakligum samstarvi: 1) ein almenn, ið snýr seg um førleikarnar, næmingurin skal ogna sær og bjóða fram á arbeiðsmarknaðinum, og 2) ein námsfrøðilig, ið snýr seg um skiftandi arbeiðshættir og at geva næminginum innlit í tvørfakligar samanhangir.

Tvørfakligt samstarv skal hjálpa næminginum at síggja lærugreinarnar sum partar av størri heild og letur samstundis upp fyri øðrum og víðari sjónarmiðum. Harumframt eru evnini at samstarva og síggja samanhangir avgerandi, tá ið næmingurin fer undir víðari lestur ella út á arbeiðsmarknaðin.

Skrivlig avrik

Skrivligi parturin letur upp fyri tvørfakligum samstarvi og við tí øðrvísi skrivligum avrikum. Heldur enn at lata eitt avrik inn ella hava framløgu bara í heimspeki, kann talan vera um tvørfakligt samstarv.

Næmingurin skal hava venjing í at skriva, so at hann eisini skrivliga kann vera partur av toymisarbeiði og verkætlanum. Á tann hátt kann næmingurin mennast til at geva og taka ímóti viðmerkingum til skrivligu uppritini, sum verða løgd fram, á mennandi hátt. Kunningartøknin letur upp fyri munagóðum og ítøkiligum møguleikum í sambandi við vegleiðing og umrøðu í sjálvari skrivitilgongdini.

Arbeitt verður við uppgávum og verkætlanum, har dentur bæði verður lagdur á arbeiðsgongd og úrslit. Hetta verður samlað í skjalamappu (portfolio) hjá hvørjum einstøkum næmingi, so at undirvísingargongdin og fakliga menningin hjá næminginum verða skjalfest.

Samrøða

Munnlig framseting hevur reglur og lýsingar, sum næmingurin skal duga at nýta og framhaldandi menna. Skúlin skal tí leggja dent á frásøgn og málburð, og við hesum eggja til forvitni og skapa áhuga fyri móðurmálinum sum intellektuelt amboð, ið skal víðka sjónarringin hjá næminginum. Allir flokkar skulu tí gera royndir við málinum, eitt nú við sínámillum tosi og við tí at siga frá.

Skúlin skal vera so rúmur, at til ber at tosa um kenslur, evni, hugtøk og hendingar í gerandisdegnum. Arbeiðast skal við tí at lurta og tí at vera umhugsin øll skúlaárini, samstundis sum orðaval og talugávur mennast. Næmingurin skal sleppa at royna veruligar eins væl og gjørdar samrøður. Floks- og bólkakjak skal javnan eftirmetast so, at næmingarnir gerast tilvitaðir um, hvat tað er, sum fær tosið á glið og samrøðuna ella orðaskiftið at rigga og ganga væl.

Lesing

Næmingurin skal haldast til at lesa nógv. Eitt gott lesiumhvørvi í skúlanum er ein treyt fyri at menna góðar og fjølbroyttar lesiførleikar. Hetta verður skapt í flokkinum við nógvum ymiskum lesitilfari og góðum vanum. Skúlabókasavnið er ein sjálvsagdur partur av hesum góðu vanum. Fyri at røkka góðum lesiumhvørvi er av stórum týdningi, at skúlabókasavnið er ein natúrligur partur av skúlagongdini. Umráðandi er, at lesingin verður løgd til rættis samsvarandi tí førleikastigi, næmingurin er á. Allir næmingar skulu lesa eina aldurshóskandi skaldsøgu ella samsvarandi tekstmongd um mánaðin øll skúlaárini.

Lívlong læring

Umráðandi er, at næmingurin gerst tilvitaður um samfelagsliga og persónliga týdningin av tí menniskjaliga og samfelagsliga tilfeingi, útbúgving er. Tí skulu næmingar eggjast til at umhugsa sína egnu framtíð og seta sær persónlig mál, har lærarin leggur lag á og skapar umstøður, sum stimbra hugin til at læra nýtt alt lívið.