Skriva út ##pt##

Fyriskipan C

Seinast broytt: 

2013

1. Samleiki

Fyriskipan er samfelagsfrøðilig lærugrein, sum fevnir um vitan innan bygnað og tilgongdir í fyriskipanum, m.a. leiðslu í virkjum og á stovnum. Lærugreinin gevur næmingunum vitan um, hvørjar møguleikar leiðslur og starvsfólk í fyriskipanum hava at taka avgerðir og at laga fyriskipanina til krøv og broytingar í samfelagnum – í Føroyum og altjóða.

2. Endamál

Endamálið við undirvísingini er, at næmingurin ognar sær førleikar í at arbeiða við og umhugsa innanhýsis viðurskifti í fyriskipanini og samspæl hennara við samfelagið. Næmingarnir skulu menna evnini til sjálvstøðugt og í samstarvi við onnur at arbeiða við fyriskipanarligum viðurskiftum og trupulleikum. Dentur verður lagdur á, at næmingar nýta fyriskipanarlig ástøði í mun til veruleikakend dømi ella veruligar fyriskipanir – í Føroyum og altjóða.

Lærugreinin skal menna evnini hjá næminginum at:

  • arbeiða sjálvstøðugt við evnir og í samstarvi við onnur
  • greina, meta um og viðgera faklig evni
  • nýta ymiskar miðlar og ymisk sløg av tilfari, tá ið arbeitt verður við faklig evni og uppgávur
  • viðgera miðlar og tilfar á kritiskan hátt 
  • orða fyriskipanarligar trupulleikar í veruligum ella veruleikakendum dømum, og skjóta upp loysnir og møguleikar
  • taka upp aktuell evni ella viðurskifti og viðgera tey í fakligum høpi
  • nýta og taka uppí onnur fakøki, tá ið tað er viðkomandi.

3. Stig og tímatal

Undirvísingin í fyriskipan á C-stigi fevnir um 75 klokkutímar.

4. Øki

Fakliga innihaldið í lærugreinini er lutað sundur í kjarnaøki og ískoytisøki. Kjarnaøki eru kravd øki, ið fevna um umleið 80% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum velja í felag. Ískoytisøki fevna um umleið 20% av klokkutímatalinum á hvørjum floksstigi. Í fyriskipan fer næmingurin til munnliga próvtøku í kjarnaøkjunum og ískoytisøkjum.

Kjarnaøki

Lærugreinin fyriskipan á C-stigi hevur 5 ymisk kjarnaøki. Økini umskarast og virka fyri ein stóran part saman í undirvísingini:

Stig

Kjarnaøki

C

Fyriskipan sum fakøki

Tilgongdir

Bygnaður og skipan

Leiðsla

Starvsfólk - einstaklingar og bólkar

 

Fyriskipan sum fakøki

Næmingurin fær innlit í, hvat ein fyriskipan er, eitt søguligt baksýni (fyriskipanarskúlar), eins og næmingurin fær innlit í tey sambond, ið eru millum fyriskipan og onnur handilslig og samfelagslig fakøki.

Tilgongdir

Í einari og hvørjari fyriskipan eru tilgongdir, tá ið um ráðlegging, avgerðir, kunning og eftirlit ræður. Næmingurin skal hava innlit í tilgongdirnar við serligum denti á ráðlegging og avgerðir. Við atliti at ráðleggingini verður arbeitt serstakt við strategi: við støðulýsing, áhugabólkum og framtíðarmøguleikum.

Bygnaður og skipan

Tá ið ræður um bygnað og skipan, verður komið inn á, hvussu sniðið í fyriskipanini er ella kann vera. Næmnigurin skal arbeiða við evnir so sum arbeiðsbýti, samskipan, ábyrgdar- og myndugleikabýti. Somuleiðis verður skilt ímillum klassiska fyriskipan og nýggjari fyriskipan, eitt nú toymi og verkætlanir.

Leiðsla

Næmingurin skal hava innlit í viðurskifti, sum knýta seg at tí einstaka leiðaranum, ymiskar leiðsluhættir og leiðslumyndlar, eins og hann skal hava innlit í starvsfólkamenning og -leiðslu (Human Resource Management).

Tá ið um leiðaran ræður, verður arbeitt við evnir, so sum autoritet, ávirkan, vald og leiðsluhugburð. Næmingurin fær eisini innlit í, hvøjrar uppgávur leiðarin hevur.

Somuleiðis skulu næmingarnir arbeiða við ymiskar leiðsluhættir og leiðslumyndlar, eitt nú autoritera leiðslu og demokratiska leiðslu og støðutongda leiðslu.

Skipan í toymum og verkætlanum fáa alsamt størri týdning, og tí skulu næmingarnir hava innlit í toymisleiðslu og verkætlanarleiðslu.

Ein týðandi leiðsluuppgáva er starvsfólkamenning og -leiðsla (HRM), og næmingurin skal tí eisini arbeiða við, hvussu økið kann verða skipað, og við tí sum kann hava týdning, tá ið talan er um starvsfólkamenning og -leiðslu.

Starvsfólk – einstaklingar og bólkar

Týdningarmesta tilfeingið hjá flestøllum fyriskipanum eru starvsfólkini – sum bólkur og sum einstaklingar.

Tá ið um einstaklingin ræður, verður arbeitt við bakgrund og umstøður hjá tí einstaka, eitt nú arv, persónligar eginleikar, gløggskygni, hugburð og virði. Somuleiðis verður arbeitt við trivnað, motivatión, samstarv ímillum starvsfólk, umframt menning hjá einstaka starvsfólkinum.

Tá ið um bólkar ræður, verður arbeitt við samstarv í bólkum, ymisk sløg av bólkum, og hvussu fyriskipanir kunnu skipa bólkar og toymi. Somuleiðis verða fyrimunir og vansar við bólkum og toymum viðgjørdir, bæði tá ið talan er um fyriskipan og starvsfólk.

Ískoytisøki

Ískoytisøki eru valfrí øki, sum lærari og næmingar í einstaka flokkinum semjast um í felag. Ískoytisøki kunnu styðja og lýsa eitt ella fleiri kjarnaøki frá øðrum sjónarhornum og vera við til at menna førleikar næmingsins samsvarandi teimum førleikamálum, ið ásett eru. Endamálið við ískoytisøkjum er harumframt at geva skúlum og útbúgvingarbreytum rúm fyri serligum eyðkennum og arbeiðsháttum.

Tilfarið kann vera av slíkum slag sum er tíðarviðkomandi, og sum fær næmingin at perspektivera og útgreina sína vitan um fyriskipan ella partar av lærugreinini.

Tilfarið kann fevna um ávís øki, sum ikki eru beinleiðis nevnd sum partur av kjarnaøki, men sum tó eru týdningarmikil, áhugaverd og viðkomandi, og sum kunnu vekja áhuga næmingsins og geva størri innlit í fakøkið. Ískoytisøki kunnu skipast sum evnis- ella verkætlanararbeiði.

5. Førleikamál

Í lærugreinini fyriskipan eru førleikamálini lutað sundur í støðisførleikar og fakligar førleikar.

Støðisførleikar

Støðisførleikar eru grundleggjandi førleikar, sum menniskju ogna sær tíðliga í lívinum, men sum mugu stimbrast og mennast alt lívið. Støðisførleikar hava avgerandi týdning fyri, at kunnleiki, vitan og førleikar verða ment í øllum lærugreinum. Støðisførleikar eru við til at menna sannkenning, virðing, hugflog og evni til støðutakan og sjálvvirkni. Undirvísingin skal virka fyri, at næmingurin fær hug og sinni at læra og geva sítt íkast til kjak og loysnir.

Í hesum sambandi eru fýra støðisførleikar lýstir við atliti at teimum fortreytum, sum eru galdandi fyri læru­greinina. Í øllum lærugreinum skal næmingurin læra:

  • at virða
  • at samskifta
  • at kanna
  • at skapa

At virða

At virða er at virka fyri góðari samveru millum menniskju og fyri góðum samanspæli millum menniskju, náttúru og umhvørvi. Virðing fremur tryggleika og trivnað, ið eru fortreytir fyri gagnligari menning. Undirvísingin skal virka fyri, at hvør einstakur næmingur verður sæddur og hoyrdur, og at hann kennir seg at hava virði og týdning, har hann er.

Førleikin at virða snýr seg harumframt um at virða og menna støðið undir fyriskipanarligum hugtøkum, sum undirvíst verður í. Undirvísingin leggur dent á, at næmingurin skilir tær ymisku fortreytirnar, ið øll menniskju hava í lívinum, og lærir at virða tørv og sjónarmið hjá øðrum, uttan mun til aldur, kyn, húðarlit og lívsáskoðan. Næmingurin skal eisini virða sín egna tørv og tað nátturutilfeingið, vit øll eru bundin at. Hann skal læra at virða tær skyldur og tey rættindi, sum fólkaræði byggir á. Eisini skal næmingurin hava virðing fyri, at ymiskar mentanir og samfeløg kunnu byggja á onnur virði enn hansara egnu.

At samskifta

At samskifta snýr seg um førleikan at bera fram hugsanir sínar munnliga og at lesa og skriva. At samskifta snýr seg eisini um at rokna og at nýta tøknilig amboð, ið tæna samskiftinum millum manna.

Førleikin at bera fram hugsanir sínar munnliga verður mentur við miðvíst at arbeiða við munnligum venjingum í ymiskum samskiftisstøðum. Næmingurin skal frá fyrsta degi verða vandur við at tala, skifta orð, lýða á, próvføra og bera fram egnar metingar.

Førleikin at lesa og skriva er avgerandi fortreyt fyri øllum samskifti og lærdómi í lívinum. At skriva er at skipa hugsan og menna hugskot, at lesa er at skyna á og tulka.

Førleikin at rokna snýr seg um evnini at lesa hagtøl, fata bygnað, frymlar og úrtøkiligar skipanir. At rokna er eisini at hugsa skilvíst og loysa vandamál. Hesir førleikar eru fortreyt fyri at skilja og taka støðu til mangar gerandisspurningar, umframt spurningar, ið eru av fyrisitingarligum slag.

Førleikin at nýta tøknilig amboð snýr seg um at duga at nýta kunningartøkni, ið er ein fortreyt fyri øllum fjarskifti.

At kanna

At kanna er ein íborin førleiki. Vit kanna umhvørvið fyri at klára okkum í tí dagliga. At granska er at eygleiða, undrast, finna svar og gera royndir, og lærarar skulu geva gætur, at hesir førleikar verða mentir frá lægsta til hægsta stig.

Førleikin at kanna snýr seg um at eggja og menna tilvitan og forvitni næmingsins og stimbra hug og dirvi hansara at seta spurningar og at leita sær ráð og vitan um viðurskifti av týdningi fyri næmingin sjálvan og hansara umhvørvi. Næmingurin skal eggjast til at síggja gagn í yrkis- og fagurbókmentum og til at fregnast um mentanarligar og samfelagsligar spurningar, sum bjóða forvitninum av. Við dømum og venjingum skal næmingurin læra at nýta vísindaliga framferðarháttin og at handfara keldutilfar á ein sakligan og siðiligan hátt.

At skapa

Forvitni, spæl og hugflog eru serligir eginleikar, sum lærarin skal varða um og gera gagn av í undirvísingini. At skapa er eisini ein førleiki, ið kann vinnast við lærdómi. Næmingurin skal læra at hugsa, tala og skriva sjálvstøðugt og at menna hugskot síni, og hann skal kenna seg at hava ein virknan lut í egnari menning og læringartilgongd.

Førleikin at skapa snýr seg um at gera næmingin tilvitaðan um og líta á egin evni, so hann gerst førur fyri sjálvur at byggja víðari á tað, sum lært er. Næmingurin skal læra, at tekstframleiðsla er ein skapandi tilgongd, sum byggir á hugflog, íblástur og treystleika.

Fakligir førleikar

Næmingurin dugir:

  • at greiða frá fyriskipan sum fakøki
  • at nýta fyriskipanarligt ástøði í veruligum ella veruleikakendum støðum og fyriskipanum
  • at viðgera og meta um viðurskifti og trupulleikar í eini fyriskipan við atliti at bygnaði og tilgongdum
  • at viðgera og meta um viðurskifti og avbjóðingar í mun til einstaklingin og bólkar í eini fyriskipan
  • at brúka vitan um innanhýsis samstarv at meta um viðurskifti viðvíkjandi toymum og verkætlanum, bæði sum fyriskipanarháttur og við atliti at leiðsluviðurskiftum
  • at kjakast og meta um leiðslu, uppgávur eins og leiðsluhættir.

6. Eftirmeting og próvtøka

Eftirmetingar

Einstaki næmingurin skal eftirmetast ávegis í undirvísingargongdini við støði í antin skrivligum ella munnligum framløgum. Næmingurin eigur at hava eina greiða fatan av støðu síni í mun til fakligu málini í lærugreinini og eigur at fáa vegleiðing um, hvussu og hvørjum arbeiðast skal við fyri at røkka málunum.

Eftirmetingin verður skjalfest.

Próvtøkuhættir

Hildin verður ein munnlig próvtøka.

Próvhoyringin varir 20 minuttir, íroknað próvdøming. Fyrireikingartíðin er 40 minuttir, íroknað útflýggjan av tilfari og vegleiðing.

Uppgávuspurningarnir verða settir við støði í evnum, økjum o.tíl., bæði úr kjarnaøkjum og ískoytisøkjum. Próvhoyringin er ein faklig samtala millum próvtakara og próvhoyrara, og tekur samtalan støði í framløgu próvtakarans av tilfari og próvtøkuspurningi, sum próvtakarin hevur arbeitt við í fyrireikingartíðini.

Próvtøkan tekur støði í ókendum tilfari, sum próvhoyrarin velur. Dømi um ókent tilfar er tekstur (t.d. grein ella partur av grein, bloggur o.a.m.) lýsingar, myndir, ljóðbrot, myndbrot ella sameining av fleiri av hesum.

Søkjast kann um loyvi at halda munnliga próvtøku við støði í evnisarbeiði ella verkætlan heldur enn við støði í ókendum tilfari.

Próvtøkutilfar og próvtøkuspurningar verða send próvdómaranum til góðkenningar í seinasta lagi 5 dagar undan próvtøku.

Dømingargrundarlag

Í metingini verður hugt at, í hvønn mun próvtakarin lúkar tey fakligu málini í lærugreinini.

Næmingurin skal duga at

  • skipa og greiða frá fakligum tilfari
  • vísa fakligar førleikar
  • grundgeva við støði í fakligum hugtøkum og myndlum
  • kjakast og meta um fyriskipanarlig viðurskifti og trupulleikar við at nýta ástøði í mun til veruleikakendar fyriskipanir ella umstøður

Givið verður eitt próvtal út frá heildarmeting av próvtøkuni.

Próvtalslýsingar

Próvtal

Heiti

Lýsing

12

Framúr gott

Samrøðan millum próvtakara og próvhoyrara er flótandi, og próvtakarin svarar spurningum á høgum stigi í mun til málini í lærugreinini. Próvtakarin hevur eina vælskipaða framløgu, har hann dugir at velja viðkomandi hugtøk og myndlar, dugir at bera síni fakligu sjónarmið fram og kann vísa á fakligar førleikar við lítlum og ongum brekum. Próvtakarin dugir sjálvstøðugt at kjakast og meta um fyriskipanarlig fyribrigdi og dugir at brúka fakligar orðingar í røttum samanhangum. Harumframt dugir próvtakarin væl at skipa tíðina, ið er tillutað.

7

Gott

Samrøðan millum próvtakara og próvhoyrara viðger spurningar á einum hóskandi stigi í mun til málini í lærugreinini. Próvtakarin hevur eina framløgu, har hann dugir at velja viðkomandi hugtøk og myndlar, dugir at bera síni fakligu sjónarmið fram og kann vísa á fakligar førleikar á einum hóskandi stigi, har nakað av óvissu tó kemur til sjóndar. Próvtakarin dugir rímiliga sjálvstøðugt at kjakast og meta um fyriskipanarlig fyribrigdi og dugir at nýta fakligar orðingar í røttum samanhangum. Harumframt dugir próvtakarin rímiliga væl at skipa tíðina, ið er tillutað.

02

Nóg gott

Samrøðan millum próvtakara og próvhoyrara er á lægst møguligum stigi, sum kann góðtakast, í mun til málini í lærugreinini. Próvtakarin hevur eina framløgu, har hann velur hugtøk og myndlar, ber síni fakligu sjónarmið fram og vísir á fakligar førleikar á einum stigi, sum er tað lægsta, ið kann verða góðtikið. Próvtakarin dugir, tó trilvandi, at kjakast og meta um fyriskipanarlig fyribrigdi og brúkar nakað av fakligum orðingum á røttum staði. Harumframt dugir próvtakarin í ein ávísan mun at skipa tíðina, ið er tillutað.

7. At skipa undirvísing

Í hesum parti av námsætlanini verður í stuttum greitt frá teimum didaktisku meginreglum, ið eru støði undir skipan av undirvísing. Hvør einstøk námsætlan myndar didaktiska sjónarmiðið, og saman mynda allar námsætlanirnar tann felags didaktiska pallin, har undirvísing verður útint.

Undirvísingin tekur altíð støði í teimum førleikum, ið næmingurin hevur við sær av tí stigi, hann kemur. Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Didaktiskar meginreglur

Námsætlan og útbúgvingarbygnaður skulu tryggja, at fortreytir fyri fjøltáttaðari undirvísing eru til staðar.

Lærugreinin Fyriskipan hevur tætt samband við aðrar búskaparligar og handilsligar lærugreinar, og eiga næmingarnir tí at læra at síggja fyriskipanir sum eina eind, sum kann skoðast úr ymiskum sjónarhornum, tað veri seg fakøkjum ella lærugreinum.

Næmingurin eigur at fáa eina fatan av, hvat fyriskipan er, hvussu arbeitt verður í lærugreinini, og hvat endamálið er. Undirvísingin skal geva næmingum innlit í fyriskipan sum fakøki og geva næmingunum førleika at lýsa og greina fyriskipanarlig fyribrigdi. Somuleiðis skal næmingurin læra at skilja, hvussu einstøk viðurskifti ella øki kunnu ávirka heildina, og hvussu heildin kann verða ávirka av einstøkum økjum. Til tess at fremja heildarfatan og sambandi millum økir eiga kjarnaøkini at umskarast, tá ið tað ber til, og tá ið tað verður mett at vera hóskandi. Sum dømi kundu partar úr kjarnaøkinum Leiðsla verið samskipaðir við pørtum úr kjarnaøkinum Tilgongdir. Á tann hátt kundi ástøðiligi førleikin verið við til at gjørt fatanina av teimum mekanismum, sum ávirka umstøður og støðutakanir meira fjøltáttaða.

Undirvísingin tekur støði í viðkomandi og veruligum ella veruleikakendum fyriskipanum, viðurskiftum og trupulleikum, og dentur verður lagdur á, at arbeitt verður við málsevnum (case). Viðurskifti, trupulleikar og hugtøk verða viðgjørd við atliti at einstaklinginum og fyriskipanini sum heild.

Undirvísingin eigur í mest møguligan mun at nýta royndir hjá næmingunum.

Somuleiðis eigur undirvísingin í mest møguligan mun at taka støði í einstaka næminginum og skipa læringina soleiðis, at hædd verður tikið fyri tørvinum hjá einstaka næminginum.

Undirvísingin verður sostatt løgd til rættis við skiftandi arbeiðsháttum og soleiðis, at næmingar fáa høvi at arbeiða sjálvstøðugt og í bólkum.

Fyriskipan er ein munnlig lærugrein, og tí verður munnligi tátturin raðfestur høgt. Samrøðan millum lærara og næmingar ella millum næmingar sínámillum er týdningarmikil liður í undirvísingini. Næmingarnir skulu sleppa til orðanna bæði í kjaki og framløgum og sleppa at arbeiða sjálvstøðugt við ávísum fakligum evnum ella spurningum. Næmingarnir skulu ikki bara læra at taka til sín, men eisini læra at geva frá sær og orða seg greitt og samanhangandi um fakligar spurningar.

Tó eigur skrivligi tátturin at innganga í undirvísingina, so at næmingar fáa høvi at orða seg skrivliga í mun til faklig evni, verulig ella veruleikakend dømi.

Í undirvísingini verður ymiskt tilfar nýtt, ið er at finna í ymiskum miðlum. Tilfarið kann vera á prenti ella talgilt, umframt at tað kann vera á skrift (tekstur), lýsingar, myndir, ljóðbrot, myndbrot ella ein sameining av fleiri av hesum. Næmingarnir eiga at læra at hava sjálvstøðugan og kritiskan hugburð til tilfar, ið nýtt verður.

KT er amboð í undirvísingini sum næmingurin kann nýta, tá ið framløgur og uppgávur verða gjørdar. Somuleiðis letur KT upp fyri vitan og tilfeingi, sum næmingurin hevur brúk fyri.

Arbeiðshættir

Arbeiðshættir skulu veljast so, at teir eru við til at røkka teimum málum, ið sett eru. Í øllum kjarnaøkjum er umráðandi at leggja arbeiðið til rættis so, at ein líðandi stigvøkstur verður tryggjaður.

Í Fyriskipan skulu ymiskir arbeiðshættir verða nýttir so, at fjølbroytni í lærugreinini kann verða framt miðvíst. Arbeiðshættir kunnu fevna um lærarafyrilestur, einstaklinga uppgávur, næmingaframløgu, samrøður í flokkinum, bólka- og toymisarbeiði, verkætlanarevni o.tíl. Tá ið arbeiðshættir verða valdir og lagdir til rættis, er eyðsæð, at lærarin hugsar um stigvøkstur í undirvísingarhættunum, har byrjað verður við lærarastýrdari undirvísing. So hvørt sum førleiki næminganna økist, og teir gerast meira sjálvstøðugir í lærugreinini, verður hesin lærarastýrdi undirvísingarformur at minka.

Eins og í skúlaskipanini sum heild, skal eisini eitt endamál í undirvísingini í Fyriskipan vera at læra næmingarnar at læra og at hugsa um egna lærutilgongd. Ymisku arbeiðshættirnir skulu stuðla upp undir hetta mál, t.d. kunnu næmingarnir eftir leiðbeining læra sjálvir at seta spurningar við støði í tilfarinum í undirvísingini og viðgera tað.